S-34 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi langtíðarfíggjarætlan fyri framløgd uppskot frá landsstýrinum beint upp undir val 

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

                                                                  

  1. Kann løgmaður leggja fram langtíðarfíggjarætlanir fyri bæði íløgur og rakstur til tey uppskot, ið landsstýrið hevur lagt fram og annars boðað frá beint upp undir val?

 

  1. Kann løgmaður til dømis siga tinginum, hvussu langtíðarfíggjarætlanin hjá landsstýrinum javnvigar í 2009, 2010, 2011, 2012 og 2013 við teimum longu samtyktu íløgunum og rakstrinum, umframt hesum nýggju uppskotum frá landsstýrinum:

-         Granskingarpark

-         Flogvallarútbygging

-         Trygdarmiðstøð

-         Vegaføringar til Skálafjarðartunnil

-         Sandoyartunnil, fíggjaður á fíggjarlógini

-         Eftirskúlabygging og rakstur

-         Depil fyri sinnisveik

-         Broytingar í almannalóggávu viðvíkjandi eitt nú fyritíðarpensjónistum, fólkapensjónistum, støkum uppihaldarum

-         Rentustuðul og mvg-afturbering fyri nýggjar íbúðartættir

-         Skattalættar fyri útleiguvirksemi

 

  1. Kann løgmaður siga tinginum, hvussu nógv tey uppskotini, landsstýrið hevur lagt fram síðani á ólavsøku, kosta landskasanum í íløgum og rakstri tilsamans?

 

  1. Kann løgmaður siga tinginum, hvussu landsstýrið ætlar at fíggja útreiðslur landskassans, tá skattalættar eisini eru samtyktir fyri 2008 og inntøkur landskassans í nógv størri mun eru mvg og onnur nýtsluavgjøld, sum lættliga kunnu minka eftir, at útlánsframtøk bankanna hava havt sítt hæddarpunkt?

 

  1. Kann løgmaður siga tinginum, hvat embætisfólk í ymsu ráðunum siga um arbeiðsháttin hjá landsstýrinum í løtuni viðvíkjandi uppskotum, sum fara í tingið – t.e. kunnu tey standa inni fyri, at fígging er, og at skotbráið er nóg gott at viðgera lógaruppskotini sakliga og fakliga skilagott?

 

  1. Hevur løgmaður nakað dømi úr øðrum londum, har ein stjórn hevur lagt so kostnaðar­krevjandi uppskot fram fáar vikur áðrenn, eitt val skal útskrivast, uttan at vísa á, hvussu uppskotini skulu fíggjast?

 

  1. Heldur løgmaður, at hetta er skilvísur og ábyrgdarfullur framferðarháttur frá landsstýrinum at leggja ófíggjað uppskot fram beint undan vali, sum eitt komandi Løgting fer at fáa allar trupulleikarnar av at fáa skil á og helst noyðist at raðfesta munandi øðrvísi?

 

  1. Heldur løgmaður, at tað er rættvíst móti komandi Lløgtingi og mótvegis føroysku borgarunum, fyrst at samtykkja skattalættar fyri 400 milliónir krónur – og eisini fyri 2008 – og síðani at leggja fram útreiðsluuppskot fyri milliardir, sum komandi Løgting skal fáa skil á, við skerdum skattagrundarlagi?

 

Viðmerkingar

Ongantíð í Føroya søgu hevur eitt landsstýri lagt so nógv útreiðslukrevjandi uppskot fyri tingið beint áðrenn eitt val.

 

Landsstýrið ber uppskot niðan aftaná allar vanligar freistir fyri at fáa mál viðgjørd eftir reglunum – og nú er enn minni tíð enn vanligt, tí valið eigur av røttum at skrivast út 8. desember.

 

Nógv av teimum eru uppskot, sum andstøðuflokkar hava reist ella eftirlýst tíðliga í valskeiðnum, áðrenn landsstýrið framdi sínar skattalættar upp á knappar 400 mió. kr.

 

Og fleiri av uppskotunum eru alneyðug. Men tey skulu sjálvsagt fíggjast og fremjast við ábyrgd – og mugu fáa neyðugu viðgerðina.

 

Nú vil landsstýrið so í seinastu løtu fáa ymiskt samtykt í skundi – sum sama landsstýri ikki kann fremja í verki ella kann haldast til ábyrgd fyri.

 

Talan er um upphæddir omanfyri millardina – og øll rokningin verður send til komandi Løgting at finna skil á.

 

Uppskotini frá landsstýrinum eru mál, ið landsstýrismenn hava lovað fyri fleiri árum síðani, tá teir kundu tikið ábyrgd av teimum, funnið fíggingina og givið Løgtinginum stundir at viðgjørt málini veruliga.

 

Men alt bendir á, at landsstýrismenn nú brúka almennu fyrisitingina at reka valstríð fyri seg sjálvar, og koma hvør í sínum lagi við uppskotum, sum als ikki eru samskipað fíggjarliga og fakliga.

 

Og Løgtingið hevur sjálvsagt ongan sakligan møguleika at viðgera hesi málini, tá tey koma niðan heilt niður í tvær vikur, áðrenn val av røttum skal útskrivast.

 

Slíkt hevði sjálvsagt ikki hent í londum, vit vanliga samanbera okkum við.

 

-         Har hevði embætisverkið havt steðgað tí óforsvarliga.

-         Stjórnarleiðarin hevði sjálvandi kravt samskipan og góða fyrisiting.

-         Og ikki minst høvdu fjølmiðlarnir sjálvsagt kravt landsstýrismenn og stjórn til svars.

 

Umframt framløgdu uppskotini, eru landsstýrismenn dagliga í fjølmiðlunum við tíðindaskrivum, sum lova uppa aftur fleiri pengar til nýggj tiltøk, teir ikki hava gjørt nakað við í valskeiðnum, teir eru valdir til at arbeiða.

 

Vóru tað av øllum andstøðuflokkar, sum høvdu lagt fram ófíggjað uppskot fyri milliardir, so høvdu eisini teir aðrastaðni verið kravdir til svars beinanvegin.

 

Men her hava vit altso eina stjórn við breiðum meiriluta, sum roynir at bjarga øllum tí, hon ikki hevur megnað at framt í síni stjórnartíð, við at fáa okkurt samtykt beint fyri val, sum hon ikki kann haldast til svars fyri.

 

Tí verður løgmaður, sum hevur ábyrgd av at samskipa arbeiði landsstýrisins og hevur eftirlit við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt, spurdur um hesi viðurskifti.

 

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.