S-16 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi vegagerš gjųgnum Leirvķk  

Įr 2007, frķggjadagin 21. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra P. Hųjgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. P/F Noršoyartunnilin hevur fingiš eitt fyribils ķbindingarloyvi ķ kommunala vegin ķ Leirvķk galdandi til 31. desember 2007. Hvussu veršur stųšan višvķkjandi feršsluni gjųgnum Leirvķk eftir hendan dag?

 

  1. Hvat hendir, um kommunan sżtir fyri at leingja ķbindingarloyviš?

 

  1. Fer landstżrismašurin at taka nųkur stig til tess at loysa naggatódnina, nś bert trišingurin er eftir av įrinum og valskeišnum, og einki śtlit er fyri eini loysn?

 

  1. Kunnu landsmyndugleikarnir viš lógini ķ hond ognartaka frį kommunalu myndugleikunum til almenn endamįl, um kommunan sżtir fyri at selja?

 

  1. Metir Bjarni Djurholm landstżrismašur, at mįliš višvķkjandi vegafųringini gjųgnum Leirvķk er endaliga avgreitt viš tķ lógaruppskotiš, sum hann legši fyri Lųgtingiš og fekk samtykt?

 

Višmerkingar

Į heimasķšuni hjį Leirvķkar kommunu veršur vķst į, at kommunan hevur giviš eitt tķšaravmarkaš loyvi at binda ķ kommunala vegin. Hvat kann henda eftir, at freistin er farin, kann ein bert gita sęr til, men sum valdur lųgtingsmašur, kann eg ikki sita og bķša, til dagurin er komin. Vit mugu fįa eina skrivliga stųšufrįgreišing, og vit mega finna eina loysn į mįlinum, sum allir partar kunnu liva viš, įšrenn tķšarfreistin er runnin.

 

Lųgtingiš hevur eftir uppskoti frį Bjarna Djurholm, landstżrismanni, samtykt, at vegageršin skal gerast nišri ķ bygdini viš havnarlagiš. 18 milliónir vóršu avsettar į fķggjarlógini ķ įr til at byrja arbeišiš, men til munnligan fyrispurning frį spyrjaranum bleiv upplżst, at meginparturin av hesum peningi veršur nżttur til onnur arbeiši, sostatt hendir einki ķ Leirvķk nęrmastu framtķš.

 

Sķšan verkętlanin Noršoyatunnilin varš samtykt, eru nógvir leikir leiktir, men enn stendur ein hųvušspurningur eftir, nevniliga vegageršin ķ Leirvķk. Taš bleiv lovaš leirvķkingum, at feršslan og vegaloysnin gjųgnum bygdina skuldi gerast ķ samrįš viš kommunala myndugleikan.

 

Tann loysnin, sum nś fyriliggur, metir meirilutin ķ bygdarįšnum. at vera tann vįnaligasta, tey ynskja ein veg oman fyri bygdina Uppi į Brekkum.

 

Trupult er at taka dagar ķmillum, hvat er ręttasta loysnin. Fjaršabśgvar frųšast um  vegageršina oman fyri bygdirnar į vestara arminum į Skįlafjųršinum, tķ hetta var besta loysnin fyri at fįa feršsluna śt um bygt ųki. Ętlanin er somuleišis at loysa feršslutrupulleikan į eystara armi į fjųršinum viš at fįa feršsluna nišan um bygt ųki śr Runavķk inn į Skipaneskrossin.

 

Nógvar loysnir hava veriš frammi višvķkjandi feršsluni gjųgnum Leirvķk, eitt nś tunnil undir bygdini, vegur nišarlaga ķ bygdini viš loka-rennu, sųkkitunli og vegafųring oman fyri bygdina o. s. v.

 

Tann loysnin, sum Lųgtingiš samtykti, veršur ikki góštikin av meirilutanum ķ Leirvķkar bygdarrįš, og veršur av fleiri mett at vera tann vįnaligasta. Tķmaglasiš er viš at renna śt, og nś taš sansar at, er avgerandi spurningurin, um ein loysn kann finnast, sum meirilutin av bygdarrįšnum og leirvķkingum kann liva viš. Samgongan tók ikki undir viš loka-rennu loysnini, tķ hetta var ov kostnašarmikiš.

 

Stųrsta verkętlanin ķ Fųroya sųgu, iš annars er sera vęleydna, sį dagsins ljós ķ 2002. Noršoyatunnilin knżtir Noršoyggjar saman viš restina av meginųkinum og er ein lķvsęšr, iš ikki mį ella kann slitna, uttan at taš fęr įlvarsamar fylgjur. Sami flokkur og landsstżrismašur hevur havt mįlsųkiš hesi seks įrini og hevur harviš hųvušsįbyrgdina. Taš kann ikki vera nųktandi fyri landsstżrismannin at leggja frį sęr eftir įrskiftiš, og taš einasta, sum sęst eftir, eru nakrar bungur ķ kommunala vegnum, eins og onnur feršsluforšandi tiltųk eru framd.

Į tingfundi 25. september 2007 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svarašur, tķ at lųgtingsval varš śtskrivaš tann 6. desember 2007 til at verša tann 19. januar 2008.