S-45 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Gjáartunlinum 

Ár 2007, mikudagin 21. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hví er eingin peningur settur av á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, til kjarnuboringar í lendinum, har komandi tunnilin millum Funning og Gjógv skal gerast?

 

2)      Hvussu ber tað til, at hendan verkætlanin er fallin niðurímillum, tá ið íløguraðfestingarnar vóru gjørdar, tá løgtingsfíggjarlógaruppskotið var tilevnað?

 

3)      Nú er so lítil tíð eftir av samgonguskeiðnum, men ber til at fáa at vita, hvør ætlan samgongunnar annars var, viðvíkjandi tunlinum ímillum bygdirnar Funning og Gjógv?

 

Viðmerkingar:

2. mars í ár legði undirritaði fram uppskot til samtyktar, har heitt varð á landsstýrismannin í vinnumálum um at skipa so fyri, at veruligar fyrireikingar vórðu gjørdar soleiðis, at farast kundi undir at gera berghol ímillum bygdirnar Funning og Gjógv. Uppskotið snúði seg í fyrstu atløgu um at játta einar 300.000 krónur til kjarnuboringar í økinum, har linjuføringin er ætlað at vera.

 

Søguliga hevur hesin peningur verið játtaður áður, men tá fall hann inn aftur í landskassan, orsakað av tí, at einki var gjørt við málið tað árið.

 

Samgongumeirilutin í vinnunevndini skrivar í sínum áliti til uppskotið, at landsstýrið er byrjað upp á fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, og í tí sambandi verður peningur avsettur til kjarnuboringar, sum Landsverk vísir á, til tunnil millum Funning og Gjógv. Tískil sær meirilutin onga meining í at samtykkja fyriliggjandi uppskot. 2. mai í ár var uppskotið felt við atkvøðunum 9-0-11.

 

Nú roknaði ein við, at samgongumeirilutin í vinnunevndini hevði clearað álitið við landsstýrið, men tað tykist ikki at hava verið so, tí upphæddin finst ikki á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.

 

Gjógv er helst tann føroyska bygdin í dag, sum hevur truplasta vegasambandið við hin partin av Føroyum. Tað vita øll tey, sum vanliga lurta eftir útvarpinum og koyrilíkindunum í vetrarhálvuni. Tí átti hesin tunnilin at staðið rættiliga frammalaga í raðfestingini, tá ið um tunlar ræður. Løgið, at samgongumeirilutin ikki megnaði at ávirka raðfestingarnar meira í hesum máli, serliga eftir útsøgnina í álitinum, sum feldi uppskoti í vár.

 

Á tingfundi 22. november 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.