S-13 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi oljudálkingum 

Ár 2007, týsdagin 18. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá John Johannessen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka, fyri at steðga áhaldandi oljudálkingunum í føroyskum havnum og firðum?

 

  1. Er landsstýrismaðurin nøgdur við lógarverkið viðvíkjandi oljudálkingum? Um ikki, hvørjar dagføringar heldur hann so vera neyðugar?

 

  1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at virka fyri eini nullloysn á hesum øki, har vit seta okkum fyri, at oljudálkingar als ikki skulu koma fyri í Føroyum? Og hvussu heldur landsstýrismaðurin, at slík loysn kann røkkast?

 

  1. Heldur landsstýrismaðurin núverandi revsitiltøk fyri oljudálking vera á hædd við tey hjá øðrum sjóvinnutjóðum, ið vit samanbera okkum við?

 

  1. Hvørji revsitiltøk heldur landsstýrismaðurin vera rímilig at seta í verk ímóti teimum, ið av ósketni og berum gáloysni dálka føroyskar havnir og firðir við olju?

 

  1. Er landsstýrismaðurin kunnigur um, at mál um oljudálkingar hava ilt við at verða avgreidd hjá Fútanum, og hvat ætlar landsstýrismaðurin sær at gera við hetta?

 

Viðmerkingar

Oljudálkingar eru vorðnar ein alt ov vanligur trupulleiki í Føroyum. Og tíverri tykist politiska huglagið hesum viðvíkjandi ikki vera frægari enn at yppa øksl, suffa og siga “aftur nú”.

 

Hetta er ein álvarsamur trupulleiki fyri føroyska samfelagið, og enn meira fyri umhvørvið. Somuleiðis er atgerðarloysið á hesum øki beinleiðis í andsøgn til aðalmálið í Visjón 2015 um, at “umhvørvið skal vera frítt fyri mannelvdari dálking og náttúruinntrivum, sum kunnu hótta heilsu menniskjanna og fjølbroytni og vakurleika náttúrunnar”.

 

Oljudálkingarnar henda kring alt landið, men tó í mestan mun her í havnini í høvuðsstaðnum, har mesta skipaferðslan er, og har ein skipasmiðja er løgd mitt inni í býnum. Sambært Sosialinum hálvan september í ár hava tað verið 62 staðfestar oljudálkingar á Havnarvág síðani 2001. Í 24 førum eru dálkingarnar á Havnarvág meldaðar til Fútan, men sambært kommununi eru bert 7 av málunum avgreidd. Í tveimum førum varð bót givin fyri dálkingina. Onnur bótin var 500 krónur og hin 3.500 krónur. Sostatt eru tað tilsamans útskrivaðar bøtur upp á 4.000 krónur fyri 62 staðfestar oljudálkingar.

 

Tað ber sostatt við vissu til at staðfesta, at tað so at siga ongar rættarligar avleiðingar fær, um tú svínar eina heila vág ella ein heilan fjørð til við túsundtals litrum av olju. Hetta tykist løgið, nú alsamt størri dentur verður lagdur á eitt reint umhvørvi. Tískil ber til at taka undir við forkvinnuni í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, Elini Lindenskov, tá hon vísir á, at tað ikki kann vera rætt, at vit skriva so lágar bøtur út, meðan vit vita um, at onnur lond skriva risa bøtur út og enntá nokta skipum, ið dálka, atgongd til teirra havnir.

 

Tað er vert at leggja til merkis, at tað sambært somu tíðindagrein eru 20 ár síðani seinastu oljudálkingina í Reykjavíkar Havn. Afturímóti eru tær 62 ojudálkingarnar í Tórshavnar Havn síðani 2001 ræðulig hagtøl.

 

Dømið úr Reykjavík eigur at geva okkum greiðan boðskap um, at tað ber til at steðga áhaldandi oljudálkingini í Føroyum. Vit skulu bara hava politiskan vilja til at seta neyðugu tiltøkini í verk. Vónandi kann hesin fyrispurningur vera við at skunda undir hetta arbeiðið og lata upp fyri politiskari umrøðu í Løgtinginum um hetta álvarsama umhvørvismál.

Á tingfundi  19. septem,ber 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Fyrispurningurin ikki svaraður, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008.