S-44 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi burðardyggari menning 

Ár 2007, mikudagin 21. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hví hevur løgmaður ikki ómakað sær at fáa Føroyar við í bókina frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, nevnd "Focus on sustainable development - Nordic Indicators 2006"?

 

Viðmerkingar:

Í bókini, "Focus on sustainable development - Nordic Indicators 2006," er sera gott hagtalsyvirlit fyri øll Norðanlond um, hvussu støðan er innan flest øll samfelagsøki.

 

Tølini kunnu brúkast sum grundarlag fyri, hvat gerast kann í sambandi við, hvar burðardygg menning kann setast í verk og soleiðis stuðla undir, hvussu ein menningarætlan kann skipast innihaldsliga við neyvari arbeiðsskrá.

 

Sera hugstoytt er at síggja, at ein talva yvir fertilitetin í Føroyum er einasta føroyska íkastið, har frálíkt hagtalsyvirlit annars er yvir øll Norðanlond, íroknað Áland og Grønland.

 

Tað er serliga hugstoytt fyri tilverugrundarlag føroyinga, ið eru so tætt knýttir at náttúrutilfeinginum, at fyrisitandi valdið fer so lættliga um skyldur okkara viðvíkjandi veðurlagsbroytingum og skyldum okkara at virka fyri burðardyggari menning á øllum økjum.

 

Ein av grundarsteinunum undir Visjón 2015 er, at føroyska samfelagið skal arbeiða fram í móti eini burðardyggari menning, ið verjast kann umhvørvisliga og búskaparliga, so vit tryggja eina fjølbroytta og trygga framtíð fyri børn okkara og komandi ættarlið.

 

Sagt verður eisini, at føroyska náttúran er okkara sterkasta vørumerki, og at burðardygg menning tí eigur at vera ein politiskur høvuðssetningur, so at Føroyar teljast millum fremstu tjóðir á umhvørvisøkinum.

 

Politiski veruleikin sær tíverri nakað væl øðrvísi út.

 

Løgmaður liggur framvegis á Kyoto-málinum, sum varð samtykt av einum so at siga fullsamdum Løgtingi, og lítla játtanin til at halda altjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi hevur landsstýrið framvegis ikki orku til at fáa inn á fíggjarlógina.

 

National Geographic sigur Føroyar, Danmark, vera mest spennandi ferðamálið millum øll heimsins oyggjalond.

 

Spell, at almennu Føroyar ikki bara so nøkunlunda eru førar fyri at liva upp til henda heiður í politiskum høpi.

 

Bókin kann lesast á www.norden.org 

 

Á tingfundi 22. november 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.