S-52 Fyrispurningur til Kristinu Hįfoss, landsstżriskvinnu, višvķkjandi undirvķsingartilboši til ung viš breki/Rįsini  

Oršaskifti

Įr 2008, tżsdagin 26. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Finni Helmsdal, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Hvussu langt er rįšgevandi bólkurin į Rįsini komin viš arbeišinum at śtvega  bśstašar-, frķtķšar-og arbeišstilboš til teirra, sum ķ lųtuni eru į Rįsini?
  2. Hvussu gongur viš upptųkuni av nęmingunum, sum skulu hava tilbošiš til heystar. Og hvussu stórt veršur tališ?
  3. Hevur landsstżriskvinnan gjųrt nakrar ętlanir fyri, hvussu framtķšin hjį Rįsini skal verša. Um tilbošiš skal rųkka longur fram enn ętlašu fyrstu 6 įrini?
  4. Hevur landsstżriskvinnan ętlanir um at seta į stovn onnur serskślatilboš, ella skal Rįsin framhaldandi vera einasta tilboš av sķnum slagi?
  5. Heldur landsstżriskvinnan, at tųrvurin er nųktašur viš tķ eina tilbošnum?

 

Višmerkingar

Taš eru ikki bara tey, sum eru atferšartrupul ella hava diagnosur fest į seg, sum bera boš um sjśkur ella brek ķ autismuspektrinum, sum hava ilt viš at fįa viškomandi tilboš aftan į fólkaskślaaldurin. Taš hevur leingi veriš ein sannroynd, at vit heldur ikki hava ķ nįnd nóg nógv og ei heldur nóg viškomandi tilboš til okkara menningartarnašu, sum eru farin um fólkaskślaaldur. At vit so heldur ikki ķ nóg stóran mun hava tilboš til teirra, tį tey eru ķ fólkaskślaaldri, er ein onnur og minst lķka so viškomandi sųga.

 

Ķ 2003 vóru avleišingar tiknar av, at so nógv ung viš menningartarni stóšu so at siga į berum, at lųgtingslóg nr. 67 frį 2. mai 2003 um skślatilboš til ung viš breki varš samtykt ķ mai sama įr. Henda lóg gav heimild til at seta į stovn serskślar til ung viš menningartarni. Og eitt beinleišis śrslit av hesi lóg var Rįsin, sum liggur inni ķ Runavķkini og hevur plįss fyri ķ mesta lagi 10 ungum fólkum. Ķ grein 7 ķ nevndu lóg stendur, at ein treyt fyri upptųku er, at umsųkjarin er fyltur 18 įr. Grein 3 sigur, at skślatilbošiš er ein royndarverkętlan, sum heldur fram ķ 6 įr, og at hvųrt skślaskeišiš er ķ mesta lagi 3 įr. Ķ grein 4 stendur, at innihaldiš ķ skeišnum er eitt heildatilboš, sum er sett saman av bśstaši, skśla og arbeiši.

 

Rįsin, sum enn er einasta skślatilboš, iš er sett į stovn viš heimild ķ įšurnevndu lóg , hevur 3 įr į baki į sumri 2008. Rįsin varš mett sum ein fyrireiking hjį nęmingunum til at fara vķšari ķ lķvinum. Og veršur alt sum ętlaš, skulu tey, sum nś eru į Rįsini, fįa annaš og viškomandi tilboš komandi summar. Ķ grein 6 ķ nevndu lųgtingslóg stendur, at landsstżrismašurin (ķ skślamįlum) setir ein rįšgevandi bólk, sum skal rįšgeva landsstżrismanninum um skipanina. Ķ hesum rįšgevandi bólki eru įvķkavist umboš fyri foreldrini, Almanna- og heilsumįlarįšiš og Mentamįlarįšiš. Rįšgevandi bólkurin skal javnan meta um royndarskipanina og skal į hvųrjum įri lata landsstżrismanninum frįgreišing um gongdina. Og sum kanska mest avgerandi og spennandi uppgįvan hjį rįšgevandi bólkinum, skal hann, saman viš foreldrunum og ųšrum myndugleikum, fyrireika bśstašar-, frķtķšar- og arbeišstilboš til tey ungu eftir lokiš skślaskeiš.

 

Taš er breiš semja millum tey, sum hava fingiš tilboš frį Rįsini, at royndarverk­ętlanin hevur eydnast vęl hesi fyrstu trż įrini. Tķ er įhugin stórur fyri at fįa plįss, tį nęsta skeišiš byrjar ķ heyst. Tķ kundi veriš įhugavert at vita, hvussu gongst hjį rįšgevandi bólkinum saman viš ųšrum at śtvega teimum, sum ķ dag eru į Rįsini, bśstašar-, frķtķšar- og arbeišsplįss. Taš eru nógv, sum eru sera įhugaš ķ at fįa nakaš at vita um hetta. Bęši avvaršandi at teimum, sum eru į Rįsini nś, og avvaršandi at teimum, sum vilja sleppa inn į Rįsina til heystar. Onnur, iš so ella so varša av teimum, sum hava menningartarn, eru somuleišis hugaš fyri at frętta nęrri um, hvussu gongst viš hesum avgerandi arbeiši. Og hvussu framtķšin hjį Rįsini fer at verša. Tķ setir spyrjarin landsstżrismanninum hesar spurningar.

