S-40 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi Íleggingargrunninum fyri Føroya  

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar kemur undir føroyskt ræði fult og heilt?

 

  1. Hvør er orsøkin til tað svar, ið landsstýrið hevur givið donskum myndugleikum í sambandi við uppskot í danska Fólkatinginum um at fáa grunnin undir fult føroyskt ræði, har landsstýrið vil hava málið útsett?

 

  1. Fer landsstýrismaðurin at svara játtandi til, at landsstýrið ynskir grunnin undir fult føroyskt ræði, tá eitt nýtt uppskot verður lagt fram um hetta í danska Fólkatinginum?

 

Viðmerkingar

Avgerðin um Íleggingargrunnin fyri Føroyar, sum Løgtingið tók á vári 2007, spældi eftir spyrjarans tykki føroyingum eina hálva milliard av hondum, sum føroyska samfelagið eigur.

 
Føroyskir myndugleikar høvdu sera sterk kort á hondini til tess at fáa staðfest, at grunnurin er undir føroyskum ræði. Men í sambandi við yvirtøkuna av flogvøllinum vórðu hesi kort fyribils spæld av hondum.

 

Íleggingargrunurin fyri Føroyar (sum eisini hevur verið nevndur 60-milliónagrunnurin), varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar undir kalda krígnum. Føroyskir myndugleikar grundgóvu fyri, at grunnurin skuldi síggjast sum ein partur av tí, tí at Føroyar ongantíð høvdu fingið lutfalsligan ágóða av Marshall-hjálpini, sum Danmark fekk úr USA eftir annan veraldarbardaga. Danska stjórnin hevur tó ongantíð veruliga viðurkent hetta sjónarmið, og grunnurin hevur ligið í einum rættarligum ongamannalandi.

Íleggingargrunnurin, sum varð ætlaður til íløgur í infrakervið (eins og Marshall-hjálpin) hevur síðani fíggjað serliga útbyggingarnar hjá SEV og í nýggjari tíð eisini flogfør hjá Atlantsflog, undirsjóvartunlarnar og mangt annað.

Í 2007 átti grunnurin uml. 800 mió. kr. í fæi, og hesin kapitalur er uppbygdur av virkseminum í føroyska samfelagnum, og afturgjald og rentur av útlánunum kunnu sigast at verða goldnar av millum annað føroyskum el-brúkarum, bileigarum og ferðandi. Eisini er tað landsstýrið sum velur nevndina fyri grunnin.

Tí hevur landsstýrið havt sera góðar grundgevingar fyri, at grunnurin sjálvsagt eigur at vera undir føroyskum ræði.

 

Og ta bestu grundgevingina fingu vit undir bankakreppuni í 1992. Tá varð grunnurin trýstur til at læna 200 milliónir til Sjóvinnubankan – og síðani varð hann trýstur at avskriva pengarnar sum mistar. Og hetta fór fram umvegis samskifti við landsstýrið og við Fíggingargrunnin frá 1992 – sum jú skuldi vera føroyskur, og landsstýrið hekk upp á skyldurnar hjá bankunum.

Tá skuldi eingin lóggáva broytast á Fólkatingi, og við hesum fingu føroyskir myndugleikar eitt avgerandi kort til at halda fast um, at Íleggingargrunnurin sjálvandi er ein grunnur undir føroyskum ræði.

Hildu vit fast um hesa støðu, so er lítil ivi um, at landsstýrið kundi samrátt seg til, at allur grunnurin kom undir føroyskt ræði í sambandi við yvirtøkuna av flogvøllinum, sum Danmark jú vildi sleppa av við orsakað av tíggjutals árum við forsømdum íløgum.

 

Nú endaði málið ístaðin í Fólkatinginum, sum vísandi til avtalu við landsstýrið staðfesti, at grunnurin var danskur, og at 350 mió. kr. skuldu takast úr grunninum og markast til flogvallarútbygging.

 

Vit lótu altso 800 mió. kr. frá okkum til tess at taka 350 mió. kr. úr grunninum, sum nú ikki kann fíggja aðrar íløgur í undirsjóvartunlar, alternativa orkuútbygging o.s.fr.


Spyrjarin gekk út frá, at landsstýrið sjálvsagt ynskti at fáa allan grunnin á føroyskar hendur, og legði tí eitt uppskotið fyri danska Fólkatingið, sum skuldi áleggja donksu stjórnini at samráðast við landsstýrið til tess at fáa allan grunnin undir føroyskt ræði sum skjótast.

 

Uppskotið fekk jaliga móttøku undir viðgerðini á Fólkatingi, men har varð upplýst frá donsku stjórnini, at landsstýrið hevði ikki sett nakað ynski fram um at fáa ræðið á grunninum.

 

Hetta undraði spyrjaran almikið, og tí varð landsstýrið spurt umvegis Føroyanevndina á Fólkatingi, um landsstýrið tók undir við at fáa grunnin á føroyskar hendur.

 

Men svarið úr landsstýrinum mælti til at útseta spurningin.

 

Tí verður spurt, um tað veruliga er rætt, at landsstýrið ikki vil hava grunnin undir føroyskt ræði, og hvør orsøkin er til svarið úr landsstýrinum.

 

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.