S-31 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi pensjónum  

Ár 2007, týsdagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kennir landsstýrismaðurin sjónarmiðini hjá Landsfelag Pensjónista um, at tann parturin av blokkstuðlinum, sum er grundaður á pensjónir, eigur at verða brúktur til pensjónir?

 

  1. Er landsstýrismaðurin samdur við nevndu sjónarmiðunum hjá Landsfelag Pensjónista?

 

  1. Um landsstýrismaðurin er samdur við nevndu sjónarmiðum, hvat ætlar hann so at gera við tað?

 

  1. Um landsstýrismaðurin er samdur við nevndu sjónarmiðum, kann hann so greiða frá, hvussu tað ber til, at táverandi pensjónirnar ikki vórðu útgoldnar eftir avtaluni frá 1987 til 2001, sum sigur, at “ der... sikres samme disponible indkomst for pensionsmodtagere på Færøerne og i Danmark”?

 

  1. Um landsstýrismaðurin ikki er samdur við nevndu sjónarmiðum, kann hann so grundgeva fyri, hví hann ikki er samdur?

 

Viðmerkingar

Í apríl 2006 sendi Landsfelag Pensjónista bræv til Løgtingið, har fólkapensjónirnar vórðu viðgjørdar. Í brævinum varð víst á, at landskassin hvørt ár, síðani pensjónirnar komu undir blokkstuðulsskipanina, hevur fingið pening úr ríkiskassanum, har útrokningargrundarlagið bygdi á pensjónirnar, men tað sum landskassin hevur rindað út til pensjónir, er ein munandi minni upphædd.

 

Í 1988 var peninganøgdin til fólkapensjónistar 79 mió. krónur og í 2001 var talið komið upp á 213,3 mió. krónur.

 

Vanlig uppfatan hevur verið, at blokkstuðulin er ikki oyramerktur til ávís málsøki, men bara útroknaður eftir, hvat málsøkini kosta. Spurnartekin kann setast við, um tað er nøktandi, at landskassin móttekur pening til pensjónir, men á útreiðslusíðuni verða pengarnir brúktir til onnur endamál. Samstundis eru pensjónirnar í Føroyum (sambært Landsfelag Pensjónista) lægri enn í Danmark.

 

Landsfelag Pensjónista hevur, so vítt undirritaði veit, ikki fingið nakað alment svar, og tí verður hesin fyrispurningurin settur, soleiðis at pensjónistar kunnu fáa eina kunning um, hvørja støðu politiska skipanin hevur til málið.

Á tingfundi 15. november 2007 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.