 

Į tingfundi 27. februar 2008 var samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi 27. mai 2008 svaraši Kristina Hįfoss, landsstżriskvinna, fyrispurninginum soleišis:

 

Svar

Ad. 1: Sambęrt § 6, stk. 4 ķ lųgtingslóg  um skślatilboš til ung viš breki skal ein rįšgevandi bólkur saman viš foreldrum og ųšrum myndugleikum fyrireika bśstašar-, frķtķšar- og arbeišstilboš til tey ungu eftir lokiš skślaskeiš. Ķ rįšgevandi bólkinum eru umboš fyri foreldrini, Mentamįlarįšiš og Almanna- og heilsumįlarįšiš umframt leišarin fyri skślatilbošiš. Rįšgevandi bólkurin hevur arbeitt viš mįlinum, men trupulleikin er, at hesin hevur ikki myndugleika til annaš enn til at tilmęla loysnir. Tį iš talan er um bęši bśstašar- og virkistilboš, so er taš Almanna- og heilsumįlarįšiš, iš hevur avgerandi oršiš at siga. Rįšgevandi bólkurin hevur ikki giviš nakaš tilmęli, men mįliš er latiš Nęrverkinum.

Foreldrini hava fingiš at vita frį Nęrverkinum, at taš er Nęrverkiš, sum hevur įbyrgdina av at įvķsa bśstašar- og virkistilboš til tey ungu eftir lokiš skślaskeiš. Nęrverkiš hevur eisini bošaš frį, at taš hevur fingiš frįbošan um tųrv į bśstaši til tey 7 fólkini, sum bśgva į Rįsini. Foreldrini vóru į fundi viš Trivnašartęnastuna ķ august ķ 2007 og roknašu so viš, at nś fór okkurt at henda, men fingu tį at vita, at umsóknin um bśstaš til Trivnašartęnastuna skuldi ikki vera samlaš fyri ųll, men fyri hvųnn nęming sęr. Hetta hevši viš sęr, at stešgur kom ķ mįliš av tķ, at foreldrini ynskja, at hesin bólkurin ikki veršur skildur sundur, men fęr eitt samlaš tilboš um bśstaš, har tey kunnu kunnu bśgva saman eftir lokiš skślaskeiš. Av tķ, at hetta er ein bólkur av menningartarnašum, sum hevur virkaš sera vęl saman, so er hetta eisini ķ trįš viš ta rįšgeving, sum foreldrini hava fingiš frį serkunnleikanum. Upplżsast skal, at Nęrverkiš arbeišir viš at fįa til vega bśstašartilboš til nęmingarnar į Rįsini, men at hetta ikki er klįrt enn.   

Ad. 2: Ķ Skślanum į Trųšni eru nųkur, sum fara upp um undirvķsingarskyldugan aldur ķ įr. Talan er um 6-7 nęmingar. Hesi koma sostatt at hava brśk fyri einum tilboši, tį iš eitt nżtt skślaįr byrjar ķ august ķ 2008. Sambęrt lógini um serskśla (Skślin į Trųšni) skal serskślin eftir avgerš landsstżrismansins eisini skipa fyri undirvķsing fyri teimum 18-21 įra gomlu viš serligum tųrvi.

Arbeitt veršur viš at fįa til vega eitt tilboš til hesi. Ķ lųtuni verša umbyggingar framdar ķ Skślanum į Trųšni, sum vęntandi fara at geva hųlisligar umstųšur fyri einum slķkum tilboši. Hetta er tó treytaš av, at jįttan fęst til starvsfólk til henda nęmingabólkin. Mett veršur, at hetta fer at kosta uml. 2 lęraralųnir t.e. kr. 800.000,- komandi skślaįr. Višmerkjast skal tó, at hetta kann bert vera eitt fyribils skślatilboš til hesi ungu, av tķ, at ķ Skślanum  į Trųšni veršur t.d. ikki mųguleiki hjį nęmingunum at bśgva. Hetta kann sostatt bert vera ein fyribils loysn, inntil hesi mųguliga kunnu flyta inn į Rįsina.

Ad. 3: Tann 1. august 2009 er royndartķšin hjį Rįsini śti. Tį er so ętlanin, at lógin um skślatilboši veršur stašfest, soleišis at hetta veršur eitt varandi tilboš til ung menningartarnaš. Ętlanin er tó ikki, at hvųr nęmingabólkur skal vera har ķ meira enn trż įr, tį iš tey fara vķšari til eitt bśstašar- og virkistilboš į ųšrum staši.   

Ad. 4: Sum įšur nevnt, so er ętlanin at gera Rįsina til eitt varandi skślatilboš til ung menningartarnaš, umframt at arbeitt veršur viš at gera eitt tilboš til nęmingar ķ Skślanum į Trųšni komandi skślaįr.

Ad. 5:  Sķ spurning 4.

 

Mįliš avgreitt.