111 Uppskot til  løgtingslóg um tryggingarvirksemi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

Løgtingslóg um tryggingarvirksemi

 

Partur I

 

Almennar reglur

 

Kapittul 1

 

Øki lógarinnar 

 

§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri tryggingarvirksemi, umframt virksemi, sum er fevnt av stk. 2-6.

Stk. 2. Fyri haldfelagsskapir er § 35, stk. 1, kapittul 7, § 49, stk. 4, § 74, kapittul 13, §§ 190-193, 196, stk. 4, §§ 200-204, § 208 og § 211 galdandi.

Stk. 3. Løgtingslógin er galdandi fyri deildir (filialar) í Føroyum hjá tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri Evropasamveldið (ES), sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, við teimum frávikum, sum deildarviðurskiftini krevja, ella sum eru ásett í, ella sambært, altjóða sáttmála. Tryggingareftirlitið ger neyvari reglur um hesi viðurskifti. Reglurnar í partafelagslógini, um deildir hjá útlendskum partafeløgum, eru galdandi fyri tær deildir, sum eru nevndar í pkt 1.

 

Stk. 4. Tá ein sínámillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, eru §§ 22, 24, 25-27, 35-36, 38-43, 190, 193, stk. 1, 2, 4 og 5, og § 201, stk. 1, stk. 2, nr. 2 og 4-8 og stk. 3-5, og § 214 galdandi fyri deildir í Føroyum hjá tryggingarfeløgum, ið hava fingið loyvið í einum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

Stk. 5. Tá ein sínámillum avtala millum Føroyar og ES er gjørd, eru §§ 23, 27, 34, 35, 37-43 og § 193, stk. 1 galdandi fyri tænastuveitingar í Føroyum, sum eitt tryggingarfelag veitir, har loyvið er fingið í einum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

Stk. 6. Fyri tænastuveitingar, ið verða veittar í Føroyum av tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, er § 29 galdandi.

Stk. 7. Reglur um nevndina ella nevndarlimir í § 5, stk. 1, nr.1, litra b, § 58, § 59, stk. 1 og 3, § 60, stk. 1, § 64, stk. 2 og 3, § 70, § 124, stk. 9 og 10 og § 174, kunnu í SE-feløgum, sum hava eina tvístreingjaða leiðsluskipan, bert nýtast av innanhýsis eftirlitinum, ella av limum í hesum, við neyðugum tillagingum.

 

§ 2. §§ 46, 47 og 106 eru ikki galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar og fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av lógini.

 

§ 3. Tryggingareftirlitið kann áseta serligar reglur ella frávik í sambandi við endurtryggingarvirksemi og felagsstrygging.

 

§ 4. Reglurnar í hesi lóg um samtøkur verða at nýta, tá móðurfelagið er eitt tryggingarfelag.

Stk.2. Tryggingareftirlitið kann gera av, at reglurnar um samtøkur í hesi lóg ella partafelagslógini, burtursæð frá § 49, stk. 3 í partafelagslógini, eisini verða at nýta heilt ella partvíst til bólkar av tryggingarfeløgum, ið ikki eru ein samtøka sambært § 5, stk. 1, nr. 3, men sum tó hava eitt sínámillum samband, har nýtsla av nevndu reglum verður mett at vera neyðug. Feløgini tilnevna eitt felag, sum er fevnt av § 8, og er heimahoyrandi her í landinum, ið skal metast sum móðurfelag. Verður hetta ikki gjørt, tilnevnir Eftirlitið felagið.  

 

Kapittul 2

 

Orðalýsingar 

§ 5. Í lógini skilst við:

 

1) Móðurfelag:

Eitt felag, sum

 

a) hevur meirilutan av atkvøðunum í einum felag,

b) er partaeigari ella lutaeigari, ella eigur aðrar partar av eginpeninginum í einum felag, og hevur rætt til at tilnevna ella koyra ein meiriluta av nevndini í felagnum, stjórnini ella samsvarandi leiðslubólki frá,

c) er virkisluttakari, og hevur avgerandi ávirkan í felagnum, grundað á viðtøkur ella avtalur annars,

d) er virkisluttakari, og hevur ræði á meirilutanum av atkvøðurættindunum í felagnum, sambært avtalu við aðrar partaeigarar, lutaeigarar ella ognarar av pørtum av eginpeninginum, ella,

 

e) eigur fæfeingislutir í einum felag, og hevur avgerandi ávirkan á hesar.

 

2) Dótturfelag:

Eitt felag, har móðurfelagið beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eitt av teimum í nr. 1 nevndu sambondunum.

 

3) Samtøka:

Eitt móðurfelag, og dótturfeløg hjá hesum.

 

4) Haldfelagsskapur:

a) Eitt móðurfelag, ið ikki er eitt tryggingarfelag í einari samtøku, har í minsta lagi eitt av dótturfeløgunum í samtøkuni er eitt tryggingarfelag, og har í minsta lagi 40 prosent av samlaða fíggjarjavnanum fyri samtøkuna, og tilknýtt feløg hjá móðurfelagnum viðvíkja tryggingarfelag, sbr. tó stk. 8, ella 

 

b) eitt móðurfelag, hvørs virksemi bara, ella fyrst og fremst, er at eiga fæfeingislutir í dótturfeløgum, ið eru tryggingarfeløg ella fíggingarstovnar, og har í minsta lagi eitt dótturfelag er eitt tryggingarfelag.

 

5) Afturatknýtt felag:

Eitt felag, har eitt fíggjarfelag og dótturfeløg tess, eiga fæfeingislutir og fremja eina munandi ávirkan á rakstrar- og fíggjarleiðslu felagsins, men sum ikki er dótturfelag hjá fíggjarfelagnum. Eitt fíggjarfelag og tess dótturfeløg verða mett at hava munandi ávirkan, um tey til samans eiga 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum.

 

6) Binding:

Samanlegging av viðurskiftum, sum hava við sær ein fíggjarligan vága fyri felagið.

 

7) Tøtt sambond:

a) beinleiðis ella óbeinleiðis sambond av tí í nr. 3 nevnda slagi,

b) fæfeingilig áhugamál, við tí skilst eitt felag, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum ella fæfeinginum í einum felag, ella

 

c) felags samband millum fleiri feløg ella persónar og eitt felag sbr. litra a.

 

8) A-økis lond:

Limalondini í ES, onnur lond, sum eru fullgildir limir í felagsskapinum fyri búskaparligt samstarv og menning, OECD, og onnur lond, sum hava gjørt serligar lánssáttmálar við Altjóða gjaldoyra-grunnin, IMF, og eru knýtt at Den almindelige Låneoverenskomst. Eitt land, sum vegna vantandi gjaldføri leggur sína uttanlandsskuld um, verður útihýst frá øki-A í eitt tíðarskeið uppá 5 ár.

 

9) Deild:

Ein deild, ið rættarliga ikki er sjálvstøðugur partur av einum tryggingarfelag, og sum rekur  virksemi av tí slagi, sum tryggingarfelagið hevur loyvi til.

 

10) Fíggjarfelag:

Tryggingarfelag

 

Stk. 2. Við peningalig áhugamál skilst, at eitt felag beinleiðis ella óbeinleiðis eigur 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum ella fæfeinginum í einum felag.

Stk. 3. Við serligan lut er at skilja beinleiðis ella óbeinleiðis ogn av í minsta lagi 10 prosentum av fæfeinginum ella atkvøðurættindunum ella av einum luti, ið gevur møguleika til at fremja eina munandi ávirkan á leiðsluna í fíggjarfelagnum ella haldfelagsskapinum.

Stk. 4. Við fæfeingislutir skilst lutir í partafeløgum, smápartafeløgum, og í eginpeninginum hjá øðrum feløgum.

Stk. 5. Við í uppgerð av atkvøðurættindum, og rættindum til at tilnevna ella koyra limir úr leiðslubólkum, verða roknað rættindi, sum móðurfelagið eins væl og dótturfeløg eiga.

Stk. 6. Við uppgerð av atkvøðurættindum í einum dótturfelag, verða atkvøðurættindi, sum knýta seg at fæfeingislutum, ið móðurfelagið ella dótturfeløg tess eiga, ikki tald við.

Stk. 7. Í lógini skilst við:

1) Gjaldføriskrav, minsta fæfeingiskrav og minsti gjaldsføristørvur í samsvari við § 81.

2) Fæfeingiskrav í samsvari við § 82.

3) Grundarfæfeingi í samsvari við § 83.

4) Kjarnufæfeingi í samsvari vi𠧧 84-85.

5) Ískoytisfæfeingi í samsvari við § 88.

6) Ábyrgdar lánsfæfeingi í samsvari við § 89.

7) Serstakar bonusavsetingar í samsvari vi𠧧 87 og 91.

8) Limakonto í samsvari við § 86.

Stk. 8. Eitt móðurfelag, sum hevur verið fevnt av stk. 1, nr. 4, litra a, verður framvegis mett sum ein haldfelagsskapur, um so er, at í minsta lagi 35 prosent av samlaða fíggjarjavnanum fyri samtøkuna og afturatknýtt feløg hjá móðurfelagnum viðvíkja tryggingarøkinum. 1. punkt er tó ikki galdandi, um so er, at tann samlaði fíggjarjavnin, nevndur í pkt. 1., hevur verið undir 40 prosent, trý ár á rað.

 

§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um at nýta talgilt samskifti, harundir talgilt undirskriftarmerki, tá upplýsingar sambært hesi lóg verða skiftar millum borgarar og fyritøkur øðrumegin, og almennu umsitingina hinumegin. Somuleiðis ásetir landsstýrismaðurin neyvari reglur um at varðveita upplýsingar.

 

 

Partur II

 

Loyvi, einkarrættur, virkisøki og útlendsk tryggingarfeløg

 

Kapittul 3

 

Loyvi, einkarrættur o.a.

 

§ 7. Fyritøkur, sum reka tryggingarvirksemi, skulu hava loyvi sum tryggingarfeløg, sí tó § 22 og § 23. Loyvið skal tilskila tað virksemi í fylgiskjølunum 1 og 2, sum loyvið fevnir um. Tryggingarfeløg kunnu bert reka virksemi, sum er nevnt í fylgiskjølum 1 og 2, umframt virksemi sambært §§ 18-21. Sama ger seg galdandi fyri útlendsk tryggingarfeløg, sum eru fevnd av § 1, stk. 3 og lúka treytirnar í §§ 22 ella 23.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri hesi sløg av fyritøkum:

1) Arbeiðsloysistryggingar sbrt. Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

2) Sjúkrakassar o.tíl.

3) Fyritøkur, sum bara veita tænastu innan fyri eitt avmarkað økið, og har árliga tryggingargjalds-inntøkan ikki er hægri enn ein ávís upphædd, sum Tryggingareftirlitið ásetir.

4) Barsilskipanin.

Stk. 3. Fyritøkur, sum hava fingið loyvi sum tryggingarfeløg, hava einkarrætt til at nýta heiti “tryggingarfelag”, “sínámillum felag” ella “eftirlønargrunnur” í navni teirra. Aðrar fyritøkur kunnu ikki nýta nøvn ella heiti fyri teirra virksemi, sum kunnu elva til ta fatan, at tey eru tryggingarfeløg ella eftirlønargrunnar.

Stk. 4. Tryggingarfeløg hava skyldu til at nýta eitt navn, sum týðiliga tilskilar, at felagið er eitt tryggingarfelag. Sínámillum tryggingarfeløg hava skyldu til at nýta heiti “sínámillum felag” ella styttingar av hesum í navni sínum, ella á annan týðiligan hátt tilskila teirra eginleika sum sínámillum felag. Eftirlønargrunnar hava skyldu til í navni sínum týðiliga at tilskila, at teir eru eftirlønargrunnar. § 153, stk. 2-6 í partafelagslógini er somuleiðis galdandi fyri sínámillum tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.

Stk. 5. Ein fyritøka, sum søkir um loyvi sambært stk. 1, skal hava eitt grundarfæfeingi, sum í minsta lagi er ein upphædd, sum samsvarar tí, ið nevnt er í § 81.

 

§ 8.  Tryggingarfeløg skulu vera partafeløg, sínámillum feløg ella eftirlønargrunnar.

 

§ 9. Óevnislig ogn kann ikki verða nýtt til tess at gjalda partapening í fíggjarfeløgum.

 

§ 10. Tryggingareftirlitið gevur loyvi, um

1) krøvini í § 7 eru lokin,

2) limirnir í nevndini og stjórnini hjá umsøkjaranum lúka krøvini í § 49,

3) ognarar av serstøkum lutum sbrt. § 5, stk. 3, ikki virka ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum,

4) tað ikki eru tøtt sambond sbrt. § 5, stk. 1, nr. 7, millum umsøkjarar og onnur feløg ella persónar, sum kunnu hava við sær, at tað verður torførari hjá Tryggingareftirlitinum at røkja sínar uppgávur,

5) lóggávan, í einum landi uttan fyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, viðvíkjandi einari fyritøku ella einum persóni, sum umsøkjarin hevur tøtt sambond við, ikki vil kunna hava við sær, at tað verður torførari hjá Tryggingareftirlitinum at røkja sínar uppgávur,

6) mannagongdir og umsitingarlig viðurskifti hjá umsøkjaranum eru álítandi,

7) umsøkjarin hevur høvuðsskrivstovu og bústað í Føroyum og

8) stk. 2 ella §§ 12-15 og stk. 2 eru lokin.

Stk. 2.  Ein umsókn um loyvi sambært § 7 skal hava tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at Tryggingareftirlitið kann meta um treytirnar í stk. 1 eru loknar, undir hesum upplýsingar um støddina á teimum serstøku lutunum og bygnaðin hjá felagnum.       

Stk. 3. Vrakar Tryggingareftirlitið eina umsókn um loyvi, skal hetta verða fráboðað umsøkjaranum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at umsóknin varð móttikin, ella, um umsóknin er ófullfíggjað, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at umsøkjarin hevur sent tær upplýsingar, sum eru neyðugar, til tess at avgerð kann verða tikin. Í øllum førum verður avgerð tikin í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at umsóknin er móttikin. Hevur Tryggingareftirlitið ikki, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir móttøku av umsókn um loyvi, givið ummæli í málinum, kann felagið leggja málið fyri dómstólarnar.

Stk. 4. Fyri at virða eina avgerð frá ES-nevndini um fyribils steðg í samsvari við direktiv á fíggjarøkinum, kann Tryggingareftirlitið fyribils steðga viðgerð av umsóknum um loyvi sambært § 7 frá umsøkjarum, sum feløg, ið hava heimstað í einum landi uttan fyri Evropasamveldið (ES), sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, beinleiðis ella óbeinleiðis eiga.

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann sýta fyri at geva loyvi sambært stk. 1, um endamálið við at leggja høvuðsskrivstovu og heimstað í Føroyum bara er at sleppa sær undan at vera fevnd av lóggávuni í tí landi, har meginparturin av kundunum hjá umsøkjaranum eru búsitandi.

 

§ 11. Tá Tryggingareftirlitið hevur givið loyvi sambært § 10, kann tann føroyski skrásetingarmyndugleikin gera tær neyðugu skrásetingarnar.

Stk. 2. Við fráboðan um skráseting sbr. stk. 1, og við fráboðan um broytingar í viðtøkum, skal tryggingarfelagið senda eitt dagfest eintak av viðtøkunum við tí fullfíggjaðu, nýggju orðingini, til tann føroyska skrásetingarmyndugleikan, sum sendir eitt avrit til Tryggingareftirlitið.

Stk. 3. Við fráboðan av loyvi, ella broytingum í loyvi hjá tryggingarfeløgum, sendir Tryggingareftirlitið samstundis avrit av hesum til føroyska skrásetingarmyndugleikan. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin skrásetir dagfestingina fyri, nær loyvið varð givið.

                                                                                                                       

§ 12. Umsókn um loyvi skal hava eina rakstrarætlan, sum tryggingarfelagið hevur gjørt fyri tað virksemið, sum tryggingarfelagið ætlar at reka. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum skulu vera í rakstrarætlanini, um krøv til fráboðanarhátt og uppseting, og um áramálið, ið ætlanin fevnir um.

Stk. 2. Saman við einari umsókn um loyvi til tryggingarflokk 10 (ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør á landi) skulu vera upplýsingar um, hvønn persón felagið ætlar at tilnevna sum skaðaumboð í hvørjum einstøkum av hinum ES-londunum ella í einum landi, sum ES hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.   

Stk. 3. Eitt loyvi skal upplýsa um tað tryggingarvirksemi, sum felagið kann reka. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um innihaldið annars í loyvinum og í umsóknini.

 

§ 13. Lívstryggingarvirksemi skal ikki teingjast at øðrum tryggingarvirksemi í sama felag. Lívstryggingarfeløg kunnu tó, umframt lívstryggingarvirksemi, reka virksemi í tryggingarflokki 1 og 2 sbrt. fylgiskjali 1. Harumframt kann sama felag hava endurtrygging av lívstrygging og aðrari trygging.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir reglur um, í hvønn mun vágin hjá lívstryggingarfeløgum í tryggingarflokki 1 og 2 sbrt. fylgiskjali 1, er fevndur av serligu reglunum um lívstryggingarvirksemi í hesi lóg.

 

§ 14.  Tøkniliga grundarlagið o.a. fyri lívstryggingarvirksemi skal fráboðast Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi samstundis sum grundarlagið o.a. verður tikið í nýtslu. Sama er galdandi fyri allar seinri broytingar í nevndu viðurskiftum. Fráboðanin skal hava tilskilan um,

1) teir tryggingarhættir, felagið ætlar at nýta,

2) grundarlagið fyri útrokning av tryggingargjøldum, afturkeypsvirðum og tryggingarfrískjølum,

3) reglur fyri útrokning og býti av staðfestum yvirskoti til tryggingartakarar og onnur, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum,

4) felagsins meginreglur fyri endurtrygging, undir hesum upphæddarmørk,

5) reglur fyri nær bæði tryggingarsøkjandi og tryggingartakarar skulu lata heilsuupplýsingar til  metingar av váganum,

6) grundarlag fyri útrokning av lívstryggingarburturleggingum, bæði fyri ta einstøku tryggingaravtaluna og fyri felagið í síni heild, og

7) reglur, sambært hvørjum eftirlønarskipanir við útgjaldingum, útgoldnar við jøvnum millumbilum, sum eru teknaðar ella avtalaðar sum bundnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni, kunnu verða fluttar frá ella til felagið, í sambandi við flytan í annað starv, ella í sambandi við avhendan ella umskipan av virki.

Stk. 2. Feløg, ið ikki tekna beinleiðis lívstrygging, skulu ikki boða frá tí tøkniliga grundarlagnum, o.ø. fyri lívstryggingarvirksemi.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um viðurskiftini, sum eru nevnd í stk. 1, undir hesum um, og í hvønn mun, fráboðanir skulu vera alment atkomuligar.

 

§ 15. Tey, sambært § 14, stk. 1, nr. 1-5, fráboðaðu viðurskiftini skulu vera tryggjandi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartakaranum og øðrum, sum hava rættindi sambært tryggingaravtaluni.

Stk. 2. Tær fráboðaðu reglurnar fyri útrokning og býti av staðfestum úrsliti sambært § 14, stk. 1, nr. 3, skulu vera neyvar og greiðar, og skulu føra til eitt rímiligt býti.

Stk. 3. Tryggingargjøldini fyri nýteknaðar tryggingar skulu vera nóg stór, soleiðis at tryggingarfelagið kann lúka sínar skyldur, uttan at tørvur verður á skipaðum og varandi tilflutningi av øðrum peningamiðlum.

Stk. 4. Tær útrokningareindir (rentusatsir, kostnaðarsatsir, og statistiskar útrokningareindir), sum verða lagdar sum grund fyri útrokningina av tryggingargjøldum, afturkeypsvirðum og tryggingarfrí-skjølum, skulu verða valdar við varni. Tær hagfrøðiligu útrokningareindirnar, sum verða lagdar sum grund fyri útrokning av burturleggingum viðvíkjandi lívstryggingum, skulu ásetast soleiðis, at tær eru í samsvari við tær reglur, ið eru gjørdar við heimild í § 124.

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um tey í stk. 1- 4 nevndu krøv.

Stk. 6. Um krøvini í stk. 1- 4, ella í reglum givnar við heimild í hesi lóg, ikki eru lokin, skal Tryggingareftirlitið krevja, at lívstryggingarfelagið ger tær neyðugu broytingarnar sambært teimum í § 14 fráboðaðu viðurskiftum innan eina freist, sum eftirlitið ásetir. Ásetingarnar í § 152 verða at nýta samsvarandi.

 

§ 16. Verða tryggingar teknaðar áðrenn loyvi er givið og skráseting er gjørd, hóast ásetingarnar í §§ 7-10, bera tey, sum vegna tryggingarfelagið hava teknað tryggingarnar, ella hava samábyrgd fyri hesum, samábyrgd fyri, at avtalan verður lokin. Viðurkennir felagið skyldurnar í seinasta lagi 4 vikur eftir skrásetingina, fellur ábyrgdin hjá teimum viðkomandi burtur, treytað av, at trygdin hjá tryggingartakarunum ikki versnar avgerandi av hesum. Áðrenn felagið hevur viðurkent skyldurnar, eru slíkar avtalur ikki bindandi fyri tryggingartakaran.

Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 7-10 forða ikki fyri, at tað, við atliti til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag, kann verða gjørd tekning av limum, um so er at tryggingarliga ábyrgdin ikki er byrjað, og ongin hækkan av gjøldum er farin fram, áðrenn felagið er skrásett. Tekning av einum limi í eitt sínámillum felag í samsvari við pkt. 1, er einans bindandi, um felagið verður fráboðað Skráseting Føroya í seinasta lagi eitt ár eftir tekningina. Verður skráseting noktað, dettur avtalan burtur.

 

Serstakar reglur  fyri sínámillum tryggingarfeløg viðvíkjandi stovnan o.ø.

 

§ 17. Við teimum neyðugu tillagingunum verða §§ 3-13 í partafelagslógini at nýta samsvarandi til sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. Harumframt verða reglurnar um fráboðan og skráseting í partafelagslógini o.a. at nýta samsvarandi.

Stk. 2. Fyri sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar verða tær í stk. 1 nevndu reglur í partafelagslógini viðvíkjandi partaeigarum at nýta við neyðugum tillagingum til ábyrgdarar, og reglurnar um partapening og partabrøv at nýta viðvíkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum.

Stk. 3. Øll, sum hava atkvøðurætt sambært uppskoti til stovningarskjal ella viðtøkur, skulu taka undir við avgerð sbrt. § 9, stk. 2 í partafelagslógini. Samtykki sbrt § 10, stk. 2, 3. pkt. í partafelagslógini skal verða givið av øllum stovnarum, og øllum, sum hava atkvøðurætt sambært uppskoti til stovningarskjal ella viðtøkur.

 

 

Kapittul 4

 

Annað loyvt virksemi

 

§ 18. Tryggingarfeløg kunnu reka virksemi, sum hoyrir til tað virksemið, sum loyvi er fingið til. Tryggingareftirlitið kann gera av, at tað tilhoyrandi virksemið skal rekast av einum øðrum felag.

Stk. 2. Tryggingarfeløg kunnu gjøgnum dótturfeløg reka annað fíggjarligt virksemi.

§ 19. Tryggingarfeløg kunnu fyribils reka annað virksemi, til tess at tryggja ella avtaka frammanundan gjørdar bindingar, ella til tess at hjálpa til við umskipan av vinnufyritøkum. Tryggingarfelagið skal kunna Tryggingareftirlitið um hetta.

 

§ 20. Tryggingarfeløg kunnu, hóast §§ 7 og 19, í felagsskapi við onnur reka annað virksemi, um

1) tryggingarfelagið ikki beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eina avgerandi ávirkan virkinum,

2) tryggingarfelagið ikki rekur virksemi saman við fíggjarfeløgum, sum eru í samtøku við tryggingarfelagið, ella hava umsiting saman við tryggingarfelagnum, og

3) virksemi verður framt í einum øðrum felagi enn tryggingarfelagnum.

Stk. 2. Um eitt tryggingarfelag ella ein samtøka við ognartøku, samanlegging o.ø. kemur til at reka annað virksemi ímóti § 7, stk. 1, ella § 20, stk. 1, kann Tryggingareftirlitið áseta eina freist fyri avhendan av hinum virkseminum, um ein beinleiðis  avhendan hevði havt eitt fíggjarligt undirskot við sær.

 

 § 21. Umframt virksemi fevnt av §§ 18-20, kunnu tryggingarfeløg reka hetta virksemi:

1) Umboðsvirksemi fyri tryggingarfeløg og onnur feløg, sum eru undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum.

2) Bygna, ogn og rakstur av fastari ogn, sum varandi peningalig íløga.

 

 

Kapittul 5

 

Útlendsk tryggingarfeløg

 

§ 22. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur fingið loyvi til at reka tað í § 7 nevnda tryggingarvirksemi í einum øðrum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kann byrja at reka virksemi í Føroyum gjøgnum eina deild 2 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur fingið fráboðan um hetta frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum sbrt. stk. 4-8. Deildin kann reka tað í fylgiskjølum 1 og 2 nevnda virksemi, um hetta er fevnt av loyvinum hjá tryggingarfelagnum í heimlandinum.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið skal savna hesar upplýsingar frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum:

1) Eina lýsing av virkseminum hjá deildini, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,

2) eina váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi felagsins í heimlandinum,

3) bústað deildarinnar,

4) nøvnini hjá leiðslu deildarinnar ella aðalumboðunum sbrt. § 26.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið skal harumframt biðja um gjaldførisprógv.

Stk. 4. Skal deildin tryggja vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, skal Tryggingareftirlitið eisini krevja eina váttan frá myndugleikunum í heimlandinum um, at deildin er limur í Dansk Forening for International Motorkøretøjsforsikring (DFIM). §§ 54-57 í ferðslulógini eru galdandi fyri fulna av nevndu vágum í tryggingunum hjá hesum somu  deildum.

Stk. 5. Felagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting av teimum í stk. 2, nr. 1-4, og stk. 3 og stk. 4 nevndu viðurskiftum, í seinasta lagi 1 mánað áðrenn broytingin verður gjørd. Um tað ikki er gjørligt at geva Eftirlitinum boð um broytingina í seinasta lagi 1 mánað áðrenn broytingin verður gjørd, skal fráboðanin verða gjørd skjótast gjørligt. Felagið skal tó ikki boða Eftirlitinum frá broytingum í felagsins grundarfæfeingi og gjaldførislyklatølum.

Stk. 6. Ásetingarnar í partafelagslógini, um deildir hjá útlendskum partafeløgum, verða at nýta á deildunum, ið eru nevndar í stk. 1.

 

§ 23. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur fingið loyvi til at reka tað í § 7 nevnda tryggingarvirksemi í einum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kann byrja at veita tænastuveitingar í Føroyum, tá Tryggingareftirlitið hevur fingið fráboðan um hetta frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum. Tað útlendska tryggingarfelagið kann reka tað í fylgiskjølunum 1 og 2 nevnda virksemi, tá eftirlitsmyndugleikarnir í heimlandinum hava váttað, at hetta er fevnt av loyvinum hjá tryggingarfelagnum í heimlandinum. Tryggingar-eftirlitið skal harumframt hava fingið upplýsingarnar, ið eru nevndar í stk. 2 og 3, frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum. 

Stk. 2. Tryggingareftirlitið skal savna hesar upplýsingar frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum:

1) Gjaldførisprógv, og

2) eina tilskilan av teimum tryggingarflokkum, bólkar av flokkum og møguligum tilknýttum vága, sum tryggingarfelagið ætlar at geva fulna fyri her í landinum.

Stk. 3. Um tryggingarfelagið skal geva fulna fyri vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, skal Tryggingareftirlitið biðja tryggingarfelagið um navn og bústað hjá tí í stk. 4 nevnda umboði, umframt eina váttan um, at tryggingarfelagið er limur í Dansk Forening for Intenationale Motorkøretøjsforsikring.  §§ 54-57 í ferðslulógini eru galdandi fyri fulna av nevndu vágum í tryggingunum hjá hesum somu deildunum.

Stk. 4. Tryggingarfelagið skal eisini, um so er, at tað gevur fulna fyri vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, tilnevna eitt umboð, sum býr ella hevur etablerað seg í Føroyum. Umboðið skal hava heimild til at savna allar neyðugar upplýsingar í sambandi við krøv, og til at umboða tryggingarfelagið mótvegis skaddum persónum, sum kunnu gera krøv galdandi undir hesum, við atliti til gjald av slíkum krøvum.

 

Stk. 5. Umboðið sbrt. stk. 4, skal harumframt hava heimild til at umboða tryggingarfelagið mótvegis myndugleikum, og eisini undir rættarmálum móti tryggingarfelagnum í sambandi við tey krøv, sum eru nevnd í stk. 4.

Stk. 6. Umboðið sbrt. stk. 4, kann ikki reka ella hjálpa til við nøkrum slagi av beinleiðis tryggingarvirksemi, og tilnevningin av umboðnum verður ikki mett sum stovnan av einum etableraðum handilsstaði.

Stk. 7. Tryggingarfelagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting av teimum í stk. 2, nr. 2 og stk. 1, 2. pkt. nevndu viðurskiftum, í seinasta lagi samstundis sum broytingin verður gjørd.

 

§ 24. Eitt útlendskt tryggingarfelag kann nýta sama navn, sum felagið nýtir í heimlandinum. Er vandi fyri samanblanding við eitt annað navn, ið verður nýtt í Føroyum, kann Skráseting Føroya krevja eitt útgreinandi uppískoyti.

 

§ 25. Við eitt etablerað handilsstað hjá einum tryggingarfelag skal skiljast:

1) Heimstaður sambært viðtøkunum.

2) Ein deild.

3) Ein skrivstova, sum verður stýrd av egnum starvsfólki hjá einum útlendskum tryggingarfelag.

4) Ein óheftur persónur, sum hevur støðuga heimild til at virka vegna eitt útlendskt tryggingarfelag á sama hátt sum eina deild.

Stk. 2. Er eitt útlendskt tryggingarfelag her í Føroyum fevnt av stk. 1, nr. 3 ella 4, verða skrivstovan ella starvsfólkið eisini mett sum ein føroysk deild hjá tryggingarfelagnum og skal lúka tær í § 22, ella tær sambært § 1, stk. 3 ásettu treytir.

 

§ 26. Tryggingarfelagið skal tilnevna eitt aðalumboð til at stýra deildini, og bert aðalumboðið kann skriva undir vegna deildina. Aðalumboðið skal hava heimild til at skriva undir vegna felagið mótvegis triðjamanni, og til at umboða felagið annars, undir hesum yvir fyri Tryggingareftirlitinum og Skráseting Føroya, umframt í rættarmálum móti felagnum.

 

Stk. 2. Um so er, at aðalumboðið ikki virkar sum tað í § 23, stk. 6 nevnda umboð fyri virksemi hjá tryggingarfelagnum í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjal 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, eru reglurnar í § 23, stk. 3-5 harumframt galdandi.

Stk. 3. Eitt tryggingarfelag skal bara hava eitt aðalumboð í Føroyum.

Stk. 4. Aðalumboðið kann fráboða umboðsfulltrú til eitt ella fleiri umboð.

Stk. 5. Aðalumboð skulu vera persónar, sum eru myndugir og antin hava føroyskan heimarætt, ríkisborgararætt í einum ES-limalandi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum. Tryggingareftirlitið kann geva undantaksloyvi frá kravinum um ríkisborgararætt, har viðurskiftini tala fyri tí.

Stk. 6. Eitt partafelag, smápartafelag ella íognarfelag, heimahoyrandi í Føroyum, kann vera aðalumboð, um so er at aðalumboðið, sum sítt umboð tilnevnir ein persón, sum lýkur tær í stk. 5. nevndu treytir til at vera aðalumboð.

 

§ 27. Við avhending av allari ella pørtum av einari tryggingarmongd, sum eitt útlendskt tryggingarfelag hevur teknað í Føroyum í samsvari vi𠧧 22 og 23, skal Tryggingareftirlitið í samstarvi við myndugleikan í heimlandinum kunngera eina fráboðan um avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði. Avhendingin kann ikki verða nýtt sum grundarlag fyri at ógilda tryggingaravtaluna.

 

§ 28. Tryggingareftirlitið kann áleggja útlendskum tryggingarfeløgum, sum eru fevnd av reglunum í § 22, stk. 1, og § 23, stk. 1, og sum í Føroyum geva fulna fyri teimum í fylgiskjali 1 nevndu vágum, at luttaka í skipanum, sum veita vissu fyri fulnaði av endurgjaldskrøvum frá teimum tryggjaðu ella frá skaddum triðjamonnum, í tann mun slíkar skipanir somuleiðis eru galdandi fyri føroysk tryggingarfeløg.

 

§ 29. Tryggingareftirlitið kann gera neyvari reglur fyri tryggingarfeløg um tænastuveitingar, ið verða veittar úr  londum, uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

 

Virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í útlandinum

 

§ 30. Eitt tryggingarfelag, ið ynskir at stovna eina deild í einum øðrum landi, skal geva Tryggingareftirlitinum boð um hetta, saman við hesum upplýsingum um deildina:

1) Í hvørjum landi ynskt verður at stovna deildina,

2) einari lýsing av virkseminum hjá deildini, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,

3) bústað deildarinnar,

4) nøvnini hjá stýri deildarinnar,

5) navnið á aðalumboði deildarinnar.

Stk. 2. Tá ein deild verður stovnað í einum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, sendir Tryggingareftirlitið upplýsingarnar, sum eru nevndar í stk. 1, víðari til eftirlitsmyndugleikarnar í vertslandinum. Samstundis sendir Tryggingareftirlitið eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum gjaldførisprógv og eina váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi tryggingarfelagsins í vertslandinum.

Stk. 3. Upplýsingarnar, sbrt. stk. 2, verða sendar í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur móttikið upplýsingarnar. Samstundis sum upplýsingarnar verða sendar, kunnar Tryggingareftirlitið tryggingarfelagið um hetta.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann lata vera við at senda upplýsingarnar sbr. stk. 2, um orsøk er at ivast í, um  fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini. Tryggingareftirlitið gevur felagnum boð um hetta í seinasta lagi 2 mánaðir eftir at upplýsingarnar, sum eru nevndar í stk. 1, eru móttiknar.

Stk. 5. Tryggingarfelagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting í viðurskiftunum, ið eru nevnd í stk. 1. Eftirlitið skal hava fingið fráboðanina í seinasta lagi 1 mánað áðrenn broytingin verður gjørd. Um tað ikki er gjørligt at boða Eftirlitinum frá broytingini í seinasta lagi 1 mánað áðrenn broytingin verður gjørd, skal fráboðan gerast skjótast gjørligt. Eftirlitið er pliktað á sama hátt mótvegis eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum, um vertslandið er eitt annað ES-land ella lond, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.    

Stk. 6. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum til at stovna eina deild í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum. Er orsøk til at ivast í, um  fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini, kann Eftirlitið vraka eina umsókn um loyvi.

Stk. 7. Um Tryggingareftirlitið hevur kravt, at eitt tryggingarfelag ger eina endurreisingarætlan sbrt. § 151, skal Eftirlitið ikki lata gjaldførisprógv víðari.

 

§ 31. Eitt tryggingarfelag, sum ætlar at reka tænastuveitingarvirksemi tvørtur um landamørk í einum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, skal geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta, við tilskilan av, í hvørjum landi ynskt verður at byrja virksemi, og hvat slag av virksemi ynskt verður at reka. Tryggingarfelagið skal harumframt upplýsa, hvørjar tryggingarflokkar, bólkar av flokkum og møguligar afturatknýttar vágar, ynskt verður at reka. 

Stk. 2. Í seinasta lagi 1 mánað eftir móttøku av fráboðanini, sum er nevnd í stk. 1, sendir Tryggingareftirlitið eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum hana saman við einari váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi felagsins. Harumframt sendir Tryggingareftirlitið eftirlits-myndugleikunum í vertslandinum eitt gjaldførisprógv.  

Stk. 3. Um Tryggingareftirlitið hevur kravt, at eitt tryggingarfelag ger endurreisingarætlan sbrt. § 151,  skal Tryggingareftirlitið ikki lata gjaldførisprógv víðari. 

 

§ 32. Eitt tryggingarfelag, sum ætlar at stovna eitt dótturfelag í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við, skal hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum. Er orsøk til at ivast í, um  fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini, gevur Eftirlitið ikki loyvi.

Stk. 2. Eitt tryggingarfelag skal boða Tryggingareftirlitinum frá stovnan av dótturfeløgum í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við, ið ikki eru fevnd av stk. 1.

 

§ 33. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í londum uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

 

§ 34. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um avhending av tryggingarmongd, sum er teknað eftir virksemi sambært § 30, stk. 1, og § 31, stk. 1.

 

Partur III

 

Góður skikkur o.a.

 

Kapittul 6

 

Góður skikkur og sáttmálaviðurskifti

 

§ 35. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu verða rikin samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøkið.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um reiðiligan handilsskikk  og góða siðvenju hjá  tryggingarfeløgum.

 

§ 36. Her í landinum er tað ikki loyvt við vinnuligum endamáli at hjálpa til við at beinleiðis tryggingar hjá persónum, búsitandi her í Føroyum, føroysk skip ella aðrir vágar, sum eru her í Føroyum, verða teknaðar hjá øðrum enn,

1) føroyskum tryggingarfeløgum, og

2) útlendskum tryggingarfeløgum, sum lúka

treytirnar í § 22, stk. 1, ella § 23, stk. 1, umframt útlendskum tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

 

§ 37. Verður ábyrgdar lánsfæfeingi útskrivað í hópskuldarbrøvum, skal tryggingarfelagið nevna hesi fæfeingisprógv.

 

§ 38. Teknar eitt tryggingarfelag fæfeingisinnskot fevnt av § 89, stk. 1, kann felagið ikki samstundis bjóða lánsfígging til keyp av fæfeingisinnskoti.

 

§ 39. Hesar tryggingaravtalur kunnu ikki verða gjørdar av ella fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum:

1) Lívstrygging, har felagið við deyða tryggingartakarans bindur seg til at útgjalda størri upphædd enn tey inngoldnu gjøldini við rentum, um so er, at tryggingartakarin og tann tryggjaði ikki eru ein og sami persónur, og tryggingartakarin ikki hevur samtykki frá tí tryggjaða.

2) Lívstrygging, har felagið bindur seg til at rinda størri upphædd enn tey inngoldnu tryggingar-gjøldini við rentum, vegna deyða áðrenn tann tryggjaði fyllir 8 ár.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann gera undantøk frá reglunum í stk. 1, nr. 1 og 2.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um innihaldið í vanligu tryggingartreytunum fyri lívstryggingarvirksemi.

 

§ 40. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum eitt lívs- ella skaðatryggingarfelag skrivliga skal lata viðskiftafólki, áðrenn tryggingaravtala verður gjørd, og í framhaldandi kundaviðurskiftum.

 

§ 41. Eitt tryggingarfelag, sum bjóðar út brúkaratryggingar, skal bjóða at viðkomandi tryggingar kunnu teknast við treyt um, at tryggingartakarin kann siga tryggingina upp við 30 daga freist til mánaðarlok.

Stk. 2. Við eina brúkaratrygging sbr. stk. 1 skal skiljast ein tryggingaravtala, har tryggingartakarin (brúkarin), tá avtalan verður gjørt, í høvuðsheitum virkar uttan fyri sína vinnugrein.

Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri lívstrygging. Stk. 1. er harumframt ikki galdandi fyri trygging, sum umfatar ein serstakan íkomnan váða, ið bert fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið, tá tryggingar-avtalan verður gjørd fyri eitt avtalað tíðarskeið, sum í mesta lagi er 1 mánaði (stutttíðartrygging), uttan so at tryggingin er ein partur av einum øðrum slagi av trygging.

 

§ 42.  Eitt tryggingarfelag kann bara nýta eina vinnufyritøku til at selja vøruna hjá tryggingarfelagnum, um tann vinnurekandi er skrásettur í einum almennum yvirliti yvir persónar, ið selja tryggingar, og lýkur treytirnar til skráseting.

 

§ 43. Er eitt lívstryggingarskjal burturmist, kann viðkomandi tryggingarfelag eftir áheitan frá tí, sum hevur prógvað sín rætt til tryggingarskjalið, við 6 mánað ávaring boða handhavaranum at gera vart við seg. Boðini, ið verða givin við kunngerð í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, í fyrsta blaði í einum ársfjórðingi, skal hava eina nóg góða lýsing av tryggingarskjalinum, harundir navnið á honum, á hvørs lív tryggingin er teknað.

Stk. 2. Ger eingin vart við seg innan freistin er úti, er tryggingarskjalið ógildugt, og felagið ger eitt nýtt tryggingarskjal til hansara, ið hevur biðið um, at boðini vórðu givin. Hann skal gjalda kostnaðin av boðunum.
Stk. 3. Ger onkur vart við seg eftir kunngerðina, og fæst ikki ein friðarlig skipan, kann eitt nýtt tryggingarskjal ikki verða skrivað, fyrr enn sínámillum rætturin av fráboðaðu krøvunum er gjørdur av við dómi.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 føra ikki við sær nakra skerjing í høvinum at royna at fáa lívstryggingarskjalið ógildað við dómi, sambært lóggávuni um ógilding av virðisskjølum. 

 

§ 44. Eitt tryggingarfelag, ið teknar bygningsbrunatrygging, skal við teimum avmarkingum, ið fylgja av tess viðtøkum ella tess loyvi, tryggja allar bygningar.

Stk. 2. Felagið kann tó nokta at tryggja:

1) bygningar, ið ikki eru fullvæl innrættaðir móti eldvanda, og

2) tómar bygningar.

 

§ 45. Eitt tryggingarfelag kann ikki slíta eina bygningsbrunatrygging vegna tað, at tryggingargjaldið ikki er goldið.

Stk. 2. Ein tryggingartakari kann einans enda tryggingina við samtykki frá teimum, sum hava rættindi sambært øllum heimildum og skuldbindingum, ið eru tinglýstar á ognina, um ognin ikki, uttan at rættarstøðan hjá hesum versnar, verður tryggjað í einum øðrum felag, sum hevur loyvi at reka bygningsbrunatrygging.

Stk. 3. Tryggingarfelagið hevur pantingarrætt fyri tryggingargjøld við afturatkomnum rentum og øðrum útreiðslum. Felagið hevur harumframt veðrætt fyri veitingar í tí tryggjaðu ognini, framum veðrættir í ognini í 1 ár frá gjaldkomudegnum.

Stk. 4.  Tryggingareftirlitið ásetir minstukrøvini fyri tekning av bygningsbrunatrygging hjá tryggingarfeløgum.

 

 

Partur IV

 

Ognarviðurskifti og leiðsla o.a.

 

Kapittul 7

 

Ognarviðurskifti

 

§ 46. Ein og hvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ætlar at ogna sær ein serligan lut uppá 10 % ella meira, sbrt. § 5, stk. 3, í einum tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi, skal frammanundan boða Tryggingareftirlitinum frá, og Eftirlitið skal góðkenna ætlaðu ognanina. Tað sama er galdandi fyri slíka øking av einum serligum luti, ið hevur við sær, at hesin, aftaná ognanina, er ella fer um eitt mark uppá ávikavist 20%, 33% ella 50% av parta-peninginum ella atkvøðurættindunum, ella sum hevur við sær, at tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin verður eitt dótturfelag.

Stk. 2. Ognan ella øking av lutinum, sum nevnt í stk. 1, kann bert vera góðkend, tá hetta ikki stríðir móti fyrilitinum at tryggja eina skynsama og fullgóða umsiting av tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum. 

Stk. 3. Góðkenning ella noktan felagsins skal vera til taks í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur fingið fullfíggjaða fráboðan um ætlaðu ognanina.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann, tá góðkenning av ognan ella øking, sambært stk. 1, verður givin, áseta eina freist fyri, nær henda skal vera framd.

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann fyribils steðga viðgerðini av einari umsókn, um beinleiðis ella óbeinleiðis ognan, hjá einum likamligum ella løgfrøðiligum persóni, av teimum í stk. 1 nevndu lutum í einum tryggingarfelag ella haldfelagsskapi, um komandi ognarin er staddur í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við.

Stk. 6. Fæfeingisognarar, sum eiga ein lut uppá í minsta lagi 10 prosent, og sum ætla at minka henda lut soleiðis, at hann kemur undir tey í stk. 1 ásettu mørkini, skulu geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta og tilskila støddina á tí ætlaða framtíðar lutinum.

Stk. 7. Tá eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur fær kunnleika um ognan ella avhending av lutum, sum nevndir í stk. 1 og 6, skal felagið ella haldfelagsskapurin beinan vegin geva Tryggingar-eftirlitinum fráboðan um hetta.

Stk. 8. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu síðst í februar mánaði geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um nøvnini á fæfeingisognarunum, sum við árslok í undanfarna ári áttu ein serligan lut í tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum, og um støddina á hesum lutum.

 

§ 47. Um so er, at fæfeingisognarar, ið eiga ein av teimum í § 46, stk. 1 ásettu lutunum í einum tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi, arbeiða ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av felagnum, kann Tryggingareftirlitið seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutunum hjá viðkomandi ognarum, ella krevja, at felagið fylgir ávísum meginreglum.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutum, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar eiga, sum ikki halda skylduna í § 46, stk. 1, at geva Eftirlitinum fráboðan frammanundan. Fæfeingislutirnir fáa aftur fullan atkvøðurætt, um Tryggingareftirlitið kann góðkenna ognanina.

Stk. 3. Um so er, at ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur hevur ognað sær fæfeingislutir, sum nevnt í § 46, stk. 1, hóast Tryggingareftirlitið hevur noktað at góðkenna hesa ognanina av fæfeingislutum, skal Eftirlitið seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at hesum fæfeingislutum. 

Stk. 4. Hevur Tryggingareftirlitið sett úr gildi atkvøðurættin sambært stk. 1-3, kann fæfeingisluturin ikki verða tikin við í uppgerðini av tí á aðalfundi umboðaða fæfeinginum, sum hevur atkvøðurætt.

 

§ 48.  Tryggingareftirlitið skal frammanundan hava fráboðan um tryggingarfeløg og haldfelags-skapir, sum  beinleiðis ella óbeinleiðis ogna sær ein serligan lut í einum útlendskum fíggjarfelag, og eisini slíka øking av einum serligum luti, ið hevur við sær, at hesin er ella fer um eitt mark uppá ávikavist 20, 33 og 50% av atkvøðurættindunum ávikavist partapeninginum, ella at tað útlendska fíggjarfelagið verður eitt dótturfelag. Fráboðanin skal hava upplýsing um, í hvørjum landi felagið er sett á stovn.

Stk. 2. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, sum eiga ein lut uppá í minsta lagi 10 prosent av einum útlendskum fíggjarfelag, og sum ætla at minka henda lut soleiðis, at hann kemur undir eitt av teimum í stk. 1 ásettu mørkum, skulu geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta og tilskila støddina á tí ætlaða framtíðar lutinum.

Stk. 3. Har tað útlendska fíggjarfelagið verður til eitt dótturfelag, skal fráboðanin til Tryggingareftirlitið hava hesar upplýsingar um dótturfelagið:

1) Í hvørjum landi ynskt verður at stovna deildina,

2) eina lýsing av virkseminum hjá dótturfelagnum, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,

3) bústað dótturfelagsins,

4) nøvnini hjá leiðslu dótturfelagsins.

Stk. 4. Er broyting í viðurskiftunum, sum eru fráboðað, sbrt. stk. 3, nr. 1-4, skal tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta, áðrenn broytingin verður gjørd. Um so er, at tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin ikki frammanundan eru kunnug um broytingina, skal fráboðanin til Tryggingareftirlitið verða gjørd beinan vegin tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin hava fingið upplýsing um broytingina.

 

 

Kapittul 8

 

Leiðsla og innrættan av felagnum

 

§ 49. Ein limur í nevndini og stjórnini í einum tryggingarfelag skal hava nøktandi royndir til tess at røkja starvið ella uppgávuna.

Stk. 2. Ein limur í nevndini og stjórnini kann ikki røkja starvið ella uppgávuna sum ávikavist nevndarlimur og stjóri í einum tryggingarfelag, um so er, at

1) viðkomandi endaliga er dømdur revsing fyri brot á revsilógina ella løgtingslógina um tryggingarvirksemi og hetta brot hevur við sær vanda fyri, at starvið ella uppgávan ikki verða røkt á tryggjandi hátt,

2) viðkomandi hevur fráboðað gjaldsteðg, er farin á húsagang, hevur latið inn umsókn um skuldarumskipan, ella samráðing um neyðskuldarsemju er byrjað,

3) fíggjarstøðan hjá viðkomandi ella feløgum, sum viðkomandi eigur, ella hevur luttikið í rakstrinum av, hava elvt til, at tryggingarfelagið hevur havt undirskot, ella vandi hevur verið fyri undirskoti, ella

4) viðkomandi hevur sýnt slíkan atburð, at orsøk er til at halda, at hann ikki kann røkja uppgávuna á fullgóðan hátt.

Stk. 3. Limir í nevnd og stjórn hava skyldu til at geva Tryggingareftirlitinum upplýsing um viðurskiftini, nevnd í stk. 2.

Stk. 4. Stk. 1, stk. 2, nr. 1, 2 og 4, og stk. 3 eru galdandi samsvarandi fyri limir í nevnd og stjórn í haldfelagsskapum.

 

§ 50. Nevndin skal í starvsskipanini áseta neyvari reglur um útinnan av sínum starvi.

 

§ 51. Tann tekningarrættur, sum limir í nevndini ella stjórnini hava, sambært § 60, stk. 2 í partafelagslógini, kann einans verða framdur av minst tveimum í felag.

 

§ 52. Boðan til aðalfundar í einum tryggingarfelag skal vera alment atkomulig og í samsvari við reglurnar í viðtøkunum. Fjølmiðlarnir skulu hava atgongd til aðalfundin.

Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri feløg, sum eitt tryggingarfelag eigur 100 prosent.

 

§ 53. Fyri tryggingarfeløg fremur Tryggingareftirlitið tær heimildir, ið eru givnar tí Skráseting Føroya, sambært § 72, stk. 2 í partafelagslógini.

 

§ 54. Ein umboðsnevnd kann verða sett á stovn til tess at røkja ávísar uppgávur, ið eru tilskilaðar í viðtøkunum, undir hesum val av nevnd. Limir í umboðsnevndini eru undir somu ábyrgd sum nevndin, viðvíkjandi røkt av sínum starvi.

 

§ 55. Nevndin í einum tryggingarfelag skal gera skrivligar leiðreglur fyri høvuðsvirksemi tryggingarfelagsins, har arbeiðsbýtið millum nevnd og stjórn verður ásett.

 

§ 56. Eitt tryggingarfelag skal hava:

1) eina góða fyrisitingarliga og roknskaparliga siðvenju,

 

2) skrivligar mannagongdir á øllum týðandi virkisøkjum,

3) nøktandi innanhýsis eftirlitsmannagongdir,

4) álítandi eftirlits- og trygdartiltøk á KT-økinum, og

5) tað tilfeingi, sum er neyðugt til røttu verksetingina av tess virksemi og at nýta tað á hóskandi hátt.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ger vegleiðingar um økini, nevnd í stk. 1.

 

§ 57. Starvið sum nevndarlimur í einum tryggingarfelag kann ikki sameinast við starvið sum stjóri í tryggingarfelagnum. Tó kann nevndin, um ein stjóri hevur forfall, fyribils tilnevna ein av sínum limum sum stjóra. Viðkomandi kann í slíkum føri ikki atkvøða í nevnd, stjórn, v.m.

Stk. 2. Starvið sum innanhýsis grannskoðanarleiðari og varagrannskoðanarleiðari kann ikki sameinast við starvið sum nevndarlimur.

 

§ 58. Nevndarformaðurin skal syrgja fyri, at nevndin hevur fund, tá hetta er neyðugt, og skal ansa eftir, at allir limir fáa fundarboð. Ein og hvør limur í nevndini, ein stjóri, ein uttanhýsis  grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin í einum tryggingarfelag, kann krevja, at nevndin verður kallað saman. Ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin hava rætt til at vera til staðar og greiða frá sínari áskoðan tá nevndarfundur er, um ikki nevndin í tí einstaka málinum tekur eina aðra avgerð. Uttanhýsis grannskoðarar og innanhýsis grannskoðanarleiðarin hava altíð rætt til at luttaka á nevndarfundum, tá mál, ið eru til viðgerðar, hava  týdning fyri grannskoðanina, ella fyri framløgu av ársfrágreiðingini.

Stk. 2 Uttanhýsis grannskoðarar, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, hava skyldu til at luttaka í viðgerðini av nevndu málum í nevndini, um so er at ein nevndarlimur ynskir hetta.

 

Stk. 3. Til nevndarfundirnar skal førast gerðabók, ið verður undirskrivað av øllum limunum, sum eru til staðar. Ein nevndarlimur, ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanar-leiðarin ella ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, ið ikki er samdur í avgerð nevndarinnar, hevur rætt til at fáa sína áskoðan førda í gerðabókina.

 

§ 59. Tryggingarfelagið skal beinanvegin fráboða Tryggingareftirlitinum upplýsingar um viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri framhaldandi raksturin av tryggingarfelagnum.

Stk. 2. Sama ger seg galdandi fyri tann einstaka nevndarlimin, ein stjóra og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin.

Stk. 3. Heldur ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag, uttanhýsis grannskoðarin ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, at tryggingarfelagið ikki lýkur fæfeingiskravið sbrt. § 81, skal viðkomandi beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá hesum.

 

§ 60. Ein stjóri kann ikki uttan nevndarinnar góðkenning gera avtalu millum felagið og seg sjálvan, ella avtalu millum tryggingarfelagið og triðjamann, um stjórin hevur týðandi áhugamál, ið kunnu stríða móti felagsins áhugamálum.   

 

§ 61. Persónar, sum sambært lóg ella viðtøkuásetingum eru settir í starv av nevndini í einum tryggingarfelag, og starvsfólk, har tað er ein týðandi vandi fyri ósamsvari millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins, kunnu ikki fyri egna rokning ella gjøgnum feløg, ið tey hava ræði yvir,

1) lána ella taka burtur av kredittum, sum longu eru játtaðir til at keypa virðisbrøv, tá ið keyptu virðisbrøvini verða sett í veð fyri lánið ella kredittin,  

2) ogna sær, skriva út ella handla við avleiddum fíggjarligum amboðum, uttan so at endamálið er at minka um váðan.

 

3) ogna sær fæfeingislutir, undantikið lutir í íløgufeløgum, serfeløgum og útlendskum íløgustovnum fevndir av “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og special-foreninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” við atliti at sølu av hesum áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, ella

4) taka sær støður í útlendskum gjaldoyra, undantikið evru, tá støðutakanin verður gjørd við atliti at øðrum enn gjaldi fyri keyp av virðisbrøvum, vørum ella tænastuveitingum, ella keypi ella rakstri av fastari ogn, ella til at nýta fyri ferðing.

Stk. 2. Skarin av persónum, nevndur í stk. 1, kann ikki ogna sær fæfeingislutir í feløgum, ið reka virksemi, sum er nevnt í stk. 1, nr. 1-4. Hetta er tó ikki galdandi fyri keyp av partabrøvum í peningastovnum, tryggingarfeløgum, realkredittstovnum, ella virðisbrævameklarafeløgum og lutir í íløgufeløgum, serfeløgum og útlendskum íløgustovnum, fevndir um “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”.

Stk. 3. Nevndin skal taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu verða fevnd av forboðnum, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál fíggjarfelagsins. Nevndin skal tryggja, at viðkomandi starvsfólk vita um hetta. Revsireglurnar í § 215, stk. 1, 2. pkt. eru galdandi frá tí, at viðkomandi hevur fingið kunning um hetta.

Stk. 4. Fyri persónar, sum eru fevndir av stk. 1, skal nevndin gera leiðreglur fyri eftirlitið við at forboðið í stk. 1 og stk. 2, 1. pkt. verður hildið, undir hesum um fráboðan av ognaravgerðum.

Stk. 5. Uttanhýsis grannskoðanin skal árliga fara ígjøgnum leiðreglurnar hjá tryggingarfelagnum, sambært stk. 4, og í grannskoðanarbókini viðvíkjandi ársfrágreiðingini upplýsa, um leiðreglurnar verða mettar at vera álítandi og hava virkað hóskandi,  og um eftirlitsmannagongdirnar hjá felagnum hava elvt til viðmerkingar.

 

Stk. 6. Ein kontoskrivandi stovnur hevur skyldu til, eftir áheitan frá nevndini í tryggingarfelagnum, at geva uttanhýsis grannskoðarunum hjá tryggingarfelagnum atgongd til upplýsingar um kontoir og goymslur, og harumframt til at útflýggja útskriftir um persónar, fevndir av stk. 1.  

Stk. 7. Forboðið í stk. 1, nr. 2, fevnir ikki um fíggjarlig amboð, ið eru avleidd av partabrøvum í tryggingarfelagnum ella einari fyritøku, ið eru samtøkuknýtt, og sum viðkomandi fær sum liður í sínari løn.

Stk. 8. Forboðið í stk. 1, nr. 1, fevnir ikki um løn til at keypa starvsfólkapartabrøv og amboðini, nevnd í stk. 7.

Stk. 9. Forboðið í stk. 1, nr. 3, fevnir ikki um partabrøv, sum eru keypt við nýtslu av amboðunum, nevnd í stk. 7.

Stk. 10. Innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar kunnu, hóast stk. 1-9, ikki hava fíggjarlig áhugamál í tryggingarfeløgum ella samtøkum, sum teir starvast í.

 

§ 62. Uttan nevndarinnar góðkenning, sum skal skrivast í gerðabókina, kann eitt tryggingarfelag ikki loyva bindingum mótvegis ella móttaka trygdarveitingar frá

1) nevndarlimum og stjórum í tryggingarfelag ella

2) fyritøku, har persónsskarin, nevndur í nr. 1, er stjóri ella nevndarlimur.

Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu bindingar skulu játtast sambært vanligum handilstreytum hjá tryggingar-felagnum, og verða grundaðar á marknaðartreytir. Uttanhýsis grannskoðarin hjá tryggingarfelagnum skal í grannskoðanarbókini viðvíkjandi ársfrágreiðingini vátta, um krøvini í pkt. 1 eru lokin.

Stk. 3. Stjórnin og nevndin skulu serstakliga hava eftirlit við ráðiligheitini og gongdini í bindingunum, nevndar í stk. 1.

Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 eru eisini galdandi fyri avtalur við persónar, ið eru knýttir at stjórum við giftu, samlívi ella eru skildir í stígandi ella fallandi linju ella sum systkin, og fyri fyritøkur, har slíkir persónar eru stjórar.

 

Stk. 5. Eitt tryggingarfelag ella fyritøkur í somu samtøku, kunnu ikki loyva avtalum mótvegis ella móttaka trygdarveitingar frá einum uttanhýsis grannskoðara ella innanhýsis grannskoðanar- ella varagrannskoðanarleiðaranum. Hetta er ikki galdandi fyri lán, veitt av einum lívstryggingarfelag innanfyri afturkeypsvirði av einum tryggingarskjali, sum lívstryggingarfelagið hevur givið út.  

 

§ 63. Reglurnar um samtøkuumboðan í partafelagslógini eru ikki galdandi fyri starvsfelagar í fyritøkum, sum eitt tryggingarfelag fyribils rekur annað virksemi ígjøgnum, sambært hesi lóg.

 

 

Almennar reglur um onnur størv hjá leiðsluni

 

 

§ 64. Persónar, sum sambært lóg ella viðtøkuásetingum eru settir í starv av nevndini í einum tryggingarfelag, kunnu ikki uttan loyvi nevndarinnar eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirki ella sum nevndarlimir, starvsmenn ella á annan hátt taka lut í leiðsluni ella rakstrinum í einum øðrum vinnuvirki enn tryggingarfelagnum, sbr. tó § 127, stk. 9 og 10.

Stk. 2. Fyri starvsfólk í einum tryggingarfelag, har tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins, kunnu hesi ikki uttan loyvi frá stjórnini eiga ella reka  sjálvstøðuga vinnufyritøku ella sum nevndarlimir, starvsmenn ella á annan hátt taka lut í leiðslu ella rakstri av øðrum vinnufyritøkum enn tryggingarfelagnum. Nevndin skal kunnast um loyvið, ið stjórnin hevur givið.

Stk. 3. Nevndin skal taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu hava loyvi frá stjórnini, sbrt stk. 2, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins.  Nevndin skal tryggja, at viðkomandi partarnir eru kunnugir um hetta. Revsireglurnar í § 215, stk. 1, 2. pkt. eru galdandi frá tí, at viðkomandi hevur fingið kunning um hetta.

 

Stk. 4. Virksemið, nevnt í stk. 1 og 2, kann bara vera røkt, um so er, at tryggingarfelagið, ella feløg, sum eru í samtøku ella umsitingarfelagsskapi við tryggingarfelagið, ikki hava gjørt ella gera avtalur við tær í stk. 1 og 2 nevndu vinnufyritøkur, ella fyritøkur, sum eru í samtøku við hesar fyritøkur. Undantiknar frá hesum eru avtalur um fæfeingislutir, avtalur við tær í stk. 5 og 6 nevndu fyritøkum, og avtalur við vinnufyritøkur, sum eru í samtøku við tryggingarfeløg ella vinnufyritøkur, har tryggingarfeløg eiga meira enn 4/5 av fæfeingislutunum.

Stk. 5. Øll loyvir, sum nevndin hevur givið, skulu standa í gerðabók nevndarinnar.

Stk. 6. Tryggingarfelagið skal í minsta lagi eina ferð árliga almannakunngera upplýsingar um tey størv, sum nevndin hevur góðkent sambært stk. 1. Harumframt skal uttanhýsis grannskoðanin í grannskoðanarbókini viðvíkjandi ársfrágreiðingini vátta, um tryggingarfelagið hevur avtalur við vinnufyritøkur, fevndar av stk. 1 og 2.

Stk. 7. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera frávik frá stk. 4.

 

§ 65. Stjórnin skal syrgja fyri, at tryggingarfelagið hevur nóg stóran sakkunnleika til at útrokna  tryggingarligar burturlegginar.
Stk. 2. Hevur tryggingarfelagið loyvi til at reka lívstryggingarvirksemi, skal nevndin, til tess at røkja tær neyðugu tryggingartøkniligu uppgávurnar, herundir útrokningar og kanningar, seta ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing í starv. Starvið sum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur kann ikki sameinast við starvið sum limur í stjórnini ella nevndini í tryggingarfelagnum.

Stk. 3. Tá ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur verður koyrdur úr starvi, ella fer úr starvi, skulu nevndin og tryggingarfrøðingurin í seinasta lagi 1 mánað eftir at hann er farin úr starvi, senda Tryggingareftirlitinum hvør sína frágreiðing um orsøkina. 

 

Stk. 4. Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal ansa eftir, at felagið heldur sítt tøkniliga grundarlag, o.a. Tryggingarfrøðingurin skal í hesum sambandi ganga ígjøgnum tað tryggingarliga innihaldið í virksemi felagsins og annað tilfar, harundir marknaðarføringartilfar og bónusforsagnir, og ansa eftir, at tað tøkniliga grundarlagið o.a., sbr. § 14, altíð er í samsvari við tey í § 15, stk. 1-5, nevndu krøv.

Stk. 5. Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá einumhvørjum broti á tey í stk. 4 nevndu viðurskifti. Tryggingarfrøðingurin hevur rætt til at krevja allar upplýsingar frá stjórnini, sum eru neyðugar fyri at útinna starvið. Eftirlitið kann krevja tær upplýsingar frá tryggingarfrøðinginum, sum eru neyðugar til metingar av fíggjarligu støðu felagsins.

Stk. 6. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal senda Tryggingareftirlitinum árliga frágreiðing.

Stk. 7. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um tey í stk. 2-6 nevndu viðurskifti, undir hesum um tey krøv, ið ein persónur skal lúka fyri at kunna verða settur í starv sum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur. 

 

§ 66. §§ 57 og 58 verða at nýta samsvarandi fyri umboðsnevnd tryggingarfelagsins.

 

§ 67. Lántøka hjá lívstryggingarfeløgum sambært § 43 í partafelagslógini skal góðkennast av Tryggingareftirlitinum.

Stk. 2. § 48 a í partafelagslógini er ikki galdandi, tá tryggingarfeløg útvega sær egin partabrøv.

Stk. 3. Útvega nevndarlimir, umboð ella stjórar sær, gjøgnum luttøku í umboðs- ella meklaravirksemi, ella við fíggjarligum áhugamálum í slíkum fyritøkum, umboðsløn ella aðra inntøku av tryggingum, ið felagið yvirtekur ella letur frá sær, skal fráboðan um hetta sendast Tryggingareftirlitinum.

 

 

Serstakar reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg

 

 

§ 68. Rættur limanna og ábyrgdaranna at taka avgerð í einum sínámillum tryggingarfelag verður framdur á aðalfundinum. Hvør limur skal hava í minsta lagi eina atkvøðu.

Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu, hóast stk. 1, áseta, at aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, ið limir, ábyrgdarar ella varamenn teirra hava valt.

 

§ 69. Viðtøkur hjá sínámillum  tryggingarfeløgum skulu, umframt ásetingarnar í § 4 í partafelagslógini, hava reglur um:

1) Ábyrgd hjá limum og ábyrgdarum av skyldum felagsins, og um sínámillum ábyrgd hjá limum og ábyrgdarum sbr. § 162, stk. 2,

2) hvørt felagið skal kunna yvirtaka endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og

3) hvørt ábyrgdarpeningurin skal geva rentu, og um so er, eftir hvørjum reglum.

 

§ 70. Avgerð um broyting í viðtøkunum verður tikin á aðalfundinum, sbr. tó §§ 17 og 71 sbr. § 38 í partafelagslógini. Avgerðin er bert gyldug, um í minsta lagi tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum taka undir við henni. Avgerðin skal í aðramáta lúka tær treytir, sum munnu vera ásettar í viðtøkunum.

Stk. 2. Stórar broytingar í endamálinum hjá einum felag kunnu, um ikki annað er ásett í viðtøkunum, einans verða samtyktar, tá tríggir fjórðingar av ábyrgdarunum og tríggir fjórðingar av limunum, ella, um aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, trimum fjórðingum av teimum, tekur undir við broytingunum. Fráboðan til ábyrgdarar um tílíkar broytingar skal vera givin í seinasta lagi 8 dagar eftir avgerðina á aðalfundinum. Ábyrgdarar, sum eru ímóti tílíkum broytingum, kunnu, tá teir í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin seta fram áheitan um hetta, krevja, at hinir ábyrgdararnir skulu yvirtaka teirra ábyrgdarpartar.

 

§ 71. §§ 49-55 a, § 56, stk. 1, 1. og 2. pkt., og stk. 5, §§ 57 og 58, § 60, §§ 61-64, 68-70 og 72, § 73, stk. 1, stk. 2, 4 og 5. pkt., og stk. 4, og §§ 75-77 í partafelagslógini verða við neyðugum tillagingum og teimum broytingum, sum ásetingarnar í hesi lóg hava við sær, at nýta samsvarandi á sínámillum tryggingarfeløg.

Stk. 2. Í teimum í stk. 1 nevndu reglum, verða reglurnar viðvíkjandi  partaeigarum at nýta á ábyrgdarar, og reglurnar um partapening og partabrøv at nýta viðvíkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum við neyðugum tillagingum.

