S-3 Skrivligur fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi støði á sambýlum hjá teimum við menningartarni

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 14. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Hvat heldur landsstýrismaðurin um støðið(standin), sum sambýli og bústovnar kring landið eru í?
 

2.      Eru bygningarnir egnaðir (innrættaðir) til tørvin hjá teimum við menningatarni? Um ikki, er so nøkur ætlan at fáa innrættingina til tørvin?

 

3.      Er nakað skipað eftirlit frá almennari síðu við sambýlum og bústovnum kring landið, sum tryggjar, at hesir bygningar og høli eru í nóg góðum standi?  Og um so er, kann landsstýrismaðurin so greiða frá í hvønn mun, hetta verður gjørt: Av hvørjum og hvussu ofta hetta verður gjørt?

 

Viðmerkingar:

Endamálið við hesum fyrispurningi er at seta fokus á støðið, sum sambýli og bústovnar eru í.

 

Almenni kritikkurin frá Løgtingsins umboðsmanni átti at fingið avvarðandi myndugleikar at rættað upp á støðið, um hildið verður, at nakað hald er í kritikkinum.

 

Men síðani átalan varð almannakunngjørd, hevur einki verið at hoyrt um ætlanir hesum viðvíkjandi.

 

Um endamálið við almennu tilboðunum til tey við menningartarni er, at hesi skulu fáa tey at trívast og mennast, so er alneyðugt, at fysisku karmarnir eru innbjóðandi og innrættaðir til endamálið, men so sigst als ikki vera.

 

Eisini er umráðandi, at skipað eftirlit er av sambýlum og bústovnum við tí endamáli, at hesi verða viðlíkahildin eftir tørvi. Gera vit ikki tað, er skjótt, at bygningarnir farast, og tá kann verða trupult og rættiliga dýrt at fáa støðið í nóg høgan stand aftur.

Á tingfundi 16. august 2007 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 19. september 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til 1:

Fysisku karmarnir hjá sambýlum og bústovnum kring landið eru í nógvum førum í vánaligum standi. Nógvir stovnar eru niðurslitnir og illa viðlíkahildnir, og eru karmarnir tískil hvørki nøktandi ella nútíðarhóskandi.

 

Trupult hevur verið at havt eitt nøktandi viðlíkahald við eini avmarkaðari viðlíkahaldsjáttan fyri alt almanna- og heilsuøkið. Upphæddin á viðlíkahaldsjáttanini er ov lítil í mun til ynskini, ið koma frá stovnsleiðarunum.

 

Fyri alt almanna- og heilsuøkið tilsamans er játtanin til viðlíkahald 5,5 mió. kr., og hóast nógvar royndir at økja um hesa játtan, so er tað ikki eydnast.

 

Tørvur er á skipaðum viðlíkahaldi, sí svar upp á spurning 3.

 

Til 2:

Innan Trivnaðartænastuna eru 21 bústovnar og sambýlir. Bygningarnir, ið stovnarnir húsast í, eru antin ogn hjá landinum ella verða leigaðir frá sjálvsognarstovnum ella privatum.

 

Fysisku karmarnir hjá stovnunum eru í nógvum førum hvørki nøktandi ella nútíðarhóskandi í mun til tørvin hjá teimum menningartarnaðu. Einans tríggir bústovnar eru bygdir til endamálið. Tann fyrsti í 1980 (Eirargarður), næsti í 1988 (á Rúnarvegi í Runavík) og tann seinasti í 2002 (á Mýruvegi í Klaksvík). Í ár kemur haraftrat nýggjur stovnur til autistar í Klaksvík, ið er innrættaður til endamálið.

 

Flestu sambýlini komu fyri 10-15 árum síðan. Tá var hildið, at tað einasta rætta var at búgva í smærri eindum. Vanlig sethús vórðu keypt til at hýsa sambýlum til fólk við menningartarni. Í dag eru krøvini til ein nøktandi bústað øðrvísi, og er minsta kravið, at tú hevur egið baðirúm, tekøk og helst eisini egna inngongd. Bert fimm av bústaðartilboðunum í dag lúka hesi krøv. Tey tilboðini eru á Mýruvegi í Klaksvík, á Bóndaheygi 14, í Smærugøta 29 og í Pætursgøta 3 í Tórshavn, umframt nýggi stovnurin í Klaksvík.

