S-37 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi støðuni hjá bústovnum til menningartarnað 

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin verið vitandi um støðuna viðvíkjandi Børkugøtu 1?

 

  1. Hvaðani hevur landsstýrismaðurin brádliga fingið pengarnar til umvælingina av Børkugøtu 1?

 

  1. Hvussu kann almenningurin fáa innlit í ætlanirnar, Almanna-& heilsumálaráðið hevur við atliti at viðlíkahaldi, umbygging og bygging av bústøðum hjá fólki við menningartarni?

 

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin, Almanna- & heilsumálaráðið og Nærverkið hava vitað í longri tíð, at fleiri av bústovnunum ella sambýlunum hjá fólki við menningartarni, eru í so ringum standi, at talan í førum er um bæði mannminkandi og beinleiðis lívshættisligar umstøður. Hóast tað hevur so at siga einki verið gjørt til tess at bøta um og enn minni at fremja radikalar broytingar. So seint sum í vár varð landsstýrismaðurin í almannamálum á fundi hjá Javna kunnaður gjølla um, hvør støðan er í Børkugøtu 1. Men ikki fyrr enn sjónvarpið vísir landsstýrismanninum á støðuna, tá hevur hann brádliga pening til bæði umfatandi umvælingar og til nýbygging. Hvaðani peningurin kemur, verður tó einki sagt um. Handfaring landsstýrismansins av hesum økinum hevur frá byrjan borið brá av tilvild og vantandi vitan ella vilja. Tí velur undirritaði at seta honum hesar spurningar.

Á tingfundi 21. november 2007 tók spyrjarin spurning aftur av tí, at landsstýrismaðurin í dag hevur svarað hesum spurningi munnliga.