S-55 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi viðurskiftum hjá flóttum í Føroyum 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Heldur landsstýriskvinnan støðuna hjá flóttum vera nøktandi?
  2. Hvørji stig vil landsstýriskvinnan taka til tess at tryggja flóttum í Føroyum borgararættindi og rættartrygd?
  3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera broytingar í viðurskiftunum hjá flótttum í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum útlendingamál?
  4. Hvørjum tíðarkarmi arbeiðir landsstýriskvinnan við, tá talan er um at tryggja flóttum borgararættindi og rættartrygd í Føroyum?

Viðmerkingar:

Í ár 2000 komu 23 flóttafólk til Føroya. Hesi vóru fýra serbiskar familjur, sum vóru rýmdar undan krígnum í herjaða landinum Kroatia. Hesi menniskju fingu arbeiði og hava sett seg í búgv í Føroyum, børnini ganga í skúla í Føroyum, tosa føroyskt mál, eru ein integreraður partur av tí samfelagnum, tey liva í, og kenna seg sum føroyingar. 

 

Eingi rættindi
Men enn í dag, eftir nærum átta ár í landinum, hava tey eingi rættindi. Tey eru bundin at ávísum arbeiðsplássum, uttan hervið at siga, at nakað er galið við hesum plássum, haldi flóttarnir hava verið sera væl móttiknir har, so hava hesi fólkini ongan rætt at finna sær annað arbeiðspláss. Onkur av hesum fólkunum hevur góða akademiska útbúgving, men í Føroyum geva vit ikki rúm fyri, at tey kunna nýta sína útbúgving á røttum staði.

 

Ótti og ótryggleiki
Samstundis, sum tey liva uttan rættindi í samfelagnum, so liva tey eisini við dagliga óttanum, ótryggleikanum og stóra sálarliga trýstinum, tí tey ikki vita, um tey framhaldandi kunna liva her hjá okkum. Óvissan um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá tey á hvørjum ári skulu søkja um endurnýggjan av loyvum, er óvirðilig og ótolandi.

 

Hetta skal hava ein enda, og eg kenni tað sum mína ábyrgd sum politikari at loysa hesi fólk úr tí hafti, tey liva undir í Føroyum í dag. Minsta krav er, at flótti, sum hevur verið í landinum í so nógv ár, fær endaligt arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so trælatilveran kann halda uppat.

 

Á tingfundi 5. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 3. apríl 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Málsøkið útlendingamál er framvegis danskt málsøki.

 

Sambært útlendingalógini, sum er galdandi fyri Føroyar, kunnu útlendingar, ið lúka treytirnar í ST sáttmálanum um flóttafólk fáa friðskjól (asyl) í Føroyum.

 

Sambært tí, sum eg havi fingið upplýst, mettu ríkismyndugleikarnir ikki, at teir 23 útlendingarnir, ið sipað verður til í fyrispurninginum, luku treytirnar í útlendingalógini fyri at fáa friðskjól. Tey eru sostatt ikki flóttar sambært útlendingalógini ella sambært altjóða sáttmálum. Vit noyðast at virða hesa niðurstøðu og taka til eftirtektar, at hesir borgarar, sum spyrjarin sipar til, ikki eru at meta sum flóttafólk.

 

Teimum stóð tó í boði at fáa arbeiði í Føroyum, og ein loysn varð tí funnin á málinum á tann hátt, at teir fingu loyvi at koma til Føroyar sambært reglunum í útlendingalógini um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Nú, tá ið fólkini hava verið her í 7 ár, lúka tey eina grundleggjandi fyritreyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Løgmálaráðið hevur í 2005 og aftur í januar 2008 biðið ríkismyndugleikarnar um at avgreiða málini og veita hesum borgarum varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Ógvuliga fá mál hava verið, har fólk hava søkt um friðskjól í Føroyum.

 

Í teimum fáu førunum, har tað er komið fyri, hevur vanliga mannagongdin verið, at  viðkomandi er fluttur til Danmarkar meðan málið hjá viðkomandi er viðgjørt.

 

Landsstýrið hevur tikið støðu til at yvirtaka málsøkið útlendingamál og marknaeftirlit. Tó er so stutt tíð fráliðin síðani henda samgongan tók við, at tað er ov tíðliga at siga tinginum frá, júst hvussu vit meta, at føroyskir myndugleikar skulu umsita flóttafólkamál.

 

Undir øllum umstøðum ætlar landsstýrið tó sjálvsagt at virða ST reglurnar á hesum øki, aftaná at málsøkið er yvirtikið.

 

Ætlanin er, at málsøkið skal vera yvirtikið 1. januar 2010. Ein av grundgevingunum fyri at yvirtaka málsøkið útlendingamál og marknaeftirlit er júst at tryggja teimum borgarum, sum koma til Føroyar, eina so virðiliga og rættartrygga viðgerð sum møguligt.

Málið avgreitt.