 

Av tí, at húsast verður í vanligum sethúsum, eru umstøðurnar hjá fólki, ið brúka koyristól ella eru illa gongd, ikki nøktandi. Bert fá hús hava lyftu.

 

Fyri at bøta um hesar umstøður ætlar landsstýrismaðurin í langtíðaríløguætlan at seta pening av til nýggjar stovnar. Fyrst stigið er at seta pening av til at byggja tveir nýggjar bústovnar í Tórshavn í staðin fyri tey trý mest niðurslitnu og mest ótíðarhóskandi bústaðartilboðini í Tórshavn, í alt 16 pláss. Hetta er ætlað at fara fram 2008-2010. Í uppskotinum fyri langtíðaríløguætlan ætlar landsstýrismaðurin haraftrat í tíðarskeiðinum 2012-2015 at seta pening av til tríggjar stovnar afturat, í alt 24 pláss, umframt játtan til nútímansgerð av verandi stovnum. Eftir ætlan landsstýrismansins skulu í tíðarskeiðnum 2008-2015 nýtast stívliga 60 mió. kr. í íløgupeningi til bústaðarendamál innan fyri økið. Viðmerkjast skal, at til nýggja stovnin til autistar í Klaksvík eru í ár nýttar 6 mió. kr. til keyp og innrætting til endamálið.

 

Landsstýrismaðurin ásannar, at trotið á hóskandi bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi er vorðið alsamt størri hesi seinnu árini. Útbyggingin av búplássum til persónar við serligum tørvi hevur ikki verið eins miðvís og útbyggingin á eitt nú eldraøkinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur í eina tíð arbeitt við at skapa karmar fyri einum størri og meira fjølbroyttum útboði á føroyska bústaðarmarknaðinum, her verður eitt nú sipað til møguleikan at fyriskipa bygging av lutaíbúðum. Lógaruppskot um lutaíbúðir er í løtuni til hoyringar hjá samgonguflokkunum. Við lógini verður miðað ímóti, at møguligt verður at skipa vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi, ið skulu skipast sum serstøk lutaíbúðafeløg. Serstøk lutaíbúðafeløg eru ikki bústovnar, men harafturímóti karmar um vardar bústaðir. Sum útgantsstøði er ætlanin, at serstøku lutaíbúðafeløgini verða rikin sum vardir bústaðir sbrt. nýggjari áseting í forsorgarlógini. Hetta merkir, at landið fíggjar allan raksturin, sum ikki hevur við sjálvar bygningarnar at gera, tað vil siga fyrst og fremst starvsfólkapartin. Sostatt vera starvsfólk altíð tøk hjá búfólkunum, hóast hesi búgva í teirra egna sjálvstøðuga bústaði.

 

Við oman fyri nevnda íløguætlan og væntandi lutaíbúðabygging fara bústaðarumstøðurnar hjá menningartarnaðum væntandi at gerast munandi betri komandi árini.

 

Til 3:

Í løtuni er onki skipað eftirlit við, um bygningar og høli eru í nóg góðum standi. Hvør stovnsleiðari sær ger meting av viðlíkahaldstørvinum á hvørjum ári í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. Nærverkið býtir játtanina millum stovnarnar í mun til mest átrokandi tørvin og so langt, játtanin røkkur.

 

Nærverkið hevur í ymiskum førum heitt á myndugleikar um at gera kanningar av bygningum. Eitt nú hevur Nærverkið umbiðið kanning av brunatrygdini, og vísti henda kanning, at neyðugt er við ábøtum. Eisini hevur Nærverkið í ávísum førum biðið Landsverk um at gera støðumetingar av bygningum.

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur ikki fakligan førleika at meta um tørvin á viðlíkahaldi, og hvussu játtanir til umvælingar til einstøku stovnarnar verða raðfestar skilabest.

 

Landsstýrismaðurin metir, at ein loysn upp á trupulleikan er at umskipa, miðsavna og professionalisera alla umsiting av viðlíkahaldinum hjá øllum landsstovnum í eina felags byggitekniska umsjón, møguliga hjá Landsverk. Allar viðlíkahaldsjáttanir skulu sostatt verða samlaðar í eini felags fíggjarlógarjáttan, ið byggiumsjónin skal umsita.

 

Byggiumsjónin kann tá skráseta allar ognirnar, kanna støðuna og meta um ymiska tørvin á einstøku stovnunum, og við støði í hesum raðfesta árliga viðlíkahaldsinnsatsin.

 

Málið avgreitt.