S-27 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi ętlašu vegafųringini millum Eysturoyartunnilin og Gomlurętt 

Įr 2007, frķggjadagin 5. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Annitu į Frķšriksmųrk, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu langt er ętlanin višvķkjandi innkomuvegnum ella uttara ringvegnum um Havnina/Hoyvķkina/Argir komin?
    •Hevur landsstżrismašurin góštikiš nakra ętlan hesum višvķkjandi?
  2. Hvķ er eingin verklagslóg lųgd fyri Lųgtingiš, um hesa stóru vegafųring?
  3. Veit landsstżrismašurin, hvar vegurin oman fyri og/ella inn ķ Havnini/Hoyvķkini fer at liggja?
    • Um nei, nęr vęntar landsstżrismašurin, at hann kann kunna Lųgtingiš um hesa vegafųring?
    • Um ja, kann landsstżrismašurin so greiša tinginum frį hesi vegafųring og serliga nįgreina vegafųringina oman fyri Villingardalsvegin/Krįkugjógv, har ivamįl hevur veriš um veg nišan fyri Hamaran, oman į Hamarinum ella tunnil?
    Landsstżrismašurin veršur eisini bišin um at hefta tekning ella kort av tķ ętlaša fżra-sporaša vegnum viš svariš.
  4. Hevur landsverk gjųrt nakaš modell av ętlanini oman fyri Villingardalsvegin­/Krįkugjógv?
    • Kann almenningurin/Lųgtingiš sķggja modelliš?
    • Um hetta er gjųrt, hvat heldur landsstżrismašurin so, um hetta modelliš veršur framt ķ verki?
  5. Er landsstżrismašurin kunnašur um, at trašareigarar viš Villingardalsvegin hava fingiš bręv sent um ognartųku?
    • Vęntar landsstżrismašurin, at ognartųkan veršur framd, sum ętlaš er?
  6. Hvat hevši taš kostaš at gjųrt ein tunnil gjųgnum Hamaran ķ stašin fyri veg ķmillum Hamaran og Krįkugjógv?
  7. Um tunnilin veršur frįmęltur, hvat er so ķ vegin viš at leggja vegin oman į Hamaranum heldur enn fram viš Krįkugjógv?
    • Um vegurin veršur lagdur oman į Hamaranum, hvussu hųgt uppi kemur vegurin tį at liggja ķ mun til hęgsta punktiš annars į uttara ringvegi?

 

Višmerkingar:

Alsamt fleiri ivamįl koma undan kavi, nś ętlanin er at gera eina vegafųring runt um Havnina.  Undirritaša heldur, at taš er skilagott, at fariš veršur undir hesa ętlan, men vil samstundis tryggja sęr, at hędd veršur tikin fyri umhvųrvinum og nįttśruni kring Havnina og samstundis, at feršslutryggleikan er ķ hįsęti.

 

Ętlanin er, at vegurin skal ganga frį, har Eysturoyartunnilin fer at koma upp Streymoyarmegin, ķ ein bug runt um Havnina, framviš Stórutjųrn, Inni į Gųtu, Millum Gilja og Ternuryggi, og sķšan frį undir Krįkugjógv leišast vķšari eftir Oyggjarvegnum til Velbastašar og yvir til vegin til Gomlurętt.

 

Sum skilst,  so er talan um ein 4 sporašan veg, sum um nųkur fį įr kemur at hava eina feršslu upp į 18 til 20 tśsund akfųr dagliga. Hendan breiddin og hesin feršslutķttleikin krevur, at vit hugsa fleiri įra tķggju fram ķ tķšina, og halda okkum burtur frį eini lappaloysn, sum kann vera bķligari her og nś, men sum bara kemur at gera prosjektiš dżrari ķ longdini.

 

Taš, sum undrar nś, er, at  fariš er ķ gongd viš verkętlanina, hóast eingin verklagslóg er lųgd fyri tingiš, og at tingiš ikki hevur fingiš hųvi at višgjųrt hesa ętlan, serliga tį iš hugsaš veršur um, at ašrar verkętlanir į hesum prķsstųši verša lagdar fyri tingiš sum verklagslógir, įšrenn fariš veršur ķ gongd.

 

Men tį iš landsstżriš nś hevur valt at umgingiš eina verklagslóg, kundi veriš įhugavert hjį Lųgtinginum at sęš taš lidna tilfariš, sum er ķ mįlinum. Undirritaša gongur śt frį, at prosjektering og ętlaš vegafųring er lišug og góštikin av lands­stżrismanninum, įšrenn fariš veršur ķ gongd. 

 

Undirritaša veit ikki, um endalig avgerš er tikin um, hvussu vegurin skal liggja t.d. viš Villingardalsvegin ķ Havn, men hevur tó fingiš at vita, at trašareigarar į stašnum hava fingiš bręv um ognartųku. Er hetta so, merkir taš samstundis, at ętlanin er at leggja ein fżra-sporašan veg til 20 tśsund bilar dagliga beint fram viš hśsunum į Villingardalsvegnum. 

 

Vit skulu ikki forša menningini ella feršsluni, men um landsvegir kunnu leggjast longur burtur frį bygdum ųki, eigur hetta sjįlvsagt at verša gjųrt. Ķ ųllum fųrum eigur ķ eini samlašari meting at verša tikin hędd fyri fķggingini,  umhvųrvinum og nįttśruni, og ein vegur eigur eisini ķ minst mųguligan mun at vera til ampa fyri hśski og ķ hesum fųri heilar bżlingar.  Veit ikki hvųrji atlit landsstżrismašurin/landsverk hava tikiš ķ hesum fųri, veit heldur ikki, um ašrar loysnir eru tilmęltar, annaš enn at tunnil gjųgnum Hamaran hevur veriš nevndur sum ein loysn, og vegur oman į Hamaranum sum ein onnur loysn.  Men forvitnisligt hevši veriš at fingiš at vita, hvat landsstżrismašurin sigur til hesar bįšar loysnir. Og eisini um hann hevur ašra loysn į boršinum.

 

Tķ soljóšandi fyrispurningar.

Į tingfundi 11. oktober 2007 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svarašur, tķ at lųgtingsval varš śtskrivaš tann 6. desember 2007 til at verša tann 19. januar 2008.