S-43 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi  undirstųšukervinum ķ Svķnoy 

Įr 2007, mikudagin 21. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Tórbjųrn Jacobsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

1)      Hvųrjar ętlanir hevur landsstżrismašurin višvķkjandi menningini av undirstųšukervinum ķ Svķnoy og feršasambandinum til og frį oynni?

 

2)      Tvķheldur landsstżrismašurin framvegis um loysnina viš havnabygging noršuri į Eišinum, hóast staškunnleikin įhaldandi įvaršar ķmóti hesi loysn, og samfelt stašiliga vķsir į, at alternativa loysnin yviri ķ Havn er einasti mųguleikin fyri at framtķšartryggja oynna?

 

3)      Skal umbųnin um 1,2 milliónir krónur ķ eykajįttan ķ september mįnaši ķ įr til modellroyndir av Eišisverkętlanini skiljast soleišis, at ferjusamband og tunnil viš Havnini sum knśtapunkti er slept ķ politisku skipanini og hjį Landsverki, sum er fakliga rįšgevingin ķ mįlinum?

 

4)   Nęr kann roknast viš, at nakaš veruligt fer at henda ķ hesum nógv umrųdda mįli um undirstųšukervi ķ og til og frį Svķnoy?

 

Višmerkingar:

Śtoyggjaproblematikkurin er vaksandi, ķ mestan mun av tķ orsųk, at fullkomin politisk lķkasęla tykist vera višvķkjandi framtķšarstųšuni hjį hesum partinum av landinum. 2. mars ķ įr royndu vit bįšir Hųgni Hoydal at leggja eitt uppskot til samtyktar fram į ting, har heitt varš į landsstżrismannin ķ vinnumįlum um at leggja fram lųgtingslógaruppskot um heildarętlan fyri undirstųšukerviš ķ Svķnoy.

 

Vķst varš til ķ uppskotinum, at tann leišin, sum allir svķnoyingar hella til, er tunnilsgerš yvir ķ Havn og ferjusamband inn į Boršoynna. Eitt samband, sum hevši havt ein tķšsfaktor upp į umleiš 12 minuttir. Samgongumeirilutin ķ vinnunevndini sigur ķ sķnum įliti: “At Landsverk hevur gjųrt royndir fram viš allari vestursķšuni į Svķnoynni og viš verandi lending, og fer stovnurin ein av fyrstu dųgunum at boša umbošum fyri bygdarįšiš ķ Svķnoy til fundar um śrslitiš av royndunum.” Viš stųši ķ hesum tók meirilutin ikki undir viš uppskotinum. Tį iš atkvųtt var 2. mai, fall uppskotiš, tį iš 13 tingmenn atkvųddu ķmóti og 7 fyri uppskotinum.

 

Hvussu oršingin, ein av fyrstu dųgunum, skal skiljast ķ samgonguterminologiini, vita vit ikki. Hjį vanligum fólki plagar taš at snśgva seg um eina viku, ella har į leiš. Royndirnar, talaš veršur um ķ meirilutaįlitinum, hava neyvan veriš nęr ķ nįmindum, tį iš landsstżrismašurin ķ eykajįttanarumbųn ķ september mįnaši, heitir į tingiš um at fįa 1,2 milliónir krónur til modellroyndir av eini mųguligari havn noršuri į Eišinum. Taš merkir helst, at hetta er tann politiski viljin, so leingi hendan samgongan situr. Ella er hetta bara ein jįnkaslig roynd at forhįla mįliš śt ķ ęvinleikan.

 

Svķnoyingar ivast ikki ķ, hvųr loysn er hin rętta, tķ kennist taš undarligt, at politiska skipanin so massivt gongur ķmóti staškendu rįšleggingunum. Ein ferš kring um oynna, eisini hjį óstaškendum fólki, vķsir sjónliga, at ętlanin yviri ķ Havn er einasti mųguleikin, um ikki fariš veršur djśpari ķ almenna lumman, soleišis at undirsjóvartunnil kann gerast millum Svķnoynna og Boršoynna.

 

Eykajįttanarlógin frį september er ikki komin aftur śr fķggjarnevndini enn, og taš hevši kanska veriš fręgast, at brśkt peningin til okkurt skilabetri m.a. ķ Svķnoy.

 

 Į tingfundi 22. november 2007 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svarašur, tķ at lųgtingsval varš śtskrivaš tann 6. desember 2007 til at verša tann 19. januar 2008.