S-17 Fyrispurningur til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini  

Ár 2007, fríggjadagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg eru farin í sjálvbodna, solventa likvidasjón frá 1. januar 2004 til 1. januar 2007, og síðani 1. januar 2007?

 

  1. Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg eru í somu tíðarskeiðum stovnað av nýggjum við somu endamálum?

 

  1. Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg hava niðurskrivað partapeningin í somu tíðarskeiðum?

 

  1. Hvussu stórar upphæddir eru farnar úr feløgunum, og hvussu nógv ávirkar hetta inntøkur landskassans í mun til, um goldið varð út sum vinningsbýti eftir galdandi kapitalvinningsskattalóg?

 

  1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakað – og fer hann at gera nakað – til tess at kanna hesi mál og at tippa møgulig hol í lógini?

 

Viðmerkingar

Í bløðunum hava í ár verið fleiri dømi um sjálvbodnar, solventar likvidasjónir av smápartafeløgum og partafeløgum.

 

Samstundis eru dømi um, at nýtt felag verður stovnað við sama navni við fráboðan í sama blaði.

 

At feløg, ið ikki eru insolvent – altso feløg við virðum –  velja at fara í sjálvbodna likvidasjón, kann hava skattatekniskar orsøkir. Talan kann vera um ótilætlað hol í kapitalvinningsskattalógini. Sama er at siga, um feløg niðurskriva partapeningin.

 

Somuleiðis kann hetta ávirka kapitalstøðuna í ymsu vinnunum sum heild.

 

Undanfarni landsstýrismaður er tvær ferðir spurdur um sama mál. Men enn hevur onki greitt svar ella nakar vilji til at kanna og tippa ótilætlaðar avleiðingar av kapitalvinningsskattalógini.

 

Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin hevur gjørt – ella fer at gera – kanningar og metingar um møgulig hol í kapitalvinningsskattalógini, sum mugu tippast beinanveg, um ikki landskassin skal missa stórar upphæddir.

 

Á tingfundi 25. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.