S-18 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyska gjaldsjavnanum mótvegis útlandinum  

Ár 2007, fríggjadagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørja meting hevur landsstýrismaðurin av gongdini á føroyska gjaldsjavnanum seinastu 10 árini, og hvussu metir hann avleiðingarnar fyri føroyska búskapin av hesi gongd?

 

  1. Hvussu verður gjaldsjavnin mettur, og hava vit yvirhøvur eina álítandi uppgerð av gjaldsjavnanum?

 

  1. Hvør er orsøkin til, at ongin tjóðarroknskapur er gjørdur síðani 2003?

 

  1. Hvør er orsøkin til, at hagtølini fyri ogn og skuld ikki eru tøk seinastu 3 árini?

 

  1. Hvat eigur tá at gerast til tess at fáa álítandi tøl og tíðarhóskandi uppgerðir? 

 

Viðmerkingar

Støðan í føroyska búskapinum broytist ómetaliga skjótt. Hóast tosað verður um “at tálma sveiggjum” í búskapinum, so tykist tað øvuta at vera reglan í føroyskum búskaparpolitikki.

 

Eitt av teimum amboðum, ið kunnu siga nakað um gongdina í búskapinum mótvegis umheiminum, er gjaldsjavnauppgerðin. T.e., hvussu nógv gjalda vit út úr landinum, og hvussu nógv kemur inn, tá ikki bara vanligur handil er íroknaður, men allar kapitalflytingar og – bindingar yvirhøvur hjá bæði almennum og privatum.

 

Landsstýrismaðurin hevur sjálvur víst á, at stóru avlopini á gjaldsjavnanum seinnu árini, nú eru vend til antin null ella til hall.

 

Men yvirhøvur tykist stór óvissa at valda um uppgerðina av gjaldsjavnanum. Og mangt bendir á, at vit hava als ikki neyðugu hagtølini og amboðini til tess at gera eina álítandi uppgerð. 

 

Tí verður spurt, hvørjar metingar landsstýrismaðurin hevur, hvat tær eru bygdar á, og hvat eigur at gerast til tess at fáa álítandi tøl til vega.

 

Á tingfundi 25. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.