S-53 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi útlendsku eigaraviðurskiftunum í føroysku fiskivinnuni  

Orðaskifti

Ár 2008, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Spurningur

Hvørji stig fer landstýrismaðurin í fiskivinnumálum at taka til tess at tryggja, at tað veruliga og ikki bara formliga eru føroysk áhugamál, ið standa aftan fyri íløgur í føroysk fiskifør?

 

Viðmerkingar                                                                                                 

Seinastu árini er íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun fingin til vega við útlendskum lánspeningi. Ásetingarnar í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap skuldu tryggja, at útlendingar ikki skulu kunna eiga meira enn ein triðing av parta- og ábyrgdarpeninginum í føroyskum fiskiskipum.

Í november 2006 kom ein samd Landstýrismálanevnd til ta niðurstøðu, at eftirkanningin hjá Fiskimálaráðnum av eigara- og avgerðarrættindum í sambandi við, at skip skifta eigara, ikki er egnað til at veita trygd fyri, at reglurnar i § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru hildnar. Henda niðurstøða bleiv fráboðað løgmanni, løgtingsmonnum og landstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Føroyar eru fiskivinnutjóð, og hvílir búskapurin í stóran mun á fiskiríkidøminum í havinum kring Føroyar og sínámillum avtalum um fiskiskap, ið vit hava við aðrar tjóðir. Núverandi landsstýris­maður hevur boðað frá gjøgnumskygni í sambandi við umsitingina av fiskidøgum. Tað má eisini vera gjøgnumskygni í eigaraviðurskiftunum, um fiskiríkidømi í havinum kring Føroyar veruliga er ogn Føroya fólks sambært ásetingini í lógini um vinnuligan fiskiskap, ella um stórur partur er ogn útlendinga, ið verður umsitin av føroyskum strámonnum.

 

Á tingfundi 5. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 3. apríl 2008 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks. Tí verður kravt, at eigarar av fiskiførum, sum eru teir, ið kunnu hava fiskirættindi, hava mest møguligt tilknýti til Føroyar. Lógin heimilar, at útlendskir íleggjarar eru í føroysku fiskivinnuni og kunnu eiga og avgera svarandi til 1/3 í feløgum, ið eiga og reka fiskiskip. Og tað er ein sannroynd, at útlendsk áhugamál gjøgnum teirra eigarapart eru í føroysku fiskivinnuni – bæði í fjarfiskiflotanum, tí pelagiska flotanum og í feskfiskaflotanum.

 

Til tess at tryggja, at útlendsk áhugamál eru umboðað innanfyri tey mørk, sum verandi lóg fyriskrivar, hevur umsitingin ávísar mannagongdir, sum hon heldur seg til í útinningini av fyrisitingarligu uppgávuni at eftirkanna eigara- og avgerðarviðurskifti í fiskiflotanum. Lógargrundarlagnum og hesum mannagongdum er greitt frá í Skjali I, sum er lagt við svarinum.

 

Tá ið Løgtingið í fjør gjørdi eina samtykt um, at tað, sum hevur verið rópt 10-ára rullandi skipanin viðvíkjandi loyvum, skuldi steðga, og verandi loyvi harvið vórðu søgd at fara úr gildi pr. 31. desember 2017, var greitt, at politisk støða mátti takast til, hvussu hesi viðurskifti skuldu skipast eftir hendan dag. Ein fiskivinnupolitikkur mátti setast út í kortið. Hetta er skyldan hjá politisku skipanini mótvegis eigaranum, Føroya fólki, og teimum sum virka í vinnuni við brúksrættindum frá hesum somu eigarum. Samgongan undan hesi tóktist ikki at hava nakað boð hesum viðvíkjandi.

