S-50 Fyrispurningur til Bjųrt Samuelsen, landsstżriskvinnu, višvķkjandi Noršskįlatunlinum

Oršaskifti

Įr 2007, mikudagin 13. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra P. Hųjgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Nęr kann vęntast, at arbeišiš ķ Noršskįlatunlinum veršur lišugt?
  2. Er taš politiski myndugleikin, arbeišstakararnir ella Landsverk, iš kunnu įbyrgdast fyri, at arbeišiš hevur tikiš so langa tķš?
  3. Hvussu stórur er meirkostnašurin, at arbeišiš vetrarhįlvuna veršur gjųrt um nįttina, ķ stašin fyri at tunnilin varš stongdur ķ summarhįlvuni?
  4. Heldur landsstżriskvinnan, at samsvar er millum feršslutrygd og nullhugsjónina, tį ųll bilferšsla į vetrartķš veršur leidd um Eišisskarš?

VišmerkingarArbeišiš viš at bųta um Noršskįlatunnilin hevur tikiš nógv longri tķš, enn nakar hevši grunaš, og bleiv kostnašurin av verkętlanini hartil nógv dżrari, enn Landsverk hevši mett frammanundan.

Tį taš er lišiš so langt śt į įriš, at kuldi og hįlka gera um seg, er taš falliš mongum fyri bróstiš, at tunnilin enn ein vetur ķ longri tķšarskeiš veršur stongdur vegna arbeiši  ķ tunlinum. Hetta mį sigast at vera sera óheppiš og kann eisini gerast beinleišis vandamikiš, tķ leišin um Eišisskarš į vetrartķš ķ myrkri, hįlku, kavaroki og vįnaligum fųri er ein stór avbjóšing, sjįlvt hjį royndum bilfųrarum.

Onkur lųgtingsmašur hevur sęš trupulleikan so stóran, at hann męlti til at seta ferju at sigla millum Toftir og Sušurstreym, mešan arbeišiš bleiv gjųrt lišugt. Neyvan nakar tingmašur grunaši, at hetta arbeiši skuldi taka fleiri įr, at avleišingarnar skuldu blķva so įlvarsligar, og ampin so umfatandi fyri brśkarar av tunlinum, sum talan bleiv um ķ hesum fųri.

Nśverandi landstżriskvinnan eigur higartil sjįlvsagt ongan leiklut ķ verkętlanini at tryggja og dagfųra Noršskįlatunnilin.

Įsannandi gamla og sannroynda oršatakiš, iš sigur, at nżggir kustar feia best,  vęntar spyrjarin, at nżggja landstżriskvinnan kann geva spyrjaranum eitt nųktandi svar og tryggja, at arbeišiš ķ Noršskįlatunlinum veršur endaš sum skjótast į ein tryggan og forsvarligan hįtt.

Į tingfundi 20. februar 2008 varš samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 16. aprķl 2008 svaraši Bjųrt Samuelsen, landsstżriskvinna, fytrispurninginum soleišis:

Svar: 

 

Til spurning nr. 1:  

Arbeišiš veršur eftir ętlan lišugt fyrst ķ mai mįnaši ķ 2008. Frį frķggjadegi 14. mars veršur tunnilin tó ikki stongdur longur um nęturnar, tó undantikiš einari viku, beint įšrenn arbeišiš veršur lišugt.

 

Til spurning nr. 2:   

Hųvušsorsųkin til, at arbeišiš hevur tikiš nógv longri tķš enn neyšugt, er stųddin į jįttanini hvųrt įriš, sum hevur veriš nógv minni, enn hvat arbeitt hevši kunna veriš fyri.

Ašrar orsųkir til, at arbeišiš er voršiš bęši drśgvari og dżrari, er,

at avgjųrt varš at dagfųra tunnilin eftir norskum normum, sum eru herdir ķ tķšarskeišnum,

at loftiš var ķ nógv verri standi enn upprunaliga hildiš, og

at botnurin ķ tunlinum upprunaliga ikki er gjųrdur eftir forskriftunum. Hetta seinasta var orsųk til, at drenskipanin ongantķš hevur virkaš, og į fleiri teinum ikki var lųgd, og at nógv spreingiarbeiši var neyšugt fyri at skapa eina nųktandi drenskipan. 

 

Til spurning nr. 3:  

Neyvar śtrokningar eru ikki gjųrdar av, hvussu stórur kostnašarmunurin hevši veriš, tķ taš hevur ikki veriš mett rįšiligt at stongja tunnilin ķ dagtķmunum, tį feršslan er fleirfaldaš, heldur ikki um summariš. Annars hevur feršslan veriš leidd gjųgnum tunnilin viš jųvnum millumbilum, tį iš arbeitt hevur veriš, eisini tį iš hetta ikki hevur veriš um veturin. 

 

Til spurning nr. 4:  

Feršslan hevur ikki veriš leidd um Eišisskarš. Tunnilin hevur veriš opin fyri feršslu um dagin og til įvķsar tķšir um nįttina. Roynt hevur veriš at hava feršsluvišurskiftini so forsvarlig sum gjųrligt, og tį vįnalig koyrilķkindi hava veriš um Eišisskarš, hevur tunnilin veriš opin fyri feršslu. Annars kann nevnast, at tęr mest hęttisligu feršsluvanlukkurnar oftast ikki eru at finna į teimum smęrru vegunum, so sum vegnum um Eišisskarš. Hinvegin er tęnastan og framkomuleikin nógv verri um Eišisskarš enn gjųgnum tunnilin, men hetta hevur ikki nógv viš feršslutrygd at gera.

 

Skoytast kann upp ķ, at ongin persónskaši er hendur um Eišisskarš ķ tķšarskeišinum.

 

Mįliš avgreitt.