S-19 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi millumbylgjusendaranum 

Ár 2007, fríggjadagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingslógini (153/2005) um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpsnetið, og her verður serliga hugsað um millumbylgjusendaran, sum verður umrøddur í § 1., stk. 1, nr. 2, sum varð samtykt (25-1-1) við hesi herðaðu orðing: ”…… verður aftaná orðið ”millumbylgjusendaran” sett orðini ”til ein nýggjan 200 KW sendara?

 

  1. Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki hevur avgreitt málið samsvarandi lógini, nú næstan tvey ár eru farin, síðani lógin varð samtykt á tingi?

 

  1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at avgreiða málið samsvarandi Løgtingsins - at kalla - einmælta vilja?

 

  1. Kann orsøkin til seinkingina vera, at landsstýrismaðurin ikki er samdur við lóggevandi valdið um íløguna í ein nýggjan millumbylgjusendara, og tískil hevur steðgað málinum?

 

  1. Hví valdi landsstýrismaðurin at senda Løgtingsins fíggjarnevnd eitt skjal, hin 13. juni 2007, har ið hann heitir á hesa um at játta pening til keyp av einum 50 KW millumbylgjusendara til støðina í Akrabergi, eitt ynski, sum gongur beint ímóti tilvitaða valinum hjá lóggevandi valdinum hin 15. desember 2005 um ein nýggjan 200 KW sendara til støðina har suðuri?

 

  1. Eftir at fíggjarnevnd Løgtingsins hevur svarað landsstýrismanninum í brævi dagfest hin 22. juni 2007, og greitt tilskilað, at hesin við umbønini gongur beint ímóti lógini um sama mál, hvat hevur landsstýrismaðurin tikið sær fyri í málinum síðani?

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fram broytingaruppskot til lógina fyri at royna viljan hjá útinnandi valdinum - landsstýrinum – soleiðis, sum hann greitt kemur til sjóndar í skrivinum frá Mentamálaráðnum til fíggjarnevndina hin 13. juni 2007?

 

  1. Hvaðani heldur landsstýrismaðurin seg hava samráðingarmandatið til ein 50 KW-sendara, tá ið tingið hevur samtykt nakað heilt annað, nevniliga at sendarin skal kunna senda við mest loyvdu megi, sum er 200 KW?

 

  1. Nú málið tykist vera uppsteðgað í Mentamálaráðnum av ókendum orsøkum hjá øllum uttan landsstýrismanninum og hansara umsiting, kann tað so hugsast, at grundin er hon, at landsstýrismaðurin ivast í viljanum hjá lóggevandi valdinum at játta pening til sínar egnu samtyktir og lógásetingar?

 

  1. Nær skulu føroyskir fiskimenn, útróðrarmenn og tey, sum hava møguleika fyri at hoyra føroyska útvarpið á millumbylgju uttanlands, og eisini miðskeiðis í landinum, har ið FM-netið hjá útvarpinum ikki røkkur, rokna við, at hoyrilíkindini aftur vera stabiliserað við einum nýggjum sendara, nú verandi sendari sløknar í tíð og ótíð, og sambært øllum sólarmerkjum hevur livað seg sjálvan av ?

 

  1. Í áravís eru játtaðar umleið 4 milliónir krónur um árið á Løgtingsins fíggjarlóg til at halda og reka kringvarpssendistøðirnar í landinum. Nú, tá ið alt kervið eftir øllum at døma er niðurslitið, bæði í FM- og MB-høpi, hvat er hesin peningur tá nýttur til, og hvør hevur umsitið hann, og ber til at fáa eitt greinað yvirlit yvir, hvussu hendan játtan er brúkt ár fyri ár ?

 

Viðmerkingar:

Eftir ótaldar uppringingar av feltinum, prát við fiskimenn og útróðrarmenn, sum hava verið heima millum túrarnar, og prei frá fólki, sum dag og dagliga aka í FM-blindvinklunum hjá Útvarpinum, setir undirritaði landsstýrismanninum í mentamálum spurningarnar, ið nevndir eru omanfyri.

 

Tað var ein stórhending, táið tað eydnaðist føroyskum myndugleikum at vinna rættin at senda við styrkini 200 KW á millumbylgju 531 kHz. Uppaftur størri var dagurin, tá ið gamli Marconi sendarin á 5 kilowatt, sum hevði sent regluliga síðani 6. februar 1957, varð avloystur av nýggjum 200 KW sendara í Akrabergi, og Útvarpið kundi hoyrast um tað mesta av Norðurhøvum. Hetta hendi um jóansøkuleitið í 1990. Átakið varð hildið at hava somikið stóran týdning fyri tjóðina, at Danmarkar drotning var boðin við til hátíðarhaldið á støðini, táið sendarin varpaði fyrstu bylgjurnar út í loftrúmið.

