S-51 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi afturlating av einum sambýli hjá eldri sinnisveikum  

Orðaskifti

Ár 2008, týsdagin 26. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Við hvørjum endamáli var sambýlið sett á stovn?
  2. Hví varð Eirargarður valdur sum karmur um sambýlið, og hví er Eirargarður ikki nøktandi karmur so stutta tíð aftaná?
  3. Hvør var normeringin? Í mun til búfólk og í mun til starvsfólk?
  4. Hvussu nógv búfólk hava búð í sambýlinum, síðan hetta læt upp?
  5. Hvussu nógv starvsfólk hava starvast í sambýlinum, síðan hetta læt upp?
  6. Hvussu ber tað til, at sambýlið ikki hevur verið fullsett?
  7. Hví letur sambýlið longu aftur?
  8. Hvør hevur tikið avgerðina um at lata sambýli aftur, og hvat er avgerðin grundað á?
  9. Í hvønn mun hava avvarðandi verið kunnað og annars verið vitandi um avgerðina?
  10. Hvussu nógv fer deildin at kosta Almanna- og heilsumálaráðnum?
  11. Hvørji fyribils tilboð er ætlanin at útvega búfólkunum á deildini?
  12. Hvørji ellis- og røktarheim her á landi megna at geva umrøddu búfólkum skikkað og egnað tilboð?
  13. Hvørja endaliga loysn ætlar Almanna- og heilsumálaráðið at geva nevndu búfólkum og nær?
  14. Verður talan um eina loysn, ið tekur støði í tørvinum hjá teimum, sum hava búð á Eirargarði, ella verður talan um loysn innan verandi tilboð?
  15. Og fer tað endaliga tilboðið at standa øllum, sum eru í somu støðu sum umrøddu búfólk, í boði?
  16. Heldur landsstýrismaðurin, at búðtilboð til sálarsjúk eru eins góð og viðkomandi, sum tilboðini til onnur eru?

 

Viðmerkingar

Avvarðandi hava nú eina tíð roynt at fáa nakað at vita um lagnuna hjá teimum búfólkunum, sum hava búð á einum sambýli fyri eldri sálarsjúk á Eirargarði. Tey høvdu frætt, at sambýlið skuldi latast aftur, men fingu onga frágreiðing um hví, og annars hvar teirra kæru skuldu. Tann eini avvarðandi fekk at vita, at landsstýris­maðurin kendi einki til, at sambýlið skuldi latast aftur. Ikki fyrr enn Dimmalætting fer inn í málið, fæst nakað at vita. Men enn valdar óvissa um, hvør veruliga orsøkin er til,  at sambýlið letur aftur. Og óvissa valdar somuleiðis um, hvør hevur tikið avgerðina um, at sambýlið letur aftur. Leiðarin fyri Nærverkið sigur, at avgerðin er langt síðan tikin, meðan landsstýrismaðurin sigur, at avgerðin er als ikki tikin. Tí velur spyrjarin at seta landsstýrismanninum nakrar avklárandi spurningar í hesum máli. Ikki minst um framtíðina hjá búfólkunum.

Á tingfundi 27. februar 2008 var samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. apríl 2008 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrsmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

  1. Við hvørjum endamáli varð sambýlið sett á stovn?

Almanna- og heilsumálaráðið heitti í mars 2006 á Nærverkið um at seta eina gerontopsykiatriska royndarverkætlan á stovn í sambandi við útskriving av einum sjúklingi frá Psykiatriska depilinum. Royndarverkætlanin byrjaði 1. okt. 2006 á Eirargarði 16B Suður og varð skipað sum eitt sambýli. Verkætlanin gekk sera væl, tó doyði búfólkið av sjúku umleið ein mánaða eftir innflytan.

 

Av tí at starvsfólk og hølið vóru fingin til vega, søkti Nærverkið um góðkenning frá Almanna- og heilsumálaráðum um at halda áfram við hesi royndarverkætlan, eisini tí at tað var stórur mangul upp á búpláss til eldri í Suðurstreymoy.

 

Endamálið við hesi royndarverkætlan var at hava eitt gerontopsykiatrisk sambýli við fýra umlættingarbúplássum til eldri brúkarar, ið eru sinnisveikir og sum hava brúk fyri fakligum kunnleika rundan um seg. Arbeitt hevur verið út frá miljøterapeutiskum prinsippum.

 

Verkætlanin varð góðkend til at halda áfram til 31. des. 2007 og vórðu starvsfólk sett í tíðaravmarkað størv, og somuleiðis fingu búfólk og avvarðandi eisini at vita, at hetta var ein tíðaravmarkað royndarverkætlan.

 

  1. Hví varð Eirargarður valdur sum karmur um sambýlið, og hví er Eirargarður ikki nøktandi karmur so stutta tíð aftaná?

Tað var ikki lætt at finna eina loysn til tann fyrsta brúkaran her í Suðurstreymoy, har tørvurin á búplássum langt frá er nøktandi, og leitaði Nærverkið í nakrar mánaðir eftir egnaðum hølum, og tá íbúðin Eirargarður 16B Suður stóð tóm, var hetta mett sum ein rímilig loys til hesa royndarverkætlan.

