S-1 Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi bjargingararbeiðnum, tá ið russiski trolarin "Olshana" rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007 

Orðaskifti

Ár 2007, fríggjadagin 10. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

 

Fyrispurningur 

 

1.                  Hvør hevði ta operasjonellu ábyrgdina av bjargingararbeiðnum, eftir at russiski trolarin ”Olshana” hevði rent seg upp á Flesjarnar?

 

2.                  Er føroyska tilbúgvingin nóg væl útgjørd við amboðum til at at taka sær av einum skipbroti sum hesum við ”Olshanu”, og hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at so er. Spurningurin verður settur í mun til tíðindini um, at flogfør fóru undir at flúgva útgerð úr Noregi, eftir at skipið var havarerað?

 

3.                  Hópurin av peningi er brúktur yvir landsins fíggjarlóg til tilbúgvingar-skipanina, síðani íslendska farmaskipið ”Jøkulfell” sakk norðanfyri, hvat er peningurin í høvuðsheitum brúktur til?

 

4.                  Hví varð avgerðin tikin um at toga skipið avaftur, hvør gav ”Finni Fríða” boðini um at fara undir hetta átak, og hvør hevði evstu ábyrgdina fyri, at hesi boðini vórðu givin?

 

5.                  Hví valdi bjargingarábyrgdin at taka kjansin fyri totalhavaríi, sum gjørdist úrslitið, heldur enn at royna møguleikan og lata skipið vera standandi á Flesjunum, soleiðis at møguleikin í hvussu er varð varðveittur fyri, at oljan kundi takast úr skipinum, áðrenn tað fór til botns á 70 metra dýpi?

 

6.                  Hvat heldur landsstýrismaðurin um avgerðirnar og raðfestingarnar hjá Sjóbjargingarstøðini, tá ið umhvørvið í økinum og royndin at bjarga skipinum verða vegað upp ímóti hvør øðrum?

 

7.                  Hvat heldur landsstýrismaðurin um ætlaðu disponeringina at sleipa skipið inn á Sund ella inn á Skála, tá ið skipið fekst avaftur og fleyt, við tí risiko, at skipið sakk miðskeiðis inni á Skálafirði, og síðani hevði komið at ligið sum ein tikkandi umhvørvisbumba, har ið einki sjóvarfall er - og harvið lítil og eingin natúrlig útskifting av sjógvi?

 

8.                  Hevur landsstýrismaðurin, eftir tað sum hendi hóskvøldið 2. august og fríggjamorgunin 3. august, treytaleyst álit á Sjóbjargingarstøðini MRCC, sum nú er, og sum hann hevur politisku ábyrgdina av?

 

9.                  Veit landsstýrismaðurin um skipið var nøktandi ábyrgdartryggjað, soleiðis at trygd er fyri, at tryggingin hjá skipinum tekur sær av øllum kostnaðinum, sum upptakið kemur at kosta landinum, kommununum, sløkkiliðunum, alarunum og øllum teimum, sum annars koma at bera útreiðslur av avleiðingunum av havarínum, ella kann Løgtingið møguliga vænta, at landsstýrismaðurin, tá ið málið er endað, fer at heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at koma til tingið við eini umbøn um eykajáttan fyri at gjalda kostnaðin av upptakinum?

 

10.              Heldur landsstýrismaðurin, at ein innanhýsis eftirmeting á Sjóbjargingar-støðini er nóg mikið fyri at greiða øll mál, harímillum um fakligu og maritimu førleikarnar hjá teimum, sum sita við ábyrgdini, og í hesum førinum stjórnaðu bjargingararbeiðnum, sum endaði við einari umhvørvisvanlukku?

 

11.              Ella ætlar landsstýrismaðurin at seta ein eksternan kanningarinstans at eftirmeta bjargingararbeiðið, eins og gjørt varð, tá ið ”Jøkulfell” sakk í føroyskum sjóøki norðanfyri?

 

12.              Hvønn førleika heldur landsstýrismaðurin, at leiðarin á Sjóbjargingarstøðini skal hava, og hvønn førleika kravdi Fiskimálaráðið, tá ið starvið varð sett av nýggjum fyri kortum?

 

13.              Hevur landsstýrismaðurin eina meting, ella eitt kvalifiserað git um, hvat samlaði kostnaðurin verður av hesi operasjónini?

 

14.              Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at skipa kravda loðstænastu í økinum, fyri ávís ski, fyri at minka um vandan fyri umhvørvisoyðing sum hesari í framtíðini?

