S-20 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðir í føroyska sjúkrahúsverkinum  

Ár 2007, týsdagin 25. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá bíðitíðunum at sleppa til viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum, og hvussu hesar bíðitíðir eru, samanbornar við bíðitíðir í hinum Norðurlondunum?
  2. Kann landsstýrismaðurin útgreina bíðitíðirnar fyri høvuðsøkini, tvs. skurðviðgerðir/viðgerðir á heiliráðdeild og viðgerðir á psyk. deild og innan høvuðsøkir á hesum deildum?
    Hugsað verður t.d. um bíðitíðir til metingar og viðgerðir fyri

·        ryggsjúkur

·        liðsjúkur

·        hjarta/æðrasjúkur

·        fyribyrgjandi sjúkur so sum mammaplastik og sterilisering

·        sukursjúkuambulatorium

·        krabbameinssjúkur

·        brokk og aðrar magatarmsjúkur

·        gallsjúkur

·        prostatasjúkur

·        æðraknútar, og

·        barnloysi

 

Hugsað verður um tíðina, frá at sjúklingurin verður ávístur til metingar/viðgerð frá kommunulæknanum, til hann verður móttikin á deild ella hjá serlækna, og evt. viðgerð byrjar.

 

Viðmerkingar:

Kjak um støðið í heilsuverkinum er javnan, ikki bara heima hjá okkum, men í flestu londum, vit samanbera okkum við. Millum nógv onnur "málitól", ið nýtt verða at meta um støðið, eru bíðitíðirnar, og her kann nevnast, at nøkur av grannalondum okkara veita borgarum sínum trygd fyri einari minimalari bíðitíð til sjúkrahúsvið­gerðir.

 

Ein alstórur partur av játtanini á fíggjarlógini fer til heilsuverkið. Men støddin av játtanini einsamøll sigur ikki allan sannleikan um støðuna. Heima hjá okkum hevur nógv verið frammi um, at tann játtanarøking, sum hevur verið farnu árini, í ov stóran mun er farin til ein yvirbygnað, hvørs virði ikki nóg væl sæst aftur í úrslitum hjá vanliga sjúklinginum.

 

Mær vitandi eru ongar samanlíknandi metingar viðvíkjandi bíðitíð gjørdar við grannalond okkara, veit meg ikki alment hava sæð stórvegis uppgerðir um bíðitíðir í heila tikið. Tó fingu vit, sum svar upp á fyrispurning frá undirritaða til landsstýris­mannin á økinum, eina frágreiðing um støðuna tá - hetta var í 2003. Ein dagsaktuell uppgerð kundi givið okkum eitt grundarlag fyri einum betri kjaki um støðuna innan sjúkrahúsverkið og heilsuverkið sum heild og hevði víst okkum, um og hvussu støðan er broytt síðani uppgerðina í 2003.

Á tingfundi 26. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.