Stk. 3. § 65, stk. 2, § 66, § 71, § 73, stk. 5, § 74, § 75, stk. 1 og 3, § 76, stk. 2, § 80 og § 81 í partafelagslógini verða somuleiðis við neyðugum tillagingum og við teimum frávikum, sum ásetingarnar í hesi lóg hava við sær, at nýta á sínámillum tryggingarfeløg.

Stk. 4.  Í teimum í stk. 3 nevndu reglum, verða reglurnar viðvíkjandi partaeigarum at nýta á øll, ið hava atkvøðurætt á aðalfundi í sínámillum tryggingarfelagnum.

Stk. 5. §§ 112 og 113 í partafelagslógini um útgjald til partaeigarar skulu nýtast samsvarandi á rentu til ábyrgdarar og útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum.

 

 

Serstakar reglur fyri eftirlønargrunnar

 

 

§ 72. Um ikki Tryggingareftirlitið við atliti til viðurskiftini hjá eftirlønargrunninum loyvir eina aðra samanseting av nevndini, skal henda hava ein formann og eitt ólíka tal av nevndarlimum, og av hesum skulu í minsta lagi helvtin verða vald av og millum limirnar í eftirlønargrunninum.

Stk. 2. Í viðtøkunum kann tað verða ásett, at val av nevnd og broyting í viðtøkunum verður gjørd av limum felagsins við frumatkvøðu.

 

§ 73. Reglurnar fyri sínámillum feløg í §§ 17 og 71 verða at nýta samsvarandi á eftirlønargrunnar, sbr. tó  stk. 2, og § 162, stk. 2 og 3.

 

Stk. 2.  § 49, stk. 6 í partafelagslógini er ikki galdandi fyri eftirlønargrunnar.



 

Kapittul 9

 

Víðarilatan av trúnaðarupplýsingum

 

§ 74. Nevndarlimir, limir í økisnevndum og líkn., limir í umboðsnevndini í einum tryggingarfelag, grannskoðarar, granskarar og varamenn teirra, stovnarar, metingarmenn, avtøkustjórar, stjórar, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingar, aðalumboð og fyrisitarar í einum tryggingarfelag og onnur starvsfólk, kunnu ikki av órøttum lata víðari ella misnýta trúnaðarupplýsingar, sum teir í útinnan av sínum starvi hava fingið kunnleika til. Reglan er samsvarandi galdandi fyri haldfelagsskapir.

Stk. 2. Tann, sum fær upplýsingar sambært stk. 1, er fevndur av tagnarskylduni, nevnd í stk. 1.

 

§ 75. Vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti kunnu latast víðari til at nýta í sambandi við røkt av umsitingarligum uppgávum.

Stk. 2. Til tess at røkja umsitingarligar uppgávur, kunnu upplýsingar latast víðari til umsitingarfelagið í einum tryggingarumsitingarfelagsskapi.

Stk. 3. Tann sum fær upplýsingar sambært stk. 1 og 2, er fevndur av tagnarskylduni, nevnd í § 74, stk. 1.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um, hvørjar upplýsingar eru vanligar kundaupplýsingar sambært stk. 1.  

 

§ 76. Upplýsingar um heilt privat viðurskifti kunnu ikki latast víðari uttan kundans samtykki, uttan so at víðarilatanin er heimilað sambært § 74, stk. 1, ella § 75, stk. 2.

 

§ 77. Upplýsingar kunnu latast víðari til móðurfelagið hjá tryggingarfelagnum til at nýta í sambandi við váðastýring av fyritøkum í samtøkuni, um so er at móðurfelagið er eitt fíggjarfelag ella ein haldfelagsskapur. Hetta er tó ikki galdandi fyri upplýsingar um heilt privat viðurskifti.

Stk. 2. Upplýsingar um privatkundar kunnu ikki latast víðari at nýta í váðastýring, sbrt. stk. 1, uttan í serligum førum, har upplýsingarnar um ein privatkunda viðvíkja skyldum, ið hava ella kunnu fáa munandi stødd.   

 

§ 78. Upplýsingar um ein privatkunda kunnu ikki latast víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving, uttan so at kundin hevur givið samtykki.

Stk. 2. Til samtøkufeløg, ið hava tagnarskyldu sum nevnd í § 74, stk. 1, og fyritøkur, har fleiri tryggingarfeløg í felag eiga eina fyritøku, ið rekur virksemi, sum tað virksemið, ið tryggingarfelagið kann reka gjøgnum eitt dótturfelag, ella ein fyritøka, sum er atknýtt virksemi tryggingarfelagsins og hevur tagnarskyldu sum nevnt í § 74, stk. 1, kann víðarilatan sambært stk. 1 fara fram uttan samtykki, um so er at tað snýr seg um vanligar kundaupplýsingar, ið eru grundarlag undir flokkan í kundabólkar, og um víðarilatanin er neyðug fyri at tann fyritøkan, sum upplýsingarnar verða víðarilatnar til, kann fylgja einum sjálvsagt heimilaðum áhugamáli og fyrilitini fyri privatkundanum ikki eru eins stór og hetta áhugamál. 

Stk. 3. Vanligar upplýsingar um vinnulívskundar kunnu latast víðari til at nýta í marknaðarrøkt og ráðgeving til eitt fíggjarfelag, sum hevur tagnarskyldu, sum nevnt í § 74, stk. 1.

 

§ 79. Tryggingarfelagið skal gera leiðreglur fyri, í hvønn mun upplýsingar verða latar víðari frá felagnum. Leiðreglurnar skulu vera alment atkomuligar.

 

§ 80. Eitt samtykki til víðarilatan av upplýsingum skal vera skrivligt.

Stk. 2. Tá ein tryggingaravtala verður gjørd við støði í telefonáheitan, kann samtykki til víðarilatan av upplýsingum til hesa nýtslu tó latast munnliga. Í slíkum føri skal tryggingarfelagið í seinasta lagi 14 dagar eftir at tryggingaravtalan er gjørd, skrivliga kunna kundan um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara munnliga samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann, og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í munnliga samtykki kundans.

Stk. 3. Biður kundin um tað, skal tryggingarfelagið upplýsa hann um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í samtykki kundans.   

Stk. 4. Tryggingarfelagið skal, tá skrivligt samtykki verður fingið til vega, upplýsa kundan um møguleikarnar fyri, sambært stk. 3,  at fáa upplýsingar um, hvat samtykki fevnir um.

 

 

Partur V

 

Fæfeingisviðurskifti hjá tryggingarfeløgum

 

Kapittul 10

 

Gjaldføri

 

§ 81. Grundarfæfeingi hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum skal í minsta lagi vera

1) 4 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar umframt 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki I-IV og VI, har tryggingarfelagið hevur ein íløguváða,

2) 1 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki V og tryggingarflokki III, har felagið ikki hevur ein íløguváða, og har tann upphædd, ið skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, verður ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár,

3) 25 prosent av tryggingarliga umsitingarkostnaðinum í seinasta roknskaparári og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki III, har felagið ikki hevur ein íløguváða, og har tann upphædd, sum skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, ikki verður ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár,

4) tann størsta upphæddin í skaðatryggingarvirksemi av:

a) 18 prosent av váðamettu postunum fyri tað hægsta av bruttotryggingargjøldum og bruttotryggingargjaldsinntøkum upp til 50 milliónir evrur og 16 prosent av upphæddum yvir hetta,

b) árligt meðal av 26 prosentum av váðamettu postunum fyri bruttoendurgjaldskostna fyri upphæddir upp til 35 milliónir evrur og 23 prosent av upphæddum yvir hetta tey seinastu 3 rokn-skaparárini,

5) 3 milliónir evrur fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið reka lívstryggingarvirksemi,

6) 2 milliónir evur fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið inna tryggingarflokkarnar 1-9 og 16-18, og

7) 3 milliónir evrur fyri tryggingarfeløg, ið hava tryggingarflokkarnar 10-15.

Stk. 2. Gjaldføriskravið er samanlegging av teimum í stk. 1, nr. 1-4 nevndu upphæddum.   

Stk. 3. Minsta fæfeingiskravið er tann størsta av upphæddunum í stk. 1, nr. 5-7.

Stk. 4. Fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av stk. 1, nr. 6 ella 7, kann minsta fæfeingiskravið verða lækkað við neyvari treytum.

Stk. 5. Fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av stk.1, nr. 6 ella 7, og lúka treytirnar í stk. 4 og 6, er minsta fæfeingiskravið niðursett til tað størstu upphæddina av

1) 0,229 milliónir evrur fyri loyvi til tryggingarflokk 1-8, 16 og 18 og

2) 0,15 milliónir evrur fyri loyvi til tryggingarflokk 9 og 17.

Stk. 6. Fyri at verða fevndur av tí niðursetta fæfeingiskravinum í stk. 5, skal eitt sínámillum tryggingarfelag, umframt tær í stk. 4 nevndu treytir, somuleiðis lúka hesar treytir:

1) viðtøkurnar skulu geva møguleika til at krevja eykagjald ella minka veitingarnar,

 

2) bruttotryggingargjaldsinntøkurnar frá síðsta roknskaparári kunnu ikki vera meira enn 5 milliónir evrur,

3) felagið kann ikki hava loyvi til tryggingarflokk 10-15, og

4) í minsta lagi helvtin av síðsta árs bruttotryggingargjaldsinntøkum skulu stava frá tryggingum, har tryggingartakararnir eru likamligir persónar, ið eru limir í felagnum.

 

§ 82. Fæfeingiskravið er tað størsta av antin gjaldføriskravinum ella minsta fæfeingiskravinum í § 81.

 

§ 83. Grundarfæfeingið er tað minkaða kjarnufæfeingið, sbrt. § 84, og tað minkaða ískoytisfæfeingið, sbrt. § 88.

Stk. 2. Kjarnufæfeingi og burturleggingar til uppskrivingar skulu verða drignar frá aftaná einum og hvørjum formi av skatti, ið kann síggjast frammanundan tað tíðarskeiðið, har upphæddin verður útroknað ella skal tað vera hóskandi tillaga í tann mun skattur minkar upphæddina, sum hetta fæfeingi kann nýtast til at dekka váða ella tap.

 

§ 84. Kjarnufæfeingi í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum er

1) eginpeningur,

2) limakontur í sínámillum feløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum, sbrt. § 86,

3) serstakar bonusavsetingar (týpa B) í lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum, ið lúka treytirnar í § 87,

4) virði av skattaognum, sum tað vil vera í umsitingarstøðum, sbrt. § 156-161, og

5) ein positivur ella negativur munur millum

a) eina upphædd , ið samsvarar tí partinum av grundarfæfeinginum hjá einum dótturfelag ella einum afturafknýttum felag, ið er eitt fíggjarfelag, ið samsvarar tí ognaða partinum av felagsfæfeinginum, og

b) tað virðið, sum viðkomandi ognarlutur er tikin við í fíggjarjavnan, og eisini virðið av ábyrgdarlánsfæfeingi, undir hesum ábyrgdarlánsfæfeingi frá øðrum samtøkufeløgum til dótturfelagið ella afturatknýtta felagið, tá ábyrgdarlánsfæfeingi verður íroknað í grundarfæfeingi dótturfelagsins ella afturatknýtta felagsins, sbrt. § 88, stk. 1, nr. 1.  

Stk. 2. Grundarfæfeingi í stk. 1, nr. 5, litra a, verður gjørt upp áðrenn beinleiðis og óbeinleiðis ognaðar ognir, sbrt § 85, stk. 1, nr. 6, eru drignar frá, í tann mun hesar ognir longu eru fevndar av hesi áseting við uppgerð av grundarfæfeingi í ognaða felagnum. Um so er at viðkomandi dótturtryggingarfelag ella viðkomandi afturatknýtt tryggingarfelag við uppgerð av stk. 1, nr. 5, sjálvt eigur dótturtryggingarfeløg ella afturatknýtt feløg, verður grundarfæfeingi í stk. 1, nr. 5, litra a, gjørt upp, áðrenn drigið er frá fyri fæfeingiskrav hjá hesum feløgum, tá felagsins fæfeingiskrav longu er drigið frá sambært § 85, stk. 1, nr. 4.   

Stk. 3. Viðbótin eftir stk. 1, nr. 5 kann fyri hvørt einstakt dótturfelag, ella hvørt einstakt afturatknýtt felag, í mesta lagi samsvara tí upphædd, sum fyri viðkomandi dótturfelag ella afturatknýtt felag er drigin frá sambært § 85, stk. 1, nr. 4.

Stk. 4. Ábyrgdarpeningur í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum kann ikki verða lækkaður uttan samtykki Tryggingareftirlitsins. Ábyrgdarpeningur kann verða afturgoldin í samsvari við reglurnar í viðtøkunum. Eftirlitið kann gera av, at tað verða gjørdar samsvarandi burturleggingar í ein byrjunargrunn ella annan grunn, sum ikki uttan loyvi Eftirlitsins kunnu minkast. 

 

§ 85. Kjarnufæfeingið verður minkað við

1) nøgdini av egnum fæfeingislutum,

2) óevnisligari ogn,

3) skattaognum sbr. tó § 84, stk. 1, nr. 4 og

4) tí partinum av fæfeingiskravinum í einum dótturtryggingarfelag ella einum afturatknýttum, ið samsvarar tí beinleiðis ella óbeinleiðis ognaða partin av parta- ella ábyrgdarpening tryggingarfelagsins,

5) tí partinum av fæfeingiskravinum í einum peningastovni, realkredittstovni, virðisbrævameklarafelag ella íløguumsitingarfelag, ið er eitt dótturfelag ella eitt afturatknýtt felag, ið svarar til tann beinleiðis ella óbeinleiðis ognaða lutin av felagsfæfeinginum,

 

6) fyri beinleiðis og óbeinleiðis ognaðar ognir, ið umboða ein váða á eitt felag ella ein bólk av feløgum, ið er ein samlaður váði: Tí upphædd, har roknskaparvirðið hjá viðkomandi ognum er hægri enn ein mett samløga av felagsins fæfeingiskravi, tess dótturfelagsins fæfeingiskravi og fæfeingiskravi í øðrum dótturfeløgum, ið eru undir Tryggingareftirlitsins eftirliti. Frádrigið skal tó ikki verða fyri íløgur í dótturfeløg, og fyri ognir, ið eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-8. Tann metta samløgan verður útroknað soleiðis:

a) Um tryggingarfelagið rekur beinleiðis lívstryggingarvirksemi verður mett við 75 prosentum. Onnur tryggingarfeløg verða mett við 100 prosentum.

b) Dótturfeløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi verða mett við 75 prosentum av ognar-lutinum. Onnur dótturfeløg verða mett við ognarlutinum, og

7) eini upphædd, ið svarar til munin millum endurgjaldsburturleggingar fyri egna rokning í tryggingarflokkunum 3-18 áðrenn og aftaná forrenting, um endurgjalds-burturleggingarnar verða renturoknaðar fyri at taka fyrilit fyri framtíðar íløguavkasti.

Stk. 2. Fyri eitt fíggjarfelag, ið er eitt dótturfelag ella eitt afturatknýtt felag, sum ikki hevur viðtøku heimstað í Føroyum verður í stk. 1, nr. 4 og 5 nýtt tað fæfeingiskrav, ið er galdandi eftir reglunum í heimlandinum, tó í  minsta lagi tað fæfeingiskrav, ið hevði verið galdandi, um felagið ella fyritøkan hevði viðtøku heimstað í Føroyum.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum, og fyri eitt avmarkað tíðarskeið, gera frávik frá frádráttinum í kjarnufæfeinginum eftir stk. 1, nr. 6. 

Stk. 4. Tryggingarfeløg skulu í kjarnufæfeinginum draga frá beinleiðis og óbeinleiðis ognaðar fæfeingislutir í dótturfíggjarstovnum og afturatknýttum fíggjarstovnum, sí. tó 2. pkt. Óbeinleiðis ognaðir fæfeingislutir, ið eitt dótturfelag ella eitt afturatknýttum felag hevur drigið frá eftir 1. pkt., skulu ikki dragast frá. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum gera frávik frá frádráttinum í 1. pkt.

 

Stk. 5. Parturin av fæfeingiskravinum ella fæfeingislutunum í dótturfeløgum og afturatknýttum feløgum skal ikki verða drigin frá sbr. stk. 1 og 4, tá feløgini eru fyribils ognað, og ognanin er ein liður í einari endurskipan.

 

§ 86. Limakontur kunnu íroknast eftir § 84, stk. 1, nr. 2, um hesar treytir eru loknar í viðtøkunum:

1) Við avtøku ella húsagang kunnu upphæddir ikki gjaldast aftur, fyrr enn øll hin skuldin er goldin.

2) Í øðrum førum kunnu upphæddir bara gjaldast aftur, um grundarfæfeingið orsakað av hesum ikki verður minkað til eina upphædd, ið er lægri enn fæfeingiskravið. 

3) Afturgjald, ið er íbirt av øðrum orsøkum enn at ein gevst við at vera limur, kann bert fara fram, um Tryggingareftirlitið í seinasta lagi 1 mánað frammanundan er kunnað um hetta. Eftirlitið kann sýta fyri afturgjaldinum.

4) Tryggingareftirlitið skal góðkenna broyting í viðtøkunum av reglunum um limakontur.

 

 

§ 87. Fyri serstakar bonusavsetingar (týpa B) eftir § 84, stk. 1, nr. 3, ið eru ein partur av tryggingarligu burturleggingunum, er galdandi:

1) Tær eru fyri allar, ella ein part av tryggingum felagsins, bygdar upp av peningi frá trygginganna luti av tí staðfesta úrslitinum, sbr. § 14, stk. 1, nr. 3.

2) Tær eru knýttar at tryggingunum hvør fyri seg ella felags á ein slíkan hátt, at parturin hjá tí  einstøku tryggingini við tilhoyrandi vinningi, sbr. nr. 5 til eina og hvørja tíð kann roknast út.

3) Tær innganga ikki við eini upphædd, sum ein partur av tryggingaravtalum við útrokning av tí partinum av tí staðfesta úrslitinum, sbr. § 14, stk. 1, nr. 3, ið skal leggjast afturat mongdini.

4) Flyting til einstøku tryggingartakararnar, av tí til tryggingina knýtta partinum, skal gerast í seinasta lagi samstundis sum útgjald av veitingum undir tryggingini.

 

5) Tær fáa javnt sama lutfalsliga avkast sum tað avkast eginpeningurin fær áðrenn skatt, líkamikið um avkastið er positivt ella negativt.

6) Bæði tann einstaki og tann lutfalsliga kollektivi parturin, sbr. nr. 2, kann íroknast við uppsøgn av tryggingini og skal íroknast heilt við útrokning av afturkeypsvirðinum og við flytingum frá einum felag til eitt annað, orsakað av starvsskifti sbr. § 14, stk. 1, nr. 7. Parturin skal vera í mun til tann partin, sum tryggingartakarin hevur hjálpt til við at uppbyggja. Serstakar bonusavsetingar kunnu bert verða íroknaðar, um so er, at felagið lýkur gjaldføriskravið í § 151, stk. 3, nr. 3.

7) Felagið skal halda upplýsingarskylduna, ið virðisbrævaskrásett feløg hava sambært § 27, stk. 1 í “anordning om ikrafttræde for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.”.

 

§ 88. Ískoytisfæfeingi er

1) ábyrgdarlánsfæfeingi, sbrt. § 89,

2) eykagjøld fyri møguligum eykatryggingargjaldi í sínámillum skaðatryggingarfeløgum sbrt. § 90, og

3) serstakar bonusavsetingar (týpa A) í lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum, ið lúka treytirnar í § 91.

Stk. 2. Fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar kann ískoytisfæfeingi verða íroknað við eini upphædd, ið er samsvarandi tí minsta av

1) 100 prosentum av kjarnufæfeinginum aftaná frádrátt,

2) helvtini av fæfeingiskravinum.

Stk. 3. Ábyrgdarlánsfæfeingi við fastari gildistíð í tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum  kann í mesta lagi vera ein upphædd, ið er samsvarandi tí minsta av

1) 1/3 av kjarnufæfeinginum aftaná frádrátt,

2) ¼ av fæfeingiskravinum.

 

§ 89. Ábyrgdar lánsfæfeingi verður íroknað í grundarfæfeingi, um hesar treytir eru loknar:

 

1) krøv lánveitarans skulu verða sett aftur um alla aðra ikki afturumsetta skuld.

 

2) Upphæddin skal verða inngoldin.

3) Afturgjald áðrenn gjaldstíðina skal ikki kunna fara fram eftir uppskoti frá lánveitaranum ella uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

4) Upphæddir kunnu bara fella til gjaldingar áðrenn ta ásettu gjaldtíðina, um tryggingarfelagið fer í avtøku ella verður koyrt á húsagang.

5) Ovasti myndugleiki tryggingarfelagsins skal kunna niðurskriva ábyrgdarlánsfæfeingi og ikki goldnar rentur, um eginpeningurin er mistur og parta- ella ábyrgdarpeningurin er niðurskrivaður til null.

6) Afturgjald av rentum kann verða freistað, um grundarfæfeingið á gjalddegnum ikki er hægri enn fæfeingiskravið.

7) Ikki goldnar rentur, ið eru freistaðar sambært nr. 6, kunnu bert fella til gjaldingar, um fæfeingiskravið av nýggjum verður hildið, ella á gjalddegnum.

8) Upprunaliga gildistíðin er í minsta lagi 5 ár, og

9) Tryggingareftirlitið skal góðkenna broytingar í lánsavtaluni.

Stk. 2. Loyvi, sambært stk. 1, nr. 3, er treytað av, at grundarfæfeingið eftir afturgjalding ikki er minni enn fæfeingiskravið.

Stk. 3. Niðurskriving, sambært stk. 1, nr. 5, kann bara vera gjørd, um so er, at tryggingarfelagið seinni antin fær nýtt fæfeingi, soleiðis at fæfeingiskravið verður lokið, ella verður niðurlagt uttan tap fyri ognarar, ið ikki eru afturumsettir. Ábyrgdarlánsfæfeingi og ikki goldnar rentur kunnu bert verða niðurskrivað við eini upphædd, sum frammanundan er góðkend av verandi grannskoðarum og Tryggingareftirlitinum.

Stk. 4. Ábyrgdar lánsfæfeingi verður lækkað við:

1) 25 prosentum av útgivna fæfeinginum, tá tað er minni enn 3 ár og meira enn 2 ár, til tað fellur til gjaldingar,

2) 50 prosentum av útgivna fæfeinginum, tá tað er minni enn 2 ár og meira enn 1 ár, til tað fellur til gjaldingar,

 

3) 75 prosentum av útgivna fæfeinginum, tá tað er minni enn 1 ár til tað fellur til gjaldingar.

4) Goymslan av egnum ábyrgdarlánsfæfeingi, og egnum ábyrgdarlánsfæfeingi, ið er sett sum trygd fyri lán ella veðhald, verður lækkað eftir nr. 1-3.

Stk. 5. Rentuhækkingar á ábyrgdarlánsfæfeingi kunnu ikki verða gjørdar fyrr enn 3 ár aftaná útgávu.

Stk. 6. Tryggingareftirlitið skal góðkenna ognan av egnum ábyrgdarlánsfæfeingi á meira enn 2 prosent av útgivna fæfeinginum.

 

Stk. 7. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum gera frávik frá markinum í stk. 5, 2.

 

§ 90. Tryggingareftirlitið kann eftir umsókn loyva, at eykagjald fyri møgulig eykatryggingargjøld í sínámillum skaðatryggingarfeløgum, kann verða íroknað sambært § 88, stk. 1, nr. 2, um so er, at tryggingargjaldið er skiftandi í mun til gjørdu tryggingaravtaluna, so at tryggingargjaldið kann setast upp við fyriliti til váðagongdina í tryggingarmongdini, og um eykatryggingargjaldið kundi verið kravt frá tryggingartakaranum í árinum.

Stk. 2. Upphæddir sambært stk. 1 kunnu í fyrsta lagi íroknast frá og við seinast í árinum, har eykatryggingargjaldið kann verða kravt inn.

Stk. 3. Upphæddir sambært stk. 1, ið eru kravdar frá tryggingartakaranum, kunnu ikki verða íroknaðar sambært § 88.

 

§ 91. Fyri serstakar bonusavsetingar (týpa A), sbrt § 88, stk. 1, nr. 3, ið eru ein partur av tryggingarligu burturleggingunum, er galdandi:

1) Tær eru fyri allar, ella ein part av tryggingum felagsins, bygdar upp av peningi frá trygginganna luti av tí staðfesta úrslitinum sbr. § 14, stk. 1, nr. 3.

2) Tær eru knýttar at tryggingunum, hvør fyri seg ella felags, á ein slíkan hátt, at parturin hjá tí  einstøku tryggingini við tilhoyrandi vinningi sbr. nr. 5, til eina og hvørja tíð kann roknast út.

 

3) Tær innganga ikki við eini upphædd, sum ein partur av tryggingaravtalum við útrokning av tí partinum av tí staðfesta úrslitinum, sbr. § 14, stk. 1, nr. 3, ið skal leggjast afturat mongdini.

4) Flyting til einstøku tryggingartakararnar av tí til tryggingina knýtta partinum skal gerast í seinasta lagi samstundis sum útgjald av veitingum undir tryggingini.

5) Tær fáa við jøvnum millumbilum eitt avkast grundað á ein rentusats, ið felagið hevur ásett, við atliti at, at avkastið skal samsvara tí, sum ábyrgdarlánsfæfeingi hevði kunna fingið á marknaðinum.

6) Tær kunnu nýtast til at dekka øll tap felagsins og eitt og hvørt ikki afturumsett krav móti felagnum, tá eginpeningurin er mistur.

7) Tann einstaki og tann lutfalsliga kollektivi parturin, sbr. nr. 2, kann íroknast við uppsøgn av tryggingini og skal íroknast heilt við útrokning av afturkeypsvirðinum, og við flytingum frá einum felag til eitt annað orsakað av starvsskifti, sbr. § 14, stk. 1, nr. 7. Parturin skal vera í mun til tann partin, sum tryggingartakarin hevur hjálpt til við at uppbyggja. Serstakar bonusavsetingar kunnu bert verða íroknaðar, um so er, at felagið lýkur gjaldføriskravið í § 151, stk. 3, nr. 3.

8) Felagið skal halda upplýsingarskylduna, ið virðisbrævaskrásett feløg hava sambært § 27, stk. 1 í “anordning om ikrafttræde for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.”.

 

§ 92. Við váðamettar postar skilst upphæddir, ið eru stillaðar í mun til tryggingarslag, gildistíð, serstakliga í mun til endurtrygging, miðal tryggingargjaldsgrundarlag, umsitingarkostnað og endurgjaldskostnað, umframt aðrar postar í váðaupphæddini.

 

§ 93. Tryggingareftirlitið ger neyvari reglur um

1) uppgerð av váðamettum postum,

2) treytir fyri lækkan av minsta fæfeingiskravinum, sbrt. § 81, stk. 4,

3) uppgerð av grundarfæfeinginum orsakað av nýtslu av altjóða roknskaparstandardum.

 

Kapittul 11

 

Peningaíløgur og gjaldføri

 

§ 94. Peningur, ið eitt tryggingarfelag ella ein eftirlønargrunnur hevur ræði á, skal verða nýttur til íløgur á ein hóskandi og fyri tryggingartakararnar gagnligan hátt, soleiðis at tryggingarfelagið til eina og hvørja tíð kann halda sínar skyldur.

 

§ 95. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu hava ein bólk av ognum, hvørs samlaða virði altíð í minsta lagi samsvarar virðinum á felagsins samlaðu tryggingarligu burturleggingum.

Stk. 2. Ognirnar, ið eru fevndar av stk. 1, skulu vera valdar soleiðis, at tær, í mun til slagið av felagsins tryggingum viðvíkjandi trygd, vinningi og gjaldføri eru av slíkum slag og samanseting, at tær eru skikkaðar til at tryggja, at tey tryggjaðu fáa fulnað. Tað má ikki vera ósamsvarandi stórur bundinskapur av einum ávísum slagi av ognum, einum ávísum íløgumarknaði ella eini ávísari íløgu.

 

§ 96. Eftir ásetingunum í hesum kapitli verða ognirnar gjørdar upp sambært hesum reglum:

1) Ognirnar verða gjørdar upp og javnaðar so við og við í samsvari við tær reglur, ið verða ásettar fyri ársfrágreiðingar sambært § 124.

2) Frádragast skal fyri ein møguligan skuldarbundnan part, og útlán kunnu bert verða tikin við einum virði, ið kemur fram, eftir at mótrokniligar skyldur eru drignar frá mótvegis lántakara.

3) Virðið á fíggjarsáttmálum, ið minka vandan fyri, at ognirnar ikki rinda tær tryggingarligu skyldurnar, skal íroknast virðinum á ognunum.

4) Útistandandi skuld, ikki gjaldkomnar rentur á ognir, sum eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-4, 6, 7, 9 og 11-14, verða íroknaðar virðinum á ognunum.

 

§ 97. Sambært ásetingunum í hesum kapitli verða tær tryggingarligu burturleggingarnar uppgjørdar eftir hesum reglum:

 

1) Burturleggingarnar verða gjørdar upp og javnaðar so við og við, í samsvari við tær meginreglur, ið verða nýttar til framløgu av ársfrágreiðing felagsins.

2) Burturleggingar verða brutto uppgjørdar fyri tryggingar, ið eru beinleiðis teknaðar.

3) Tann parturin av teimum tryggingarligu burturleggingunum fyri óbeinleiðis tryggingar, ið samsvarar endurtryggingargoymslum hjá gevandi tryggingarfeløgum, kann verða drigin frá.

4) Upp til helvtin av útstandandi gjaldkomnum tryggingargjøldum kann verða drigin frá.

 

§ 98. Hesi sløg av ognum kunnu vera partur av ognunum, fevndar av § 91, stk. 1:

1) Lánsbrøv ella skuldarbrøv, sum stjórnir ella økismyndugleikar í øki A, hava givið út, ella ábyrgdast fyri.

2) Børsskrásett virðisbrøv, ið altjóða felagsskapir hava givið út, sum í minsta lagi hava eitt limaland í Evropeiska Samveldinum sum lim.

3) Realkredittlánsbrøv og onnur lánsbrøv givin út í einum landi, sum er limur í ES ella einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ið hava eina samsvarandi trygd.

4) Útistandandi skuld, tó ikki útistandandi skuld, ið er sett afturum aðrar ognarar hjá lánistovnum og tryggingarfeløgum undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, og onnur útistandandi skuld, ið lánistovnar ella tryggingarfeløg ábyrgdast, ið eru undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um.

5) Grundøkir, sethúsaognir, skrivstovu- og handilsognir og aðrar ognir, hvørs virði er óheft av einari serligari vinnunýtslu.

6) Lán tryggjað við tinglýstum veðrætti í ognum, sum nr. 5 fevnir um, fyri eina upphædd upp til 80 prosent av seinast metta ognarvirðinum fyri sethúsaognir og 60 prosent fyri aðrar ognir.

7) Lán móti trygd í egnum lívstryggingarskjølum innan fyri teirra afturkeypsvirði.

 

8) Lutir í íløgustovnum fevndir av samveldisrættarligum reglum og lutir í plaseringsfeløgum, peningamarknaðarfeløgum, íløgustovnum og fámannafeløgum, ella deildir hjá hesum, sum í viðtøkunum hava ásetingar um váðaspjaðing, sum samsvara teimum, sum eru galdandi fyri íløgufeløg, plaseringsfeløg, peningamarknaðarfeløgum, íløgustovnum sbrt. “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”.

9) Onnur lánsbrøv og lán skrásett á virðisbrævamarknaði í A-økis londum.

10) Fæfeingislutir, ið verða skrásettir á virðisbrævamarknaði í A-økis londum.

11) Ognir, ið nr. 5 ikki fevnir um, og lán tryggjað við tinglýstum veðrætti í ognum, ið nr. 6 ikki fevnir um.

12) Fæfeingislutir og onnur virðisbrøv, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaði í londum uttan fyri øki A.

13) Ikki skrásettir fæfeingislutir, undir hesum fæfeingislutir, sum verða seldir á einum góðkendum marknaðarplássi, sbrt. § 40, stk. 1, í “anordning om ikrafttræde for Færøerne af lov om værdipapirhandel”, ella einum øðrum skipaðum marknaði, ið er alment viðurkendur, arbeiðir regluliga og er opin fyri almenninginum, og onnur lán og virðisbrøv, sum ikki eru fevnd av nr. 1-12.

14) Endurtryggingaravtalur og áogn hjá endurtryggingarfeløgum undir almennum eftirliti í A-økis londum, ella endurtryggingarfeløgum undir almennum eftirliti, ið hava fingið eina styrkismeting av einari viðurkendari styrkismetingarfyritøku samsvarandi minsta íløgustigi.

Stk. 2. Í einum dótturfelag, hvørs virksemi er avmarkað til at fremja og umsita íløgur í ognir, sum stk. 1 fevnir um, kunnu ognir dótturfelagsins innan fyri virðið á fæfeingislutunum í og møgulig lán til dótturfelagið verða viðgjørd sum ognir sambært stk. 1. Er dótturfelagið ikki full ogn, verða ognir tess tiknar við, við einum lutfalsligum virði, samsvarandi tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn.
 

Stk. 3. Um tryggingarfelagið hevur eitt dótturfelag, ið rekur beinleiðis lívstryggingarvirksemi við loyvi sambært hesi lóg, kunnu ognir dótturfelagsins verða viðgjørdar sum ogn sambært stk. 1. Tann parturin av ogn dótturfelagsins, ið ikki gongur við til rindan av dótturfelagsins tryggingarligu burturleggingum og ein upphædd, ið samsvarar við fæfeingiskrav dótturfelagsins, skal tá so er, vera av slíkum slag og samanseting, at tey kunnu vera millum ognir móðurfelagsins, til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum eftir reglunum í hesum kapitli. Ognir dótturfelagsins kunnu tilsamans í mesta lagi ganga inn í tær ognir, ið rinda tryggingarligu burturleggingarnar, við einum virði, ið samsvarar virðinum á móðurfelagsins partabrøvum í, og møguligum lánum til dótturfelagið, við frádrátti av dótturfelagsins fæfeingiskravi. Er dótturfelagið ikki full ogn, verða ognir tess tiknar við, við einum virði, ið samsvarar tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn.

Stk. 4. Stk. 3 kann verða nýtt samsvarandi á onnur dótturfeløg, ið eru tryggingarfeløg við loyvi sambært hesi lóg. Ognirnar hjá einum slíkum dótturfelag kunnu tó í mesta lagi íroknast ognunum við einum virði, ið svarar til 5 prosent av móðurfelagsins tryggingarligu burturleggingum.

 

§ 99. Hesi mørk viðvíkjandi tryggingarligum burturleggingum eru galdandi fyri írokning av ognum, fevndar av § 95, stk. 1:

1) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 8-14, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 70 prosent.

2) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 13, sbr. tó stk. 2, kunnu tilsamans í mesta lagi íroknast við 20 prosentum.

3) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 12, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 10 prosent.

4) Lán, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 2 prosent.

5) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 4, 6, 8-10, 12 og 13, útskrivaðar av peningastovnum, realkredittstovnum, tryggingarfeløgum, deildum hjá íløgustovnum og plaseringsfeløgum, peninga-marknaðarfeløgum, og íløgustovnum, sum fyri hvørja fyritøku og deild hjá einum felag, er meira enn 5 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 40 prosent.

Stk. 2. Onnur lán og virðisbrøv, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, sum ikki verða seld á einum góðkendum marknaðarplássi ella einum øðrum skipaðum marknaði, ið er alment viðurkendur, regluliga arbeiðandi og opin fyri almenninginum, kunnu í mesta lagi vera 10 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum.

 

§ 100. Hesi mørk viðvíkjandi tryggingarligum burturleggingum eru galdandi fyri íroknan av ognum, fevndar av § 95, stk. 1, har ognirnar eru ein váði fyri eina einstaka fyritøku ella ein bólk av innanhýsis atknýttum fyritøkum:

1) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 3, kunnu í mesta lagi vera 40 prosent.

2) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 4, kunnu í mesta lagi vera 10 prosent.

3) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 8, sbr. tó stk. 2, kunnu í mesta lagi vera 10 prosent.

4) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 14, kunnu í mesta lagi vera 10 prosent.

5) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 5-7 og 9-13, sbr. tó stk. 3, kunnu í mesta lagi vera 5 prosent.

 

6) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 6, 7 ,9 ,10 ,12 og 13, sbr. tó stk. 4, kunnu í mesta lagi vera 4 prosent.

7) Lán, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, kunnu í mesta lagi vera 1 prosent.

 

Stk. 2. Um so er at ein deild hjá einum íløgustovni, ið er fevndur av samveldisrættarligum reglum, sbrt. § 98, stk. 1, nr. 8, sambært sínum viðtøkum bara kann gera íløgur í ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-3, kann íløgan somuleiðis vísa til § 98, stk. 1, nr. 1-3.

 

Stk. 3. Við fæfeingislutum í og lánum veittum til eina fyritøku, hvørs virksemi bara fevnir um íløgur í ognir fevndar av § 98, stk. 1, nr. 5 og 11, verður markið, ið er nevnt í stk. 1, nr. 5 at nýta á avtalur við fyritøkuna.

Stk. 4. Markið í stk. 1, nr. 6 er bara galdandi fyri onnur tryggingarfeløg enn feløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi og eftirlønargrunnar. Fyri feløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi, og eftirlønargrunnar, er markið 3 prosent, sbr. tó stk. 5.

Stk. 5. Um fyritøkan ikki er heimahoyrandi ella virðisbrævaskrásett í einum A-økis landi, ella eginpeningurin hjá fyritøkuni ikki er hægri enn 250 milliónir krónur, er markið í stk. 4, 2. pkt. 2 prosent.

Stk. 6. Stk. 1, nr. 6, og stk. 3, eru ikki galdandi fyri íløgur í eitt dótturfelag, ið er fevnt av § 98, stk. 2, ella eitt dótturfelag, ið er fevnt av § 98, stk. 3 ella 4, ella fyri íløgur í fyritøkur, hvørs virksemi ella viðtøkur eru avmarkaðar til at gera íløgur í ognir, ið eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-3. Í síðstnevnda føri kann íløgan viðvíkjandi ásetingunum í stk. 1, nr. 5-7, og stk. 2 og § 99, stk. 1, nr. 1, 2 og 4 vísa til § 98, stk. 1 nr. 1-3.

 

§ 101. Í ognunum, ið eru fevndar av § 95, stk. 1, skal ein upphædd uppá í minsta lagi 80 prosent vera denominerað í einsháttaðum gjaldoyrum.

Stk. 2. Ognir, ið eru denomineraðar í evru, kunnu verða nýttar til at lúka helvtina av kravinum í stk. 1, fyri tær tryggingarligu burturleggingarnar í einum øðrum ES-gjaldoyra enn evru.

Stk. 3. Kravið í stk. 1 er ikki galdandi, um so er, at tryggingarligu burturleggingarnar í viðkomandi gjaldoyra eru minni enn 7 prosent av tryggingarligu burturleggingunum í øðrum gjaldoyrum.

 

§ 102. § 95, stk. 2 og §§ 99-101 eru ikki galdandi fyri tryggingarligar burturleggingar í tryggingarflokki III, har tryggingarfelagið ella eftirlønargrunnurin ikki hava átikið sær nakran íløguváða.

Stk. 2. § 99, stk. 1, nr. 5, og § 100, stk. 1, nr. 3 eru ikki galdandi fyri pening, ið er setur í íløgufeløg, serfeløg og góðkend fámannafeløg fevnd av § 98, stk. 1, nr. 8.

 

Stk. 3. § 99, stk. 1, nr. 1 er ikki galdandi fyri pening, ið er settur í íløgufeløg, serfeløg og góðkend fámannafeløg fevnd av § 98, stk. 1, nr. 8, við tí fyritreyt, at goymslan av ognum hjá hesum feløgum verður roknað við í uppgerðina av plasering av peningi fevnd av stk. 3, og at ásetingarnar í kapitli 11 við teimum í stk. 4 nevndu undantøkum við hesi uppgerð eru hildnar.

 

§ 103. Í lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum skal verða førd ein skrá yvir ognirnar, fevndar av § 95, stk. 1 og fíggjarsáttmálar sambært § 96, stk. 1, nr. 3. Í skaðatryggingarfeløgum skal tað harumframt verða førd ein skrá við ognum, sum samsvarar við innkomin tryggingargjøld, har tryggingartíðarskeiðið fyrst byrjar, tá roknskaparárið er endað. Tær skrásettu ognirnar og sáttmálarnir eru einans ætlað til at geva teimum tryggjaðu fulnað.

Stk. 2. Kravið um skráseting er ikki galdandi fyri tryggingarskjalslánini nevnd í § 98, stk. 1, nr. 7.

Stk. 3. Er føst ogn millum ognirnar, verður tinglýst veðbræv skrásett.

Stk. 4. Fyri dótturfeløg,  ið § 98, stk. 2, fevnir um, og dótturfeløg, ið § 98, stk. 3 og 4 fevna um, verða fæfeingislutir í og møgulig lán til dótturfelagið skrásett.

Stk. 5. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar geva fráboðan til Tryggingareftirlitið um, hvørjar ognir eru skrásettar í skránni. Eftirlitið, ella hann, sum Eftirlitið heimilar til tess, ansar eftir, at hesar ognir eru til staðar, sambært neyvari reglum, sum Eftirlitið hevur ásett.

Stk. 6. Tryggingareftirlitið kann krevja, at skráin verður sett í varðveitslu, um Eftirlitið ger av at avmarka ella nokta felagnum ræði yvir ognum tess. Í sambandi við varðveitsluna av skránni, skal Eftirlitið verða skrásett sum heimilað í einari virðisbrævamiðstøð viðvíkjandi virðisbrævaognum. Viðvíkjandi hinum ognunum og sáttmálunum, ið eru ætlað til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, skulu hesar handveðsetast til frama fyri Tryggingareftirlitið.

 

Stk. 7. Ein og hvør broyting í eina skrá, sum er í varðveitslu, skal góðkennast av Tryggingareftirlitinum og skrásetast í skránni.

 

§ 104. Tryggingareftirlitið kann í eitt avmarkað tíðarskeið gera undantøk frá § 98, § 99, stk. 1, nr. 5, og § 100, stk. 1, nr. 2-7, og stk. 2-6.

 

§ 105. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri

1) avmarking av virðisbrøvum, ið eru fevnd av fleiri av teimum í § 98, stk. 1, nevndu ognarbólkum,

2) staðfesting av ognunum og einsháttaðum  gjaldoyrum í mun til tryggingarligu burturleggingarnar,

3) fulnaði fyri tryggingarligum burturleggingum fyri tryggingar, ið eru fevndar av § 102, og

4) fráboðan, skráseting og eftirlit av at ognirnar í skráunum eru til staðar sambært § 103.

 

 

Kapittul 12

 

Samtøkureglur, stovnfesting, o.a.

 

Samtøkureglur

 

§ 106. Samtøkur, har móðurfelagið er ein haldfelagsskapur ella eitt fíggjarfelag, skulu einaferð árliga fráboða allar bindingar, sbrt. § 5, stk. 1, nr. 6, sum eru meira enn 10 prosent av grundarfæfeingi samtøkunnar.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri fráboðanini sambært stk. 1.

 

 

Úrskiljing, avhendan og innanhýsis samtøkuflytingar

 

 

§ 107. Tryggingareftirlitið kann áleggja einum móðurfelag, sum eigur fæfeingislutir í fíggjarfeløgum, at skilja fíggjarfeløg og fíggjarstovnar burturúr í eina lutasamtøku undir einum haldfelagsskapi, um so er at

 

1) ein limur í nevnd ella stjórn móðurfelagsins er fevndur av einum av viðurskiftunum í § 49, stk. 2, nr. 1, 2 og 4, ella

2) bygnaðurin annars ger tað trupult at røkja uppgávur Tryggingareftirlitsins.

 

§ 108. Tryggingareftirlitið kann áleggja einum haldfelagsskapi at avhenda fæfeingislutir í einum fíggjarfelag, um so er at

1) ein limur í nevnd ella stjórn haldfelagsins ikki hevur nøktandi royndir til tess at røkja starvið ella uppgávuna, ella er fevndur av einum av viðurskiftunum í § 49, stk. 2, nr. 1-2 og 4, ella

2) móðurfelagið arbeiðir ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av fíggjarfelagnum.

 

§ 109. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri flytingar (transaktiónir), ið verða gjørdar millum eitt fíggjarfelag og

1) fyritøkur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru heftar at fíggjarfelagnum sum dótturfeløg, afturatknýttar fyritøkur ella móðurfeløg, ella sum fyritøkur, ið eru afturatknýttar móðurfelagnum og onnur dótturfeløg,

2) fyritøkur ella persónar, sum eru heft at fíggjarfelagnum gjøgnum tøtt sambond sbrt. § 5, stk. 1, nr. 7, ella

3) fyritøkur, ið ikki eru fevndar av nr. 1 og 2, har meginparturin av persónunum í leiðslu fyritøkunnar eru teir somu, ella har fyritøkurnar hava eina felags leiðslu sambært avtalu ella viðtøkuásetingum.

Stk. 2. Innanhýsis samtøkuflytingar, sum eru gjørdar ímóti teimum sambært stk. 1 ásettu reglum, skulu ógildast soleiðis at veitingarnar, um tað er gjørligt, skulu latast aftur, umframt at møguligar veðsetingar enda. Útgjøld frá fíggjarfelagnum, ið eru gjørd í sambandi við innanhýsis samtøkuflytingar ímóti teimum sambært stk. 1 ásettu reglum, skulu flytast aftur saman við einari árligari rentu av upphæddini svarandi til ta rentu, ið er ásett eftir § 5, stk. 1 og 2 í lóg um rentu við ov seinum gjaldi.

 

§ 110. Eitt tryggingarfelag kann ikki uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum hava bindingar við aðrar fyritøkur í somu samtøku, undantikið bindingar við dótturfeløg.

Stk. 2. Eitt tryggingarfelag kann ikki í aðrar mátar hava eina binding við feløg ella persónar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava eina avgerandi ávirkan á tryggingarfelagið, ella sum eru stýrd av fyritøkum ella persónum við einari sovorðnari ávirkan.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann gera frávik frá stk. 2.

 

 

Partur VI

 

Ársfrágreiðing, grannskoðan og nýtsla av ársyvirskoti

 

Kapittul 13

 

Ársfrágreiðing, grannskoðan og nýtsla av ársyvirskoti

 

§ 111. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu gera eina ársfrágreiðing, sum í minsta lagi skal hava eina leiðsluátekning, ein fíggjarjavna, eina úrslitsuppgerð, viðmerkingar, undir hesum frágreiðing um nýtta roknskaparsiðvenju og yvirlit yvir gongdina í eginpeninginum, umframt eina leiðslufrágreiðing. Tá ein ársfrágreiðing er grannskoðað, inngongur grannskoðanarátekningin í hesa.

Stk. 2. Ársfrágreiðingin skal gerast í samsvari við reglurnar í hesum kapitli og reglur gjørdar við heimild í § 124, sbr. tó stk. 3.

Stk. 3. Har ásetingar í hesum kapitli ella reglur gjørdar sambært hesum, regulera somu viðurskifti  sum fyriskipan ES-ráðsins um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum regulerar, sbrt. grein 4 í fyriskipanini, hava reglurnar í hesum kapitli ella reglurnar gjørdar við heimild í hesum, ikki gildi fyri samtøkuroknskap hjá teimum fyritøkum, sum eru fevndar av grein 4 í fyriskipanini.

Stk. 4. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, ið ikki eru skrásett á virðisbrævamarknaði, kunnu, hóast stk. 2,  velja at gera ársfrágreiðing samsvarandi standardunum nevndir í stk. 3. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaði, kunnu, hóast stk. 2, velja at nýta standardirnar nevndir í stk. 3 á teir partar av frágreiðingini, ið ikki eru fevndir av grein 4 í nevndu fyriskipan.

Stk. 5. Tryggingarfeløg, sum sambært stk. 4 fylgja teimum í stk. 3 nevndu standardum, skulu nýta allar góðkendar standardir í ársfrágreiðingini. Har ásetingar í hesi lóg, ella ásetingar gjørdar við heimild í § 124, regulera somu viðurskifti sum standardirnir, skulu fyritøkur, sum sambært stk. 4 nýta standardirnar, nýta standardirnar í staðin fyri hesar somu ásetingar. Um so er, at fyritøkurnar bara nýta standardirnar til samtøkuroknskapin, og ikki ársroknskapin, er 1. og 2. pkt. bara galdandi fyri samtøkuroknskapin.

Stk. 6. Tryggingareftirlitið kann áseta upplýsingarkrøv fyri tær fyritøkur, ið nýta teir í stk. 3 nevndu standardir.

 

§ 112. Nevndin og stjórnin skulu gera ársfrágreiðing fyri fyritøkuna.

Stk. 2. Hvør einstakur leiðslulimur hevur ábyrgd av, at ársfrágreiðingin verður gjørd í samsvari við lóggávuna og onnur møgulig krøv til roknskap í viðtøkum ella avtalu. Harumframt hevur hvør einstakur limur ábyrgd av, at ársfrágreiðingin kann grannskoðast og góðkennast rættstundis. Somuleiðis hevur hvør einstakur nevndarlimur ábyrgd av, at ársfrágreiðingin verður send Tryggingareftirlitinum innanfyri tær í lóggávuni ásettu freistir.

 

§ 113. Tá ið ársfrágreiðingin er gjørd, skulu allir limir í nevndini og stjórnini skriva hana undir og dagfesta undirskriftina. Teir skulu geva undirskrift sína í tilknýti til eina leiðsluátekning, har teir vátta, hvørt

1) ársfrágreiðingin er gjørd í samsvari við krøvini í lóggávuni og møgulig krøv í viðtøkum ella avtalu, og

2) ársfrágreiðingin gevur eina rættvísandi mynd av fyritøkuni, og, um samtøkuroknskapur er gjørdur, ogn og skuld samtøkunnar, fíggjarstøðu og úrsliti,

 

Stk. 2. Hevur leiðslan sett ískoytisviðmerkingar í ársfrágreiðingina, skulu nevndarlimirnir og limirnir í stjórnini vátta í leiðsluátekningini, hvørt frágreiðingin gevur eina rættvísandi mynd innan fyri rammurnar av vanligum góðkendum leiðreglum fyri slíkar frágreiðingar.

Stk. 3. Hóast ein leiðslulimur er heilt ella partvíst ósamdur í ársfrágreiðingini, ella hevur mótmæli  móti, at hon skal góðkennast við tí innihaldi, ið er samtykt, kann hesin ikki nokta at skriva undir. Tó kann limurin saman við undirskrift og leiðsluátekning síni lata ítøkiliga og neyva grundgeving fyri mótmælinum.

 

§ 114. Ársfrágreiðingin skal geva eina rættvísandi mynd av fyritøkuni, og, um samtøkuroknskapur er gjørdur, ogn og skuld samtøkunnar, fíggjarstøðu og úrslit.

Stk. 2. Um nýtslan av ásetingunum í hesi lóg, ella reglum gjørdar við heimild í § 124, ikki á nóg góðan hátt geva eina rættvísandi mynd, soleiðis sum nevnt í stk.1, skulu fleiri upplýsingar verða givnar í ársfrágreiðingini.
Stk. 3. Um nýtslan av ásetingunum í hesum kapitli ella reglum gjørdar við heimild í § 124, í serstøkum førum er í stríð við kravið í stk. 1, skal verða vikið frá hesum soleiðis, at hetta krav verður lokið. Eitt slíkt frávik skal verða nevnt í viðmerkingunum hvørt ár, og grundgivið nøktandi og ítøkiliga, við upplýsing um, hvørja ávirkan – harundir, so vítt gjørligt, ta peningaligu ávirkanina - frávikið hevur á ávikavist felagsins og samtøkunnar ognir og skuld, tess fíggjarstøðu og úrslit.

 

§ 115. Fyri at løgbodnu partarnir í eini ársfrágreiðing kunnu geva eina rættvísandi mynd sambært § 114, skulu reglurnar í stk. 2 og 3 verða loknar.

 Stk. 2. Ársfrágreiðingin skal gerast á ein sovorðnan hátt, at hon stuðlar roknskaparbrúkarum í teirra fíggjarligu avgerðum. Nevndu roknskaparbrúkarar eru persónar, fyritøkur, felagsskapir, og almennir myndugleikar o.a., hvørs fíggjarligu avgerðir vanliga verða mettar at verða ávirkaðar av eini ársfrágreiðing, undir hesum verandi ella komandi virkisluttakarar, ognarar, starvsfelagar, kundar, samgongufelagar, nærsamfelagið, umframt stuðulsveitandi- og skattamyndugleikar. Nevndu avgerðir skulu í minsta lagi viðvíkja

1) staðseting av egnum tilfeingi hjá roknskaparbrúkarunum,

2) leiðslunnar umsiting av fyritøkunnar tilfeingi,

3) býti av fyritøkunnar tilfeingi.

Stk. 3. Ársfrágreiðingin skal gerast á ein sovorðnan hátt, at hon upplýsir um viðurskifti, ið vanliga hava týdning fyri roknskaparbrúkarar, sbr. stk. 2. Upplýsingarnar skulu harumframt vera álítandi í mun til, hvat roknskaparbrúkarar vanliga vænta.

 

§ 116. Ársfrágreiðingin skal gerast sambært hesum grundleggjandi fyritreytum:

1) Hon skal vera gjørd á ein greiðan og einfaldan hátt (gjøgnumskygni).

2) Fyrilit skal takast fyri veruligum viðurskiftum, og ikki fyri formleikakrøvum uttan veruligt innihald (substansur).

3) Øll týðandi viðurskifti skulu vera í ársfrágreiðingini, uttan so at tey eru lítismett (týdningur). Verða fleiri lítismett viðurskifti tilsamans mett at hava týdning, skulu tey tó vera partur av frágreiðingini.

4) Væntandi heldur raksturin av einum virksemi fram (going concern), uttan so at hann ikki skal, ella ikki verður hildin at kunna halda fram. Verður eitt virksemi avtikið, skal flokking og uppseting umframt írokning og máting verða tilpassað avtøkuni.

5) Ein og hvør virðisbroyting skal síggjast, uttan mun til ávirkan á eginpening og úrslitsuppgerð (neutralitetur).

6) Flytingar, hendingar og virðisbroytingar skulu íroknast tá tær henda, uttan mun til nær tær verða goldnar (tíðaravmarking).

7) Írokningarháttur og mátistøði skulu nýtast einsháttað á somu sløg av viðurskiftum (konsistensur).

8) Hvør flyting, hending og virðisbroyting skal íroknast og mátast hvør fyri seg, eins og

tey einstøku viðurskiftini ikki kunnu verða mótroknað við hvørt annað (bruttovirði).

 

9) Byrjanarjavnin fyri fíggjarárið skal vera samsvarandi endajavnanum fyri árið frammanundan (formellur kontinuitetur).

Stk. 2. Uppseting og flokking, stovnsfestanarháttur, írokningarháttur og mátistøði umframt tann nýtta gjaldoyraeindin kunnu ikki verða broytt frá einum roknskaparári til tað næsta (reellur kontinuitetur). Broyting kann tó verða gjørd, um tað hevur við sær, at ein betri, rættvísandi mynd fæst, ella um broytingin er neyðug orsakað av lógarbroyting ella nýggjum reglum gjørdar við heimild í § 124.

Stk. 3. Frávik kunnu í serligum føri verða gjørd frá reglunum í stk. 1, nr. 6-9 og stk. 2. Í slíkum føri verður § 114, stk. 3, 2. pkt. at nýta samsvarandi.

 

§ 117. Ognir og skyldur hjá tryggingarfeløgum skulu, uttan so at annað er ásett sambært § 124, verða máld til dagsvirði. Ognir og skyldur verða upp- og niðurskrivaðar í samsvari við hetta, og upp- og niðurskrivingarnar verða innroknaðar í úrslitsuppgerðina, uttan so at annað er ásett sambært § 124.

Stk. 2. Dagsvirði verður mált til tað marknaðarvirðið, sum kann staðfestast fyri ognir ella skyldur á einum vælvirkandi marknaði. Verður ognin ella skyldan ikki handlað á einum vælvirkandi marknaði, verður ein viðurkendur háttur nýttur til at útrokna dagsvirði á viðkomandi ogn ella skyldu.

 

§ 118. Ískoytisfrágreiðingar, t.d. frágreiðingar um vitan og starvsfólkaviðurskifti (vitanarroknskapur), um umhvørvisviðurskifti (grønir roknskapir), um sosialu ábyrgd fyritøkunnar (sosialir roknskapir), og um fyritøkunnar siðfrøðiligu mið og uppfylging av hesum (siðfrøðiligir roknskapir), skulu geva eina rættvísandi mynd innanfyri rammurnar av vanligum, viðurkendum leiðreglum fyri slíkar frágreiðingar. Tær skulu lúka góðskukrøvini í § 115, stk. 3, og við tillagingum, sum málið sjálvt hevur við sær, eisini teimum grundleggjandi fyritreytunum í § 116, stk. 1 og 2.

 

Stk. 2. Í ískoytisfrágreiðingini skulu standa tær mannagongdir og mátistøði, sambært hvørjum frágreiðingin er gjørd.

 

§ 119. Roknskaparárið skal fylgja álmanakkaárinum.

Stk. 2. Fyrsta roknskaparskeiðið kann fevna um eitt styttri ella longri tíðarskeið enn 12 mánaðir, tó í mesta lagi 18 mánaðir.

Stk. 3. Móðurfeløg og dótturfeløg skulu tryggja, at dótturfelagið hevur sama roknskaparskeið sum móðurfelagið, uttan so at tað ikki er gjørligt orsakað av viðurskiftum, sum móðurfelagið og dóttur-felagið ikki hava tamarhald á.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera undantak frá kravinum í stk. 1.

 

§ 120. Írokningar, mátingar og upplýsingar í gjaldoyraeindum skulu verða gjørdar í donskum krónum ella evru. Tryggingareftirlitið kann áseta, í reglum gjørdar við heimild í § 124, at upphæddirnar verða tilskilaðar í øðrum útlendskum gjaldoyra, ið hevur týdning fyri fyritøkuna ávikavist samtøku fyritøkunnar.

 

§ 121. Ársfrágreiðingin skal grannskoðast av uttanhýsis grannskoðarum felagsins, sbrt. § 127. Grannskoðanin fevnir ikki um ískoytisfrágreiðingarnar, sum eru partur av frágreiðingini sbrt. § 118.

 

§ 122. Ársfrágreiðingin skal, í tí líki hon er víst fram og góðkend av nevndini, sendast Tryggingareftirlitinum í tveimum eintøkum, uttan ógrundaðan steðg aftaná tann nevndarfundin, har ársfrágreiðingin er endaliga góðkend.

Stk. 2. Grannskoðanarbók viðvíkjandi ársfrágreiðingini hjá uttanhýsis grannskoðaranum, og fyri fyritøkur við innanhýsis grannskoðan eisini innanhýsis grannskoðanarbók grannskoðanarleiðarans viðvíkjandi ársfrágreiðingini, skulu sendast Tryggingareftirlitinum samstundis sum ársfrágreiðingin verður send sambært stk. 1.

 

§ 123. Grannskoðaða og góðkenda ársfrágreiðingin skal sendast Tryggingareftirlitinum í trimum eintøkum, uttan ógrundaðan steðg aftaná endaliga góðkenning. Eftirlitið skal hava fingið ársfrágreiðingina í seinasta lagi 4 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað.

Stk. 2. Ársfrágreiðingin skal í minsta lagi hava teir kravdu partarnar og alla grannskoðanarátekningina. Ynskir fyritøkan at almannakunngera ískoytisfrágreiðingar, sum nevnt í § 118, skulu hesar sendast saman við teim kravdu pørtunum av ársfrágreiðingini, soleiðis at kravdu partarnir og ískoytisfrágreiðingarnar samanlagt standa sum eitt skjal, nevnt “ársfrágreiðing”.

Stk. 3. Eitt eintak av ársfrágreiðingini fyri øll dótturfeløg fyritøkunar, ið ikki eru fíggjarfeløg fevnd av eftirliti Tryggingareftirlitsins, skal sendast Eftirlitinum samstundis sum ársfrágreiðingin verður send sambært stk. 1.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið sendir tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum tað eina av eintøkunum, sum eru nevnd í stk. 1. Móttikna ársfrágreiðingin er atkomulig hjá almenninginum hjá Skráseting Føroya eftir reglum, ið stjórnin hevur ásett. 

 

§ 124. Tryggingareftirlitið ger neyvari reglur fyri ársfrágreiðingina, undir hesum reglur um írokning og máting av ognum, skyldum, inntøkum og útreiðslum, uppsetan av úrslitsuppgerð og fíggjarjavna, umframt krøv til viðmerkingar og leiðslufrágreiðing.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir eisini reglur um samtøkuroknskap, undir hesum reglur fyri, nær ein ársfrágreiðing skal fevna um samtøkuroknskap, og hvørji feløg hetta skal fevna yvir.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta/gera reglur fyri gerð og almannakunngering av roknskaparfrágreiðingum, sum fevna um styttri tíðarskeið enn ársfrágreiðingin.

 

§ 125. Við tí í huga at tryggja at ársfrágreiðingar hjá fíggjarfeløgum og haldfelagsskapum eru í samsvari við reglurnar í hesum kapitli, og reglurnar, sum eru gjørdar við heimild í § 124, og at samtøkuroknskapur hjá fíggjarfeløgum, fevndur av grein 4 í fyriskipan ES-ráðsins um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum, er í samsvari við altjóða roknskaparstandardir, kann Tryggingar-eftirlitið

1) vegleiða,

2) átala brot og

3) áleggja at skeivleikar skulu rættast, og at lógarbrot skulu enda.

 

§ 126. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu geva Tryggingareftirlitinum regluligar roknskaparfráboðanir í samsvari við oyðibløð og vegleiðingar, sum Eftirlitið hevur gjørt til hetta endamál.

 

§ 127. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu í minsta lagi hava ein løggildan grannskoðara. Verður meira enn ein grannskoðari valdur, ella verður ein grannskoðari tilnevndur sambært stk. 3, skulu hesir valdu ella tilnevndu grannskoðarar verða løggildir ella skrásettir. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum tilnevna ein grannskoðara afturat. Hesin grannskoðari virkar eftir somu treytum og reglum, sum teir grannskoðarar, ið eru valdir av aðalfundinum, virka.

Stk. 2. Grannskoðararnir í einum tryggingarfelag ella haldfelagsskapi skulu eisini verða grannskoðarar í dótturfeløgum fyritøkunar.

Stk. 3. Stk. 2. verður ikki at nýta á móðurfeløg og dótturfeløg, ið ikki eru heimahoyrandi í Føroyum.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann koyra ein grannskoðara frá, um hesin verður mettur at vera greitt óegnaður til sítt starv, og í staðin tilnevna ein annan grannskoðara, ið virkar sbr. stk. 1, 3. pkt, til nýtt val kann fara fram.

Stk. 5. Við grannskoðaraskifti skal fyritøkan og fráfarandi grannskoðarin í seinasta lagi ein mánað eftir at grannskoðarin er farin úr starvi, geva Tryggingareftirlitinum hvør sína frágreiðing, um so er at skiftið skyldast serligar umstøður.

Stk. 6. Tryggingareftirlitið kann áleggja grannskoðarum, og, í fyritøkum við innanhýsis grannskoðara, eisini innanhýsis grannskoðanarleiðaranum, at geva upplýsingar um viðurskifti í einum tryggingarfelag, í einum haldfelagsskapi, ella í dótturfeløgum hjá tílíkum fyritøkum.

 

Stk. 7. Tryggingareftirlitið kann skipa fyri eykagrannskoðan í einum tryggingarfelag, í einum haldfelagsskapi, ella í dótturfeløgum hjá tílíkum fyritøkum. Fíggjarfelaginum kann verða álagt at gjalda fyri grannskoðanina. Tryggingareftirlitið góðkennir gjaldsupphæddina.

Stk. 8. §§ 82-85 í partafelagslógini um grannskoðan verða at nýta við neyðugum tillagingum samsvarandi á tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, ið ikki eru partafeløg.

Stk. 9. Nevndin kann ikki loyva, sbrt. § 64, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar gera grannskoðarauppgávur í fyritøkum uttan fyri samtøkuna. Nevndin kann heldur ikki loyva, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar gera annað arbeiði enn grannskoðan í fyritøkum í samtøkuni ella í fyritøkum, ið hava sama umsitingarfelagsskap. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera frávik frá 1. pkt.

Stk. 10. Nevndin kann ikki loyva, sbrt. § 64, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar átaka sær størv, ið stríða ímóti gegnisreglunum samsvarandi teimum, ið eru galdandi fyri uttanhýsis grannskoðarar, sambært løgtingslógini um løggildar grannskoðarar og løgtingslógini um skrásettar grannskoðarar.

Stk. 11. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um fremjan av grannskoðan í tryggingarfeløgum, haldfelagsskapum og í dótturfeløgum hjá slíkum fyritøkum. Undir hesum kann Tryggingareftirlitið gera ásetingar um innanhýsis grannskoðan og um kervisgrannskoðan í felags dátumiðstøðum.

 

§ 128. Ein uttanhýsis grannskoðari og ein innanhýsis grannskoðanarleiðari skulu beinanvegin upplýsa Tryggingareftirlitið um viðurskifti, ið hava avgerandi týdning fyri tað framhaldandi virksemið hjá fyritøkuni, undir hesum viðurskifti, ið grannskoðararnir hava fingið kunnleika til, sum liður í starvinum sum grannskoðari í fyritøkum, ið fyritøkan hevur tøtt sambond við. 

 

 

 

Partur VII

 

Inntriv í, ella niðurlagt tryggingarvirksemi

 

Kapittul 14

 

Samanlegging og umskipan

 

Samanlegging

 

§ 129. Eitt tryggingarfelag kann ikki uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum leggja saman við einum øðrum fíggjarfelag ella einum ávísum handilsparti hjá einum øðrum fíggjarfelag. Tað sama er galdandi, tá tað felagið, sum heldur fram, er eitt útlendskt felag.

Stk. 2. Eitt tryggingarfelag, sum við samanlegging avhendar alla sína tryggingarmongd, ella ein part av hesi, til eitt annað tryggingarfelag, uttan at samanleggingin er fevnd av kapitli 15 í partafelagslógini, verður, við loyvi sambært stk. 1, leyst av ábyrgd mótvegis tryggingartakarunum.       

Stk. 3. Um ikki Tryggingareftirlitið metir, at loyvi til avhending av eini tryggingarmongd eigur at verða noktað, skal Eftirlitið kunngera eina frágreiðing um ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um í seinasta lagi 3 mánaðir eftir almannakunngeringina at geva Eftirlitinum eina skrivliga fráboðan, um so er at teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Tryggingareftirlitsins.

Stk. 4. Tá tann í stk. 3 nevnda freist er úti, tekur Tryggingareftirlitið, við fyriliti til tey innkomnu mótmælini, avgerð, um tryggingarmongdin skal verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.

Stk. 5. Verður ein tryggingarmongd avhendað í sambandi við eina samanlegging av tryggingarfeløgum, kunnu tryggingartakararnir, hóast § 27 í “lov om forsikringsaftaler” ikki slíta tryggingar-avtaluna, við samanleggingini sum grundgeving.

Stk. 6. Viðvíkjandi lívstryggingarvirksemi, kunnu tað, í sambandi við avhendingina í tryggingartreytunum hjá avhendandi felagnum, einans verða gjørdar slíkar broytingar, ið Tryggingareftirlitið metir vera eina neyðuga fylgju av avhendingini, harundir broyting í reglunum um bonus.