 

Viðmerkingar:

Russiski trolarin ”Olshana” hevði samsvarandi fjølmiðlunum verið á Kollafirði og bunkrað á leið 270 tons av brenniolju. Á veg suður ígjøgnum Tangafjørð, ávegis til fiskiskap, rendi hann seg upp á Flesjarnar. Hetta hendi hóskvøldið hin 2. august kl. 19.15. Neyðarkall varð sent út, og eftir tað tók føroyska Sjóbjargingarstøðin MRCC Tórshavn yvir og stjórnaði bjargingararbeiðnum. Einfalda niðurstøðan er síðani, at skipið frá at vera havarerað totalhavareraði fríggjamorgunin kl. 07.56, tá ið tað sakk og fór til botns á umleið 70 metra dýpi. Viðurskiftini viðvíkjandi øllum tí, sum hendi fram til havaríið, er ikki ein politiskur og operasjonellur spurningur, tað er mál, sum verður viðgjørt í heilt øðrum fora m.a. í sjórættinum.

 

Ein hópur av ósvaraðum spurningum liggja sum eftirglóð eftir miseydnaðu bjargingina. Spurningar, sum ikki eru svaraðir alment, tá ið spurt hevur verið, og frágreiðingarnar hava hartil tíðum verið merktar av andsø gnum og fakligum vankunnleika, og fólk eru eftirsíðani vorðin ørkymlað og standa spyrjandi um okkara tilbúgvingarskipan og hennara tæri, nú ein oyðandi dálking gjørdist úrslitið á Tangafirði, í Sundalagnum, á Skálafirði og nú oman eftir Suðurstreymoyarlandinum.

 

Fyri góðum tveimum árum síðani kom MRCC Tórshavn veruliga undir trýst, og vit fingu okkara fyrstu royndir av, hvussu dygg okkara tilbúgving í grundini var, tá ið harðast leikar á. Íslendska handilsskipið ”Jøkulfell” gekk burtur norðan fyri Føroyar hin 7. februar 2005, og 6 mans sjólótust. Málið varð tikið upp politiskt, landsstýrismaðurin vardi framferðina hjá støðini, líka til politiska trýstið var vorðið so stórt, og eitt misálit hekk og sveiggjaði í luftini á tingfundinum 3. mars sama árið, at løgmaður sjónliga gav landsstýrismanninum boðini, at fráboða tingmonnum eina eksterna kanning av øllum tí, sum fram var farið í bjargingararbeiðnum, ið støðin hevði staðið fyri í hesum sambandinum. Avleiðingarnar eru kendar. Stjórin fór úr starvinum og síðani eru mannagongdirnar broyttar og herdar, og hópur av almennum peningi brúktur fyri at tryggja kompetansuna og neyðugu dygdina hjá hesi somu tilbúgvingarstøð.

 

Nú høvdu tey flestu ein varhuga av, at viðurskiftini kring støðina vóru í lagi. Hóskvøldið havareraði aftur eitt fremmant skip í føroyskum sjóøki. ”Olshana”. Í dýrdarveðri rendi trolarin seg upp á Flesjarnar. Eftir at Sjóbjargingarstøðin hevði tikið kommandoina, hendi í veruleikanum ikki annað enn tað, at havareraða skipið totalhavareraði. Í myndamáli varð ein stórur oljutangi, meira ella minni tilvitað, loraður av Flesjunum niður á havbotnin. Úrslitið er, at økið í námindum er hótt av oljudálking, og at ein ”oljubumba” á 270 tons nú liggur á 70 metra dýpi á Tangafirði.

 

Tey fæstu skilja avgerðirnar og raðfestingarnar hjá ábyrgdarhavaranum í bjargingini. Manningin varð tíanbetur bjargað. Síðani tykist tað at hava verið alt um at gera at sleipa skipið av Flesjunum. Gøtubáturin ”Finnur Fríði” varð biðin um at loysa frá bryggju í Runavík fyri at brúka sína stóru maskinorku í royndini at toga russiska trolaran av aftur. Sambært sjónarváttum og fjølmiðlum royndi hann fleiri ferðir við sínum 11.000 hestum, og tá ið hann skrykti í sjeyndu ferðina loysnaði, og tað gingu bara fáir minuttir, so hvarv ”Olshana” í havdýpið. Tað man neyvan vera komið óvart á nakran, sum bara hevur minsta kunnleika til umstøður sum hesar. Ætlanirnar, sum Sjóbjargingarstøðin annars hevði lagt sær, um skipið fleyt eftir, at tað var loysnað, tykjast eisini serstaka margháttligar, serliga hugsanin um at sleipa skipið inn eftir Skálafjørðinum við vandanum fyri, at skipið sakk á miðum firði. Einum streymleysum fjørði, har ið at kalla eingin útskifting er av sjógvi. Sundsætlanin tykist lítið skilabetri.

