S-15 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi leiðbeining um vard størv  

Ár 2007, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Hvør er orsøkin til, at fyritíðarpensjónistar, sambært leiðbeining um vard størv,  ikki eru javntsettir við onnur, hetta eina mest tá tað snýr seg lønarendurgjald til arbeiðsgevaran?
 

2.      Kann landsstýrismaðurin greiða frá heimildini fyri leiðbeiningini um vard størv, og hvat heimildin byggir á?
 

3.      Ætlar landsstýrismaðurin at javntseta fyritíðarpensjónistar við onnur, tá tað snýr seg um møguligt arbeiðsgevaraendurgjald í mun til vard størv?

 

Viðmerkingar

Vit hava hoyrt fyritíðarpensjónistarnar siga tað, og vit hava hoyrt tey, sum royna at fáa fyritíðarpensjónistarnar, siga tað, og nú hoyra vit eisini tey frá Granskingardeplinum siga tað. Nevniliga, at tað er so trupult at finna fyritíðarpensjónistum pláss úti á arbeiðsmarknaðinum, og at tað er ein viðvirkandi orsøk til, at hesin bólkur í nógvum førum hevur lægri og verri lívsvirði enn onnur í samfelagnum.

 

Orsøkirnar til, at tað ikki er so lætt at fáa fyritíðarpensjónistar út á arbeiðsmarknaðin, t.d. í vard størv, eru helst fleiri. Tað er ikki siðvenja, hvørki á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, at bjóða hesum bólki størv. Ávísar kommunur hava roynt at ganga á odda í so máta, men  hava hvørki landið ella privati arbeiðsmarknaðurin víst sama hugburð. Løgtingið hevur annars samtykt yvirlýsingar og áheitanir á almennar og privatar arbeiðsgevarar um at gera arbeiðsmarknaðin meira rúmligan. Men enn er tað heldur undantakið enn reglan, at fólk við skerdum førleika eru at finna á arbeiðsmarknaðinum.

 

Spyr tú tey, sum dagliga arbeiða við at fáa m.a. fyritíðarpensjónistar út á arbeiðsmarknaðin, fært tú at vita, at júst fyritíðarpensjónistar eru verri fyri í so máta enn onnur, ið royna at koma í vard størv. Og er tað ein leiðbeining, sum táverandi landsstýrismaður orðaði í 2002, ið tey kenna sum størstu forðingina. Leiðbeiningin sigur, at endurgjaldið, sum arbeiðsgevarin skal fáa endurrindað frá Almannastovuni fyri ta løn, sum hann rindar tí, ið er í varda starvinum, skal vera lægri fyri fyritíðarpensjónistar enn onnur. Hetta hevur ta avleiðing, at arbeiðsgevarin er minni áhugaður fyri at taka fyritíðarpensjónistar í vard størv enn onnur. Tí verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann hevur ætlanir um at javntseta fyritíðarpensjónistar við onnur, tá tað um arbeiðsgevaraendurgjald fyri vard størv  ræður.

 

Í § 18a í forsorgarlógini um vard størv, sum kom í gildi 1. januar 1998, stendur, at lønarískoyti til vardu størvini kann veitast. Tó sæst ongastaðni at vera útgreinað, at landsstýrismaðurin kann gera mun á, hvussu nógv arbeiðsgevarin fær í lønarískoyti, alt eftir um talan er um fyritíðarpensjónistar ella onnur. Tí verður eisini spurt um tað.

Á tingfundi 21. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.