S-42 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi stuðli til alternativa orku  

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá , løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevði tað ikki verið rætt at stuðlað eldri og fólki við lágari inntøku annars fíggjarliga við alternativari orku, ið ikki nýtir olju til upphitan av íbúðum ?

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til slíkan stuðul?                                       

 

Viðmerkingar: 

Tá hugsað verður um tær ógvusligu útreiðslurnar, ið eru til oljunýtslu hjá húsarhaldum, hevði møguleikin við alternativari orku verið góður, og í samsvari við ætlanirnar at minka um C02. Hetta er eisini alneyðugt fyri at liva upp til í Kyoto-frumskjalið. Tann stuðul, hugsað verður um, er stuðul til pensjónistar og fólk við lágari inntøku, t.d. fólk í flakavinnuni.

 

Eldri fólk hava havt tann møguleika at søkja um  bjálvingarstuðul, og henda møguleika hava nógvir pensjónistar brúkt. Men nú eru skjótt fleiri ár síðan peningur fekst úr hesum grunni. Vit hava nógv brúk fyri slíkum grunni, nú oljuprísurin er ovurhonds stórur.

 

Eg kann nevna sum dømi, at í seksti og sjeyti árunum, tá fólk fingu sær miðstøðuhita, var oljan ikki so kostnaðarmikil sum í dag. Tá stuðlaðu oljufeløgini fólki við einum sera lagaligum láni, sum var kr. 6.000. Tá kostaði eitt “sentralhitaannlegg” uml. kr. 10.000. Hetta gjørdi avgjørdan mun í teirri  tíðini. Tí verður mett, at fíggjarligur stuðul til alternativa orku hjá fólki við minni inntøku skal stuðlast, til dømis við at keypa hitapumpur ella sólelement. Hitapumpa og sólpanel eru munandi bíligari í rakstri enn olja, men ein  dýr íløga hjá pensjónistum og fólki við lágari inntøku.

 

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.