Tá ið nýggj samgonga varð skipað í vetur, varð avrátt og felt niður í samgonguskjalið, hvør fiskivinnupolitikkur samgongunnar skuldi vera. Umframt at mest møgulig virðisøking úr føroyskum tilfeingi liggur eftir í Føroyum, og at allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni, er CHE-samgongan samd um, at brúksrættindini til tilfeingið skulu umsitast og umsetast gjøgnum ein almennan fiskirættindamarknað. Semja er um, at skipanin skal vera liberal, at fiskivinnan skal skipast sambært vanligum marknaðartreytum og kappingartreytum, og at politiski myndugleikin ikki skal kunna býta út loyvi, fiskirættindi ella at áseta prís fyri tíðaravmarkaðan brúksrætt. Skipanin skal vera sjálvregulerandi soleiðis, at vinnan og príslegan sjálv tillagar seg innan karmarnar, og skipanin skal vera varandi og tryggja, at føroysk fiskiveiða verður burðardygg.

 

Landsstýrismaðurin hevur longu nú sett eina nevnd niður at meta um vøksturin í fiskiorkuni, síðani verandi lóg um vinnuligan fiskiskap varð sett í gildi. Nevndini er álagt at koma við síni niðurstøðu mánaðarskiftið mai/juni í ár, soleiðis at hesi viðurskifti kunnu takast við í metingarnar, tá ið fiskidagatalið fyri komandi fiskiár skal ásetast eftir ólavsøku. Í næstum verður síðani farið undir at seta niður eina kommissión, sum skal koma við eini tilráðing um, hvussu samgongusemjan um fiskivinnupolitikkin kann smíðast um til eina lóg, sum Tingið síðani fær til viðgerðar. Vónandi fer tað at bera til at finna eina breiða semju, eina tjóðarsemju um, hvussu føroyskur fiskiskapur skal skipast frameftir. Tað hevur týdning, at rættindi fólksins til ognirnar verða tryggjað, samstundis sum tey, ið hava áhuga fyri at virka í vinnuni, so skjótt sum gjørligt fáa at vita, hvørjum grundarlagi tey skulu virka á, serliga frá og við 1. januar 2018.

 

Landsstýrismaðurin fer av góðum grundum ikki at siga nakað um, hvussu ognarviðurskifti v.m. skulu skipast í mun til galdandi lóg. Kommissiónin fær ein politiskan arbeiðssetning samsvarandi samgonguskjalinum, og síðani má valda manningin virka seg fram til eitt úrslit, sum vónandi verður somikið dygt, at tað kann brúkast sum grundarlag undir eini løgtingsviðgerð, og hareftir sum eitt slag av grundlóg undir eini nógv meiri demokratiskari og liberalari skipan enn henni, vit virka undir í dag.

 

Róð verður framundir í spurninginum, at spyrjarin, Kári P. Højgaard, er hugaður fyri, at kapitalurin, ognarviðurskiftini, í føroyskari fiskiveiði, fult og heilt verður á føroyskum hondum. Hiðani og til nýggja skipanin verður sett í verk ber sjálvandi til at herða krøvini viðvíkjandi útlendskum eigaraskapi. At taka útlendska triðingin út aftur úr lógini. Tað er ongin loyna, at undirritaði sjálvur annar, sum tingmaður, setti hetta fram sum uppskot í Tinginum í fjør, men tá vann tað ikki frama. Heldur mann, at verandi modell við 2/3 og 1/3 er ein hóttan fyri føroyska ræðið á tilfeinginum, so ber til at broyta lógina samsvarandi hesum. Ikki afturvirkandi sjálvandi, men hiðani og frameftir, - um undirtøka skuldi verið fyri tí. Áhugavert kundi verið at hoyrt, hvat Tingið og flokkar tess halda um tann spurningin.

 

Landsstýrismaðurin er samdur við tí, sum spyrjarin skrivar, serliga ímillum linjurnar, at tað er ótrúliga umráðandi, at vit føroyingar tvíhalda um rættin til okkara egna tilfeingi nú og í allari framtíð.

Skjal 1

 

Málið avgreitt