S-49 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi Toll- og skattstovu Føroya - Eysturoyar og Norðoya økið 

Ár 2007, mikudagin 13. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Verða ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya  framdar, so deildirnar í Saltangará og Klaksvík verða niðurlagdar, og nýggj deild letur upp í Gøtudali?

2.      Hevur landsstýrismaðurin somu áskoðan um fyrimunir og vansar við at niðurleggja tvær vælvirkandi høvuðsdeildir hjá Toll- og Skattstovu Føroya og flyta hesar út um fjølbygt øki?

3.      Kann hugsast, at landsstýrismaðurin í staðin tekur stig til, at hesar báðar deildirnar halda fram har, tær eru í dag, og í staðin verða mentar og styrktar, so tær framhaldandi kunnu veita eina góða tænastu so nær borgarunum sum gjørligt?

4.      Er nakað í nýggjastu tíðindunum, ið eru farin at ganga sum rótasúpan, at deildin hjá T&S í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar?

 

Viðmerkingar

Nógv órógv stóðst av ætlanini hjá undanfarnu samgongu at gera umfatandi bygnaðarbroytingar á Toll- og Skatt í Norðurøkinum.

Síðan Norðurøkið bleiv samanlagt 1. november 2005, er einki hent. Arbeitt verður undir sera trongum hølisviðurskiftum í Saltangará við 21 starvsfólkum á deildini. Í Klaksvík eru 15 starvsfólk, íroknað ein persón á kolvetnisskattadeildini.

 

Deildirnar í Klaksvík og Saltangará liggja í næst og triðstørsta býi í Føroyum. Her er fólkatættleikin størstur við nógvum virksemi á havnaløgunum, altjóða skipaferðslu og tollavgreiðslu.

 

Sum fyrimunir við samanlegging hava hesar grundgevingar verið nevndar:

Eftirlitið munandi ment, og  meira útgangandi eftirlit

Effektivari málsviðgerð og arbeiðsgongdir

Samskiftið við borgara og virkir verður betri

Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum munandi styrktur

Fingið verður sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu

 

Bert hesin eini vansin er nevndur:

Summir borgarar fáa nakað longri til Toll- og skattaskrivstovuna.

 

Fyrispurningar bæði ófráboðaðir, munnligir og skrivligir eru settir fyrrverandi landsstýrismonnunum í fíggjarmálum Bárði Nielsen og Magna Laksáfoss  um hesa umlegging. Hóast spurningarnir eru svaraðir má ásannast, at grundgevingarnar ikki hava sannført spyrjaran, at tað er skilagott at flyta deildirnar.

 

Tað kann ikki grundgevast sum fyrimunur fyri norðingar, at tænastan verður flutt úr nærumhvørvinum og hesir skulu gjalda tunnilsgjald fyri at koma inn í Eysturoynna, um teir skulu avgreiða tollingaráheitan, ella hava onnur ørindi á T & S.

Somu grundgevingar eru galdandi fyri eysturoyingar, um tað nú skuldi hent, at politiski viljin var ein annar, so fjarðbúgvar og eysturoyingar allir ístaðin skuldu koyrt heilt til Klaksvíkar.

 

Undanfarna samgonga hevði sum sagt eina klokkuklára ætlan um, at alt virksemi skuldi flytast úr Saltangará og Klaksvík  inn í Gøtudal. Einir 1000 fermetrar skuldu leigast av einari nýbygging í Dalinum. Hóast hendan ætlan mær vitandi hevur verið og er galdandi, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á veljarafundi í Klaksvík í januar 2008, at T&S í Norðoyggjum fór ongan veg úr Klaksvík.

 

Vit kunnu ikki bjóða almennum starvs- og viðskiftafólki hendan ótryggleikan í áravís. Av tí at eg haldi, at tað er alneyðugt, at norðoyingar og eysturoyingar skjótast gjørligt fáa svarað, hvat framtíðarlagnan hjá T&S verður í Saltangará og Klaksvík, havi eg sett Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum hendan skrivliga fyrispurningin.

 

Á tingfundi 20. februar 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. mars 2008 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurningum soleiðis:

Svar:

 

Ad 1. Ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya, ið nú hevur broytt navn til TAKS eru framdar. Tær vórðu framdar í tíðarskeiðnum  2005 til 2006.Tó so, at TAKS er í støðugari menning, og verður fyrisitingin áhaldandi eftir tørvi tillagað broyttar umstøður.

 

Krøvini til almenna fyrisiting verða alsamt størri og størri. Hetta merkir, at illa ber til hjá smærri fyrisitingarligum eindum at halda neyðuga fakliga støði. Funnist hevur eisini verið at TAKS. Borgarar og virkir fáa ymisk svør, alt eftir hvørja deild hjá TAKS tey hava vent sær til. Orsøkin er ikki, at starvsfólkini ikki eru dunalig, men at skatta- og avgjaldsøkið í dag er so umfatandi, at ikki ber til hjá smáum fyrisitingarligum eindum at hava fulla vitan um øll viðurskifti á skatt- og avgjaldsøkinum. Hetta eru orsøkirnar til framdu bygnaðarbroytingarnar.

 

Um bygnaðarbroytingarnar kann í høvuðsheitinum sigast:

 

Í 2005 varð ein stjóri settur fyri Norðurøki, sum í løtuni fevnir um skrivstovurnar í Klaksvík og Saltangará.

 

Í Norðurøki er uttanlandasamskifti og øll løntakarlíkning savnað.

 

AD 2-4. Viðvíkjandi spurninginum um hølisviðurskiftini hjá Norðurøki má ásannast, at tað enn ikki hevur eydnast at finna hølir, ið kunnu hýsa allari umsitingini hjá økinum. Eg eri samdur við spyrjaranum í, at tað er sera óheppi fyri starvsfólkið í økinum, at tað dregur út at fáa greiðu á hesum viðurskiftum. Eg arbeiði við spurninginum, og vóni áðrenn alt ov long tíð er gingin, at fáa endaliga greiðu á hølisviðurskiftunum hjá TAKS.

Málið avgreitt.