S-26 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi afturlating av einum sambúli hjá eldri sinnisveikum 

Ár 2007, fríggjadagin 5. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Við hvørjum endamáli var sambýlið sett á stovn?
  2. Hví varð Eirargarður valdur sum karmur um sambýlið, og hví er Eirargarður ikki nøktandi karmur so stutta tíð aftaná?
  3. Hvør var normeringin? Í mun til búfólk og í mun til starvsfólk?
  4. Hvussu nógv búfólk hava búð í sambýlinum, síðan hetta læt upp?
  5. Hvussu nógv starvsfólk hava starvast í sambýlinum, síðan hetta læt upp?
  6. Hvussu ber tað til, at sambýlið ikki hevur verið fullsett?
  7. Hví letur sambýlið longu aftur?
  8. Hvør hevur tikið avgerðina um at lata sambýli aftur, og hvat er avgerðin grundað á?
  9. Í hvønn mun hava avvarðandi verið kunnað og annars verið vitandi um avgerðina?
  10. Hvussu nógv fer deildin at kostað Almanna- og heilsumálaráðnum?
  11. Hvørji fyribils tilboð er ætlanin at útvega búfólkunum á deildini?
  12. Hvørji ellis- og røktarheim her á landi megna at geva umrøddu búfólkum skikkað og egnað tilboð?
  13. Hvørja endaliga loysn ætlar Almanna og heilsumálaráðið at geva nevndu búfólkum og nær?
  14. Og fer tað endaliga tilboðið at standa øllum, sum eru í somu støðu sum umrøddu búfólk, í boði?

 

Viðmerkingar

Avvarðandi hava nú eina tíð roynt at fáa nakað at vita um lagnuna hjá teimum búfólkunum, sum hava búð á einum sambýli fyri eldri sálarsjúk á Eirargarði. Tey høvdu frætt, at sambýlið skuldi latast aftur, men fingu onga frágreiðing um hví, og annars hvar teirra kæru skuldu. Tann eini avvarðandi fekk at vita, at landsstýris­maðurin kendi einki til, at sambýlið skuldi latast aftur.

 

Ikki fyrr enn Dimmalætting fer inn í málið, fæst nakað at vita. Men enn valdar óvissa um, hvør veruliga orsøkin er til,  at sambýlið letur aftur. Og óvissa valdar somuleiðis um, hvør hevur tikið avgerðina um, at sambýlið letur aftur. Leiðarin fyri Nærverkið sigur, at avgerðin er langt síðan tikin, meðan landsstýrismaðurin sigur, at avgerðin er als ikki tikin. Tí velur spyrjarin at seta landsstýrismanninum nakrar avklárandi spurningar í hesum máli. Ikki minst um framtíðina hjá búfólkunum.

Á tingfundi 11. oktober 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.