S-33 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi 

Ár 2007, týsdagin 20. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvør er orsøkin til, at ætlaðu broytingarnar viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi ikki enn eru lagdar fyri Løgtingið?
  2. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá fakfeløgunum fyri ikki at taka undir við ætlaðu broytingunum?
  3. Hvørji stig tekur landsstýrismaðurin til tess at tryggja, at føroysk arbeiðsmegi ikki hevur verri møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum enn útlendsk arbeiðsmegi?
  4. Hevur landsstýrismaðurin kannað møguleikarnar fyri, at útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða, kunnu koma undir Arbeiðsloysisskipanina?
  5. Hvussu nógvar fundir hevur landsstýrismaðurin havt við umboð fyri ávikavist fakfeløgini og arbeiðsgevararnar.
  6. Hvussu stórur er tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi og innan hvørjar vinnugreinar er tørvurin?

 

Viðmerkingar:

Fyrst í september mánaði í ár var landsstýrismaðurin saman við løgtingsmonnum í Íslandi at kunna seg um íslendska arbeiðsmarknaðin. Íslendski arbeiðsmarknaðurin hevur latið upp fyri arbeiðsmegi úr ES-londum, og hevur hetta – sambært íslendskum myndugleikum – verið týðandi partur av framhaldandi framgongdini í íslendska vinnulívinum. Umleið 30.000 fólk úr ES-londum, serliga Póllandi, hava seinnu árini tikið leiðina til Íslands í arbeiðsørindum. Íslendska skipanin er skjót og smidlig. Høvuðsinnihaldið er, at íslendskir arbeiðsgevarar fáa loyvi at flyta inn arbeiðsfólk nærum frá degi til dags, og síðani verða tey formligu viðurskiftini avgreidd aftaná.

 

Øll eru vit samd um, at í Føroyum er skipanin at fáa til vega útlendska arbeiðsmegi sera tung, torgreidd og ósmidlig. Tí hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum fyrireikað eitt uppskot at leggja fyri Løgtingið um hesi viðurskifti, og í hesum sambandi varð skipað fyri kunningarferð til Íslands. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at skipanin skuldi broytast frá 1. januar 2008, men enn er einki uppskot lagt fyri Løgtingið. Seinastu tíðina er komið fram í fjølmiðlunum, at uppskotið helst ikki finnur vegin fram á tingborð, tí ósemja er í samgonguni um málið. Ósemjan snýr seg um, at umboð fyri fakfeløg og landsstýrismaðurin ikki hava funnið eitt felags stev, sum øll kunnu taka undir við.

 

Í setanarrøðu síni á Vinnudegnum vísti Jóhan Páll Joensen, formaður í Arbeiðsgevara­felagnum, á, at langt er millum orð og verk í Føroyum. “Breyð og stemmur hava størri virði í politikkinum enn framtíðar virksemi og góðar vinnufortreytir í hesum landi”, segði hann. Hann segði, at Føroya Arbeiðsgevarafelag í 2 ár hevur arbeitt við at fingið betri atgongd til arbeiðsmegi til sínar limir, men at hetta eftir øllum at døma hevur verið spill av tíð og orku. Nógv orð og einki verk.

 

Nógv bendir á, at útlendsk arbeiðsmegi hevur jaligan týdning fyri búskapin sum heild. Ein kanning, sum norska hagstovan hevur gjørt, staðfestir, at norska rentan hevði verið úti við eitt prosent hægri, um pólska arbeiðsmegin ikki var í landinum. Granskarin Roger Bjørnstad hjá Statistisk Sentralbyrå sigur við norska blaðið  Dagens Næringsliv, at “útlendska arbeiðsmegin hevur havt stóran týdning fyri norska búskapin. Pólendingarnir hava økt framleiðslukapasitetin og hava harvið minkað um trýstið í búskapinum.” Hann vísti á útrokningar, sum staðfestu, at miðal lønarstøðið í landinum hevði verið umleið 2% hægri, um pólska arbeiðsmegin ikki var tøk. At kostnaðarstøðið í landinum fer upp vegna vantandi arbeiðsmegi, og at rentan hækkar, rakar tey við lægri lønunum harðast. Harvið hava bæði verkafólk og arbeiðsgevarar felags áhuga í at fáa viðurskiftini við vantandi arbeiðsmegi í rættlag.

 

Samtak, sum er felagsskapur hjá arbeiðarafeløgunum, hevur vent sær til landsstýrið við sínum viðmerkingum. Har verður m.a. víst á, at tey ikki kunnu góðtaka, at útlendsk arbeiðsfólk kunnu fáa trygd fyri arbeiðstíð, meðan hendan trygd ikki kann veitast føroyskum arbeiðsfólki. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað fakfeløgunum hesum viðvikjandi. Við hesum í huga tykjast møguleikar vera fyri at finna felags stev millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar, so trupulleikin kann loysast í sátt semju millum partarnar. Fyri at fáa greiðu á nøkrum viðurskiftum, verður landsstýrismaðurin biðin um at svara hesum fyrispurningum:

Á tingfundi 21. november 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.