S-23 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi teknmálsráðgeving og -undirvísing í Føroyum 

Orðaskifti

Ár 2007, hósdagin 27. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu nógv starvsfólk røkja uppgávuna at veita teknmálsráðgeving á Sernámsdeplinum?
  2. Hvørji ítøkilig tilboð gevur Sernámdsepilin familjum, sum fáa deyv børn, og familjum, sum hava deyv børn í Føroyum í dag?
  3. Hvønn politikk viðvíkjandi teknmálsundirvísing fyri deyv og familjur teirra hevur landsstýrismaðurin, og á hvønn hátt útinnir hann henda politikk?
  4. Verður nakað gjørt fyri at varðveita teknmálsførleikan hjá starvsfólki á stovnum og skúlum í landinum og at varðveita og menna teknmál í Føroyum?
  5. Hvussu stórur er tørvurin á tulkatænastu í Føroyum, verður hann nøktaður og ætlar landsstýrismaðurin at útbyggja hesa tænastu til deyv og tunghoyrd í Føroyum?

 

Viðmerkingar:
Sambært kunngerð nr. 85 frá 7. mai 2003 um undirvísing í og á teknmáli er endamálið við undirvísingini, at næmingar, sum hava teknmál sum fyrsta mál, verða førir fyri at nýta teknmálið til at ogna sær kunnleika, hugtøk og hugburð, soleiðis at teir framhaldandi mennast í samsvari við endamálsorðingar fólkaskúlans.

Undirvísingin skal geva næmingunum økt innlit í teknmálið og tess týdning, og menna teir í nýtsluni av tí. Í undirvísingini skal teknmálið nýtast sum amboð og virðisgrundarlag, soleiðis at tað saman við føroyskum kann gerast mentanargrundarlag næmingsins. Undirvísingin skal m. a. geva næmingunum førleika í, at samskifta við aðrar teknmálsnýtarar, at samskifta við hoyrandi, sum ikki duga teknmál, og at nýta tulk.

 

Undirvísingin hevur eisini til endamáls at geva tunghoyrdum og hoyrandi næmingum innlit í teknmálsnýtslu. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at leiðbeinandi lesiætlan fyri lærugreinina teknmál verður gjørd.

Undirvísing eftir reglunum í hesi kunngerð verður givin næmingum, sum hava hoyrimiss, at teir hóast nýtslu av hoyritóli/CI implantat ikki eru førir fyri ella hava stórar trupulleikar við at samskifta við onnur við talumáli.

Tunghoyrd, sum hava so lítla hoyrileivd, at tey ikki eru før fyri at ogna sær hugtøk og kunnleika við hoyrnini, hava eisini rætt til undirvísing í og á teknmáli.Tilboð um skeið í teknmáli verður givið hoyrandi næmingum og lærarum í skúlum, har deyvir næmingar ganga.

 

Næmingar, sum skulu hava undirvísing í og á teknmáli, verða tilmeldaðir Sernámsdeplinum. Í samráð við foreldrini og skúlamyndugleikarnar á staðnum ger Sernámsdepilin av, um næmingar skulu fáa undirvísing í og á teknmáli.

 

Sernámsdepilin skal í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum geva foreldrunum ráð og vegleiðing um teir námsfrøðiligu møguleikarnar hjá barninum, og skal í hesum sambandinum vísa á, hvar í landinum bestu undirvísingarmøguleikarnir hjá barninum eru. Tá kunningin sbrt. stk. 1 er givin, gera foreldrini í samráð við Sernámsdepilin og skúlamyndugleikarnar á staðnum av, um næmingurin fer í ein miðsavnaðan skúla fyri deyv, ein vanligan skúla ella skúlan í Sernámsdeplinum.

 

Sernámsdepilin hevur ábyrgdina av at vegleiða og ráðgeva lærarum og leiðslu í námsfrøðiligum spurningum.

 

Sum sæst av kunngerðini framgongur greitt, hvønn rætt deyv og tunghoyrd børn og foreldur teirra hava í føroyska skúlaverkinum, bæði til undirvísing og til ráðgeving. Á heimasíðuni hjá Sernámsdeplinum stendur, at sernámsdepilin skal tryggja, at lógabundnu sernámsfrøðiligu uppgávurnar verða framdar. So eingin ivi er um, hvør skal røkja hesa uppgávu, men um vit leita víðari er ringt at fáa eyga á ítøkiligt, hvat verður gjørt fyri at røkka endamálinum í ásetingunum um teknmálsráðgeving, undirvísing og tulking.

 

Við tí nýggju tøknini, har møguleiki er fyri at innoperera tól, CI implantat, er vandi fyri, at høvi at læra teknmál hjá tunghoyrdum og deyvum, fellur burtur, og kann hetta gerast óbótaligur skaði fyri tey tunghoyrdu/deyvu og familjur teirra.

 

Ein háttur at menna teknmál og teknmálsførleikan hjá fleiri, bæði børnum og vaksnum, eins og starvsfólkum á stovnum, í skúla- og heilsuverkinum, kundi verið at skipa fyri teknmálstulking av  barnaløtunum sum verða sendar í sjónvarpinum.

