Frágreiðing um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar


Framløga
Aðalorðaskifti

F-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um endurskoðan av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum

Álit
Samandráttur
 

Ár 2007, 19. september, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyri Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Sum landsstýrismaður í skúlamálum leggur undirritaði við hesum ”Álit um endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum” til aðalorðaskiftis í Løgtinginum.

 

Endamálið er at geva tingmonnum høvi til at umrøða álitið, sum varð handað landsstýrismanninum 10. september í ár.

 

Fyrireikingararbeiðið

Miðnámsútbúgvingar eru skipaðar í tvey øki: Yrkisútbúgvingar (lærlingaútbúgvingar) og gymnasialar útbúgvingar.

 

Tørvurin á at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar hevur verið eyðsýndur í fleiri ár, og longu í undanfarnu samgongu var gjørt eitt ávíst fyrireikingararbeiði í Mentamálaráðnum, og uppskot um arbeiðssetning til innanhýsis arbeiðsbólk varð orðað í juli 2003.

 

Í mai 2004 handaði arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum eitt notat um, hvussu farast kundi undir sjálvt arbeiðið við at endurskoða tær gymnasialu útbúgvingarnar, og á sumri 2004 samtykti landsstýrið, at farast skuldi undir hetta arbeiði.

 

Nevnd og tilvísingarbólkur

Arbeiðið dróg nakað út, men eftir at arbeiðssetningurin var viðgjørdur saman við áhugabólkum, varð í november 2005 nevnd sett við einum útgreinaðum arbeiðssetningi. Nevndin hevur verið mannað við rektarunum og skúlastjórunum á teimum gymnasialu skúlunum saman við umboði fyri Mentamálaráðið.

 

Fyri at tryggja, at ein dagførd skipan fær so breiða undirtøku sum gjørligt frá øllum, sum varða av verandi útbúgvingum, varð eisini ein tilvísingarbólkur settur við umboðum fyri allar áhugabólkar at viðgera og ummæla tilfar frá nevndini.

 

Arbeiðssetningur

Í arbeiðssetninginum varð álagt nevndini at viðgera verandi skipan og koma við  ítøkiligum uppskoti um, hvussu tær gymnasialu útbúgvingarnar í Føroyum skulu skipast í framtíðini.

 

Nevndin varð eisini biðin um at gera uppskot til ein bygnað, ið allar tær gymnasialu útbúgvingarnar kunnu verða skipaðar eftir. Ein bygnað, ið er lagaður til føroyskar fortreytir. Tann nýggja skipanin og bygnaðurin skulu – í nógv størri mun enn higartil – leggja upp til, at tær gymnasialu útbúgvingarnar skulu samstarva. Ein týdningarmikil partur av arbeiðssetninginum var eisini, at skipanin sjálvandi skal tryggja, at lestrarmøguleikarnir hjá ungdóminum verða varðveittir bæði í Danmark, í hinum  Norðurlondunum og í altjóða høpi.

 

Ráðstevna

Fyri at fáa íblástur til arbeiðið varð skipað fyri einari serligari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum tann 17. februar 2006. Evnið var tær gymnasialu útbúgvingarnar í Norðurlondum, og umboð fyri myndugleikar og onnur úr okkara grannalondum greiddu frá gongdini og teimum stóru broytingunum, ið  farnar eru fram á økinum hesi seinastu árini.  

 

Nevndararbeiðið

Arbeiðssetningurin hjá nevndini hevur verið umfatandi, og hon hevur lagt stóran dent á, at arbeiðið er farið fram á strategiskum stigi, soleiðis at tilmælini eftirfylgjandi kunnu verða gjørd ítøkilig av leiðslum, lærarum og øðrum serkønum fólki í tí gymnasialu útbúgvingarskipanini. Hetta skal geva møguleika fyri, at fólk í skipanini í størri mun enn í dag skulu kunnu fylla út teir karmar, sum ein yvirskipað lóggáva gevur.

 

Hugaligt er at síggja, at nevndin er samd um tey tilmæli, ið handað eru landsstýrismanninum. Her er talan um nøkur yvirskipað tilmæli, og nógv arbeiði er enn eftir at gera, men tað, at semja nú er millum leiðslurnar á teimum ymsu gymnasialu skúlunum um, hvussu framtíðarkarmarnir best kunnu skipast, er eitt gott grundarlag at byggja víðari á, tá ið karmarnir seinni skulu fyllast út av leiðslum og lærarum og øðrum serkønum fólki í útbúgvingarskipanini. 

 

Høvuðstilmælini í álitinum eru hesi:

 

  1. at skipa eina samanhangandi gymnasiala útbúgving við breytum

 

  1. at styrkja leiðsluviðurskiftini við at skipa ein skúladepil í Norðoyggjum/ Eysturoy, ein í Streymoy og ein í Suðuroy, og at skúladeplarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar við størri sjálvræði í øllum liðum

 

  1. at skipa lógar- og regluverkið eftir felags leisti, m.a. við einari útbúgvingarlóg og eini stovnslóg

 

  1. at fara í holt við eina verkseting, sum krevur góðar 10 mió. kr. í meirjáttan komandi 4 árini, og at avvarðandi partar taka lut í verksetingini.

 

Samanumtøka

At endurskoða miðnámsútbúgvingarnar er eitt mál, ið er alneyðugt at taka upp hjá teimum politisku myndugleikunum, tí vit mugu tryggja okkum, at okkara ungu koma í fremstu røð og ikki verða afturúrsigld í mun til sínar javnaldrar í grannalondunum, tá ið talan er um fyrireiking til framhaldandi lestur.

 

Tað er neyðugt, at vit fáa eitt orðaskifti um hetta so týdningarmikla øki. Eitt orðaskifti millum manna og millum øll tey, sum varða av ella bert hava áhuga í útbúgvingarviðurskiftum sum heild. Eitt aðalorðaskifti í tinginum gevur uttan iva ein góðan íblástur til eitt slíkt alment orðaskifti.

 

Ætlanin er, at uppskot til eina útbúgvingarlóg fyri tað gymnasiala økið skal leggjast fyri Løgtingið rættiliga skjótt, og høvuðsniðurstøðurnar frá aðalorðaskiftinum verða tiknar við í tað fyrireikandi lógararbeiðið.

 

Ætlanin er fyrst í komandi ári at fara undir eina endurskoðanartilgongd av yrkisútbúgvingunum (lærlingaútbúgvingunum) saman við vinnuni og yrkisskúlunum.

 

Sum landsstýrismaður taki eg undir við høvuðstilmælunum frá nevndini, og við hesum verður álitið um endurskoðan av teimum gymnasialu útbúgvingunum lagt til tingsins viðgerð, og mín vón er, at vit fáa eitt gott, mennandi og framtakshugað orðaskifti um framtíðar gymnasialar útbúgvingar í Føroyum.

Aðalorðaskifti var 25. september 2007. Málið avgreitt.