S-54 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi flyting av virksemi hjá føroysku peningastovnunum  

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvat kunnu fylgjurnar fyri Føroyar verða, nú peningastovnarnir velja at flyta stóran part av teirra virksemi av landinum?

  2. Hvønn týdning hevur flytingin fyri føroysku KT-vinnuna?

  3. Hevur flytingin ávirkan á kelduskattaskipanina?

  4. Verður hetta gjørt av tí, at peningastovnarnir nú hava fingið so nógv virksemi uttanlands og harvið leggja størri dent á arbeiðið uttan fyri landoddarnar?

  5. Fara peningastovnarnir framhaldandi at rinda teirra part av rakstrinum av Elektron soleiðis, at tað ikki gongur út yvir annað virksemi hjá Elektron sum t.d. raksturin av almennum KT-skipanum?

  6. Kann flytingin av virkseminum hava ávirkan á eitt komandi føroyskt fíggjaareftirlit? 


Viðmerkingar:

Sum eg síggi hetta, so kann hetta blíva eitt stórt bakkast fyri føroyska samfelagið og føroyska KT-vinnu.

 

Tað, sum hendir, er, at vit avreiða eina vitan um bankarakstur, sum er mentur seinastu 40 árini. Heldur enn at avreiða hetta virksemið av landinum, áttu vit at gjørt hetta økið til eitt av innsatsøkjunum hjá føroyskari KT-vinnu og soleiðis fingið útlendskar bankar at útveitt partar av sínum KT-rakstri til Elektron at reka.

 

Tað tykist, sum føroysku peningastovnarnir hava valt at avreiða hesa vitan og virksemi av landinum, og hetta er stórt spell fyri framtíðarvánirnar hjá okkara KT-vinnu.

 

Helst gera bankarnir hetta soleiðis, at teir kunnu fáa eitt hægri avkast av sínum virksemi, og í sama andadrátti boða teir frá metstórum yvirskoti av virkseminum.

 

Tað fyrikemur mær sum um, at tað eru peningastovnarnir sum ráða í Føroyum og kunnu gera, sum teimum listir, sum t.d. í hesum førum at niðurleggja eina servitan innan KT- vinnuna, sum tá til stykkis kemur fer at hava við sær, at vit missa hesa vitanina og arbeiðsplássini, sum eru knýtt at hesum. Eg meti, at landið hevur skyldu til at varðveita hendan KT-førleika her á landi og heldur fáa útlendskar bankar at brúka Elektron enn at avreiða uppgávurnar hjá Elektron.

 

Vit hava um dagarnar lisið í miðlunum, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur ætlanir at yvirtaka fíggjareftirlitið av føroysku peningastovnunum. Tað tykist tí løgið, at samstundis eru vit í holt við at avreiða partar av KT-rakstrinum hjá somu bankum av landinum.

 

Um vit hava ætlanir um at gerast eitt sjálvstøðugt land og fáa okkara egna fíggjareftirlit, eiga vit ikki at byrja við at avreiða eftirlitið við okkara egna peningarenslið og harvið gjaldsmidling, brúk av peningaautomatum o.a.

 

Tí er tað umráðandi, at Føroya Landsstýri ikki letur raksturin av KT-skipanum hjá føroysku peningastovnunum av hondum, uttan at avleiðingarnar av hesum verða kannaðar fyrst.

Á tingfundi 5. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 6. mai 2008 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Ad 1 og 2.  Talan er um eina avgerð, ið føroysku peningastovnarnir hava tikið. Teir grunda avgerðina á, at talan verður um  ein munandi bíligari rakstur, samstundis sum teir fáa skjóta atgongd til eina røð av tænastum, sum vilja styrkja teir í altjóðakappingini.

 

Peningastovnarnir upplýsa eisini, at teir hava avtala við danskan datasentral, at hesin skal leggja menningaruppgávur á Elektron, soleiðis at starvsfólkatalið á Elektron ikki kemur at minka, men møguliga økjast.

 

Eg havi ikki møguleika at úttala meg um omanfyrinevndu fyritreytir eru relistiskar, men koma tær at halda og megnar Elektron at veita donsku peningastovnunum kappingarførar tænastur, verður talan um fyrimun fyri føroyska KT-vinnu.

 

Ad 3.  Til ber at flyta KT-raksturin hjá peningastovnunum til Danmarkar, uttan at hetta nítist at ávirka samtíðarskattaskipanina.

Sum kunnugt flutti Føroya Banki sítt virksemi til BEC í Roskilde fyrst í nítiárunum. Henda flyting merkti ikki, at neyðugt var at gera nakra broyting í A-skattinum.

 

AD 4.  Hesin spurningur átti at verið settur føroysku peningastovnunum, men eg kann nevna, at ein av grundgevingunum hjá peningastovnunum, er teirra vaksandi virksemi uttanlands.

 

Ad 5.. Tað er KT-raksturin, ið peningastovnarnir flyta til Danmarkar, so framyvir koma teir ikki at rinda fyri rakstur á Elektron, hinvegin koma peningastovnarnir sjálvsagt at rinda fyri teirra menningaruppgávur á Elektron, og vónandi fer Elektron at eydnast við at víðka sítt virksemi á øðrum økjum, soleiðis at felagið eisini í framtíðini kann bjóða landinum kappingarførar tænastur.

 

Landssýrið og peningastovnarnir hava samstarvað um raksturin av Elektron síðan fyrst í áttatiárunum, og sigast má, at báðir partar hava hava notið gott av hesum samstarvi. Tað at peningastovnarnir nú flyta sín rakstur til Danmarkar merkir, at munandi umleggjingar skulu gerast á Elektron, og havi eg tað álit á peningastovnarnar, at teir tryggja, at rokningin fyri hesa umlegging ikki skal sendast til føroyska skattgjaldaranum.

 

Ad 6.  Eg meti ikki, at avgerðin kemur at hava stóra ávirkan á eitt komandi føroyskt fíggjareftirlit.

Málið avgreitt.