 

Eingin skilir, hví Sjóbjargingarstøðin ikki læt skipið vera standandi á Flesjunum, til oljan var fingin úr tí. Heldur ikki russiski umboðsmaðurin í Føroyum, Árni Dam, sum man vera ímillum mest skipakønu menn í landinum. Sjálvandi var vandi fyri, at skipið fór til botns av sær sjálvum allíkavæl, men fyri tað var í hvussu er ein teoretiskur møguleiki fyri, at oljan um ikki annað kundi verið fingin úr tí á ein lagaligari hátt enn nú, tá ið tað liggur á slíkum dýpi, at tað verður ein serstakliga trupul uppgáva at súgva oljuna úr vrakinum.

 

Tað tykist sum at Sjóbjargingarstøðin hevur raðfest hendan gamla russiska skrokkin fram um umhvørvið í økinum. Og tað man vera ein gáta fyri øll onnur enn tey/tann, sum tóku/tók avgerðirnar.

 

Sjóbjargingarstøðin ætlar nú at eftirmeta seg sjálva í sambandi við bjargingararbeiðið, tá ið ”Olshana” sakk. Landsstýrismaðurin heldur tað vera eitt gott hugskot. Og hevur annars treytaleyst álit á støðini sambært honum sjálvum í Degi og Viku hin 6. august 2007. Tað helt og hevði hann eisini, tá ið hendan sama støðin ætlaði tað sama eftir ”Jøkulfell”- málið í 2005. Líka til tingið trýsti hann í botn og fekk hann at boða frá eini uttanveltaðari kanning av øllum málinum.

 

Fyri tey flestu er hetta málið í tilbúgvingarhøpi átøkt hinum fyrra. Einasti munurin er, at tá lógu mannalív ímillum,og nú er stórur partur av Streymoy og Eysturoy raktur av eini herviligari oljudálking.

 

Tí má kravið verða, at landsstýrismaðurin setir eina líknandi uttanveltaða, og harvið objektiva, kanning í verk av hesum forlisinum og bjargingararbeiðnum, fyriskipað av Sjóbjargingarstøðini, fyri at øll mál mega verða skikkað greidd soleiðis, at fólk aftur kunna fáa álit á okkara tilbúgvingarskipan, ein tørvur, sum er størri nú enn nakrantíð.

 

Á tingfundi 14. august 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 6. september 2007 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

          

Svar:

Til nr. 1

Sjóbjargingarstøðin útdelegeraði leiðsluna av sjálvum bjargingararbeiðinum á staðnum til skiparan á vaktarskipinum Tjaldrinum. Á fakmáli verður eindin, sum hevur leiðsluna á staðnum í slíkum førum, nevnd On Scene Commander (OSC). 

 

Til nr. 2

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2007 stendur: “Í fíggjarætlanini fyri 2007 er tilbúgvingin móti dálking á sjónum, umframt yvirtøkan av málsøkinum, raðfest. Viðvíkjandi tilbúgving móti olju- og kemikaliudálking á sjónum stendur landið at kalla á berum. Tí skal orka nú setast av at lýsa, greina og dimensjonera tilbúgvingina á sjónum og fram við strendurnar. Eisini verður yvirtøkan av málsøkinum raðfest, við tað at nýggj lóggáva skal setast í gildi við árslok, sum fer at áseta karmar fyri komandi tilbúgving í landinum”. So landsstýrismaðurin hevur í sambandi við yvirtøkuna av tilbúgvingini og í sambandi við fíggjarlógararbeiðið á heysti í fjør kunnað Løgtingið um, at tá um tilbúgving móti olju- og kemikaliudálking á sjónum ræður, stendur landið at kalla á berum. Tí var neyðugt at biðja um pening til at lýsa, greina og dimensjonera tilbúgvingina á sjónum og fram við strendurnar. Hetta fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd.

 

Í sambandi við ítøkiliga tilburðin við russiska trolaranum Olshanu havi eg tó fingið upplýst frá landsstýrismanninum í innlendismálum, at útgerð at basa sjálvari oljudálkingini ikki hevur manglað.

