S-24 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi løgunýtslu í ymisku valdømunum tíðarskeiðið, sitandi samgonga hevur sitið við valdi landsins 

Ár 2007, fríggjadagin 28. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Hvussu nógvar løgukrónur eru játtaðar í alt hesi árini?

2)      Hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini?

3)      Hvussu eru løgukrónurnar játtaðar, býtt á valdømir?

4)      Hvussu eru løgukrónurnar nýttar, býtt á valdømir?

5)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá almennum partafeløgum eru nýttar hesi árini, býtt á valdømir?

6)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá millumkommunalum felagsskapum eru nýttar hesi árini, býtt á valdømir?

7)      Hvussu nógvar løgukrónur hjá kommunum eru nýttar hesi árini, býtt á valdømir?

8)      Hvussu stór er privata skuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á valdømir?

9)      Hvussu stór er partafelagsskuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á valdømir?

 

Viðmerkingar

Sitandi samgonga legði til brots við einum ekspansivum búskaparpolitikki, sum hevði til endamáls at seta ferð á føroysku búskaparhjólini. Skattalætti og íløguraðfestingar, sum skuldu tryggja eitt betrað peninga- og virksemisumfar kring alt landið, var boðskapurin.

 

Ógvusliga broytingin í fíggingarviljanum hjá peningastovnunum man tó eiga sín dygga leiklut í hesum virksemisvøkstri. Beinleiðis avleiðingin er ein stór øking í skuldarbindingini í samfelagnum.

 

Ógvuliga ymiskt er, hvussu politikkurin hevur vignast. Ferðin er stór, ov stór, vildu nógv sagt, í pørtum av landinum, meðan onnur økir framvegis liva eina stagnasjónskenda búskapartilveru.

 

Mantraið hjá sitandi landsstýrismanni í fíggjarmálum tykist at vera, at steðga vit Sandoyartunlinum, so hevur heiti búskapurin fingið køldu pøsina, hann hevur fyri neyðini. Hvørki eykajáttanarlógir í Løgtinginum, ella framlagda fíggjarlógaruppskotið tykjast tó at bera brá av ynskjum um at tálma samfelagsraksturin.

 

Samanumtikið tykist fjølmiðlaleikurin farna hálvárið um tálming og búskaparhita at byggja á eina heldur eintýðuga lýsing av samlaðu búskapargongdini í landinum.

 

Fyri at útvega Løgtinginum betri kjakgrundarlag og tilfar til støðutakan, nú seinasta fíggjarlógin hjá sitandi samgongu stendur fyri framman, verður landsstýrismaðurin biðin um at svara hesum fyrispurningum.

Á tingfundi 3. oktober 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.