Stk. 7. Samanleggingarætlanir og váttan hjá metingarmonnum sambært § 134 c, stk. 4, skal fyri tryggingarfeløg verða send Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi 4 vikur eftir, at samanleggingarætlanin er undirskrivað. Tryggingareftirlitið almannakunnger samanleggingarætlanina og váttanina hjá metingarmonnunum.

 

§ 130.  Tryggingareftirlitið kann áseta reglur, eftir hvørjum ásetingarnar í §§ 134 a-134k í partafelagslógini við neyðugum tillagingum verða nýttar fyri sínámillum tryggingarfeløg í sambandi við samanleggingar.

Stk. 2. § 134 í partafelagslógini verður nýtt fyri sínámillum tryggingarfeløg, har samanleggingin fer fram eftir reglunum, ásettar sambært stk. 1.

 

 

Umskipan av tryggingarfeløgum

 

 

§ 131. Tryggingareftirlitið skal góðkenna form, innihald og fremjan av eini umskipan av einum tryggingarfelag. Tryggingarfelagið, sum heldur fram, fær rættindir og skyldur hjá tí niðurlagda tryggingarfelagnum.

 

 

 

Kapittul 15

 

Niðurlegging

 

Afturtøka av loyvi

 

§ 132. Tryggingareftirlitið kann taka eitt loyvi til at reka tryggingarvirksemi aftur, um felagið biður um tað.

 

§ 133. Tryggingareftirlitið kann harumframt taka aftur loyvi til at reka tryggingarvirksemi,

1) um tryggingarfelagið ger seg sekan í grovum ella endurtiknum brotum á hesa lóg ella reglur, gjørdar við heimild í hesi lóg,

2) um virksemi sum tryggingarfelag ikki er byrjað í seinasta lagi 12 mánaðir eftir at Tryggingareftirlitið hevur givið felagnum loyvi, ella

3) um tryggingarvirksemi ikki verður útint í eitt tíðarskeið, ið er longri enn 6 mánaðir.

Stk. 2. Hevur eitt tryggingarfelag ikki innan fyri tær freistir, sum Tryggingareftirlitið hevur sett, framt tey tiltøk, sum eru ásett í endurreisingarætlanunum nevndar í § 151, stk. 1 og 2, kann loyvi sum tryggingarfelag verða tikið aftur.

 

Avtøka

 

 

§ 134. Tá Tryggingareftirlitið tekur aftur loyvi hjá einum tryggingarfelag, ger Eftirlitið av, um tryggingarfelagið skal royna at fáa tryggingarmongdina avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka tryggingarvirksemi í Føroyum, ella um felagið á annan hátt skal royna at fáa tryggingarmongdina avtikna. Fyri lívstryggingarfeløg kann Tryggingareftirlitið gera av, at tryggingarmongdin verður tikin undir umsiting í samsvari vi𠧧 156-161.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann í sambandi við afturtøku av loyvinum hjá einum tryggingarfelag  sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 103, stk. 6 og 7 verða at nýta samsvarandi.

 

§ 135. Avtøka, sbr. § 134, fer fram við avtøku ella húsagangi, ella við samanlegging sambært § 129. Fer avtøkan fram á annan hátt, skal Tryggingareftirlitið góðkenna avtøkuform, innihald og fremjan.

 

§ 136. Tryggingareftirlitið kann áseta eina freist fyri viðtøku av avgerð um avtøku sambært § 116, stk. 1 í partafelagslógini. Verður farið útum freistina, kann Tryggingareftirlitið gera av, at tryggingarfelagið skal fara í avtøku.

Stk. 2. Ein avgerð um at taka eitt tryggingarfelag av, skal beinanvegin fráboðast Tryggingareftirlitinum.

 

§ 137. Eitt felag, ið rekur lívstryggingarvirksemi, kann ikki uttan samtykki frá hvørjum einstøkum tryggingartakara, verða upployst, um ikki tað frammanundan hevur flutt alla sína tryggingarmongd til eitt annað felag í samsvari við tær í § 129 ásettu reglur, ella tess tryggingarmongd er tikin undir umsiting.

 

§ 138. Eitt tryggingarfelag, ið rekur arbeiðsskaðatrygging, kann ikki verða upployst, uttan so at tað frammanundan hevur avhendað alla sína arbeiðsskaðatryggingarmongd til eitt annað felag, í samsvari við tær í § 129 ásettu reglur, ella tess tryggingarmongd er undir umsiting av Tryggingareftirlitinum.     

 

 

Serstakar reglur um avtøku og húsagang

 

 

§ 139. Í tí føri, at eitt tryggingarfelag skal avtakast, kann Tryggingareftirlitið, um fyriliti fyri teimum tryggjaðu partaeigarunum, ábyrgdarunum ella ognarunum talar fyri, tilnevna ein avtøkustjóra til, saman við teimum, sum aðalfundurin hevur valt, at fremja avtøkuna.

Stk. 2. Tekur Tryggingareftirlitið sambært §§ 152 ella 153 avgerð um, at eitt felag skal fara í avtøku, tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Eftirlitið ein ella fleiri avtøkustjórar.

 

§ 140. Tryggingareftirlitið kann fyribils seta úr gildi viðtøkur felagsins, meðan avtøkan fer fram.

Stk. 2. Roknskapur, sum verður gjørdur í sambandi við avtøku, skal sendast Tryggingareftirlitinum.

 

§ 141. Bert avtøkustjórarnir ella Eftirlitið kunnu lata inn áheitan um trotabúarviðgerð av einum tryggingarfelag, sum er undir avtøku.

 

§ 142. Tryggingareftirlitið kann lata inn áheitan um trotabúarviðgerð, tá eitt tryggingarfelag verður ógjaldført. Avgerð Tryggingareftirlitsins um at lata inn áheitan um trotabúarviðgerð kann ikki verða kærd, sambært § 214.

Stk. 2. Hóast § 17, stk. 2 í konkurslógini, verður eitt tryggingarfelag, ið ikki kann lúka sínar skyldur viðvíkjandi eftirsettum fæfeingi, upptikið sum blandings (hybrid) kjarnufæfeingi ella ábyrgdar lánsfæfeingi, ikki mett at vera ógjaldført.

Stk. 3. Eftir at fútarættaravgerð er tikin um trotabúarviðgerð, tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Tryggingareftirlitið ein ella fleiri bústjórar.

Stk. 4. Verður eitt tryggingarfelag, ið ikki rekur lívstryggingarvirksemi, koyrt á húsagang, verður § 156 at nýta samsvarandi.

Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, skal tryggingarmongdin verða tikin undir umsiting sambært §§ 156-161.

Stk. 6. Verður eitt sínámillum tryggingarfelag tikið til trotabúarviðgerð, gevur bústjórin Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitinum fráboðan um, nær trotabúarviðgerðin byrjar, og nær hon endar.

 

§ 143. Tryggingareftirlitið hevur rætt til at luttaka á fundum í ognaranevnd og í skiftifundum. Bústjórin sendir Tryggingareftirlitinum uppskot til endaligan roknskap og endaútbýti í trotabúnum til viðmerkingar, áðrenn bústjórin sendir tað til skiftirættin.

 

§ 144.  Tryggingareftirlitið kann gera av, at avtøkustjórin ella bústjórin, fyri rokning búsins, skal geva tryggingartakarunum boð um, at felagið er avtikið, og um fylgjurnar av hesum.
 Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um form og innihald á fráboðanini.

 

 

Gjaldsteðgur

 

 

§ 145. Tryggingareftirlitið kann melda gjaldsteðg fyri tryggingarfeløg, tá fyrilit fyri áhugamálunum hjá íleggjarum ella tryggingartakarum tala fyri tí.

Stk. 2. Fráboðan um gjaldsteðg sambært stk.1 verður fylgd av uppskoti Tryggingareftirlitsins um, hvør skal tilnevnast at hava eftirlit undir gjaldsteðginum, umframt eina váttan frá teimum avvarðandi um, at hesi játta og lúka treytirnar í § 238 í konkurslógini.

Stk. 3. Tryggingarfelagið kann ikki taka aftur eina áheitan um gjaldsteðg uttan samtykki Tryggingareftirlitsins.

 

 

Neyðskuldarsemja

 

 

§ 146. Reglurnar í konkurslógini um neyðskuldarsemju verða við loyvi Tryggingareftirlitsins at nýta á tryggingarfeløg, tó undantikið lívstryggingarfeløg. Fyri neyðskuldarsemju av endurtryggingarfeløgum kemur loyvi Tryggingareftirlitsins í staðin fyri undirtøkufráboðanir nevndar í § 166, stk. 1, nr. 2 í konkurslógini. Frammanundan skal Tryggingareftirlitið síggja til at endurtryggingarfelagið hevur vent sær til allar kendar kravánarar um byrjan av samráðingunum viðvíkjandi neyðskuldarsemju, og at í minsta lagi 40 prosent av givnu afturboðanunum taka undir við at farið verður undir slíkar samráðingar.

Stk. 2. Í sambandi við støðuyvirlitið, ið skal gerast, tá samráðingar um neyðskuldarsemju byrja, sbrt. § 165 í konkurslógini, kann skiftirætturin, tá tað snýr seg um neyðskuldarsemju av endurtryggingar-feløgum, eftir ummæli Tryggingareftirlitsins tilnevna ein óheftan tryggingarfrøðing til at gera eina uppgerð yvir virði av krøvunum, ið eru fráboðað.

Stk. 3. Tá tað snýr seg um neyðskuldarsemju av endurtryggingarfeløgum, verða krøvini gjørd upp sambært § 176 í konkurslógini um viðtøku av eini neyðskuldarsemju, sammett við teimum møttu og fráboðaðu krøvunum.

 

§ 147. Reglurnar í hesi lóg um heimildir hjá landsstýrismanninum og Tryggingareftirlitinum, og skyldur hjá tryggingarfeløgum mótvegis Tryggingareftirlitinum, vera, við neyðugum tillagingum, at nýta á tær fyritøkur, ið hava steðgað gjaldingunum, ella eru farnar í avtøku.

 

§ 148. Kapittul 14 í partafelagslógini verður, við neyðugum tillagingum, at nýta á sínámillum tryggingarfeløg.

 

§ 149. Tryggingareftirlitið ásetir reglur við tí í hyggju at halda samveldisrættarligar reglur um skuldarumskipan og avtøku av tryggingarfeløgum.

 

§ 150. Tryggingareftirlitið kann eftir teim mannagongdum, ið eru ásettar í samveldisrættarligum reglum, nokta einum útlendskum tryggingarfelag, ið er fevnt av § 22, stk.1 og § 23, stk. 1, og sum hevur bústað í einum øðrum ES-landi ella einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, at reka virksemi í Føroyum gjøgnum eina deild, ella við at veita tænastuveitingar í Føroyum. Tryggingareftirlitið kann nokta teimum í 1. pkt. nevndu fyritøkum at reka virksemi sum nevnt í 1. pkt., um so er, at fyritøka grovt, ella endurtiknar ferðir, hevur brotið reglurnar í hesi lóg, reglur gjørdar við heimild í lógini ella aðrari lóggávu, ið vendir sær til tryggingarfelagið, og tað ikki við áleggingum ella tvingsilstiltøkum, eftir hesi lóg hevur verið gjørligt at fáa brotini til at halda uppat.

 

 

 

 

Kapittul 16

 

Kreppuhandfaring

 

Serligar reglur fyri tryggingarfeløg um endurreising og aðrar fyriskipanir

 

§ 151. Er grundarfæfeingið hjá einum tryggingarfelag minni enn fæfeingiskravið sbrt. § 82, skal Tryggingareftirlitið krevja, at felagið ger eina ætlan fyri endurreising av tess fíggjarligu støðu og leggur ætlanina fyri Tryggingareftirlitið til metingar av, um ætlanin hevur tey tiltøk, ið verða mett at verða neyðug.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum endurreisingarætlanin skal hava, og um tíðarskeiðið, sum ætlanin fevnir um.

Stk. 3. Ætlan felagsins skal miða eftir einari endurreisingarætlan fyri tess fíggjarstøðu yvir eitt stutt tíðarskeið, ið Tryggingareftirlitið ásetir, tá

1) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn ein triðingur av gjaldførisbreddanum, ella

2) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn minsta fæfeingiskravið, ella

3) Kjarnufæfeingisstaklutir í tryggingarfeløgum, teljandi inngoldnan parta- ella ábyrgdarpening, vinning við virðisbrævaútgávu, annan tiltakspening, ið ikki samsvarar við skyldur, flutt yvirskot ella undirskot, limakontur, serstakar bonusavsetingar av týpu B, og ársins fyribils úrslit, tilsamans er minni enn 1/3 av gjaldføriskravinum ella samanlagt er ein upphædd, ið er minni enn minsta fæfeingiskravið.

Stk. 4. Hevur felagið sambært lógini lagt eina rakstrarætlan fyri Tryggingareftirlitið, tekur Eftirlitið, um so er, at búskaparliga støðan hjá felagnum er versnað í mun til hesa ætlan, avgerð um tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, og kann harafturat krevja, at ein nýggj rakstrarætlan verður gjørd fyri tey komandi 3 árini.

 
§ 152. Tryggingareftirlitið krevur, at eitt lívstryggingarfelag, innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, skal gera tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, um so er, at

1) felagið ikki heldur hesa lóg,

2) felagið víkur frá tí grundarlagi, sum er galdandi fyri tess virksemi,

3) grundarlagið nevnt í nr. 2, ella tann háttur, sambært hvørjum ognir felagsins eru settar, ikki eru tryggjandi,

4) tað vísir seg, at tann til rindan av teim tryggingarligu burturleggingunum avsetta ogn, ikki er tryggjandi, ella 

5) felagsins búskaparliga støða er versnað soleiðis, at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda.

Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ta sambært stk. 1 ásettu freistina, og verður hetta mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann felagsins lívstryggingarmongd verða tikin undir umsiting sambært §§ 156-161.
Stk. 3. Ein tryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting, um tað vísir seg, at tað innan ta sambært stk. 1 ásettu freistina ikki verður gjørligt at útvega peningin, sum er neyðugur til tess at rinda  tryggingarburturleggingarnar.

Stk. 4. Fer eitt felag í avtøku, kann Tryggingareftirlitið taka avgerð um, at felagsins lívstryggingarmongd. skal verða tikin undir umsiting.

Stk. 5. Metir Tryggingareftirlitið, at tað, tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, eisini fer at verða neyðugt, at felagið verður tikið av, tekur Eftirlitið avgerð um hetta.

 

§ 153. Tryggingareftirlitið krevur, at eitt tryggingarfelag, ið ikki rekur lívstryggingarvirksemi innan eina freist, sum Tryggingareftirlitið ásetir, skal gera tey tiltøk, ið eru neyðug, um so er, at

1) felagið ikki hevur lagt burtur nóg stórar upphæddir til rindan av tryggingarligum skyldum,

2) Tryggingareftirlitið ikki metir tann hátt, sum felagsins ognir eru settar, at vera tryggjandi, ella

3) felagið ikki heldur hesa lóg.

Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ta ásettu freistina, og verður hetta mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann Tryggingareftirlitið taka avgerð um, at felagið skal fara í avtøku. Rekur tryggingarfelagið arbeiðsskaðatryggingarvirksemi, kann Tryggingareftirlitið  taka aftur loyvi tryggingarfelagsins at reka arbeiðsskaðatryggingarvirksemi, og síðani verður tryggingarmongdin tikin undir umsiting av Eftirlitinum.

 

§ 154. Sum liður í teimum í § 151, stk. 3, § 152, stk. 1 og § 153, stk. 1 nevndu tiltøkum, kann Tryggingareftirlitið sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 103 verður at nýta samsvarandi.

 

§ 155. Tryggingareftirlitið skal skjótast gjørligt, eftir at avtøka sambært § 153 er byrjað, í samráð við avtøkustjórarnar lata kanna, um tað fer at vera hóskandi at royna at fáa tryggingarmongdina heilt ella fyri ein part avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal Tryggingareftirlitið, um tað metir, at tikið kann verða við tilboðnum, lata gera eina frágreiðing um støðuna og eitt uppskot til sáttmála við viðkomandi felag.

Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunngerast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava áheitan á tryggingartakararnar um innan eina freist, sum Tryggingareftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn 1 mánað, skrivliga at boða Tryggingareftirlitinum frá, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarunum, hvørs bústaðir eru felagnum kunnugir, frágreiðingina og uppskotið. 

Stk. 3. Eftir at tann í stk. 2 nevnda freist er úti, ger Tryggingareftirlitið, við atliti til tey innkomnu mótmælini, av, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við tað framlagda uppskotið.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann, í sambandi við gerð av frágreiðing eftir samráðing við tað yvirtakandi felagið, gera av, at tryggingar, sum eru teknaðar fyri eitt tíðarskeið longri enn 1 ár, kunnu verða uppsagdar av báðum pørtum, eftir teimum reglum, sum sambært tryggingaravtaluni eru galdandi, um tað fleirára tíðarskeiðið, sum er í avtaluni, er úti. Reglurnar um hetta høvið til uppsøgn skulu verða endurgivnar í frágreiðing Tryggingareftirlitsins.

Stk. 5. § 27, stk. 2 í “lov om forsikringsaftaler” verður at nýta samsvarandi, til Tryggingareftirlitið hevur tikið avgerð sambært stk. 3. Hendir avhending í samsvari við avgerð Eftirlitsins, kann avtøka og avhending, hóast § 26 og § 27 í “lov om forsikringsaftaler”, ikki verða nýtt sum grundarlag fyri at slíta tryggingaravtaluna.

 

 

Serligar reglur fyri tryggingarfeløg um umsiting av eini lívstryggingarmongd

 

 

§ 156. Tekur Tryggingareftirlitið avgerð um, at tryggingarmongdin hjá einum lívstryggingarfelag verður løgd undir umsiting, sambært § 133, stk. 1, nr. 1 og 2, og stk. 4, § 134, stk. 1 og 2, § 142, stk. 5, ella § 152, tilnevnir Tryggingareftirlitið samstundis ein umsitara til, í felag við møguligum samumsitarum, at standa fyri umsitingini av tryggingarmongdini.

Stk. 2. Tá ein tryggingarmongd verður tikin undir umsiting, skal Tryggingareftirlitið taka aftur loyvið lívstryggingarfelagsins og fáa í lag avgerðirnar um íverksetan av umsitanini, tilnevna umsitara, og skráseta afturtøku av loyvinum hjá Skráseting Føroya.

Stk. 3. Fyri at tryggja at umsitingin verður røkt á fullgóðan hátt, kann umsitarin tilnevna ein ella fleiri samumsitarar, sum hava innlit í viðurskifti av týdningi fyri umsitingina. § 65 verður at nýta samsvarandi í sambandi við umsitingarbúgv.

Stk. 4. Útreiðslur, sum sambært skattalóggávuni hvíla á umsitingarbúgvinum samansett av teim tryggjaðu, verða goldnar av umsitingarbúnum við umsitaranum.

Stk. 5. Samsýning til umsitarar og aðrar útreiðslur í sambandi við umsitingina verða goldnar av umsitingarbúnum. Støddin á samsýningini verður ásett eftir samráðing við Tryggingareftirlitið.

 

Stk. 6. Umsitingarbúgvið er undir Tryggingareftirlitsins eftirliti.

 

§ 157. Tá umsitingin byrjar skulu tær í § 103, stk. 1 nevndu, skrásettu ognir beinanvegin latast umsitingarbúnum. Umsitingarbúgvið, við umsitaranum, skal hava heimild til at ráða yvir hesum ognum. Viðvíkjandi virðisbrævaognum, skulu hesar skrásetast í eina virðisbrævamiðstøð, og viðvíkjandi fastari ogn, skulu hesar skrásetast í tingbókina.

Stk. 2. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, sendir skiftirætturin beinanvegin ognirnar, nevndar í stk. 1, til umsitaran.

Stk. 3. Umsitarin skal lata skrásettu ognirnar virðismeta í samsvari við galdandi virðismetisreglur.

Stk. 4. Tey einstøku tryggjaðu kunnu ikki gera krøv galdandi mótvegis felagnum. Harafturímóti kann umsitarin vegna  umsitingarbúgvið krevja tað, sum, eftir metingini av teimum móttiknu ognunum, sbrt. stk. 3, írestar, fyri at lívstryggingarburturleggingarnar og fráboðað og fallin tryggingarkrøv, sambært útrokningini nevnd í § 159, verða rindað. Harumframt kann Tryggingareftirlitið vegna umsitingarbúgvið krevja eina upphædd, ið samsvarar felagsins fæfeingiskravi, sum gjørd upp tá umsitingarbúgvið byrjaði.

Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, eftir at umsitingin er byrjað, fær húsagangurin onga avleiðing fyri umsitingarbúgvið.

Stk. 6. Umsitarin skal umsita tær frá felagnum móttiknu ognir, og kann krevja útflýggjað frá felagnum alt tilfar, sum er neyðugt til umsitingina, møguliga við hjálp frá politinum. 

 

§ 158. Tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, kunnu tryggingar ikki verða keyptar aftur. Tó kann afturkeypsvirðið heilt, ella fyri ein part, verða nýtt til at rinda tryggingarskjalslánini nevnd í § 98, stk. 1, nr. 7.

 

§ 159. Umsitarin skal rokna út tryggingarburturleggingarnar og gera upp støddina á fráboðaðum krøvum og krøvum, ið eru fallin til gjaldingar sambært tryggingaravtalunum, tá umsitingin byrjaði.

Stk. 2. Tryggingarkrøv, sum, vóru fallin til gjaldingar ella fráboðað, áðrenn umsitingin byrjaði, skulu avgerast sambært teimum áðrenn hetta mundið galdandi reglum. Tryggingar, sum falla til gjaldingar seinri, skulu fyribils einans verða útgoldnar við eini so stórari upphædd, sum umsitarin eftir umstøðunum metir ráðiligt. Vísir endaliga ásetingin av tryggingarupphæddunum, sbrt. stk. 4, at tað á henda hátt er útgoldið ov nógv, kann afturgjalding ikki verða kravd.

Stk. 3. Tryggingarburturleggingarnar verða útroknaðar við tí fyri tryggingarfelagið fráboðaða útrokningargrundarlagi, sbrt. § 14, uttan so, at umsitarin metir tað verða neyðugt at áseta eitt annað útrokningargrundarlag, sum verður fráboðað Tryggingareftirlitinum.

Stk. 4. Ásetan av tryggingarupphæddunum, undir hesum ein møgulig niðurskriving av tryggingarupphæddunum, sbrt. § 160, stk. 1, 4. pkt. ella § 161, stk. 1, 1. pkt., verður gjørd í samsvari við tí eftir stk. 3 galdandi útrokningargrundarlag og eftir býti av felagsins ognum, sum í hvørjum einstøkum føri verður mett at vera rímiligt við atliti at tryggingarmongdini, undir hesum innihaldinum í tryggingaravtalunum.

 

§ 160. Umsitarin skal skjótast gjørligt, eftir at meting og útrokning sambært § 157, stk. 3, og § 159  er gjørd, royna at fáa alla tryggingarmongdina yvirtikna av einum ella fleiri tryggingarfeløgum. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal umsitarin søkja um loyvi frá Tryggingareftirlitinum til avhendingina. Saman við umsókn um avhending skal sendast sáttmálin, sum er gjørdur millum umsitingarbúgvið og tað yvirtakandi felagið, og slíkar upplýsingar um hetta felag, sum Tryggingareftirlitið metir eru neyðugar fyri at kunna meta um, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarunum. Hevur sáttmálin við sær niðurskriving av tryggingarupphæddunum ella broyting í tryggingartreytunum, harundir reglunum um bonus, skal hetta vera tilskilað.

 

Stk. 2. Um ikki Tryggingareftirlitið á verandi grundarlag metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða noktað, skal Tryggingareftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á tryggingartakarar, um, innan eina av Tryggingareftirlitinum ásetta freist, ið ikki kann vera styttri enn 1 mánaði, at geva Tryggingareftirlitinum skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini.

Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnugur, eina fráboðan um avhendingina og uppskotið.
Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur Tryggingareftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini avgerð, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.

Stk. 4. Er avhendingin farin fram á ein sovorðnan hátt, at ikki allar ognir umsitingarbúsins eru tiknar við, skal umsitarin geva felagnum ella búgvi tess avlopsupphæddina.

 

§ 161. Kann tryggingarmongdin ikki verða avhendað sambært § 160, skal umsitarin gera ta endaligu ásetingina av tryggingarupphæddunum sambært gjørdu uppgerðini og møguligum broytingum í tryggingartreytunum, undir hesum bonus, og boða tryggingartakarunum saman til aðalfundar til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag við umsitingarbúnum sum stovnara, sbrt. § 17 og § 3 í partafelagslógini. Til henda aðalfund verður givin ein 2 mánaðar freist. Boðanin og frágreiðing um innihaldið í stovningarskjalinum og tann av umsitaranum útroknaða ásetingin av tryggingarupphæddunum verður kunngjørd á tann í § 160, stk. 2 tilskilaða háttin.

Stk. 2. Við skrásetingini kemur tað sínámillum felagið í tann í § 157, stk. 4 nevnda rættin mótvegis tí fyrra felagnum.

Stk. 3. Kann eitt nýtt felag ikki verða stovnað, heldur umsitingin fram, og umsitarin tekur støðu til, um fleiri royndir skulu verða gjørdar at føra tryggingartakararnar til eitt nýtt ella til eitt annað felag.



 

Partur VIII

 

Serligar reglur fyri ávís tryggingarfeløg

 

Kapittul 17

 

Limirnir í sínámillum tryggingarfeløgum og teirra ábyrgd fyri skyldum felagsins

 

§ 162. Limirnir í einum sínámillum tryggingarfelag eru tryggingartakarar felagsins, og bert hesir.

Stk. 2. Um limirnir skulu bera ábyrgd fyri skyldum felagsins, skulu viðtøkurnar áseta, í hvønn mun hetta er galdandi.

Stk. 3. Bert felagið kann gera ábyrgd limanna fyri skyldum felagsins galdandi.

Stk. 4. Krav felagsins móti limum um at lúka ábyrgdina fyri skyldum felagsins kann ikki verða avhendað ella sett í veð.

 

§ 163. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg viðvíkjandi ábyrgdini hjá limum og ábyrgdarum, afturgjalding av ábyrgdarpeningi, og treytum fyri býti av ognum felagsins til limirnar.

 

§ 164. Verður eitt tryggingarfelag tryggingartakari í einum sínámillum felag orsakað av endurtrygging, kann tað við heimild í viðtøkunum verða avtalað, at felagið fær undantøku frá limaábyrgd. Tann samlaða upphæddin á tílíkum endurtryggingum fyri egna rokning, kann tó fyri lívstryggingar ikki fara upp um 10 prosent av samlaðu tryggingarupphæddini hjá móttakandi felagnum. Fyri lívrentutrygging skal, tá henda útrokning verður gjørd, tryggingarupphæddin verða roknað til tað sama sum 10 ferðir árliga rentuupphæddin. Fyri skaðatrygging kann tryggingargjaldið av tílíkum endurtryggingum ikki uttan loyvi Tryggingareftirlitsins fara upp um 10 prosent av felagsins samlaðu tryggingargjaldsinntøku.

 

 

Inngjalding av ábyrgdarpørtum o.a. í sínámillum tryggingarfeløgum

 

 

§ 165. Eitt sínámillum tryggingarfelag, kann ikki móti viðurlag ogna sær egnar ábyrgdarpartar, sum ogn ella veð.
Stk. 2. Dótturfeløgini hjá einum sínámillum tryggingarfelag kunnu ikki móti viðurlag, sum ogn ella veð, ogna sær ábyrgdarpartar í móðurfelagnum.

 

§ 166. Í sínámillum tryggingarfeløgum skulu ábyrgdarpartarnir førast í eina bók.
Stk. 2. Ábyrgdarpartarnir skulu skrivast upp í bókina við upplýsing um navn, starv og bústað ábyrgdarans.
Stk. 3. Felagið skal geva ábyrgdarpartinum átekning um skrásetingina sbrt. stk. 2.

 

 

Aðalfundur í sínámillum tryggingarfeløgum

 

 

§ 167. Rættarmál vegna eina aðalfundarsamtykt, sum ikki er tikin á lógligan hátt ella sum stríðir ímóti hesi lóg ella viðtøkum felagsins, kann ein sum hevur atkvøðurætt, ein limur í nevndini ella ein stjóri byrja.

Stk. 2. Málið skal vera lagt fyri rættin innan 3 mánaðir eftir avgerðina. Annars verður avgerðin mett at vera galdandi.

Stk. 3. Freistin í stk. 2 er ikki galdandi tá:

1) avgerðin ikki lógliga kundi verið tikin, hóast øll, sum høvdu atkvøðurætt, tóku undir við henni,

2) tað sambært viðtøkum felagsins er neyðugt, at allir ella ávísir limir, ábyrgdarar ella onnur, sum hava atkvøðurætt, taka undir við avgerðini, og hetta ikki er gjørt,

3) aðalfundarboð ikki eru givin, ella tær fyri felagið galdandi reglur fyri fundarfráboðan í stóran mun ikki eru hildnar,

 

4) persónur, ið hevur lagt mál fyri rættin aftaná ta í stk. 2 ásettu freist, men tó innan 2 ár eftir avgerðina, hevur havt rímiliga orsøk til seinkanina og rætturin tessvegna, og við atliti til umstøðurnar annars, metir, at um stk. 2 verður nýtt, hevði hetta verið eyðsýnt óhóskandi.
Stk. 4. Metir rætturin, at aðalfundaravgerðin ikki er tikin á lógligan hátt ella stríðir ímóti hesi lóg ella viðtøkum felagsins, sbrt. stk. 1, skal hon við dómi verða ógildað ella broytt. Aðalfundaravgerðin kann tó einans verða broytt, um krav verður sett fram um hetta, og rætturin er førur fyri at avgera, hvat innihald avgerðin av røttum skuldi havt. Rættaravgerðin hevur gildi mótvegis øllum limum og ábyrgdarum.

 

 

Vinningsbýti, trygdargrunnur o.a.

 

 

§ 168. Sum vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum, kann einans verða nýtt ársins úrslit (yvirskot) sambært tí góðkenda ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár, flutt yvirskot frá árum frammanundan og annar tiltakspeningur, ið ikki er bundin sambært lóg ella viðtøkum felagsins, eftir at frádrigið er, fyri ein part undirskot, ið ikki er rindað, fyri ein part upphæddir, ið sambært lóg ella viðtøkum felagsins skulu leggjast burtur í ein trygdargrunn ella til onnur endamál.

 

§ 169. So leingi felagsins grundarfæfeingi ikki lýkur fæfeingiskrøvini sambært hesi lóg, kann vinningsbýti ikki verða latið partaeigarunum, renta ikki verða latin ábyrgdarunum, ella peningur latin limunum í sínámillum feløgum.

 

§ 170. Í tryggingarpartafeløgum kann útbýti av ognum felagsins til partaeigarar uttanum § 168 og § 169 einans verða gjørt sum útlutan í sambandi við niðurskriving av partapeninginum ella avtøku av felagnum. Í sínámillum feløgum kann útbýtið annars til limirnar einans verða gjørt í samsvari við tær í viðtøkunum ásettu reglur.

 

Stk. 2. Vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjalding til limirnar í sínámillum feløgum kann ikki fara upp um tað, sum má roknast ráðiligt við atliti til felagsins búskaparstøðu, og í førum við móðurfeløgum, búskaparstøðu samtøkunnar.

 

§ 171. Eitt tryggingarfelag kann, um viðtøkurnar hava reglur um hetta, gera burturleggingar í ein trygdargrunn.

Stk. 2.  Peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunnin, kann ikki verða tikin úr hesum. Heldur ikki kunnu broytingar verða gjørdar í viðtøkunum, við teirri avleiðing, at peningur, ið sambært stk. 1 longu er burturlagdur í trygdargrunnin, kann verða tikin úr hesum. Peningur trygdargrunsins kann tó, við loyvi frá Tryggingareftirlitinum, verða nýttur til rindan av tapi í samband við, at tryggingarligar skyldur verða greiddar, ella á annan hátt til frama fyri tey tryggjaðu.

 

 

Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli

 

 

§ 172. Ásetingarnar í §§ 173-181 fevna um sínámillum skaðatryggingarfeløg, hvørs viðtøkur hava tilskilan um:

1) at felagsins endamál er avmarkað til at tekna tryggingar móti vanlukku og sjúku, soleiðis at tey tryggjaðu eisini eru tryggingartakarar, ella til at tekna tryggingar fyri húsdjór,

2) at felagið einans rekur virksemi her í landinum,

3) at felagið ikki teknar tryggingar fyri longri tíðarskeið enn 1 ár í senn,

4) at felagið einans teknar beinleiðis tryggingar,

5) ta størstu upphæddina, sum felagið uttan endurtrygging kann taka ímóti á einstakan váða, ella áseting um, at reglur um hetta verða ásettar av Tryggingareftirlitinum í sambandi við veitan av loyvi, og

6) møguleika fyri at krevja eykagjald ella at niðurskriva veitingar.

 

Stk. 2. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag kemur ikki undir ásetingarnar í hesum kapitli um so er, at:

1) tann árliga tryggingargjaldsinntøkan fer upp um eina av Tryggingareftirlitinum ásetta upphædd, ella2) minni enn helvtin av árligu tryggingargjaldsinntøkuni stavar frá likamligum persónum, ið eru limir í felagnum.

 

§ 173. Reglurnar í § 69, nr. 2, og § 81, stk. 1, harumframt reglurnar í partafelagslógini §§ 3 og 5, § 6, stk. 1 og 3-5, §§ 7-10 og § 11, stk. 1 og 3, eru ikki galdandi við stovnan av feløgum, ið hetta kapittul fevnir um.

Stk. 2. Í viðtøkunum kann verða ásett, at eingin stjórn skal verða sett.

 

§ 174. Tekning av limum ella ábyrgdarum kann ikki fara fram, áðrenn uppskot til viðtøkur er orðað. Uppskotið skal leggjast fram í sambandi við tekningina.

Stk. 2. Stovnandi aðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tekningin er byrjað, uttan so at ongin limur ella ábyrgdari er teknaður. Í síðst nevnda føri fella burtur tær skyldur, sum verða átiknar við tekningina av felagsfæfeingi, og inngoldnar upphæddir verða afturgoldnar, tó við frádrátti av goldnum útreiðslum, um hetta er treytað við tekningina. 

Stk. 3. Til stovnandi aðalfundin verða tey boðað til fundar, ið hava atkvøðurætt sambært uppskotinum til viðtøkur.

Stk. 4. Aðalfundurin tekur við vanligum atkvøðumeiriluta avgerð um góðkenning av viðtøkunum og um felagið skal verða stovnað. Avgerð um broyting í uppskotinum til viðtøkur kann verða tikin við vanligum meiriluta uttan mun til ásetingar í uppskotinum um broytingar eftir stovnanina. Avgerð um broyting, sum ikki er tilskilað í fundarboðunum krevur tó samtykki frá øllum, ið hava atkvøðurætt. Avgerð um stovnan kann ikki verða tikin, fyrr enn viðtøkurnar eru endaliga góðkendar.

Stk. 5. Tá felagið er stovnað, verður vald nevnd og grannskoðarar sambært ásetingunum í viðtøkunum um hetta.

 

§ 175. Felagið skal fráboðast til skráseting hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 mánaðir eftir stovnandi aðalfundin. Verður farið út um hesa freist, fella tær við tekningina av felagsfæfeingi átiknu skyldur burtur, sbr.§ 174, stk. 2, 2. pkt. Eftir hetta kann skráseting ikki fara fram.

Stk. 2. Í seinasta lagi samstundis við fráboðanina um skráseting hjá Skráseting Føroya skal felagið senda Tryggingareftirlitinum umsókn um loyvi. Við umsóknini skal vera váttað úrskrift úr aðalfundargerðabókini.

 

§ 176. Tann í § 12 nevnda rakstrarætlan kann við Tryggingareftirlitsins loyvi verða avmarkað í áramál, ella ikki verða gjørd, um hetta ikki er neyðugt fyri at áseta grundarfæfeingið. Tryggingareftirlitið kann eisini við fyriliti fyri slagi og vavi fyritøkunnar loyva, at einki felagsfæfeingi ella annað grundarfæfeingi er til.

 

§ 177. Hevur felagið onga stjórn, hevur nevndin tey størv, sum í lóg ella sambært lóg, eru áløgd stjórnini.

 

§ 178. Limir í nevnd og stjórn umboða felagið úteftir.

Stk. 2. Felagið verður bundið av rættargerðum, sum felagsins vegna verða gjørdar av samlaðu nevndini ella einum limi í nevndini ella einum stjóra.

Stk. 3. Tann tekningarrættur, sum tann einstaki limurin í nevndini eigur sambært stk. 2, kann í viðtøkunum verða avmarkaður soleiðis, at tekningarrætturin kann verða framdur av einum ella fleiri ávísum limum ella av fleiri saman. Onnur avmarking í tekningarrættinum kann ikki verða skrásett.

Stk. 4. Einans nevndin kann geva umboðsfulltrú. § 51 kemur ikki í nýtslu.

 

§ 179. Sínámillum tryggingarfeløg, ið § 172, stk. 1 fevnir um, og sum einans reka virksemi innan eitt heilt avmarkað landøki, koma ikki undir reglurnar í hesi lóg, sbr. tó stk. 2 og 3, um so er, at tær teknaðu tryggingarnar tilsamans ikki fara upp um 3 mió. kr.

 

Stk. 2. Feløg, sum stk. 1 fevnir um, skulu tó frámerkja seg sum sínámillum. § 7, stk. 4 verður at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Er eitt sínámillum tryggingarfelag undir eftirliti sambært hesi lóg, verður felagið verandi undir eftirliti, hóast tað seinri lýkur treytirnar fyri undantøku sambært stk. 1. Tryggingareftirlitið kann tó sleppa felagnum undan eftirliti, um so er, at felagið setur fram áheitan um tað sambært eini aðalfundarsamtykt.

 

§ 180. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir § 172, stk. 1, kann frá Tryggingareftirlitinum fáa undantøku frá reglunum í hesi lóg, um so er at:

1) tær samlaðu tryggingarnar ikki fara upp um 6 mió. kr., og felagsins váði fyri einstaka trygging ikki fer upp um 3 prosent av felagsins samlaðu árligu tryggingargjaldsinntøku, ella

2) felagið einans teknar tryggingar á einum avmarkaðum landøki og einans fyri eina einstaka tryggingargrein.

Stk. 2. Tá stk. 1, nr. 1 verður nýtt, verður fyrilit ikki tikið fyri, í hvønn mun felagið hevur minkað sín váða við endurtrygging.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann nýta ásetingina í stk. 1, nr. 2, sjálvt um felagið teknar tryggingar, sum § 172, stk. 1, nr. 1 ikki fevnir um, tá felagið tó ikki teknar ábyrgdartrygging, arbeiðsskaðatrygging, motorakfarstrygging, veðhaldstrygging ella lánstrygging.
Stk. 4. Áheitan frá einum felag um undantøku sambært stk. 1 skal vera góðkend av aðalfundinum.

 

§ 181. Setur eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir reglurnar í hesum kapitli, fram áheitan um undantøku sambært aðalfundarsamtykt, kann Tryggingareftirlitið áseta, at felagið skal koma undir tær vanligu reglurnar í hesi lóg. Tá ein slík avgerð er tikin, kunnu ásetingarnar í hesum kapitli tó verða nýttar, um Eftirlitið loyvir tí.

 

 

Serstakar reglur fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar

 

 

§ 182. Við tvørgangandi eftirlønargrunnar skal skiljast feløg ella felagsskapir,

1) hvørs limir antin hava útbúgving innan ávís útbúgvingarøki ella starvast í einum ávísum slagi av fyritøkum, og sum hava til endamáls, sum liður í setanartreytunum ella sum liður í einum øðrum tilknýti til eina fyritøku, at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar, ella

2) hvørs limir eru sjálvstøðugir vinnurekandi innan somu starvsgrein, og sum hava til endamáls at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar.

 

§ 183. Reglurnar fyri sínámillum lívstryggingarfeløg verða við teimum í stk. 2 nevndu undantøkum at nýta samsvarandi á tvørgangandi eftirlønargrunnar.

Stk. 2. § 162, stk. 2-4 verða ikki at nýta á tvørgangandi eftirlønargrunnar.

 

§ 184. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um avmarking av limaskara og virksemi tvørgangandi eftirlønargrunsins.

 

 

Serstakar reglur fyri ávísar “firma” eftirlønargrunnar

 

 

§ 185. Reglurnar í hesum kapitli verða at nýta á ein og hvønn felagsskap (eftirlønargrunn), ið við grundarlagi í einum lyfti um eftirløn, hevur til endamáls at tryggja starvsfólkini í eini fyritøku, harundir einum loyvishavandi felag, ella við starvssetan í tílíkum fyritøkum innan somu samtøku.

Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri lyftir um eftirløn:

1) givið av Føroya Landsstýri, eini kommunu ella kommunalum felagsskapi,

2) givið til stjórar ella teirra eftirsitandi,

3) skipað eftir serstakari lóg, ella

4) givið av kommunalum felag, hvørs skyldum kommunur ábyrgda fult fyri.

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann, eftir samráðing við landsstýrismannin, gera av, at ein eftirlønargrunnur fyri hvørs skuldum landsstýrið ella ein kommuna ábyrgda fullkomiliga, heilt ella fyri ein part skal vera undantikin frá §§ 68-71, 81, 98, 101, 103, 129, 130 og kapittul 15.
Stk. 4. Ein eftirlønargrunnur, ið veitir tænastumannalíknandi eftirløn, og sum landsstýrið ella ein kommuna fullkomiliga ábyrgist fyri, kemur ikki undir hesa lóg. 

 Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um, at lyfti um eftirløn, ið er lítil, ikki kemur undir hesa lóg.


§ 186.
Við limirnar í einum eftirlønargrunni er at skilja:

1) persónar, ið eru settir í starv í teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og sum hava fingið lyfti um eftirløn,

2) fyrrverandi starvsfólk, ið hava fingið eftirløn úr eftirlønargrunni,

3) persónar, ið hava verið í starvi í fyritøkuni og sum, sambært ásetingum í viðtøkunum hjá eftirlønargrunninum, hava varðveitt rættin til eftirløn, hóast setanarviðurskiftini eru hildin uppat.

Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu avmarka limarættindini hjá teimum í stk. 1, nr. 3 nevndu persónum.

 

§ 187. Reglurnar í §§ 72, 73, 183 og 184 verða at nýta samsvarandi í hesum kapitli.
Stk. 2. Umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, kann ein eftirlønargrunnur ikki byrja sítt virksemi, fyrr enn eftirlønarreglugerðin hjá eftirlønargrunninum og búskaparliga og tøkniliga grundarlagið er góðkent av Tryggingareftirlitinum.

Stk. 3. Viðtøkurnar skulu umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, hava reglur um:

1) limir eftirlønargrunsins,

2) hvussu farast skal fram, um ein ella fleiri av teimum fyritøkum, hvørs starvsfólk eftirlønargrunnurin fevnir um, heilt ella fyri ein part verða niðurlagdar ella avhendaðar, ella fyritøkan av einhvørjari orsøk ynskir at enda eftirlønarskylduna,

3) reglur um avtøku av eftirlønargrunninum og nýtslu av ognum eftirlønargrunsins,
4) mannagongd fyri loysn av ósemju millum ein lim og eftirlønargrunnin,

 

5) viðtøkurnar skulu hava upplýsing um navnið á teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og um tær skyldur, sum fyritøkurnar hava átikið sær mótvegis eftirlønargrunninum.

Stk. 4.  Eftirlønarreglugerðin skal hava ásetingar um:

1) navn eftirlønargrunsins,

2) ta kommunu her í landinum, har eftirlønargrunnurin skal hava sín heimstað,

3) endamál eftirlønargrunsins,

4) limir eftirlønargrunsins,

5) reglur um støddina á eftirlønarupphæddunum og javning, teirra útrokning og útgjalding,

6) reglur um rættindi limanna, tá teir fara burtur úr eftirlønargrunninum,

7) reglur um eftirlønargjald,

8) reglur um rættindi og skyldur hjá limunum annars,

9) tilskilan av teimum reglum sambært hvørjum eftirlønarskipanir við útgjaldingum, útgoldnar við jøvnum millumbilum, teknaðar ella avtalaðar sum skyldubundnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni kunnu verða fluttar frá og til eftirlønargrunnin í samband við skifti til annað starv.

Stk. 5. Tøkniliga og búskaparliga grundarlag eftirlønargrunsins o.a. skal fráboðast Tryggingareftirlitinum og skal hava tilskilan um:

1) grundarlag fyri útrokning og javning av eftirlønargjaldi og veitingum og eftirlønarburturleggingum,

2) teir eftirlønarformar, ið eftirlønargrunnurin ætlar at nýta,

3) reglur um útrokning av endurgjøldum í sambandi við, at farið verður burtur úr eftirlønargrunninum og ognarpørtum,

4) reglur um útrokning og býti av yvirskoti til limirnar og um rindan av undirskoti,

5) reglur um heilsumeting,

6) ta hægstu upphædd, sum eftirlønargrunnurin uttan endurtrygging skal kunna taka við á einstakan váða, og

7) útreiðslur í sambandi við umsiting grunsins.

 

§ 188. Ein eftirlønargrunnur skal hava í minsta lagi 50 limir.

Stk. 2. Um talið á limunum í einum eftirlønargrunni verður minni enn 50, skal eftirlønargrunnurin beinanvegin heita á Tryggingareftirlitið um at gera av, um og, um so verður, við hvørjum treytum, eftirlønargrunnurin kemur at halda áfram við sínum virksemi.

 

 

Serstakar reglur um  lívstryggingarpartafeløg tengd at arbeiðsmarknaðinum

 

§ 189. Við eitt lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum skal skiljast eitt lívstryggingarpartafelag, sum

1) beinleiðis ella óbeinleiðis er heil ogn hjá yrkisfeløgum hjá tryggingartakarunum, møguliga í felagsskapi við arbeiðsgevarafeløgini fyri tær týðandi vinnugreinirnar,

2) er stovnað sum avleiðing av sáttmála og

3) sambært viðtøkunum ikki letur vinningsbýti til ognararnar.

Stk. 2. Av viðtøkum felagsins skal, umframt tað í stk. 1, nr. 3 nevnda, síggjast, at felagið er eitt lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum.

Stk. 3. Avhending av partabrøvum í felagnum til onnur enn tann í stk. 1, nr. 1 nevnda skara ella broyting av viðtøkum felagsins, viðvíkjandi teimum í stk. 1, nr. 3, og stk. 2 nevndu viðurskiftum, kann ikki fara fram uttan góðkenning Tryggingareftirlitsins. Eftirlitið kann bert geva góðkenning, um so er, at avhendingin ella viðtøkubroytingin verður mett at vera í áhuga teirra tryggjaðu.

Stk. 4. Av viðtøkum felagsins skal harumframt síggjast, hvussu tað skal vera við ogn felagsins, tá tað ikki longur eru tryggingarkrøv móti felagnum. Av viðtøkuásetingunum skal síggjast, at tann  uppspardi parturin av eginpeninginum, ið er skattafríur, skal nýtast til almannagagnlig ella vælgerandi endamál.

Stk. 5. Avhendar felagið sína tryggingarmongd, skal felagið nýta tann uppsparda partin av eginpeninginum, ið er skattafríur, til fyrimuns fyri teim tryggjaðu. Í slíkum føri sum avhending av einum ávísum parti av tryggingarmongdini, er tað bert tann lutfalsligi parturin av uppsparda partinum av eginpeninginum, ið er skattafríur, sum skal nýtast til fyrimuns fyri teim tryggjaðu.

 

 

Partur IX

 

Eftirlit og avgjøld

 

Kapittul 18

 

Eftirlit o.a.

 

Almennar reglur um eftirlit

 

§ 190. Tryggingareftirlitið ansar eftir, at henda lóg og tær reglur, ið eru ásettar við heimild í lógini, undantikið § 61, stk. 1 og 2, verða hildnar. Tó ansar tann Skráseting Føroya eftir, at § 11, stk. 1 og 2 og § 69 verða hildnar.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið røkir tær í stk. 1 nevndu uppgávur saman við einum ráði (Tryggingarráðnum).

Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann í serstøkum førum nýta fremmanda hjálp.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi Tryggingareftirlitsins.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um mannagongdir hjá Tryggingareftirlitinum í samsvari við ásetingar um hetta í samveldisrættarligum reglum.

 

§ 191. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at seta á stovn tað í § 190, stk. 2 nevnda ráð, og at gera viðtøkur fyri tess virksemi og starvsskipan.

Stk. 2. Ein meiriluti av limum ráðsins skulu vera óheftir av tryggingarfeløgum, av øðrum fyritøkum, ið eru undir tess eftirliti, og av felagsskapum fyri hesar fyritøkur.

Stk. 3.  § 200 verður nýtt samsvarandi fyri limir ráðsins.

Stk. 4. Tryggingarráðið

1) tekur avgerðir í týdningarmestu eftirlitsmálunum, undantikið § 35, og í eftirlitsmálum, ið hava framhaldandi munandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir,

 

2) ráðgevur Tryggingareftirlitinum í sambandi við tess gerð av reglum og í sambandi við høvuðsmál um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju og prísupplýsingar, umframt í eftirlitsmálum um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju, ið hava framhaldandi og munandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir sambært § 35, umframt

3) hjálpir Tryggingareftirlitinum við tess kunningarvirksemi.

Stk. 5. Limir ráðsins verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. Limirnir kunnu tilnevnast aftur.

Stk. 6.  Ráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins avgerð avgerandi.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ger ráðsins starvsskipan.

 

§ 192. Tryggingareftirlitið skal kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og haldfelagsskapum, undir hesum gjøgnumgongd av støðugu fráboðanunum og kanningar á staðnum í einstøku fyritøkuni.

Stk. 2. Aftaná kanning á staðnum í einum tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi skal ein fundur vera, har nevnd fyritøkunnar, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, uttanhýsis grann-skoðari og innanhýsis grannskoðanarleiðarin luttaka, uttan so at kanningin bert viðvíkur avmarkaðum virksemisøkjum í fyritøkuni. Á fundinum skal Tryggingareftirlitið koma við sínum niðurstøðum viðvíkjandi kanningini.

Stk. 3. Týdningarmiklar niðurstøður skulu, aftaná eina eftirlitsvitjan, sendast í einari skrivligari frágreiðing til nevnd fyritøkunnar, stjórn, tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin, uttanhýsis grannskoðara og innanhýsis grannskoðanarleiðaran. Við at undirskriva frágreiðingina vátta hesir, at teir eru kunnaðir um hana. Eftir hetta verður frágreiðingin send aftur til Tryggingareftirlitið.

Stk. 4. Eftirlitsmyndugleikar í einum øðrum ES-landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kunnu, eftir at hava fráboðað Tryggingareftirlitinum hetta framman-undan, gera kanningar á staðnum í deildum í Føroyum hjá útlendskum tryggingarfeløgum, ið hava heimstað í viðkomandi landi. Eftirlitið luttekur í kanningini nevnd í 1. pkt., ella kann eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandi deildarinnar vegna hendan í serligum føri gera kanningar bara av deildini.   

Stk. 5. Eftirlitsmyndugleikarnir í einum øðrum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kunnu við loyvi Tryggingareftirlitsins krevja staðfesting av upplýsingum útflýggjaðar av føroyskum haldfelagsskapum, tryggingarfeløgum ella fyritøkum, ið reka afturatknýtt  fíggjarvirksemi, sum er undir ískoytiseftirliti av viðkomandi eftirlitsmyndugleika sambært ásetingum í direktivum á fíggjarøkinum. 

 

§ 193. Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu geva Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri virksemi Eftirlitsins.

Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð fáa atgongd til tryggingarfeløg og deildir tess ella haldfelagsskapir, við atliti til at savna upplýsingar, undir hesum við kanning á staðnum.

Stk. 3. Fyri at meta um fíggjarstøðuna hjá einum tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi, kann Tryggingareftirlitið í neyðugan mun savna upplýsingar, og kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi uttan rættarúrskurð, fáa atgongd til tær fyritøkur, sum tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin hevur serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við.

Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar, undir hesum roknskapir og roknskapartilfar, úrskrift úr bókum, onnur handilsskjøl og elektroniskt goymdar dátur, ið verða mettar neyðugar fyri virksemi Eftirlitsins ella fyri at kunna avgera, um ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur er fevndur av reglunum í hesi lóg.

 

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann savna upplýsingar eftir stk. 1-4, til nýtslu hjá teimum í § 200, stk. 5, nr. 10 og 11 nevndu myndugleikum.

 

§ 194.  Tryggingareftirlitið kann geva boð um at rætta viðurskiftini, ið eru í stríð vi𠧧 35 og 41.

 

§ 195. Tryggingareftirlitið kann áleggja leiðsluni í einum tryggingarfelag at síggja til, at frágreiðing verður gjørd um fíggjarstøðu og framtíðarútlit felagsins. Nevnd tryggingarfelagsins, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, uttanhýsis grannskoðari og tann innanhýsis grannskoðanarleiðarin skulu, við at skriva undir áleggingina, yvirfyri Tryggingareftirlitinum vátta, at teir eru kunnugir við boðini.

Stk. 2. Frágreiðingin skal

1) innihalda ummæli frá uttanhýsis grannskoðara tryggingarfelagsins, uttan so at hesin hevur gjørt frágreiðingina í síni heild,

2) leggjast fyri nevnd felagsins til góðkenningar, og

3) verða send Tryggingareftirlitinum sum avrit.

 

§ 196. Tryggingareftirlitið kann áleggja einum tryggingarfelag innan eina freist, sum Eftirlitið hevur ásett, at gera tey neyðugu tiltøkini, um

1) fíggjarstøða tryggingarfelagsins er versnað soleiðis, at áhugamál teirra tryggjaðu ella hjá hinum íleggjarunum koma í vanda, ella

2) tað er stórur vandi fyri at fíggjarstøða tryggingarfelagsins útviklar seg soleiðis, at felagið missur sítt loyvi.

Stk. 2. Eru tey áløgdu tiltøkini ikki framd innan ta ásettu freistina, kann Tryggingareftirlitið taka aftur loyvi felagsins.

Stk. 3. Harumframt eru reglurnar í §§ 151-155 galdandi.

Stk. 4. Stk. 1 og 2 eru samsvarandi galdandi fyri eina samtøku, har móðurfelagið er ein haldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, um tað er stórur vandi fyri, at fíggjarstøða samtøkunnar útviklar seg soleiðis, at samtøkan ikki lýkur fæfeingiskrøvini fyri samtøkur.

 

§ 197. Tryggingareftirlitið kann áleggja einum tryggingarfelag innan eina freist, sum Eftirlitið hevur ásett, at koyra ein stjóra í einum tryggingarfelag, ið er fevnt av § 49, stk. 2, frá.

Stk. 2. Hevur tryggingarfelagið ikki koyrt stjóran frá innan ta ásettu freistina, kann Tryggingareftirlitið taka aftur loyvi felagsins, sbrt. § 133, stk. 1, nr. 2.

 

§ 198. Tryggingareftirlitið kann sjálvstøðugt, ella í samstarvi við aðrar myndugleikar, gera kanningar, ið kunnu fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum og almannakunngera úrslitini. 

 

§ 199. Tryggingareftirlitið letur landsstýrismanninum árliga frágreiðing um sítt virksemi.

 

§ 200. Tey, ið starvast í Tryggingareftirlitinum, undir hesum persónar, ið gera tænastuuppgávur sum liður í rakstri Eftirlitsins, og serfrøðingar, ið virka vegna Eftirlitið, hava undir ábyrgd, sambært §§ 152-152e í revsilógini, skyldu til at dylja tað, sum tey gjøgnum teirra virksemi verða vitandi um. Hetta er eisini galdandi eftir at starvs- ella sáttmálaviðurskifti eru endað.

Stk. 2. Samtykki frá honum, sum tagnarskyldan er ætlað at verja, heimilar ikki starvsfólki Tryggingareftirlitsins ella serfrøðingum, ið virka ella hava virkað vegna Eftirlitið, til at útflýggja trúnaðarupplýsingar.

Stk. 3. Reglan í stk. 1. forðar ikki fyri, at Tryggingareftirlitið av sínum eintingum útflýggjar trúnaðarupplýsingar í stuttum ella samlaðum líki, tá hvørki einstaka felagið ella kundar tess kunnu eyðmerkjast.

Stk. 4. Trúnaðarupplýsingar kunnu útflýggjast í einum borgarligum rættarmáli, tá eitt fíggjarfelag er koyrt á húsagang, og um so er, at upplýsingarnar ikki viðvíkja kundaviðurskiftum ella triðjamanni, ið eru ella hava verið við í royndum at bjarga felagnum.

 

Stk. 5. Reglan í stk. 1 forðar ikki fyri, at trúnaðarupplýsingar verða útflýggjaðar til:

1) Aðrar almennar myndugleikar, harundir ákærumyndugleikan og løgregluna í sambandi við rannsakan og rættarsókn í revsiverdum viðurskiftum, ið eru fevnd av revsilógini ella eftirlitslóggávuni.

2) Avvarðandi landsstýrismann sum liður í hansara yvireftirliti.

3) Umsitingarligar myndugleikar og dómstólar, ið viðgera avgerðir, ið Tryggingareftirlitið hevur tikið.

4) Løgtingsins umboðsmann.

5) Eina tingnevnd, sum løgtingið hevur sett.

6) Kanningarrættir settir við lóg.

7) Løgtingsnevnd (standandi nevnd) viðvíkjandi vanligu fíggjarviðurskiftunum hjá einum fíggjarfelag, sum liður í Løgtingsins eftirliti við fyrisitingini, viðvíkjandi tryggingarfeløgum í gjaldsteðgi ella fíggjartroti, tá Landsstýrið veitir trygd ella letur pening vera til taks fyri avtøku av felagnum.

8) Landsgrannskoðanina og Løgtingsgrannskoðararnar.

9) Skiftirættin og aðrar myndugleikar, ið hjálpa til við tryggingarfelagsins avtøku, fíggjartrotaviðgerð, ella líknandi viðgerðum, og persónar, ið hava ábyrgdina av teirri lógbodnu grannskoðanini av roknskapunum hjá tryggingarfeløgum við teirri fyritreyt, at hesir móttakarar av upplýsingum hava tørv á teimum fyri at kunna røkja sínar uppgávur.

10) Tryggingarmyndugleikar í øðrum ES-londum ella í londum, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ið hava ábyrgdina av eftirliti við tryggingarfeløgum og stovnar, ið hjálpa til við avtøku av tryggingarfeløgum, fíggjartrotaviðgerð ella líknandi mannagongdum, og persónar, ið hava ábyrgdina av teirri lógbodnu grannskoðanini av roknskapunum hjá tryggingarfeløgum, við teirri fyritreyt, at hesir móttakarar av upplýsingum hava tørv á teimum fyri at kunna røkja sínar uppgávur.

11) Tryggingarmyndugleikar í londum uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ið hava ábyrgdina fyri eftirliti við tryggingarfeløgum og stovnar, ið hjálpa til við avtøku av tryggingarfeløgum, fíggjartrotaviðgerð ella líknandi mannagongdum, og persónar, ið hava ábyrgdina av teirri lógbodnu grannskoðanini av roknskapunum hjá tryggingarfeløgum, sí tó stk. 9 og 10.

12) Grannskoðaraeftirlitið og aganevndin (disciplinernevndin) fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar til tess at røkja uppgávur teirra. 

Stk. 6. Øll, ið sambært stk. 4 og 5 fáa trúnaðarupplýsingar frá Tryggingareftirlitinum, eru undir tagnarskylduni nevnd í stk. 1 viðvíkjandi hesum upplýsingum.

Stk. 7. Trúnaðarupplýsingar sum Tryggingareftirlitið fær, kunnu bara nýtast í sambandi við eftirlitsstarvið, fyri at áseta revsitiltøk, ella um Eftirlitsins avgerð kann kærast til hægri umsitingarmyndugleika ella leggjast fyri rættin.

Stk. 8. Høvi til at útflýggja trúnaðarupplýsingar til Løgtingsnevndir, sambært stk. 5, nr. 7, er avmarkað til skjøl í málum, ið eru stovnað hjá Tryggingareftirlitinum aftaná tann 13. februar 1996.

Stk. 9. Útflýggjan sambært stk. 5 kann bara verða gjørd

1) við støði í altjóða samstarvssáttmála og

2) við tí fyritreyt, at móttakararnir í minsta lagi hava lógarásetta tagnarskyldu, ið samsvarar tagnarskylduni sambært stk. 1, og hava tørv á upplýsingunum fyri at kunna røkja teirra uppgávur.

Stk. 10. Útflýggjan av trúnaðarupplýsingum sambært stk. 5, nr. 11, ið stava frá ES-londum ella londum, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kann harumframt bara fara fram, um so er, at myndugleikarnir, sum hava útflýggjað upplýsingarnar, hava givið staðiligt samtykki, og kann bert nýtast til endamálið, sum loyvinum viðvíkur.

Stk. 11. Hevur ein skuldari, ábyrgdari ella íleggjari munandi skyldur mótvegis fleiri tryggingarfeløgum, kann Tryggingareftirlitið kunna viðkomandi feløg um hetta.

Stk. 12. Reglan í stk. 1 er ikki til hindurs fyri, at Tryggingareftirlitið samstundis við tingingar um avhending av eini tryggingarmongd við atliti til trygging av endurtryggingarfulnaði útflýggjar upplýsingar til umboð fyri feløg, ið eru fevnd av eini sambært ásettari skuldarbindingarskipan.

 

§ 201. Tryggingareftirlitið kann, í teimum í stk. 2 nevndu málum, almannakunngera navnið á tí fyritøku, sum ein avgerð viðvíkur, tá tað verður mett, at kundar hjá fíggjarfelagnum hava áhuga í at kenna navnið á fyritøkuni.

Stk. 2. Almannakunngering kann fara fram í málum um

1) brot á forboðið um at reka fíggjarvirksemi uttan loyvi sbrt. § 7,

2) álegging um rætting av viðurskiftum, ið eru í stríð við reglurnar um góða siðvenju og prísupplýsing í § 35 og kunngerðir gjørdar við heimild í § 35,

3) brot á §§ 37 og 38,

4) brot á § 39, stk. 1,

5) brot á kunngerðir gjørdar við heimild í § 40 um kunning, tá tryggingaravtalur verða gjørdar og í teimum framhaldandi kundaviðurskiftunum.

6) álegging um rætting av viðurskiftum, ið eru í stríð við § 41, stk. 1,

7) brot á § 44, stk. 1, og § 45, stk. 1,

8) brot á reglurnar um útflýggjan av trúnaðarupplýsingum í § 74 og § 80, stk. 3, og

9) brot á áleggingar um at gera neyðug tiltøk sbrt. § 196.

Stk. 3. Almannakunngering í málunum nevnd í stk. 2, nr. 2 og 6, kann harumframt fara fram, hóast felagið hevur broytt atburð, um so er, at mett verður, at kundar felagsins framvegis hava áhuga í at kenna málið.

Stk. 4. Almannakunngering í málunum nevnd í stk. 2, nr. 2-9, kann ikki fara fram, um so er at hetta vil hava við sær munandi skaða fyri felagið. Almannakunngeringin kann ikki fevna um trúnaðarupplýsingar um kundaviðurskifti.

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann almannakunngera navnið á felagnum, ið viðvíkur eini avgerð, 2 vikur eftir at felagið er kunnað um avgerðina. Ger felagið av at leggja málið fyri Erhvervsankenævnet innan fyri tær tvær vikurnar, kann almannakunngering bara fara fram, um so er, at nevndin ikki gevur kæruni steðgandi virkna.

  

§ 202. Sum partar í viðurskiftunum við Tryggingareftirlitið verða mett at vera tryggingarfelagið, haldfelagsskapurin, útlendska tryggingarfelagið ella útlendski haldfelagsskapurin, sum Eftirlitsins avgerð, tikin sambært hesi lóg ella reglum gjørdar við heimild í hesi lóg, vendir sær til, sí tó stk. 2 og 3.

Stk. 2. Í niðanfyri nevndu førum, verða onnur enn felagið eisini mett sum partar í avgerð Tryggingareftirlitsins, tá tað snýr seg um tann partin av málinum, sum viðvíkur hesum:

1) Móðurfelagið, tá hetta er ein haldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag.

2) Fyritøkur, við hvørjar eitt tryggingarfelag hevur eitt serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband, og har Tryggingareftirlitið kann savna upplýsingar og gera eftirlitsvitjanir sbrt. § 193, stk. 3.

3) Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum Tryggingareftirlitið krevur upplýsingar frá fyri at kunna avgera, um hesin er fevndur av reglunum í hesi lóg sbrt. § 193, stk. 4.

4) Ein persónur, sum Tryggingareftirlitið fær upplýsingar um í sambandi við góðkenning sambært § 49.

5) Ognarin ella eigarin av einum serstakum fæfeingisluti, tá Tryggingareftirlitið sýtir fyri at góðkenna henda, fyribils steðgar viðgerðini av málinum ella letur við seg koma, orsakað av væntandi kunning um lutin ella strikar atkvøðurættin, ið er knýttur at lutinum hjá viðkomandi ognara, sbrt. § 46, stk. 1-7, og § 47, stk. 1-3.

6) Grannskoðari í einum tryggingarfelag, tá Tryggingareftirlitið koyrir hann frá ella áleggur honum at lata upplýsingar um felagsins viðurskifti, og í málum um forboð móti at ein grannskoðari hevur lán o.a. í tí tryggingarfelagnum, sum hann grannskoðar, sbrt. § 127, stk. 4-6 og 8.

7) Eitt tryggingarfelag, sum søkir um loyvi til at reka tryggingarvirksemi sbrt. § 7, stk. 1 og § 10, ella um umsóknin verður fyribils steðgað sbrt. § 10, stk. 4.

 

8) Ein limur í nevnd ella stjórn tryggingarfelagsins ella ein fæfeingisognari, tá Tryggingareftirlitið noktar einum tryggingarfelag loyvi ella tekur tað heilt ella partvíst aftur sbrt. § 10, stk. 1, nr. 1-3 og stk. 2.

9) Fyritøkur, sum Tryggingareftirlitið metir hava tøtt sambond við eitt tryggingarfelag, tá loyvið verður noktað ella tikið aftur sbrt. § 10, stk. 1, nr. 4 og 5.

10) Tann, sum brýtur forboðið í lógini um, í navni ella heiti fyritøkunnar at nýta orð, ið eru fevnd av einkarætti tryggingarfelagsins til nøvn sbrt. § 7, stk. 3.
11) Tann, sum brýtur forboðið í lógini um at reka virksemi fevnt av § 7, stk. 1 uttan loyvi.

12) Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, tá hesin ikki hevur hildið sína upplýsingarskyldu mótvegis Tryggingareftirlitinum sbrt. § 65, stk. 5, 1. pkt.

Stk. 3. Sum partur verður annars mettur ein nevndarlimur, ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, ein grannskoðari, ein stjóri ella onnur leiðandi starvsfólk í einum tryggingarfelag, einum haldfelagsskapi, einum útlendskum tryggingarfelag ella einum útlendskum haldfelagsskapi, um avgerð Tryggingareftirlitsins beinleiðis viðvíkur viðkomandi. Tað sama er galdandi fyri ein avtøkustjóra og ein umsitara av eini lívstryggingarmongd.