 

Fiskiveiðieftirlitið eigur havgangandi oljubyrgingar, sum hava verið nýttar á staðnum, har skipið sakk. Eisini hevur ein privatur veitari (OSR) luttikið í uppruddingararbeiðinum við ráðgeving og útgerð. Dálkingina á landi, sum stóðst av olju, sum rak á land, hava kommunur, sløkkilið og bjargingarfeløg tikið sær av í tøttum samstarvi við landsmyndugleikan. Her skal tó leggjast afturat, at havgangandi oljusperrur ikki kunnu nýtast í øllum veðri. Er alda í sjónum og nógvur vindur, so støðast oljan ikki í byrgingunum. Vandi kann eisini vera fyri, at útgerðin, sum er rættiliga kostnaðarmikil ferst í ringum veðri, tí verður hon ikki løgd út, ella um neyðugt tikin inn, um veðurvánirnar eru ringar. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í sambandi við uppruddingararbeiðið eftir tilburðin við Flesjarnar.

 

Útgerðin, sum donsk hernaðarflogfør hava flogið hendanvegin úr Noregi, er í størstan mun serlig absorberandi útgerð at taka olju úr sjónum við. Tað hevur ikki verið vanligt at liggja inni við so stórum nøgdum av slíkari útgerð í Føroyum, sum brúk var fyri hesaferð. Annars eru tað Fiskiveiðieftirlitið, kommunal sløkkilið, kommunur og onkur einstakur privatur veitari, sum liggja inni við slíkari absorberandi oljuuppruddingarútgerð.  

 

Virksemið “føroysk tilbúgving” er skipað innan karmin hjá fleiri ymsum ráðum í landsumsitingini. Samlaða tilbúgvingin er skipað eftir hugtakinum “økisábyrgd” (sektorábyrgd), sum er fest í sjálvum ráðnum og stovnum undir tí. Innan bjargingarátøk, líkt hesum við “Olshana”, er talan um trý høvuðsumráði við atliti at tilbúgving, nevniliga:

 

 

Sum sagt, er samlaða økið sera breitt og umfatandi. Ein felags landstilbúgvingarætlan fyri øll økini, sum er tvørgangandi millum fleiri umsitingarlig ráð og málsøki, er ikki ment og fullfíggjað enn. Hetta er eisini galdandi fyri útgerð, serstakliga til sjálvan umhvørvispartin. Síðani yvirtøkuna av samskipandi myndugleikanum av tilbúgvingini 1. jan. 2007 eru tó fyrireikingararbeiði byrjað við tí endamáli at gera  yvirskipaðar tilbúgvingarætlanir.

 

Í hesum sambandi vil eg nevna, at tað fyriliggur ein avtala millum Norðanlond, sum staðfestir, at tey einstøku londini upplýsa hvørt fyri øðrum, hvørja útgerð tey hava til ávísa tilbúgving, og avtalan hevur til endamáls, at londini stuðla hvørjum øðrum eftir førimuni í ávísum átøkum. Avtalan er tann sokallaða “Keypmannahavnaravtalan”, sum umfatar havumhvørvistilbúgving. Tilbúgvingarsamskipanin hevur umboðað Føroyar í hesum arbeiðinum seinastu árini, og fyri ta tíð luttóku umboð fyri Fiskiveiðieftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

 

Í oktober í ár verður ætlandi gjørd ein samstarvsavtala millum Tilbúgvigarstovnin í Føroyum og Beredskabsstyrelsen í Danmark.

 

Til nr. 3

Seinastu 2 árini hevur Fiskimálaráðið staðið fyri eini útbygging av útgerðini á Sjóbjargingarstøðini. Samlaða íløgan er umleið 21 mió. kr.

 

Íløgan hevur tryggjað eina nýmótansgerð av radioútgerðini á Tórshavn Radio, ið viðførir, at analoga skipanin verður skift út. Samlað verður trygdin á sjónum betrað munandi.

Harnæst er peningur brúktur til íløgu til útbygging av VHF netinum, uppsetan av føroyskari AIS-skipan, Navtex-skipan, umframt keyp av nýggjari útkalliskipan til sløkkilið.

 

Leggjast skal afturat, at játtanin fyri 2007 til vanligt virksemi innan tilbúgvingarsamskipanina er hækkað við 750 tús. kr. samanborið við 2006 og 1.350 tús. kr. samanborið við 2005. Endamálið við hesi hækking er at: lýsa, greina og dimensjonera tilbúgvingina á sjónum og fram við strendurnar í sambandi við dálking. Partur av hesi hækking fíggjar eisini partar av tí kostnaði, sum yvirtøkan av málsøkinum “tilbúgvingarsamskipanin” hevur.  

