S-36 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi verandi og framtíðar skúla- og undirvísingartilboðum til børn við serligum tørvi 

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Spurningarnir eru hesi

   

  1. Er landsstýrismaðurin greiður yvir, hvussu nógvir næmingar í føroyska fólka­skúlanum hava trupulleikar, sum eru lýstir í fyrispurninginum?
  2. Dugir landsstýrismaðurin at greina hetta tal út á diagnosur?
  3. Dugir landsstýrismaðurin at siga tinginum, hvussu nógvir av hesum næmingum hava ikki fingið ásett diagnosu?
  4. Veit landsstýrismaðurin at siga tinginum, hvussu nógv børn í skúlaaldri ikki ganga í skúla? og hvussu nógv av hesum onga undirvísing fáa?
  5. Hvat verður í dag gjørt frá ráðsins síðu fyri at bøta um og loysa henda trupulleika? og heldur landsstýrismaðurin hesi átøk eru nøktandi?
  6. Hevur landsstýrismaðurin nakrar framtíðar ætlanir um, hvussu føroyska skúlaverkið betur kann loysa teir trupulleikar, sum eru lýstir í fyrispurninginum?
  7. Hevur Mentamálaráðið nakrar ítøkiligar ætlanir um at útbúgva fólk til at taka sær av hesum trupulleikum?
  8. Veit landsstýrismaðurin  um spennandi álitið um eindarskúlan, sum arbeiðsbólkur undir leiðslu av Petur Jacob Sigvardsen legði úr hondum á sinni? Hví er tað soleiðis í 2007, at heitini “eindarskúli”og “skúlin fyri øll” bert eru á pappírinum?
  9. Veit landsstýrismaðurin nakað um tað arbeiði, sum íslendingar gera á hesum økinum, og hvørjar royndir teirra eru?
  10. Hví bleiv ætlanin viðvíkjandi atferðartruplum næmingum, sum táverandi landsstýrismaður í 2002 ætlaði at seta í verk í Suðuroy, ikki sett í verk? Og hví hevur ráðið ikki tikið stig til nakra líknandi verkætlan síðan?
  11. Hví hevur føroyingur í Danmark, sum hevur bjóðað Mentamálaráðnum at seta á stovn spennandi skúlatiltak til slíkar næmingar í Føroyum, ikki fingið svar?
  12. Veit landsstýrismaðurin at siga tinginum, hvussu nógvir ungir føroyingar verða sendir á sera dýrar spesialeftirskúlar í Danmark, hetta tí teir hava tørv á at ogna sær teir førleikar, teir ikki fingu í fólkaskúlatíðini? Og veit landsstýris­maðurin nakað um, hvussu nógv hetta kostar landskassanum?
  13. Hvat heldur landsstýrismaðurin um tað, at vit senda viðbrekin børn av landinum til fremmant umhvørvi, fremmant mál og fremmand fólk, bara tí okkara myndugleikar ikki hava gjørt tað, sum gerast skal?

 

Viðmerkingar

Við millumbilum hava meira og minni ítøkiligar royndir verið gjørdar at kasta ljós á støðuna hjá børnum og ungum við serligum tørvi. Og hava skúla- og undirvísingar­tilboðini, ella mangul upp á sama,  verið nógv viðgjørd í hesum sambandi. Vit hava fyrst og fremst hoyrt foreldur lýsa vanlukkuligu støðuna, teirra børn og øll familjan annars er komin í, tí børnini ikki fáa viðkomandi tilboð og tí mest sum rekast fyri vág og vindi í námsfrøðiligu- og sosialu skipanum okkara. Vit hava hoyrt áhugafeløg koma við inniligum áheitanum og tíbetur eisini viðhvørt við ágangandi ákærum um vantandi vilja og dugnaskap. Vit hava hoyrt skúlastjórar og onnur skúlafólk standa opið og erliga og viðganga, at tey megna lítið og einki í mun til hendan risa stóra trupulleika. Tey siga sum er, at tey hava hvørki umstøður ella amboð til at gera tað, sum tey sjálvsagt skuldu havt gjørt. Og vit hoyra onnur vísa á júst sama trupulleika, nevniliga at okkara fólkaskúli stutt og greitt ikki rúmar børnum við serligum tørvi. Men hava vit hoyrt nakað frá Mentamálaráðnum og landsstýrismanninum í skúlamálum?  Hava vit hoyrt Ráðið og landsstýrismannin koma við eini gjøllari lýsing av málinum, hava vit hoyrt Ráðið greiða frá, hvørjar ætlanir eru til tess at fáa bilbukt við trupulleikanum?  Hava vit hoyrt Ráðið leggja fram framtíðarætlanir hesum viðvíkjandi? 

 

So frægt spyrjarin veit, so hevur Mentamálaráðið í hvussu er ikki alment boðað frá nøkrum sum helst ætlanum á hesum øki. Og spyrjarin er satt at siga farin at ivast í, um landsstýrismaðurin í skúlamálum og tey, sum varða av í Mentamálaráðnum, yvirhøvur eru greið yvir, hvør støðan er, og um tey hava ánilsi av, hvussu risa stórur trupulleikin er - fyri børnini, fyri familjur teirra og fyri skúlaskipanina.