Stk. 4. At enda kann Tryggingareftirlitið, tá Eftirlitið tekur eitt mál upp til viðgerðar viðvíkjandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøki sbr. § 35, skylda hjá tryggingarfeløgum at bjóða brúkaratryggingar við stuttari uppsøgn sbr. § 41, stk. 1 og 2, prísupplýsing sbr. § 41, stk. 3, ella útflýggjan av trúnaðarupplýsingum sbr. kapittul 9, í serligum førum eisini lata øðrum likamligum ella løgfrøðiligum persónum enn teir í stk. 2 og 3 nevndu, partsheimildir. Partsheimildir kunnu bara gevast, viðvíkjandi tí partinum av málinum, ið hevur beinleiðis og stóran týdning fyri viðkomandi.

Stk. 5. Partsstøða og partsheimildir sambært stk. 2-4 eru avmarkaðar til viðurskifti, har avgerð Tryggingareftirlitsins er tikin, eftir at lógin er komin í gildi. Viðvíkjandi útflýggjan av trúnaðarupplýsingum, sbr. kapittul 9, eru partsstøða og partsheimildir avmarkaðar til viðurskifti, har Eftirlitið tekur avgerð, eftir at lógin er komin í gildi.

 

§ 203. Starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki vera limir í nevnd, stjórn ella umboðsnevnd, ella verða sett í starv í fyritøkum undir Eftirlitsins eftirliti ella í feløgum hjá hesum. Starvsfólkini kunnu heldur ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi ella taka lut í leiðslu ella rakstri av eini vinnufyritøku. Tey kunnu tó eiga, reka og taka lut í umsitingini av fastari ogn.

Stk. 2. Starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki fyri egna rokning fremja ella taka lut í spekulatiónshandli sbr. § 61, stk. 1. Landsstýrismaðurin skal gera leiðreglur fyri Eftirlitsins stjóra, varastjórar og javnsettar við hesar, um fráboðan av ognartiltøkum.

Stk. 3. Stjórin fyri Tryggingareftirlitinum kann ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum gera bindingar við ella veita trygd fyri tryggingarfeløg. Fyri onnur starvsfólk hjá Eftirlitinum ger landsstýrismaðurin neyvari leiðreglur fyri góðkenning av avtalum við og trygdarveitingum mótvegis tryggingarfeløgum. Leiðreglurnar kunnu áseta ymiskar góðkenningar og mannagongdir fyri einstøku starvsfólkasløgini.

 

 

Freistir

 

§ 204. Tær freistir, sum eru ásettar í ella sambært hesi lóg, taka við, frá og við dagin eftir tí degi, har tann hending, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi. Hetta er galdandi fyri bæði útrokning av dags-, viku-, mánaðar-, og ársfreistum.

Stk. 2. Er freistin tilskilað í vikum, er freistin úti vikudagin fyri tann dag, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1.

Stk. 3. Er freistin tilskilað í mánaðum, er freistin úti á mánaðardegnum fyri tann dag, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1. Um tann dagurin, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, er tann síðsti dagur í mánaðinum, ella um freistin er úti eina tíðarfesting, sum ikki er til, er freistin altíð úti tann síðsta dagin í mánaðinum, óansæð hvussu langur hann er.

Stk. 4. Er freistin tilskilað í árum, er freistin úti ársdagin fyri tann dag, har hendingin, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1.

Stk. 5. Er freistin úti í einum vikuskifti ella ein halgidag, ella flaggdagin, grundlógardagin, páskaaftan, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, jólaaftan ella nýggjársaftan, verður freistin longd til tann fyrstkomandi gerandisdagin.

 

 

Serstakar reglur fyri tryggingarfeløg um eftirlit

 

 

§ 205. Avgerðir, um at nýggj partabrøv skulu kunna verða goldin við umskifti av skuld sambært § 33a í partafelagslógini, skulu góðkennast av Tryggingareftirlitinum.

 

Stk. 2. So skjótt sum eini samtøkuviðurskifti eru sett á stovn, skal nevndin í einum móðurfelag kunna nevndina í dótturfelagnum, og Tryggingareftirlitið.

 

§ 206. Tryggingarfeløg, deildir hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, og eftirlønargrunnarnir, ið eru fevndir av hesi lóg, verða skrásett hjá Skráseting Føroya.

 

 

 

 

Kapittul 19

 

Avgjøld

 

§ 207. Játtan Tryggingareftirlitsins, frádrigið sølu av vørum og tænastuveitingum saman við rentuinntøkum, verður rindað av avgjøldum frá teimum fyritøkum, ið eru undir Eftirlitsins eftirliti sbrt. §§ 208-212.

 

§ 208. Fyritøkur hjá haldfelagsskapum gjalda árliga eina grundupphædd á 10.000 kr. í avgjaldi til Tryggingareftirlitið.

 

§ 209. Øll tryggingarfelag og allir eftirlønargrunnar hava fulla gjaldskyldu.

Stk. 2. Við útrokning av gjaldinum verða útreiðslur Tryggingareftirlitsins býttar millum hesar bólkar:

1) tryggingarfeløg, ið reka lívstryggingarvirksemi,

2) tryggingarfeløg, ið reka annað virksemi enn lívstryggingarvirksemi,

3) eftirlønargrunnar, ið eru fevndir av eftirliti sambært hesi lóg.

Stk. 3. Býtið millum bólkarnar 1-3, verður gjørt við grundarlagi í partinum hjá tí einstaka bólkinum av teirri samlaðu rentuinntøkuni og bruttotryggingargjaldsinntøkuni o.ø. frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingum. Býtið millum feløgini í bólki 1 og 2 verður gjørt í mun til brutto-tryggingargjaldsinntøkuna frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingunum og innan bólk 3 við grundarlagi í limagjaldi og rentuinntøkum.

 

§ 210. Tað verður altíð álagt eitt minsta avgjald á 2.000 kr. Tey tryggingarfeløg, ið eru fevnd av § 172, gjalda tó eitt minstaavgjald á 1000 kr.

 

§ 211. Útrokning av avgjøldum fyri fyritøkur, ið eru fevndar av § 209, verður gjørd við støði í upplýsingum í ársfrágreiðingini fyri síðsta roknskaparár ella, um tílík vantar, tí síðst innsendu roknskaparfráboðanini.

Stk. 2. Ein og hvør fyritøka, ið hevur verið undir eftirliti ein part av undanfarna ári, hevur fulla avgjaldsskyldu.

Stk. 3. Um so er, at eitt ella fleiri tryggingarfeløg undir Tryggingareftirlitsins eftirliti verða løgd saman, rindar felagið, sum heldur fram, avgjaldið hjá avtikna felagnum.

Stk. 4. Um eitt tryggingarfelag ikki longur er undir Tryggingareftirlitsins eftirliti á annan hátt enn við samanlegging, verður avgjaldið fyri álmanakkaárið, har fyritøkan var avtikin, ásett á henda hátt:

1) Fyritøkur, ið eru fevndar av § 208 gjalda grundupphæddina.

2) Fyritøkur, ið eru fevndar av § 209, gjalda prosentið frá seinastu avgjaldsinnkrevjing í mun til avgjaldsgrundarlagið í tí seinastu ársfrágreiðingini. Um so er at seinasta ársfrágreiðing ikki er send Tryggingareftirlitinum um avtøkumundið, verður avgjaldið útroknað í mun til avgjaldsgrundarlagið í seinastu roknskaparfráboðan. Eftirlitið kann í serligum førum góðkenna, at gjaldingin av avgjaldinum bíðar eftir samlaðu avgjaldsútrokningini.

Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum seta avgjaldið niður.

 

212. Ársavgjaldið verður kravt inn í januar mánað fyri undanfarna árið.

Stk. 2. Avgjøldini kunnu innheintast við útpanting.

 

 

 

Partur X

 

Gildiskomu- og skiftisreglur

 

Kapittul 20

 

Heimildar- og kærureglur

 

§ 213. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til Tryggingareftirlitið, kann hann áseta reglur um kærurætt, undir hesum, at kærur ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika.

 

§ 214. Avgerðir, sum Tryggingareftirlitið ella Skráseting Føroya hava tikið, sambært lógini ella reglum gjørdar við heimild í lógini, kunnu av honum, sum avgerðin viðvíkur, leggjast fyri Erhvervsankenævnet í seinasta lagi fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.

Stk. 2. Verður ein avgerð, sum Tryggingareftirlitið hevur tikið, um at felagið skal fara í avtøku, ella tess tryggingarmongd verða tikin undir umsiting, umgjørd, skal Skráseting Føroya beinanvegin skráseta hetta. Eftirlitið skal, um felagið eigur fasta ogn, síggja til neyðuga tinglýsing.

 

 

Kapittul 21

 

Revsireglur

 

§ 215. Brot á reglurnar í § 7, stk. 1-4, § 18, stk. 1, 2. pkt., § 19, 2. pkt., § 23, stk. 4-6, §§ 28 og 30, § 31, stk. 1 og 3, §§ 32, 36-38, § 46, stk. 1 og 6-8, § 48, stk. 1, 2 og 4, § 49, stk. 2, §§ 50-52, § 58, stk. 1 og 3, §§ 59, 60 og 62, § 74 og § 75, stk. 3, § 76, § 77, stk. 1, 2. pkt., og stk. 2, § 81, § 87, nr. 7, § 91, nr. 8, § 110, stk. 1 og 2, § 122, § 123, stk. 1-3, § 128, § 218 verða revsað við bót ella fongsli upp í 4 mánaðir, uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars. Brot á reglurnar í § 55, § 56, stk. 1, nr. 1-4, § 57, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2, § 58, § 61, § 64, stk. 1, stk. 2, 1. pkt., og stk. 3, 5 og 6, § 65, stk. 1-6, §§ 79, 80, 94, 95 og 103, § 111, stk. 1, 1. pkt., § 112, stk. 1, § 113, stk. 1 og 2 og stk. 3, 1. pkt., §§ 114 og 115, § 116, stk. 1, stk. 2, 1. pkt., og stk. 3, 2. pkt., §§ 117-119, § 120, 1. pkt., § 121, 1. pkt., § 126, § 127, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 og 5, § 192, stk. 3, 2. pkt., og § 205, stk. 2, verða revsað við bót. Við bót verður revsað eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur, ið ikki lýkur eini boð, ið eru áløgd sambært § 196, stk. 1 ella § 197, stk. 1, og brot á § 52, stk. 1 í partafelagslógini.

Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ásetast fyri brot á hesar. 

Stk. 3. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.

Stk. 4. Letur ein limur í nevnd ella stjórn hjá einum tryggingarfelag ella haldfelagsskapi vera við at taka neyðug stig í førum, har tað er tap ella vandi fyri tapi av einari týðandi stødd, verður viðkomandi revsaður við bót ella fongsli upp í 4 mánaðir, uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars.

 

Stk. 5. Persónar, ið eru knýttir at einum tryggingarfelag, og sum lata almennum myndugleikum, almenninginum, onkrum felagsmyndugleika ella tryggingartakarunum, ella øðrum íleggjarum í tryggingarfelagnum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um viðurskifti, sum viðvíkja tryggingarfelagnum, ella sum gera seg sekan í grovum ella oftari endurtiknum vansketni ella gáloysni, ið kann hava við sær tap fyri tryggingarfelagið ella tryggingartakararnar ella aðrar íleggjarar í tryggingarfelagnum, verða revsað við bót ella fongsli upp í 4 mánaðir, um so er at harðari revsing ikki er uppiborin eftir lóggávuni annars.

Stk. 6. Fyrningarfreistin fyri brot á lógina, ella reglur gjørdar við heimild í lógini, er 5 ár.

 

§ 216. Lata felagsins nevnd, stjórn, uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðari, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, avtøkustjóri, aðalumboð, deildarleiðari ella umboðsnevnd vera við rættstundis at gera tær skyldur, ið liggja á teimum sambært hesi lóg ella teimum sambært lógini givnu reglum, mótvegis Tryggingareftirlitinum ella Skráseting Føroya, kann Tryggingareftirlitið sum tvingsilsmiðal áleggja viðkomandi dag- ella vikubøtur.

Stk. 2. Lýkur ein fyritøka, sum nevnt í § 193, stk. 3 og 4, ikki tær skyldur, sum sambært lógini  áliggja fyritøkuni, kann Tryggingareftirlitið sum tvingsilsmiðal áleggja fyritøkuni sum slíkari, ella teimum persónum, sum hava ábyrgdina av fyritøkuni, dagligar ella vikuligar tvingsilsbøtur.

Stk. 3. Tvingsilsbøtur kunnu innheintast við útpanting.

 

 

Kapittul 22

 

Gildiskoma

 

§ 217. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd.

 

§ 218. Løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður sett úr gildi.

Stk. 2. Kunngerðir, ið eru gjørdar við heimild í lógini nevnd í stk. 1, verða verandi í gildi til tær verða tiknar úr gildi ella nýggjar reglur við heimild í hesi lóg koma ístaðin.

 

 

Skiftisreglur

 

 

§ 219. Bindingar og trygdarveitingar, ið lógliga vóru gjørdar tann 31. desembur 2007 millum valdu grannskoðanina ella ein innanhýsis grannskoðanar- ella varagrannskoðanarleiðara og tryggingarfelagið, har viðkomandi persónur er settur í starv, kunnu halda áfram til upprunabindingin gongur út.

Stk. 2. Innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar kunnu, hóast forboðið í § 61, stk. 10, varðveita og nýta fíggjarlig áhugamál, sum hesir eiga, tá lógin kemur í gildi.

 

§ 220. Persónar, sum, tá lógin kemur í gildi, ikki eru fevndir av forboðnum í § 61, stk. 3, kunnu, hóast ásetingina í § 61, stk. 3, varðveita bindingar, ið eru gjørdar áðrenn 31. desembur 2007.

 

§ 221. Fyri fastognir, ið eru ognaðar áðrenn tann dag, tá lógin verður løgd fram í løgtinginum, er § 99, stk. 1 ikki galdandi.

 

§ 222. Hóast regluna í § 110 kunnu tryggingarfeløg, ið høvdu bindingar, tá lógin kom í gildi, ið loyvi er givið til sambært §§ 80 og 82 í lóg nr. 3 frá 13. februar 1966 um tryggingarvirksemi, halda fram við hesum, til loyvið frá Tryggingareftirlitinum gongur út, tó í seinasta lagi til dagin fyri tann roknskap, sum verður lagdur fram, eftir at lógin er komin í gildi.

 

§ 223. Ásetingar í hesi lóg, sum eru treytaðar av, at sínamillum avtala millum ES og Føroyar er gjørd, fáa virkna dagin eftir at sínamillum avala millum ES og Føroyar er sett í gildi.

 

§ 224. Føroyar og Ísland hava gjørt sínamillum avtalu við “Hoyvíkssáttmálanum” og verða íslendsk feløg fevnd av § 1. stk 4 og 5 og fáa loyvi at virka í Føroyum, sum um tað vóru feløg frá ES-londum ella londum, sum ES hevur gjørt sáttmála við.


 

 

Fylgiskjal 1 – Tryggingarvirksemi – skaðatryggingarflokkar

 

1. Vanlukkur (harundir arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur): Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap, samansetingar av hesum, og persónsflutningur.

2. Sjúka: Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap, og samansetingar av hesum.

3. Skrokktrygging av akførum: Allur skaði á motorrikin akfør og ikki motorrikin akfør.

4. Skrokktrygging av jarnbreytaakførum: allir skaðar á jarnbreytaakfør.

5. Skrokktrygging av flogførum: Allur skaði á flogfør.

6. Skrokktrygging av førum til sigling til havs ella á vøtnum og áum: Allur skaði á før til sjós, før á vøtnum og før í áum.

7. Farmaflutningur: (harundir vørur, viðføri og allur annar farmur): Allur skaði á fluttar vørur ella viðføri uttan mun til slag av flutningsfari.

8. Eldur og náttúrumegi: Allur skaði á ogn (undantiknar ognir, ið koma undir økini 3, 4, 5, 6 og 7), tá ið tey eru elvd av eldi, spreinging, stormi, náttúrumegi (stormur undantikin), kjarnorkumegi ella skriðulopi.

9. Aðrir skaðar á ogn: Allur skaði á ogn (undantikið ogn, fevnd av økjunum 3, 4, 5,  6 og 7), tá ið hesir skaðar eru orsakaðir av heglingi, frosti ella av øllum øðrum orsøkum, t.d. tjóvarí, undantikin tey, ið nevnd eru undir nr. 7.

10. Ábyrgdartrygging fyri motorakfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av motorriknum akførum (harundir ábyrgd førarans).

11. Ábyrgdartrygging fyri flogfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av flogførum (harundir ábyrgd førarans).

12. Ábyrgdartrygging fyri før til sigling til havs, á vøtnum og í áum: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av førum til sigling til havs, á vøtnum og í áum (harundir ábyrgd førarans).

13. Vanlig ábyrgdartrygging: Ein og hvør ábyrgd, ið ikki er tilskilað undir numrunum 9, 10 og 11.

14. Kredit: vanligt: Vanligt fíggjartrot, útflutningskredittur, avgjaldssøla, fastognarveðtrygging og landbúnaðartrygging.

15. Borgan: Beinleiðis og óbeinleiðis borgan.

16. Ymiskt fíggjarligt tap: Arbeiðsloysisvandi, innheintingartap (vanligt), vána veður, tap av vinningi, framhaldandi aðalkostnaður, óvæntaðar handilsútreiðslur, tap av søluvirði, húsaleigu - ella inntøkutap, óbeinleiðis handilstap undantikið tey omanfyri nevndu, ikki vinnuligt fíggjarligt tap og onnur fíggjarlig tap.

17. Rættarhjálpartrygging: Rættarhjálpartrygging.

18. Hjálp: Hjálp til persónar, ið koma í trupulleikar undir flutningi ella undir fráveru frá bústaðnum ella fasta tilhaldinum.


 

Fylgiskjal 2 – Tryggingarvirksemi – lívstryggingarflokkar

 

I. Vanlig lívstrygging:


a. lívstrygging (serstakliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívlang lívstrygging, lívstrygging við útgjalding á lívi og lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi);

b. rentutrygging;

c. komplimenterar tryggingar teknaðar í tilknýti til lívstrygging (serstakliga trygging móti likamsskaða), harundir óarbeiðsføri, og trygging móti deyða av vanlukkutilburði, ella trygging móti avlamni vegna vanlukkutilburð ella sjúku.


II. Hjúnabands- og føðingartrygging:


a. trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag;
b. trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing.

 

III. Trygging, ið hevur tilknýti til íleggingargrunnar:


a. lívstrygging (serliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívsvarandi trygging, lívstrygging við útgjalding á lívi, lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi, trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag, og trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing;

b. rentutrygging.


IV. Permanent health insurance (varandi sjúkratrygging): Sjúkratrygging, sum verður teknað fyri eitt langt tíðarskeið, og sum ikki kann uppsigast av tryggingarfelagnum í øllum tíðarskeiðinum.


V. Tontine-virksemi, ið førir við sær stovnan av felagsskapum, við atliti til felags kapitalisering av tryggingargjøldunum og útgjalding av tí hervið vunnu ogn, antin til tey, eftirlivandi ella til arvingarnar ella serrættindahavarar.

 
VI. Kapitaliseringsvirksemi grundað á tryggingarfrøðiligar útrokningar, og sum fevna um skyldur í eitt nærri ásett tíðarskeið og stødd á peningaupphædd, móti gjalding av eini eingangsupphædd ella frammanundan ásettum regluligum inngjaldingum.


 

Fylgiskjal 3 – listi yvir ES-reglur

GG. Føroysku heitini á reglunum eru í almennu viðmerkingunum.

 

Lovforslaget gennemfører Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2001/17 om sanering og likvidation af forsikringsselskaber og Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2002/83/EF om livsforsikring, som er en sammenskrivning af de tre livsforsikringsdirektiver, og som ikke indeholder indholdsmæssige ændringer.

 

Loven indeholder yderligere bestemmelser, der gennemfører Rådets første direktiv 73/239/EØF om samordning af de administrativt eller ved lov fastsatte bestemmelser om adgang til udøvelse af direkte forsikringsvirksomhed bortset fra livsforsikring, Rådets direktiv 76/580/EØF om ændring af direktiv 73/239/EØF om samordning af de administrativt eller ved lov fastsatte bestemmelser om adgang til og udøvelse af direkte forsikringsvirksomhed, bortset fra livsforsikring, dele af Rådets fjerde direktiv 78/660/EØF på grundlag af traktatens artikel 54, stk. 3, litra g, om årsregnskaberne for visse selskabsformer, Rådets første direktiv 79/267/EØF om samordning af de administrativt og ved lov fastsatte bestemmelser om adgang til og udøvelse af direkte livsforsikringsvirksomhed, dele af Rådets syvende direktiv 83/349/EØF på grundlag af traktatens artikel 54, stk. 3, litra g, om konsoliderede regnskaber, dele af Rådets ottende direktiv 84/253/EØF på grundlag af traktatens artikel 54, stk. 3, litra g, om autorisation af personer, der skal foretage lovpligtig revision af regnskaber, Rådets direktiv 84/641/EØF om ændring, navnlig for så vidt angår turistassistance, af første direktiv 73/239/EØF om samordning af de administrativt eller ved lov fastsatte bestemmelser om adgang til og udøvelse af direkte forsikringsvirksomhed bortset fra livsforsikring, Rådets andet direktiv 88/357/EØF om samordning af love og administrative bestemmelser vedrørende direkte forsikringsvirksomhed bortset fra livsforsikring, om fastsættelse af bestemmelser, der kan lette den faktiske gennemførelse af den frie udveksling af tjenesteydelser, og om ændring af direktiv 73/239/EØF, dele af Rådets direktiv 90/618/EØF om ændring, navnlig med hensyn til ansvarsforsikring for motorkøretøjer, af direktiv 73/239/EØF og direktiv 88/357/EØF, som begge angår samordning af love og administrative bestemmelser vedrørende direkte forsikringsvirksomhed bortset fra livsforsikring, Rådets andet direktiv 90/619/EØF om samordning af love og administrative bestemmelser vedrørende direkte livsforsikringsvirksomhed, om fastsættelse af bestemmelser, der kan lette den faktiske gennemførelse af den fri udveksling af tjenesteydelser, og om ændring af direktiv 79/267/EØF, Rådets direktiv 91/674/EØF om forsikringsselskabers årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, Rådets direktiv 92/49/EØF om samordning af love og administrative bestemmelser vedrørende direkte forsikringsvirksomhed bortset fra livsforsikring og om ændring af direktiv 73/239/EØF og 88/357/EØF, Rådets direktiv 92/96/EØF om samordning af love og administrative bestemmelser vedrørende direkte livsforsikringsvirksomhed og om ændring af direktiv 79/267/EØF og 90/619/EØF, direktiv 73/239/EØF og 92/49/EØF om skadesforsikring, direktiv 79/267/EØF og 92/96/EØF om livsforsikring, Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 98/78/EF om supplerende tilsyn med forsikringsselskaber i en forsikringsgruppe, dele af Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2000/26/EF om indbyrdes tilnærmelse af medlemsstaternes lovgivning om ansvarsforsikring for motorkøretøjer og om ændring af Rådets direktiv 73/239/EØF og 88/357/EØF. Med hensyn til hvilke bestemmelser i lovforslaget, der gennemfører de enkelte direktiver, henvises der til lovforslagets bilag herom.


 

 

 

 

 

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Inngangur

Uppskotið til lóg um Tryggingarvirksemi byggir á tað grundarlagið, sum longu er skapað við galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Bygnaðurin av lógaruppskotinum er bygdur á ta donsku lógina um fíggjarligt virksemi. Havast skal í huga, at í ES londum verður fíggjarøkið skipað í einari lóggávu, ið fevnir um bæði peningastovnsvirksemi, virðisbrævameklarar, íløgufeløg, realkreditfeløg v.m, umframt tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar. Øll hesi verða undir einum nevnd fíggjarfeløg. Henda lóg fevnir einans um fíggjarfeløg, ið eru tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.

 

Uppskotið vísir, at eitt tryggingarvirksemi er virksemi út um landamørk, ið byggir á altjóða avtalur, harundir ES fyriskipanir. Tískil er fleiri staðni í lógini og viðmerkingunum víst til ES fyriskipanir. Ein partur av lógarásetingunum í uppskotinum er fluttur óbroyttur frá galdandi lógarásetingum til núverandi uppskot til lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ætlanin við lógini er at Føroyar skulu gerast partur av evropeiska tryggingarøkinum. Sett inn er skiftisregla, ið hevur við sær, at ásetingar í hesi lóg, ið eru treytaðar av at sínámillum avtala millum ES og Føroyar fyrst er gjørd, fáa ikki virknað fyrr enn dagin eftir at umrødda avtala er sett í gildi.


Hinvegin tekur lógin hædd fyri at íslendsk tryggingarfeløg kunnu koma inn á føroyska marknaðin, samsvarandi endamálinum við Hoyvíkssáttmálanum.

 

Størsti partur av lógaruppskotinum hevur tískil ikki broytingar av núverandi rættarstøðu við sær. Størri broytingar í innihaldinum verða skotnar upp um loyvi og einkarrætt (kapittul 3),  góður skikkur (kapittul 6), leiðsla og spekulatión (kapittul 8), víðarilatan av trúnaðarupplýsingum (kapittul 9), gjaldføri (kapittul 10), umframt peningaíløgur og gjaldføri (kapittul 11).

 

Ásetingarnar um loyvi og einkarrætt

Uppskotið byggir víðari á galdandi reglur um loyvi (konsessión) fyri føroysk tryggingarfeløg. Nýggjar ásetingar eru kring útlendsk feløg og virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum uttanlanda.

 

Góður skikkur

Uppskotið í lógini um góðan skikk og sáttmálaviðurskifti samlar saman nakrar ásetingar um góðan skikk, sum eru spjaddar runt í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.  Skotið verður upp, at galdandi reglur um, at tryggingarvirksemi skal rekast í samsvar við reiðiligan handilsskikk og siðvenju, verður ført víðari í lógaruppskotinum.

 

Uppskotið hevur ikki til ætlan nakra broyting av verandi støðu, men er skotið upp fyri at náa einum meira skilvísum skipanarstigi.

 

 

 

Reglurnar um víðarilatan

Skotið verður upp, at møguleikarnir at lata víðari trúnaðar kundaupplýsingar fyri at røkja fyrisitingarligar uppgávur innan tryggingarøkið, verður víðkað, soleiðis at trúnaðarupplýsingar kunnu skiftast uttan mun til, hvussu tryggingarfeløgini eru skipað umsitingarliga.

 

Víðkanin hevur við sær, at upplýsingar eisini kunnu latast víðari, tá meginparturin av umsitingarligu tryggingarfeløgunum eru samtøkubundin.

 

Leiðsla og spekulatión

Uppskotið, um møguleikan at koma upp í leikin mótvegis einum limi í nevndini, er á støði við tilráðingar, sum finnast í altjóða eftirlitsmeginreglum, sum eru settar í gildi av ”International Association of Insurance Supervisors”(IAIS).  Sambært tilráðingunum er tað ein fyritreyt, at: ”eitt munagott og nøktandi eftirlit skal hava heimild at gera inntriv, ið útinna nøktandi nýtslu av førleika- og heiðursemisroyndum, og sum samstundis gevur eftirlitsmyndugleikanum møguleika, við jøvnum millumbilum, at leggja uppí, um tað er neyðugt, harundir skal eftirlitsmyndugleikin hava heimild at koyra ein lim í leiðsluni úr sínum embæti, tá hesin ikki røkir uppgávuna á nøktandi hátt”.

 

Sum nakað nýtt gevur lógaruppskotið Tryggingareftirlitinum heimild at áleggja einum tryggingarfelag at koyra ein lim í stjórnini frá, um so er, at viðkomandi ikki megnar sítt arbeiði ella embæti sambært ávísum neyvari uppreksaðum treytum.

 

Um eitt tryggingarfelag ikki aktar boðum frá Tryggingareftirlitinum, kann loyvi hjá felagnum ógildast. Avgerðir av hesum slagi verða lagdar fyri Tryggingarráðið.

 

Tryggingareftirlitið hevur, á sama hátt sum í dag, møguleika at ógilda loyvi hjá einum tryggingarfelagið, um ein limur í nevndini ikki røkir sítt starv ella embæti sambært teimum reglum, sum eru ásettar í lógini.

 

Uppskotið til at broyta ásetingarnar viðvíkjandi øðrum størvum ella embætum hjá nevndini, gevur møguleika til, at t.d. ein stjóri kann átaka sær arbeiði ella embæti við síðuna av yrkinum sum stjóri, t.d. sum limur í nevndini bæði í feløgum, sum eru partar av einum samtaki, og øðrum fyritøkum. Hetta er tó treytað av, at nevndin í tryggingarfelagnum hevur givið loyvi til tess, og at tryggingarfelagið ikki samstundis hevur lán ella líknandi til ta fyritøku, har stjórin er nevndarlimur. Skotið verður upp, at persónskarin fevnir um tann bólk av persónum, har vandi fyri at blanda saman egin áhugamál og áhugamál hjá fíggjarligu fyritøkuni er til staðar. Fyri persónar, sum í dag hava onnur størv ella embæti, merkir  lógaruppskotið, at loyvi frá nevndini er neyðugt til tess at kunna halda fram við starvinum, sjálvt um loyvi ikki er neyðugt eftir núgaldandi reglum. Skotið verður upp at, persónskarin, sum er fevndur av forboðnum móti spekulatión,  verður broyttur, soleiðis at hann í størri mun fevnir um persónskara, har vandi fyri at blanda saman egin áhugamál og áhugamál hjá fíggjarligu fyritøkuni er til staðar.

 

Ásetingarnar, ið  eru í uppskoti, skulu tryggja, at persónskarin í umrøðu kann røkja vanliga ogn. Í lógini er beinleiðis ávíst, hvat verður mett at vera spekulatiónshandil og harvið forboðið.

 

Í lógaruppskotinum verður lagt upp til, at tað er uttanhýsis grannskoðanin, sum skal ansa eftir, at forboðið verður yvirhildið. Til hetta fær uttanhýsis grannskoðanin atgongd til at innheinta upp-lýsingar um kontur og goymslur, sum viðvíkja persónum, fevndir av forboðnum.

 

 

 

Gjaldføri

Ásetingar um gjaldføri hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum hava í stóran mun verið ásett í kunngerðum. Hesar ásetingar eru nú førdar inn í lógaruppskotið, sum eisini samsvarar við skipanarstigið í altjóða reglum. Við lógaruppskotinum er ikki ætlað nøkur veruleikabroyting í reglunum hesum viðvíkjandi.

 

Skotið verður upp at skapa eitt nýtt fæfeingishutak, kallað ”blandings kjarnufæfeingi”.  Harumframt er ”Ábyrgdar lánsfæfeingi” skotið upp sum nýtt hugtak fyri virðisskjøl við óbundnari lánstíð og øðrum fæfeingisinnskotum.

 

Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar eru býttir upp í ymiskar flokkar. Fyri nakrar av hesum flokkum verður skotið upp at áseta nýggj krøv til minsta mark fyri fæfeingi, sum eru í samsvari við minstu krøv fyri ES-tryggingarflokkar.

 

At enda verður skotið upp at áseta, hvussu nógv rentan kann hækka á ávikavist blandings kjarnufæfeingi og ábyrgdar lánsfæfeingi. Endamálið við hesum er at sleppa undan støðum, har avtalur um rentuhækkingar verða gjørdar, sum eru so høgar, at tað verður órímiliga kostnaðarmikið fyri fyritøkuna ikki at gjalda aftur fæfeingi.

 

Seting av pengum og gjaldføri

Lógaruppskotið inniheldur ásetingar, ið skulu tryggja, at tryggingarfeløg seta teirra pening á tryggjandi hátt, umframt at tey hava nóg gott gjaldføri.

 

Í høvuðsheitum halda galdandi ásetingar viðvíkjandi eftirlitslóggávuni fram í hesum kapitli, og tilætlaðar eru ikki nakrar veruleikabroytingar í galdandi siðvenju.

 

Fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar er tað nágreinað, at útistandandi endurtryggingar-upphæddir fyri skaðar, sum eru hendir og gjørdir upp, ikki kunnu íroknast í tryggingarbindingarnar.

 

Harumframt er kravið fyri nær ein fastogn er gullrandað vorðin broytt, og tað er ásett, at stakváði á fastognir, ið ikki eru gullrandaðar, ikki má fara upp um 5 prosent av burturavsettu tryggingunum. Áðrenn hava tað bert verið mørk fyri gullrandaðar fastognir.

 

Á sama hátt er samlað nøgd av stakváða yvir 5 prosent av burturavsettu tryggingunum fyri ávís virði útgivin ella har fíggjarfyritøkur hava veitt trygd, burtursæð frá realkredittlánistovnum, ásett til ikki at fara upp um 40 prosent av tryggjaðu burturleggingunum. Her er talan um íverksetan av direktivum.

 

At enda er flutti útveganarkostnaðurin tikin av listanum yvir møguligar dekkandi ognir.                                

 

Ásetingar um eftirlit

Skotið verður upp, at møguleikin hjá Tryggingareftirlitinum at áleggja neyðug stig verður broytt, soleiðis at eftirlitið kann koma uppí leikin fyrr enn áður, sæð út frá búskaparligu viðurskiftunum hjá tryggingarfelagnum. Sambært galdandi ásetingum kann eftirlitið bara koma uppí leikin, tá áhugamál hjá teimum tryggjaðu ella peningaíleggjarum eru í vanda.  Við ískoytinum í uppskoti fær eftirlitið harafturat møguleika at áleggja neyðug tiltøk, um tað er vandi fyri, at felagið ella fyritøkan fer at missa sítt loyvi.

 

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landið, kommunurnar og vinnuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Lógaruppskotið áleggur nýggj krøv á tryggingarvinnuna, umframt at eisini verður latið upp fyri virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í útlondum og útlendskum feløgunum í Føroyum. Hetta vil viðføra eina økta arbeiðsbyrðu hjá tryggingarvinnuni. Fyri vinnuna annars, vil nýggja lóggávan helst føra við sær at tað kemur meiri kapping, og harvið væntandi betri og bíligari tænastur. Fyri landið vil nýggja lóggávan fáa lítlar fíggjarligar avleiðingar, av tí at Tryggingareftirlitið er fíggjað av tryggingarvinnuni. Lógaruppskotið inniber munandi fleiri úppgávur til Tryggingareftirlitið, neyðugt við minst einum eyka starvsfólki, umframt møguleika fyri at keypa serfrøðingatænastur av ymsum slag. Útreiðslurnar koma helst at liggja um 1,2. mio. kr

 

Tryggingareftirlitið er felagsstovnur saman við Fjarskiftiseftirlitinum, Posteftirlitinum, Kappingarráðnum og Skráseting Føroya.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Lógaruppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí Tryggingareftirlitið fær øktar uppgávur.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar

-         fíggjarligar,

-          umsitingarligar, ella

-          umhvørvisligar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar beinleiðis avleiðingar fyri

-         ávísar samfelagsbólkar ella

-          felagsskapir.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Lógaruppskotið útinnir direktiv 2001/17 hjá Europa-Parlamentinum og Ráðnum um umfígging og avtøku av tryggingarfeløgum, og direktiv 2002/83/EF um lívstrygging, ið er ein samanskriving av teimum trimum lívstryggingardirektivunum, og sum ikki hava nakrar innihaldsligar broytingar við sær.

 

Lógaruppskotið inniheldur fleiri ásetingar, sum útinna fyrsta direktiv 73/239/EØF hjá Ráðnum, um at samskipa umsitingarligu, ella við lóg ásettu, reglur um atgongd til at útinna beinleiðis  tryggingarvirksemi, undantikið lívstryggingarvirksemi; direktiv 76/580/EØF hjá Ráðnum um broyting í direktivi 72/239/EØF, um at samskipa umsitingarligu ella við lóg ásettu reglur um atgongd til og útinnan av beinleiðis tryggingarvirksemi, undantikið lívstrygging; partar av fjórða direktivi 78/660/EØF hjá Ráðnum, við støði í artikli 54, stk. 3, litra g í sáttmálanum, um ársroknskap fyri ávís sløg av feløgum; fyrsta direktivi 79/267/EØF hjá Ráðnum um at samskipa umsitingarligu og við lóg ásettu reglur um atgongd til og útinnan av beinleiðis lívstryggingarvirksemi; partar av sjeynda direktivi 83/349/EØF hjá Ráðnum, við støði í artikli 54 stk. 3, litra g í sáttmálanum um samanskrivaðar (konsolideraðar) roknskapir; partar av áttanda direktivi 84/253/EØF hjá Ráðnum, við støði í artikli 54, stk. 3, litra g, um løggilding av persónum, sum skulu fremja lógarkravda grannskoðan av roknskapum; direktiv 84/641/EØF hjá Ráðnum um broyting í serstakliga tað sum viðkemur ferðafólkahjálp, í fyrsta direktivi 73/239/EØF um at samskipa umsitingarligu ásetingarnar viðvíkjandi beinleiðis tryggingarvirksemi, undantikið lívstrygging, serliga um áseting av reglum, sum kunnu lætta um veruliga fremjan av fríðum býti av tænastuveitingum; og um broyting í direktivi 73/239/EØF, partar av direktivi 90/618/EØF hjá Ráðnum um broyting, serstakliga viðvíkjandi ábyrgdartrygging av motorakførum, av direktivi 73/239/EØF og direktivi 88/357/EØF, sum bæði viðvíkja samskipan av lógum og umsitingarligum reglum viðvíkjandi beinleiðis tryggingarvirksemi, undantikið lívstryggingarvirksemi; annað direktiv 90/619/EØF hjá Ráðnum um at samskipa beinleiðis tryggingarvirksemi, um at áseta reglur, sum kunnu lætta um veruligu fremjingina av fríðum skifti/umbýti av tænastuveitingum og um broyting í direktivi 79/267/EØF; direktiv 91/674/EØF hjá Ráðnum um ársroknskap og samanskrivaðan roknskap hjá tryggingarfeløgum; direktiv 92/491/EØF hjá Ráðnum um at samskipa lógir og umsitingarligar reglur viðvíkjandi beinleiðis tryggingarvirksemi, undantikið lívstryggingarvirksemi og um broyting í direktivi 73/239/EØF og 88/357/EØF; direktiv 92/96/EØF hjá Ráðnum um at samskipa lógir og umsitingarligar reglur viðvíkjandi beinleiðis lívstryggingarvirksemi og um broyting í direktivi 79/267/EØF og 92/96/EØF um lívstrygging; direktiv 98/78/EØF hjá Europa-Parlamentinum og Ráðnum um eyka eftirlit við tryggingarfeløgum í einum tryggingarflokki; partar av direktivi 2000/26/EF hjá Europa-Parlamentinum og Ráðnum um innanhýsis at tillaga lóggávu hjá limalondunum um ábyrgdartrygging av motorakførum og broyting í direktivi 73/239/EØF og 88/357/EØF hjá Ráðnum.  Viðvíkjandi hvør áseting í lógaruppskotinum, sum útinnir tey einstøku direktivini, verður víst til í fylgiskjali til lógaruppskoti.

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

Vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

JA

 

Nei

Nei

 

Nei

 

JA

Umsitingarligar

avleiðingar

 

JA

Nei

Nei

Nei

JA

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

JA

Nei

Nei

Nei

JA

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kapittul 3. Hoyring

 

Lógaruppskotið hevur verið til hoyring hjá fylgjandi myndugleikum og feløgum:

 

P/F Tryggingarfelagnum Føroyar, P/F Trygd, P/F Føroya Lívstrygging, Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags, Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags, Eftirlønargrunni Havnar Arbeiðsmannafelags, Felagið fyri føroysksr Fíggjarstovnar, Felagið fyri føroyskar peningastovnar, Vinnuhúsinum, Fíggjarmálaráðnum, Brúkarasamtakinum og Kappingarráðnum

 

Inn eru komin 4 hoyringssvar. Umframt viðmerkingar av meira lógartekniskum slag, sum i nøkrum førum eru tiknar til eftirtektar, viðvíkja viðmerkingarnar í hoyringssvarunum seg um tveir høvuðsspurningar

1.             Rættin hjá útlendskum tryggingarfeløgum at reka tryggingarvirksemi í Føroyum og rættin hjá føroyskum tryggingarfeløgum at reka tryggingarvikrsemi í øðrum londum

2.             Ójøvn kapping millum føroysk og útlendsk tryggingarfeløg orsakað av ymiskari  skattalóggávu

 

Ad. 1.

Felagið Peningastovnar mælir til, at kap. 5 í lógini verður sett i gildi beinanvegin, áðrenn avtala er fingin við ES, og at føroysk tryggingarfeløg fáa somu rættindi uttanlands.

 

Tikið verður ikki undir við tilmælinum frá felagnum. Avtala við ES er treyt fyri, at føroysk feløg kunnu virka innanfyri ES, og hetta eigur tí eisini eigur at verða treyt fyri, at ES- feløg kunnu virka her, um talan skal verða um eins kappingarviðurskifti. Íslendsk feløg kunnu hinvegin virka her, tá lógin er komin í gildi, tí avtala er gjørd við Ísland soleiðis, at Føroysk feløg eisini kunnu virka í Íslandi javnbjóðis íslendskum feløgum.

 

Ad. 2.

Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging vísa á, at føroyska lóggávan ikki sum í grannalondunum hevur nakra áseting um, at rætturin at draga eftirlønargjøld frá í skatti er treytaður av, at eftirlønin er teknað í einum føroyskum skrásettum trygggingarfelag. Hetta gevur ójavna kapping millum føroysk og útlendsk lívstryggingarfeløg og kann gera, at stór skattlig virði verða flutt av landinum.

 

Spurningurin, sum tryggingarfeløgini taka upp, verður viðgjørdur í skattalóggávuni, og fyri onnur lond enn Ísland gerst spurningurin ikki aktuellur fyrr enn avtala er fingin við ES. Tí verður neyðugt í fyrstu atløgu at kanna, um tørvur er á broyta føroysku skattalógguna í mun til Ísland við atliti at eins kappingarumstøðum fyri føroysk og íslendsk tryggingarfeløg

 

Kapittul 4. Serligar viðmerkingar

 

Til kapittul 1

 

Til § 1

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi lóggávu. Sum nakað nýtt eru gjørdar reglur um deildir í Føroyum hjá útlendskum tryggingarfeløgum.

 

Í ásetingini verður lógarøkið ásett.

 

Sambært stk. 1 er lógin galdandi fyri tryggingarfeløg.

 

Harumframt er lógin, í tann mun tað er neyvari ásett í stk. 2, eisini galdandi fyri haldfelagsskapir. Haldfelagsskapir eru allýstir í § 5, stk. 1, nr. 4.

 

Stk. 3, 1. pkt. er um deildir hjá tryggingarfeløgum við bústaði í einum landi uttan fyri Evropasamveldið (ES), sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum (triðjalond). Ásetingin er nýggj.

 

Sambært ásetingini skulu deildirnar sum útgangsstøði sjálvstøðugt halda reglurnar í lógini. Tær skulu sostatt hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum til at reka virksemi, og tær skulu sum útgangsstøði hava deildarfæfeingi, ið samsvarar við lógarkrøvini til fæfeingi. Endamálið við ásetingini er partvíst at tryggja, at fæfeingiskrøvini verða hildin, og at eftirlit er við teimum feløgum, ið reka virksemi frá føroyskum deildum, og partvíst at tryggja, at kappingin millum tey føroysku tryggingarfeløgini og deildirnar ikki fer fram sambært órímiligum treytum.

 

Orðingin “lond, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum” skal tulkast soleiðis, at hon í høvuðsheitum fevnir um ein og hvønn sáttmála, sum samveldið ger við eitt triðjaland, og sum fevnir um fíggjarligar tænastuveitingar. Í teimum fíggjarligu direktivunum standa tær treytir, ið skulu verða loknar, áðrenn samstarv kann byrja.  

 

Stk. 3, 2. pkt. heimilar Tryggingareftirlitinum at áseta neyvari reglur fyri deildarvirksemi, ið 1. pkt. fevnir um. Tryggingareftirlitið ger sostatt neyvari reglur um loyvi, niðurlegging, fæfeingiskrøv, roknskap og grannskoðan og leiðslu. Reglur kunnu gerast um, at Tryggingareftirlitið kann gera undantøk frá reglunum í deildarkunngerðini. Hesin møguleiki kann nýtast viðvíkjandi deildum hjá feløgum, ið eru heimahoyrandi í einum triðjalandi, og har felagið er fevnt av samsvarandi lóggávu og eftirliti, sum fíggjarfeløg við bústaði í einum ES-landi, ella einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

 

Stk. 3, 3. pkt. hevur við sær, at reglurnar um deildir í partafelagslógini eru galdandi fyri deildir hjá tryggingarfeløgum, ið hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum. Ásetingin hevur m.a. við sær, at deildin skal skrásetast hjá Skráseting Føroya.

 

Í stk. 4 verður ásett, hvørjar reglur í lógini eru galdandi fyri deildir her í landinum´, hjá tryggingarfeløgum, ið hava fingið loyvi í einum øðrum ES-landi, og londum, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum. Viðvíkjandi tulking av orðingini “lond, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum” verður víst til viðmerkingarnar til stk. 3.

 

Ein treyt fyri nýtslu av § 1, stk. 4 og 5 er, at ein sínámillum avtala millum Føroyar og ES er gjørd.

 

Fyri fyritøkur, ið eru settar á stovn í ES, ella í londum, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, sum umvegis deildir ella tænastuveitingar reka virksemi her í landinum, er sum útgangsstøði galdandi, at tær eru undir eftirliti í tí landi, har tryggingarfelagið hevur bústað (heimlandseftirlit). ES-rættarligar mannagongdir og eisini tað, sum er ásett í einstøku ES- direktivunum, saman við gjørdum avtalum, t.d. protokollir og “Memoranda of Understanding” (Mouér) regulera, í hvønn mun føroyskar reglur eru galdandi fyri hesar fyritøkur.

 

Í stk. 5 verður ásett, hvørjar ásetingar í lógini eru galdandi fyri tænastuveitingar, ið tryggingarfeløg, sum hava fingið loyvi í einum øðrum ES landi, ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, veita. Viðvíkjandi tulking av orðingini “lond, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum” verður víst til viðmerkingarnar til stk. 3. Viðvíkjandi nýtslu av føroyskum reglum verður víst til stk. 4.

 

Stk. 6 ásetir, hvørjar reglur í lógini eru galdandi fyri tænastuveitingar, ið tryggingarfeløg, sum hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, veita. Viðvíkjandi tulking av orðingini “lond, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum” verður víst til viðmerkingarnar til stk. 3. 

 

Til § 2

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi, og ásetir í hvønn mun sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar eru fevndir av lógaruppskotinum.

 

Til § 3

Ásetingin er framhald av eini áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Í lógini eru beinleiðis tryggingar, undir hesum samtryggingar og endurtryggingar reguleraðar í sama reglusetti.

 

Hetta reglusett er grundað á tryggingar direktivini, ið kortini bara regulera beinleiðis tryggingar.

 

Við tí atliti, at samtryggingarvirksemi og endurtryggingarvirksemi á ávísum økjum líkist burturúr øðrum tryggingarvirksemi, hevur Tryggingareftirlitið í ásetingini fingið heimild til at gera serligar reglur fyri endurtryggingarvirksemi og samtryggingarvirksemi, og at áseta frávik frá lógini í tann mun, hesi serstøku viðurskifti krevja tað. Sum dømi um serstøk viðurskifti kann nevnast, at mótpartar tryggingarfelagsins altíð eru professionellir, tá tað snýr seg um endurtrygging og samtrygging. 

 

Av tí at tryggingardirektivini ikki fevna um endurtryggingarvirksemi, gevur heimildin harumframt møguleika til at áseta reglur um endurtryggingarvirksemi, ið verður rikið í deildum her í landinum hjá útlendskum tryggingarfeløgum.

 

Til § 4

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin snýr seg um tryggingarsamtøkur, t.e. samtøkur, ið hava eitt tryggingarfelag sum ovasta móðurfelag. Hesar samtøkur eru m.a. sermerktar, av tí at roknskapir ikki verða samanskrivaðir.

Sambært stk. 2 kann Tryggingareftirlitið gera av, at reglurnar í lógaruppskotinum um samtøkur kunnu nýtast heilt ella partvíst, um so er, at tað millum tryggingarfeløg er eitt tætt samstarv, tó uttan at talan er um eina samtøku, men har tað, frá einum sjónarmiði um at verja tryggingartakararnar, og møguleikan fyri at hava eitt álítandi eftirlit, verður mett at vera neyðugt at nýta samtøkureglurnar í uppskotinum. Tryggingareftirlitið ger, út frá einari ítøkiligari meting í hvørjum einstøkum føri, av, um allar, ella bara ein partur av samtøkureglunum, skulu nýtast. Sum dømi um samstarv millum tryggingarfeløg, uttan at tað samstundis er talan um samtøkuskipan, kann nevnast tryggingarfeløg, ið gera avtalu, sum hevur við sær samábyrgd, tryggingarfeløg, ið hava avtalu um felags umsiting av tryggingarmongdum, ella um sínámillum tryggingarfeløg, sum, við heimild í stovningarsáttmálanum ella viðtøkum, hava sama aðalfund ella stjórn. At feløgini, ið samstarva, skulu tilnevna tað felagið, ið verður mett at vera móðurfelag, stendst av tí, at hetta ikki framgongur av allýsingunum.  

 

 

Til kapittul 2

 

Til § 5

Ásetingin verður framd innan fyri karmarnar í EF-direktivum á fíggjarøkinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Ásetingin hevur allýsingar av einari røð av hugtøkum, so at lógin verður lættari at skilja.

 

Nummar 1, 2 og 3 allýsa eitt móður- og dótturfelag og eina samtøku, og samsvara við allýsingarnar í ársroknskaparlógini og partafelagslógini.

 

Í nummar 4 verða haldfelagsskapir allýstir.

 

Við “bara ella fyrst og fremst” skal skiljast, at alt virksemi, ella tann størsti parturin av virkseminum er at eiga fæfeingislutir í dótturfeløgum, ið eru tryggingarfeløg ella tryggingarstovnar.

 

Um haldfelagsskapurin kann metast sum ein haldfelagsskapur, verður avgjørt sambært einari ítøkiligari meting av einstaka haldfelagsskapinum. Í avgerðini, um tað er ein haldfelagsskapur, verður m.a. dentur lagdur á, hvussu stórur partur av javna haldfelagsskapsins kemur frá dótturfeløgum, ið eru tryggingarfeløg.

 

Í nr. 5 verða afturatknýtt feløg allýst. Allýsingin samsvarar innihaldsliga við allýsingina í ársroknskaparlógini.

 

Í nr. 6 sæst, at allýsingin av eini binding fevnir um øll viðurskifti, ið hava ein kredittváða fyri felagið við sær. Til eina binding verða íroknaðir allir kredittváðar, sum eitt felag hevur við ein kunda, ella við ein bólk av kundum, ið eru innanhýsis tengdir at hvørjum øðrum. Niðanfyri eru dømir um kredittváða.

 

 

Til eina binding í einum tryggingarfelag verður m.a. íroknað:

 

-  Ábyrgd

 

-  Veðhald

 

-  Fæfeingislutir

 

-  Avleidd fíggjarlig amboð

 

-  Ábyrgdar lánsfæfeingi

 

-  Onnur viðurskifti, ið hava við sær ein kredittváða fyri felagið

 

Í nr. 7 verða tøtt sambond allýst.

 

Tøtt sambond eru sostatt millum eitt fíggjarfelag og

 

1) eitt og hvørt felag, ið antin sum móðurfelag ella dótturfelag er tengt at tryggingarfelagnum,

 

2) ein persón, ið hevur eitt samsvarandi samband við tryggingarfelagið ella við eitt felag, sum tryggingarfelagið er tætt knýtt at,

 

3) eitt og hvørt felag og ein og hvønn persón, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava samsvarandi sambond við tryggingarfelagið, ella við eitt felag, sum tryggingarfelagið er tætt knýtt at,

 

4) eina fjøld av feløgum ella persónum, ið eru soleiðis innanhýsis tengd at hvørjum øðrum, at tey til samans hava eitt samsvarandi samband við eitt tryggingarfelag, ella við eitt felag, sum tryggingarfelagið er tætt knýtt at, ella

 

5) eitt og hvørt felag, har tryggingarfelagið ella eitt av teimum í nummar 1 til 4 lýstu feløgum ella persónum beinleiðis ella óbeinleiðis eiga 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum ella fæfeinginum.

 

Felags samband sbrt. nr. 7, litra c er treytað av, at tað er eitt ávíst reglubundið samstarv, undir hesum møguliga ein samskipað siðvenja millum eina fjøld av feløgum ella persónum.

 

Til dømis hevur ein fjøld av partaeigarum, sum stovnarar av einum felag, ella í einum partaeigarasáttmála sum útgangsstøði, felags sambond sbrt. nr. 7, litra c.

 

Vavið av tí felags sambandinum skal samsvara við tað samband, ið er millum eitt felag og tess móðurfelag, dótturfelag ella systurfelag, sbrt. nr. 9. Tøtt sambond eru treytað av, at sambandið er av einum ávísum varandi slagi.

 

Ognan av einum munandi luti av fæfeinginum í einum tryggingarfelag, hevur ikki í sjálvum sær við sær, at tað eru tøtt sambond, soleiðis sum hetta skal skiljast í uppskotinum, um so er, at viðkomandi ognan bara er ein fyribils íløga, ið ikki ger tað gjørligt at fremja ávirkan á tryggingarfelagsins bygnað ella fíggjarpolitikk.

Í nr. 8 verða A-økis lond allýst. Eitt yvirlit yvir A-økis lond verður í kunngerðum frá Tryggingareftirlitinum um fæfeingisdekning í tryggingarfeløgum. Eitt land, sum orsakað av vantandi gjaldføri umleggur sína útlendsku ríkisskuld, verður útihýst frá øki-A í eitt 5 ára tíðarskeið.

 

Nr. 9 allýsir deildir, og er í samsvari við EF-direktivir á økinum.

 

Nr. 10 vísr at við Fíggjarfeløg í hesi lóg, er at skilja tryggingarfeløg.

 

Stk. 2 allýsir peningalig áhugamál og er í samsvari við EF-direktiv á økinum.

 

Í stk. 3 verður hugtakið “serligur lutur” allýst, og er hetta í samsvari við EF-direktiv á økinum. Við ein serligan lut skal skiljast ogn av í minsta lagi 10 prosentum av fæfeinginum ella 10 prosent av atkvøðurættindunum. Ognanin kann antin vera beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum ognarrætt ella veðseting.

 

Ognan av minni enn 10 prosentum, har møguleiki er fyri at fremja eina munandi ávirkan, er somuleiðis fevnt av ásetingini. Slík viðurskifti kunnu m.a. vera í førum har partaeigarar gjøgnum bindingar, viðtøkurættindi ella líknandi kunnu fremja eina munandi ávirkan á tryggingarfelagið.

 

 

Stk. 4 allýsir fæfeingislutir og er í samsvari við allýsingina í ársroknskaparlógini av fæfeingislutum.

 

Stk. 5 og 6 samsvara við § 2, stk. 4 og 5 í partafelagslógini.

 

Í stk. 7 er eitt yvirlit yvir, hvar í lógini tey mest týðandi hugtøkini um uppgerð av gjaldføri hjá tryggingarfeløgum eru. Víst til viðmerkingarnar til viðkomandi greinir fyri eini gjøllari lýsing av einstøku hugtøkunum.

 

Til § 6

Í ásetingini, sum er nýggj, verður skotið upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til, innan fyri lógarøkið at áseta neyvari reglur um nýtslu av talgildum samskifti og varðveitslu av upplýsingum. Uppskotið skal síggjast sum ein liður í nútímansgerð av formligum krøvum í lóggávuni, ið óneyðugt forða fyri talgildum samskifti. Annars verður í høvuðsheitum viðmerkt, at reglurnar í lógaruppskotinum, sambært hvørjum skifti ella varðveitsla av upplýsingum skal gerast skrivliga ella líknandi, ikki forða fyri talgildum samskifti og varðveitslu.

 

Av tí at tað snýr seg um eitt øki við skjótari tøkniligari menning, og reglurnar tískil skulu varða um ymisk fyrilit, verður skotið upp, at neyvari regluásetan verður gjørd á kunngerðarstøði.

 

Av reglunum sæst, at tað fyri privatpersónar bara snýr seg um rættindi til at nýta talgilt samskifti og ikki eina skyldu.

 

Uppskotið er ætlað krøvunum um skrivligt tilfar í lóggávuni. Hugsað verður, at heimildin verður nýtt á tann hátt, at tey fyrilit, sum liggja til grundar fyri einum kravi um skrivligt tilfar, eisini  verða tryggjað í talgildum samskifti og varðveitslu.

 

Viðvíkjandi talgildum samskifti eru serliga fýra høvuðsatlit, sum skulu tryggjast. Fyri tað fyrsta skal tað vera gjørligt at skjalfesta, at tað ikki eftirfylgjandi verða gjørdar broytingar í upplýsingunum (heild í upplýsingunum). Somuleiðis skal tað skjalfestast, at upplýsti avsendarin er tann rætti (rættleiki/trúvirði), og at avsendarin ikki eftirfylgjandi kann føra fram, at tann upplýsing, sum er til taks, ikki stavar frá honum (ófrávísiligheit). Krøv í lóggávuni um, at eitt skjal skal vera undirskrivað ella líknandi, stuðla undir at leggja eitt høgt trygdarstøði, sum t.d. nýtsla av talgildum undirskriftarmerki. At enda skal tryggjast, at bara teir/tann ætlaði móttakarin/arnir, kann fáa kunnleika til upplýsingar, ið eru persónligar ella í trúnaði (loyndar/trúnaður). Hetta skal gerast á tann hátt, at brongla verður á einum passandi trygdarstøði. Av tí at Tryggingareftirlitið hevur eina serstaka tagnarskyldu í sínum virksemi, verður stórur dentur lagdur á hetta fyrilit, tá reglurnar verða settar í gildi.

 

Gerð av reglum um talgilda varðveitslu skal haldast innan fyri ávís krøv. Hugsað verður, at heimildin verður nýtt á tann hátt, at viðkomandi upplýsingar skulu kunna lesast og verða atkomuligar á pappíri ella á øðrum varandi miðli. Við hesum skilst, at talgild varðveitsla skal vera av varandi slagi, og at upplýsingarnar verða goymdar á einum miðli, har tær eru atkomuligar, hóast  maskinan hjá brúkaranum ikki er tendrað. Dømir kunnu vera ein harðdiskur, ein teldufløga ella ein diskil. Nevndu atlit skulu somuleiðis verða tikin við, tá reglur verða gjørdar um talgilda varðveitslu.

 

 

Partur II

 

Til kapittul 3

 

Loyvisásetingarnar í kapittul 3 eru framhald av galdandi loyvislíknandi skipan fyri tryggingarfeløg. Reglurnar eru bygdar upp á tann hátt, at tær fyrst allýsa tað virksemi, ið elvir til  kravið um loyvi. Eftir hetta verður tað virksemi allýst, sum eitt tryggingarfelag við loyvi sambært viðkomandi reglu, kann reka.

 

Til § 7

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður framd innan fyri karmarnar í EF-direktivum á fíggjarøkinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Sambært stk. 1 skulu fyritøkur, sum reka tryggingarvirksemi, hava loyvi til at reka tryggingarvirksemi, uttan so at tað snýr seg um virksemi, ið er fevnt av § 22 og 23, t.e. deildir ella tænastuveitingar, ið verða veittar av tryggingarfeløgum í øðrum ES-londum, ella londum, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum. Tryggingarfeløg kunnu bara reka virksemi, sum er nevnt í fylgiskjali 1 og 2, ella virksemi sambært reglunum í §§ 18-21 í lógini. Ongin allýsing er í galdandi lóg av hugtakinum tryggingarvirksemi, og skotið verður tískil upp, ikki at seta eina allýsing av hugtakinum í lógaruppskotið. Tryggingarvirksemi verður vanliga lýst sum tað virksemi, sum er at gera avtalur um yvirtøku av tilburðum av óvissum hendingum móti gjaldi, ið kann verða hagfrøðiliga útroknað. Við óvissar hendingar skal skiljast hendingar, sum felagið ikki hevur nakra ávirkan á, og sum felagið skal bera búskaparliga váðan av, tá tær stinga seg upp.

 

Hugtakið tryggingarvirksemi er ein rættarligur standardur, hvørs neyvari innihald verður ásett gjøgnum siðvenju.

 

Stk. 2 er framhald av galdandi reglu í § 2, stk. 1 í lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin ger undantak frá loyviskravinum í stk. 1 fyri ávísar fyritøkur, hóast tað virksemi, ið verður rikið beinleiðis kann lýsast sum tryggingarvirksemi. Umframt tær fyritøkur, ið staðiliga eru undantiknar í lógini, er ein røð av tryggingarlíknandi skipanum ikki fevnd av kravinum um loyvi sambært stk. 1. Sum dømi kann nevnast fyrisitingarfelagsskapir, “pool-skipanir”við lógarásettum tryggingum og sjálvbodnar “pool-skipanir”, ið tryggingarídnaðurin hevur sett á stovn. Harumframt eru ábyrgdarskipanir, ið eru settar á stovn við lóg, undantiknar. Tær viðurkendu arbeiðsloysistryggingarnar verða avmarkaðar í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Stk. 3 hevur reglur um at fíggjarfeløg, ið hava loyvi sum tryggingarfeløg, hava einkarrætt til at nýta heiti “tryggingarfelag”, “sínámillum felag” ella “eftirlønargrunnur” í sínum navni. Umframt regluna í stk. 3, er navnaásetingin í § 153 í partafelagslógini galdandi fyri tryggingarfeløg. Verður reglan brotin, skal umhugsast, um tað, umframt brot á navnaásetingina í lóg um fíggjarvirksemi og partafelagslógina, eisini er brot á revsilógina.

 

Endamálið við navnaásetingini er at geva almenninginum møguleika fyri at staðfesta, hvørji feløg eru tryggingarfeløg og harvið heimilað at gera tryggingaravtalur, ið eru reguleraðar av fíggjarlóggávuni og eru undir Tryggingareftirlitsins eftirliti.

 

Stk. 4, síðsta punkt, nágreinar, at tað bara er stk. 2-6 í § 153 í partafelagslógini, ið er galdandi fyri sínámillum feløg. Síðsta punkt í ásetingini um, at § 153 stk. 2-6 í partafelagslógini samsvarandi er galdandi fyri eftirlønargrunnar, er tó nýggj.

 

Í teimum førum, har navnið skal nýtast, skal hetta skiljast í samsvari við § 153, stk. 6 í partafelagslógini. Sambært hesi reglu hava tryggingarfeløg skildu til at tilskila navn tryggingarfelagsins á brøv og onnur handilsskjøl. “Brøv og onnur handilsskjøl” í § 153 stk. 6 í partafelagslógini fevnir um  brøv, brævkort, tilboð, ordrar, ordraváttanir, rokningar, príslistar, faldarar, o.a. sølufremjandi tilfar. Lýsingar í bløðum og tíðarritum eru harafturímóti ikki fevndar, uttan so at hesi hava ein bíleggingarseðil til lesaran. Harumframt eru rundskriv, ið eru margfaldað fevnd av hugtakinum, so leingi sum innihaldi er av handilsligum slagi.

 

Tryggingarfeløg hava bert skyldu at upplýsa navnið, har partafelagslógin tilskilar tað. Tryggingarfeløg hava sostatt ikki skyldu at upplýsa navn sítt á framsíðum, bygningum o.ø.

 

Punkt 4 í uppskotinum hevur við sær, at tað sama er galdandi fyri tryggingarfeløg, ið ikki eru partafeløg, sum fyri tryggingarfeløg, ið eru partafeløg.

 

Stk. 5 verður sett inn fyri at skapa greiðu um, hvørji krøv eitt tryggingarfelag skal lúka fyri at fáa eitt loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

 

Eftir galdandi lóggávu verða krøv um fæfeingi ikki sett einum felag, ið søkir um loyvi, umframt tað fæfeingiskrav, ið er í partafelagslógini. Fæfeingiskravið, sambært lóg um tryggingarvirksemi, tekur fyrst við um tað mundi, tá tryggingarfelagið fær loyvi.  Í roynd og veru kann eitt felag ikki fáa loyvi, um tað frammanundan sæst, at felagið ikki kann lúka fæfeingiskravið í lógini, um tað mundi tá loyvi skuldi verið givið. Tað er tí í veruleikanum ikki hend nøkur broyting í viðurskiftunum hjá tryggingarfeløgum.

 

Til § 8

Ásetingin er framhald av samsvarandi reglu í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Ásetingin viðvíkur virkisformum hjá tryggingarfeløgum.

 

Í ásetingini verður ásett, at tryggingarfeløg skulu vera partafeløg, sínámillum feløg ella eftirlønargrunnar.

 

Løgfrøðiliga flokkingin av sínámillum feløgum er ikki greið. Ein long røð av reglunum í parta-felagslógini er galdandi fyri sínámillum feløg, og tað verður víst til hesar reglur. Um viðurskifti hvørki eru regulerað beinleiðis í fíggjarlóggávuni ella í partafelagslógini gjøgnum tilvísing, eru vanligar, óskrivaðar reglur um lutafeløg í danskari lóggávu galdandi. Eftirlønargrunnar eru, burtursæð frá § 162, stk. 2-4, reguleraðir av somu reglum sum sínámillum feløgini.

 

Til § 9

Ásetingin er nýggj fyri tryggingarfeløg og hevur við sær, at óevnislig ogn ikki kann vera partur av tí inngoldna fæfeinginum, hvørki tá tryggingarfelagið verður stovnað ella við einari seinni fæfeingishækkan. Reglan skal tryggja, at fæfeingi veruliga er til staðar. Hetta hevur serligan týdning í støðum viðvíkjandi avtøku.

 

Óevnislig ogn skal skiljast í samsvari við roknskaparhugtakið, ið fevnir um vælvild (goodwill), ið er løgd undir ognir, umframt menningarkostnað og aðra óevnisliga ogn, undir hesum teldurit-búnaður.

 

Inngoldna fæfeingi er ein týdningarmikil lutur í eginpeninginum, og, fyri nýstovnað feløg, tann týdningarmiklasti luturin. Í førum viðvíkjandi húsagangi, har eginpeningurin skal nýtast til tess at dekka hall, hevur óevnislig ogn ofta eitt lægri virði ella als onki virði

Lógin um tryggingarvirksemi hevur ikki eina reglu um, at óevnislig ogn, ella vælvild, ikki kann nýtast sum ein partur av inngoldna fæfeinginum. Forboðið forðar bara fyri einum uppbýti í partabrævaflokkar við ymiskum atkvøðuvirði.

 

Til § 10

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu. Partar av ásetingini eru áður framdar innan fyri karmarnar í EF-direktivum á fíggjarøkinum, og partar av ásetingini verða framdar við uppskotinum innan fyri karmarnar í EF-direktivum á fíggjarøkinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Treytirnar fyri at fáa eitt loyvi sambært § 11 í uppskotinum, standa í stk. 1. Loyvi skal gevast, tá treytirnar eru loknar.

 

Treytirnar eru ikki bara galdandi við stovnan, men eisini í framhaldandi rakstrinum, sbr. § 133 í uppskotinum, sambært hvørjum Tryggingareftirlitið kann taka aftur loyvi, um so er, at treytirnar fyri at fáa loyvi ikki longur eru loknar.

 

Nr. 1 staðfestir, at umsøkjarar skulu lúka treytirnar í § 7 í uppskotinum, undir hesum krøvini til byrjanarfæfeingi (startkapital). Víst verður til viðmerkingarnar til hesar ásetingar. Sambært § 9 kann óevnislig ogn ikki nýtast til at gjalda partapening.

