S-21 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi trygdarvišurskiftunum į samferšsluųkinum  

Įr 2007, mikudagin 26. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hergeir Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Eru portalarnir ķ Ųravķkar-Hovs tunlinum partar av samlašu verkętlanini?
  2. Er taš rętt, at arbeišstakarin ķ juni 2006 bošaši frį, at noršari portalurin var ov stuttur og ikki kom at lśka neyšugu trygdarkrųvini?
  3. Hvųr hevur įbyrgdina av, at hetta mistakiš er hent?
  4. Er hesin parturin av tunnilsgeršini skeklašur burtur śr samlašu verkętlanini, nś arbeišstakarin er farin av arbeišsplįssinum?
  5. Hvųrji fordųmi hava vit um verkętlanir, har trygdin veršur sett til viks?
  6. Hvussu sampakkar taš viš null–hugsjónina at lata hųvušssamferšsluęšrina ķ Sušuroynni upp undir ivasomum trygdartreytum?
  7. Hvat kemur taš at kosta at taka arbeišiš uppaftur?
  8. Veršur arbeišiš bošiš śt?
  9. Hvussu langa tķš kemur taš at taka?
  10. Nęr veršur taš gjųrt
  11. Nęr er hugsandi, at vit fįa skipaši samferšsluvišurskifti į trż įra gomlu ferjuleguni į Krambatanga

 

Višmerkingar

Vega- og tunnilssambandiš millum Ųravķk og Hov er nś komiš įvegis, og tunnilin letur upp fyrsta dagin, men taš liggur į ljóši, at hetta er  bara fyribils. 

 

Fyri fyrstu ferš nakrantķš veršur ein hųvušsferšsluęšr latin upp įšrenn val og av trygdarorsųkum latin aftur eftir vališ.

 

Stutt hašani liggur Krambatangi į trišja įri sum eitt skśladųmi um, hvussu lķtiš landsstżriš viršir tygdarvišurskiftini hjį teimum feršandi.

 

Ein sannur hurlivasi av loynistķggjum, betongstabbum, snórum og endurskynum mynda eina ųrgrynnu av villleišandi mųguleikum fyri, at bilar og fólk kollrenna hvųrtannaš, hvųrja ferš tey vitja hetta 10.000 fermetra stóra ųki.

 

Skal nęsta almenna verkętlanin gerast annar rušulleikin, har grundašur ivi er reistur trygdini višvķkjandi.

 

Arbeišstakari er ĶSTAK, sum tann 12. juli 2005 fekk Hovstunnilin at gera fyri 127 mió. kr.   

 

Arbeišiš skuldi eftir tķšarętlanini verša lišugt į sumri 2007, og bruttokostnašurin er nś 150 mió. kr. Tunnilin er 2.435 m langur og 10 m breišur.

 

Men – nś summariš er fariš, tunnilsarbeišiš er gingiš bęši betur og skjótari enn vęntaš, er framvegis eingin tunnil latin upp.

 

Umframt tunnilin er į Ųravķkarleišini gjųrdur 2.740 metrar av 7 m breišum vegi, og vegirnir til tunnilin eru asfalterašir og strķpašir. Bilverjan er lišug, og portalarnir stoyptir, og ķ leikmansins eygum sęst alt at vera sera vęl frįgingiš

 

Tķanverri er tann noršari portalurin alt ov stuttur, og vandi er fyri omanlopi ķ hesi spildurnżggju verkętlanini.

 

Taš fręttist, at Ķstak fyri 14 mįnašum sķšan bošaši frį, at vandi var į ferš, tķ at hesin noršari portalurin var ov stuttur, og at taš var bęši skjótt, gott, og bķligt at gera hann longri og tryggari beinanvegin, mešan arbeitt var į stašnum.

 

Hesum varš ikki lurtaš eftir, og nś tunnilin er lišugur, standa vit viš eini marglętisverkętlan, sum mųguliga er vandamikil at brśka.

 

Spurningurin er, um taš so er ętlanin at steingja tunnilin eftir vališ, gera nżggjan portal, grava ein spildurnżggjan veg uppaftur, leggja kįplar av nżggjum o.a.m.

 

Kann taš so roknast viš, at stongt veršur fyri allari feršslu ķ fleiri mįnašir, og ųll feršslan lųgd nišan ķ fjųllini, har landsstżrismašurin ķ įravķs leitaši eftir hesum sama tunli.

 

Og er hędd tikin fyri jįttan til endamįliš į fķggjarlógini 2008 til at gera ein lidnan tunnil, sum lęt upp ķ 2007, lidnan eina ferš afturat ķ 2008.

 

Į tingfundi 27. september 2007 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svarašur, tķ at lųgtingsval varš śtskrivaš tann 6. desember 2007 til at verša tann 19. januar 2008.