 

Nógv børn fáa ikki undirvísing

Um ein skal allýsa støðuna hjá føroyskum børnum og ungum við serligum tørvi, er neyðugt at skriva bøkur um evnið. Eisini, um allýsingin bara skal fevna um teirra skúlatilboð. Spyrjarin skal tó í stuttum greiða frá soleiðis, sum hann sær støðuna hjá teimum, sum hava diagnosur sum ADHD, Asberger og líknandi, ið sum oftast eru at finna eina staðni í autismu-spektrinum. Og annars hjá teimum børnum, ið ikki hava fingið diagnosu, men allíkavæl hava stórar trupulleikar av atferð og sosiala samskiftinum við hinar næmingarnar. Skúlin kennir hesar næmingar ofta sum atferðartruplar og tillagingartruplar. 

 

Fyrst er at siga, at talið á hesum næmingum er lutvíst stórt, og at tað tykist at hækka við ferð. Síðan er at siga, at eru trupulleikarnir ikki vorðnir sjónskir og stórir, áðrenn tey fara í skúla, so verða teir tað tá. Tað er sjálvandi ymist, hvussu tey ymsu børnini í slíkari støðu klára og standa seg í skúlanum, men gongur tað alt oftari soleiðis, at børnini eru ikki við í undirvísingini, tey eru ikki við í felagsskapinum og eru, ja, avbyrgd í sínu egnu verð. Tað eru eftir hondini ikki so fá børn í fólkaskúlaaldri, sum fara úr skúlanum í ótíð, tí tey og/ella foreldrini siga, at nú kann vera nóg mikið.

 

Tað kemur eisini meira enn so fyri, at børn verða tveitt úr skúlanum. Tey av børnu­num, sum velja at ganga fólkaskúlan á tamb, flestu teirra eru har, men tey eru als ikki við. Tey koma úr skúlanum við minimalum bókligum kunnleika, tey hava kanska enn minni sosialar førleikar, og so er sjálvsálitið eisini hareftir. Kanska kunnu vit siga tað so hart og beinleiðis, at lív teirra er longu farið.  Hetta ger, at føroyska samfelagið hevur ein stóran og alsamt vaksandi bólk av ungum fólki, sum á ongan hátt eru búgvin ella ílætin til at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið setur okkum øllum. Vit hava ein alsamt vaksandi bólk av ungum føroyingum, sum standa púrasta uttan førleikar, uttan sjálvsálit og púrasta uttan framtíðarmøguleikar. Hetta tí tey ikki hava fingið neyðug og viðkomandi tilboð í fólkaskúlatíðini.

 

Spæla hasard við mannalagnum

Framtíðarútlitini hjá teimum børnum og ungum, sum hesin fyrispurningurin snýr seg um, kunnu í veruleikanum gerast enn meira døpur og ræðandi. Hetta tí tað fyri langari tíð síðan er vísindaliga staðfest, at børn við brekum í m.a. autismu-spektrinum, hava stórar møguleikar fyri eisini at fáa psykiatriskar sjúkur. Tað er somuleiðis ávíst, at tey, sum ikki fáa viðkomandi og neyðugu tilboðini í tøkum tíma, hava størri møguleikar fyri at menna hesar sálarligu trupulleikarnar.

 

Hetta eiga øll tey at vita, sum so ella so eru knýtt at tí partinum av skúlaskipanini, ið skal útvega næmingum við serligum tørvi neyðugu tilboðini. Og átti skúlaskipanin tí at tikið hesar næmingar í nógv størri álvara. Við hesum álvarsomu útlitum í huga, er kanska ikki burtur við at spyrja, um vit politikarar ikki  spæla hasard við við lívi og heilsu hjá næmingunum, ið hava tørv á serligum og viðkomandi tilboðum.

 

Spyrjarin er fullvæl greiður yvir, at Mentamálaráðið hevur Skúlan á Trøðni, Autistaskúlan í Lamba, Rásina og onnur á- og tiltøk kring landið. Tó hevur spyrjarin hug at fregnast eftir, hví ráðið ikki setti í verk tær ætlanir, sum táverandi landsstýris­maður í 2002 hevði  at stovna skúlalíknandi tiltak til atferðartrupul. Stovnurin skuldi eftir ætlan liggja í Suðuroynni. Og spyrjarin vil fegin vita, hví ráðið ikki ein gang hevur gjørt sær tann ómak at svara føroyingi í Danmark, og sum hevur boðið sær at seta á stovn spennandi skúla í Føroyum. Hesin sami føroyingurin í Danmark verður annars av øðrum, m.a. onglendingum, mettur at hava eitt tað mest spennandi tiltak av sínum slagi. Spyrjarin sigur ikki, at Mentamálaráðið einki ger fyri næmingar við serligum tørvi. Spyrjarin veit eisini, at uppgávan við at nøkta allar tørvir og loysa allar trupulleikar er ovurhonds stór. Tó heldur spyrjarin, at ráðið átti og eigur at seta nógv størri fokus á støðuna hjá teimum næmingum, sum lýstir eru omanfyri. Ráðið eigur at fáa økið allýst soleiðis, at tað verður teimum eins og allari skúlaskipan okkara greitt, hvat skal til,  fyri at vit kunnu siga, at vit hava víst vilja og gjørt alt tað, vit kunnu, til tess at hesir næmingar fáa viðkomandi og lívsneyðugu tilboðini. Ein avleiðing av, at skúlarnir og lærararnir eru so ráðaleysir í hesi støðuni, er, at hetta ikki bara rakar veika næmingin, men í veruleikanum alla skúlaskipanina.

 

Sum eina roynd at kasta ljós á trupulleikarnar, og sum eina roynd at fáa landsstýris­mannin og ábyrgdarpersónar í Mentamálaráðnum at siga sína hugsan, hevur spyrjarin valt at seta landsstýrismanninum hesar spurningar.

 

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.