 

Sambært nr. 2, er tað harumframt eitt krav, at nevnd og stjórn lúka krøvini til førleika og heiðursemi í § 49.

 

Tryggingareftirlitið kann t.d. meta um, hvørt ognarar av serligum lutum vilja arbeiða ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting sambært nr. 3, um so er, at hesir, í samband við ognarrætt ella luttøku í leiðsluni í øðrum fíggjarfeløgum, hava víst seg at vera óskikkaðir til at reka fíggjarvirksemi á skynsaman hátt. Viðvíkjandi orðingini “skynsom og fullgóð umsiting” verður víst til viðmerkingarnar til § 46, stk. 2. Ein serligur lutur er allýstur í § 5, stk. 3.

 

Tryggingareftirlitið skal, sbrt. § 191, stk. 4, sum útgangsstøði taka eina avgerð um at loyvi verður sýtt orsakað av at ognarar av serligum lutum vilja arbeiða ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting. Avgerð Tryggingareftirlitsins kann leggjast fyri Erhvervsankenævnet. 

 

Nr. 4 og 5 skulu vera við til at tryggja, at tað er gjørligt hjá Tryggingareftirlitinum at røkja sínar uppgávur.

 

Nr. 4 hevur eitt krav um gjøgnumskygni við sær.

 

Tað er ikki gjørligt at tilskila, nær eitt tætt samband er nóg gjøgnumskygt til at gera eitt virkið eftirlit gjørligt. Tað má sostatt í hvørjum einstøkum føri metast um, hvørt eitt tætt samband kann darva einum virknum eftirliti.

 

Í hesi meting kann m.a. vera ein meting av:

 

1. ognarabygnaðinum,

 

2. formliga og veruliga leiðslubygnaðinum,

 

3. hvørt sambandið er varandi ella bara fyribils, uttan møguleika fyri at hava ávirkan á felagið,

 

4. váðanum við tí virksemi, sum verður rikið í felagnum, sum fíggjarfelagið hevur tøtt sambond við, og

 

5. landafrøðiligu staðseting felagsins.

 

T.d. kunnu ávísir formar av krossognarrætti, sínámillum partaeigaraognir og partafelagssáttmálar hava við sær, at tað verður torførari at hava eitt munadygt eftirlit.

 

Í § 5, stk. 7 verða tøtt sambond allýst. Víst verður til viðmerkingarnar til hesa áseting.

 

Sambært nr. 5 er tað ein treyt, at eftirlitið ikki verður tálmað orsakað av lóggávuni í einum landi uttan fyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, viðvíkjandi einari fyritøku ella einum persóni, sum umsøkjarin hevur tøtt sambond við. Hetta er t.d. galdandi í førum har mett verður, at eftirlitsreglurnar í tí landi, har móðurfelagið er statt, eru av slíkum slagi, at eitt fullgott, sterkt eftirlit ikki kann verða framt.

 

Sambært nr. 6 er tað ein treyt, at mannagongdir og umsitingarlig viðurskifti hjá umsøkjaranum eru skynsom.

 

Uppskotið samsvarar við siðvenjuna hjá Tryggingareftirlitinum, og hevur tískil ongar evnisligar broytingar við sær. Tryggingareftirlitið fer sostatt at krevja, at umsøkjarin sendir leiðreglur fyri týðandi virkisøkir og starvsskipan fyri nevndina, sí harumframt viðmerkingarnar til stk. 2. Endamálið við at seta treytina í lógina er at virka fyri greidleika og gjøgnumskygni.

 

Treytin í nr. 7 hevur við sær, í samsvari við samveldisrættarligar reglur, at felagið skal stjórnast úr Føroyum. Hvørt felagið verður stjórnað úr Føroyum, verður mett um í hvørjum einstøkum føri. Í hesari meting verður m.a. dentur lagdur á, hvar felagsins leiðsla er stødd, hvar aðalfundur verður hildin, og hvar felagsins avgerðir verða tiknar. Treytin hevur harafturímóti ikki við sær, at felagið skal hava kundar í Føroyum, sbr. tó stk. 5.

 

Sambært nr. 8 er tað ein treyt, at stk. 2 ella §§ 12-15 og stk. 2 eru loknar.

 

Stk. 2 staðfestir, at Tryggingareftirlitið skal hava tær neyðugu upplýsingarnar til at nýta í metingini av, um treytirnar fyri at fáa loyvi eru loknar. Hetta samsvarar við siðvenju Tryggingareftirlitsins, og ásetingin hevur tískil ikki evnisligar broytingar við sær. Serliga viðvíkjandi upplýsingum um støddina av teimum serstøku lutunum skal viðmerkjast, at tryggingareftirlitið í roynd og veru krevur hesar upplýsingar til at nýta í metingini av, um ognarar av serstøkum lutum vilja arbeiða ímóti einum fullgóðum rakstri. Við tí atliti at virka fyri greidleika er hetta skoytt upp í stk. 2.

 

Ein umsókn um loyvi sambært § 7 skal eisini hava eina rakstrarætlan, men rakstrarætlanir hjá tryggingarfeløgum eru serskilt reguleraðar í §§ 12-15. Ein umsókn um loyvi sambært § 7 skal sostatt hava eina rakstrarætlan, ið lýkur treytirnar í §§ 12-15. Víst verður til viðmerkingarnar til hesar ásetingar. Tað skal viðmerkjast, at ein umsókn um loyvi sambært § 7 skal hava upplýsingar um bygnað felagsins sbr. stk. 2. Hesar upplýsingar eru ikki í einari rakstrarætlan sambært §§ 12-15.

 

Stk. 3 samsvarar við § 18, stk. 6 í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Stk. 4 ger tað gjørligt hjá Tryggingareftirlitinum at virka í samsvari við møguligar ásetingar frá ES-nevndini um fyribils steðg. Ásetingin fevnir bara um umsóknir frá fyritøkum í triðjalondum, ið ikki longu hava fingið loyvi í einum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

 

Sambært stk. 1, nr. 7 í uppskotinum, er tað eitt krav, at umsøkjarar hava høvuðsskrivstovu og bústað í Føroyum í samsvari við samveldisrættarligar reglur. Sum sæst í viðmerkingunum til hesa áseting, so hevur hetta krav ikki við sær, at umsøkjarar skulu hava kundar í Føroyum. Sum nakað nýtt, verður í stk. 5 skotið upp, at Tryggingareftirlitið kann sýta fyri at geva umsøkjarum loyvi, um Tryggingareftirlitið metir, at endamálið við at leggja høvuðsskrivstovu og heimstað í Føroyum er at sleppa sær undan at vera fevnd av lóggávuni í tí landi, har meginparturin av kundunum hjá umsøkjaranum eru búsitandi.

 

Til § 11

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Í mun til tryggingarfeløg, hevur uppskotið eina lítla broyting við sær, av tí at eitt tryggingarfelag sambært galdandi lóg um tryggingarvirksemi hevur rætt til at fáa loyvi, tá tað lýkur krøvini í lógini og er fráboðað Skráseting Føroya. Við uppskotinum í stk. 1 dettur fráboðanin til Skráseting Føroya burtur sum ein treyt fyri at fáa loyvi.

 

Sambært stk. 1 kann Akráseting Føroya ikki skráseta tryggingarfelagið sum eitt tryggingarfelag, áðrenn loyvi er fingið frá Tryggingareftirlitinum. Reglurnar um hetta, í § 11 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi, eru tískil ikki tiknar við í uppskotinum.

 

Í roynd og veru samstarva Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya, so at skráseting kann verða gjørd beinanvegin aftaná, at loyvi er fingið frá Tryggingareftirlitinum.

 

Virksemi kann ikki byrja áðrenn felagið er skrásett hjá Skráseting Føroya.

 

Við tí atliti at skráseting kann vera gjørd beinanvegin aftaná at loyvi er givið, verður tryggingar-felagið fráboðað til skrásetingar, áðrenn loyvi er til taks. Skráseting Føroya viðger á henda hátt fráboðanina meðan Tryggingareftirlitið viðger umsóknina sbr. stk. 2, síðani skal Tryggingarfelagið saman við fráboðanini til skráseting senda Skráseting Føroya eitt dagfest eintak av viðtøkunum, sum síðani sendir Tryggingareftirlitinum eitt avrit.

 

Skráseting Føroya sendir somuleiðis Tryggingareftirlitinum eitt avrit av viðtøkunum, tá tryggingarfelagið boðar frá viðtøkubroytingum.

 

Viðtøkurnar verða skrásettar hjá Skráseting Føroya, ið ansar eftir, at reglurnar í partafelagslógini um viðtøkur verða hildnar.

 

Í stk. 3 verður tann serstaka siðvenjan orðað, sum hevur við sær, at Skráseting Føroya skrásetir innihaldið í loyvum hjá tryggingarfeløgum, so at tað av skrásetingini hjá Skráseting Føroya sæst, hvørjir flokkar einstøku loyvini fevna um.

 

Til § 12

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Reglan er áður gjøgnumførd innan fyri rammurnar á EF-direktivunum á fíggjarøkinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Krøvini í stk. 1 um, at ein rakstrarætlan skal vera saman við eini umsókn um loyvi, er ásett í direktivi. Sambært ásetingunum í direktivunum, skal rakstrarætlanin hava upplýsingar um slagi av teimum váðum, sum felagið ætlar at dekka, meginreglur fyri endurtrygging, samanseting av minsta ábyrgdargrunni (garantifond), umframt mettan kostnað í sambandi við uppbyggjan av umsiting og søluneti (distributiónsnet), og eisini hartil ásettan pening. 

 

Fyri skaðatryggingarfeløg skal rakstrarætlanin harumframt hava upplýsingar um teir váðar, ið skulu dekkast og sum hoyra undir hjálp til persónar, ið fáa trupulleikar undir flutningi ella fráveru frá bústaði ella fasta tilhaldsstað, og um peningin, sum felagið ræður yvir við tí atliti at veita játtaðu hjálpina. Skaðatryggingarfeløg skulu harumframt fyri tey 3 fyrstu roknskaparárini upplýsa um mettan umsitingarkostnað, tó undantikið kostnað í sambandi við uppbyggjan av umsitingini, mett tryggingargjøld, ella veitingar og skaðakostnað, hugsandi fíggjarstøðu, umframt metta búskaparorku til at dekka skyldur og gjaldførisbredda.

 

Lívstryggingarfeløg skulu fyri 3 tey fyrstu rakstrarárini tilskilast eitt nágreinað yvirlit yvir mettar inntøkur og kostnað, ið stava frá beinleiðis tryggingarvirksemi, frá yvirtøku av endurtrygging umframt frásiging í endurtrygging, hugsandi fíggjarstøðu og metta fíggjarliga orku til at dekka skyldur og gjaldførisbredda.

 

Rakstrarætlanin er grundarlag fyri útrokning av felagsins gjaldførisbredda og minstafæfeingi sbr. § 81.

 

Heimildin í stk. 1, 2. pkt. er sambært galdandi heimild nýtt til at gera kunngerðirnar um fæfeingisgrundarlag fyri ávikavist skaðatryggingarfeløg og lívstryggingarfeløg.

 

Sambært stk. 2 skal umsókn um loyvi til tryggingarflokk 10 (ábyrgdartrygging fyri motordrivin akfør) innihalda upplýsingar um, hvønn felagið ætlar at tilnevna sum skaðaumboð  í hvørjum einstøkum av hinum ES-londunum.

 

Direktiv um innanhýsis samsvar (harmonisering) í lóggávuni hjá limalondunum um ábyrgdar-trygging fyri akfør (2000/26/EF) og um broyting í 4. akfarsdirektivi (73/239/EØF) og (88/357/EØF) gera tað til eina treyt fyri at fáa loyvi, at eitt og hvørt tryggingarfelag, ið vil tekna ábyrgdartrygging fyri akfør, skal tilnevna eitt skaðaumboð í hinum limalondunum.

 

Eftirlitið skal sostatt, áðrenn loyvi verður givið til tryggingarflokk 10 (ábyrgdartrygging fyri motordrivin akfør/ansvarsforsikring for motordrevne køretøjer), ansa eftir, at tryggingarfeløg, ið hava heimstað í Føroyum og útlendsk tryggingarfeløg, ið fáa loyvi frá Eftirlitinum (t.e. deildir hjá feløgum, ið eru heimahoyrandi uttan fyri ES og uttan fyri lond, sum hava gjøgnumført ES-ráðsins 3. skaðatryggingardirektiv og lívstryggingardirektiv) hava tilnevnt slíkar persónar (løgfrøðiligar ella likamligar) í øðrum ES-londum við neyðugari heimild til at viðgera skaðatryggingarmál. Tað skal snúgva seg um skaðatryggingarmál í sambandi við ferðsluvanlukkur í einum øðrum landi enn tí landi, har skaddi hevur bústað, og harumframt skal akfarið, sum er atvoldin til skaðan, vera tryggjað og heimahoyrandi í einum øðrum ES-landi enn har tann skaddi býr.

 

Hetta merkir t.d. í roynd og veru, at ein fraklendingur, sum verður ákoyrdur í Týsklandi av einum føroyskum akfari, kann venda sær til skaðaumboðið hjá føroyska tryggingarfelagnum í sínum egna landi, Frankaríki, í staðin fyri at skula hava málið viðgjørt umvegis Tryggingarfelagið í Føroyum hjá tí akfarinum, ið var atvoldin til skaðan. Á sama hátt kann ein føroyingur, sum verður ákoyrdur í Týsklandi av einum týskum ella einum fronskum akfari, fara til Føroyar og har venda sær til tilnevnda umboðið hjá viðkomandi týska ella franska tryggingarfelagi. 

 

Sambært stk. 3 skal loyvi hava upplýsingar um tað tryggingarvirksemi, sum felagið kann reka, og Tryggingareftirlitið kann harumframt áseta neyvari reglur um innihaldið í loyvinum annars.

 

Tryggingareftirlitið hevur nýtt hesa heimild til at gera kunngerðir um konsessión fyri ávikavist skaðatryggingarfeløg og lívstryggingarfeløg. 

 

Til § 13

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Reglan verður harumframt gjøgnumførd innan fyri rammurnar á EF-direktivunum á fíggjarøkinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Í stk. 1, 1. pkt. verður aðalreglan um at lívstryggingarfeløg ikki kunnu reka annað tryggingarvirksemi í sama felag staðfest.

 

Endamálið við regluni er at tryggja skilnað í lívstryggingarvirksemi, sum m.a. brýtur av frá øðrum tryggingarvirksemi, av tí at tað hevur eina langtíðar samansparingareind. Reglan forðar ikki fyri at eitt lívstryggingarfelag hevur eitt skaðatryggingarfelag sum dótturfelag ella øvugt. Annað virksemi kann sostatt rekast í einum øðrum felag.

 

Sambært  2. pkt. kunnu lívstryggingarfeløg tekna sjálvstøðugar sjúkra- og vanlukkutryggingar. Við ásetingini í 2. pkt. varð tryggjað, at sjúkra- og vanlukkutryggingar framhaldandi kunnu verða teknaðar við rætti til skattafrádrátt fyri inngjøldini.

 

Um eitt lívstryggingarfelag teknar sjúkra- ella vanlukkutrygging, skal felagið hava loyvi til hetta.

 

 

 

Til § 14

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi reglu í § 19 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður gjøgnumførd innan fyri rammurnar á EF-direktivunum á fíggjarøkinum, sbr. fylgiskjal A. Broytingar eru gjørdar orsakað av, at lívstryggingarfeløg, í seinasta lagi tá roknskapur fyri 2007 verður latin inn, skulu gera upp lívstryggingarburturleggingar til marknaðarvirði.

 

Í ásetingini verður ásett, at tøkniliga grundarlagið o.a. fyri lívstryggingarvirksemi skal fráboðast Tryggingareftirlitinum. Reglan nágreinar, at tað er nóg mikið, at fráboðanir verða sendar Tryggingareftirlitinum, í seinasta lagi samstundis sum fráboðaða grundarlagið verður tikið í nýtslu við tekning av tryggingum ella í áheitanum til marknaðin (lýsingum, faldarum, beinleiðis áheitanum o.s.fr.).

 

Í stk. 1 verða tilskilaðir teir partar av tøkniliga grundarlagnum o.a., ið skulu fráboðast Tryggingareftirlitinum. Fráboðanin skal hava eina tilskilan av teimum vørum, ið felagið ætlar at bjóða viðskiftafólki sínum, og eisini í hvørjum tryggingarflokki hesar verða teknaðar. Við í grundarlagnum fyri útrokning av tryggingargjaldinum eru m.a. fyritreytir um støddina á støðisrentuni (grundlagsrente), deyðs- og avlamissannlíkindi (hagfrøðiligu fyritreytirnar) og kostnaðareind. Í grundarlagnum skal vera ein lýsing av útrokningareindunum fyri uppgerð av einari trygging, um so er, at tryggingartakarin biður felagið um afturkeyp av tryggingini. At enda skal reglan um umskriving til tryggingarfrískjal av einari trygging, t.e. eitt tryggingarskjal uttan fleiri tryggingargjaldsinngjøld, lýsast í tí tøkniliga grundarlagnum.

 

Fyri tryggingar, sum hava rætt til bónus, skal tryggingarfelagið gera eitt reglusett (bonusreglugerð) sum lýsir, hvussu ágóðar, á teir í útrokningareindunum ásettu staklutir til at rokna út tryggingar-gjøld, verða fluttir aftur til tryggingartakararnar ella onnur, sum hava rættindi sambært tryggingini. Til hetta krevst eisini ein tøknilig lýsing av, hvussu bonusuppgerðin virkar.

 

Felagið skal áseta støddina á váðanum, ið felagið vil tekna fyri egnan váða og lýsa hvørja endur-trygging felagið hevur fyri váða, ið fer uppum (overstigende risiko). Her verður skilt millum deyðs-váða og avlamisváða. Reglan krevur ikki, at váði skal latast við endurtrygging, men endurtrygging skal gerast, um tað er neyðugt, fyri at heildarviðurskiftini eru trygdargóð.

 

Felagið skal eisini fráboða heilsuspurnabløðini, ið verða nýtt í metingini av váðaviðurskiftunum hjá tryggingarumsøkjarunum, undir hesum nær tey fráboðaðu spurnabløðini verða nýtt.

 

Felagið skal fráboða grundarlagið fyri útrokning av lívstryggingarburturleggingum, bæði fyri einstøku tryggingaravtaluna og fyri felagið í síni heild. Grundarlagið fyri útrokning av lívs-tryggingarburturleggingum skal lýsast í sama líki sum grundarlagið fyri útrokning av gjøldum, tá uppgerðarrenta verður ásett, hagfrøðiligu eindirnar (deyði og avlamni) og kostnaðareindirnar. Kunnu tryggingarveitingar ella gjøld felagsins broytast sambært ávísum tilskilaðum lutleysum metingarstøðum í tí tøkniliga grundarlagnum, skal felagið kortini fráboða eitt grundarlag, ið verður nýtt til at rokna lívstryggingarburturleggingar út, og sum lýkur treytirnar í § 15, stk. 4.

Somuleiðis skulu serligar reglur fráboðast, sambært hvørjum eftirlønarskipanir við útgjaldingum, goldnar út við jøvnum millumbilum, ið eru teknaðar ella avtalaðar sum kravdar skipanir í einum tryggingarfelag ella eftirlønargrunni, kunnu verða fluttar frá ella til felagið í sambandi við flytan í annað starv ella í sambandi við virkisavhendan ella virkisumskipan. Serstøku reglurnar um starvsskifti, virkisavhendan ella virkisumskipan verða gjørdar við tí atliti, at tað við stovnan av einari arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan verður mett at vera hóskandi at tryggja, at arbeiðstakarar, ið skifta starv ella felag og samstundis flyta til eina nýggja eftirlønarskipan, hava møguleika til at savna sínar eftirlønir í nýggju skipanini. Við atliti til kostnaðin í sambandi við flytan, er tað loyvt hjá felagnum, ið letur frá sær, at áseta eitt promillugjald av nettoburturleggingum við einari fastari upphædd, ið ikki kann farast út um ella einari fastari peningamongd.  Felagið, ið tekur ímóti, kann ikki áseta nakað gjald.

 

Reglurnar taka bert hædd fyri eftirlønarskipanum við útgjaldingum, goldnar við jøvnum millum-bilum, t.e. elliseftirløn, avlamiseftirløn og hjúnarfelaga- ella barnaeftirløn, og eru harumframt bara galdandi fyri kravdar skipanir. Við hetta skal skiljast skipanir, ið eru gjørdar sum liður í einum starvssetanarviðurskifti, har ein arbeiðsgevari sambært ásettum sermerkjum skal eftirlønartryggja síni starvsfólk eftir avtalu við eitt tryggingarfelag ella skipanir í einum eftirlønargrunni. Tað er ein fyritreyt, at persónurin, sum eftirlønarflytingin viðvíkur, gevur sítt samtykki. § 14, stk. 1, nr. 2 hevur reglur sum tryggja, at í førum har samtykki vantar frá arbeiðstakaranum er møguleiki fyri tryggingarfrískjali.

 

Orsøkin til, at tað er loyvt at rokna ein sera lítlan frádrátt við flyting í eini starvsskiftisstøðu, er ein áskoðan um, at tað er javnvág millum starvsskiftisflytingar. Ì serligum førum, har tað ikki kann roknast við javnvág millum eftirlønarflytingar frá og til felagið, kann eitt gjald verða kravt fyri eitt neyvari tilskilað tíðarskeið. Tey nevndu krøvini til reglurnar um flyting eru minstukrøv. Einstaka felagið kann tískil áseta reglur, sum í enn størri mun varða um arbeiðstakaran, tá tað snýr seg um starvsskifti.  

 

Við flytan av bólkum, ið eru ein munandi partur av felagsins samlaðu mongd, kunnu slíkar flytingar kortini vera ein váði fyri felagsins tilverugrundarlag, og er ein óvandin nýtsla av reglum, ið samsvara við reglurnar um virkisumskipan, í hesum førum ivingarsom. Í slíkum førum eiga aðrar loysnir at verða funnar, har reglurnar samsvarandi við reglurnar um avhending av tryggingarmongd í kapitli 14 kunnu nýtast, tó uttan at frágreiðing verður gjørd ella at freist at mótmæla verður ásett, av tí at flyting bara kann fara fram við virknum samtykki frá einstaka tryggingartakaranum.

 

Viðvíkjandi heilsumeting er aðalreglan fyri reglur um flyting, at ein nýggj meting av heilsustøðuni ikki kann verða kravd, uttan so at nýggja skipanin víkur munandi frá gomlu skipanin við atliti at øktum váða ella viðvíkjandi heilsumeting tá komi verður uppí tryggingina. Reglurnar um flyting skulu áseta ein rætt hjá arbeiðstakaranum til at halda fram sum limur í verandi eftirlønarskipan, um so er, at ein heilsumeting hevur við sær, at ein umsókn um at verða tikin upp í nýggju eftirlønar-skipanina uppá í minst lagi somu treytir, sum í verandi skipan verður havnað. Fyri felagið, sum tekur ímóti, skal tað harumframt í hesum førum vera skylda til at taka upp arbeiðstakarar, tó við teimum fyritreytum, sum eru ásettar í felagsins tøkniliga grundarlagi.

 

Í stk. 2 verður skotið upp, at feløg, ið ikki tekna beinleiðis lívstryggingar, ikki eru fevnd av regluni í stk. 1 um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum fyri lívstryggingarvirksemi o.a. Orsøkin til hetta undantak er, at tað verndaratlit, ið liggur til grundar fyri §§ 14 og 15 ikki er galdandi fyri endurtryggingarvirksemi. Tøkniliga grundarlagi, ið verður nýtt fyri endurtrygging, er ein avleiðing av avtaluviðurskiftunum millum tað beinleiðis teknaða lívstryggingarfelagið og endurtryggingarfelagið. Feløg, ið reka bæði endurtrygging av lívstrygging og beinleiðis lívstryggingarvirksemi, skulu framvegis fráboða tað tøkniliga grundarlagið fyri endurtryggingarvirksemi, orsakað av verndaratlitinum í lógini til felagsins lívstryggingarmongd. Feløg, ið reka endurtrygging av lívs-tryggingarvirksemi, skulu hava ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing sbr. § 65, stk. 2 og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal framvegis geva eftirlitinum eina árliga frágreiðing. Tryggingareftirlitið krevur, at ein lýsing er í frágreiðingini av tí grundarlagi, sum felagið nýtir til at rokna út tær tryggingarligu burturleggingarnar. Hetta er ein nágreining av verandi siðvenju hjá Tryggingareftirlitinum á økinum.

 

Sbrt. stk. 3, kann Tryggingareftirlitið sambært ásetingini gera neyvari reglur um innihaldið í fráboðanum av tøkniliga grundarlagnum o.a., og eisini í hvønn mun fráboðanirnar skulu vera alment atkomuligar. Henda heimild er nýtt til at gera kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.ø. fyri lívstryggingarvirksemi.

 

Til § 15

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í § 20 í lóg um tryggingarvirksemi og verður gjøgnumførd innan fyri rammurnar á EF-direktivum á fíggjarøkinum, sbr. fylgiskjal A. Broytingar eru gjørdar orsakað av, at lívstryggingarfeløg í seinasta lagi tá roknskapur verður latin inn fyri 2007, skulu rokna út lívstryggingarburturleggingar til marknaðarvirði.

 

Reglan nágreinar tær aðalreglur, sum tøkniliga grundarlagið o.a. skal gerast eftir sbr. art. 18 og 19 í 3. lívstryggingardirektiv. Serligur dentur verður lagdur á, at tað fráboðaða tøkniliga grundarlagið o.a. er trygdargott, og at felagsins staðfesta úrslit verður býtt á hóskandi hátt. Um tryggingar eru teknaðar ella avtalaðar sum liður í starvssetanarviðurskiftum, skal Tryggingareftirlitið ansa eftir, at áhugin hjá starvsfólkum verður røktur í neyðugan mun.   

 

Reglan setur í verk lívstryggingardirektivið sbrt. fylgiskjali A, undir hesum reglur um ásetan av  hámarks støðisrentuni. Av hesum kemst harumframt, at ásetanin av hagfrøðiligu útrokningar-eindunum og kostnaðareindunum skal veljast við varsemi við fyriliti fyri, í hvørjum stati skyldan er, hvørji tryggingarsløg tað snýr seg um og umsitingarkostnað og treytaðar provisjónir. At enda staðfestir direktivið, at tryggingargjøldini sum útgangsstøði skulu vera nóg mikið í sjálvum sær, av tí at tað skal umgangast at hava regluligan og støðugan ískoytispening uttanífrá.

 

Sambært stk. 2 skulu reglurnar um býti av staðfesta úrsliti felagsins verða orðaðar á sovorðnan hátt, at tað týðiliga og nágreiniliga sæst, hvussu staðfesta úrslitið verður nýtt til býti millum einstøku tryggingarnar, til burturleggingar til tryggingarmongdina sum so (felags bónusmøguleikar o.a.) og til eginpening o.a. Býtið av staðfesta úrsliti felagsins skal harumframt vera hóskandi í mun til partarnar, sum hava rættindi. Við hesum verður staðfest, at útgangsstøði fyri býtið av staðfesta úrslitinum er tann sonevnda veitingarmeginreglan (kontributionsprinsippið), har staðfesta úrslitið verður býtt millum partarnar eftir teirra íkasti til yvirskotið. Tann parturin av felagsins staðfesta úrsliti, sum eftir hetta lutast tryggingartakarunum (bonus) skal gevast leysur á rímiligan hátt í gildistíðini hjá tryggingaravtaluni.

 

Tryggingareftirlitið kann sambært stk. 5 áseta neyvari reglur um hesa útrokning og býti av staðfesta úrslitinum.

 

At veitingarmeginreglan er útgangsstøði, hevur við sær, at útroknaða og býtta bonusi ikki varandi kann víkja munandi frá hesum, uttan so at annað sæst av innihaldinum í tryggingaravtaluni, undir hesum um so er, at tað skilst á avtalunum, at rættur ikki er til bonus.

 

Viðvíkjandi tí partinum av yvirskotinum, ið verður býttur millum tær tryggingar, ið sambært avtaluni hava rætt til bónus, er eitt hóskandi býti av staðfesta úrslitinum sambært meginregluni um veiting, at miðað verður eftir einum býti í mun til, hvussu úrslitið er íkomið. Býtið skal sostatt endurspegla tey viðurskifti, sum íkastið til yvirskotið er komið frá. Við í metingini av hesum verður fyrilit í neyðugan mun tikið fyri, hvussu ólík eyðkenni tryggingarnar hava viðvíkjandi váða, kostnaði og avkasti.

 

Fyri aðrar tryggingar er eitt hóskandi býti av staðfesta úrslitinum treytað av ítøkiligu viðurskiftunum í tryggingarmongdini, undir hesum avtaluskyldurnar mótvegis teimum tryggjaðu.

 

Sambært galdandi roknskaparreglum er býtið av bonus íroknað sum ein rakstrarútreiðsla í ársroknskapinum og tryggingartøkniliga úrslitið, ið kemur fram í hesum, er úrslitið aftaná býti av bonus, og hetta skal sostatt ikki blandast saman við staðfesta úrslitið, ið skal býtast sum bonus sambært veitingarmeginregluni. Staðfesta úrslitið, ið skal býtast sambært veitingarmeginregluni  er rakstrarúrslitið áðrenn avgerð um bónus og eginpeningsrenting. Staðfesta úrslitið skal roknast út og býtast til eginpeningin, felags bónuspotentiali, serstakar bonusavsetingar og til einstaka tryggingartakaran sum bonus.

 

Bonusreglur skulu verða ráðiligar á tann hátt, at tað ikki verður goldin út ein størri upphædd í bonus enn tann upphæddin sum er tøk: Býtið av upphæddini, sum er tøk, kann ikki víkja frá einum býti, grundað á staðfesta úrslitið, sum einstøku tryggingarnar hava vunnið.

 

Kravið í stk. 3 merkir, at eitt og hvørt tryggingarslag, mett á tekningardegnum skal kunna klára seg sjálvt, tó so at sáttmálaásett javning kann fara fram t.d. orsakað av nýtslu av felagskyns grundarlagi og øðrum felags staklutum.

 

Eftir stk. 4 skulu støðisrentan, hagfrøðiligar útrokningareindir og kostnaðareindir veljast við varsemi. Í metingini av um útrokningargrundarlagið er tryggjandi, er tað ikki nóg mikið, at lutfalli millum einstøku útrokningareindirnar er ein sannroynd, ella at útrokningargrundarlagið frá eini heildarmeting er álítandi. Støðisrentan fyri seg og  váða- og kostnaðareindirnar fyri seg skulu veljast við varsemi. Lívstryggingarburturleggingar er ein roknskaparpostur, ið er settur saman av  samløgu av veitingum, ið vissa er veitt fyri, gjørdar upp til marknaðarvirði og bonusmøguleika á tryggingargjøld umframt bónusmøguleikar á tryggingarfrískjøl. Fráboðaðu reglurnar fyri útrokning av lívstryggingarburturleggingum og undirpostarnar til hetta skulu vera í samsvari við reglurnar fyri uppgerð av hesum postum sambært roknskaparkunngerðini gjørd við heimild í § 124.

 

Eftir stk. 5 hevur Tryggingareftirlitið heimild til at gera meiri nágreiniligar kunngerðir um krøv til innihaldið í fráboðaðu viðurskiftunum. Tryggingareftirlitið hevur longu sambært teirri samsvarandi regluni í § 20, stk. 6 í lógini um tryggingarvirksemi gjørt kunngerð um mest loyvdu støðisrentu og kunngerð um meginregluna um veiting.

 

Í stk. 6 hevur Tryggingareftirlitið heimild til at geva áleggingar, um so er, at fráboðað viðurskifti ikki lúka krøvini í lógini.

 

Til § 16

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 er ískoyti til vanligu regluna um rættarvirknaðin og ábyrgd stovnarans av stovning av felagi í § 12 í partafelagslógini, men bara viðvíkjandi avtalum, ið sambært innihaldi sínum eru tryggingaravtalur. Fyri tryggingar, ið longu eru teknaðar, verður galdandi regla í lógini um tryggingarvirksemi varðveitt soleiðis, at ábyrgdin hjá teimum, sum felagsins vegna hava teknað tryggingar, áðrenn skráseting er gjørd, bara fellur burtur um so er, at felagið í seinasta lagi 4 vikur eftir, at skrásetingin er góðkend, viðurkennir skyldurnar og bara við teirri treyt, at trygdin hjá tryggingartakarunum ikki við hesum versnar avgerandi.

 

Reglan regulerar harafturímóti ikki, hvørt tryggingaravtalur kunnu ella eiga at verða yvirtiknar av tryggingarfelagnum. Møgulig skylda tryggingarfelagsins at yvirtaka eina tryggingaravtalu, ið longu er teknað sæst í § 12, stk. 2, 2. pkt í partafelagslógini.

 

Harafturímóti eru tryggingartakararnir sbrt. § 12, stk. 2 í partafelagslógini fríir av avtaluni uttan mun til góða ella ónda trúgv um skráseting og loyvi. Hesin møguleiki er eisini galdandi í tíðini aftaná skrásetingina og til viðurkenningin eftir 2. pkt. er komið fram til tryggingartakaran.

 

Stk. 2 ásetir eina avmarking í tíðarskeiðinum, har tekning av limum í einum ikki skrásettum sínámillum felag er bindandi. Reglan er ískoyti til § 3-12 í partafelagslógini fyri sínámillum feløg. Orsakað av 6-mánaða freistini í § 11, stk. 1 í partafelagslógini hevur ásetingin í roynd og veru nærum ongan týdning.

 

Til § 17

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært stk. 1 eru reglurnar í partafelagslógini um stovnan og reglurnar um fráboðan og skráseting samsvarandi galdandi fyri sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. Tær neyðugu tillagingarnar eru tær tillagingar, ið eru kravdar, orsakað av bygnaðurin av felags-stovnunum og ognarviðurskiftini eru annarleiðis, sbr. stk. 2.

 

Ì stk. 2 verður staðfest, at við at nýta ásetingarnar í partafelagslógini eru ásetingarnar viðvíkjandi partaeigarum galdandi fyri ábyrgdarar, og reglurnar um partapening og partabrøv galdandi  við-víkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum við neyðugum tillagingum.

 

Í stk. 3 verður krav sett um fulla semju, tá avgerðir verða tiknar sambært § 9, stk. 2 og § 10, stk. 2, 3. pkt. í partafelagslógini.

 

 

Til kapittul 4

 

Til § 18

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu. Fyri tryggingarfeløg ber ásetingin í stk. 2 tó eina lítla broyting við sær í mun til ásetingina í lógini um tryggingarvirksemi, sum hevur verið galdandi inntil nú. Í uppskotinum stendur, at tryggingarfeløg kunnu reka annað vinnuligt virksemi umvegis dótturfeløg. Í tí ásetingini, sum hevur verið galdandi inntil nú, kunnu tryggingarfeløg reka annað vinnuligt virksemi umvegis dótturfeløg, um dótturfeløgini eru undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum. Broytingin í ásetingini inniber tó ikki nakra veruliga broyting fyri tryggingarfeløgini.

 

Tað eykavirksemi, sum tryggingarfeløgini ynskja at reka, skal hoyra til ella natúrliga vera knýtt at tryggingarvirksemi. Um eykavirksemi einans í lítlan mun er knýtt at tí virksemi sum Tryggingar-eftirlitið hevur givið loyvi til, kann eykavirksemi ikki metast at hoyra til tað givna loyvið.

 

Um virksemi gerst ráðandi (dominerandi), kann virksemi ikki longur metast at vera eykavirksemi.

 

Grundarlagið fyri uppskotinum er, at tryggingarfeløgini gjøgnum sítt tryggingarvirksemi hava fingið kunnleika til umráði, ið liggja tætt uppat tryggingarvirksemi, og henda kunnleika er tað út frá einum samfelagsligum sjónarhornið skilagott at gera tøkan fyri viðskiftafólk hjá tryggingar-feløgunum og onnur. Dømi um slíkan kunnleika hjá tryggingarfeløgum er t.d. ger av hagtølum, bygningssýn og váðametingar.

 

Uppskotið inniber, at tryggingarfeløg kunnu marknaðarføra vørur, ið eru knýttar at tryggingarvirk-seminum. Sum dømi kann nevnast søla av tjóvarí- og eldávaringum, skaðaminkandi virksemi í samband við tryggingarskaðar, vaktarvirksemi, undirvísing í skaðafyribyrging og skaðaminking eins og fígging av slíkum tænastum. Tá tað snýr seg um skaðafyribyrgjandi virksemi, er tað ikki ein fortreyt fyri slíkum virksemi, at úrslitini av skaðafyribyrgingini vera givin til øll áhugað uttan kostnað.

 

Uppskotið ber við sær, at tryggingarfeløg kunnu veita heildarloysnir. Tryggingarfeløg kunnu veita heildarloysnir, sum umframt trygging, skaðafyribyrging og skaðaminking, eisini hava í sær partar av fígging. Tryggingarfeløgini kunnu tó einans bjóða fígging sum lið í eini heildarloysn, um tað er í tráð við íløgureglurnar (anbringelsesreglerne).

 

Eitt dømi um eina slíka heildarloysn kann vera, at man teknar eina bygningstrygging, regluligt eftirlit við bygninginum fyri at fyribyrgja skaðar, umframt søla av vaktar-, tryggingar- og ávarðingarskipanum.  Harafturat kann tryggingarfelagið veita lán móti veð í fastari ogn. Á henda hátt verður í einum veitt ein “bústaðarloysn”. Sum eitt annað dømi kann nevnast ein “bilpakki” sum hevur í sær trygging, eins og ein “tænastusáttmála” við tí til endamáls at trygga best møguliga ferðslutrygd, og at virðið á bilinum lækkar minst møguligt. Eitt annað dømi um eykavirksemi er, at  tryggingarfeløg eru millumlið, tá talan er um sølu av fastari ogn í vinnuligum høpi.

 

Tann meiri nágreiniliga avmarkingingin av hugtakinum eykavirksemi verður ásett við fyrisitingar-ligari málsviðgerð við fyriliti fyri gongdini í samfelagnum.

 

Tryggingareftirlitið kann eftir stk. 1, 2. pkt avgera, at eykavirksemi skal rekast av einum øðrum felag.

 

Endamálið við hesum er, at eykavirksemi, sum eftir umstøðunum kann hava stóran týdning fyri fíggjarligu støðuna hjá tryggingarfelagnum, skal vera rikið í einum felag, ið er  skilt sundur frá tryggingarfelagnum.

 

Avgerðin hjá Tryggingareftirlitinum veldst tí um, hvønn týdning eykavirksemi hevur fyri fíggjarligu støðuna hjá tryggingarfelagnum, váðan av eykavirkseminum, eins og tað er av stórum týdningi, hvussu nógv eykavirksemi líkist frá tí virksemi, sum tryggingarfelagið rekur.

Stk. 2 er ein avmarking fyri tryggingarfeløg, av tí at tryggingarfeløg eftir galdandi  lóg um tryggingarvirksemi kunnu reka virksemi gjøgnum dótturfeløg, um dótturfelagið er undir eftirliti hjá Tryggingareftirlitinum.

Eftir ásetingini kunnu tryggingarfeløg reka annað fíggjarligt virksemi í dótturfeløgum.

 

Fíggjarligt virksemi skal skiljast sum virksemi, ið fíggjarfeløg lógliga kunnu reka.

 

Uppskotið ber ikki við sær, at dótturfeløgini skulu vera fíggjarfeløg, sbr. § 5, nr. 1 í uppskotinum. Peningastovnar, realkredittstovnar og tryggingarfeløg kunnu reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum  útlendsk dótturfeløg. Tó skal eitt fíggjarfelag, ið ynskir at stovna eitt dótturfelag í einum landi uttanfyri Evropasamveldið, sum Samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarliga økinum, hava samtykki frá Tryggingareftirlitinum, sbr. § 32 í uppskotinum.

 

Orðið ”annað” ger greitt, at ásetingin snýr seg um tey føri, har virksemið sum fíggjarfelagið vil reka gjøgnum eitt dótturfelag, líkist burturfrá tí virksemi, sum verður rikið í móðurfelagnum. Tað virksemi sum verður rikið í móðurfelagnum, kann sjálvsagt eisini rekast gjøgnum eitt dótturfelag.

 

Til § 19

Ásetingin loyvir tryggingarfeløgum fyribils at reka annað virksemi fyri at tryggja ella rigga av avtalur sum fyrr eru gjørdar, ella fyri at vera við til at endurskipa vinnufyritøkur.

 

Lógin um tryggingarvirksemi loyvir einans tryggingarfeløgum at vera við til at endurskipa  vinnufyritøkur, um tað verður gjørt fyri at tryggja verandi íløgur. Hendan treytin finst ikki í lógini um bankar og sparikassar o.s.fr., og heldur ikki í siðvenjuni viðvíkjandi realkredittstovnum.

 

Hesin munurin millum peningastovnar, realkredittstovnar og tryggingarfeløg er gjørdur, tí peningastovnar og realkredittstovnar millum annað hava sum endamál at veita ”fremmanda fígging”,  og at tryggingarfeløg, tá tað kemur til umsiting av tilfeinginum hjá feløgunum, einans reka íløguvirksemi. 

 

Tað verður skotið upp at taka munin burtur, á tann hátt at tryggingarfeløg á sama hátt sum peningastovnar kunnu vera við til at endurskipa vinnufyritøkur, sjálvt um tað ikki verður gjørt fyri at tryggja verandi íløgur. Grundin til hetta er, at fæfeingið hjá tryggingarfeløgunum er nóg væl tryggjað av ásetingunum í kapitli 11 í uppskotinum um peningaíløgur. Harumframt er uppskotið ein liður í at fáa reglurnar fyri fíggjarfeløg at samsvara.

 

Atgongdin til at vera við til endurskipan av vinnufyritøkum ber við sær, at tryggingarfeløg kunnu vera meiri virkin í neyðugum endurskipanum av vinnulívinum við at seta váðafúsan pening í vinnu-fyritøkur. Tryggingarfeløg kunnu á henda hátt partvíst ella heilt yvirtaka vinnufyritøkur fyri at  gjøgnumføra endurskipanir, harundir møguligar samanleggingar av fyritøkum.

 

Tá ið endamálið er endurskipan, skal tann ráðandi ávirkanin vera fyribils. Tryggingareftirlitið skal ansa eftir, at tann ráðandi ávirkanin ikki varir longri enn tað er rímiligt sæð í mun til bráfeingiskravið.

 

Í mun til tryggingarfeløg er í uppskotinum nýtt orðið ”íløga” ístaðin fyri “binding”. Tað er tó einans talan um eina málsliga broyting, ið er uttan materiellan týdning, tí at bindingar eisini kunnu vera íløgur.

Eftir ásetingini kunnu tryggingarfeløg reka annað virksemi bæði til at rigga av og til at tryggja verandi bindingar. Trygging av bindingum fevnir um at rigga bindingina av, og tessvegna ber uppskotið ikki nakra broyting á hesum økinum við sær fyri tryggingarfeløg. Eftir sum at bindingar kunnu tryggjast á annan hátt enn við at verða riggaðar av, ber uppskotið við sær eina víðkan fyri peningastovnarnar og realkredittstovnarnar á hesum økinum. Tað verður ikki mett at vera  grundarlag fyri at gera mun á tryggingarfeløgunum, og tí verður skotið upp, at munurin verður tikin burtur.

 

Á sama hátt sum eftir teimum galdandi reglunum skulu tryggingarfeløg boða Tryggingar-eftirlitinum frá, um annað virksemi verður rikið. Tryggingareftirlitið ansar eftir, at bráfeingiskravið verður hildið. Um kravið ikki verður hildið, gevur Tryggingareftirlitið boð um, at virksemi skal steðgast.

 

Til § 20

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Ásetingin skal tryggja, at tryggingarfeløgini kunnu tillaga seg til bygnaðarbroytingar uttan mun til eigaraviðurskifti. Hetta er ein treyt fyri, at økið eisini kann vera kappingarført í framtíðini, og er eisini ein grund til, at eftirlitslóggáva ikki eigur at hava ov nógvar óneyðugar eigaraforðingar.

 

Tað er samstundis  umráðandi, at tryggingarfeløg fáa møguleika fyri at tryggja sær størst møguligan vinning av teirra íløgum, harundir at tryggingarfeløg, eftirlønargrunnar o.o. fáa møguleika fyri at tryggja viðskiftafólki sínum best møguliga avkastið av ognunum.

 

Eitt atlit sum talar ímóti, at reglurnar um ráðandi ávirkan í eftirlitslóggávuni vera strikaðar er, at tryggingarfeløgini umsita ognir, sum eru litnar teimum upp í hendur, harundir viðurskifti í sambandi við um høvuðspartaeigarar skulu ábyrgdast fyri fyritøkuna.

Uppskotið ber við sær, at eitt tryggingarfelag saman við einum ella fleiri øðrum kann reka øll sløg av vinnuvirksemi, til dømis ídnaðar- ella reiðaravirksemi, um bert virksemi ikki verður rikið saman við peningastovnum, realkredittstovnum, tryggingarfeløgum ella virðisbrævameklarafyritøkum, sum eru í somu samtøku sum tryggingarfelagið. Fyri tryggingarfeløg er tað harumframt ein treyt, at fíggjarliga virksemi ikki er í umsitingarligum felagsskapi við tryggingarfelagið. Harumframt kann serlóggáva innan fyri ávís øki fara at avmarka rakstur av øðrum virksemi.

 

Kravið um at virksemið skal vera rikið saman við øðrum, førir við sær, at tað einstaka felagið ikki beinleiðis ella óbeinleiðis sleppur at hava eina avgerandi ávirkan á felagið. Um hetta kravið er uppfylt, vil vera avgjørt eftir einari ítøkiligari meting, sum verður gjørd við støði í tí siðvenju, sum er komin við tulking av líknandi reglum í teimum einstøku lógunum.

 

Tað kann ikki vera rikin felags rakstur við fíggjarfeløgum, sum eru í somu samtøku sum tryggingarfelagið, sbr. § 5, stk. 1, nr. 3 í uppskotinum, ella í umsitingarfelagsskapi við tryggingarfelagið. Hetta ber við sær, at fíggjarfeløg í somu samtøku ella tryggingarfeløg í sama umsitingarfelagsskapi, vera mett sum ein fyritøka ella eitt felag, tá ið mett verður um avgerandi ávirkan. Tvey fíggjarfeløg, sum eru í somu samtøku, ella tvey tryggingarfeløg sum eru í sama umsitingarfelagsskapi, kunnu tí ikki eiga hvør sín triðing av eitt nú eini ídnaðarfyritøku saman við einum reiðarafelag, sum ikki er ein partur av samtøkuni. Tað er hinvegin ikki nakað til hindurs fyri, at eitt fíggjarfelag saman við til dømis einum reiðarafelag, sum er systurfelag hjá fíggjarfelagnum, og eitt fíggjarfelag, sum ikki er partur av samtøkuni, eiga ídnaðarfyritøkuna. Á sama hátt forðar lógaruppskotið ikki fyri, at annað virksemi kann rekast saman við haldfelagsskapinum hjá fíggjarfelagnum, sbr. § 5, stk. 1, nr. 4 í uppskotinum.

 

Ein umsitingarfelagsskapur er eitt skipað samarbeiði millum tvey ella fleiri tryggingarfeløg, harundir eftirlønargrunnar, um bæði umsitingarligar uppgávur og avgerðir viðvíkjandi íløgum. Hesir umsitingarfelagsskapir kunnu vera skipaðir í ein av niðanfyri nevndu bygnaðum:

 

  1. Tryggingarfeløg sum eru undir felags umsiting, harundir eftirlønargrunnar, verða umsitin í einum íognarfelag, ið feløgini hava stovnað, ella í onkrum øðrum felag, sum er stovnað og átt í felag av tryggingarfeløgunum, og sum ikki er eitt fíggjarfelag.

  2. Ein felagsskapur, har eitt tryggingarfelag umsitur hini tryggingarfeløgini, harundir eftirlønargrunnar, uttan at tað tryggingarfelagið sum umsitur, er í somu samtøku sum størsti parturin av hinum tryggingarfeløgunum/eftirlønargrunnunum.

Í einum  umsitingarfelagsskapi verður vanliga øll umsitingin av tí einstaka tryggingar-felagnum ella eftirlønargrunninum, harundir eisini umsiting av viðskiftafólkum, latin til tað felagið, ið umsitur.

 

Ein fyritøka sum fær tryggjað fíggjarstøðu sína eftir § 107 í uppskotinum, verður ikki mett at vera ein fyritøka í somu samtøku.

 

Ásetingin sum sigur at virksemi skal verða framt í einum øðrum felag enn fíggjarfelagnum, er at skilja soleiðis, at virksemi skal fremjast í eini fyritøku við avmarkaðari ábyrgd. Virksemi kann sostatt ikki fremjast sum eitt íognarfelag ella á annan hátt, sum førir við sær, at eitt fíggjarfelag kemur at hefta fyri skuldina hjá fyritøkuni o.s.fr.

 

Stk. 2 skal tryggja, at eitt fíggjarfelag, sum saman við øðrum feløgum rekur annað virksemi, ikki hevur fíggjarligt tap orsakað av broytingum í samtøku- ella eigaraviðurskiftunum.

 

Í slíkum førum vil tað vera rímiligt at geva ein freist til at rigga av. Ásetingin fevnir um øll føri, har ið broytingar í samtøku- ella eigaraviðurskiftunum føra við sær, at § 7, stk. 1 ella § 20, stk. 1 ikki vera hildnar.

 

Til § 21

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 ásetir, at tryggingarfeløg, umframt tryggingarvirksemi, eisini kunnu reka virksemi sum er umboðsvirksemi fyri onnur tryggingarfeløg umframt feløg, ið eru undir eftirliti hjá Tryggingar-eftirlitinum, og byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløgu.

 

Ásetingin skal skiljast í høpinum av hinum ásetingunum í lógini um virksemi, sum tryggingarfeløg kunnu reka.

 

Tryggingarumboðsvirksemi kann bæði vera fyri feløg innan og uttan fyri somu samtøku og bæði fyri inn- og útlendsk feløg, sum eru undir eftirliti Tryggingareftirlitsins. Javnt við slík mugu metast tryggingarfeløg heimahoyrandi í einum ES-landi ella einum landi, sum hevur sett í verk 3. generatións direktivini, og sum hevur meldað seg sum tænastuveitara í Føroyum eftir § 23.

 

Onnur feløg, ið eru undir eftirlitið hjá Tryggingareftirlitinum, fevnir um onnur fíggjarfeløg og onnur feløg sum Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við, men sum ikki eru fevnd av allýsingini av fíggjarfeløgum.

 

Tað er loyvt einum tryggingarfelag at taka ein bygning í nýtsluveð.

 

Hugtakið føst ogn skal skiljast eftir vanligu reglunum í tinglýsingarlógini.

 

Ásetingin loyvir ikki ognarspekulatión, t.e., at tryggingarfeløg ikki mugu byggja ella keypa bygningar við tí fyri eyga at avhenda teir.

 

 

 

Til kapittul 5

 

Til § 22

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu. Ásetingin er á sinni sett í gildið innan fyri karmar hjá EF-direktivum á tí fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A, og við hesum uppskotinum verða onnur EF-direktivir sett í gildi á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Reglan ásetir mannagongdirnar sum eitt felag  – ið hevur fingið loyvi í einum øðrum landi innan fyri ES ella einum landi sum Samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarliga økinum - skal fylgja fyri at byrja virksemi her í landinum gjøgnum eina deild.

Tað virksemi, sum ein útlendsk fyritøka kann byrja, fevnir um tey sløgini av virksemi sum eru nevnd í fylgiskjali 1-2 í lógaruppskotinum. Hesi fylgiskjøl samsvara við fylgiskjølini í tryggingar-direktivunum. Tað er tó ein treyt, at tað útlendska tryggingarfelagið hevur loyvi at reka tað ynskta virksemi í sínum heimlandi. Virksemi sum ikki er nevnt í fylgiskjali 1-2, er ikki fevnt av sínámillum viðurkenningini. Virksemi sum ikki er nevnt í fylgiskjali 1-2, er undir teimum vanligu reglunum um ikki at gera at gera mismun sum finst í EF-traktatini. Hetta ber við sær, at um eitt ávíst virksemi er loyvt í heimlandinum og er umfatað av loyvinum hjá tí útlendsku fyritøkuni, so kann deildin eisini reka hetta virksemi í Føroyum eftir teimum reglunum, sum eru galdandi fyri føroysk fíggjarfeløg.

Høvuðsreglan er, at byrjast kann uppá virksemi uttan eina veruliga góðkenning frá Tryggingareftirlitinum. Hinvegin skal Tryggingareftirlitið fáa boð gjøgnum heimildarmyndugleikarnar í heimlandinum.

 

Tryggingareftirlitið hevur eina freist uppá 2 mánaðar at leggja til rættis sín part av eftirlitinum av deildini og til at áseta møguligar treytir út frá samfelagsligum áhugamálum fyri hvussu virksemi skal rekast.

 

Tryggingareftirlitið skal fáa til vega upplýsingarnar nevndar í stk. 2 til stk. 4 í uppskotinum. Freistin uppá tveir mánaðar verður roknað frá tá ið Tryggingareftirlitið hevur fingið allar tær kravdu upplýsingarnar.

 

Stk. 2 til 4 í uppskotinum áseta, hvørjar upplýsingar Tryggingareftirlitið skal innheinta frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum.

 

Í stk. 7 verður kravt, at Tryggingareftirlitið, umframt upplýsingarnar, sum eru nevndar í stk. 1, skal innheinta gjaldførisprógv upp á ta útlendsku fyritøkuna.

 

Ískoyti (annex) 1 í ”Protocol relating to the collaboration of the supervisory authorities of the member states of the European Community in particular in the application of the directives of life insurance and non-life insurance (DT/F/182(97)), hevur ein lista yvir tær upplýsingarnar, sum skulu vera í einum gjaldførisprógvi. Tað snýr seg um upplýsingar, ið kunnu eyðmerkja fyritøkuna, eitt nú navn, adressu og slag av felag, eins og upplýsingar um tað virksemi, ið felagið fremur. Tryggingareftirlitið skal harumframt fáa váttað, at viðkomandi felag lýkur tey galdandi fæfeingiskrøvini.

 

Sbrt. stk. 4 kann Tryggingareftirlitið harumframt krevja eina váttan um, at deildin er limur av ”Dansk forening for International motorkøretøjsforsikring” um so er, at deildin skal dekka váða fevndan av tryggingarflokki 10, sbr. fylgiskjal 7, pkt. 10. Tær nevndu tryggingarnar, ið dekka váða í flokki 10, eru fevndar av ferðslulógarinnar § 54-57 um tryggingarskyldu, § 108 um ábyrgd og aftursókn hjá tryggingarfeløgunum.

 

Sbrt. stk. 5 skal ein fyritøka fráboða til Tryggingareftirlitið, um tað aftaná at virksemi er byrjað, henda broytingar í viðurskiftum sum eru fevnd av tí fráboðan, sum Tryggingareftirlitið innheintar frá heimildarmyndugleikunum í heimlandinum, áðrenn fyritøkan setur á stovn eina deild. Hetta er tó ikki galdandi fyri broytingar í grundarfæfeingi og gjaldførislyklatølum, ið jú javnan broytast.

 

Broytingin skal fráboðast til Tryggingareftirlitið, í seinasta lagi ein mánað áðrenn broytingin verður framd. Tað kunnu koma støður, har hetta ikki er møguligt, eitt nú um tað hendir eitt knappligt skifti í leiðsluni av deildini. Í slíkum førum skal fráboðan verða gjørd skjótast gjørligt.

 

Stk. 6 ber við sær, at ásetingarnar um deildir í partafelagslógini verða settar í gildið fyri deildir hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi í einum landi innan fyri Evropasamveldið, ella einum landi, ið Samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarliga økinum.

 

Uppskotið ber við sær, at eitt nú skal deildin skrásetast hjá føroyska skrásetingarmyndugleikanum.

 

Til § 23

Ásetingin gjøgnumførir reglurnar um frítt umskifti av tænastuveitingum innan fyri karmarnar hjá EF-direktivunum á tryggingarøkinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Ásetingin ásetir mannagongdirnar fyri eitt tryggingarfelag, ið hevur fingið loyvi í einum landi innan fyri Evropasamveldið, ella einum landi, sum Samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarliga økinum, sum ynskir at byrja virksemi við tænastuveitingum her í landinum.

 

Tað virksemi, sum ein útlendsk fyritøka kann byrja uppá, fevnir um virksemi nevnt í fylgiskjali 1-2 í lógaruppskotinum. Hesi fylgiskjøl samsvara við fylgiskjølini í direktivunum. Tað er tó ein treyt, at tað útlendska felagið hevur loyvi at reka júst tað ynskta virksemi í sínum heimlandi. Virksemi, sum ikki er nevnt í fylgiskjali 1-2, er ikki fevnt av sínámillum viðurkenningini.

 

Virksemi, sum ikki er nevnt í fylgiskjali 1-2, er undir teimum vanligu reglunum í EF-traktatini um ikki at gera mismun. Hetta ber við sær, at um eitt ávíst virksemi er loyvt í heimlandinum og er umfatað av loyvinum hjá tí útlendska felagnum, so kann felagið eisini reka hetta virksemi í Føroyum galdandi reglum fyri føroysk tryggingarfeløg.

 

Hvat viðvíkur tryggingarfeløgum so skal Tryggingareftirlitið innheinta upplýsingar um tryggingar-felagið frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum, sbr. Stk. 2 og stk. 3 í uppskotinum.

 

Stk. 2 og stk. 3 samsvara við ásetingar í § 22, stk. 2, stk. 3 og stk. 4. Víst verður til viðmerkingarnar til hesar reglurnar. Viðvíkjandi eyka váða verður víst til § 18.

 

Sbrt. stk. 3 skulu tryggingarfeløg, ið reka tænastuveitingar yvir landamørk og sum tekna lógar-kravdar akfarsábyrgdartryggingar, hava eitt umboð sum er búsitandi ella stovnsett her í landinum. Tað er einki bústaðarkrav fyri eitt aðalumboð, men tað er vanligt, at umboðið og aðalumboðið eru ein og sami persónur.

 

Tá talan er um tænastuveitingar yvir landamørk, er tað vanligt, at fyritøkan er umboðað av einum advokati ella einum øðrum tryggingarfelag.

 

Stk. 3, 2. pkt. Og stk. 4 og 5 nevnir tær heimildir, ið ein umboðsmaður skal hava. Viðkomandi skal hava heimild til at savna upplýsingar í samband við krøv, heimild til at umboða fyritøkuna yvir fyri tí skadda eins og heimild til at gjalda krøv frá tí skadda. Harumframt skal umboðsmaðurin hava heimild til at umboða fyritøkuna, tá tað snýr seg um slík krøv, eins og tá tað snýr seg um sakarmál yvirfyri almennum myndugleikum.

 

Sbrt. Stk. 6 má umboðsmaðurin ikki vera við til at útinna tryggingarvirksemi, og sum framhald av hesum verður ásett, at tilnevning av umboðsmanni ikki er at skilja sum stovnan av einum veruligum handilsstaði.

 

Stk. 7 ber við sær eina skyldu til at fráboða til Tryggingareftirlitið, um tað hendir nøkur broyting av viðurskiftunum, sum eru nevnd í stk. 2, nr. 2 og stk. 1, nr. 2. Fráboðanin skal gerast í seinasta lagi samstundis sum broytingarnar verða framdar.

 

Til § 24

Hetta er ein nýggj áseting fyri at tryggja, at útlendska felagið kann arbeiða í Føroyum undir sama navni sum í heimlandinum.

Viðmerkjast skal, at ásetingin ikki áleggur tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum nakra skyldu til at tryggja, at eitt navn ikki kann blandast við eitt navn, sum ikki er skrásett hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum.

 

Til § 25

Ásetingin allýsir etableraða handilsstaðið hjá einum tryggingarfelag, og er ein fylgja av, at reglur verða innførdar um virksemi gjøgnum deildir og frítt umskifti av tænastuveitingum.

 

Eftir stk. 1 er etableraða handilsstaðið hjá einum tryggingarfelag tað heimstaðið, sum framgongur av viðtøkunum, ein deild, ein skrivstova, ið verður stýrd av egnum starvsfólki hjá einum útlendskum tryggingarfelag ella ein óheftur persónur, ið hevur støðuga heimild til at virka vegna útlendskt tryggingarfelag á sama hátt sum ein deild.

 

Heimstaðurin í viðtøkunum skal vera tað staðið, har høvuðssætið er. Orðið deild verður nýtt fyri at eftirlíka ynskjum um eina málsliga tillaging av frøðiheiti (terminologi), ið ymisk fíggjarfeløg nýta.

Orðið deild fevnir sostatt bæði um deild og aðalumboð.

 

Sbrt. stk. 2 skal eitt útlendskt tryggingarfelag fylgja reglunum í § 22 og § 28, tá tað stovnar skrivstovu í Føroyum ella heimilar einum persóni at umboða seg fast.

 

Til § 26

Ásetingin setur nágreiniligari reglur fyri aðalumboðið, sum felagið skal velja til at leiða deildina.

 

Í stk. 1 verður ásett, at felagið skal tilnevna eitt aðalumboð til at stýra deildini. Felagið kann ikki teknast uttan luttøku av aðalumboðnum. Aðalumboðið skal hava heimild til at innganga tryggingaravtalur og binda felagið yvirfyri triðjamanni. Aðalumboðið umboðar felagið yvir fyri Tryggingareftirlitinum og tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum. Stevningar ímóti felagnum kunnu lógliga kunngerast fyri aðalumboðnum.

 

Um aðalumboðið ikki sbrt. stk. 2 virkar sum umboðsmaður fyri felagið eftir regluni í § 23, stk. 3, fyri virksemi undir tryggingarbólki 10, undantikið ábyrgdina hjá fraktførara, skulu reglurnar í stk. 3-6 nýtast. Tað verður annars víst til viðmerkingarnar til hesar reglurnar.

Stk. 3, sum sigur at felagið einans kann hava eitt aðalumboð í Føroyum, er ein fylgja av, at felagið einans kann stovnseta eina deild í landinum.

 

Stk. 4 gevur aðalumboðnum møguleika at tilluta umboðsfulltrú til eitt ella fleiri umboð. Hetta ber við sær, at skrivstovur ella undirdeildir kunnu setast á stovn í landinum.

Stk. 5 ásetir krav um myndugleika og ríkisborgararætt. Harumframt verður eisini loyvt Tryggingareftirlitinum at gera frávik frá kravinum um ríkisborgararætt, um so er, at viðurskiftini tala fyri tí. Slík viðurskifti kunnu vera, at viðkomandi við bústaði ella á annan hátt hevur eitt slíkt tilknýti til eitt nú eitt land í ES, at tað eftir umstøðunum má javnsetast við ríkisborgararætt.

 

Partafeløg, smápartafeløg ella íognarfeløg kunnu sbrt. stk. 6 í sjálvum sær vera aðalumboð, um tey útnevna ein umboðsmann, ið lýkur krøvini til myndugleika, ríkisborgararætt ella bústað sbrt. stk. 5.

 

Til § 27

Ásetingin er nýggj og samsvarar við tað, ið er galdandi fyri føroysk feløg í sambandi við avhendan av eini tryggingarmongd.

 

Til § 28

Ásetingin gevur Tryggingareftirlitinum møguleika fyri at áleggja útlendskum tryggingarfeløgum, fevnd av § 22, stk. 1 og § 23, stk. 1, og sum reka tryggingarvirksemi nevnt í fylgiskjali 1, at luttaka í ábyrgdarskipanum. Um tað verða settar á stovn slíkar skipanir, skulu hesar eisini galda fyri føroysk tryggingarfeløg, tí annars vildi tað verið gjørdur mismunur.

 

Til § 29

Tað verður skotið upp at geva Tryggingareftirlitinum heimild til at áseta neyvari reglur um atgongdina til at veita tænastuveitingar her í landinum fyri feløg stovnsett í londum uttanfyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt avtalu við innan fíggjarøkið.

 

Til § 30

Reglan ásetir mannagongdina fyri, hvussu føroysk tryggingarfeløg kunnu seta á stovn deildir í øðrum londum.

 

Fráboðanarskyldan í stk. 1 er galdandi fyri stovnseting av eini deild í øllum londum, og ikki einans londum innan fyri ES ella londum, ið samveldið hevur gjørt avtalu við innan fíggjarøkið.

 

Ásetingin gevur Tryggingareftirlitinum innlit í virksemi hjá tryggingarfeløgunum í útlandinum, og ger tað møguligt at leggja til rættis eftirlitið við virkseminum, áðrenn tað verður byrjað, og ger tað harafturat møguligt at samarbeiða við felagið og eftirlitsmyndugleikarnar í viðkomandi landi.

 

Stk. 2 og stk. 3 eru framferðarhættir, ið viðvíkja upplýsingunum, sum Tryggingareftirlitið skal senda víðari í samband við stovnseting av deildum í londum innanfyri ES, ella londum sum samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Upplýsingarnar skulu sendast víðari í seinasta lagið 3 mánaðar aftaná at allar upplýsingarnar eru móttiknar, sbr. stk. 4 í uppskotinum.

 

Fyritøkan hevur rætt til at seta á stovn deildir í londum innan fyri ES, og í londum sum samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, uttan so at Tryggingareftirlitið ikki letur vera við at senda upplýsingar víðari sum nevnt í stk. 5.

 

Reglurnar eru úrslit av tí sonevnda evropeiska passinum fyri tryggingarfeløg, har loyvi til at reka tryggingarvirksemi í einum ES-limalandi, er galdandi í øllum Samveldinum.

 

Um eitt tryggingarfelag ynskir at seta á stovn eina deild í øðrum londum, skal tryggingarfelagið lúka krøvini í lóggávuni hjá viðkomandi landi.

Sbrt. stk. 5 kann Tryggingareftirlitið lata vera við at senda upplýsingar víðari til eftirlitsmyndug-leikar í vertslandinum innan fyri ES, ella til lond, samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, um tað er orsøk til at ivast í, um fyrisitingarligi bygnaðurin  og fíggjarliga støðan hjá tryggingar-felagnum er ráðilig í mun til tað ætlaðu stovnsetanina. Sum krøv til fyrisitingarliga bygnaðin kann her serliga nevnast, at bygnaðurin hjá felagnum skal vera so mikið væl mentur, at tað er møguligt at hava eina ráðiliga stýring av virkseminum í útlandinum. Harumframt vera eisini gjaldførðis- og inntøkustøðan hjá fyritøkuni tiknar við í metingina.

 

Um Tryggingareftirlitið ikki sendir upplýsingar víðari, skal Tryggingareftirlitið geva felagnum boð um hetta í seinasta lagið 2 mánaðar eftir at tað hevur móttikið upplýsingarnar, ið eru nevndar í stk. 1.

 

Ásetingin ber við sær, at Tryggingareftirlitið kann forða fyri, at eitt tryggingarfelag setur á stovn eina deild í einum landi innan fyri ES ella í einum landi sum samveldið hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum.

 

Viðvíkjandi stovnseting í londum uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, verður víst til stk. 7 í uppskotinum.

 

Sbrt. stk. 6 skulu broytingar av teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftunum fráboðast til Tryggingareftirlitið í seinasta lagið ein mánað áðrenn broytingin verður framd. Tað kunnu vera støður har hetta ikki er møguligt, eitt nú um tað hendir ein brádlig útskifting av leiðsluni í deildini, men í slíkum førum skal fráboðan vera gjørd so skjótt sum møguligt.

