S-35 Fyrispurningur til Jógvan į Lakjuni, landsstżrismann, višvķkjandi skślatilbošum til ung viš breki/Rįsini  

Įr 2007, tżsdagin 20. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Finni Helmsdal, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

Spurningarnir eru:

  1. Hvussu langt er rįšgevandi bólkurin į Rįsini komin viš arbeišinum at śtvega  bśstašar-, frķtķšar-og arbeišstilboš til teirra, sum ķ lųtuni eru į Rįsini?
  2. Hvussu gongur viš upptųkuni av nęmingunum, sum skulu hava tilbošiš til heystar. Og hvussu stórt veršur tališ?
  3. Hevur landsstżrismašurin gjųrt nakrar ętlanir fyri, hvussu framtķšin hjį Rįsini skal verša, um tilbošiš skal rųkka longur fram enn ętlašu fyrstu 6 įrini?
  4. Hevur landsstżrismašurin ętlanir um at seta į stovn onnur serskślatilboš, ella heldur landsstżrismašurin, at tųrvurin er nųktašur viš tķ eina tilbošnum?

 

Višmerkingar

Taš eru ikki bara tey, sum eru atferšartrupul ella hava diagnosur fest į seg, sum bera boš um sjśkur ella brek ķ autismu-spektrinum, sum hava ilt viš at fįa viškomandi tilboš aftan į fólkaskślaaldurin. Taš hevur leingi veriš ein sannroynd, at vit heldur ikki hava ķ nįnd nóg nógv og ei heldur nóg viškomandi tilboš til okkara menningartarnašu, sum eru farin um fólkaskślaaldur. At vit so heldur ikki ķ nóg stóran mun hava tilboš til teirra, tį tey eru ķ fólkaskślaaldri, er ein onnur og minst lķka so viškomandi sųga.

 

Ķ 2003 vóru avleišingar tiknar av, at so nógv ung viš menningartarni, stóšu so at siga į berum, at lųgtingslóg um hetta varš samtykt ķ mai sama įr (lųgtingslóg nr. 67 frį 2. mai 2003 um skślatilboš til ung viš breki). Henda lóg gav heimild til at seta į stovn serskślar til ung viš menningartarni. Og eitt beinleišis śrslit av hesi lóg var Rįsin, sum liggur inni ķ Runavķkini og hevur plįss fyri ķ mesta lagi 10 ungum fólkum. Ķ grein 7 ķ nevndu lóg stendur, at ein treyt fyri upptųku er, at umsųkjarin er fyltur 18 įr. Grein 3 sigur, at skślatilbošiš er ein royndarverkętlan, sum heldur fram ķ 6 įr, og at hvųrt skślaskeišiš er ķ mesta lagi 3 įr. Ķ grein 4 stendur, at innihaldiš ķ skeišnum er eitt heildartilboš, sum er sett saman av bśstaši, skśla og arbeiši.

 

Rįsin, sum enn er einasta skślatilboš, iš er sett į stovn viš heimild ķ ll. nr. 67 frį 2. mai 2004, hevur 3 įr į baki į sumri 2008. Rįsin varš mett sum ein fyrireiking hjį nęmingunum til at fara vķšari ķ lķvinum. Og veršur alt sum ętlaš, skulu tey, sum nś eru į Rįsini, fįa annaš og viškomandi tilboš komandi summar. Ķ grein 6 ķ nevndu lųgtingslóg stendur, at landsstżrismašurin (ķ skślamįlum) setur nišur ein rįšgevandi bólk, sum skal rįšgeva landsstżrismanninum um skipanina. Ķ hesum rįšgevandi bólki eru įvķkavist umboš fyri foreldrini, Almannamįlarįšiš og Mentamįlarįšiš. Rįšgevandi bólkurin skal javnan meta um royndarskipanina, og skal į hvųrjum įri lata landsstżrismanninum frįgreišing um gongdina. Og sum kanska mest avgerandi og spennandi uppgįvan hjį rįšgevandi bólkinum, skal hann, saman viš foreldrunum og ųšrum myndugleikum, fyrireika bśstašar-, frķtķšar- og arbeišstilboš til tey ungu eftir lokiš skślaskeiš.

 

Taš er breiš semja millum tey, sum hava fingiš tilboš frį Rįsini, at royndarverk­ętlanin hevur eydnast vęl hesi fyrstu trż įrini. Tķ er įhugin stórur fyri at fįa plįss, tį nęsta skeišiš byrjar ķ heyst. Tķ kundi veriš įhugavert at vita, hvussu gongst hjį rįšgevandi bólkinum saman viš ųšrum at śtvega teimum, sum ķ dag eru į Rįsini, bśstašar-, frķtķšar- og arbeišsplįss. Taš eru nógv, sum eru sera įhugaš fyri at fįa nakaš at vita um hetta. Bęši avvaršandi at teimum, sum eru į Rįsini nś, og avvaršandi at teimum, sum vilja sleppa inn į Rįsina til heystar. Onnur, iš so ella so varša av teimum, sum hava menningartarn, eru somuleišis hugaš fyri at frętta nęrri um, hvussu gongst viš hesum avgerandi arbeiši. Og hvussu framtķšin hjį Rįsini fer at verša. Tķ setur spyrjarin landsstżrismanninum hesar spurningar.

 

Į tingfundi 21. november 2007 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Fyrispurningurin ikki svarašur, tķ at lųgtingsval varš śtskrivaš tann 6. desember 2007 til at verša tann 19. januar 2008.