 

Ein niðurstøða frá royndartíðini er, at tað hevur víst seg, at hølisviðurskiftini á Eirargarði 16B Suður ikki eru nøktandi til hendan málbólkin, serstakliga um tey gerast fysiskt røktarkrevjandi. Tað hevur verið trupult at hava fleiri búfólk har, tá tað einans er eitt wc/bað og at ongin lyfta er. Hetta avmarkar, hvør kann búgva har, um hetta skuldi verið ein varandi loysn.

 

  1. Hvør var normeringin ? Í mun til búfólk og í mun til starvsfólk?

Búfólkanormeringin var ætlað at vera 4 fólk, tá avgjørt varð at halda fram við royndarverkætlanini í februar 2007.

 

Frá 1. okt. 2006 til 31. jan 2007 var starvsfólkanormeringin 3,8 + 4 tímalønt í skiftandi vaktum. Frá 1. febr. 2007 varð starvsfólkatalið økt  frá 3,8 til 6,6 í starvsbrøki + 3 tímalønt í skiftandi vaktum.

 

  1. Hvussu nógv búfólk hava búð á sambýlinum síðan hetta lat upp?

Við byrjan av projektinum 1. okt. 2006 fram til 31. jan. 2007 var eitt búfólk á stovnunum.

Frá fyrsta februar 2007  var ein nýggj visitering gjørd, sum taldi  tvey búfólk og eitt triðja í tveir mánaðir frá 1 febr. til 30 mars 2007.

 

12. apríl kom næsta búfólkið inn til umlætting fram til 12. juli 2007 og ein frá 25. apríl 2007. Síðan hava tvey búfólk búð har, til tað lat aftur 18. febr. 2008.

 

  1. Hvussu nógv starvsfólk hava starvast í sambýlinum síðan hetta lat upp?

Tá ið sambýlið lat aftur starvaðust 8 starvsfólk, har tvey starvast 40t/viku, fýra 32t/viku og tvey  28t/viku.

 

  1. Hvussu ber tað til, at sambýlið ikki hevur verið fullsett?

Orsøkin til at sambýlið ikki hevur verið fullsett eru hølisviðurskiftini, har tað millum annað hevur víst seg at vera ov trongt til hesi fólk.

 

  1. Hví letur sambýlið longu aftur?

Sum nevnt undir spurningi 2, so hevur tað ikki verið møguligt at hava fleiri enn trý búfólk í senn, og stovnurin verður ov kostnaðarmikil við so fáum búfólkum. Eisini verða búfólkini ov einsamøll og mangla tilboð, tá tey eru so fá.

 

  1. Hvør hevur tikið avgerðina um at lata sambýlið aftur?

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eftir tilmæli frá Nærverkinum.

 

  1. Í hvønn mun hava avvarandi verið kunnað og annars verið vitandi um avgerðina?

Tá fundur hevði verið millum Almanna- og heilsumálaráðið og Nærverkið tann 21. august 2007 um at finna aðra loysn til henda málbólkin, vóru starvsfólkini fyrst kunnaði, soleiðis at tey kundu verða við at finna eina loysn fyri tey bæði búfólkini, ið vóru har. Hetta fyri ikki at órógva búfólkini, áðrenn eitt uppskot til loysn kundi leggjast fyri tey. Tó hendi tað, at brúkarar og avvarðandi fingu at vita frá starvsfólki á sambýlinum, at sambýlið fór at lata aftur, áðrenn eitt uppskot til loysn varð fingið til vega, og tí órógvaði tað bæði avvarðandi og brúkarar. Síðan hava fleiri fundir verið við allar partar har roynt hevur verið at finna eina góða loysn.  

 

  1. Hvussu nógv fer deildin at kosta Almanna- og heilsumálaráðnum?

Nærverkið hevur fingið játtað 3 mió. kr. fyri 2007 til royndarverkætlanina. Ongin peningur er avsettur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.

 

  1. Hvørji fyribils tilboð er ætlanin at útvega búfólkunum á deildini?

Tey tvey búfólkini, sum vóru á Eirargarði, eru flutt ávikavist á røktarheim og vistarheim.

 

  1. Hvørji ellis- og røktarheim her á landi megna at geva umrøddu búfólkum skikka og egnað tilboð?

Tað eru vistarheim, røktarheim og eldrasambýli, ið veita fólkum, ið eru sinnisveik, skikkað og egnað tilboð og fleiri hava starvsfólk við serkunnleika. Sum fyrr nevnt, er trupulleikin tann, at tað eru ikki nokk av búplássum, serstakliga í Suðurstreymoy.

