S-38 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi støðu Føroya í granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES 

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hvør er støða Føroya í granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES ídag?

 

2)      Eru vit vorðin partur av sjeyndu ES rammuskránni innan gransking og tøkniliga menning, sum fevnir um árini frá 2007 til 2013, og sum hevur eina samlaða fíggjarætlan á umleið 380 milliardir danskar krónur?

 

3)      Nær var absolut evsta mark fyri, nær ið eitt land sum Føroyar kundi gerast partur av sjeyndu rammuskránni, ið gongur heilt fram til 2013?

 

4)      Í fíggjarárinum 2007 vórðu játtaðar 2,2 milliónir krónur á løgtingsfíggjarlógini til ES-samstarv. 4 fólk vóru sett í starv, 2 NCP-arar innan gransking, 1 fulltrúi innan undirvísing og 1 ES-samskipari. Í 2008 er ætlanin, at játtaðar verða 2,277 milliónir krónur  til endamálið og sama upphæddin aftur í 2009. Um vit ikki eru vorðin partur av sjeyndu rammuskránni fyri evsta mark, hvør er tá leikluturin hjá teimum starvssettu hiðani og fram til 2013?

 

5)      Um Føroyar enn ikki eru vorðnar partur av sjeyndu rammuskránni  soleiðis, sum aðalstjóri Mentamálaráðsins annars fráboðaði, at vit vóru, 8. januar í ár, hvør heldur landsstýrismaðurin so, at orsøkin er til tað?

 

6)      Hvussu stóra eginfígging ætlaði ella ætlar landsstýrismaðurin at veita samlað til hetta samstarvið, tá ið treytin er púra greið í so máta, eisini sambært aðalstjóranum í somu samrøðu í útvarpinum (sí notat niðanfyri)?

 

7)      Er landsstýrismaðurin vitandi um nakað mál, har føroyskar granskingarfyritøkur hava stovnað dótturfeløg í Danmark, fyri á tann hátt at sleppa sær upp í sjeyndu rammuskránna, sum danir og danskir granskingaraktørar?

 

8)      Heldur landsstýrismaðurin, at okkara tjóðskaparliga støða, sum danskt hjáland, hevur verið ein forðan í málinum?

 

9)      Um einki er hent, og tað heldur ikki røkist fyri nøkrum samstarvi á hesum øki fyrrenn í 2013, hvat ætlar landsstýrismaðurin tá at fyritaka sær í málinum?

 

10)  Serliga við atliti til hesi almennu størvini, sum vælsaktans eru sett í tí vón, at samstarvið bar á mál í 2007, soleiðis sum aðalstjórin longu boðaði frá, at tað gjørdi longu fyrst í árinum, nevniliga hin 8. januar 2007. Og kann landsstýrismaðurin siga okkum, hvussu nógv fundarvirksemi, ið hevur verið ímillum hesi fólkini og ES, og hvat ítøkiliga er komið burtur úr tingingunum teirra millum higartil?

 

Viðmerkingar:

Aðalstjórin í Mentamálaráðnum boðaði í útvarpssamrøðu hin 8. januar í ár frá, hon er neyvt endurgivin niðanfyri, at Føroyar frá 1. januar 2007 kundu koma inn og taka lut í útvaldum granskingarprogrammum hjá ES. Samlaða fíggjarætlanin í sjeyndu rammuskránni var áleið 380 milliardir krónur, bleiv upplýst. Hartil segði hann eisini, at neyðugt var hjá føroyingum at leggja ímillum triðing og helvt út av hvørji verkætlan. Og at alt var leyst og liðugt, var ikki til at fara skeivur av, táið hann orðarætt sigur: ”……men vit hava so fingið møguleikan nú, og vit eru inni í fyrsta stigi, og tað næsta stigið, tað verður vónandi seinri í ár, har vit verða fult við. Spurdur um næsta stigið, svaraði aðalstjórin: ” Nei, tað er tað, at vit innlima okkum og betala eina upphædd, so eru vit, sum man kann siga limagjald, og so eru vit fult inni, og kunna taka lut í øllum.” Endasalutturin í samrøðuna gevur ábending um eina øgiliga optimismu: ”Ja, hetta verður eitt fantastiskt lyft til føroyska gransking, tað fer at gera tað, at man kemur at samstarva við granskarar í øðrum londum, man kemur at vera við í netverkum o.s.v., so tað ivist eg ikki eina løtu í, at hetta kemur at lyfta føroyska gransking munandi uppeftir.” Óluva Zachariassen gjørdi samrøðuna og Høgni Djurhuus annonseraði hana.

 

Ein mánað seinri royndi undirritaði seg við einum munnligum fyrispurningi um málið, og nú royndi landsstýrismaðurin at draga í land aftur, og váttaði hann mótvegis tinginum, at hann ikki kundi standa inni fyri tí, sum aðalstjórin hevði sagt við útvarpið. Nú fór luftin líkasum úr málinum. Hetta forðaði tó ikki Mentamálaráðnum í at seta starvsfólk, sum um einki var hent, sum um eingin stígur var komin í málið.

