S-29 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandiminstainnláni í Landsbanka Føroya, skuld, einskiljing og búskapargrunni  

Ár 2007, týsdagin 16. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógvir peningur stendur í Landsbanka Føroya, um vit ikki taka tær 1,2 mia. krónurnar við fyri einskiljingina av Føroya Banka?

 

  1. Hvussu lýkur Landsbanki Føroya lógarkrøvini um minstainnlán, um tær 1,2 mia. krónurnar fyri Føroya Banka verða tiknar úr og settar í búskapargrunn ella nýttar at niðurgjalda skuld?

 

  1. Ætlar løgmaður at halda løgtingssamtyktina um, at peningurin fyri einskiljingina av Føroya Banka skal setast í búskapargrunn ella nýtast at gjalda skuld niður?

 

  1. Ætlar løgmaður at taka upp lán fyri tá at lúka minstukrøvini um innlán í Landsbanka Føroya?

 

  1. Hvussu nógv av skuld landskassans hevur sitandi landsstýri niðurgoldið, tá vit ikki rokna tær 600 mió. kr. við, sum vórðu niðurkapitaliseraðar úr Føroya Banka áðrenn einskiljingina?

 

  1. Heldur løgmaður sjálvur, at tað er búskparpolitiskt skil í eini tíð, tá øll samfelagshjólini mala skjótt, og einki arbeiðsloysi er, at einki verður lagt til síðis hjá landinum, men at dúvað verður uppá at selja ognir ella taka upp lán til tess at lúka lógarkrøvini um minstainnlán í Landsbankanum?

 

  1. Er løgmaður til reiðar at bróta eina greiða løgtingssamtykt um búskapargrunn og skuldarniðurgjalding til tess at fjala út yvir skilaleysa búskaparpolitikkin hjá sittandi samgongu?

 

Viðmerkingar

Landsbankastjórin hevur alment sagt, at um einskiljingarpengarnir frá Føroya Banka verða tiknir úr Landsbankanum, so lýkur hann ikki lógarásettu minstukrøvini um innlán.

 

Harvið er staðfest, at hetta landsstýrið hevur váttað ringastu spádómarnar um vantandi búskaparligt skil, vantandi ætlanir og langtíðarplanlegging. At samgongan fór at selja størstu aktivini og brúka peningin á vanliga rakstrinum.

 

Kassin er tómur, og bert við at selja aktivini hjá landinum kann fjalast, hvussu illa er arbeitt. Skattalættarnir skulu fíggjast, og einki verður hugsað um, at tá einki verður lagt til viks í uppgangstíðum, verður øll rokningin og alt upptakið, tá vøksturin í búskapinum er minni. Tá kann tað skjótt skjótt gerast ein øvug ringrás.

 

Kortini hevur løgmaður sent út tíðindaskriv vegna samgonguna, har hann roynir at afturvísa útsagnunum hjá landsbankastjóranum.

 

Tað er ein sera álvarslig atgerð frá løgmanni. Tí sambært øllum tølum og fakta, hevur landsbankastjórin ikki sagt eitt skeivt orð.

 

Eisini er tað ómetaliga undrunnarvert, at løgmaður og ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sendir út tíðindaskriv um búskapar- og fíggjarstøðuna.

 

Her ruggar ikki rætt.

 

Ein greið løgtingssamtykt sigur, at peningurin fyri einskiljing av Føroya Banka skal setast í búskapargrunn ella nýtast at gjalda skuld niður.

 

Tá tað er gjørt, vantar nógvur peningur í Landsbankanum. Og hvat ætlar samgongan at gera við tað? Antin kann hon bróta løgtingssamtyktina, ella má hon taka upp lán.

 

Tí verður hesin fyrispurningur settur. 

Á tingfundi 17. oktober 2007 varð samtykt 17-0-1, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.