 

Fráboðanarskyldan um broytt viðurskifti er eisini galdandi fyri deildir í londum uttan fyri ES, sum Samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Tó skal ikki fráboðast til myndugleikarnar í vertslandinum í hesum førum, av tí at tað ikki neyðturviliga finnast fráboðanaravtalur við triðjalond. Tað er sostatt lóggávan í triðjalondunum, sum skal tryggja, at triðjalondini fáa tær upplýsingarnar, sum triðjalondini meta eru neyðugar.

 

Umframt kravið um upplýsingar, fer ásetingin í § 193, stk. 1, um at fíggjarfeløg og haldfelagsskapir skulu geva Tryggingareftirlitinum upplýsingar, sum eru neyðugar fyri virksemi hjá eftirlitinum, at gera tað møguligt hjá Tryggingareftirlitinum at fáa enn fleiri upplýsingar, um so er at tað verður mett hóskiligt.

 

Sbrt. stk. 7 kann Tryggingareftirlitið nokta at deild verður sett á stovn í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Hendan ásetingin er nýggj. Orsøkin til ásetingina er, at Tryggingareftirlitið sbrt. stk. 5 kann forða fyri at deildir verða settar á stovn í londum innan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Tryggingareftirlitið eigur tí eisini at hava møguleika fyri at forða fyri stovnseting av deildum í  einum landi uttan fyri ES ella uttan fyri lond, sum samveldið hevur gjørt avtalu við innan fíggjarøkið. Treytirnar fyri at nokta at geva loyvi eru tær somu, sum eru nevndar í stk. 5. Ein umsókn um loyvi skal latast til Tryggingareftirlitið áðrenn deildin verður stovnað. Umsóknin skal innihalda upplýsingar, ið Tryggingareftirlitið kann nýta í metingini av um fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarliga støðan hjá felagnum eru ráðilig sum grundarlag fyri ætlaðu stovnsetingini – harundir hoyra upplýsingar um hvar stovnsetingin er ætlað, upplýsingar um tað virksemi ætlanin er at reka, og tann fíggjarliga íløgan, ið verður gjørd í sambandi við stovnsetingina. Noktan fyri at geva loyvi skal vanliga leggjast fyri Tryggingarráðið.

Sbrt. stk. 8 skal Tryggingareftirlitið lata vera við at senda gjaldførisprógv víðari, um so er at Tryggingareftirlitið hevur kravt, at tryggingarfelagið ger eina ætlan fyri endurskipan av fíggjarligu støðuni, sbr. § 151. Orsøkin til hesa regluna er, at Tryggingareftirlitið kann forða fyri stovnseting av deildum, um so er at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda.

 

Til § 31

Reglan ásetir mannagongdina fyri raksturin av tænastuveitingum hjá føroyskum fíggjarfeløgum í  londum innan fyri ES og í londum, sum samveldið hevur avtalu við innan fíggjarøkið.

 

Tryggingareftirlitið skal ikki lata víðari gjaldførisprógv, um so er, at Tryggingareftirlitið hevur kravt, at felagið ger eina ætlan fyri endurskipan av fíggjarligu støðuni, sbr. § 151.

 

Á sama hátt sum í § 30 í uppskotinum, gevur hendan ásetingin Tryggingareftirlitinum innlit í virksemi hjá tryggingarfeløgunum í útlandinum, og ger tað møguligt at leggja til rættis eftirlitið við virkseminum, áðrenn tað verður byrjað, harundir at avtala tað neyðuga samarbeiðið við felagið og eftirlitsmyndugleikarnir í viðkomandi landi.

 

Í londum innan fyri ES, og í londum sum samveldið hevur gjørt avtalu við innan fíggjarøkið, er mannagongdin lættari fyri tænastuveitingar yvir landamørk enn fyri stovnseting av deildum. Tað sæst í stk. 1, at tryggingarfelagið einans skal geva Tryggingareftirlitinum boð um, at fyritøkan ynskir at veita tænastuveitingar í einum øðrum landi innan fyri ES ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt avtalu við innan fíggjarøkið. Fráboðanin skal hava tær upplýsingarnar, sum eru nevndar í ásetingini.

 

Sbrt. stk. 2 skal Tryggingareftirlitið innan ein mánað senda fráboðanina víðari til eftirlitsmyndugleikarnar í vertslandinum saman við eini váttan um, at tað ætlaða virksemi er fevnt av loyvinum hjá tryggingarfelagnum.

 

Tryggingareftirlitið skal harumframt senda eina gjaldførisprógv.

 

Sbrt. stk. 3 skal Tryggingareftirlitið lata vera við at senda gjaldførisprógv, um so er, at Tryggingareftirlitið hevur kravt, at tryggingarfelagið ger eina ætlan fyri endurskipan av fíggjarligu støðuni, sbr. § 151.  Orsøkin til hesa regluna er, at Tryggingareftirlitið kann forða fyri tænastuveitingum yvir landamørk, um so er, at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda.

 

Umframt kravið um upplýsingar, fer ásetingin í § 193, stk. 1 um at fíggjarfyritøkur og haldfelagsskapir skulu geva Tryggingareftirlitinum upplýsingar, sum eru neyðugar fyri virksemi hjá eftirlitinum, at gera tað møguligt fyri Tryggingareftirlitið at fáa enn fleiri upplýsingar.

 

Tryggingarfeløg kunnu einans bjóða tænastuveitingar í triðjalondum, um hetta er møguligt eftir lóggávuni hjá triðjalandinum.

 

Til § 32

Uppskotið er nýtt.

 

Ásetingin ber við sær, at stovnseting av dótturfeløgum í londum uttanfyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, eftir uppskotinum krevur loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

 

Ásetingin skal tryggja, at Føroyar halda Basel Komitéens Core Principles, sum siga, at tað skal vera møguligt at nokta loyvi til at seta á stovn dótturfeløg í útlandinum. Umtalaðu reglurnar eru bara beinleiðis galdandi fyri kredittfeløg, men av tí at sjónarmiðini aftanfyri regluna eru felags fyri øll fíggjarfeløg, verður skotið upp at lata regluna galda fyri tryggingarfeløg.

 

Treytirnar fyri at nokta at geva loyvi, eru tær somu sum í § 30, stk. 4 og stk. 6. Umsókn um loyvi skal latast inn, áðrenn dótturfelagið verður sett á stovn. Umsóknin skal innihalda upplýsingar, ið ger tað møguligt hjá Tryggingareftirlitinum at meta um, um fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarliga støðan hjá fyritøkuni eru ráðilig sum grundarlag fyri ætlaðu stovnsetingini – harundir hoyra upplýsingar um, hvar stovnsetingin er ætlað, upplýsingar um tað virksemið, sum ætlanin er at reka, og ta íløguna, ið tryggingarfelagið ger í samband við stovnsetingina.

 

Viðmerkjast skal, at  § 32 ikki bara fevnir um tryggingarfeløg, men øll dótturfeløg. Ásetingin skal sammetast við § 48, sum sigur, at Tryggingareftirlitið skal fáa fráboðan um ognan av týðandi ognarlutum í útlendskum fíggjarfeløgum.

 

Til § 33

Ásetingin gevur Tryggingareftirlitinum heimild til at áseta reglur fyri virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í øðrum londum enn ES-londum ella londum sum hava sett í gildið 3. ættarliðs direktivini, og har Tryggingareftirlitið tí sjálvt kann samráðast við staðbundna eftirlitið um uppgávubýtið.

 

Til § 34

Tryggingareftirlitið fer, í samsvar við ásetingina, at gera eina kunngerð um avhending av tryggingarmongdini hjá føroyskum tryggingarfeløgum, sum eru teknað gjøgnum tann fría stovnsetingarrættin ella tænastuveitingarrættin, har eisini mannagongdir eru at finna.

 

 

Partur III

 

Til kapittul 6

 

Til § 35

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 7 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin er eitt dømi um eina eftirlitsreglu, ið kann verða handhevja mótvegis útlendskum tryggingarfeløgum, ið reka virksemi her í landinum, av tí at hon er grundað á almenn atlit, undir hesum brúkaravernd.

 

Í stk. 1 eru krøv um at tryggingarfeløg og haldfelagsskapir skulu verða rikin samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøkið (góður skikkur). Reglur um góðan skikk skulu tryggja, at viðskiftafólkini kunnu hava álit á marknaðinum og tryggingarfeløgunum. Reglur um góðan skikk stuðla undir ein vælskipaðan tryggingarmarknað.

 

Um so er, at eitt mál um góðan skikk hevur víðfevndan ella prinsipiellan týdning, skal Tryggingareftirlitið leggja málið fyri Tryggingarráðið, ið ráðgevur Tryggingareftirlitinum um málið, áðrenn Eftirlitið tekur avgerð.

 

Tann, sum avgerð Tryggingareftirlitsins viðvíkur, kann leggja málið fyri Erhvervsankenævnet.

 

Mál, har einstaklingar ynskja, at avgerð verður tikin í einum ítøkiligum fíggjarrættarligum trætumáli t.e. viðvíkjandi einum spurningi, ið hevur fíggjarligan týdning, skulu framvegis viðgerast í “Ankenævnet for forsikring”. Vinnurekandi kunnu leggja tílík mál fyri dómstólarnar, eins og tey kunnu í dag. Í tann mun Tryggingareftirlitið fær tílíkar klagur, verður hetta fráboðað kæraranum.

 

Tryggingareftirlitið ansar einans eftir at almennrættarligar reglur verða hildnar og ger eina almenna meting av, um avtalur hjá tryggingarfeløgum og treytir mótvegis viðskiftafólkum eru í samsvari við hesum.

 

Tann borgararættarliga metingin liggur uttan fyri lógarásetta eftirlitsøkið.

 

Brot á almennrættarligar reglur um góðan skikk hevur ikki uttan víðari við sær, at tann ítøkiliga avtalan millum tryggingarfelagið og tryggingartakaran er ógildug ella óvirkin. Ein slík meting av avtaluni skal sum higartil vísast til “Ankenævnet for forsikring” til avgerðar ella leggjast fyri vanligu dómstólarnar.

 

Tá Tryggingareftirlitið tekur avgerð um, at eitt fíggjarfelag hevur brotið reglurnar um góðan skikk á virkisøkinum, áleggur Tryggingareftirlitið felagnum at rætta hesi viðurskifti. Hetta hevur við sær, at felagið ger Tryggingareftirlitinum kunnugt at tað skjótast gjørligt fer at broyta átaluverdu framferðina, og at felagið tillagar komandi siðvenju í samsvari við avgerð Tryggingareftirlitsins sbr. § 194.

 

Til § 36

Í ásetingini verður eitt forboð ásett móti vinnuligari millumgongu av beinleiðis føroyskum váða til tryggingarfeløg, ið ikki lógliga kunnu reka virksemi í Føroyum.

 

Ásetingin tryggjar, at avdekningur av beinleiðis føroyskum váða verður gjørdur í tryggingar-feløgum, sum antin hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum ella hava boða Tryggingareftirlitinum frá, at virksemi verður rikið í Føroyum umvegis ES-reglur um virksemi tvørtur um landamørk.

 

Ásetingin, ið hevur neyvt samanhang við reglurnar um loyvi til at reka tryggingarvirksemi, er somuleiðis ein brúkaraverndarregla, ið er við til at forða fyri tekning av tryggingum umvegis yrkismillumgongumenn, ið virka á ólógligan hátt, og har kundin í trætumálum við tryggingarfelagið, uttan at vita av tí, kann verða fevndur av fremmandum rætti og varnartingi. 

 

 

Til § 37

Sambært ásetingini kann afturumsett fæfeingi ikki hava heitið lánsbrøv, av tí at tað við hesum verður greinað, at hesi pappír ikki hava somu trygd sum realkredittláns- ella landsskuldarbrøv.

 

Skotið verður upp, at víðka ásetingina til eisini at fevna um blandings kjarnufæfeingi (hybrid kernekapital), ið eitt tryggingarfelag útgevur sum hópskuldarbrøv.

 

Ásetingin viðvíkur bara afturumsettum fæfeingi. Onnur lán, ið eitt tryggingarfelag tekur, eru ikki fevnd av ásetingini. Um kravið til heitið á fæfeinginum ikki er lokið, kann fæfeingið ikki verða íroknað í uppgerðina av grundarfæfeingi tryggingarfelagsins.

 

Til § 38

Ásetingin ásetir eitt forboð ímóti at bjóða lánsfígging til keyp av fæfeingisinnskoti. Reglurnar hava týdning í førum, har eitt tryggingarfelag fær afturumsett fæfeingisinnskot fevnt av § 88.

 

Ásetingin skal forða fyri, at tryggingarfeløg, ið hava beinleiðis áhuga í at útvega ískoytisfæfeingi o.a., ávirka viðskiftafólk til eina lánsfígging av hesum. Forboðið er vent móti tilboðum um lánsfígging til tekning av ískoytisfæfeingi og ábyrgdar innskotsfæfeingi við tilvísing til ein væntaðan vinning samsvarandi rentumuninum.

 

Hvørt marknaðarføringin hjá tryggingarfeløgum av lánsfæfeingi og lánsfígging annars er loyvd, verður regulerað av regluni um góðan skikk í § 35, stk. 1.

 

Til § 39

Ásetingin er framhald av samsvarandi ásetingum í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin varðveitir eitt forboð ímóti í Føroyum at tekna lívstryggingar við deyðadekningi og uppá børn undir 8 ár. Reglan er sett í uppskotið, av tí at vanliga fatanin er, at eitt ótarnað høvi til at fáa peningaligan fyrimun við deyða triðjamans við lívstryggingartekning, verður hildið at hava við sær vanda fyri revsiverdum atburði. Endamálið við ásetingini er at virka móti hesum vanda, undir hesum vandanum fyri spekulatión í deyðanum hjá yngri børnum.

 

Stk. 1, nr. 1 og 2 eru dømir um serstakar føroyskar reglur innan tryggingareftirlitslóggávuna, sum kunnu varðveitast mótvegis ES-feløgum, av tí at tær eru grundaðar á almenn atlit sbrt. lívs-tryggingardirektivi og 3. skaðatryggingardirektivi. Tryggingareftirlitið ger sostatt feløg úr londum, ið hava gjøgnumført 3. ættarliðsdirektivini, og sum ætla at reka virksemi í Føroyum, antin umvegis eina deild ella sum tænastuveitingarvirksemi, varug við innihaldið í regluni. Hinvegin er reglan ikki galdandi fyri føroysk feløg í útlandinum.

 

Tryggingareftirlitið kann sambært stk. 2 í ásetingini gera frávik frá stk. 1, nr. 1 og 2. Reglan um frávik er serliga ætlað tryggingum á børn, av tí at tað verður mett at vera trupult at vísa á  eina støðu, har tað hevur týdning at royna at fáa undantaksloyvi frá Tryggingareftirlitinum til at tekna eina lívstrygging, sum tryggingartakarin ikki hevur kunnað fingið persónligt samtykki frá tí tryggjaða til. Viðvíkjandi tekning av tryggingum á børn, kann serliga ættarliðsskiftistrupulleikin í summum førum hava við sær, at tað hevur týdning at tekna lívstrygging á lívið hjá einum barni. Í málum, har danska fíggjareftirlitið hevur gjørt frávik, hevur tað verið avgerandi, at tað kundi skjal-prógvast, at tað var ein ítøkiligur tørvur á at avdekka ein viðkomandi váða.

 

Stk. 3 var sett í uppskotið orsakað av, at tað tá lívstryggingardirektivið varð samtykt,  ikki longur varð loyvt at gera frammanundan skipað eftirlit við tryggingartreytunum hjá lívstryggingarfeløgum. Orsakað av at tað kann vera neyðugt at gera leiðreglur viðvíkjandi innihaldi í tryggingartreytunum (minstukrøv), verður skotið upp, at Tryggingareftirlitið fær heimild til at gera slíkar leiðreglur. 

 

Reglan er ein avleiðing av, at tryggingartreytir ikki longur skulu góðkennast av ella fráboðast Tryggingareftirlitinum. Av tí at tryggingartreytirnar, ið eru ásettar ella góðkendar av Tryggingar-eftirlitinum ella øðrum almennum myndugleikum, kunnu hava fyrivarni um avmarking í tryggingar-deknaðinum, t.d. tá tað er kríggj, kann tørvur vera á at gera leiðreglur viðvíkjandi innihaldinum í tryggingartreytunum (minstukrøv). Harafturímóti verða tað ikki gjørdar rættarreglur, ið viðvíkja viðurskiftum, ið eru regularað í lógini um tryggingarvirksemi. Tryggingareftirlitið hevur enn ikki nýtt hesa heimild, men reglan kann m.a. verða nýtt, um so er, at tørvur verður á hesum t.d. fyri at nágreina regluna um bónus.

 

Til § 40

Við hesum uppskotið verða galdandi reglur í § 178 í lógini um tryggingarvirksemi tiknar úr gildi. Í staðin verður skotið upp at heimila Tryggingareftirlitinum at gera reglur um tær upplýsingar, sum eitt tryggingarfelag skrivliga skal lata, áðrenn ein tryggingaravtala verður gjørd og í framhaldandi kundaviðurskiftunum. Ásetingin verður framd innan fyri karmarnar í EF-direktivum á fíggjarøkinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Hesar reglur verða ásettar í einari kunngerð um kunning frá tryggingarfeløgum til kundan, tá ein lívstryggingaravtala verður gjørd.

 

Ongin broyting er ætlað innan virkisøkið hjá ásetingini. Við nýggju orðingini er ikki ætlað nøkur avmarking í galdandi upplýsingarskylduni hjá lívstryggingarfeløgum.

 

Við heimild í ásetingini kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari reglur um tær nágreiniligaru upplýsingarnar, sum eitt tryggingarfelag skal geva, í sambandi við at ein skaðatryggingaravtala verður gjørd, í førum har ein skaðatryggingaravtala verður bjóðað eftir reglunum um frían stovnsetingarrætt og frítt skifti av tænastuveitingum.

 

Til § 41

Ásetingin er nýggj og tryggjar, at brúkarar hava lættari atgongd til at siga upp tryggingar, ið eru teknaðar privat.

 

Til § 42

Henda áseting fremur gildissetan av art. 3, stk. 6 í ES-parlamentsins og –Ráðsins, direktiv 2002/92/EF frá 9. desember 2002 um sølu av tryggingum (EF-tíðindi 2003 nr. L 9, s. 3)(direktiv um sølu av tryggingum). Ásetingin hevur við sær, at tryggingarfeløg, tá tað bara snýr seg um sølu av tryggingarvørum/tænastum, kunnu nýta vinnurekandi, ið lúka treytirnar í lógini um sølu av tryggingum, fyri at verða skrásett í eitt alment yvirlit yvir persónar, ið selja tryggingar. Tryggingarfeløgini kunnu sostatt bara gera avtalur um sølu av tryggingum við vinnurekandi, ið lúka treytirnar til skráseting, og hava vitan um tær tryggingarvørur, ið verða seldar.

 

Til § 43

Ásetingin er framhald av samsvarandi reglu í § 79 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin hevur við sær møguleikan til at ógilda lívstryggingarskjøl uttan dómsúrskurð. Tað er ein fyritreyt fyri at nýta regluna, at lívstryggingarskjalið er umfaraskjal (negotiabelt) sambært reglunum um umfaraskjøl í §§ 113 og 114 í lóg um tryggingaravtalur, sum í stóran mun samsvarar vi𠧧 14-21 í gældsbrevloven.

 

Til § 44

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 142 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Í ásetingini verður staðfest, at loyvi hjá einum tryggingarfelag til at tekna bygningsbrunatrygging sum høvuðsregla hevur við sær, at felagið hevur skyldu til at skriva sáttmála um næstan ein og hvønn bygning.

 

Tað er atlitið til realkredittin, ið er grundarlag fyri hesi reglu, ið tryggjar, at ein tryggingartakari altíð hevur møguleika til at tekna eina bygningsbrunatrygging.

 

Skyldan kann verða avmarkað av ásetingum í viðtøkum felagsins ella loyvi tess. Avmarkingin kann verða landafrøðilig ella viðvíkja frávali av ávísum bygningum t.d. bygningum við hálmtekju.

 

Undantakið frá tryggingarskylduni í stk. 2, nr. 1 fevnir partvíst um bygningar, ið ikki eru lógliga bygdir, og partvíst um bygningar, ið eru innrættaðir í stríð við aðrar brunafyribyrgjandi ásetingar. Undantakið í stk. 2, nr. 2 er serliga ætlað avtoftaðum gørðum og øðrum bygningum, ið av royndum hava stóran brunavanda við sær. Tað er ein fyritreyt, at henda áseting bara verður nýtt, har tað snýr seg um ein munandi øktan vanda fyri viðkomandi bygning, so at felagið ikki kann skjóta frá sær at tryggja ein og hvønn bygning, ið ikki verður nýttur.

 

Til § 45

Ásetingin er framhald av samsvarandi reglum í § 143 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Í ásetingini verður staðfest, at felagið ikki kann slíta eina bygningsbrunatrygging, hóast tað at tryggingargjald ikki er goldið, og at kundin ikki kann siga upp tryggingaravtaluna, uttan at samtykki er fingið frá øllum tinglýstum rættindahavarum, uttan í førum har tað at felag verður skift ikki hevur við sær, at rættarstøðan hjá hesum verður verri.

 

Stk. 1, er frávik frá vanligu regluni í § 13 í forsikringsaftaleloven.  um rættin hjá tryggingarfelagi til at siga upp tryggingaravtalu, orsakað av at tryggingargjald ikki er goldið. Tað er harumframt ein víðkan av serligu regluni í § 87 í “forsikringsaftaleloven um týdningin av, at tryggingargjald til bygningsbrunatrygging ikki er goldið. Reglan er eins og § 87 í forsikringsaftaleloven grundað á atlitið til veðhavaran, men er mótsett hesi reglu eisini galdandi í mun til ognaran av ognini. Reglan skal annars síggjast saman við stk. 3, ið gevur tryggingarfelagnum pantingarrætt í staðin fyri tann manglandi uppsagnarmøguleikan.

 

Avmarkingin í stk. 2 í møguleikanum hjá kundanum at enda tryggingina er eisini grundað á atlitið til veðhavaran og aðrir ánarar av tinglýstum rættindum yvir ognini.

 

Tá skift verður til annað tryggingarfelag, er tað tryggingarfelagið, ið letur frá sær, ið skal ansa eftir, at felagið, ið tekur ímóti, kann tekna bygningsbrunatrygging, uttan at rættarstøðan hjá tinglýstu rættindahavarunum verður verri.   

 

Í stk. 3 verður staðfest at tryggingarfelagið hevur pantingarrætt fyri vantandi bygnings-brunatryggingargjaldi o.a.

 

Reglan skal lesast saman við regluni í stk. 1 um tann vantandi uppsagnarmøguleikan hjá felagnum. Avleiðingin av, at felagið hevur pantingarrætt í ognini hjá tí tryggjaða í 1 ár frá síðsta gjalddegi fyri tryggingargjøld, afturatkomnar rentur o.a. og pantingarrætt fyri gjøld, er, at felagi, ið hevur teknað bygningsbrunatryggingina, í roynd og veru ongan váða hevur, í sambandi við at felagið ikki kann slíta tryggingaravtaluna orsakað av vantandi tryggingargjaldi.

Í stk. 4 fær Tryggingareftirlitið heimild til at áseta minstukrøv til tekningina av bygningsbrunatrygging, sum tryggingarfeløg gera.

 

 

Partur IV

 

Til kapittul 7

 

Til § 46

Ásetingin hevur reglur um atgongd til at eiga og hava ræði á týðandi fæfeingislutum í einum fíggjarfelag ella einum haldfelagsskapi. 

 

Tað, sum liggur til grundar fyri ásetingini er, at ognarskarin í einum tryggingarfelagi ella einum haldfelagsskapi, fremur eina munandi ávirkan á rakstur felagsins. Likamligir ella løgfrøðiligir persónar, sum myndugleikarnir ikki hava nóg stórt álit á, skulu verða forðaðir í at eiga eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskap, av tí at vandi er fyri, at hesi ikki vilja virka við til at tryggja ein ráðiligan rakstur av felagnum.

 

Sambært stk. 1 skal Tryggingareftirlitið frammanundan fáa fráboðan um og góðkenna, tá onkur beinleiðis ella óbeinleiðis ognar sær ein serligan lut í einum tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi. Ikki fyrr enn góðkenning frá Tryggingareftirlitinum fyriliggur, er viðkomandi heimilaður at ogna sær lutir. Ein serligur lutur er allýstur í § 5, stk. 3.  

 

Tryggingareftirlitið skal somuleiðis frammanundan fáa frásøgn um og góðkenna eina og hvørja seinni hækkan av serligum lutum, ið fáa samlaða ognarlutin upp á ella yvir eitt mark á 20 prosent, 33 prosent, 50 prosent ella sum hevur við sær, at tryggingarfelagið verður eitt dótturfelag.

 

Tað sama er galdandi fyri haldfelagsskapir.

 

Um so er, at ognan av einum serligum luti í einum haldfelagsskapi hevur við sær, at partaeigarin fær slíka stýrandi ávirkan á haldfelagsskapin, at partaeigarin við hesum óbeinleiðis kemur at eiga ein serligan lut í haldfelagsskapinum, so at ognanin bæði viðvíkur fíggjarfelagnum og haldfelagsskapinum, skal bara ein umsókn latast Tryggingareftirlitinum.

 

Ein góðkenning frá Tryggingareftirlitinum av, at ein ávísur partaeigari ognar sær 10 prosent, hevur ikki við sær, at Tryggingareftirlitið er avskorið frá at sýta fyri at góðkenna ognanina hjá hesum partaeigara av t.d. 10 prosentum afturat, har samlaði luturin kemur upp á 20 prosent. Tryggingareftirlitið kann, sæð í ljósinum av royndunum við viðkomandi ognara, sýta fyri at góðkenna hesa hækkan av lutinum. 

 

Um so er, at eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur í einum øðrum ES-limalandi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ætlar at ogna sær ein serligan lut í einum føroyskum tryggingarfelag, skal Tryggingareftirlitið altíð, áðrenn ein avgerð verður tikin, spyrja seg fyri hjá eftirlitsmyndugleikanum í heimlandinum hjá viðkomandi fíggjarfelag ella haldfelagsskapi. Tað sama er galdandi, um so er at ognarin er eitt móðurfelag hjá einum fíggjarfelag í einum øðrum limalandi ella ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ið hevur ræði á einum fíggjarfelagi í einum øðrum limalandi. 

 

Tryggingareftirlitið kann sambært ásetingini bara góðkenna, at ein partaeigari ognar lutir og hækkar hesar, um so er, at viðkomandi partaeigari ikki verður mettur at arbeiða ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum. Møguleikin til at góðkenna viðkomandi partaeigara kann t.d. nýtast til at vísa burtur partaeigarar, sum hava virkað við til eina óskynsama og óskynsama umsiting av øðrum fíggjarfeløgum.

 

Sambært stk. 3 hevur Tryggingareftirlitið eina freist uppá 3 mánaðir til at taka avgerð um, hvørt ein ognan av einum luti kann verða góðkend. Freistin verður roknað frá tí, at Tryggingareftirlitið hevur móttikið eina nøktandi fráboðan um ætlaðu ognanina av lutinum.

 

Um so er, at ein fráboðan er so ófullfíggjað, at Tryggingareftirlitið ikki kann taka avgerð, tekur freistin ikki við, fyrr enn Tryggingareftirlitið hevur fingið ískoytisupplýsingar, og fráboðanin harvið verður mett at vera nøktandi.

 

Sambært stk. 4 kann Tryggingareftirlitið í síni góðkenning áseta eina freist fyri fremjan av ognan av hugsaðum lutum. Verður freistin ikki hildin, dettur góðkenningin burtur.

 

Sambært stk. 5 er møguleiki fyri, at Tryggingareftirlitið fyribils kann steðga viðgerð av umsóknum eftir stk. 1, um so er, at ognarin er ein fyritøka, ið hevur bústað uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.

 

Reglan er knýtt at EF-direktivum á fíggjarøkinum sbr. fylgiskjal A, sambært hvørjum ES-nevndin skal kanna, hvørjar forðingar eru hjá fíggjarfeløgum í ES at reka virksemi í triðjalondum. Um so er, at triðjalandið ikki gevur fíggjarfeløgum frá ES møguleika at reka virksemi í viðkomandi landi, ið samsvara við tann møguleika, sum ES gevur fíggjarfeløgum frá triðjalondum, kunnu samráðingar við viðkomandi land setast í verk. Samstundis kann tað verða ásett, at limalondini fyribils skulu steðga viðgerð av umsóknum frá fyritøkum úr viðkomandi landi um ognan inna fyri tey mørk, ið eru ásett í stk. 1. Ætlanin er ikki, at reglan skal verða nýtt í øðrum førum enn hesi, sum eru nevnd í direktivinum. Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 193, stk. 5.

 

Sambært stk. 6 skulu fæfeingisognarar, ið hava ein lut uppá minst 10 prosent og sum ætla at minka henda lut, so at hann kemur undir eitt av teimum í stk. 1 ásettu mørkum, boða Tryggingareftirlitinum frá hesum og tilskila støddina av ætlaða framtíðar lutinum. Reglan gevur Tryggingareftirlitinum møguleika fyri at fylgja við størri broytingum í ognan av serligum lutum í sambandi við sølu. Tað snýr seg um eitt krav um fráboðan frammanundan.

 

Sambært stk. 7 skal eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur, tá hesi fáa kunnleika til avhendingar, ið hækka ella minka lutin í mun til tey mørk, ið eru tilskilað í stk. 1, beinanvegin fráboða Tryggingareftirlitinum hesi viðurskifti.

 

Sambært stk. 8. skulu tryggingarfeløg og haldfelagsskapir í februar mánað fráboða nøvnini á teimum fæfeingisognarum, ið pr. 31. desember árið frammanundan áttu ein serligan lut í viðkomandi felag, umframt støddina á hesum fæfeingislutum. Fráboðanin ger, at Tryggingareftirlitið hevur møguleika fyri at staðfesta, um umsóknarskyldan sambært stk. 1 og fráboðanarskyldan sambært stk. 6 eru hildnar. Um so er, at ongin broyting er í mun til fráboðanina frá árinum frammanundan, er tað nóg mikið bara at fráboða tað.

 

 

Til § 47

Ásetingin gevur Tryggingareftirlitinum møguleika til at seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at serligum lutum, ella at áleggja tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum at fylgja ávísum leiðreglum.

 

Stk. 1 gevur Tryggingareftirlitinum møguleika til at seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at fæfeingislutum, hvørs ognarar arbeiða ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum, ella til at áleggja felagnum at halda ávísar leiðreglur. Í hesum stk. er “fullgóður rakstur” broytt til “skynsom og fullgóð umsiting”. Víst verður til viðmerkingarnar til § 46, stk. 2 hesum viðvíkjandi. Ein álegging við ávísum leiðreglum miðar ímóti av nýggjum at etablera eina varisliga og sunna framgongd. Við skynsama og fullgóða umsiting skilst umsiting á búskaparliga økinum. Um so er, at viðkomandi ognari, t.d. í sambandi við ognarrætt ella leiðslu í øðrum fyritøkum, hevur víst seg at vera óegnaður til at reka virksemi á ein búskaparliga fullgóðan hátt, t.d. um so er, at viðkomandi er dømdur fyri búskaparligt lógarbrot, kann atkvøðurætturin verða ógildaður.

 

Sambært stk. 2 kann Tryggingareftirlitið seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at fæfeingislutum, hvørs ognarar ikki hava hildið skylduna sambært § 46, stk. 1, um frammanundan at boða Eftirlitinum frá ognan ella hækkan av fæfeingislutinum.

 

Um so er, at tryggingareftirlitið seinni góðkennir viðkomandi íløgu, fáa fæfeingislutirnir aftur sín atkvøðurætt. Avgerðir, ið sambært partafelagslógini lógliga eru tiknar í tíðarskeiðinum, har fæfeingislutirnir eru uttan atkvøðurætt, eru fult gildugar, eisini aftaná at atkvøðurætturin er fingin í rættlag aftur. 

 

Sambært stk. 3 skal Tryggingareftirlitið seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at fæfeingislutum, ið eru ognaðir, hóast Tryggingareftirlitið hevur sýtt fyri at góðkenna ognanina. Ógildanin av atkvøðurættinum útihýsir ikki, at tað samstundis verða nýttir aðrir møguleikar til tess at steðga  ólógligu støðuni t.e. áleggingar, revsiatgerðir og tvingsilsráð. 

 

Í stk. 4 verður staðfest, at um so er, at Tryggingareftirlitið hevur sett atkvøðurættin úr gildi, kann fæfeingisluturin ikki verða íroknaður í uppgerðina av tí á aðalfundinum umboðaða fæfeingi, ið atkvøðurættur er knýttur at. Reglan skal stuðla undir, at avgerðir kunnu verða tiknar í felagnum, uttan mun til um Tryggingareftirlitið hevur sett úr gildi atkvøðurættin til ein týðandi part av felagsins fæfeingi. Onnur rættindi, ið fæfeingisognarar hava t.d. útloysingarrætt og rætt til vinningsbýti, detta ikki burtur orsakað av, at Tryggingareftirlitið hevur sett atkvøðurættin úr gildi. 

 

Til § 48

Í ásetingini verður staðfest, at Tryggingareftirlitið frammanundan skal hava fráboðan um føroysk  tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, sum ogna sær ella hækka ein serligan lut í einum útlendskum fíggjarfelag. 

 

Stk. 1 tryggjar, at Tryggingareftirlitið verður kunnað, tá tryggingarfeløg og haldfelagsskapir ogna sær og hækka serligar lutir í útlendskum fyritøkum, ið reka tryggingarvirksemi. 

 

Av tí at ognan av serligum lutum í útlendskum tryggingarfeløgum er heft at sama váða, sum ognan av serligum lutum í føroyskum fyritøkum, verður staðfest, at tryggingarfeløg og haldfelagsskapir hava skyldu til at boða Tryggingareftirlitinum frá um ognan og hækkan av serligum lutum í nevndu útlendsku fyritøkunum.

 

Eitt og hvørt slag av ognan, undir hesum stovnan av dótturfelag, er fevnt av ásetingini.

 

Í stk. 2 verður staðfest at Tryggingareftirlitið eisini skal fáa fráboðan, tá lutir verða avhendaðir ella fara niður um mørkini í stk. 1.

 

Stk. 3 hevur krøv um eina røð av upplýsingum, ið skulu latast við, tá tað snýr seg um ognan, harundir stovnseting av einum dótturfelag. Krøvini samsvara við tey krøv um upplýsingar, ið verða sett sambært § 31, stk. 1-3 tá deild í útlandinum verður sett á stovn.

 

Í stk. 4 verður staðfest, at um broyting er í viðurskiftum, ið eru fráboðað sambært stk. 3, skal tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin eisini boða tryggingareftirlitinum frá, um so er, at broytingar verða gjørdar í hesum viðurskiftum.

 

 

 

 

Til kapittul 8

 

Til § 49

Ásetingin ásetir reglur um, at leiðslan (nevndarlimir, varafólk fyri nevndarlimirnar eins og stjórar) skal uppfylla krøvini um førleika og heiðursemi.

 

Tryggingareftirlitið fær, sum nakað nýtt, sambært uppskotinum til § 197, heimild at krevja av einum virknum tryggingarfelagið, at felagið koyrir stjóran úr starvið, um so er, at viðkomandi ikki megnar at vera í starvinum undir treytunum, ið eru nevndar í stk. 2, nr. 1-4. Avgerðin um at krevja av tryggingarfelagnum at koyra stjóran úr starvi verður tikin í Tryggingarráðnum, sum sambært § 191, stk. 4, nr. 1, tekur avgerð í eftirlitsmálum, ið hava meginregluligan týdning.

 

Um so er, at ein nevndarlimur í einum virknum tryggingarfelagið, ikki verður mettur at uppfylla krøvini um førleika og heiðursemi, og tryggingarfelagið ikki bøtir um hetta, so kann Tryggingar-eftirlitið sambært § 133, stk. 1, taka aftur loyvi felagsins.

 

Tá eitt tryggingarfelag verður stovnað, kann Tryggingareftirlitið nokta at geva loyvi til tryggingarfelagið, um so er, at ein limur í nevnd ella stjórn tryggingarfelagsins ikki lýkur krøvini, ið eru nevnd í § 10, stk. 1, nr. 2 í lógini.

Avgerðin um at nokta at geva einum tryggingarfelag loyvi, ella afturtøka av loyvi tryggingarfelagsins verður tikin av Tryggingarráðnum.

 

Stýrislimir og stjórar, ið ikki eru samdir við Tryggingareftirlitinum í avgerðini, kunnu sambært § 214, stk. 1 í lógini leggja avgerðina fyri Erhvervsankenævnet, ið kann gera av, at tílíkar kærur skulu verða steðgandi.

 

Sambært stk. 2 viðvíkjandi krøvunum um at nevndarlimir og stjórar skulu hava førleika og heiðursemi, so skulu limir í nevndini ella stjórnini í einum fíggjarfelag, tá loyvi verður givið ella tá tikið verður við tílíkum starvi í einum áður stovnaðum fíggjarfelag, uppfylla krøvini um førleika og heiðursemi.

 

Fyri at lúka reglurnar skulu limir í nevnd og stjórn, tá hesir taka við antin sum stjórnarlimur ella stjóri í einum tryggingarfelag, ið er undir eftirliti, lata upplýsingar til Tryggingareftirlitið. Upplýsingarnar vera partur av meting Tryggingareftirlitsins av, um viðkomandi hevur førleika og heiðursemi sambært lógini. Tryggingareftirlitið ger vegleiðing um krøv í lógini til førleika og heiðursemi hjá stjórum, nevndarlimum og partaeigarum.

 

Um so er, at ein ella fleiri limir í nevnd ella stjórn tryggingarfelagsins ikki eru mettir at uppfylla krøvini um førleika og heiðursemi, so kann Tryggingareftirlitið sum revsing nokta at geva loyvi til at reka tryggingarvirksemi ella taka aftur loyvi at reka tryggingarvirksemi hjá viðkomandi tryggingarfelag. Hesar ásetingar eru nevndar í § 133, stk. 1.

 

Tryggingareftirlitið verður í royndum afturhaldandi við at nýta lógarheimildina. Hetta kemst av, at inntrivið er so mikið álvarligt, og hevur so umfatandi avleiðingar fyri samfelagið, at henda atgerðin bert verður nýtt í serstakliga álvarligum førum. Á sama hátt kann afturtøka av loyvinum hjá einum tryggingarfelag verða ein órímilig revsiatgerð, við tað at afturtøka av loyvinum aloftast førir við sær eina tílíka kreppustøðu fyri felagið, soleiðis at tað gerst neyðugt at taka felagið av. Hesar heimildir um inntriv hava tískil vanliga størstan týdning í teimum førum, tá felagið verður sett á stovn. Í hesum førum kann Tryggingareftirlitið nokta at geva loyvi til eitt tryggingarfelag, um so er, at ein leiðslulimur ikki verður mettur at hava førleika og heiðursemi.

 

Sambært ásetingini í § 197 kann Tryggingareftirlitið áleggja einum tryggingarfelag at koyra ein lim í stjórnini úr starvi, um so er, at viðkomandi ikki kann røkja starvið ella uppgávuna á nøktandi hátt.

 

Sambært altjóða standardum, ið eru givnir av International Association of Insurnace Supervisors (IAIS), so er tað ein treyt, at eitt virki og nøktandi eftirlit hevur heimildir til at gera inntriv, soleiðis at nøktandi kanningar kunnu setast í verk fyri at tryggja, at viðkomandi persónar eru mettir at hava førleika og heiðursemi. Heimildirnar um inntriv skulu samstundis virka fyri, at eftirlitsmyndugleikin kann koyra ein leiðslulim úr starvi, um viðkomandi ikki á fullgóðan hátt røkir starv sítt.

 

Tilmælta ásetingin hevur sostatt til endamáls at økja um aðrar heimildir um inntriv hjá Tryggingareftirlitinum við atliti til, at Tryggingareftirlitið kann halda altjóða eftirlitsstandardar á økinum. Tilmælta ásetingin setur afturat hesum í verk artikkul 6, stk. 1, 2. part í direktivi 2000/12/EF hjá Europa-Parlamentinum og Ráðnum um atgongd til at taka upp og fremja virksemi sum kredittstovnur.

 

Ein limur í nevnd og stjórn tryggingarfelagsins skal sambært stk. 1 hava nøktandi royndir til tess at røkja starvið ella uppgávuna. Hetta verður kannað, tá stjórnarlimurin ella stjórin tekur við starvinum ella uppgávuni.

 

Sambært stk. 2, nr. 1, kann ein limur í nevndini ella stjórnini ikki røkja starvið ella uppgávuna sum ávikavist nevndarlimur ella stjóri, um so er, at viðkomandi hevur framt brot á revsilógina ella løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Mett verður í tílíkum førum um, hvørt viðurskiftini eru grundarlag fyri veruligum vanda fyri, at starvið ella uppgávan framhaldandi eisini fara at verða misnýtt, ella um viðkomandi hevur borið seg at á ein so óløgligan og siðleysan hátt, at mett verður, at viðkomandi ikki fer at røkja starvið ella uppgávuna sum ávikavist nevndarlimur ella stjóri á nøktandi hátt. Tað eru sostatt ikki øll brot á revsi- og serlóggávuna, ið hava við sær, at Tryggingareftirlitið leggur uppí. Longu nú hava nevndarlimir og stjórar sambært siðvenju Tryggingareftirlitsins skyldu at boða frá, um so er, at teir eru dømdir fyri brot á reglurnar í kapitli 28 og 29 um ríkingarbrotsverk og aðrar revsiverdar ognarvanærur (formuekrænkelser) í revsilógini. Hetta er eisini ásett í vegleiðing frá Tryggingareftirlitinum um krøv til at stjórar, nevndarlimir og parta-eigarar skulu verða mettir at hava førleika og heiðursemi.

 

Talan er bert um framhald av higartil nýttari umsitingarligari siðvenju, tó soleiðis at brot á alla lóggávu av týdningi fyri fíggjarliga økið verður havt í huga. Revsiverdu viðurskiftini skulu verða staðfest við dómi ella við at nevndarlimurin ella stjórin hevur tikið við sektaruppskoti, sbr. § 931 í rættargangslógini. Ásannan av insiderhandli og ein bót, ið er fingin í hesum sambandi, kunnu t.d. vera orsøk til, at Tryggingareftirlitið áleggur einum tryggingarfelag at koyra ein stjóra úr starvi, sbr. § 197, ella, tá talan er um nevndarlimir, at loyvi tryggingarfelagsins verður tikið aftur, sbr. § 133, stk. 1.

 

Eru revsiverdu viðurskiftini dømd í útlandinum, er hetta á sama hátt grundarlag fyri, at Tryggingareftirlitið kann leggja uppí.

 

Sambært nr. 2 kann ein stjórnarlimur ikki røkja starvið ella uppgávuna sum ávikavist nevndarlimur ella stjóri, um so er, at viðkomandi hevur fráboðað gjaldsteðg, er farin á húsagang, hevur latið inn umsókn um skuldarumskipan ella samráðingar um neyðskuldarsemju eru byrjaðar.

 

Sambært nr. 3 kann Tryggingareftirlitið koma upp í leikin yvirfyri einum limi í nevndini ella stjórnini um so er, at búskaparstøðan hjá viðkomandi ella feløg, ið viðkomandi eigur ella hevur luttikið í rakstrinum av, hava elvt til, at tryggingarfelagið hevur havt undirskot, ella vandi hevur verið fyri undirskoti. Hetta er framhald av siðvenju Tryggingareftirlitsins. Siðvenjan er grundað á, at tað verður mett at vera trupult, at ein persónur, hvørs bindingar hava elvt til at tryggingarfelagið hevur havt undirskot, ella vandi hevur verið fyri undirskoti, tekur lut í leiðsluni í einum tryggingar-felag, við tað at hildið verður, at viðkomandi ikki er førur fyri at gera nøktandi objektivar metingar. Samstundis verður hildið, at nevndin er betur egnað at viðgera t.d. eina binding, tá málið ikki viðvíkur einum starvsfelaga í nevndini ella einum stjóra.

Mett verður, at ásetingin verður at nýta í teimum førum, tá ein nevndarlimur ella ein stjóri ikki er førur fyri at lúka búskaparligu skyldur sínar, so hvørt hesar fella til gjaldingar, og hervið elvir til, at fíggjarfelagið fær undirskot ella at vandi er fyri undirskoti. Mælt verður eisini til at nýta ásetingina í teimum førum, tá ógreiða er í búskaparligu støðuni hjá nevndarliminum ella stjóranum á ein tílíkan hátt, at hesi viðurskifti aleina verða hildin at verða serstakliga tyngjandi fyri, at hægri leiðslan í fíggjarfelagnum kann verða røkt. Mælt verður harafturat til at nýta ásetingina í teimum førum, tá talan er um bindingar, ið eru í troti, við fyritøkur, sum nevndarlimurin eigur, eins og fyritøkur, har nevndarlimurin sjálvur er stjóri ella nevndarlimur. Í hesum førum verður gjørd ein ítøkilig meting av orsøkini til at bindingin fór í trot.

 

Í nr. 4 verður mælt til, at Tryggingareftirlitið fær heimild til at seta tiltøk í verk yvirfyri einum limi í nevndini ella stjórnini, um so er, at viðkomandi hevur sýnt slíkan atburð, at orsøk er til at halda, at hann ikki kann røkja starvið ella uppgávuna á fullgóðan hátt.

 

Treytin fyri at nýta ásetingina er, at Tryggingareftirlitið er kunnað um, at viðkomandi áður hevur sýnt slíkan atburð, soleiðis at vandi er fyri, at starvið ella uppgávan sum nevndarlimur ella stjóri ikki verður røkt á fullgóðan hátt. Talan kann t.d. verða um, at tað er eyðsýnt, at leiðslan svíkur og álegging ella boð frá almennum myndugleikum ikki verða hildin, ella at grovari dømi um misnýtslu hava verið atvoldin til trupulleikarnar í teimum fyritøkum, har viðkomandi áður hevur tikið lut í leiðsluni, sum nevndarlimur ella stjóri. Afturat hesum kann kunnleiki um, at viðkomandi í fleiri førum hevur verið partur av leiðsluni í fyritøkum, ið eru farnar á húsagang, uttan tó at dómur er fallin fyri brot á revsilógina, verða grundarlag fyri, at Tryggingareftirlitið koyrir viðkomandi úr starvi. Tryggingareftirlitið kann at enda gera inntriv, um so er, at ein limur í nevndini ella stjórnini ferð eftir ferð hevur virka óreiðiligt, t.d. við at lata vera við at gera eftir krøvum um góða umsitingarliga siðvenju og roknskaparsiðvenju, ella við at lata vera við at seta í verk nøktandi eftirlitsmannagongdir, ella, í teimum førum, tá órøkt, ósketni ella óvirkni hava elvt tryggingarfelagnum skaða.

 

Í stk. 3 verður mælt til, at limir i nevndini og stjórnini hava skyldu at geva Tryggingareftirlitinum upplýsingar um tey viðurskifti, ið eru nevnd í stk. 2.

 

Til § 50

Ásetingin neyvlýsir, at nevndin skal gera eina starvsskipan fyri arbeiðið hjá nevndini. Ásetingin samsvarar § 56, stk. 4, í partafelagslógini. Tryggingareftirlitið ásetir í vegleiðing eftirlitsins sambært § 56, stk. 2, í lógaruppskotinum, nøkur minstukrøv til innihaldið í starvsskipanini.

 

Til § 51

Ásetingin er framhald av ásetingini í § 42 í galdandi eftirlitslóggávu. § 60, stk. 2, í partafelagslógini, viðvíkur skyldunum hjá einum felag, tá talan er um rættarhandlar, ið vegna felagið verða gjørdir av allari nevndini, av einum limi í nevndini ella av einum stjóra. Grundarlagið fyri at tað, tá talan er um tryggingarfeløg, er eitt krav, at í minsta lagi tvey tekna fyritøkuna, er, at tryggingarfeløg mótsett partafeløgum, ið ikki eru fíggjarfeløg, umsita pening, ið teimum er litin upp í hendur. Grundað á hetta er ein serstakur tørvur á vernd galdandi mótvegis tryggingartakarunum.

 

Til § 52

Mælt verður í ásetingini til, at tað er nóg mikið at fráboðanin til aðalfundar í einum tryggingarfelag sæst á heimasíðu felagsins ella verður útflýggjað eftir umbøn. Kravið um at fráboðanin skal verða alment atkomulig hevur samband við ásetingina um, at fjølmiðlarnir skulu hava atgongd. Sambært galdandi reglum er tað eitt krav, at fráboðanin er í samsvari við viðtøkur felagsins. Fyri at fjølmiðlarnir kunnu fáa atgongd, er tað ein fortreyt, at teir verða kunnaðir um, nær aðalfundurin verður hildin, og hvør dagsskráin er.

 

§ 73 í partafelagslógini er harafturat galdandi fyri tryggingarfeløg, ið eru partafeløg.

 

Í stk. 2 verður, sum nakað nýtt, mælt til, at atgongdin hjá almenninginum ikki er galdandi fyri feløg, sum eitt tryggingarfelag eigur 100%, ella fyri feløg sum fíggjarfeløg, ið eru partur av samtøku við viðkomandi tryggingarfelag, eiga 100%. Sum dømi kann nevnast, at ein haldfelagsskapur eigur tveir bankar, ið saman eiga eitt tryggingarfelag 100%. Grundgevingin er, at tað í veruleikanum bert er eitt ognaráhugamál umboðað á aðalfundinum. Væntast kann tí ikki eitt orðaskifti, ið hevur áhuga hjá almenninginum. Við støði í hesum verður tað mett at vera ein órímiliga stór byrða, um so er, at hesi feløg skulu halda freistina um fráboðan og kravið um, at fráboðanin skal vera alment atkomulig eins og nevnt er í stk. 1.

 

Til § 53

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært ásetingini fremur Tryggingareftirlitið tær heimildir, ið eru givnar Skráseting Føroya sambært § 72, stk. 2 í partafelagslógini. Sambært hesum heimildum kann Tryggingareftirlitið boða til aðalfund í feløgum, ið ikki hava nakra nevnd ella í feløgum, har nevndin ikki boðar til aðalfundar.

 

Til § 54

Ásetingin er nýggj. Sum serkend størv, ið umboðsnevndin fær, kunnu, afturat tí at velja limirnar í nevndini og áseta samsýningina hjá hesum, nevnast, at umboðsráðið skal arbeiða fyri trivnaðinum í tryggingarfelagnum og hjálpa nevndini og stjórnini við m.ø. at fáa til vega eitt breiðari avgerðarstøði um stovnan og avtøku av deildum og skrivstovustøðum, eins og at umboðsnevndin kann leggja fram broytingar til viðtøkurnar á aðalfundinum.

 

Til § 55

Nevndin í einum tryggingarfelagið skal gera skrivligar leiðreglur fyri høvuðsvirksemi tryggingarfelagsins, harundir m.a. áseta ábyrgdarøkið hjá stjórnini.

 

Orðið “skrivligar” er allýst í § 6 í uppskotinum.

 

Prógv skal vera fyri, at nevndin hevur góðkent leiðreglurnar.

 

Hvat høvuðsvirksemi felagsins er, valdast hvat slag av tryggingarfelag, talan er um. Endamálið við ásetingini er, at nevndin ásetir váðaprofilin fyri tryggingarfelagið, og ásetir hvørjar avgerðir, stjórnin kann taka uttan at fáa samtykki frá nevndini fyrst. Á sama hátt skulu leiðreglurnar innihalda ásetingar um, hvørjar avgerðir skulu fráboðast nevndini til kunningar.

 

Leiðreglurnar skulu fevna um marknaðarváða. Afturat hesum skulu leiðreglurnar innihalda ásetingar viðvíkjandi politikki felagsins í sambandi við at váði verður tikin innan- og uttanlands og politikk felagsins, tá talan er um endurtryggingaravdekning. Til ber ikki nágreiniliga at reksa upp hvørjar leiðreglur, ið einstaka felagið skal hava.

 

Ásetingin hevur samband við § 54 í partafelagslógini um innanhýsis viðurskiftini hjá nevndini og stjórnini. Nevndin tekur avgerð um uppgávubýti millum nevnd og stjórn. Hetta er í samsvari við vanligar felagsrættarligar reglur um skyldur nevndarinnar.

 

 

Til § 56

Sum nakað nýtt verður mælt til, at krav verður sett um, at eitt tryggingarfelag skal hava tað tilfeingi, sum er neyðugt til røttu íverksetan av tess virksemi og at nýta tað á hóskandi hátt.

 

Sambært stk. 1 skal eitt tryggingarfelag hava eina góða fyrisitingar- og roknskaparsiðvenju, skrivligar mannagongdir á øllum týðandi virkisøkjum, nøktandi innanhýsis eftirlitsmannagongdir, ið eisini fevna um atgongdina hjá starvsfólkunum at gera persónlig tiltøk (transaktioner) eins og álítandi eftirlits- og trygdartiltøk á KT-økinum.

 

Sambært stk. 1, nr. 2 hevur Tryggingareftirlitið eina nágreiniliga heimild at krevja, at tryggingar-feløg skulu hava skrivligar mannagongdir á øllum týðandi virkisøkjum. Hvat høvuðsvirkisøki felagsins er, veldst um tað einstaka felagið.

Mannagongdirnar skulu altíð fevna um tey økir, ið eru nevnd í leiðreglunum hjá nevndini til stjórnina, sbr. § 55.

 

Stk. 1, nr. 3, hevur við sær, at tryggingarfeløg skulu hava serstakar reglur og eftirlitsfyriskipanir viðvíkjandi persónligum tiltøkum við virðisbrøvum o.ø. í viðkomandi felagi hjá øllum starvsfólkum í samsvari við íløgutænastudirektivini (investeringsservicedirektivet). Mannagongdirnar skulu t.d. lýsa stovnan av kundaviðurskiftum, upplýsingar til kundan o.a.

 

Stk. 1, nr. 5, sum er nýtt, ásetir, at eitt tryggingarfelag skal hava tað tilfeingi (tøkni, manning, mannagongdir o.a.), ið er neyðugt fyri at fremja tær tænastuveitingar, ið felagið bjóðar. Við “nýta tað á hóskandi hátt” meinast, at tryggingarfelagið skal nýta sítt tilfeingi til frama fyri kundan. Eitt tryggingarfelag kann sostatt ikki bjóða tænastuveitingar, sum felagið ikki hevur manning ella mannagongdir til at fremja á ein tílíkan hátt, ið er nøktandi fyri kundarnar.

 

Stk. 2 ásetir, at Tryggingareftirlitið kann gera vegleiðingar um nevndu økini. Leiðreglurnar skulu bert viðvíkja hægri økjum, og til ber ikki at detailregulera einstøku økini í nevndu økjunum.

 

Tryggingareftirlitið umrøðir leiðreglurnar við tað vinnuøkið, ið er fevnt av leiðreglunum, áðrenn vegleiðingin verður gjørd.

 

Til § 57

Starvið sum limur í nevnd ella umboðsnevnd tryggingarfelagsins kann ikki, sambært stk. 1, sameinast við starvið sum stjóri í tryggingarfelagnum. Tó kann nevndin, um ein stjóri hevur forfall, fyribils tilnevna ein av sínum limum ella ein lim í umboðsráðnum sum stjóra. Viðkomandi kann í slíkum førum ikki atkvøða í nevndini ella umboðsráðnum.

 

Sambært stk. 2 kann starvið sum innanhýsis grannskoðanarleiðari og varagrannskoðanarleiðari ikki sameinast við starvið sum nevndarlimur. Innanhýsis grannskoðanarleiðarin verður settur í starv av nevndini og vísir til hesa. Nevndin skal harafturat góðkenna virkislýsingina fyri innanhýsis grannskoðanina. Virkislýsingin inniheldur ásetingar um manningina og fíggjarætlanina hjá innanhýsis grannskoðanini. Ásetingin skal forða fyri, at innanhýsis grannskoðanarleiðarin og varagrann-skoðanarleiðarin umvegis limaskap í nevndini koma í eina óhepna tvístøðu í fíggjarfelagnum.

 

Ásetingin forðar ikki innanhýsis grannskoðanarstjóranum at boða til og luttaka í nevndarfundum sum innanhýsis grannskoðanarleiðari.

 

Til § 58

Ásetingin er framhald av ásetingini í § 40, stk. 2 og 3 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1, 1. pkt, samsvarar § 56, stk. 2, 1. pkt., í partafelagslógini. Sambært hesi áseting skal formaðurin síggja til, at nevndarfundir o.a. verða hildnir. Sambært 2. pkt., kann ein og hvør limur í nevndini, ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin krevja, at nevndin verður kallað saman til fundar. Talan er um ein rætt til at krevja, at formaðurin kallar nevndina saman. Fundarboð verða givin sambært vanligum mannagongdum. Um so er, at tað í starvsskipan nevndarinnar ella í viðtøkunum hjá fíggjarfelagnum er ásett ein freist fyri fundarboðini, so skal henda freistin haldast.

 

Rætturin til at kalla saman og luttaka á nevndarfundum hevur partvíst við sær, at tey, ið hava nakað at gera við eitt mál, ið verður viðgjørt á fundi, verða kunnað á sama støði sum nevndarlimir, og partvíst at uttanhýsis grannskoðarin og innanhýsis grannskoðanarleiðarin kunnu kunna nevndina um roknskaparviðurskifti av týdningi fyri fíggjarfelagið. Grundað á hetta mugu tey, ið hava nakað við mál, ið verða viðgjørd á fundi, at gera, fáa dagsskránna við fylgiskjølum eins og nevndarlimirnir fáa hana. Fylgiskjølini skulu einans sendast uttanhýsis grannskoðaranum, um so er, at hesin biður um tey.

 

Øll, ið hava nakað við mál at gera, ið verða viðgjørd á fundi, hava undir øllum umstøðum rætt til at vera til staðar, annaðhvørt onnur, ið hava nakað við viðgjørdu málini at gera, eisini eru til staðar ella ikki.

 

Stk. 2 skal tryggja, at uttanhýsis grannskoðarin, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin eru til staðar, tá nevndin viðger mál, ið eru av týdningi fyri hendan persónskaran, eisini um bert ein einstakur nevndarlimur ynskir hetta.

 

Stk. 3 samsvarar § 56, stk. 3 í partafelagslógini. Tó kunnu uttanhýsis grannskoðarar, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin ikki sambært partafelags-lógini fáa nakað lagt afturat í gerðabókina.

 

Til § 59

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í § 161, stk. 7, í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 og 2 fevna um tey dømi, tá vandi er fyri, at tryggingarfelagið fær búskaparligar trupulleikar.

 

Fráboðast skal, um útlit eru fyri, at tryggingarfelagið er um at koma í búskaparligar trupulleikar, sjálvt um tryggingarfelagið, tá fráboðan verður givin, lýkur fæfeingiskrøvini. Ásetingin tryggjar, at Eftirlitið verður kunnað áðrenn støða tryggingarfelagsins gerst so mikið álvarslig, at neyðugt er at taka støðu til, hvørt Eftirlitið skal taka aftur loyvi felagsins.

 

Sum dømi um viðurskifti, ið kunnu gera tað neyðugt at boða frá, kunnu nevnast tap í einum av størstu bindingum tryggingarfelagsins, at eitt munandi handilsøki fellur burtur, gjaldføris-trupulleikar, ella ein fíggjarætlan, ið hevur munandi undirskot, og sum ger, at tryggingarfelagið nærkast gjaldførismarkinum.

 

Skyldan at boða Tryggingareftirlitinum frá, er galdandi fyri bæði tryggingarfelagið eins og tann einstaka limin í nevnd felagsins, stjórar og ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingar. Grannskoðanin er fevnd av eini samsvarandi fráboðanarskyldu, sbr. § 128 í uppskotinum og viðmerkingarnar hartil.

 

Stk. 3 neyvlýsir fráboðanarskylduna, ið er nevnd í stk. 1 og 2, um so er, at mett verður, at tryggingarfelagið ikki lýkur fæfeingiskravið. Tryggingareftirlitið kann grundað á hetta í ítøkiligum førum áseta eina freist, ið ásetir, nær fæfeingiskravið í seinasta lagi skal verða lokið. Avleiðingin av, at Eftirlitið antin ikki ásetir eina freist, ella at tryggingarfelagið ikki lýkur fæfeingiskravið innan ásettur freistina, er, at loyvi felagsins verður tikið aftur, sbr. § 133, stk. 1 í uppskotinum.

 

Til § 60

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

Sambært ásetingini kann ein stjóri ikki uttan nevndarinnar góðkenning gera avtalu millum felagið og seg sjálvan, ella avtalu millum tryggingarfelagið og triðjamann, um stjórin hevur týðandi áhugamál, ið kunnu stríða móti felagsins áhugamálum.

 

Ásetingin hevur við sær, at nevndin skal taka støðu til høvuðsinnihaldið í avtaluni. Nevndarinnar góðkenning skal verða nágreinilig og setast inn í gerðabók nevndarinnar.

 

Ásetingin viðvíkur einans størri avgerðum í mun til búskaparstøðuna hjá stjóranum. Vanligar avgerðir, sum t.d. at veksla gjaldoyra og inn- og útgjaldingar á innlánskontum, eru ikki fevndar av ásetingini.

 

Til § 61

Uppskotið hevur við sær forboð móti spekulatión viðvíkjandi persónskaranum, ið er fevndur av ásetingini, og teimum ognaravgerðum (formuedispositioner), ið verða mettar at vera spekulatiónshandlar.

 

Endamálið við ásetingini er at forða fyri ósemjum millum áhugamál tryggingarfelagsins og egnu áhugamálini hjá tí persóninum, ið er fevndur av forboðnum móti spekulatión.

 

Forboðið móti spekulatión er rættað móti tí persónskara, har váðin fyri, at áhugamál tryggingar-felagsins og egin áhugamál verða blandað saman, er til staðar, og har er forboð tískil er av týdningi.

 

Ein ítøkilig meting skal gerast av teimum persónum, ið ikki eru settir í starv av nevndini, hvørt tað fyri viðkomandi er stórur vandi fyri, at egnu áhugamálini hjá viðkomandi og áhugamálini hjá tryggingarfelagnum verða blandað saman. Forboðið verður sostatt í størri mun sett í samband við tann váða, sum reglurnar skulu ganga á møti, enn við ávísar leiðslufunktiónir.

 

Tá avgjørt verður, um ein avgerð er gjørd “fyri egna rokning”, er avgerandi at hyggja at, um eitt møguligt tap, grundað á framdu avgerðina, kemur at ávirka búskaparstøðuna hjá viðkomandi.

 

Mælt verður til, at forboðið móti spekulatión skal fevna um sonevndar giraðar íløgur í virðisbrøv, ognan, útskriving og handil við avleiddum fíggjarligum amboðum, søla av partabrøvum innan 6 mánaðir eftir, at partabrævið er ognað, og íløgur í gjaldoyru. Uppskotið er grundað á, at tað er í hesum avgerðum, at tann allarstørsti váðin liggur.

 

Forboðið í stk. 1, nr. 1, móti at lána ella taka burtur av kredittum, sum longu eru játtaðir til at keypa virðisbrøv, tá ið keyptu virðisbrøvini verða sett í veð fyri lánið ella kredittin, fevnir um tær sonevndu giraðu íløgurnar, og einans tá nevndu virðisbrøv eru sett í veð fyri lánið.

 

Við virðisbrøv verður meint partabrøv, skuldarbrøv og onnur umsetilig virðisbrøv, ið eru javnsett við hesi, onnur virðisbrøv, ið kunnu seljast, og har partabrøv, skuldarbrøv og onnur seljandi virðisbrøv, ið eru javnsett við hesi, kunnu ognast við tekning, býti ella goldin í hondina, partar í íløgufeløgum og sergrunnum (specialforening), pengamarknaðaramboð, ið skulu skrásetast á virðisbrævabørsinum eins og innlánsprógv, commercial papers og umsetilig pantibrøv við veð í fastogn ella leysafæði.

 

Mælt verður í stk. 1, nr. 2, til, at persónarnir, ið eru fevndir av ásetingini, ikki kunnu ogna sær, skriva út, ella handla við avleiddum fíggjarligum amboðum, uttan so at endamálið er váðaminking. Við avleidd fíggjarlig amboð meinast fíggjarlig futures og líknandi amboð, framtíðar rentuavtalur (FRA-avtalur), rentu- og gjaldoyraswaps eins og swaps á partabrøvum og á partabrævaindeks, rávøruamboðum o.a., harundir líknandi amboð, ið verða avroknað kontant, optiónir til at ogna ella avhenda eitt virðisbræv, ið er fevnt av § 2, stk. 1, nr. 1-9 í “lov om værdipapirhandel m.v.”, og optiónir á partabræva- og lánsbrævaindeks, harundir líknandi amboð, ið verða avroknað kontant og onnur amboð og avtalur sambært avgerð hjá Fondsrådet sambært § 2, stk. 1, nr. 12 í “lov om værdipapirhandel”. Hendan greiningin samsvarar galdandi greining í § 1, stk. 2, í kunngerð um spekulatión.

 

Við váðaminking (risikoafdækning) meinast tiltøk, ið minka um váðan, tá talan er um sveiggj í virðinum á teimum virðisbrøvum o.ø., ið persónskarin lógliga kann ogna sær.

 

Forboðið í stk. 1, nr. 3, móti ognan av fæfeingislutum við atliti at sølu av hesum áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, hevur við sær, at eingin minsta haldtíð er galdandi fyri onnur virðisbrøv enn fæfeingislutir. Við fæfeingislutir meinast øll sløg av lutum í eginpeninginum hjá øðrum fyritøkum. Mælt verður til, at lutir í íløgufeløgum, serfeløgum o.ø., eru undantiknir forboðnum móti at avhenda fæfeingislutir áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina.

 

Tá fæfeingislutir í neyðstøðu verða seldir áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, verða fæfeingislutirnir ikki mettir sum ognaðir við atliti til at seljast, áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, sbr. Stk. 1, nr. 3. Við neyðstøðu meinast bráðfeingis tørvur á peningi, ella tap grundað á kursfall sambært kursinum, ið var galdandi, tá fæfeingislutirnir vóru ognaðir. Fæfeingislutir, ið eru ognaðir gjøgnum arv, gávu, skifti av felagsbúgvi, endurgjaldi, samsýning o.tíl. verða á sama hátt ikki mettir at verða ognaðir við atliti at sølu áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, sbr. stk. 1, nr. 3. Hetta samsvarar við galdandi reglunum í § 6, stk. 3, nr. 4 og 5 í kunngerð um spekulatión.

 

Mælt verður í stk. 1, nr. 4, til, at loyvt verður persónskaranum at ogna sær evru uttan avmarkingar, við atliti at politikkinum um fastan kurs millum danskar krónur og evrur.

 

Forboðið í stk. 2 móti ognan av partabrøvum ella ognarlutum í feløgum, ið reka spekulatiónshandil, er undantikið ognan av partabrøvum í peningastovnum, tryggingarfeløgum, realkredittstovnum, virðisbrævameklarafeløgum, eins og lutir í íløgufeløgum, serfeløgum o.ø.

 

Mælt verður í stk. 3 til, at tað er uppgávan hjá nevndini at taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu vera fevnd av ásetingini sambært stk. 1, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál fíggjarfelagsins. Hesin persónskarin er vanliga avmarkaður til einans at fevna um persónar í leiðandi størvum við beinleiðis handilsligari ábyrgd. Nevndin skal tryggja, at teir persónar, ið er fevndir av forboðnum, eru kunnaðir um hetta, harundir at brot á ásetingina er revsivert. Viðkomandi persónur er ikki fevndur av revsiásetingini fyrr enn viðkomandi verður kunnaður um, at hann er fevndur av forboðnum. Nevndin kann velja at áseta persónskaran við støði í starvi heldur enn við støði í nøvnum.