 

  1. Hvørja endaliga loysn ætlar Almanna- og heilsumálaráðið at geva nevndu búfólkum og nær?

Tosað hevur verið um at seta á stovn eitt gerontopsykiatriskt røktarheim burturav. Ella møguliga eina serliga gerontopsykiatriska deild á Psykiatriska Depli. Ein triðji møguleiki, ið eisini hevur verið nevndur, er at byggja eina serliga eind á einum av røktarheimunum, sum so spesialiserar seg í gerontospykiatri.

 

Men samanbera vit okkum við okkara grannalond, so meta Psykiatriski Depilin og Nærverkið, at slíkur miðsavnaður stovnur ella deild er ikki rationel, hvørki fakliga ella fíggjarliga. Tað hevði eisini bert verið talan um eina eind fyri alt landi. Tá hevði verið neyðugt at sæð burtur frá nærindis prinsippinum, sum er rættuliga grundleggjandi í eldrarøktini og hevði hetta merkt, at t.d. sumbingurin skuldi til Viðareiðis, tí har lá tann deildin á røktarheiminum.

 

Men í sambandi við at tað skulu byggjast fleiri nýggj røktarheim runt í landinum, er ætlanin at skipa hesi røktarheim soleiðis, at teir fysisku karmarnir gera tað møguligt at allir pensjónistar í økinum, eisini teir við serligum tørvi, millum annað sálarliga sjúkir pensjónistar, kunnu verða verandi í sínum heimliga umhvørvi. Hetta krevur, at ein hægri starvsfólkanormering verður veitt til hesi fólk, og at serkunnleikin kemur inn á stovnarnar, tí  tað er ein fyritreyt, at starvsfólkini á hesum eindum/heimum fáa kvalifiseraða hjálp, ráð og vegleiðing. Hetta kann gerast við einum serligum gerontopsykiatriksum toymi, forankrað á Psykiatriska depli, sum kann fara út, tá tað er neyðugt, og kemur at verða ein ekspertisubólkur til røktarheim, heimatænastu, stovnar v.m.

 

Arbeitt verður í løtuni við at uppbyggja hetta toymið á Psykiatriska depli.

 

Nærverkið skal annars í samstarvi við Psykiatriska Depil koma við einum tilmæli til landsstýrismannin, ið nágreinar, hvussu hetta kann skipast. 

 

  1. Verður talan um eina loysn, ið tekur støði í tørvinum hjá teimum, sum hava búð á Eirargarði, ella verður talan um loysn innan verandi tilboð?

Við flytingini av teimum báðum búfólkunum er støðið tikið í tørvinum hjá tí einstaka, og er henda loysn innan verandi tilboð. Bæði búfólkini trívast  væl, har tey eru nú.

 

  1. Og fer tað endaliga tilboðið at standa øllum, sum eru í somu støðu sum umrøddu fólk, í boði?

Ja, tað er ætlanin.

 

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at bútilboð til sálarsjúk eru eins góð og viðkomandi, sum tilboðini til onnur eru?

Sum eg skilji hendan spurning, so viðvíkur hann bútilboð til sálarsjúk í síni heild.

 

Tey tilboðini, sum longu eru etablerað innan Stuðulstænastuna hjá Nærverkinum – (Her verður víst serliga til tey tvey bútilboðini í Sandavági og eitt í Havn) – eru bæði heilsu- og sosialfakliga eins góð og viðkomandi, sum onnur tilboð hjá Trivnaðartænastuni undir Nærverkinum. Eisini meti eg, at tilboðini á sjálvsognarstovnunum Eysturstræti og Sólteigi eru eins góð og viðkomandi, tá talan er um heilsuliga- og sosialfakliga partin.

 

Landsstýrismaðurin ásannar, at bútilboðini til sálarsjúk kunnu gerast enn betri, og at stórur tørvur er á fleiri búplássum. Landsstýrismaðurin metir, at tað í framtíðini heldur eigur at verða bygt til endamálið, heldur enn at keypa gomul sethús og nýta tey til sambýli. Við at byggja til endamálið verða búumstøðurnar hjá teimum sálarsjúku munandi betri, samstundis sum tey eisini eru bíligari í rakstri.

 

Tí verður í ár farið undir fyrra byggistig av einum sambýli í Tórshavn, sum fer at útvega 10 búpláss. Tá arbeiðið er liðugt, verður farið undir seinna byggistig, sum fer at útvega 6 pláss afturat. Fyrra byggistigið verður væntandi liðugt í 2009 og seinna 2011.

 

Í Suðuroynni verður farið undir at byggja ein økisdepil, sum fer at útvega 10 búpláss og harafturat eitt virknistilboð. Arbeiðið byrjar í ár og verður væntandi liðugt í 2010.

 

Tvær verklagslógir hesum viðvíkjandi verða lagdar fyri tingið í næstum at taka støðu til.

 

Landsstýrismaðurin hevur harumframt ætlanir um, at útbyggingin av tilboðum skal halda fram í 2011.

 

Málið avgreitt.