 

Mentanarsendingarnar og náttúrusendingarnar eiga eisini at verða tulkaðar, hetta er minstakrav í einum framkomnum samfelagi.

 

Hugsi eisini um valið, sum liggur fyri framman, hetta skal tulkast so hvørt, sum sendingarnar verða sendar.

 

Ein annar háttur at styrkja og uppraðfesta tænastuna til okkara deyvu medborgarar hevði verið, at Dagur og Vika sendingarnar vórðu tulkaðar, tá tær vórðu sendar, ella sum minstakrav vórðu tulkaðar til umaftur sendingina kl. 23 á kvøldi. Tað er snøgt sagt ótolandi og fullkomiliga óakseptabult, at hesar tíðindasendingar í onkrum førum ikki síggjast við tulki fyrr enn trý døgn seinni enn upprunasendingin.

 

Á tingfundi 28. september 2007 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 2. november 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1: Í SND eru 3 deyvalærarar, ið eru knýttir at 3 tunghoyrdum næmingum, ið eru integreraðir í fólkaskúlan. Teir hava hoyritól við FM, og lutvíst nýta teir teknmál.

 

Í einum skúla eru 2 næmingar, ið eru tunghoyrdir. Teir nýta ikki teknmál, men bert tekniska útgerð við FM-tøkni.

 

Tvey tunghoyrd smábørn eru í lokalum barnagarði, tey fáa taliundirvísing á staðnum í tøttum samstarvi við Sernámsdepilin.

 

Aftrat eru 3 tali-/hoyrilærarar og 2 audiologopedar knýttir at Sernámsdeplinum.

 

NSR tænastan í Eysturoy hevur 3 talilærarar, ið arbeiða við teimum hoyribrekaðu næmingunum í Eysturoy.

 

Teknmálsskeið og skeið í tekn til talu verða hildin eftir tørvi.

 

Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum hevur ábyrgdina av at veita hoyritól, FM-tøkni  og tænastur í øllum landinum.

 

Ad. 2.: Øll børn, ið verða fødd við hoyribreki, verða tilmeldað Sernámsdepilin, har hoyrikanning og eygleiðing fer fram av fagfólki. Eftir at frágreiðing er gjørd, verður undirvísing skipað við støði í niðurstøðuni, har eisini OyNH-lækni hevur verið við. Hildnir verða regluligir fundir við OyNH-læknan um felags klientar. Ráðgeving verður veitt skúlum, dagstovnum og foreldrum í tann mun, tað er neyðugt.

 

Sernámsdepilin hevur gott samstarv við heilsuverkið og landssjúkrahúsið. 

Ad. 3.: Landsstýrismaðurin heldur seg til tær ásetingar, ið eru ásettar í kunngerð nr. 85 frá 7. mai 2003 um undirvísing í og á teknmáli. Tann útinnandi myndugleikin á økinum verður umsitin av Sernámsdeplinum. Næmingar, sum skulu hava undirvísing í og á teknmáli, verða tilmeldaðir Sernámsdeplinum. Í samráð við foreldrini og skúlamyndugleikarnar á staðnum ger Sernámsdepilin av, um næmingar skulu fáa undirvísing í og á teknmáli.

Sernámsdepilin skal í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum geva foreldrunum ráð og vegleiðing um teir námsfrøðiligu møguleikarnar hjá barninum og skal í hesum sambandi vísa á, hvar í landinum bestu undirvísingarmøguleikarnir hjá barninum eru.

Tá ið foreldrini eru kunnað, gera foreldrini í samráð við Sernámsdepilin og skúlamyndugleikarnar á staðnum av, um næmingurin fer í ein miðsavnaðan skúla fyri deyv, ein vanligan skúla ella skúlan í Sernámsdeplinum.

Næmingar, ið skulu hava undirvísing í og á teknmáli og fara í tann miðsavnaða skúlan, verða innskrivaðir í ein deyvaflokk, sum er partur av einum vanligum flokki og er formliga undir ábyrgd skúlaleiðarans.

Tilboð um skeið í teknmáli verða givin hoyrandi næmingum og lærarum í skúlum, har deyvir næmingar ganga. 

Ad. 4.: Sernámsdepilin letur deyvalærararnar mennast við luttøku á teknmálsskeiðum og ráðstevnum uttanlands, har deyvapedagogik, teknisk- og pedagogisk audiologi verða umrødd. Eisini hava deyvalærarar og tali-/hoyrilærarar luttikið á skeiðum um børn, ið hava fingið CI, cochlea implant.

 

Eitt aðalmál hjá Sernámsdeplinum er at hava dagførdan førleika á tali- hoyriøkinum sum heild.

 

Ad. 5.: Tað er torført hjá mær at siga nágreiniliga, hvussu stórur tørvurin er á tulkatænastu í Føroyum, men eg kann fyri mítt øki upplýsa, at tað er eingin næmingur í fólkaskúlaaldri í løtuni, sum burturav er deyvur, men sum longu upplýst, eru nøkur tunghoyrd børn.

 

Málið avgreitt.