 

Mælt verður í stk. 4 til, at eftirlitið við, um forboðið móti spekulatión verður hildið, verður framt av uttanhýsis grannskoðarum tryggingarfelagsins. Nevndin í tryggingarfelagnum skal tó gera leiðreglur og innanhýsis eftirlitsskipanir, ið tryggja, at ásetingin verður hildin innanhýsis í tryggingarfelagnum. Uttanhýsis grannskoðarin ger av, í hvønn mun eftirlitið skal fremjast sambært vanligum krøvum til grannskoðan. Fyri at kunna ansa eftir, at forboðið verður hildið, verður mælt til, at uttanhýsis grannskoðarin fær heimild at krevja, at persónar, ið eru fevndir av forboðnum, skulu geva frágreiðing um fíggjarlig tiltøk. Uttanhýsis grannskoðararnir kunnu harafturat gera ávísingar um, hvat skjalatilfar teir ynskja. Við uppskotinum verður harafturat í stk. 6 givin heimild til, at uttanhýsis grannskoðanin í sambandi við eftirlitið við, um forboðið verður hildið, kann seta fyrispurning um kontur og goymslur hjá viðkomandi persóni, og harumframt at fáa útflýggjað útskriftir hesum viðvíkjandi, við at venda sær til kontuskrivandi stovnin. Útflýggjan av upplýsingum sambært hesi áseting er loyvd útflýggjan, og sostatt ikki fevnd av forboðnum um útflýggjan av trúnaðarupplýsingum í § 74, stk. 1, í uppskotinum.

 

Grannskoðanin skal, sbr. stk. 5, í grannskoðanarbókini geva frágreiðing um, í hvønn mun eftirlitið við, um forboðið verður hildið, hevur elvt til viðmerkingar.

 

Sambært stk. 7 kann persónskarin, ið er fevndur av ásetingini, sum lið í síni løn taka ímóti optiónum, warrants o.ø., ið eru knýtt at partabrøvum í tryggingarfelagnum, sum hesi starvast í, ella einari fyritøku, ið er samtøkuknýtt við tryggingarfelagið. Til ber at taka lán til at keypa starvsfólka-partabrøv fyri, umframt fíggjarlig amboð, ið eru ein avleiðing av hesum. Munaruppgerð (difference-avrokning) í sambandi við, at tílík fíggjarlig amboð verða nýtt, stríðir ikki móti forboðnum móti spekulatión.

 

Við støði í serligu áhugaósemjuni, ið kann koma fyri, um so er, at ein innanhýsis grannskoðanar- ella varagrannskoðanarleiðari hevur búskaparlig áhugamál í tryggingarfelagnum, sum hesin starvast í, er í stk. 10 ásett forboð móti, at hesir persónar kunnu hava búskaparlig áhugamál í tí felagnum ella samtøkuni, sum teir starvast í. Tað er ikki hóskandi, at grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar kunnu hava tílík búskaparlig áhugamál, við tað at hetta kann ávirka gegni og sjálvbjargni hjá innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðaranum mótvegis dagligu leiðsluni í felagnum. Við búskaparlig áhugamál meinast t.d. fæfeingislutir, afturumsett fæfeingi o.a., og fíggjarlig amboð, ið eru avleidd av hesum.

 

Til § 62

Orðið binding er neyvlýst í § 5, stk. 1, nr. 6, í uppskotinum.

 

Í stk. 2 er ásett, at lán o.a. bert kann veitast nevndarlimum og stjórum sambært vanligu handilstreytum tryggingarfelagsins, og verða grundað á marknaðartreytir. Hetta hevur m.a. við sær, at persónskarin, ið er fevndur av stk. 1, ikki fær lut í skipanum, ið eru til fyrimuns fyri starvsfólkini.

 

Viðmerkjast skal, at §115 í partafelagslógini forðar fyri, at eitt felag veitir lán til, ella veitir trygd fyri, t.d. nevndarlimum og stjórum í felagnum, eins og persónum, ið eru knýttir at einum av hesum persónsflokkum við giftu, samlívi ella skyldir í beinleiðis stígandi ella fallandi linju, ella sum á annan hátt eru nær viðkomandi.

 

Sambært stk. 2, 2. pkt., um frágreiðingar frá grannskoðara, hevur uttanhýsis grannskoðarin hjá tryggingarfelagnum skyldu til at meta um bindingar, ið eru gjørdar við persónskaran, ið er nevndur í stk. 1, harundir eisini um bindingin er játtað sambært vanligu handilstreytunum hjá fíggjarfelagnum, og um bindingin er grundað á marknaðartreytir. Vanliga eru bindingar, ið eru játtaðar sambært vanligu handilstreytunum hjá tryggingarfelagnum, eisini grundaðar á marknaðartreytir. Talan kann tó vera um dømi, har tað eingin ivi er um, at hetta ikki er so. Í hesum førum skulu viðmerkingar gerast hesum viðvíkjandi. Metingin skal gerast í seinasta lagi í sambandi við at grannskoðanar-gerðabókin viðvíkjandi ársfrágreiðingini verður gjørd. Kravið fevnir um tær bindingar, ið eru fevndar av stk. 1.

 

Tað er nøktandi, at grannskoðarin kemur við eini samlaðari frágreiðing um, at bindingarnar eru játtaðar sambært handilstreytunum hjá fíggjarfelagnum, og eru grundaðar á marknaðartreytir.

 

Afturat hesum er ásett, at í ársfrágreiðingini hjá tryggingarfelagnum skulu vera givnar samlaðar upplýsingar um bindingar fíggjarfelagsins við ávikavist nevndina og stjórnina í felagnum.

 

Ásetingin í stk. 3 hevur við sær, at stjórnin og nevndin so hvørt, serstakliga skulu hava eftirlit við bindingum tryggingarfelagsins við nevndarlimir og stjórar í felagnum.

 

Stk. 4 hevur við sær, at bindingar við persónar, ið eru nær í ætt við persónarnar í stjórnini, eins og áður eru fevndir av kravinum um góðkenning nevndarinnar og eftirlit nevndarinnar við bindingunum. Líknandi krav til bindingar við persónar, ið eru nær í ætt við nevndarlimir, er ikki ásett.

 

Hvørki uttanhýsis grannskoðarin ella innanhýsis grannskoðanarleiðarin í tryggingarfeløgum kunnu, sambært stk. 5, hava bindingar við fíggjarfelagið, sum teir starvast í. Ásetingin fevnir um øll sløg av bindingum. Forboðið er einans galdandi fyri teir grannskoðarar, ið grannskoða viðkomandi tryggingarfelag, og ikki aðrar grannskoðarar í somu grannskoðanarfyritøku.

 

Forboðið móti bindingum hjá grannskoðarum er eisini galdandi í mun til aðrar fyritøkur innan samtøkuna. Forboðið er tó ikki galdandi fyri lán, ið eru veitt av einum lívstryggingarfelag innanfyri afturkeypsvirðið av einum tryggingarskjali, sum lívstryggingarfelagið hevur givið út. Hesi sonevndu tryggingarskjalslán eru undantikin forboðnum, við tað, at talan í veruleikanum er um lán við trygd í egnum pengum, og eiga tey tí ikki at avmarka møguleikan hjá grannskoðarum at taka lán á henda hátt.

 

 

Til § 63

Ásetingin hevur við sær, at reglurnar um samtøkuumboðan ikki eru galdandi fyri starvsfelagar í feløgum, sum eitt tryggingarfelag fyribils rekur annað virksemi ígjøgnum. Hetta hevur støði í, at talan er um fyribils rakstur av aðrari fyritøku. Ásetingin veitir ikki í sjálvum sær heimild at reka annað virksemi.

 

Til § 64

Stk. 1 og 2 í ásetingini áseta, hvørjir teir persónar eru, ið ikki uttan loyvi kunnu røkja størv við síðuna av arbeiðinum í tryggingarfelagnum. Mælt verður til, at persónskarin, ið er fevndur av ásetingini, skal fevna um persónar, ið eru settir í starv av nevndini, eins og persónar, har mett verður, at talan er um týðandi vanda fyri ósemjum millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins. Týðandi vandi er ikki mettur at vera til staðar, tá viðkomandi er valdur av tryggingarfelagnum at røkja viðkomandi starvið.

 

Mælt verður í stk. 2 til, at stjórnin gevur persónum, ið ikki eru settir í starv av nevndini, loyvi til at røkja onnur størv. Við atliti til yvir- og undirorðnaðu viðurskiftini verður mett, at natúrligt er, at tað er stjórnin og ikki nevndin, ið tekur støðu til, um persónar, ið ikki eru settir í starv av nevndini, kunnu røkja onnur størv.

 

Sambært uppskotinum kann viðkomandi persónskari átaka sær størv bæði sum nevndarlimur og stjóri í øðrum vinnufyritøkum. Stjórar í tryggingarfeløgum kunnu harumframt verða stjórar í ognarfeløgum, íløgufeløgum og samtøkufyritøkum, ið fremja afturatknýtt virksemi til tryggingarfelagið eins og fyrisitingarfeløg, ið eru sett á stovn av fleiri tryggingarfeløgum við felags umsiting fyri eyga. Afturat hesum kunnu stjórar í tryggingarfeløgum vera stjórar í móðurfelag tryggingarfelagsins.

 

Orðið vinnufyritøka kann tulkast vítt. Ognan av fæfeingislutum, ið ikki eru týðandi,  í samløgufeløgum, lutafeløgum, partafeløgum o.ø., hevur sum útgangsstøði ikki við sær, at ognarin við hetta rekur vinnufyritøku.

 

Mælt verður í stk. 3 til, at tað er uppgávan hjá nevndini at taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu hava loyvi frá stjórnini, sbr. stk. 2, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins. Hesin persónskarin er vanliga avmarkaður til einans at fevna um persónar í høgum, leiðandi størvum við beinleiðis handilsligari ábyrgd. Nevndin skal tryggja, at teir persónar, ið er fevndir av forboðnum, eru kunnaðir um hetta, harundir at brot á ásetingina er revsivert. Viðkomandi persónur er ikki fevndur av revsiásetingini, fyrr enn viðkomandi verður kunnaður um, at hann er fevndur av forboðnum. Nevndin kann velja at áseta persónskaran við støði í starvi, heldur enn við støði í nøvnum.

 

Stk. 4 hevur við sær, at virksemið, nevnt í stk. 1 og 2, bara kann verða røkt, um so er, at tryggingarfelagið, ella feløg, sum eru í samtøku ella umsitingarfelagsskapi við tryggingarfelagið, ikki hava gjørt, ella gera, bindingar við viðkomandi fyritøku ella fyritøkur, ið eru í samtøku við hesar. Orðið binding er neyvlýst í § 5, stk. 1, nr. 6, í lógaruppskotinum. Fæfeingislutir eru undantiknir forboðnum, við tað at tað er serliga í feløgum, har viðkomandi tryggingarfelag hevur fæfeingislutir, at tað hevur týdning at sita í nevndini ella luttaka í dagligu leiðsluni. Feløg, ið eru í samtøku við tryggingarfelagið, ella tryggingarfeløg, sum í felag eiga meira enn 4/5 av fæfeingislutunum, eru undantikin forboðnum.

 

Mælt verður í stk. 5 til, at avgerðir nevndarinnar um, hvørji størv, ið persónar, ið eru settir í starv av nevndini, kunnu átaka sær, skulu standa í gerðabók nevndarinnar. Ásetingin skal bert gera skyldu nevndarinnar, at seta avgerðir tess í gerðabókina, skilligari.

 

Í stk. 6 verður mælt til, at tryggingarfelagið eina ferð árliga almannakunnger upplýsingar um tey størv, sum nevndin hevur góðkent sambært stk. 1. Ásetingin skal tryggja opinleika og gjøgnum-skygni, tá talan er um onnur størv hjá leiðsluni í felagnum.

 

Upplýsingarnar skulu almannakunngerast á tann hátt, at upplýsingarnar eru lætt atkomuligar. Hetta kann t.d. gerast á heimasíðu tryggingarfelagsins, í ársfrágreiðingini, ella í einum landsumfatandi tíðindablaði.

 

Fyri at hava eftirlit við, at forboðið móti at gera bindingar við viðkomandi felag verður hildið, sbr. stk. 4, verður í stk. 6, 2. pkt., mælt til, at uttanhýsis grannskoðanin í grannskoðanarbókini, viðvíkjandi ársfrágreiðingini váttar, um tryggingarfelagið hevur bindingar við vinnufyritøkur, ið eru fevndar av stk. 1 og 2. Av váttanini skal skiljast, hvørt bindingin er fevnd av ásetingini um undantøku í stk. 4.

 

Mælt verður í stk. 7 til, at Tryggingareftirlitið í serligum førum kann gera frávik frá forboðnum móti, at fíggjarfelagið, umframt fæfeingislutir, hevur bindingar við vinnufyritøkur, fevndar av stk. 1 og 2. Frávikið kann einans gerast í teimum førum, tá tað er týðiligt, at ósemjur um áhugamálini ikki koma fyri. Sum dømi kann nevnast ein handilsgoymsla av børsskrásettum vinnulánsbrøvum, ella smávegis lán frá einum realkredittstovni í ognunum hjá viðkomandi felag.

 

Lán til samtøkufeløg eru serliga regulerað í § 110 í lógaruppskotinum.

 

Til § 65

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin fremur EF-direktiv á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A. Sum nakað nýtt verður mælt til, at kravið um, at Tryggingareftirlitið skal góðkenna tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin, verður strikað. Í staðin fær Tryggingareftirlitið heimild at gera kunngerð, har ásett verður, hvørji krøv tryggingarfrøðingurin skal lúka.

 

Stk. 1 staðfestir, at stjórn felagsins skal syrgja fyri, at felagið hevur nóg stóran sakkunnleika til útrokning av tryggingarligum burturleggingum.

 

Sambært 1. skaðatryggingardirektivi skulu limalondini áleggja feløgunum at hava nøktandi stødd á tøkniligu burturleggingunum og til at áseta støddina á hesum “sambært teimum reglum, ið landið hevur ásett, ella um so er, at hesar ikki eru ásettar, sambært galdandi siðvenju í viðkomandi landi”. Samsvarandi regla er í lívstryggingardirektivinum.

 

Í lívstryggingarfeløgum hevur nevndin skyldu at seta í starv ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing, sbr. stk. 2. Hetta kravið er ikki ásett í direktivum.

 

Eingin samsvarandi áseting er galdandi fyri skaðatryggingarfeløg, og skyldan, ið er áløgd stjórnini sambært stk. 1, er tískil í royndum ymisk fyri skaðatryggingarfeløg og lívstryggingarfeløg. Leiðsluábyrgd stjórnarinnar fevnir um ábyrgdina fyri, at tryggingarfrøðingurin lýkur tær skyldur, ið liggja á tryggingarfrøðinginum í sambandi við raksturin av felagnum.

 

Í skaðatryggingarfeløgum er talan um eina ítøkiliga meting av, hvør sakkunnleiki er neyðugur. Við støði í virksemisvavi og eyðkenni felagsins skal gerast ein meting, ið tekur støðu til, hvørt neyðugi tryggingarligi førleikin er til staðar, ella um stjórn felagsins ella onnur hava nóg mikið av førleika til at lúka kravið. Í størri skaðatryggingarfeløgum kann kravið í stk. 1 neyvan lúkast, uttan so at ein tryggingarfrøðilig deild er sett á stovn.

 

Sambært stk. 2 skulu lívstryggingarfeløg hava ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing í starvi. Mælt verður til, at ein áseting um, at ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal setast í starv av nevnd felagsins, loysir av kravið um góðkenning Tryggingareftirlitsins av ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum. Mælt verður í hesum samanhangi í stk. 7 til, at Tryggingareftirlitið fær heimild at áseta neyvari reglur um, hvørji krøv, ið skulu verða lokin, fyri at ein persónur kann røkja uppgávuna sum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur. Víst verður til viðmerkingarnar til stk. 7.

 

Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal røkja tær neyðugu tryggingartøkniligu uppgávurnar, harundir útrokningar og kanningar. Hugtakið “tryggingartøkniligar uppgávur” hevur samband við stk. 4, ið útgreinar tær skyldur, ið liggja á ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum. Víst verður til viðmerkingarnar til stk. 4. Uppgávan fevnir eisini um at gera eina uppgerð av tryggingarligu burturleggingunum, tá roknskaparárið endar.

 

Heiti “ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur” var upprunaliga ætlað tí tryggingarfrøðinginum, ið, sambært higartil galdandi reglum, var góðkendur av Tryggingareftirlitinum. Við uppskotinum um at strika kravið um góðkenning, fer heitið at vera ætlað tí tryggingarfrøðinginum, ið nevndin hevur sett í starv, og sum skal lúka tær treytir, ið Tryggingareftirlitið ásetir. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin kann verða settur í parttíðarstarv, og sami persónur kann verða ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur í fleiri feløgum.

 

Ásetingin í stk. 3 er nýggj, og er ein avleiðing av uppskotinum um at strika kravið um góðkenning Tryggingareftirlitsins av ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum. Kunningin til Tryggingareftirlitið skal partvíst innihalda upplýsingar um, hvør nýsetti ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin er, partvíst upplýsingar um orsøkina til, at nýggjur tryggingarfrøðingur er settur í starv.

 

Stk. 4 ásetir, at ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal ansa eftir, at felagið heldur tøkniliga grundarlagið o.a. Sambært 2. pkt. skal tryggingarfrøðingurin gjøgnumganga tryggingarliga inni-haldið í virksemi felagsins, og annað tilfar, harundir marknaðarføring og ábótarforsagnir, umframt at ansa eftir, at tøkniliga grundarlagið o.a., sbr. § 14, altíð er í samsvari við tey í § 15, stk. 1-5 nevndu krøv. “Tryggingarliga innihaldið” fevnir sum meginregla um allar treytir, ið hava samband við útrokningargrundarlagið hjá felagnum, eins og viðurskifti, ið sambært § 14 eru fevnd av fráboðanarskyldu felagsins.

 

Sambært stk. 5 skal tryggingarfrøðingurin beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá øllum brotum á tey í stk. 4 nevndu viðurskiftunum. Tryggingarfrøðingurin hevur rætt til at krevja allar upplýsingar frá stjórnini, sum eru neyðugar fyri at útinna starvið. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin hevur sostatt rætt til at fáa tilfar, ið verður nýtt á nevndarfundum. Stjórnin í einum lívstryggingarfelag kann ikki lógliga nokta at svara spurningum frá tryggingarfrøðinginum, um so er, at spurningurin sambært meting tryggingarfrøðingsins er av týdningi fyri metingina av búskaparstøðu felagsins.

 

Sambært síðsta pkt. kann Tryggingareftirlitið krevja allar upplýsingar frá tryggingarfrøðinginum, sum eru neyðugar til metingar av fíggjarligu støðu felagsins. Ásetingin hevur við sær, at tryggingarfrøðingurin kann venda sær til Tryggingareftirlitið uttan at kunna nevnd felagsins um hetta, men ásetingin hevur ikki við sær, at tryggingarfrøðingurin kann seta sína loyalu upplýsingarskyldu mótvegis leiðslu felagsins til síðis.

 

Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal eina ferð árliga senda Tryggingareftirlitinum frá-greiðing sambært stk. 6. Frágreiðingin skal gerast sambært teimum leiðreglum, ið eru ásettar av Tryggingareftirlitinum sambært stk. 7. Tryggingareftirlitið fer at gera vegleiðing um innihaldið í frágreiðingini hjá ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum.

 

Tryggingareftirlitið skal harumframt, sambært stk. 7, áseta, hvørji krøv, ið ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur skal lúka. Henda heimildin er nýggj. Tryggingareftirlitið fer í kunngerðarformi at áseta reglur, ið samsvara teimum krøvum, ið í dag verða sett í samband við góðkenning av ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum. Tað fer m.a. at verða kravt, at tryggingarfrøðingurin hevur fingist við tryggingartøkniligar spurningar í í minsta lagi 5 ár.

 

 

Til § 66

Ásetingin er framhald av áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Sambært ásetingini verða reglurnar um leiðslu í §§ 57 og 58 at nýta samsvarandi fyri umboðsnevnd tryggingarfelagsins. Víst verður til viðmerkingarnar til hesar ásetingarnar.

 

Til § 67

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært ásetingini skal lántøka hjá lívstryggingarfeløgum sambært § 43 í partafelagslógini góð-kennast av Tryggingareftirlitinum.

 

Sambært § 43 í partafelagslógini kann aðalfundurin ella nevndin við heimild frá aðalfundinum taka avgerð um lántøku mótvegis lánsbrøvum ella øðrum skuldarbrøvum við rætti til rentu, um støddin á rentuni er heilt ella partvíst treytað av tí vinninginum, ið partabrøv felagsins kasta av sær, ella av yvirskotinum fyri árið. Heimildin til nevndina kann gevast fyri eitt ella fleiri tíðarskeið upp til 5 ár í senn.

 

Ásetingin skal tryggja, at eitt lívstryggingarfelag ikki bindur seg til at gjalda so høga rentu, at tað gongur útyvir vinningin hjá tryggingartakarunum. Tryggingarfeløg, ið ikki eru lívstryggingarfeløg, kunnu taka lán uttan góðkenning Tryggingareftirlitsins.

 

Stk. 2 hevur við sær, at neyðugt er hjá einum tryggingarfelag at fáa heimild frá aðalfundinum til alla útvegan av egnum partabrøvum. Hervið verður forðað fyri stillisligari útvegan av egnum partabrøvum.

 

Sambært stk. 3 skal fráboðanarskyldan til Tryggingareftirlitið forða vandanum fyri, at leiðslan, við at fáa útgoldið umboðsløn, fer uttan um regluna í § 64 í partafelagslógini, ið ásetir, at samsýningin til nevndarlimirnar ikki má vera hægri, enn mett er at vera ráðiligt í mun til felagið og, í móðurfeløgum, í mun til búskaparligu støðuna hjá samtøkuni.

 

Tá fráboðanarskyldan er útint, er tað skylda Tryggingareftirlitsins at meta um, hvørt talan er um inntøkur, har mett verður, at farið er uttan um ásetingarnar í partafelagslógini, ella um inntøkurnar annars hava við sær óheppin viðurskifti av líknandi slag.

 

Bæði beinleiðis og óbeinleiðis luttøka í aðrari fyritøku er fevnd av ásetingini.

 

Hugtakið “búskaparlig áhugamál” skal tulkast vítt. Á henda hátt fevnir fráboðanarskyldan bæði um umboðsløn og aðra inntøku, ið er knýtt at luttøku í umboðs- ella meklaravirksemi sum partur av starvi, og tær umboðslønir og inntøkur, ið møguliga standast av at viðkomandi eigur fæfeingi í eini fyritøku.

 

Orðingin “yvirtekur ella letur frá sær” hevur við sær, at bæði beinleiðis handil eins og endurtryggingarvirksemi eru fevnd av fráboðanarskylduni.

 

Til § 68

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk.1 inniheldur vanligu felagsrættarligu regluna um at rættur limanna at taka avgerð verður framdur á aðalfundinum. Hvør limur skal hava í minsta lagi eina atkvøðu.

 

Ásetingin skal tulkast í samsvari við ásetingina í partafelagslógini í § 65, stk. 1, og § 67, stk. 1, 1. pkt, sum § 71, stk. 3 í uppskotinum vísir til.

 

Sambært stk. 2 kann felagið áseta, at aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, ið limirnir og ábyrgdararnir ella varamenn teirra hava valt.

 

Til § 69

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin nevnir tey viðurskifti, ið viðtøkurnar í einum sínámillum tryggingarfelag, umframt tey krøv, ið partafelagslógin ásetir, skulu hava reglur um.

 

Sambært ásetingini skulu viðtøkurnar hava reglur um ábyrgdina hjá limum og ábyrgdarum fyri skyldur felagsins eins og sínámillum ábyrgdina hjá limum og ábyrgdarum, hvørt felagið skal kunna yvirtaka endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og hvørt ábyrgdarpeningurin skal geva rentu, og um so er eftir hvørjum reglum.

 

Í sambandi við at eitt felag verður sett á stovn, skulu viðtøkurnar hava reglur um, hvat ábyrgdarpeningurin skal geva í rentu, og eftir hvørjum reglum hetta skal gerast. Afturat hesum skal støða takast til, hvussu yvirskotið fyri árið skal býtast.

 

Viðtøkurnar skulu samsvara §§ 162 og 164. Víst verður til viðmerkingarnar til §§ 162 og 164.

 

Til § 70

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

Ásetingin í stk. 1 samsvarar § 78 í partafelagslógini.

 

Stk. 2 staðfestir, at stórar broytingar í endamálinum hjá einum felag einans kunnu vera samtyktar við serligum meiriluta. Aðrar reglur um samtykt av avgerðum, ið gera inntriv í avgerðarrætt limanna og ábyrgdaranna, eru ikki ásettar. Spurningar, ið ikki innihalda “stórar broytingar”, skulu sostatt avgerast eftir vanligum rættargrundreglum.

 

Til § 71

Ásetingin er partvíst framhald av ásetingini í § 26 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur ávísingar til tær reglur í partafelagslógini, ið eru beinleiðis galdandi fyri sínámillum tryggingarfeløg. Nevndu ásetingarnar í partafelagslógini eru galdandi við teimum tillagingunum, ið eru neyðugar, við atliti til, at sínámillum tryggingarfeløg ikki eru partafeløg. Við uppskotinum verða tilvísingarnar til partafelagslógina settar í staðin fyri galdandi reglur í lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært stk. 2 eru reglurnar í stk. 1 um partaeigarar at nýta á ábyrgdarar. Afturat hesum verður ásetingin at nýta á øll tey, ið hava valrætt á aðalfundinum hjá sínámillum tryggingarfelagnum. Tær ásetingarnar í partafelagslógini, ið ikki verður víst til, verða eins og áður, sambært umstøðunum, at nýta sum orðing fyri vanligan felagsrætt, tá avgerð um felagsrættarlig mál viðvíkjandi sínámillum tryggingarfeløgum skal takast.

 

Stk. 5 skal tryggja, at strongu reglurnar í partafelagslógini um vinningsbýti og eftirføring, vera at nýta til útgjalding til limirnar, uttan mun til hvat heitið á útgjaldingini er.

 

Til § 72

Ásetingin er framhald av ásetingini í § 138 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin í stk. 1 víkur frá vanligu felagsrættarligu meginregluni um, at meirilutin í nevndini skal veljast av aðalfundinum, við tað at landsstýrismaðurin kann loyva, at minni enn helvtin av limunum í nevndini verða valdir av limunum í eftirlønargrunninum. Endamálið við ásetingini er at veita teimum felagsskapum, ið standa aftanfyri ein eftirlønargrunn, møguleika at fylgja við í, á hvønn hátt eftirlønarskipanirnar verða umsitnar, og hvørjar tænastuveitingar limirnir fáa. Talan kann t.d. verða um arbeiðarafeløg, faklig feløg og arbeiðsgevarafeløg, harundir almennir myndugleikar, ið í felag hava sett á stovn og fastlagt týðandi viðurskifti viðvíkjandi eftirlønum á arbeiðsmarknaðinum. Sambært uppskotinum er § 49, stk. 5, í partafelagslógini ikki galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar.

 

Sambært stk. 2 kann í viðtøkunum fyri ein tvørgangandi eftirlønargrunn verða ásett, at val av nevnd og broyting í viðtøkunum verður gjørd av limum felagsins við frumatkvøðu.

 

Til § 73

Ásetingin er framhald av ásetingini í § 135, stk. 1, í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin staðfestir í stk. 1, hvørjar reglur í partafelagslógini verða at nýta á eftirlønargrunnar.

 

Sambært stk. 2 er § 49, stk. 6 í partafelagslógini ikki galdandi fyri hesar eftirlønargrunnar. Tær ásetingar í partafelagslógini, ið ikki er víst til, verða eins og áður, sambært umstøðunum, at nýta sum orðing fyri vanligan partafelagsrætt, tá avgerð um felagsrættarlig mál viðvíkjandi tvørgangandi eftirlønargrunnum skal takast.

 

 

Til kapittul 9

 

Til § 74

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í § 181 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur høvuðsregluna um, at allir teir persónar, ið eru knýttir at einum tryggingarfelag ella haldfelagsskapi, skulu halda trúnaðarupplýsingar, sum teir í útinnan av sínum starvi hava fingið kunnleika um, loyniligar.

 

Umsitarin í einum tryggingarfelag er fevndur av somu tagnarskyldu sum leiðslan og onnur í felagnum. Ein fyrisitari er ein persónur, ið av Tryggingareftirlitinum er tilnevndur til – møguliga í felag við aðrar fyrisitarar – at fyrisita tryggingarmongd lívstryggingarfelagsins, tá Tryggingar-eftirlitið hevur tikið avgerð um, at tryggingarmongdin skal verða undir fyrisiting. Umsitarin og teir møguligu hjálparumsitararnir eru fevndir av somu tagnarskyldu sum leiðslan og onnur í felagnum, tá hesir í sambandi við starvið hava fingið atgongd til allar trúnaðarupplýsingar, ið viðvíkur tryggingarmongdini.

 

Høvuðsreglan um at fíggjarfeløg hava tagnarskyldu hevur tvey endamál.

 

Í fyrsta lagi skal reglan tryggja, at trúnaðarupplýsingar um fyritøkuna sjálva, fyrst og fremst handils- og rakstrarloynidómar, ikki verða latnir víðari. Ásetingin samsvarar í hesum føri § 160, stk. 1, 2. pkt., í partafelagslógini. Nevndin í fíggjarfelagnum kann gera av, at upplýsingar, sum einans viðvíkja fíggjarfelagnum og ikki kundum tess, kunnu latast víðari. Um so er, at fíggjarfelagið er eitt børsskrásett felag, skal víðarilatanin afturat hesum verða í samsvari við lov om værdipapirhandel m.v., harundir reglurnar í kapitli 10 (insiderreglurnar).

 

Í øðrum lagi skal ásetingin tryggja kundarnar hjá fíggjarfelagnum móti víðarilatan ella misnýtslu av trúnaðarupplýsingum. Ásetingin styðjar tær vanligu reglurnar, ið eru ásettar í persónsupplýsingarlógini. Henda lóg ásetir reglur um viðgerð av upplýsingum um likamligar persónar, t.d. víðarilatan, samkoyring og skráseting.

 

Í ásetingini eru nevndir teir bólkar av persónum, ið eru fevndir av tagnarskyldu. Tað, at allir hesir bólkar eru fevndir av ásetingini um tagnarskyldu, hevur ikki við sær, at allar upplýsingar frítt kunnu skifta ímillum hesar persónar. Upplýsingar kunnu bert latast víðari innan eina fyritøku um so er, at víðarilatanin er heimilað. Til dømis kunnu ítøkiligar upplýsingar um kundar bert latast víðari innan fyritøkuna um so er, at talan er um eina leiðslu- ella handilsliga orsøk til víðarilatanina.

 

Ásetingin forðar sambært siðvenju ikki fyri, at sami persónurin kann verða settur í starv í fleiri fíggjarfeløgum. Talan skal tó vera um vanlig setanarviðurskifti við veruligari røkt av uppgávum. Setanarviðurskiftini skulu vera í samsvari við reglurnar um røkt av øðrum størvum.

 

Tað, at ein persónur er settur í starv í fleiri fyritøkum, hevur ikki við sær broytingar viðvíkjandi hvørjar upplýsingar kunnu latast víðari millum fyritøkurnar. Ein persónur kann sostatt ikki nýta upplýsingar frá einari fyritøku í arbeiðinum í eini aðrari fyritøku uttan so, at upplýsingarnar í samsvari við reglurnar um víðarilatan, lógliga kunnu skiftast millum fyritøkurnar.

 

Skyldan, at halda trúnaðarupplýsingar loyniligar, hevur við sær, at trúnaðarupplýsingar hvørki kunnu latast víðari av órøttum ella á annan hátt misnýtast. Við trúnaðarupplýsingar meinast sum útgangsstøði allar upplýsingar. Um so er, at upplýsingarnar eru alment atkomuligar, eru hesar ikki at meta sum trúnaðarupplýsingar, og eru tískil ikki fevndar av ásetingunum um tagnarskyldu. Spurningurin um, í hvønn mun alment atkomuligar upplýsingar kunnu latast víðari, skal avgerast eftir øðrum reglum, m.a. eftir regluni í § 34 um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju.

 

Sambært ásetingini kann víðarilatan ella nýtsla bert verða framd um so er, at hetta er at meta sum “heimilað”. Sum dømi um, at víðarilatan sambært siðvenju verður mett at vera heimilað, kann nevnast:

 

-         Víðarilatan av upplýsingum til Tryggingareftirlitið sambært lógini.

 

-         Víðarilatan av upplýsingum til skattamyndugleikarnar sambært m.a. skattalógini.

 

-         Víðarilatan av upplýsingum til eina KT-fyritøku við tí fyritreyt, at fyritøkan hevur eitt nøktandi trygdarstøði.

 

-         Víðarilatan av upplýsingum í sambandi við samanlegging av fíggjarfeløgum ella søla av partum av fíggjarfeløgum.

 

-         Víðarilatan av upplýsingum eftir samtykki kundans. Víst verður til viðmerkingarnar til § 80 hesum viðvíkjandi.

 

Víðarilatan av upplýsingum er bert heimilað, um so er, at ítøkiligu upplýsingarnar eru neyðugar til tess at røkja eina ítøkiliga uppgávu.

 

Sambært stk. 2 er tann, sum fær trúnaðarupplýsingar, fevndur av tagnarskylduni. Ásetingin hevur týdning í teimum førum, har tann, sum fær upplýsingarnar, ikki áður er fevndur av tagnarskyldu sambært fíggjarligu lóggávuni. Hetta kann t.d. vera, um so er, at móttakarin starvast á einum KT-tænastuveitingarstovni ella eini brævbjálvastovu. Móttakarin kann í hesum førum bert lata víðari tær móttiknu upplýsingarnar um kundan, um so er, at víðarilatanin er heimilað sambært stk. 1.

 

Tað, at tagnarskyldan fylgir við upplýsingunum, tá hesar verða latnar víðari, hevur ikki við sær, at heimilað víðarilatan kann fremjast í størri mun enn annars. Tað er soleiðis uttan týdning fyri, um víðarilatanin er mett at verða heimilað, at móttakarin av upplýsingunum er álagdur tagnar-skyldu.

 

Tað kunnu vera einstøk dømi, har tað ikki gevur meining, at tagnarskyldan verður varðveitt. Um upplýsingarnar t.d. verða víðarilatnar í einum rættarsali, so verða áhoyrararnir í rættarsalinum ikki álagdir tagnarskyldu sambært hesi áseting.

 

Tað liggur á fíggjarfelagnum, sum partur av einum skynsamum rakstri av fyritøkuni, at tryggja, at tann, ið fær trúnaðarupplýsingar, er vitandi um ta tagnarskyldu, ið er ein avleiðing av at fáa trúnaðarupplýsingar. Hetta kann t.d. verða gjørt við at tað í eini avtalu um útveiting verður gjørt vart við nevndu tagnarskyldu.

 

Tey krøv, ið kunnu setast fíggjarfelagnum í hesum sambandi, eru tengd at, hvør móttakarin av upplýsingunum er. Um so er, at móttakarin áðrenn er fevndur av tagnarskyldu, so kann fíggjarfelagið ganga út frá, at móttakarin er vitandi um tagnarskylduna. Tað liggur ikki á fíggjarfelagnum at ansa eftir, at móttakarin av upplýsingunum heldur tagnarskylduna.

 

Til § 75

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í § 181 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur eina tillaging til høvuðsregluna í § 74. Sambært ásetingini kunnu vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti latast víðari til at nýta í sambandi við røkt av umsitingarligum uppgávum.

 

Sambært ásetingini kunnu vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti latast víðari til fyritøkur, sum eru í samtøku eins væl og til fyritøkur, ið ikki eru í samtøku. Bygnaðurin í felagnum er ikki avgerandi fyri, um vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti kunnu latast víðari til at nýta í sambandi við umsitingarligar uppgávur.

 

Umsitingarligar uppgávur skulu tulkast vítt. Sum dømi um umsitingarligar uppgávur kunnu nevnast at gera og senda felags kontoavrit ella yvirlit yvir tryggingar, eins og frágreiðing av upplýsingum hjá øðrum fyritøkum til skattavaldið o.a. Hugtakið kann avmarkast positivt, av tí at vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti ikki kunnu latast víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving. Upplýsingarnar mugu tískil ikki vera atkomuligar fyri starvsfólk, ið avgreiða kundar, ið ikki røkja umsitingarligar uppgávur, burtursæð frá starvsfólkum í tí felagnum, har upplýsingarnar koma frá. Við samtykki frá kundanum kunnu øll starvsfólkini í teimum feløgum, ið hava felags umsiting, fáa atgongd til upplýsingarnar.

 

Stk. 2 víðkar um ásetingina í stk. 1. Allar trúnaðarupplýsingar, harundir upplýsingar um heilt privat viðurskifti, kunnu, sambært stk. 2 í uppskotinum, latast víðari til umsitingarfelagið í einum tryggingarumsitingarfelagsskapi. Ein tryggingarumsitingarfelagsskapur skal í hesum sambandi skiljast sum eitt skipað samarbeiði millum tvey ella fleiri tryggingarfeløg, harundir eftirlønargrunnar, um bæði umsitingarligar uppgávur eins væl og íløguatgerðir. Hesir umsitingarfelagsskapir kunnu vera skipaðir í ein av nevndu bygnaðum:

 

-         Felagsumsitingarligu tryggingarfeløgini, harundir eftirlønargrunnar, verða umsitin av einum ognarfelag, ið er sett á stovn í einum av feløgunum, ella av einum felagi, ið er sett á stovn og átt í felag, men sum ikki er eitt tryggingarfelag.

 

-         Ein felagsskapur, har eitt tryggingarfelag umsitur hini tryggingarfeløgini, harundir eftir-lønargrunnar, uttan at umsitingarliga tryggingarfelagið er í samtøku við ein stóran part av hinum tryggingarfeløgunum/eftirlønargrunnunum, ella

 

-         Ein felagsskapur, har størsti parturin av umsitingarligu tryggingarfeløgunum eru í samtøku.

 

Í mun til galdandi reglur hevur síðstnevnda dømi við sær eina víðkan, av tí at ásetingin um undantøku í dag ikki viðvíkur felagsumsiting í samtøkum. Ásetingin viðvíkur eins og áður bert umsitingarfelagsskapir millum tryggingarfeløg.

 

Í einum umsitingarfelagsskapi verður vanliga øll umsitingin hjá einstaka tryggingarfelagnum ella einstaka eftirlønargrunninum, harundir umsiting av kundaviðurskiftum, latin umsitingarfelagnum.

 

Tað eru bert trúnaðarupplýsingarnar, sum eru neyðugar fyri at kunna røkja umsitingina, ið kunnu latast víðari sambært stk. 1 og 2.

 

Sambært stk. 3 verður tann, ið fær upplýsingar sambært stk. 1 og 2, fevndur av tagnarskylduni.

 

Tá eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur letur umsitingarligu uppgávurnar til onnur at røkja, so ábyrgdast tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin fyri, at hetta verður gjørt á fullgóðan hátt. Hetta er m.a. treytað av, at virkisgongdin í tí felagnum, sum røkir umsitingarligu uppgávurnar, er tryggjandi. Leiðslan í tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum skal tryggja, at hetta er so. Tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin skulu í hesum sambandi tryggja, at tann, ið fær trúnaðarupplýsingar, er vitandi um tagnarskylduna, ið fylgir við upplýsingunum.

 

Stk. 4 heimilar Tryggingareftirlitinum at áseta neyvari reglur, sum nevna allar tær upplýsingar, sum eru vanligar kundaupplýsingar sambært stk. 1. Tryggingareftirlitið hevur ásett neyvari reglur um vanligar kundaupplýsingar í fíggjarfeløgum. Í hesum reglum eru nevndar allar tær upplýsingar, ið eru fevndar av hugtakinum.

 

Til § 76

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 181, stk. 1, 4. pkt., í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin neyvlýsir galdandi rætt og inniheldur høvuðsregluna um, at upplýsingar um heilt privat viðurskifti ikki kunnu latast víðari uttan kundans samtykki.

 

Við tað at víðarilatanin uttan samtykki í einstøkum førum er heimilað, so neyvlýsir ásetingin hetta. Víðarilatanin kann t.d. verða heimilað í sambandi við rættarmál og samanleggingar.

 

Víðarilatan av reint privatum upplýsingum til umsitingarliga felagið í einum umsitingarfelagsskapi, kann harafturat henda uttan kundans samtykki, sbr. § 75, stk. 2, í uppskotinum.

 

Til § 77

Sambært stk. 1 kunnu upplýsingar latast víðari til móðurfelagið hjá tryggingarfelagnum til at nýta í sambandi við váðastýring í samtøkuni, um so er, at móðurfelagið er eitt fíggjarfelag ella ein haldfelagsskapur. Hetta er tó ikki galdandi fyri upplýsingar um heilt privat viðurskifti.

 

Upplýsingarnar um privatkundar kunnu sambært stk. 2 ikki latast víðari til at nýta í váðastýring, sbr. stk. 1, uttan í serligum førum, har upplýsingarnar um ein privatkunda viðvíkja skyldum, ið hava ella kunnu fáa munandi stødd.

 

Um upplýsingarnar skulu latast víðari til eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskap, sum ikki eru fevnd av lógaruppskotinum, t.e. útlendsk feløg, skal felagið vera fevnt av eini tagnarskyldu, sum samsvarar tagnarskylduni í § 74, stk. 1.

 

Til § 78

Ásetingin regulerar víðarilatan av upplýsingum til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt og ráðgeving.

 

Í stk. 1 verður høvuðsreglan um, at upplýsingar ikki kunnu latast víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving, uttan so at ein privatur kundi hevur givið samtykki til víðarilatanina, staðfest. Sambært § 80, stk. 1, í uppskotinum, skal samtykki vera skrivligt.

 

Tá talan er um víðarilatan til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt, so samsvarar stk. 1 við ásetingina í § 9, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini, og skal sostatt tulkast samsvarandi hesi áseting.

 

Stk. 2 inniheldur undantøk frá kravinum um samtykki í stk. 1.

 

Frávik kann bert gerast frá kravinum um samtykki, um so er at niðanfyri nevndu treytir eru loknar:

 

Í fyrsta lagi skal talan vera um vanligar kundaupplýsingar, ið eru grundarlag undir flokkan í kundabólkar. Sum dømi um vanligar kundaupplýsingar kunnu nevnast upplýsingar um navn, bústað, kyn og aldur kundans. Afturat hesum eru upplýsingar um, at kundin t.d. eigur hús, bil, teldu ella líknandi, vanligar kundaupplýsingar. Harafturímóti er tað sambært ásetingini ikki gjørligt uttan samtykki at lata víðari upplýsingar, sum avdúka heilt privat viðurskifti hjá kundanum. Á sama hátt er ikki gjørligt at lata víðari nágreiniligar kundaupplýsingar, t.d. av persónligum ella búskaparligum slag.

 

Í øðrum lagi skulu áhugamálini umhugsast gjølliga: víðarilatanin skal vera neyðug, til tess at samtøkan, ið trúnaðarupplýsingarnar verða latnar víðari til, kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, og fyrilitini fyri privatkundum mugu ikki verða størri enn hetta áhugamálið.

 

Við hesum kravi verður tryggjað, at trúnaðarupplýsingar til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving, ikki verða latnar víðari, um so er, at áhugamálini hendingaferð tala ímóti hesum. Sum dømi um hetta kann nevnast, at eitt tryggingarfelag ella ein haldfelagsskapur hevur kunnað kundar sínar um, at felagið ikki fer at lata upplýsingar um kundarnar víðari til aðrar fyritøkur til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving. Um so er, at felagið hóast hetta ger av at lata upplýsingar víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving, so talar fyrilitið fyri kundunum ímóti, at upplýsingar í hesum førum kunnu latast víðari uttan kundans samtykki.

 

Í triðja lagi skal talan vera um víðarilatan til samtøkur, ið eru fevndar av tagnarskylduni, nevnd í § 74, stk. 1.

 

Tá talan er um víðarilatan til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt, so samsvarar stk. 2 til ásetingina í § 9, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini, burtur sæð frá at stk. 2 í uppskotinum bert verður at nýta tá talan er um víðarilatan av upplýsingum til samtøkur, ið eru fevndar av tagnarskylduni, nevnd í § 74, stk. 1, og stk. 2 skal tískil tulkast í samsvari við § 9, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini.

 

Ásetingin styðjar upp undir tær vanligu reglurnar í persónsupplýsingarlógini, ið eru galdandi fyri fíggjarfeløg eins og fyri aðrar vinnufyritøkur. Sambært persónsupplýsingarlógini er tað tískil enn ein treyt fyri víðarilatan av upplýsingum, at meginreglan um vissu fyri endamálinum ikki forðar fyri hesum. Henda meginreglan staðfestir, at upplýsingar einans kunnu savnast inn til nágreiniliga ásett og saklig endamál. Upplýsingarnar kunnu sostatt ikki – uttan so at skrásetti persónurin sjálvur gevur samtykki – fáa eina viðferð, ið ikki er í samsvari við hesi endamál.

 

Samanspælið við persónsupplýsingarlógina hevur somuleiðis við sær, at sjálvt um talan er um vanligar kundaupplýsingar – og fyritøkan sostatt, sambært uppskotinum, í ávísum førum kann lata upplýsingarnar víðari uttan kundans persónliga samtykki – so kunnu upplýsingarnar bert latast víðari, um so er, at brúkarin ikki hevur mótmælt hesum, sbr. § 36 í persónsupplýsingarlógini.

 

Afturat hesum kann nevnast, at reglurnar í persónsupplýsingarlógini um aðra viðferð enn víðarilatan, t.d. nýtslu av upplýsingum, eisini fevna um fíggjarfeløg. Lógin inniheldur m.a. reglur um samtykki, tá upplýsingar um brúkararnar verða nýttir í sambandi við marknaðarrøkt.

 

Landsstýrismaðurin kann sambært § 9, stk. 4 í persónsupplýsingarlógini áseta fleiri avmarkingar í atgongdini at lata víðari ella nýta ávís sløg av upplýsingum í sambandi við marknaðarrøkt sambært § 6, stk. 3, í persónsupplýsingarlógini.

 

Sambært stk. 3 kunnu vanligar upplýsingar um viðurskifti hjá vinnulívskundum latast víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt og ráðgeving til eitt fíggjarfelag, sum er fevnt av tagnarskylduni, nevnd í § 74, stk. 1.

 

Til § 79

Sambært ásetingini er tað skyldan hjá tryggingarfelagnum at gera leiðreglur fyri, í hvønn mun upplýsingar verða latnar víðari frá felagnum, t.e. í hvønn mun viðkomandi felag ger nýtslu av møguleikanum í lógini at lata upplýsingar víðari. Hesar leiðreglur skulu verða alment atkomuligar. Endamálið við regluni er at geva kundunum møguleika at velja frá ein stovn, ið letur víðari fleiri upplýsingar, enn kundin ynskir.

 

Av leiðreglunum skal síggjast hvørji sløg av kundaupplýsingum, ið verða latin víðari til hvørji sløg av fyritøkum. Neyðugt er ikki við eini nágreiniligari uppreksan av øllum upplýsingum, men leiðreglurnar skulu veita kundanum eina nágreiniliga fatan yvir, hvørjar upplýsingar, ið latast víðari.

 

Tað verður ikki kravt, at leiðreglurnar skulu latast øllum kundum, men tær skulu vera atkomuligar fyri øllum kundum, harundir eisini møguligum kundum.

 

Hetta kann t.d. verða gjørt við tað at leiðreglurnar standa í einum faldara, ið kann latast áhugaðum kundum.

 

Til § 80

Sambært stk. 1 skal samtykki til víðarilatan av upplýsingum vera skrivligt.

 

Við samtykki meinast ein sjálvboðin, ítøkilig og upplýst fráboðan frá kundanum um, at hann játtar, at upplýsingar um kundan latast víðari.

 

Krøvini skulu tulkast í samsvari við samsvarandi krøv í persónsupplýsingarlógini.

Kravið um, at samtykki skal verða ítøkiligt, hevur við sær, at tað skal skiljast av samtykkinum, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari, hvør kann fáa hesar upplýsingarnar eins og hvat endamál upplýsingarnar latast víðari til. Kravið um, at samtykki skal verða upplýst, hevur við sær, at kundin skal verða greiður yvir, hvat tað er, ið viðkomandi gevur samtykki til. Fíggjarfelagið skal tískil tryggja, at kundin verður kunnaður í nóg stóran mun, soleiðis at viðkomandi kann meta um, hvørt samtykki skal gevast ella ei.

 

Kravið um at samtykki skal verða skrivligt er lokið, um so er, at samtykki er givið í talgildum formi. Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 6 í uppskotinum.

 

Skrivliga samtykki skal vera givið tá upplýsingarnar latast víðari. Hetta hevur við sær, at um ein kundi munnliga gevur lyfti um at viðkomandi seinni fer at geva skrivligt samtykki, so lýkur hetta lyfti sum útgangsstøði ikki kravið um at samtykki skal verða skrivligt.

 

Stk. 2 linkar um kravið um, at samtykki skal verða skrivligt í teimum førum, har ein tryggingar-avtala verður gjørd við støði í telefonáheitan. Í slíkum føri kann samtykki til víðarilatan av upplýsingum latast munnliga. Tryggingarfelagið skal í seinasta lagi 14 dagar eftir at tryggingar-avtalan er gjørd, skrivliga kunna kundan um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara munnliga samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann, og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í munnliga samtykki kundans. Frávikið er grundað á, at avtalur á tryggingarøkinum ikki altíð verða gjørdar sambært fyrimyndini áheitan-tilboð-samtykki. Fleiri av avtalunum verða gjørdar á tann hátt, at tað aftaná eina telefonsamrøðu verður sent eitt tryggingarskjal og eitt krav um tryggingargjald til viðkomandi. Tá tryggingargjaldið er goldið, er hetta at meta sum eitt samtykki. Stk. 2 í uppskotinum hevur tískil við sær, at tað enn er gjørligt at gera avtalur á henda, fyri kundan, smidliga og einfalda hátt.

 

Tað er fyritøkan, ið hevur próvbyrðuna fyri, at kravið um samtykki er lokið, uttan mun til um samtykki er latið munnliga ella skrivliga.

 

Stk. 3 og 4 staðfesta upplýsingarskylduna mótvegis kundunum. Endamálið við upplýsingar-skyldunum er at skapa størri gjøgnumskygni fyri einstaka kundan, við tað at kundin, við støði í upplýsingunum, fær møguleikan at umhugsa, hvørt eitt samtykki møguliga skal takast aftur. Stk. 3 og 4 regulera sostatt ikki atgongdina hjá fíggjarfelagnum at lata upplýsingar víðari í slíkum førum.

 

Stk. 3 staðfestir, at kundin eina ferð um árið skal verða kunnaður um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann eins og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í samtykki kundans.

 

Sambært stk. 4 skal kunning sambært stk. 3 eisini gevast, tá talan er um stórar broytingar í viðurskiftunum hjá fíggjarfelagnum, harundir í samtøkuviðurskiftum. Við tílíkar stórar broytingar meinast t.d. samanlegging, sundurbýti ella aðrar umskipanir.

 

Tílíkar broytingar kunnu føra við sær eina broyting í mun til, hvør fær upplýsingar við støði í samtykki kundans. Sambært stk. 4 er tað sostatt ein treyt, at broytingin hevur týdning fyri, hvørji sløg av upplýsingum, ið kunnu latast víðari við støði í samtykki kundans, til hvørji endamál víðarilatast kann, eins og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í samtykki kundans.

 

 

Partur V

 

Til kapittul 10

 

Til § 81

Ásetingin er áður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbrt. fylgiskjali A. Við uppskotinum verður, afturat hesum, partur av EF-direktivi á fíggjarliga økinum, sbrt. fylgiskjali A, framt.

 

Stk. 1 inniheldur áseting um, at grundarfæfeingi hjá tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum í minsta lagi skal vera tað størsta av gjaldføriskravinum og minsta fæfeingiskravinum (minimumskapitalkravet).

 

Nr. 1, 2 og 3 áseta gjaldføriskravið, tá talan er um lívstryggingarvirksemi, nr. 4 ásetir gjaldføris-kravið, tá talan er um skaðatryggingarvirksemi, nr. 5 ásetir minsta fæfeingiskravið, tá talan er um lívstryggingarvirksemi og nr. 6 og 7 áseta minsta fæfeingiskravið, tá talan er um skaðatryggingarvirksemi.

 

Nr. 1 ásetir gjaldføriskravið fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið hava loyvi (konsessión) at tekna tryggingar í tryggingarflokki I, II, III, IV ella VI (lívstrygging), og har felagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin hevur átikið sær ein íløguváða. Fyri hesi er kravið til grundarfæfeingið, 4 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar, og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um uppgerðina av váðamettu postunum. Lívstryggingarburturleggingar verða gjørdar upp í samsvari við roknskaparkunngerð fyri lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.

 

Nr. 2 ásetir gjaldføriskravið fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki V ella tryggingarflokki III, og tá felagið ikki hevur átikið sær ein íløguváða, og har tann upphædd, ið skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, verður ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár. Fyri hesi feløg er kravið til grundarfæfeingi 1 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri uppgerðina av váðamettu postunum.

 

Nr. 3 ásetir gjaldføriskravið fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki III, og har felagið ikki hevur átikið sær ein íløguváða, og har tann upphædd, sum skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, ikki verður ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár. Fyri hesi feløg er kravið til grundarfæfeingið 25 prosent av tryggingarliga umsitingarkostnaðinum í seinasta roknskaparári, og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina. Broytingin í mun til galdandi lóggávu er ein neyvlýsing av gjaldføriskravinum í teimum førum, har upphæddin, sum skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, ikki verður ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri uppgerðina av váðamettu postunum.

 

Nr. 4 ásetir gjaldføriskravið fyri tey tryggingarfeløg, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki 1-18 (skaðatrygging). Gjaldføriskravið er tann størsta upphæddin av 18 prosentum av váðamettu postunum fyri tað hægsta av bruttotryggingargjøldum og bruttotryggingargjaldsinntøkum upp til 50 milliónir evrur, og 16 prosent av upphæddum yvir hetta, og 26 prosent av váðamettu postunum fyri bruttoendurgjaldskostna fyri upphæddir upp til 35 milliónir evrur, og 23 prosent av upphæddum yvir hetta tey seinastu 3 roknskaparárini. Broytingin í mun til galdandi lóggávu, er ein hækkan av markinum á upphæddunum til 50 milliónir evrur og 35 milliónir evrur. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri uppgerðina av váðamettu postunum.

 

Nr. 5 inniheldur eitt minstafæfeingiskrav fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki I, II, III, IV, V ella VI. Minsta fæfeingiskravið er 3 milliónir evrur. Broytingin í mun til galdandi lóggávu, er ein hækkan av minsta fæfeingiskravinum, eins og at minsta fæfeingiskravið fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar og sínámillum feløg ikki longur verður skert við 25 prosentum. Hervið er minsta fæfeingiskravið óheft av felagsforminum.

 

Nr. 6 inniheldur eitt minsta fæfeingiskrav fyri tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 16, 17 ella 18, og minsta fæfeingiskravið er 2 milliónir evrur. Broytingin í mun til galdandi reglur er ein hækkan av minsta fæfeingiskravinum, eins og at minsta fæfeingiskravið fyri sínámillum feløg ikki longur sjálvvirkandi verður skert við 25 prosentum.

 

Nr. 7 inniheldur eitt minsta fæfeingiskrav fyri tryggingarfeløg, ið hava loyvi at tekna tryggingar í tryggingarflokki 10, 11, 12, 13, 14 ella 15. Minsta fæfeingiskravið er 3 milliónir evrur. Broytingin í mun til galdandi reglur er ein hækkan av minsta fæfeingiskravinum, eins og at minsta fæfeingiskravið fyri sínámillum feløg ikki longur sjálvvirkandi verður skert við 25 prosentum.

 

Stk. 2 ásetir, at gjaldføriskravið hjá einum felag er samanlegging av gjaldføriskravinum fyri lívs-tryggingarvirksemi, eins og rokna út í stk. 1, nr. 1-3, og gjaldføriskravið fyri skaðatryggingar-virksemi, eins og rokna út í stk. 1, nr. 4. Ásetingin hevur støði í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Stk. 3 ásetir, at minsta fæfeingiskravið hjá einum felag er tað størsta av minstakravinum fyri tryggingarflokk I-VI, ásett í stk. 1, nr. 5, minstakravið fyri tryggingarflokk 1-9 og 16-18, ásett í stk. 1, nr. 6, og minstakravið fyri tryggingarflokk 10-15, ásett í stk. 1, nr. 7.

 

Sambært stk. 4 kann minsta fæfeingiskravið í samsvari við EF-direktiv 2002/13/EF verða lækkað fyri sínámillum tryggingarfeløg. Sambært direktivinum kann lækking verða gjørd við upp til 25 prosentum.

 

Sambært § 93 kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari treytir sum treyt fyri lækkanini.

 

Til § 82

Uppskotið hevur til endamáls at lýsa fæfeingiskravið fyri tryggingarfeløg at verða tað størsta av ávikavist gjaldføriskravinum og minsta fæfeingiskravinum. Ásetingin ger tað soleiðis lættari at vísa til fæfeingiskravið í øðrum ásetingum.

 

Til § 83

Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivi á fíggjarliga økinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Sambært ásetingini er grundarfæfeingi hjá einum tryggingarfelagið samanlegging av kjarnu-fæfeinginum aftaná frádráttir og ískoytisfæfeingi aftaná frádráttir.

Ásetingin í stk. 2 skal forða fyri, at tað fæfeingi, ið er partur av grundarfæfeinginum, veruliga er minni enn ásett, við tað at skattur verður álagdur, ið ikki er útreiðsluførdur á teimum ognum, ið eru partur av fíggjarstøðuni.

 

Til § 84

Ásetingin samsvarar harafturat teimum reglum, ið Tryggingareftirlitið longu hevur givið út í eini kunngerð um fæfeingisgrundarlag.

 

Ásetingin neyvlýsir kjarnufæfeingi fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.

 

Sambært stk. 1 kunnu tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar rokna uppí roknskaparliga eginpeningin í grundarfæfeinginum. Eginpeningurin er inngoldin partabræva- og ábyrgdarpeningur, meirvirði av útgávum (emissión), neyðgoymslur (reservur), hækkan av burturleggingum, flutt yvirskot ella undirskot, eins og úrslitið so hvørt í árinum.

 

Afturat eginpeninginum kunnu limakontur og serstakar bonusavsetingar (týpa B) verða partur av kjarnufæfeinginum. Hesi eru bæði partar, ið tryggingartakararnir hava veitt til uppbygging av grundarfæfeinginum.

Afturat hesum eru ávísar skattaognir, nevniliga tann peningur, ið verður útgoldin til lívstryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnin, um so er, at felagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin kemur í eina umsitingarstøðu, sbrt. § 156.

 

At enda kann eitt móðurfelag taka við, sonevnt triðjamansfæfeingi í dótturfeløgum og í afturatknýttum tryggingarfeløgum. Við hetta meinast grundarfæfeingi, ið av øðrum feløgum enn samtøkufyritøkum er sett í eitt dótturfelag. Talan er t.d. um serstakar bonusavsetingar (týpa A og B) ella ábyrgdarlánsfæfeingi í dótturfelagnum.

 

Um so er, at dótturfelagið ikki er heil ogn (heilátt) ella er eitt afturatknýtt (associerað) felag, kann bert tann parturin, ið svarar til ognarpartin, verða partur av kjarnufæfeinginum. Hetta hevur við sær, at um so er, at eitt felag eigur 20 prosent í einum øðrum tryggingarfelag, so kunnu 20 prosent av ábyrgdarlánsfæfeinginum og serstøkum bonusavsetingum takast við.

 

Ásetingin er annars ein avleiðing av lívstryggingardirektivinum og broytta 1. skaðatryggingar-direktivinum, sbrt. fylgiskjali A.

 

Stk. 2 tryggjar, at eitt tryggingarfelag ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur ikki kann draga dupult frá sambært stk. 1, nr. 5, tá kjarnufæfeingi verður uppgjørt. 1. pkt. í ásetingini tryggjar, at kjarnufæfeingið í einum dótturtryggingarfelagi ella í einum afturatknýttum tryggingarfelagi, sambært stk. 1, nr. 5, litra a, verður gjørt upp, áðrenn beinleiðis og óbeinleiðis ognaðar ognir, sambært § 85, stk. 1, nr. 6, eru drignar frá, um so er, at móðurfelagið longu hevur drigið kjarnufæfeingið frá við hesari upphædd. Hetta kann verða tilburðurin, um so er, at tryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin eigur eitt dótturtryggingarfelag ella eitt afturatknýtt tryggingarfelag, har móðurfelagið hervið óbeinleiðis eigur dótturtryggingarfelagið ella beinleiðis ognaðu ognir afturatknýtta tryggingarfelagsins. Ásetingin tryggjar tí, at eitt móðurfelag ikki skal draga somu upphæddina frá tvær ferðir, tá kjarnufæfeingið verður gjørt upp, við tað at dótturtryggingarfelagið og kjarnufæfeingi hjá afturatknýtta dótturtryggingarfelagnum í hesum føri verður gjørt upp, áðrenn drigið verður frá grundað á beinleiðis ella óbeinleiðis ognaðar ognir.

2. pkt. tryggjar, at ikki verður drigið dupult frá, um so er, at dótturfelagið ella eitt afturatknýtt tryggingarfelag sjálvt eigur dótturtryggingarfelagið ella afturatknýtta tryggingarfelagið, og fæfeingiskravið hjá hesum feløgum longu er drigið frá í kjarnufæfeinginum hjá móðurfelagnum sambært § 85, stk. 1, nr. 4.

 

Stk. 3 hevur við sær, at tann upphæddin, ið kann takast við frá dótturtryggingarfelagnum, ikki kann vera hægri enn fæfeingiskravið í dótturfelagnum.

 

Í stk. 4 verður mælt til, at ábyrgdarpeningurin ikki kann verða lækkaður uttan samtykki Eftirlitsins, eins og at hetta verður gjørt í samsvari við reglurnar í viðtøkunum. Eitt tílíkt samtykki er treytað av, at fæfeingiskravið verður hildið, eisini aftaná eina lækking.

 

Tryggingareftirlitið kann eisini sambært ásetingini gera av, at tað verða gjørdar burturleggingar í ein grundargrunn, sum ikki kann minkast uttan loyvi Eftirlitsins.

 

Til § 85

Ásetingin nevnir teir frádráttir, ið kjarnufæfeingið verður minkað við.

 

Møguliga nøgd tryggingarfelagsins av egnum partabrøvum, ognaðum skattaognum, eins og immateriell ogn, t.d. sum goodwill, skulu dragast frá í kjarnufæfeinginum.

 

Við egnum fæfeingislutum í nr. 1 meinast við egnar ognir í samsvari við § 48 í partafelagslógini.

 

Sambært nr. 2 verða immateriellar ognir drignar frá, tá grundarfæfeingið verður gjørt upp. Immateriellar ognir skulu skiljast soleiðis, sum hugtakið er allýst í ársroknskaparlógini, og fevnir hetta m.a. um goodwill, ritbúnað, íbindingargjøld til virðisbrævabørsar og Futop clearingsentralin, eins og onnur íbindingargjøld. Reglan er grundað á, at immateriellar ognir ofta missa virði, um so er, at tryggingarfelagið fær búskaparligar trupulleikar.

 

Sambært nr. 3 verða skattaognir drignar frá. Skattaognir hava bert virði, um so er, at tryggingar-felagið fremur eina positiva skattskylduga inntøku framyvir, har uppsparda skattliga undirskotið kann mótroknast. Um so er, at tryggingarfelagið kemur í búskaparligar trupulleikar og ikki fremur yvirskot, so missa skattaognirnar sítt virði. Við støði í hesum skulu skattaognir – eins og immateriellar ognir – dragast frá, tá grundarfæfeingi tryggingarfelagsins verður gjørt upp.

 

Sambært galdandi roknskaparreglum skulu tryggingarfeløg í roknskapinum taka við eina sonevnda skattaogn. Ein skattaogn verður vanliga til, um so er at tryggingarfelagið hevur haft negativa skattliga inntøku. Ognin er tann skattligi fyrimunurin, ið tryggingarfelagið hevur, við tað at negativa skattliga inntøkan sambært reglunum í skattalóggávuni kann mótroknast í skattligu inntøkuni framyvir. Ognin skal bert roknast uppí, um so er, at talan er um ein realistiskan møguleika fyri at felagið framyvir fær yvirskot.

 

Tað eru serstakar skattareglur galdandi fyri lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar, sambært hvørjum ein partur at skattaognini í eini umsitingarstøðu kann gjaldast út. Mælt verður tí til, at henda upphæddin verður roknað uppí, tá grundarfæfeingi verður gjørt upp.

 

Nr. 4 hevur við sær, at tann parturin av fæfeingiskravinum í einum dótturtryggingarfelag ella einum afturatknýttum tryggingarfelag, ið samsvarar tí beinleiðis ella óbeinleiðis ognaða partinum av parta- ella ábyrgdarpeningi tryggingarfelagsins, kann dragast frá. Frádrátturin samsvarar fæfeingiskravinum, sambært § 81, í dótturtryggingarfelagnum, ella tí afturatknýtta tryggingarfelagnum, uttan mun til um dótturtryggingarfelagið ella afturatknýtta tryggingarfelagið lúka fæfeingiskravið ella ei.

 

Nr. 5 viðvíkur ognarpørtum í ognar- ella fíggjarstovnum. Ásetingin er víðkað í mun til kunngerð um fæfeingisgrundarlag, við tað at hon ikki longur einans fevnir um føroyskar bankar, ið eru undir eftirliti hjá danska Finanstilsynet, men eisini fevnir um altjóða bankar.

 

Nr. 6 viðvíkur frádrátti í grundarfæfeinginum fyri eina stóra binding við eina einstaka fyritøku. Ásetingin er framhald av samsvarandi reglu, ið Tryggingareftirlitið hevur gjørt í kunngerð um fæfeingisgrundarlag.

 

Ásetingin hevur støði í at nøgdaríløgureglurnar eru avmarkaðar til bert at vera galdandi fyri ein part av ognunum, nevniliga tær ognir, ið samsvara tryggingarligu burturleggingunum.

 

Í nøgdaríløgumørkunum (kvantitativ investeringsmørk), sambært § 95–102, harímillum serliga § 100, stk. 1, nr. 5, og stk. 4 og 5, eru ásettar avmarkingar fyri ein part av ognunum, t.d. um í mesta lagi at seta 2-4 prosent av tryggingarligu burturleggingunum í eina fyritøku. Um so er, at eitt tryggingarfelag ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur hevur stórar bindingar í mun til fæfeingiskravið, so veitir ásetingin ein frádrátt í grundarfæfeinginum.

 

Frádrátturin í grundarfæfeinginum verður gjørdur upp á samtøkugrundarlagið (koncernbasis) á tann hátt, at t.d. partabrævaognir í einum dótturfelag roknast upp í, tá bindingin verður gjørd upp.