 

Hin 6. mars sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Útvarpið, at hann vónar, at alt er klárt í málinum 1. mai í ár, tá ið næsta umsóknarfreistin er farin. Samstundis verður upplýst, at Granskingarráðið hevur sett Kristionnu Winther Poulsen og John Dalsenni Olsen í starv til tess at menna granskingarsamstarvið við ES, og at tey byrjaðu í størvum sínum hin 1. mars. Sagt verður eisini, at setanin av teimum báðum merkir, at Føroyar nú hava tikið eitt týðandi stig móti einum formligum samstarvi við ES um gransking. Men bíða verður framvegis eftir grøna ljósinum úr ES. Tað tekur longri tíð enn væntað, sigur Petur Petersen í viðtalu við Útvarpið.

 

Nú var tøgn um málið í eina tíð. 28. juni kemur Vinnuvitan tó á gøtuna við nýggjastu tíðindunum í málinum, og nú er pessimisman av álvara farin at breiða seg. Edmund Jacobsen skrivar greinina, og endurgevur Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgeva á uttanríkisdeildini, fyri at siga: ”Avtalan við ES er nevniliga slettis ikki komin upp á pláss enn, og á Løgmansskrivstovuni sita tey og berjast fyri at fáa hol í ovurstóru og ofta stirvnu ES-skipanina   -  Ríkisrættarliga støða okkara spælir ein stóran leiklut. ES-skipanin byggir á samstarv millum tjóðir, og tí skulu ymiskar aðrar loysnir finnast, um Føroyar skulu sleppa inn í hitan.” Aðrastaðni í greinini verður sagt: ”Hann greiðir frá (GH-J), at ein av trupulleikunum, ið tey á uttanríkisdeildini hava staðfest, er, at eitt lítið land sum Føroyar, sum ikki hevur støðu sum tjóð, er ein undarligur bastardur fyri tey, ið arbeiða við 7. rammuskránni innan ES.” Hetta er skrivað slakar 6 mánaðir eftir samrøðuna við aðalstjóran í Útvarpinum, og hesin er nú ikki til at fáa fatur í hjá blaðnum.

 

Málið tekur seg uppaftur í fjølmiðlunum fyrst í august mánaði. Útvarpið byrjar endurfødda málið, og í Sosialinum 1. august sigur Rúna Hilduberg, at: ”Drál kostaði granskingini dýrt.” Síðani fer ein politisk sápuopera í gongd, har fyrst løgmaður roynir at tváða sær hendurnar, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur við Dimmalætting 6. august, at Útvarp Føroya hevur endurgivið aðalstjóran í Mentamálaráðnum skeivt í málinum um granskingarmilliardinar frá ES, hetta var alt ein misskiljing, tó var hann harmur um, at hann ikki var skjótari á sjóvarfallinum, tá ið tíðindini um stuðulin frættust. Sagt 7 mánaðir eftir, at boðini bórust almenninginum. Annars ber til at lesa neyvt endurgivnu samrøðuna í Útvarpinum, frá 8. januar, sum er løgd við hesum fyrispurningi.

 

Síðani hevur eingin hoyrt nakað til málið. Men sambært brævaskiftinum, ímillum føroyska umboðsmannin í Bruxelles og Mentamálaráðið, sum undirritaði hevur fingið innlit í, hevur Hákun J. Djurhuus eina greiða fatan av orsøkini til, at einki spurdist burtur úr samráðingunum. Undir yvirskriftini: ”Støðan higartil: Viðurskifti Føroya við Danmarkar – ein knútur”, sigur hann soleiðis frá:

 

”Av tí at Føroyar ikki eru sjálvstøðugt land, hevur ES frá byrjan av havt stórar trupulleikar við at finna løgfrøðiliga grundarlagið fyri eini granskingaravtalu við Føroyar. Hendan støða er tíverri ikki bert galdandi fyri gransking, men er sum meginregla ein stórur trupulleiki, tá Føroyar, sum ikki eru altjóðarættarlig eind, skula gera sáttmálar við sjálvstøðug lond og aðrar atljóðarættarligar eindir…………Í júst hesum føri hevur ES-nevndin, sambært sáttmálanum (grein 300, 310), bert heimild at samráðast við altjóða stovnar og sjálvstøðug lond. Hesi londini koma tískil aloftast í fremstu røð, tá sáttmálagerð umræður. Støða Føroya hevur tískil havt við sær, at ES-kervið ikki hevur raðfest føroysku umbønina eins høgt og umbønir frá øðrum triðja londum sum Sveis, Ísrael o.s.fr.” Hetta er skrivað 12. juli 2007.

