S-30 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi el-kaðali millum Føroya og Íslands 

Ár 2007, týsdagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hevði landstýrismaðurin viljað greitt tinginum frá:

 

Út frá nútíðar oljunýtslu til el-framleiðslu og húsahita, hvussu kann ein el-kaðal við reinari orku úr Íslandi broyta Føroya støðu, so vit fáa nyttu burtur úr einum Kyoto-samstarvi ístaðin fyri at skula gjalda 10-tals milliónir árliga í sekt til útheimin?

 

Viðmerkingar:

Sjálvandi skulu Føroyar samstarva við umheimin, eisini á orku- og umhvørvisøkinum.

 

Løgtingið samtykti herfyri at taka undir við Kyoto-sáttmálanum. Men tingmenn tykjast ikki hava gjørt sær greitt, at vit sum framkomið ídnaðarland skuldu gjalda 10-tals milliónir í sekt. Orsøkin er, at vit hava eina sera orkutunga høvuðsvinnu og tørv á nógvum húsahita.

 

Nú eru landstýris- og tingmenn ósamdir, um tað er rímiligt, at Føroyar skulu gjalda seg fátækar við “Kyoto-kassa 1” eftir tilvildarligum útlendskum krøvum. Vit vita ikki so frægt, sum hví, til hvønn og hvussu nógv Føroyar verða pressaðar at skula gjalda út í tóman heim.

 

Føroyar eiga at kunna renna skjótari enn okkara grannalond, tá um skilvísan orku- og umhvørvispolitikk ræður. Tað hevur landstýrismaðurin saman við landstýrinum prógvað við tí orku- og umhvørvispolitikki, sum er settur út í kortið hetta valskeiðið.

 

Landstýrismaðurin hevur verið framsíggin, tá hann m.a. skjýtur upp, at Føroyar eiga at umhugsa at leggja ein el-kaðal úr Íslandi til Føroya. Tað er so ein máti av fleiri til, at vit blíva ein vinnari heldur enn tapari í altjóða Kyoto-spælinum.

 

Ivaleyst verða fleiri (eisini útlendskir) íleggjarar fúsir til at gjalda kostnaðin av at leggja el-kaðalin eftir Íslandsrygginum.

 

Um vit í hesum føri síggja burtur frá íløgu- og verandi el-kostnaði sammett við eitt nú oljuprísin, hvussu nógva olju kundu Føroyar sloppið undan at innflutt og brent av til el-framleiðslu og húsahita?

 

Hvussu nógv hevði CO2-útlátið hjá Føroyum minkað sammett við tey krøv um minni útlát, sum Kyoto-sáttmálin setir okkum?

 

Á tingfundi 15. november 2007 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.