S-32 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi oljudálkingini í Vági 6. desember 2006 

Ár 2007, hósdagin 15. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Hvør hevur eftirlit við ávikavist oljugoymslunum hjá SEV og øðrum oljugoymslum?

2.      Hvørji krøv verða sett til trygdarskipanir, herundir verjugarðarnar kring oljutangarnar, og hvør hevur ábyrgdina av, at hesar eru virknar?

3.      Hvørjar mannagongdir eru galdandi viðvíkjandi bunkring av skipi í tangar á landi?

4.      Hvusssu nógv tons fóru á fjørðin, og hvussu nógv tons eru tikin uppaftur?

5.      Hvussu illa er lívfrøðiliga margfeldið farið av óhappinum, og eru útlit fyri, at náttúran verður reinsað til lítar?

6.      Er tað rætt, at oljuleivdir vóru fluttar av Vágsfirði norður í Trøllavík, haðani olja rann oman og eisini dálkaði Trongisvágsfjørð?

7.      Hvønn týdning fekk oljuskipið, haðani oljan varð bunkrað upp í tangan í Vági, fyri, at skaðin ikki gjørdist enn størri, enn hann bleiv?

8.      Hvat hevur vanlukkan á Vágsfirði kostað higartil, og hvør hevur goldið kostnaðin?

9.      Hevur landsstýrismaðurin kannað og eftirmett vanlukkuna á Vágsfirði?

10.  Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið mótvegis dálking av hesum slagi?

 

Viðmerkingar:

Stór oljudálking var í Vági 6. desember 2006, eftir at 2.500 kubikkmetrar av olju vóru bunkraðir av skipi upp í tann 3.000 kubikkmetra stóra tangan hjá SEV. Stutt undan hesi bunkring var oljuttangin umvældur. Upplýst var, at allur toppurin og smærri hol á síðuni vóru umvæld, tí teringur var í, men at tangin sum heild var í góðum standi. Nakrar fáar dagar seinni lak hesin sami tangin sum sáldið, og stórar oljunøgdir fóru út á fjørðin.

 

Ein trygdarskipan við einum verjugarði uttan um sjálvan tangan, var óvirkin. Garðurin stóð opin, og eingin botnur var í honum. Tangagarðurin varð gjørdur fyri umleið 30 árum síðan, og vóru tá eftir donskum reglum, sum vóru galdandi á økinum, eingi krøv um, at garðurin skuldi hava tættan botn. Olja lak harafturat beinanvegin út gjøgnum ein regnventil, sum stóð opin.

 

Ein stórur og álvarsamur spurningur er tí, hvat eftirlit er við oljugoymslunum hjá SEV, og hvør hevur ábyrgdina av, at neyðugar trygdarskipanir eru virknar.

 

Á tingfundi 16. novembr varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.