 

Nú vóna tey flestu, og serliga tey, sum fáast við gransking í Føroyum, at landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gjøgnumbrot í málinum, síðani vit seinast hoyrdu frá tí, og harvið er tað við ikki sørt av spenningi, at bíða verður eftir svarinum. Niðanfyri er endurgivna samrøðan við Petur Petersen, aðalstjóra, í fullari longd.

 

Niðurskrivað samrøða í Útvarpi Føroya 8. januar 2007:

 

H.D.:             Føroyskir granskarar kunnu nú søkja um pengar úr ES, til at granska fyri. Føroyar eru komnar við í granskingar- og útbúgvingarsamstarvið hjá ES, sum fevnir um hundrað tals milliardir, og tað eru krónur vit tosa um. Hetta verður eitt fantastiskt frambrot fyri føroyska gransking, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Petur Petersen.

 

P.P.:              Tað betýðir tað, at vit frá 1. januar av, kunna koma inn og taka lut í útvaldum granskingarprogrammum hjá ES, og tað gera vit við, at vit skula tilnevna nøkur, vit kalla tað NCP-umboð, tað stendur fyri National Contact Pouints, og hesi her fólkini, sum tað so kemur at snúgva seg um, skula so taka lut í á ES fundinum og byggja brýr millum føroyskar granskarar og granskarar í ES, í granskingarprogramminum í ES.

 

Ó.Z.:             Sjeynda ES rammuskráin innan gransking og tøkniliga menning fevnir um árini frá 2007 til 2013. Fíggjarætlanin hesi árini er 50,5 milliardir evrur, tvs. umleið 380 milliardir krónur. Treytin fyri at fáa lut í hesum pengunum er, at granskarar arbeiða saman við granskarar í øðrum londum, sigur Petur Petersen, aðalstjóri.

 

P.P.:              Tað skula altíð vera 3 lond sum eru við í eini verkætlan, tað er eitt krav frá ES´sa síðu, og tað vísir seg, at tað er sjaldan trupult táið man hevur eitt áhugavert granskingarøki, og so kann man jú fáa pengar frá ES-rammuprogrammunum, men tað treytar eisini tað, at man hevur eina eginfígging frá heimlandinum.

 

Ó.Z.:             Hvussu stór skal hon vera?

 

P.P.:              Ja, tað er ringt at siga, tað veldst um hvat fyri prosjektir tað er, men sum tummilfingurregul má man sæl siga tað, at við eini helvt skal man helst hava við heiman ífrá, millum triðing og helvt.

 

Ó.Z.:             Tað vil siga, at hvissi vit vilja hava nógvar pengar frá ES, so skula vit eisini vera klár til, at koma við nógvum pengum sjálvi?

 

P.P.:              Ja, ja. Vit skula koma við pengum fyri at fáa pengar.

 

Ó.Z.:             Føroyar eru tað einasta landið í Europa, sum ikki hava verið við í ES-granskingarkervinum. Men eftir drúgvar samráðingar er tað nú eydnast at koma við.

 

P.P.:              Tað hevur líkasum ikki verið lætt, at komið inn í granskingarsamstarvið, akkurát hví, tað skal eg ikki siga nakað beinleiðis boð uppá, men vit hava so fingið møguleikan nú, og vit eru inni í fyrsta stigi, og tað næsta stigið, tað verður vónandi seinri í ár, hvar vit verða fult við.

 

Ó.Z.:             Hvat er tað næsta stigið?

 

P.P.:              Nei, tað er tað, at vit innlima okkum og betala eina upphædd, og so eru vit, sum man kann siga limagjald, og so eru vit fult inni, og kunna taka lut í øllum.

 

Ó.Z.:             Hvussu er áhugin millum føroyskar granskarar at vera við í hesum samstarvinum?

 

P.P.:              Hon er ógvuliga stór. Føroyskir granskarar hava strongt á, nú í nógv ár, fyri at fáa myndugleikan, at taka sær av hesum málinum, soleiðis, at tað verður formlig atgongd hjá føroyingum inn í ES-granskingarprogrammið, so tað ivist eg ikki eina løtu í, vit mega bara staðfesta tað, at áhugin er sera stórur.

 

Ó.Z.:             Men, hvat fer hetta at geva Føroyum, heldur tú, á granskingarøkinum?

 

P.P.:              Ja, hetta verður eitt fantastiskt lyft til føroyska gransking, tað fer at gera tað, at man kemur at samstarva við granskarar í øðrum londum, man kemur at vera við í netverkum o.s.v., so tað ivist eg ikki eina løtu í, at hetta kemur at lyfta føroyska gransking munandi uppeftir.

 

H.D.:             Hatta innslagið legði Óluva Zachariassen til rættis, eitur tað, og vit kunna leggja afturat, at fólk skula setast í starv, at skipa fyri samstarvinum millum Føroyar og ES, um menning og gransking, talan er um at seta 4 fólk í starv.

 

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.