 

Síðani hevur hesin sendarin havt stóran týdning fyri føroyingar - á sjógvi og landi. Støðin, sum sendir á frekvensinum, er almenn public service rás við lógásettum rætti til lisensgjald frá móttakarunum, fólki, húsarhaldum og skipum, harvið hevur hon sjálvsagt skyldu at senda soleiðis, at ljóðkvaliteturin er nøktandi. At føroyingar í grannalondum okkara hava havt møguleikan fyri at hoyra føroyska útvarpið hesi árini er bara ein eyka fyrimunur. Hartil má sendarin metast at vera partur av tilbúgvingarskipanini, táið neyðsynjarboð skulu varpast borgarum landsins, líkamikið hvar teir eru staddir í føroyskum øki.

 

Fyri góðum tveimum árum síðani byrjaðu ellisbrek at skerja virksemið hjá sendistøðini í Akrabergi. Í eitt longri tíðarskeið á vári 2005 sendi hann als ikki[1]. Hetta er øllum kunnugt. Í tí viðfanginum sendi spyrjarin eitt bræv til landsstýrismálanevndina[2], har kært varð um ringa standin. Nevndin sigur í sínum svari[3], at hon onki heldur seg kunna gera við málið, men staðfestir tó, at tað hevur skund at fáa loyst trupulleikarnar. Annað samskifti í hesum tíðarskeiði er eitt skjal[4] frá Vinnumálaráðnum til løgmann og eitt skjal[5] frá nevndarskrivaranum til landsstýrismálanevndina, um eina eykajáttan frá september mánaði 2003, har ið kr. 600.000,- eru játtaðar Føroya Tele til keyp av nýggjum sendirøri.

 

Nakað eftir hetta fekst sendarin í gongd aftur, og í rúma tíð hoyrdist lítið og onki um hesi viðurskifti. 7. oktober 2005 leggur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fram verklagslóg[6] um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið í Føroyum. Eftir fyrstu viðgerð varð málið beint í vinnunevndina. Har var skjótt semja um, at tikið fór ikki at vera undir við landsstýrismanninum, sum í viðmerkingunum sigur: ”Skotið verður upp at keypa ein nýggjan 25 KW sendara fyri umleið 1,6 mió. kr. íroknað uppseting……..” Nevndin helt fast um upprunaliga konseptið á 200 KW og skrivar í broytingaruppskotinum til lógartekstin, sum seinri varð samtykt við (25-1-1) soleiðsni: ”Í § 1, stk. 1, nr. 2, sum hereftir verður nr. 1, verður aftaná orðið ”millumbylgjusendaran” sett inn orðini ”til ein nýggjan 200 KW sendara.” Harvið er ongin ivingur um vilja Løgtingsins í málinum. Lógarteksturin er púra greiður. Har er enntá gjørd ein tilvitað broyting frá 25 KW til 200 KW. Harvið átti ongin í útinnandi valdinum at ivast í síni samráðingarkompetansu, - tíansheldur sínum forhandlingsmandati.

 

Málið er sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum endaliga avgreitt frá tinginum 15. desember 2005.

 

Um árskiftið 2005/2006 verður útvarps- og sjónvarpssendinetið flutt úr Vinnumálaráðnum undir málsræðið hjá Mentamálaráðnum. Friður valdar, millumbylgjusendarin larrar víðari við nýggjum sendirøri, og fólk hava eftirhondini vant seg við, at Lindin og Rás 2 hoyrast, har ið public service rásin Útvarpið ikki hoyrist, eitt nú á teininum heilt frá Oyrareingjum og norður ígjøgnum alt Sundalagið. Í grundini hoyra eysturoyingar og norðoyingar t.d., sum hava verið ørindaferð í Havn, ikki útvarpið aftur fyrrenn undir Valaknúkum á FM-sendinetinum. Tá kann millumbylgjan vera til ugga og hjálpar, um hon annars er tøk.

 

Í spenningi bíða fiskimenn, útróðrarmenn og føroyingar annars eftir, hvussu landsstýrismaðurin í mentamálum fer at praktisera verklagslógina, sum Bjarni Djurholm fekk samtykta, m.a. við tí broytingini, at tingið heldur rimmarfast um, at nýggi sendarin í Akrabergi skal hava somu stødd sum hin gamli frá 1990, nevniliga 200 KW.

 

Í hálvtannað ár hendir at kalla onki. Ikki alment í hvussu er. Onki uttan tann sama proceduran har 4 milliónir krónur spola út úr landskassanum um árið til hald og røkt av kringvarpssendinetinum.

