S-25 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók  

Ár 2007, fríggjadagin 5. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Kann landsstýrismaðurin kunna Løgtingið um, hvør veruliga  orsøkin er til, at orðabókin ikki er/ verður givin út?

 

2.      Er landsstýrismaðurin sinnaður at taka stig til, at høvundin fær virðiligar sømdir frá tí almenna til orðabókagerð og útgávu, uttan mun til um hann av Mentamálaráðnum er biðin um at gera hetta verk - ella ikki?

 

3.      Landsstýrismaðurin verður biðin um at greina fyri Lløgtinginum, hvørjar mannagongdir Mentamálaráðið nýtir fyri at eggja og stuðla  høvundum til orðabókagerð?

 

4.      Landsstýrismaðurin verður biðin um at upplýsa Løgtinginum um teir fíggjarligu stuðulsmøguleikar, ið eru tøkir til orðabókagerð, bæði her á landi  og aðrastaðni frá, t.d. úr Norðurlandaráðnum.

 

5.      Landsstýrismaðurin verður biðin um at upplýsa Løgtinginum hvørjar orðabøkur eru givnar út í Føroyum seinastu 15 árini - og hvussu hesar hava verið stuðlaðar.

 

Viðmerkingar

Fjølmiðlanir hava seinastu vikurnar borið okkum tíðindir um týsk - føroyska orðabók, sum, sambært høvundanum, Kára Davidsen, studentaskúlalærara, ikki varð, ella fór at verða, givin út í Føroyum. Orsøkin til, at hetta stórverk, lívsverk høvundans, sum hann hevur arbeitt við hesi seinastu 15 ár, ikki verður unt at síggja dagsins ljós, er, sambært frágreiðing høvundans,  sera margháttlig og meira lík klandri, ið kann taka seg upp millum børn. Eitt stríð, tykir mær sum uttanfyristandandi, um orð. Eitt stríð við Mentamálaráðið, sum noktar høvundanum somu treytir, sum tey, ið eru sett av Mentamálaráðnum at gera tílíkar bøkur, fáa, bert tí hesin hevur gjørt hetta orðabókaarbeiðið uttan at vera biðin um at gera tað.

 

Eingin spinnur gull av at geva út orðabøkur í so lítlum samfelagi sum tí føroyska. Hendan sannroynd, og ásannanin av tí ovurstóra týdningi, sum orðabøkur á móðurmálinum hava, er orsøkin til, at Løgtingið á hvørjum ári játtar pening á landsins fíggjarlóg at stuðla teimum, ið átaka sær slíkar stórar uppgávur. Sama staðfesting av týdninginum av orðabókagerð fekk fyri fáum árum síðani Norðurlandaráðið at seta av upphædd, sum minnu tjóðirnar kundu søkja stuðul av. Umframt almennar útgávur hava privat forløg eisini latið úr hondum orðabøkur farnu árini.

 

Ásannandi stóra virðið, orðabøkur á móðurmálinum hava, og virðandi arbeiði høvundans loyvir undirritaði sær at heita á - og spyrja landsstýrismannin á økinum

Á tingfundi 11. oktober 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.