S-47 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi býtinum av landsskattabyrðuni millum lægri og hægri inntøkur  

Ár 2007, mikudagin 21. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógvir skattgjaldarar eru í Føroyum?

 

  1. Hvussu nógvir skattgjaldarar høvdu minni enn 150.000 kr í skattskyldugari inntøku eftir seinastu lidnu uppgerð (2006)?

 

  1. Hvussu nógv rindaðu hesi “lágløntu” tilsamans í landsskatti í krónum?

 

  1. Hvussu nógv rindaðu tey tilsamans sum % av samlaða landsskattinum?

 

  1. Hvussu nógvir skattgjaldarar høvdu  meiri enn 150.000 kr. í skattskyldugari inntøku í 2006?

 

  1. Hvussu nógv rindaðu hesi miðal- og háløntu tilsamans í landsskatti í krónum?

 

  1. Hvussu nógv rindaðu tey tilsamans sum % av samlaða landsskattinum?

 

Viðmerkingar:

Andstøðan í løgtinginum førir ofta fram, at bert tey “ríku”, t.e. tey við hægri inntøkum enn eitt vist (?) hava fyrimun av skattapolitikkinum hjá hesi samgongu.

 

Um hesin pástandur var rættur, so átti hesin av andstøðuni uppáhildni ójavnin at víst seg í býtinum av samlaðu skattabyrðuni.

 

Altso skuldu tey við lágari inntøku (minni enn 150.000 kr. í ársløn) goldið ein órímiliga stóran part av landsskattinum, og tey við hægri inntøkum (meiri enn 150.000 kr í ársløn) at goldið ein samsvarandi lítlan part av landsskattinum.

 

Av tí at Løgtingið í virðing fyri kommunala sjálvstýrinum ikki plagar at leggja seg út í, hvussu nógv bygda- og býráðini krevja inn í kommunuskatti, snýr hesin fyrispurningur seg bert um tann partin av tí samlaða skattinum, sum landskassin krevur inn frá føroysku skattgjaldarunum.

 

 Á tingfundi 22. november 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.