 

Til nr. 4 og 5

Avgerðin um at taka skipið av var tikin, tí veðurvánirnar søgdu frá øtlandi veðri út á fyrrapartin dagin eftir. Tey, ið leiddu bjargingina mettu, at tryggasta loysnin var at taka skipið av og fáa tað í dokk inni á Skála ella til bryggju á Sundi. Umstøðurnar vóru soleiðis háttaðar, at ikki var mett møguligt at fáa oljuna úr skipinum, áðrenn veðrið øtlaði. Varð skipið standandi í tí øtlandi veðrinum, so var mett, at tað fór at farast og fáa stóran skaða. Roknað var við, at avleiðingin av hesum kundi verða, at hol kom á oljutangar, og skaðin hevði verið stórur bæði á umhvørvi og skip.

 

Sjóbjargingarstøðin heitti á Finn Fríða um at luttaka í átakinum.

 

Viðvíkjandi sleipiátakinum er at siga, at tað byrjaði eftir, at skiparin á Olshanu gav Tjaldrinum samtykki um hetta. Seinni bleiv Finnur Fríði ein partur av hesum arbeiði eftir  samskifti við Tjaldrið, sum hevði ta útdelegeraðu ábyrgdina (sí svar til spurning 1). 

 

Til nr. 6

Í fyrstu atløgu var arbeiðið skipað eftir hesi raðfesting: 

 

Júst henda raðfesting var eisini orsøk til, at boð vórðu send eftir pumpuútgerð og skipum at taka ímóti oljuni. Henda raðfesting var eisini í samljóði við fráboðan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Skjótt kom tó til sjóndar, at uppruna raðfestingin ikki kundi fylgjast, tí stórur partur av maskinrúminum á Olshanu var undir í sjógvi, og tað var ómøguligt at sleppa niður til sjálvar oljutangarnar og forbinda til oljupumpur. Mett var ikki, at tað fór at bera til at pumpa úr luftrørunum ovast á dekkinum, tí fjarstøðan frá opinum á rørinum í erva og niður til tangarnar er stór, og harnæst eru rørini kløn. Roknað var tí ikki við, at tað bar til at skapa eina “pumpueffekt” við nøkrum serligum kapasiteti. Tíðin at tøma skipið eftir hesum leisti hevði sostatt verið so drúgv, at tømingin av skipinum hevði als ikki verið komin nakað ávegis, tá øtlandi veðrið, sambært veðurvánunum, væntandi fór at koma.

 

Sum áður nevnt, verður allur tilburðurin nú gjøgnumgingin og kannaður í Fiskimálaráðnum. Vónandi fer niðurstøðan í hesi gjøgnumgongd og kanning at staðfesta, um avgerðin at taka skipið av Flesjunum var røtt ella ikki.  

 

Til nr. 7

Fyrst er at nevna, at luttakarar í bjarginarátaki sum hesum taka altíð støðu út frá teimum upplýsingum, sum eru tøkar í tí tíðarskeiði, átakið fer fram. Sjóbjargingarstøðin og Fiskiveiðieftirlitið hava upplýst mær í frágreiðing, at skipið ikki hevði verið tikið av, um roknað var við, at tað fór at søkka.

 

Avgerðin, um at sleipa skipið inn á Sund ella inn á Skála, bygdi sostatt á eina meting um, at Olshana ikki fór at søkka.

 

Um avgerðin var røtt ella ikki fæst vónandi greiða á, tá niðurstøðurnar frá gjøgnumgongdini og kanningini av tilburðinum fyriliggja. 

 

Til nr. 8

Landsstýrismaðurin hevur álit á Sjóbjargingarstøðini MRCC.  

 

Til nr. 9

Innlendismálaráðið hevur fingið upplýsingar frá reiðarínum, sum staðfesta, at skipið ikki er  ábyrgdartryggjað.

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur kunnað fíggjarnevnd Løgtingsins um fíggjarligu avleiðingarnar í sambandi við oljudálkingina frá trolaranum “Olshana”. Uppruddingararbeiðið er ikki liðugt enn, og tað er rættiliga torført at meta um samlaða kostnaðin nú. Niðurstøðan í nevndu kunning staðfestir, at ætlanin er at venda aftur til fíggjarnevndina umvegis Fíggjarmálaráðið fyri at biðja um neyðuga játtan til útreiðslurnar av at basa oljudálkingini. Sjálv kostnaðarmetingin verður tó nærri greinað í spurningi 13. 