 

Á sumri í 2007 hendir tó nakað. Mentamálaráðið sendir eitt skjal til fíggjarnevnd Løgtingsins[7], har landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og aðalstjórin, Petur Petersen, heita á nevndina um játtan til ein annleggskostnað á íalt kr. 6,3 mió. krónur fyri ein 50 KW sendara til støðina í Akrabergi. Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur givið sítt vælsignilsi til, at málið endar í fíggjarnevndini, sum eitt sokallað fíggjarnevndarskjal. Og sambært skjalinum hevur málið skund, 50 KW-sendarin skal bíleggjast beinanvegin, partur av kostnaðinum skal rindast í forhond, tí roynir Mentamálaráðið at boyggja fíggjarnevndina, nú meðan tingið er í summarfrí. Argumentasjónin, advokateringin og ræðumyndirnar um verandi støðu í øllum sendinetinum, og ikki minst svartskygnið viðvíkjandi millumbylgjusendaranum, er helst ætlað sum ein miðvís roynd at taka fíggjarnevndina á bóli, skilst. Tað eru helst mong, sum hartil kundu hugsað sær at fingið at vita, hvaðani landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, heldur seg hava samráðingarmandatið frá, um eina 50 KW-loysn, tá ið nú lóggevandi parlamentið, sum hann ikki er annað enn amboð hjá, hevur givið honum greið boð um, at sendarin framhaldandi skal senda við styrkini 200 KW.

 

Fíggjarnevndin hevur tó skilt málið, og svarið[8] vísir greitt, at nevndin hevur gjøgnumskoðað kvettið, sum Mentamálaráðið ætlaði at gera mótvegis løgtingslógini 153/2005. Nevndin sigur í svarinum, sum Magni Laksáfoss hevur fingið avrit av, at hon ikki metir seg at kunna taka undir við umsóknini, tá ið hendan ikki er samsvarandi løgtingslógini nr. 153/2005. Framhaldandi siga tey, ið manna nevndina, at ynskir landsstýrismaðurin at fáa umsóknina viðgjørda, eigur hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um broyting í løgtingslóg nr. 153/2005.

 

Tríggir mánaðir eru gingnir, síðani Mentamálaráðið fekk hetta svarið frá fíggjarnevndini. Almenningurin og tey, sum sita í politisku skipanini hava hvørki hoyrt orð ella eið um málið, eftir at nevndin skveraði málið frá sær, helst tí at hon ikki ætlaði sær ella unnaðist við at legitimera eitt lógarbrot, sum hendan royndin hjá Jógvani á Lakjuni í grundini má metast at vera.

 

Hóast landsins landkrabbar í stóran mun liva eitt sorgleyst lív, líkamikið hvussu standurin er uppi í antennumastrini suðuri í Akrabergi, so er hetta ikki líkamikið fyri teir, sum fáa sína úrtøku og dagliga breyð úti á miðunum. Ein, sum læt frætta frá sær nú ein dagin, segði, at MB-sendarin slóknaði tríggjar ferðir seinasta ísfiskatúr, og tá er man sleptur upp á fjall, um ein framvegis heldur, at Útvarpið er samleikasentralurin í landinum. Mentanarfjallið, ið skal stimbra og menna anda og sál fólksins.

 

Spennandi verður at frætta, hvat landsstýrismaðurin ætlar hálvtriðja ár eftir, at trupulleikin av álvara tók seg upp, sløk tvey ár eftir, at verklagslógin var samtykt á tingi, og eftir at hann hevur spolað 4 milliónir krónur úr landskassanum árliga - til hald og røkt av sendineti landsins.

 

[1]  Tíðindastubbar í Útvarpinum í mars mánaði 2005

[2]  Bræv til landsstýrismálanevndina um millumbylgjusendaran dagfest 16.03.2005

[3]  Bræv frá landsstýrismálanevndini um millumbylgjusendaran dagfest 05.04.2005

[4]  Upprit frá Vinnumálaráðnum til løgmann dagfest 16.03.2005

[5]  Skjal, um eykajáttan frá sept. 2003, frá nevndarskrivaranum til landsstýrismálanevndina dagfest 18.03.2005

[6]  Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið. Lagt fram 07.10.2005

[7]  Bræv frá Mentamálaráðnum til fíggjarnevnd Løgtingsins, 13. juni 2007, skrá: 70-53200/3, mál: 060509-/41.

[8]  Bræv frá fíggjarnevndini til Jógvan á Lakjuni. Dagfest 22.06.2007. J. Nr. 7.01 – 20070002.

 

Á tingfundi 25. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.