 

Til nr. 10 og 11

Innanhýsis eftirmetingar á Sjóbjargingarstøðini eru altíð neyðugar í sambandi við tilburðir av hesum slagi, og hetta er eisini innbygt í ISO-skipanina á støðini. Umframt hava Sjóbjargingarstøðin og Fiskiveiðieftirlitið greitt Fiskimálaráðnum frá tilburðinum. Eisini hevur eftirmetingarfundur verið, har allir partar, sum luttóku í bjargingarátakinum, vóru bodnir við. Afturat hesum hava landsstýrismaðurin og leiðslan í Fiskimálaráðnum gjørt av at gjøgnumganga og kanna tilburðin frá tí, at neyðarkall varð sent á kvøldi 2. august 2007, til trolarin morgunin eftir, tann 3. august, sakk. Serkunnleiki uttan fyri Fiskimálaráðið verður eisini við í hesi gjøgnumgongd og kanning. Vónandi fara niðurstøðurnar í nevnda arbeiði  at staðfesta, um rætt var farið fram í sambandi við bjargingina av russiska trolaranum út frá givnum umstøðum. Vónandi fara niðurstøðurnar eisini at vera við til at menna tilbúgvingina og samskipanina av henni á hesum øki frameftir. 

 

Til nr. 12

Spyrjarin brúkar orðið leiðarin av Sjóbjargingarstøðini. Eg tulki, at spurnigurin er rættaður at leiðsluni á tí stovni, sum Sjóbjargingarstøðin er partur av, nevniliga stjóranum á Tilbúgvingarstovninum.

Førleikakrøvini til stjóran vóru:

 

 

Nevnda lýsing av førleikakrøvunum er í samsvari við ta meting, sum eg - sum landsstýrismaður - havi av førleikanum hjá stjóranum fyri Sjóbjargingarstøðini (Tilbúgvingarstovninum).

 

Eg skal leggja afturat, at stjórin á Tilbúgvingarstovninum ikki beinleiðis myndar leiðsluna á Sjóbjargingarstøðini, sum hevur egnan deildarleiðara. Almennu førleikakrøvina til hann eru:

 

 

Í bjargingarátøkum, har Sjóbjargingarstøðin er partur, hevur deildarleiðarin beinleiðis ábyrgdina og vakthavandi, tá deildarleiðarin ikki er í arbeiði. Júst tann dagin, óhappið við Olshanu hendi, var eingin deildarleiðari í starvi, tí tann nýsetti hevði ikki tikið við. Stjórin á Tilbúgvinarstovninum virkaði, saman við varaleiðaranum á Sjóbjargingarstøðini, sum bakvakt, tá tilburðurin við Olshanu fór fram. 

 

Til nr. 13

Mær er upplýst úr Innlendismálaráðnum, ið umsitur umhvørvisøkið, at tað eru brúktar  umleið 3,5 mió. kr. higartil. Mett verður, at onkrar útreiðslur mangla, men tær ávirka ikki samlaðu upphæddina nógv. Í hesum sambandi skal verða nevnt, at nevnda tal ikki umfatar tøming av olju úr skipinum. Verður avgerð tikin um at tøma oljuna úr skipinum, so verður útreiðslan munandi størri. Við størsta fyrivarni verður mett, at slíkt arbeiði kann fara at kosta meira enn eina millión fyri hvønn dag, ið arbeitt verður, og arbeiðið kann fara at taka einar 10 til 14 dagar. Sostatt skulu í minsta lagi leggjast 10 – 14 mió. kr. oman á kostnaðin higartil.

 

Nýggjastu ráðgevingarnar hesum viðvíkjandi benda tó á, at mælt fer at verða frá, at oljan verður tikin úr skipinum.  

 

Til nr. 14

Spurningurin um kravda loðstænastu var tikin til viðgerðar beint eftir skaðatilburðin við Flesjarnar. Í løtuni verður arbeitt við spurninginum, serliga við atliti at, hvussu ein loðstænasta kann skipast. 

 

Málsøkið loðstænasta er danskt. Tí skal avgerð takast um, um tvungin loðstænasta í Føroyum skal skipast í samstarvi við donsku myndugleikarnar á økinum, ella um málsøkið eigur at verða yvirtikið. 

 

Málið avgreitt.