 

Bindingin, sum skal dragast frá í grundarfæfeinginum, verður gjørd upp sum munurin millum á aðrari síðuni: Egnar ognir og ognir dótturfelagsins í eini aðrari fyritøku ella fyritøkum í somu samtøku, ið ikki longu eru partur av teimum ognum, ið eru fevndar av teimum gullrandaðu ognunum, sbr. § 98, stk. 1, nr. 1-8, ella ið eru ognir í dótturfeløgum, og á hinari síðuni:

 

Fyri lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar: ein summur av 75 prosentum av fæfeingiskravinum, 75 prosent av frádráttinum sambært nr. 1 fyri dótturlívstryggingarfeløg (tess fæfeingiskrav) eins og 100 prosent av frádráttinum sambært nr. 1 og 2 fyri onnur dótturfeløg (tess fæfeingiskrøv).

 

Fyri skaðatryggingarfeløg: Ein summur av 100 prosentum av fæfeingiskravinum, 75 prosent av frádráttinum sambært nr. 1 fyri dótturlívstryggingarfeløg (tess fæfeingiskrav), eins og 100 prosent av frádráttinum sambært nr. 1 og 2 fyri onnur dótturfeløg (tess fæfeingiskrøv).

 

Tað eru einans negativar upphæddir, ið skulu dragast frá. Negativar upphæddir kunnu ikki leggjast afturat grundarfæfeinginum.

 

Endamálið við nr. 7 er at gera eina stilling av virðismetingarreglunum. Fleiri feløg, ið reka skaðatryggingarvirksemi, gera virðismeting av endurgjaldsburturleggingum aftaná at endurgjaldið  væntandi er goldið. Tá grundarfæfeingið verður gjørt upp, skulu hesi feløg kortini ganga út frá, at endurgjøld verða goldin, tá gjørt verður upp.

 

Stk. 2 ásetir, at um so er, at talan er um eitt útlendskt dótturfelag ella afturatknýtt felag, so skal fæfeingiskravið í minsta lagi samsvara kravinum, ið er galdandi fyri fíggjarfeløg við viðtøku heimstaði í Føroyum.

 

Ásetingin í stk. 3 er framhald av samsvarandi reglu, ið Tryggingareftirlitið hevur gjørt í kunngerð um fæfeingisgrundarlag. Ásetingin hevur við sær, at Tryggingareftirlitið kann geva tíðaravmarkað undantaksloyvi, soleiðis at aðrar ognir enn dótturfeløg og gullrandaðar ognir kunnu verða fevndar av undantøkunum í sambandi við frádráttir í kjarnufæfeinginum sbrt. stk. 1, nr. 6. Tað kunnu verða serstøk dømi, har tað er hóskandi, at Tryggingareftirlitið við støði í eini ítøkiligari meting kann geva tíðaravmarkað undantaksloyvi til eitt fæfeingisáhugamál, ið ikki er eitt dótturfelag, men hevur eyðkenni sum dótturfelag, og har reglan um frádrátt ikki út í æsir kann gerast soleiðis, at hon í øllum førum er rímilig og hóskandi.

 

Eitt undantaksloyvi kann ikki gevast, um so er, at endamálið við undantaksloyvinum einans verður mett at verða tað, at felagið við hesum lýkur gjaldføriskravið.

 

Til § 86

Ásetingin hevur við sær, at sínámillum feløg og eftirlønargrunnar kunnu írokna limakontur sum ein part av grundarfæfeinginum, um so er, at viðtøkurnar innihalda ávísar ásetingar um hesar limakontur.

Tær treytir, ið skulu standa í viðtøkunum, eru, at upphæddir frá limakontunum ikki kunnu gjaldast til tryggingartakararnar við húsagang ella avtøku, fyrr enn øll hin skuldin er goldin. Aðrar upphæddir kunnu heldur ikki gjaldast út, um so er, at fæfeingiskrøvini hervið ikki verða hildin.

 

Afturgjald, ið er íbirt av øðrum orsøkum, enn at ein gevst við at vera limur (t.d. tá talan er um afturkeyp, ella at tryggingaravtalan gongur út) kann bert fara fram, um Tryggingareftirlitið verður kunnað um hetta. Tryggingareftirlitið kann nokta, at afturgjald verður framt.

 

Limakontur geva sínámillum feløgunum og eftirlønargrunnunum møguleika av byggja upp grundarfæfeingi hjá limunum. Hetta verður vanliga gjørt soleiðis, at ein partur av tryggingargjøldunum verður nýttur til at byggja upp limakontur.

 

Til § 87

Ásetingin ger tað gjørligt fyri lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar at írokna serstakar bonusavsetingar í grundarfæfeinginum, um so er, at fleiri treytir eru loknar.

 

Lógaruppskotið inniheldur eins og núverandi kunngerð tvey sløg av serstakum bonusavsetingum við ymiskum eyðkennum. Tað eina slagið (týpa B), ið verður tillagað sambært hesi áseting, er eyðkent sum partapeningur í lívstryggingarfeløgum, og sum limakontur í tvørgangandi eftirlønargrunnum. Hitt slagið (týpa A) er eyðkent sum ábyrgdarlánsfæfeingi, ið er ískoytisfæfeingi, sbr. § 84 og viðmerkingar til greinina.

 

Ásetingin ger bert av, hvørji krøv, ið ávísu bonusskyldurnar skulu lúka, fyri at kunna skipast sum serstakar bonusavsetingar og íroknast í grundarfæfeingi. Uppskotið tekur ikki støðu til, á hvønn hátt slíkar bónusavsetingar verða stovnaðar í sambandi við avtalur ella onnur viðurskifti enn tey, ið viðvíkja gjaldførinum viðvíkjandi slíkum avtalum.

 

Nr. 1-4 lýsa tey eyðkenni, ið eru felags fyri bæði sløgini av serstakum bonusavsetingum. Í uppskotinum verður ikki nomið við, á hvønn hátt viðkomandi eyðkenni kunnu ella skulu stovnast í sambandi við avtalur. Tað er sostatt tað einstaka lívstryggingarfelagið, ella tann einstaki tvørgangandi eftirlønargrunnurin, ið skal taka avgerð um at gera eitt løgfrøðiligt, haldgott grundarlag fyri nakrar av bonusavsetingunum, ið lúka krøvini.

 

Fyrst verður ásett, at serstakar bonusavsetingar eru ein partur av tryggingarligu burturleggingunum. Hetta fær m.a. ta avleiðing, at tær eru ein partur av samlaðu skyldunum. Fyri hesar skyldur verður kravt, at ognirnar skulu skrásetast, sbr. § 103.

 

Nr. 1 mælir til, at serstakar bonusavsetingar sum upprunastøði verða bygdar upp av peningi frá trygginganna luti av tí staðfesta úrslitinum, t.e. tað yvirskotið í feløgunum, ið er grundarlagið fyri bonus. Serstakar bonusavsetingar kunnu viðvíkja allari tryggingarmongd felagsins ella bert eini partamongd.

 

Sambært nr. 2 er tað ein treyt, at parturin av serstøkum bonusavsetingum hjá tí einstøku tryggingini skal kunna roknast út.

 

Í nr. 3 verður mælt til, at serstakar bónusavsetingar ikki innganga við eini upphædd, sum ein partur av tryggingaravtalum við útrokning av tí partinum av tí staðfesta úrslitinum. Hetta er galdandi bæði í sambandi við útrokningarligu veitingarmeginregluna og í sambandi við býtisligu  veitingarmeginregluna.

 

Hetta kemst av, at serstakar bonusavsetingar rentast á serstakan hátt, ið er ásettur í nr. 5, sbr. niðanfyri nevnt. Serstakar bonusavsetingar (týpa B) eru við saman við eginpeninginum og á jøvnum føti við hendan, í sambandi við ta útrokningarligu meginregluna um veitingar, sbr. §§ 14 og 15.

 

Sambært nr. 4 kann partur av serstøkum bonusavsetingum hjá tryggingartakarunum flytast til tryggingarnar sum bonus. Flytingin skal gerast í seinasta lagi samstundis sum útgjald av veitingum undir tryggingini (útgjaldingarbonus), men kann eisini verða gjørd fyrr. Afturkeyp er í hesum sambandi ikki at meta sum ein veiting. Tað er sostatt ikki eitt krav, at flyting skal gerast í sambandi við afturkeyp, men avtala kann verða gjørd hesum viðvíkjandi.

 

Sambært nr. 5 verður mælt til, at serstakar bonusavsetingar (týpa B) skulu viðgerast á jøvnum føti við eginkapitalin við atliti til tap og vinning.

 

Til § 88

Ásetingin neyvlýsir ískoytisfæfeingi, eins og hvussu stórur partur av grundarfæfeingi tryggingar-felagsins kann verða ískoytisfæfeingi.

 

Merkingin ískoytisfæfeingi er nýggj fyri tryggingarfeløg og verður nýtt til tess at einshátta fæfeingisheitini fyri tey ymisku sløgini av fíggjarfeløgum.

 

Eins og sæst í nr. 1 í ásetingini, so er ábyrgdarlánsfæfeingi partur av ískoytisfæfeinginum. Mælt verður til, at merkingin ábyrgdarlánsfæfeingi verður nýtt í staðin fyri afturumsett fæfeingi (ábyrgdarlánsfæfeingi). Ábyrgdarlánsfæfeingi skal skiljast í samsvari við § 89 í uppskotinum.

 

Nr. 2 samsvarar kunngerðini um fæfeingisgrundarlag fyri tryggingarfeløg, og sambært hesum verður gjørligt at írokna ískoyti fyri møguligt ískoytistryggingargjald í grundarfæfeinginum hjá sínámillum tryggingarfeløgum, um so er, at treytirnar í § 90 eru loknar.

 

Sambært nr. 3 er gjørligt at írokna serstakar bonusavsetingar (týpa A), ið lúka treytirnar í § 91 í grundarfæfeinginum.

 

Stk. 2 ásetir eitt mark fyri, hvussu stórur partur av tryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum kann verða ískoytisfæfeingi. Kjarnufæfeingi eftir frádrátt verður nýtt sum grundarlag, tá støddin á ískoytisfæfeinginum, ið tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin kunnu írokna, verður roknað út. Ískoytisfæfeingi kann í mesta lagi vera íroknað við eini upphædd, ið er samsvarandi tí minsta av 100 prosentum av kjarnufæfeinginum aftaná frádrátt og helvtina av fæfeingiskravinum.

 

Stk. 3 er galdandi fyri ábyrgdarlánsfæfeingi við fastari gildistíð í tryggingarfeløgum og eftirlønar-grunnum. Fyri hesi er harafturat galdandi, at ábyrgdarlánsfæfeingi í mesta lagi kann vera ein upp-hædd, ið er samsvarandi tí minsta av 1/3 av kjarnufæfeinginum aftaná frádrátt og ¼ av fæfeingis-kravinum. Hetta samsvarar galdandi áseting í kunngerð um fæfeingisgrundarlag. Ásetingin fremur lívstryggingardirektivið og broytta 1. skaðatryggingardirektivið, sbr. fylgiskjal A.

 

Endamálið við ásetingini er at tryggja, at gjaldføriskravið ikki bert kann útinnast við ískoytis-fæfeingi. Sostatt skulu partaeigararnir kunna ráða yvir einum lágmarki av fæfeinginum, ella eisini skal eitt lágmark av fæfeinginum verða av øðrum slagi av eginpeningi.

 

Til § 89

Ábyrgdarlánsfæfeingi skal lúka nakrar skikkaðar treytir fyri at kunna verða partur av grundar-fæfeinginum.

 

Nr. 1 staðfestir, at krøv lánveitarans skulu verða sett aftur um alla aðra ikki afturumsetta skuld. Hetta hevur við sær, at skuldin, um so er at tryggingarfelagið fer á húsagang, skal dekkast aftaná teir vanligu kravánararnar, sambært § 97 í konkurslógini.

 

Sambært nr. 2 er tað eitt krav, at lánveitarin ítøkiliga hevur inngoldið ta upphæddina, ið er nevnd í virðisbrøvunum ella innskotsskjølunum, grundað á, at bert tann ítøkiliga, inngoldna upphæddin kann íroknast sum grundarfæfeingi.

 

Víkjast kann ikki frá kravinum í nr. 3 um, at fæfeingi ikki kann afturgjaldast eftir uppskoti frá lánveitaranum, og avtalan kann sostatt ikki slítast eftir uppskoti frá kravánaranum. Um so er, at afturgjald fer fram áðrenn gjaldtíðina, so krevst góðkenning Tryggingareftirlitsins til hetta, sbrt. viðmerkingunum til stk. 2.

 

Treytin í nr. 4 stavar frá kunngerðunum um afturumsett fæfeingi, og hevur til endamáls at tryggja, at fæfeingi bert kann afturgjaldast um so er, at tryggingarfelagið fer í avtøku ella verður koyrt á húsagang, og er sostatt við til at tryggja, at fæfeingi hevur varandi eyðkenni.

 

Nr. 5 samsvarar ásetingini í kunngerð um afturumsett fæfeingi og kunngerð um fæfeingisgrundarlag hjá tryggingarfeløgum. Endamálið við ásetingini er, at ábyrgdarlánsfæfeingi skal kunna niðurskrivast í eini endurskipanarstøðu. Niðurskrivingin skal bert kunna fremjast, tá partaeigararnir, ábyrgdararnir ella lutahavararnir hava mist teirra fæfeingi. Eginpeningurin skal sostatt vera negativur. Afturat hesum skulu treytirnar í stk. 3 verða loknar.

 

Við ovasta myndugleika verður meint við aðalfundin hjá tryggingarfeløgunum.

 

Tá ábyrgdarlánsfæfeingi verður útgivið, skal sambært nr. 6 skiljast, at afturgjaldið av rentum á virðisbrøvunum ella fæfeingisinnskotinum kann verða freistað, um so er, at grundarfæfeingi á gjalddegnum ikki er hægri enn fæfeingiskravið.

 

Nr. 7 staðfestir, at um so er, at rentur eru freistaðar, tá grundarfæfeingið á gjalddegnum ikki er hægri enn fæfeingiskravið, so kunnu ikki goldnu renturnar í fyrsta lagi fella til gjaldingar, um fæfeingiskravið av nýggjum verður hildið ella gjalddagurin kemur.

 

Nr. 8 er framhald av kunngerð um fæfeingisgrundarlag fyri tryggingarfeløg. Sambært ásetingini er uppruna gildistíðin hjá ábyrgdarlánsfæfeinginum í tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum í minsta lagi 5 ár, og broytingar í lánsavtaluni skulu góðkennast av Tryggingareftirlitinum.

 

Sambært stk. 2 er afturgjald áðrenn gjaldtíðina treytað av, at grundarfæfeingið aftaná afturgjalding ikki er minni enn fæfeingiskravið. Um so er at gjaldingin hevur við sær ein váða fyri at felagið ikki lýkur fæfeingiskravið, sjálvt um kravið við hesum verður lokið, tá gjaldingin verður framd, so kann Tryggingareftirlitið nokta at geva loyvi. Hetta kann t.d. henda, um so er, at gjaldingin hevur við sær, at tryggingarfelagið er tætt at gjaldførismarkinum.

 

Loyvi verður bert givið, tá eitt tryggingarfelagið hevur eitt ítøkiligt ynski um at gjalda aftur fæfeingið. Á henda hátt er ikki møguligt at fáa eitt alment loyvi at gjalda aftur fæfeingið.

 

Stk. 3 staðfestir, at niðurskriving sambært stk. 1, nr. 5, kann bara verða gjørd, um so er, at tryggingarfelagið seinni antin fær nýtt fæfeingi, soleiðis at fæfeingiskravið verður lokið ella verður niðurlagt uttan tap fyri ognarar, ið ikki eru afturumsettir. Síðsti liður í setninginum er ein broyting í mun til ásetingina í kunngerð um afturumsett fæfeingi. Sambært hesi áseting verður felagið samskipað við einum øðrum stovni. Við at víðka um ásetingina til at tryggja, at uppathald bert kann fara fram, um so er, at hetta fer fram uttan tap fyri ognarar, ið ikki eru afturumsettir, verður tryggjað, at teir kravánarar, ið kunnu krevja vernd í tílíkum førum, tá fæfeingið verður tapt, fáa hesa vernd.

 

Við tað at íleggjararnir ikki eru umboðaðir í felagsorganunum, er í 2. pkt. viðmerkt, at niðurskriving bert kann fara fram við eini upphædd, ið er góðkend av verandi grannskoðarum og Tryggingareftirlitinum. Endamálið við ásetingini er at tryggja, at niðurskriving ikki fer fram av órøttum.

 

Fyri at lætta um fatanina av nýggju ásetingini um skipanina um stigvísa minking er valt at gera eitt sjálvstøðugt stk. 4, og samstundis gera kravið um stigvísa minking skilligt. Ásetingin tillagar ta upphæddina, ið kann íroknast sum ískoytisfæfeingi.

 

Stk. 4 er bert galdandi fyri ábyrgdar lánsfæfeingi, ið hevur bundna gildistíð. Fyri hesi er galdandi ein skipan um stigvísa minking fyri ta upphæddina, ið kann íroknast sum ískoytisfæfeingi. Í triðsíðsta árinum áðrenn fæfeingið fellur til gjaldingar, kann bert 75 prosent av upprunaliga fæfeinginum íroknast, í næstsíðsta árinum kunnu bert 50 prosent íroknast og í síðsta árinum kunnu bert 25 prosent íroknast.

 

Stk. 5 ásetir eitt ovara mark fyri støddina á samløguni av rentuhækkanum, tá ábyrgdar lánsfæfeingið verður útgivið. Rentuhækkanin kann ikki verða gjørd fyrr enn 3 ár aftaná útgávuna. Um so er, at samløgan av rentuhækkanini fer upp um markið, ið er 150 grundstig drigin frá swap-spenninum, verður ábyrgdar lánsfæfeingið at meta sum fallið til gjaldingar, og lækkast skal tískil um ábyrgdar lánsfæfeingið sambært stk. 4, t.e. at lækkingin skal verða byrja 3 ár áðrenn rentuhækkanina. Ásetingin er ikki galdandi fyri avtalur viðvíkjandi ábyrgdar lánsfæfeingi, ið eru gjørdar áðrenn lógin kemur í gildi.

 

Sambært stk. 6 skal afturkeyp tryggingarfelagsins av egnum prógvum góðkennast av Tryggingareftirlitinum um so er, at goymslunøgdin er meira enn 2 prosent av útgivna fæfeinginum. Ásetingin er nýggj, tá talan er um tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. Reglan skal forða fyri at farið verður uttanum skipanina um stigvísa minking í stk. 4, tá talan er um afturkeyp av egnum prógvum. Markið á 2 prosent verður roknað út við støði í samlaðu útgávuni og við atliti til útgivna fæfeingið sambært § 89.

 

Í sambandi við umsetningin av hesum fæfeingisprógvum kann tað verða hóskandi, at tryggingar-felagið hevur eina lítla goymslu av fæfeingisprógvum, ið felagið sjálvt hevur útgivið. Grundað á hetta kann tryggingarfelagið uttan góðkenning Tryggingareftirlitsins ogna upp til 2 prosent av útgivna fæfeinginum.

 

Tryggingareftirlitið kann sambært stk. 7 gera frávik frá markinum á 150 grundstig. Frávik kann t.d. gerast um so er, at rentustøði er ógvuliga óstøðugt, tá ábyrgdar lánsfæfeingið verður útgivið. Atgongdin at gera frávik, gevur Tryggingareftirlitinum møguleika at broyta markið á teimum 150 grundstigunum. Frávikið skal gerast, áðrenn avtalan verður gjørd.

 

Til § 90

Ásetingin er í høvuðsheitum framhald av samsvarandi áseting í § 27, stk. 4 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin ásetir, at eitt sínámillum felag kann írokna eina upphædd í grundarfæfeingið um so er, at felagið kann seta tryggingargjaldið upp í árinum.

 

Mælt verður til, at ásetingin verður broytt soleiðis, at Tryggingareftirlitið skal góðkenna fæfeingis-lutin. Mælt verður eisini til at fæfeingisluturin gerst partur av samlaðu avmarkingini av ískoytis-fæfeinginum, ið í mesta lagi kann vera 50 prosent av fæfeingiskravinum ella við kjarnu-fæfeinginum aftaná frádrátt.

 

Til § 91

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í kunngerð Tryggingareftirlitsins um fæfeingis-grundarlag fyri tryggingarfeløg.

 

Sambært ásetingini kunnu lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar írokna serstakar bónusavsetingar í grundarfæfeinginum um so er, at treytirnar eru loknar.

 

Lógaruppskotið hevur, eins og galdandi kunngerð, tvey sløg av bonusavsetingum við ymiskum eyðkennum.

 

Týpa B er kjarnufæfeingi, sbr. § 84 og viðmerkingarnar til greinina. Hin týpan, ið regulerast sambært hesi áseting, er serstakar bonusavsetingar (týpa A).

 

Serstakar bonusavsetingar (týpa A) líkjast í mongum førum ábyrgdar lánsfæfeingi.

 

Uppskotið ásetir bert, hvørjar treytir ávísar bónusskyldur skulu lúka, soleiðis at hesar kunnu bókast sum serstakar bonusavsetingar og íroknast í grundarfæfeingið. Uppskotið viðvíkur ikki á hvønn hátt hesar bonusavsetingar verða gjørdar í sambandi við avtalur ella onnur viðurskifti enn tey, ið viðvíkja gjaldføri, viðvíkjandi tílíkum avtalum.

 

Nr. 1-4 lýsir tey eyðkennini, ið eru felags fyri bæði sløgini av serstakum bonusavsetingum, sbr. viðmerkingarnar til § 87.

 

Serstakar bonusavsetingar (týpa A) bera rentu við eini rentu, ið verður hildin áðrenn realiseraða úrslitið verður fastlagt.

 

Sambært nr. 5 bera serstøku bonusavsetingarnar (týpa A) rentu við eini rentu, ið er ásett av lívstryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum, soleiðis at henda ætlandi samsvarar tí, ið ábyrgdar lánsfæfeingið hevði kunnað fingið á marknaðarligum treytum. Lívstryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu sjálvi áseta lánitreytirnar við atliti til omanfyristandandi. Hetta slagið av serstøkum bonusavsetingum samsvarar krøvunum mótvegis felagnum á sama hátt sum ábyrgdar lánsfæfeingi, t.e. aftaná eginpeningin, men ikki áðrenn skuld, ið ikki er afturumsett. Tað er ikki ásett, á hvønn hátt raðfylgjan millum serstøku bonusavsetingarnar av hesum slag og ábyrgdar lánsfæfeingi skal verða, um so er, at hesar týpur koma fyri samstundis. Tað er sostatt lívstryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin, ið sjálv skulu áseta tílíkar treytir.

 

Sambært nr. 6 kann lívstryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin nýta serstakar bonusavsetingar (týpa A) at dekka tap og krøv, ið ikki eru afturumsett, tá eginpeningur felagsins er mistur.

 

Til § 92

Ásetingin lýsir, hvat skilst við váðamettar postar fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar. Váðamettu postarnir eru nevnarin, tá gjaldføriskravið verður roknað út, sbr. § 81, og skulu gerast upp sambært kunngerð um fæfeingisgrundarlag fyri tryggingarfeløg.

 

Til § 93

Við tað at reglurnar um váðamettu postarnar eru ógvuliga gjølliga lýstar, so hevur Tryggingareftirlitið sambært nr. 1 fingið heimild at áseta neyvari reglur um uppgerð av váðamettu postunum. Heimildin er nýtt í galdandi kunngerðum um at dekka fæfeingið og fæfeingisgrundarlag fyri tryggingarfeløg. Í hesum kunngerðum eru eisini ásettar reglur um frágreiðing um váðamettu postarnar, gjaldføriskravið og grundarfæfeingið.

 

Reglurnar um váðameting í tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum eru lutfalsliga nágreiniliga lýstar, og mælt verður tí ikki til, at hesar verða reguleraðar í hesi lóg. Í staðin verður mælt til, at Tryggingareftirlitið skal gera neyvari reglur á sama hátt sum fyri onnur fíggjarfeløg.

 

Váðametingin í lívstryggingarfeløgum viðvíkur lívstryggingarburturleggingum og váðasamløgum, umframt unit-linked tryggingum og umsitingarútreiðslum. Niðurmetanin veldst um gildistíðina og tryggingarslagið, harímillum serstakliga tá avtala er gjørd um endurtrygging.

 

Váðametingin í skaðatryggingarfeløgum viðvíkur inntøkum frá tryggingargjøldum og endurgjalds-útreiðslum. Í ásetingini verða ásett árlig miðaltøl, eins og niðurmetanin fyri avtalur um endurtrygging. Afturat hesum verða inntøkur frá tryggingargjøldum og endurgjaldsútreiðslur mettar í ymsum tryggingarflokkum.

 

Váðametingin fyri bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg fremur bæði lívstryggingardirektivið og broytta 1. skaðatryggingardirektivið.

 

Sambært nr. 2 kann Tryggingareftirlitið lækka minsta fæfeingiskravið fyri sínámillum tryggingarfeløg. Lækkanin kann, sambært EF-direktivi /2002/13/EF, verða upp til 25 prosent í mun til ásettu upphæddirnar í § 81, stk. 1, nr. 6 og 7. Treytirnar fyri lækkanini kunnu verða krøv um, at tryggingartakararnir verða ábyrgdaðir, umframt eginpeningurin hjá feløgunum, og/ella at krøv verða sett um, at felagið skal kunna tryggingartakararnar um lækkaða minsta fæfeingiskravið.

 

 

Til kapittul 11

 

Til § 94

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin ásetir, at neyðugt er við einum grundleggjandi trygdaratliti, tá avgerðir um íløgur verða tiknar í tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum.

 

Tá trygdaratlitið verður ásett, eru tað tryggingartakararnir, ið eru í miðdeplinum. Ásetingin hevur sostatt við sær, at til ber at slaka í trygdaratlitinum, men bert so mikið, at hetta ikki hóttir tryggingartakararnar. Eitt felag við stórum eginpeningi kann sostatt gera meiri vágiligar íløgur enn eitt felag við lítlum eginpeningi.

 

Ásetingin hevur við sær, at tað er ábyrgdin hjá leiðsluni at gera tryggar íløgur við trygd fyri, at felagið kann halda sínar skyldur, serliga mótvegis teimum tryggjaðu. Ásetingin hevur samstundis við sær, at leiðslan skal seta fokus á bæði skuldarsíðuna (skyldurnar og grundarfæfeingi) og ognarsíðuna (íløgurnar), tá váðaprofilurin, ið felagið átekur sær, verður lagdur. Ásetingin ásetir, at íløgurnar skulu gerast við støði í fleiri dygdaravmarkingum. Tryggingareftirlitið kann áseta ymiskar strongdarroyndir (stress tests) av fæfeingisstyrkini (t.d. reyðar og gular váðamyndir), tá metast skal um støddina á tílíkum dygdaravmarkingum.

 

Kravið er galdandi fyri allar íløgur tryggingarfelagsins og eftirlønargrunsins, meðan nøgdaravmarkingarnar í §§ 95–102 í uppskotinum einans eru galdandi fyri tann partin av ognunum, ið samsvara tryggingarligu burturleggingunum. Ein av orsøkunum til, at nøgdaravmarkingarnar bert samsvara ein part av ognunum hava støði í lívstryggingardirektivinum og 3. skaðatryggingardirektivinum. Hetta hevur við sær, at tað í stóran mun er leiðslan í teimum einstøku feløgunum og eftirlønargrunnunum, ið ger av í hvønn mun samlaði váðin skal avmarkast.

 

 

Til § 95

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður framd innan rammurnar á EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Tað er í uppskotinum nágreiniliga ásett, at ásetingin einans setur nøgdarkrøv til ein part av ognunum, meðan ásetingin í § 94 ásetir fleiri dygdarkrøv til leiðsluna viðvíkjandi tí váðanum, ið felagið tekur á seg í mun til allar ognir felagsins. Hetta kemst av, at tað er ásett í lívstryggingardirektivinum, eins og í 1. og 3. skaðatryggingardirektivi, at somu krøv ikki kunnu setast ognunum, ið ikki samsvara tryggingarligu avsetingunum (t.d. tær, ið samsvara við eginpeningin).

 

Til § 96

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður gjøgnumførd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Munurin á nýggju og galdandi eftirlitslóggávu er, at rentur, ið ikki eru falnar til gjaldingar, nú skulu takast við á øllum ognarsløgum (aktivsløgum) og ikki bert nøkrum einstøkum. Broytingin væntast ikki at hava serligan týdning.

 

Uppskotið allýsir, á hvønn hátt ognirnar skulu gerast upp, við atliti til reglurnar í hesum kapitli.

 

Viðmerkt verður, at fíggjarligar avtalur skulu roknast upp í ognirnar. Til dømis skal ein avtala um í framtíðini at keypa donsk ríkisskuldarbrøv (terminsaftale) roknast uppí tey viðkomandi ríkisskuldarbrøvini, og ein avtala um keyp av partabrøvum ella partabrævaindeksum skal roknast uppí viðkomandi partabrøv. Hetta verður gjørt fyri at sleppast kann undan, at til ber at bera seg undan avmarkingunum í íløgureglunum (placeringsreglunum) við at nýta fíggjarlig amboð, ið hava somu eyðkenni sum undirliggjandi ognin. Avtalur, ið ikki viðvíkja eini serstakari undirliggjandi ogn, hetta kann t.d. verða avtalur, ið fylgja við menningini í rentunum, ið ikki vísa til eina serstaka ogn ella serstakt indeks, skulu roknast uppí í mun til mótpartin, ið avtalan er gjørd við, t.d. ein peningastovn.

 

Til § 97

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður umframt hetta framd innan rammurnar á EF-direktivinum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Uppskotið allýsir, hvussu tryggingarligu burturleggingarnar skulu gerast upp við atliti til reglurnar í hesum kapitli.

 

Galdandi er fyri tey feløg, ið tekna endurtryggingar, at hesar tryggingar bert skulu takast við (vera dekkað av ognum) við tí upphæddini, ið samsvarar ta sonevndu endurtryggingargoymsluna. Endurtryggingargoymslur verða nýttar av feløgum, ið reka óbeinleiðis trygging, og verða nýttar til at rinda upphæddir, ið felagið skyldar. Upphæddirnar eru í hesum førum, sambært endurtryggingaravtalum, afturhildnar av cedentum (mótparturin í endurtryggingaravtaluni, t.e. sum oftast tryggingarfelag, ið teknar beinleiðis tryggingar ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur).

 

Hildnar og fluttar útveganarútreiðslur kunnu ikki, sum í galdandi áseting í § 69, stk. 2, í lóg um tryggingarvirksemi, longur dragast frá. Broytingin hevur avmarkaðan týdning, við tað at hildnar og fluttar útveganarútreiðslur í lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum ikki longur kunnu gerast virknar.

 

Til § 98

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður umframt hetta framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Ásetingin greiðir frá, hvørji sløg av ognum felagið kann nýta til at samsvara tryggingarligu burturleggingunum. Ognirnar eru deildar sundur í sonevndar gullrandaðar og ikki-gullrandaðar ognir, við støði í dygdini (bonitet).

 

Í stk. 1 verður mælt til, at fleiri broytingar verða framdar í mun til galdandi áseting.

 

Sambært nr. 3 verða lánsbrøv, ið hava sama eyðkenni sum donsk realkredittlánsbrøv, avmarkað til lánsbrøv givin út í londum innan ES ella givin út í londum, ið Samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarliga økinum. Viðmerkt verður, at CMO- ella CBO-lánsbrøv, ið eru givin út í londum innan ES ella londum, ið Samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarliga økinum, eru fevnd av ásetingini, um so er, at endamál felagsins er at eiga ein bólk av ríkisskuldarbrøvum og realkredittlánsbrøvum.

 

Í nr. 5 er greinað, at tað altíð ber til at flokka grundøkir, sethúsaognir og skrivstovu- og handilsognir í bólkin við tryggu ognunum (gullrandaðu). Sambært galdandi áseting vóru tey heldur óneyvu grundøkini og bygningarnir tulkað á sama hátt sum fastognarbólkarnir í nýggju ásetingini.

 

Í nr. 6 verður mælt til at hækka markið til 80 prosent fyri sethúsaognir og minka markið til 60 prosent fyri skrivstovu- og handilsfastognir og onnur sløg av fastognum, ið eru gullrandað í mun til galdandi 66,7 prosent.

 

Nr. 8 fevnir um reglur, ið eru staðfestar í Ráðsdirektiv 85/611/EØF, ella reglur, ið koma í staðin fyri hesar.

 

Í nr. 14 er lán lagt afturat til tess at tryggja, at støddin á aktuellum endurtryggingar-áognum frá endurtryggingarfeløgum, ið antin ikki hoyra heima í einum A-økis landi ella ikki eru fevnd av fíggjarligum eftirliti, verður avmarkað.

 

Viðmerkjast skal til stk. 2, at ognir hjá dótturfeløgum ikki kunnu skrásetast til fyrimuns fyri tey tryggjaðu, sbrt. § 103, stk. 4. Fæfeingislutir í dótturfeløgum kunnu harafturímóti skrásetast til fyrimuns fyri tey tryggjaðu.

 

Dótturfeløg skulu vera før fyri, fyri ein part at skilja sundur tær ognir, ið fevna um tryggingarligar burturleggingar, og ognir, ið svara til fæfeingiskravið, og fyri ein part tær ognir, ið verða roknaðar uppí av móðurfelagnum og aðrar ognir. Hetta er neyðugt fyri uppgerð móðurfelagsins sambært stk. 3.

 

Sambært stk. 4 kunnu ognir, ið eru roknaðar uppí hjá móðurfelagnum, ikki vera størri enn ein upphædd, ið svarar til 5 prosent av tryggingarligu burturleggingum móðurfelagsins, um so er, at dótturfelagið er eitt skaðatryggingarfelag. Ásetingin samsvarar umframt hetta stk. 3.

 

Upprunaliga orsøkin til, at dótturskaðatryggingarfeløg og ikki dótturlívstryggingarfeløg vóru avmarkað, var, at váðin at tapa eginpening, orsaka av tryggingarligum váða, var mettur at vera nógv minni hjá einum lívstryggingarfelag enn hjá einum skaðatryggingarfelag. Mælt verður til at reglurnar vera óbroyttar, sjálvt um støðan kanska ikki er, sum hon hevur verið.

 

Viðmerkjast skal til stk. 3 og 4 at lívstryggingardirektivið og 3. skaðatryggingardirektivið ikki innihalda nakrar avmarkingar um, hvørjar ognir kunnu roknast uppí hjá dótturtryggingarfeløgum, ella hvar dótturfelagið hoyrir heima. Viðmerkt verður somuleiðis, at tað, eins og í stk. 2, einans eru fæfeingislutirnir í dótturtryggingarfelagnum, ið kunnu skrásetast til fyrimuns fyri tryggjaða, sbrt. § 103, stk. 4.

 

 

Til § 99

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður harumframt framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A. Stk. 1, nr. 5 í uppskotinum er nýtt.

 

Endamálið við ásetingini er at tryggja, at eitt tryggingarfelag ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur ikki eru alt ov bundin av einum einstøkum bólki av ognum, tá hesi skulu velja ognir.

 

Stk. 1, nr. 1 fevnir um tað sonevnda partabrævaloftið á 70 prosent. Hetta hevur við sær, at í mesta lagi 70 prosent av tí partinum av ognum, ið fevnir um tryggingarligu burturleggingarnar, kann vera partabrøv, íløgufelagspartar, lán, ið ikki eru tryggjað við láni, børsskrásett vinnulánsbrøv o.a. Hesi verða eisini nevnd ikki-gullrandaðar ognir. Gullrandaðar ognir eru harafturímóti ríkislánsbrøv, realkredittlánsbrøv, útlán til peningastovnar og tryggingarfeløg, fastognir, ið ikki eru serognir, fastognir ið eru settar í veð innan ein ásettan prosentpart av virðismetingini og útlán við veðhaldi í tryggingarskjali.

 

Nr. 2 hevur við sær, at ognir, ið ikki eru børsskrásettar, ognir, ið kunnu seljast á góðkendum sølutorgi, eins og útlán og virðisbrøv, ið ikki eru fevnd av § 98, stk. 1, nr. 1-12, tilsamans í mesta lagi kunnu verða 20 prosent av teimum ognum, ið dekka tryggingarligu burturleggingarnar. Ásetingin fevnir um reglur, ið eru ásettar í direktivi Ráðsins 85/611/EØF ella reglur, ið koma í staðin fyri hesar.

 

Nr. 3 hevur við sær, at noterað partabrøv frá londum uttan fyri øki A í mesta lagi kunnu verða 10 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum.

 

Nr. 4 hevur við sær, at samlaðu útlánini, ið ikki eru nevnd í § 98 stk. 1, nr. 1-12, í mesta lagi kunnu vera 2 prosent. Hetta hevur við sær, at eitt tryggingarfelag ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur bert í avmarkaðan mun kunnu greiða útlán uttan t.d. veðtrygd. Undantikið eru útlán til tey flestu fíggjarfeløgini umframt vinnulánsbrøv, ið hoyra undir tann bólkin av ognum, ið dekka tryggingarligu burturleggingarnar.

 

Viðmerkjast skal, at 2 prosentmarkið sambært lívstryggingardirektivinum og 3. skaðatryggingar-direktivinum kann hækkast til 8 prosent.

Nr. 5 er nýtt.

 

Ásetingin avmarkar møguleikarnar hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum at hava fleiri stórar einkultbindingar við peningastovnar, realkredittstovnar og tryggingarfeløg. Við stórar bindingar meinast bindingar, ið eru meira enn 5 prosent av tryggingarligu burturleggingunum. Hesar bindingar kunnu í mesta lagi vera 40 prosent tilsamans.

 

Tá gjørt verður upp partanna millum, verður vanliga øll bindingin við mótpartin roknað upp í, t.d. bæði partabrøv og útlán til eina fyritøku. Realkredittlánsbrøv eru tó undantikin avtaluni.

 

Stk. 2 hevur við sær, at onnur útlán og virðisbrøv enn tey, ið eru nevnd í § 98, stk. 1, nr. 1-12, í mesta lagi kunnu vera 10 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Til § 100

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A. Stk. 1, nr. 4 er nýtt.

 

Endamálið við ásetingini er at tryggja, at eitt felag ikki gerst alt ov bundið av einum einstøkum mótparti, tá felagið skal gera av, hvørjar íløgur skulu gerast. Mótpartarnir eru í høvuðsheitum býttir sundur eftir, hvat slag av fyritøku talan er um. Atlit verður sostatt ikki tikið til eina váðameting innan einstøku sløgini av fyritøkum og einstøku sløgini av virðisbrøvum o.ø. Tað er leiðslan í tryggingarfelagnum ella tvørgangandi eftirlønargrunninum, ið skal gera eina tílíka meting.

Stk. 1, nr. 1 hevur við sær, at realkredittlánsbrøv og líknandi lánsbrøv, ið eru givin av eini einkultari fyritøku ella bólki av innanhýsis atknýttum fyritøkum, í mesta lagi kunnu vera 40 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Stk. 1, nr. 2 hevur við sær, at útlán til einstaka fyritøku ella bólk av innanhýsis atknýttum fyritøkum, ið eru lánistovnar ella tryggingarfeløg, harímillum endurtryggingarfeløg, ið eru undir almennum eftirliti í A-økis londum, í mesta lagi kann vera 10 prosent av tryggingarligu burtur-leggingunum

 

Stk. 1, nr. 3 hevur við sær, at íløgufelagslutir í eini deild hjá einum íløgufelag í mesta lagi kunnu vera 10 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Í stk. 1, nr. 5, verður sum nakað nýtt mælt til, at ikki-gullrandaðar ognir eins og lívstryggingarlán eru partur av avmarkingunum á tann hátt, at ein ikki-gullrandað ogn í mesta lagi kann vera 10 prosent. Higartil hava ikki verið serligar avmarkingar í lóg um tryggingarvirksemi á einstøkum ognum, ið ikki eru gullrandaðar. Hesar hava verið partur av vanliga partabrævaloftinum á 70 prosent. Tað hava heldur ikki verið avmarkingar á útlánum við veð í tryggingarskjalinum (tryggingarskjalslán).

 

Ásetingin hevur við sær, at samlaða avtalan við eina fyritøku, ella ein bólk av innanhýsis atknýttum fyritøkum, í mesta lagi kann vera 10 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Viðmerkjast skal, at markið upp á 5 prosent sambært lívstryggingardirektivinum og 3. skaða-tryggingardirektivi kann hækka til 10 prosent.

Stk. 1, nr. 6 hevur við sær, at skaðatryggingarfeløg í mesta lagi kunnu ogna sær partabrøv í og geva lán til fyritøkur, ella innanhýsis atknýttar fyritøkur, fyri 4 prosent av tryggingarligu burtur-leggingunum. Tað er nágreiniliga ásett í stk. 4, at markið einans er galdandi fyri skaðatryggingar-feløg, og ikki lívstryggingarfeløg.

 

Viðmerkjast skal, at markið upp á 4 prosent sambært lívstryggingardirektivinum, og 3. skaðatryggingardirektivi er 5 prosent, og kann hetta markið hækkast til 10 prosent um so er, at ávísar treytir eru loknar.

 

Stk. 1, nr. 7 hevur við sær, at øll ikki-gullrandað útlán til fyritøkur, ella innanhýsis atknýttar fyritøkur, í mesta lagi kann vera 1 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Viðmerkjast skal, at markið á 1 prosent sambært lívstryggingardirektivinum og 3. skaðatryggingardirektivinum kann hækka til 2 prosent.

 

Í stk. 2 er avgjørt, at markið á 10 prosent ikki er galdandi, um so er, at eitt íløgufelag einans ger íløgur í landsskuldarbrøv og realkredittlánsbrøv. Ognirnar hjá íløgustovninum eru í staðin partur av teimum avmarkingum, ið eru galdandi fyri landsskuldarbrøv og realkredittlánsbrøv. Hetta merkir, at ongar avmarkingar eru á landsskuldarbrøvum, meðan realkredittlánsbrøv, ið eru givin av eini einstakari fyritøku, ella einum bólki av innanhýsis atknýttum fyritøkum, kunnu verða upp til 40 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Ásetingin fevnir ikki um reglur, ið eru ásettar í direktivi Ráðsins 85/611/EØF, ella reglur, ið koma í staðin fyri hesar.

Stk. 3 fevnir um øll sløg av fastognum, ið ognarfelagið ger íløgur í.

 

Ásetingin hevur við sær, at markið fyri íløgum í eitt felag, ið ger íløgur í fastognum (fastognarfeløg o.a.), er 5 prosent. Kravið í ásetingini um bert at gera íløgur í ognir merkir hinvegin ikki, at viðkomandi fastognarfelag ikki kann hava aðrar ognir enn fastognir. Hesar ognir skulu tó verða ein minni partur og verða gullrandaðar, t.e. at eitt fastognarfelag t.d. kann hava landsskuldarbrøv og realkredittlánsbrøv eins og áogn í peningastovnum.

 

Stk. 4 hevur við sær, lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í mesta lagi kunnu ogna sær lánsbrøv í og geva lán til eina fyritøku, ella ein bólk av innanhýsis atknýttum fyritøkum, fyri 3 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Viðmerkjast skal, at markið upp á 3 prosent sambært lívstryggingardirektivinum og 3. skaða-tryggingardirektivi er 5 prosent ,og kann hetta markið hækkast til 10 prosent, um so er, at ávísar treytir eru loknar.

 

Munurin millum skaðatryggingarfeløg og lívstryggingarfeløg er grundaður á søgulig viðurskifti, við tað at eisini áðrenn íverksetanina av 3. lívs- og skaðatryggingardirektivi í 1994, vóru tílíkir munir at síggja. Munurin kemst sostatt ikki av ymiskum váðametingum í ávikavist einum skaðatryggingarfelagi á aðrari síðuni og einum lívstryggingarfelagi og einum tvørgangandi eftirlønargrunni á hinari síðuni. Mett verður tó, at tað enn er skilabest at tryggja, at lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar ikki fáa ein ov stóran váða í menningini í eini einstakari fyritøku, ella bólki av innan-hýsis atknýttum kundum, tá felagið skal gera av, hvørji einstøk partabrøv felagið skal gera íløgur í.

Stk. 5 hevur við sær, at tá talan er um smærri fyritøkur, har ið eginpeningurin ikki er hægri enn 250 milliónir kr., ella fyritøkan ikki er virðisbrævaskrásett í einum A-økis landi, so kunnu lívs-tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í mesta lagi ogna sær partabrøv í, og geva lán til fyritøkur, ella ein bólk av innanhýsis atknýttum fyritøkum, fyri 2 prosent av tryggingarligu burturleggingunum.

 

Viðmerkjast skal, at markið upp á 2 prosent sambært lívstryggingardirektivinum og 3. skaða-tryggingardirektivinum er 5 prosent, og kann hetta markið hækkast til 10 prosent um so er, at ávísar treytir eru loknar.

 

Stk. 6 hevur við sær, at avmarkingarnar fyri íløgur í eini fyritøku, ella í einum bólki av innanhýsis atknýttum fyritøkum, eisini eru galdandi fyri dótturfeløg, tá ognirnar ikki eru taldar uppí tær dekkaðu ognirnar. Hetta merkir, at um so er, at eitt móðurfelag ikki telur ognirnar hjá dótturfelagnum upp í tær ognir, ið dekka tryggingarligu burturleggingarnar, so kann fæfeingisparturin í dótturfelagnum í mesta lagi vera 5 prosent av tryggingarligu burturleggingunum, sjálvt um virðið á dótturfelagnum er nógv hægri. Hin parturin av dótturfelagnum kann verða partur av teimum ognum, ið ikki dekka tryggingarligu burturleggingarnar.

 

Tey móðurfeløg, ið ikki taka ognirnar hjá dótturfelagnum við, eru fevnd av teimum vanligu avmarkingunum, harímillum tær avmarkingar, ið koma av, at ognir dótturfelagsins verða tiknar við, sbrt. § 98, stk. 2-4.

 

Til § 101

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi, harundir á kunngerðarstøði. Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A. Tað er tó gjørligt, sbrt. fylgiskjali A, heilt at javnseta evrur og danskar krónur.

 

Sum nakað nýtt, verður í stk. 1 mælt til at avmarka gjaldoyrasamansetingina fyri tær ognir, ið dekka tryggingarligu burturleggingarnar sbrt. § 95. Hetta verður gjørt, fyri at sleppast kann undan, at eitt tryggingarfelag ella ein tvørgangandi eftirlønargrunnur ikki tekur ein alt ov stóran gjaldoyraváða.

 

Hetta hevur við sær, at ognir í stóran mun skulu hava sama gjaldoyra sum tryggingarligu skyldurnar. Reglurnar viðvíkjandi hesum hava áður verið reguleraðar í eini kunngerð frá Tryggingareftirlitinum, og uppskotið hevur ikki til endamáls at broyta tær samlaðu reglurnar, men einans beinleiðis at áseta meginreglurnar í fíggjarligu lóggávuni. Um so er, at eitt felag hevur ognað sær fíggjarlig amboð, ið avdekka gjaldoyraváðan (t.d. eina gjaldoyraterminsavtalu), so kunnu hesi gerast partur í uppgerðini av kravinum.

 

Í stk. 2 verður mælt til, at evrur partvíst kunnu javnsetast við danskar krónur í uppgerðum sambært stk. 1. Hevur felagið skyldur í donskum krónum, so kunnu hesar á henda hátt avdekkast við ognum í evrum ella donskum krónum. Parturin av evrum kann tó ikki verða meira enn helvtin av kravinum.

 

Hevur felagið avsett 100 kr. í tryggingarligum burturleggingum, skal tryggingarfelagið ella tvørgangandi eftirlønargrunnurin eiga ognir fyri 100 kr. Av hesum ognum skulu í minsta lagi 80 kr. vera í donskum krónum ella í evrum. Evran kann í mesta lagið vera 40 kr. Hetta hevur við sær, at ognir, ið eru denomineraðar í evrum, í mesta lagi kunnu vera 60 kr. (40 kr. + 20 kr., ið er munurin millum 80 og 100 kr.) um so er, at tað ikki eru aðrar ognir í øðrum gjaldoyrum. Eru tað hinvegin ognir í øðrum gjaldoyrum, so kunnu hesar í mesta lagi vera 20 kr.

Í stk. 3 verður mælt til, at reglurnar ikki eru galdandi, um so er, at felagið hevur lutfalsliga fáar skyldur í øðrum gjaldoyrum. Við hetta meinast vanliga onnur gjaldoyru enn danskar krónur.

 

Til § 102

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Ásetingin hevur við sær, at tryggingar, ið ikki hava krav um lágmarksavkast (unit-linked tryggingar uttan ábyrgd) tengt at sær, eru ikki fevndar av ávísum ásetingum í hesum kapitli viðvíkjandi avmarking av váða. Talan er um § 98 viðvíkjandi miðsavnan av einum ávísum bólki av ognum, § 100 viðvíkjandi stórum váða fyri mótpartin, § 101 viðvíkjandi gjaldoyraváða, eins og vanligar avmarkingar, ið hava við sær, at ognirnar skulu verða útvaldar soleiðis, at hesar eru egnaðar at tryggja, at tryggingartakararnir verða fulnaðir.

 

Til § 103

Ásetingin er partvíst framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin snýr seg um skrásetingarskipanina hjá tryggingarfeløgum.

 

Mælt verður sum nakað nýtt til, at ein skrásetingarskipan verður sett á stovn fyri skaðatryggingarfeløg. Skrásetingarskipanin skal samsvara tí skipanini, ið longu er at finna á lívstryggingarøkinum. Hetta er ein avleiðing av íverksetanini av avtøkudirektivinum (likvidatiónsdirektivunum). Í skaðatryggingarfeløgum skal tað harumframt verða førd ein skrá við ognum, sum samsvarar við innkomin tryggingargjøld, har tryggingartíðarskeiðið ikki byrjar fyrr enn roknskaparárið er endað.

 

Ásetingin hevur við sær eina serkravánarastøðu (separatiststøðu) fyri tryggingartakararnar til skrásettu ognirnar.

 

Sambært vanligum ognarrættarligum reglum, krevur ein slík serkravánarastøða, at serligar trygdaratgerðir (sikringsaktir) verða framdar. Við atliti til at tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar eru fevnd av eftirliti Tryggingareftirlitsins og skulu geva frágreiðing um hesar ognir, verður mett at verða ráðiligast at geva tryggingartakarunum serkravánarastøðu, grundað á innanhýsis skráirnar hjá feløgunum, sjálvt um hesar skráir annars ikki eru kendar fyri øðrum. Grundin til hetta frávik frá vanligu rættarreglunum um trygdaratgerðir er fyrst og fremst tað týdningarmikla atlitið til trygdina hjá tryggingartakarunum, og til eina smidliga umsiting.

 

Fyri at tryggja ráðiliga fremjan av skráunum, verða løggildu grannskoðararnir hjá tryggingar-feløgunum og tvørgangandi eftirlønargrunnunum álagdir at hava eftirlit við, at neyðugu ognirnar, ið dekka yvir tryggingarligu burturleggingarnar, eins og ikki vunnin tryggingargjøld verða skrásett.

 

Tryggingareftirlitið kann afturat hesum við heimild í ásetingini krevja, at skráin verður latin til varðveitslu, um so er, at Eftirlitið tekur avgerð um at avmarka ella nokta ræði felagsins yvir ognum tess. Avgerðin hesum viðvíkjandi hevur við sær, at Tryggingareftirlitið skal skrásetast sum heimildarhavi. Við atliti til pengarnar, ið dekka tryggingarligu burturleggingarnar og innkomin tryggingargjøld, so skulu hesir latast Tryggingareftirlitinum í handveð. Hinir kravánararnir eins og avtaluognarar verða hervið gjørdir varugir við, hvørjar ognir tryggja tryggingartakararnar, við tað at vanligu trygdaratgerðirnar eru fylgdar. Hetta hevur, sambært stk. 7, við sær, at so leingi skráin hjá einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni er latin í varðveitslu, skulu allar broytingar góðkennast av Tryggingareftirlitinum og viðmerkjast í skránni. Um so er at Tryggingareftirlitið gevur skránna aftur til tryggingarfelagið ella eftirlønargrunnin, so skal trygdaratgerðin takast av.

 

Afturat hesum møguleikanum at gera inntriv, um so er, at talan er um misálit, so er í mun til lívstryggingarfeløg gjørligt at taka tryggingarmongd felagsins undir umsiting sambært endur-reisingarreglunum.

 

Við at krevja skránna latna til varðveitslu, verður í fyrsta lagið givið felagnum møguleika til sjálvt at fáa støðuna aftur á beint, undir herdum eftirlitið frá Tryggingareftirlitinum.

 

Viðmerkjast skal, at møguleikin at fremja ta ræðisavmarking, ið er nevnd í stk. 6 m.a. er orsøkin til at man hevur gjørt regluna í stk. 3 um, at um so er, at ein partur av tryggingarligu burtur-leggingunum og innkomnum tryggingargjøldum skulu dekkast av føstum ognum, ið hoyra til felagið, so skal hetta verða framt við tinglýstum veðskuldabrævi.

 

Í mun til galdandi eftirlitslóggávu skulu tryggingarligu burturleggingarnar, samanborið við lívs-tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ikki longur verða grundað á eina meting og eina tríggjar mánað freist eftir at roknskaparárið er endað, at fyrireika eina tílíka meting. Í staðin verður mælt til, at ognir, ið í minsta lagi samsvara tryggingarligu burturleggingunum, skulu skrásetast. Hetta er partvíst grundað á, at tað tøkniliga ikki longur er so trupult at gera tryggingarligu burturleggingarnar upp, og partvíst at kravið svarar til, at skrásettu ognirnar, ið skulu dekka burturleggingarnar, skulu gerast upp til marknaðarvirði. Broytingin er harafturat ein avleiðing av uppskotinum til gjaldførisreglurnar í kapittul 10. Sambært hesum uppskoti skal gjaldføriskravið verða lokið til eina og hvørja tíð. Gjaldføriskravið fyri lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar er ein partur av tí til eina og hvørja tíð verandi lívstryggingarburturleggingum. Lívstryggingarburturleggingar eru týdningarmiklasti parturin av tryggingarligu burturleggingunum. Broytingin hevur í flestu lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum ikki nakra veruliga broyting við sær, við tað at hesi frammanundan so við og við gera tryggingarligu burturleggingarnar upp.

 

Til § 104

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Ásetingin hevur við sær, at Tryggingareftirlitið kann veita tíðaravmarkað undantøk til, at aðrar ognir enn teir 13 ognarbólkarnir, ið eru nevndir í § 98, kunnu koma uppí, eins og undantøk fyri avmarkingunum í váðanum hjá mótpartinum, sambært § 100, stk. 1, nr. 2-6, og stk. 2-6 í uppskotinum.

 

Viðmerkjast skal, at møguleikin hjá Tryggingareftirlitinum at gera undantøk, er avmarkaður av lívstryggingardirektivinum og 3. skaðatryggingardirektivinum.

 

Til § 105

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður framd innan rammurnar í EF-direktivunum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Sambært nr. 1 kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari reglur fyri ognir, ið fevna um fleiri ognarbólkar. Tryggingareftirlitið hevur ásett kunngerð, ið snýr seg um sundurbýting av partabrævaraðfestum (aktiuindekseraðum) lánsbrøvum og umbýtiligum lánsbrøvum. Ætlanin við uppskotinum er ikki at víðka um heimild Tryggingareftirlitsins, sambært galdandi áseting í lóg um tryggingarvirksemi. Tryggingareftirlitið fer ikki sambært hesum lógaruppskotinum at broyta hesa kunngerð.

 

Sambært nr. 2 kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari reglur um staðfestingina av ognunum og einsháttaðum (kongruentum) gjaldoyrum. Tryggingareftirlitið hevur ásett kunngerð um einsháttan og staðfesting. Ætlanin við uppskotinum er ikki at víðka um heimild Tryggingareftirlitsins sambært galdandi áseting í lóg um tryggingarvirksemi. Tryggingareftirlitið fer ikki sambært hesum lógarupp-skotið at broyta hesa kunngerð.

 

Sambært nr. 3 kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari reglur um unit-linked tryggingar.

 

Viðmerkjast skal, at Tryggingareftirlitið higartil ikki hevur nýtt høvið at áseta eina tílíka kunngerð.

 

Sambært nr. 4 kann Tryggingareftirlitið áseta neyvari reglur um skrásettar ognir, harímillum um frá-boðan og eftirlit av hesum. Tryggingareftirlitið hevur ásett eina skrásetingarkunngerð. Ætlanin við uppskotinum er ikki at víðka um heimild Tryggingareftirlitsins sambært galdandi áseting í lóg um tryggingarvirksemi. Tryggingareftirlitið fer ikki sambært hesum lógaruppskotið at broyta hesa kunngerð.

 

Íverksetanin av avtøkudirektivinum fer tó at hava við sær, at skrásetingarkunngerðin verður víðkað til eisini at fevna um skaðatryggingarfeløg. Afturat hesum verða krøv til frágreiðingarnar frá grannskoðarunum ásett í hesi kunngerð.

 

 

Til kapittul 12

 

Til § 106

Ásetingin tryggjar, at Tryggingareftirlitið hevur innlit í móðurfelag tryggingarfelagsins.

 

Til § 107

Ásetingin hevur upprunaliga støði í tilráðing í frágreiðing frá Comittee of Governors of the Central Banks om Member States of the European Economic Community frá 28. apríl 1992.

 

Mælt verður til, at ásetingin skal fevna um øll móðurfeløg. Tá ein samtøkubygnaður, ið inniheldur bæði fíggjarligt og ikki-fíggjarligt virksemi, verður settur á stovn, verður gjørligt at sleppa undan, at móðurfelagið verður fevnt av ásetingini um gjaldføriskrav o.ø., eins og ásetingum viðvíkjandi kravi til leiðslu móðurfelagsins um førleika og heiðursemiskrøv).

 

Fyri at sleppast kann undan, at samtøkubygnaðurin fær hetta endamál, verður mælt til, at Tryggingareftirlitið fær heimild at krevja fíggjarligu fyritøkurnar býttar sundur í eina lutasamtøku í einum øðrum fíggjarfelag, ið bert ella fyrst og fremst hevur til endamáls at eiga fæfeingislutir í fíggjarfeløgum. Tryggingareftirlitið kann krevja eitt slíkt sundurbýti, bæði tá talan er um stovnan av samtøkubygnaðinum og seinni.

 

Metast skal í hvørjum einstøkum føri um nær sundurbýtið av fíggjarfeløgunum er neyðug. Neyðugt er her at hyggja neyvari at, um samtøkan er skipað á ein hátt, soleiðis at móðurfelagið ikki skal lúka gjaldføriskrøvini, hvørt leiðsla móðurfelagsins ikki lýkur førleika- og heiðursemiskrøvini, ella samtøkubygnaðurin annars ger tað trupult fyri Eftirlitið at røkja sínar eftirlitsuppgávur.

Sundurbýti hevur við sær, at nýggja móðurfelagið hjá fíggjarfelagnum gerst ein haldfelagsskapur. Hesin nýggi haldfelagsskapurin verður hervið fevndur av reglunum um gjaldføriskrav o.a.

 

Til § 108

Ásetingin hevur sítt upprunastøði í tilráðingum í frágreiðing frá Committe of Governors of the Central Banks of the Member States of the European Economic Community.

 

Tryggingareftirlitið hevur sambært stk. 1 heimild at krevja fæfeingislutin avhendaðan, um so er, at móðurfelagið ella samtøkan ikki lúka gjaldføriskravið.

 

Leiðsla haldfelagsskapsins skal harafturat sambært nr. 2 lúka somu førleika- og heiðursemiskrøv sum leiðslurnar í fíggjarfeløgunum, harundir at limirnir í nevnd og stjórn haldfelagsskapsins skulu hava neyðugu royndirnar og innlit til at kunna hava um hendi yvirordnaðu leiðsluna og hava eftirlit við váðunum í teimum ymisku fyritøkunum.

 

At enda kann Tryggingareftirlitið krevja fæfeingislutirnar avhendaðar, um so er, at móðurfelagið arbeiðir ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av fíggjarfelagnum. Hugtakið “arbeiðir ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting” er áður sæð í tilmæltu § 47, stk. 1, har mælt verður til, at Tryggingareftirlitið kann taka atkvøðurættin frá fæfeingisognarum, um so er, at hesir arbeiða ímóti eini skynsamari og fullgóðari umsiting av felagnum.

 

Tryggingareftirlitið røkir við fyrisitingini av ásetingini vanligu lutfalsgrundregluna í umsitingar-rættinum, t.e. grundregluna um, at tað skal verða lutfall millum ætlaða endamálið og nýtta hátta-lagið. Inntriv Tryggingareftirlitsins kann sostatt ikki verða meiri víðgongt, enn hvat krevst at røkka endamálinum.

 

Ásetingin fevnir bert um fíggjarligar haldfelagsskapir. Aðrir haldfelagsskapir kunnu verða fevndir av regluni í teimum førum, tá § 104 verður nýtt.

 

Til § 109

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin verður framd innan rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Stk. 1 inniheldur heimild til Tryggingareftirlitið at áseta neyvari reglur fyri hvørji krøv, ið skulu setast, tá treytirnar fyri innanhýsis samtøkuflytingar verða ásettar, eins og til leiðslu og grannskoðan fíggjarfelagsins í sambandi við hesar flytingar.

 

Øll sløg av innanhýsis samtøkuflytingum eru fevnd av ásetingini, harímillum allar avtalur, sum til dømis lán og ábyrgdir, keyp og søla av ognum eins og avtalur um umsiting, ella avtalur um at stýra goymslunøgdini av tryggingum.

 

Sambært stk. 2 skal metingin av, um ein flyting stríðir ímóti reglunum í kunngerðini, hava støði í tí frágreiðing, ið grannskoðari felagsins letur í grannskoðanarbókini í sambandi við ársfrágreiðingina.

 

Afturat hesum skal ein ólóglig flyting sambært stk. 2 ógildast, soleiðis at veitingarnar skulu latast aftur, við fyrivarni fyri møguligum betri stovnaðum rættindum hjá triðjamanni ella eini aðrari ógjørligheit. Er talan t.d. um eina avtalu um sølu av eini ogn, ið stríðir ímóti kunngerðini um innanhýsis samtøkuflytingar, og verður ognin hereftir seld víðari av einum av sáttmálapartum tryggingarfelagsins til ein triðjamann í grundaðari góðari trúgv, er afturflýggjan ógjørlig.

 

Tá talan er um afturflýggjan, skulu bert flytingar viðvíkjandi veitingum, ið í roynd og veru kunnu afturflýggjast, ógildast sambært ásetingini. Er avtala gjørd, ið stríðir ímóti kunngerðini um innan-hýsis samtøkuflytingar, t.d. um arbeiðsveiting, so kann hendan ikki afturflýggjast.

 

Er talan um, at veitingarnar ikki kunnu afturflýggjast, so kann tryggingarfelagið møguliga fáa eitt fíggjarligt tap endurgoldið sambært vanligum endurgjaldsreglum.

 

Skal tryggingarfelagið sum veiting veita trygd, skal ein tílík trygdarveiting halda uppat, uttan so at trygdarveitingin er givin einum sáttmálaparti í góðari trúgv.

 

Uppskotið til stk. 2 er grundað á grundregluna í § 115, stk. 3-4 í partafelagslógini um lán og trygdarveiting, ið stríðir móti § 115, stk. 1 (ólóglig partaeigaralán).

 

Avtøka av innanhýsis samtøkuflytingum skal eisini henda, tá talan er um, at ein sáttmálapartur hjá tryggingarfelagnum ikki hevur hvørki vilja ella evnir at javna út munin millum marknaðartreytir og treytirnar fyri innanhýsis samtøkuflytingar. Sum dømi kann nevnast, at eitt tryggingarfelag selur eina fasta ogn til eitt samtøkubundið felag fyri eina upphædd, ið er minni enn marknaðarvirðið.

 

Til § 110

Ásetingin er nýggj, men er gjørd við støði í galdandi loyvisskipan fyri lán o.a. í §§ 80 og 82 í lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 fevnir um nýtsluøkið, ið er høvuðsumráðið fyri galdandi loyvisásetingar. Reglan hevur støði í, at tað koma nýggir váðar fyri eitt tryggingarfelag, ið er dótturfelag í eini samtøku, afturat teimum váðum, ið longu eru til staðar við at reka avvarðandi tryggingarfelag.

 

Sum dømi um ein tílíkan serstakan samtøkuváða kann nevnast, at eitt tryggingarfelag sum dótturfelag ikki hevur neyðugu sjálvstøðugu leiðsluna, soleiðis at tað er ein møguligur váði fyri, at avtalur við aðrar fyritøkur gerast innan samtøkuna, sum dótturfelagið ikki vildi gjørt avtalu við, um talan var um vanliga handilsliga røkt av egnum áhugamálum.

 

Eitt annað dømi er tann váðin, ið stendst av, at trupulleikar í eini fyritøku kunnu breiða seg til eina aðra samtøkufyritøku, sjálvt um tað sum útgangsstøði ikki eru trupulleikar í síðstnevndu fyritøku. Ein tílíkur smittuvandi kann vísa seg, við at kundarnir velja at fara burturúr kundaviðurskiftum í øðrum samtøkufyritøkum, t.d. peningastovni samtøkunnar. Tess meira fíggjarliga bundnar fyritøkurnar eru hvør av aðrari, tess størri er smittuvandin.

 

Tað er tískil neyðugt at avmarka samlaðu støddina á innanhýsis bindingum hjá tí einstaka tryggingarfelagnum. Hetta kann so hava við sær, at ávirkanin av nevndu samtøkuváðum avmarkast, og kann hetta harvið fáa týdning fyri íleggjarar og tryggingartakarar. Ásetanin av grundreglunum fyri framtíðar loyvissiðvenju verður gjørd við støði í núverandi siðvenju. Talan er tó um, at endamálið skal samsvara, við tað at siðvenjan framhaldandi skal taka atlit til tað slag av virksemi, ið er partur av innanhýsis bindingunum.

 

Íverksetan av tí einstaka loyvinum skal eins og áður gerast av Tryggingareftirlitinum við støði í fastløgdu grundreglunum, umframt eini einstakari eftirlitsmeting av avvarðandi fyritøku.

 

Uppskotið til stk. 2 inniheldur eitt forboð móti avtalum, tá talan ikki er um samtøkusamband, men tá talan er um at fyritøkur ella persónar allíkavæl, beinleiðis ella óbeinleiðis, hava avgerandi ávirkan á eitt tryggingarfelag, ella eru stýrd av fyritøkum ella persónum við tílíkari ávirkan.

 

Tá mett verður um, hvørt ein hending er fevnd av forboðnum í stk. 2, skal hyggjast at, um talan er um tey í ásetingini nevndu orðini “avgerandi ávirkan” ella ”vald”. Er partaeigarin ein fyritøka, er ein slík ávirkan sjáldsom, uttan so, at talan samstundis er um eitt samtøkusamband millum fyritøkuna og tryggingarfelagið. Grundað á hetta, eru viðurskiftini fevnd av stk. 1. Tað skal ítøkiliga avgerast, við støði í eini samlaðari meting av teimum viðurskiftum, ið eru komin fram, um viðurskiftini eru fevnd av stk. 2. Tað, at vera partaeigari í einum tryggingarfelag ella sum persónur at taka lut í leiðsluni í einum tryggingarfelag, er ikki í sjálvum sær nokk til at viðurskiftini eru fevnd av stk. 2.

 

Mælt verður í stk. 3 til, at Tryggingareftirlitið kann gera frávik frá forboðnum í stk. 2. Ætlanin er, at møguleikin at gera frávik skal nýtast, tá talan er um vanliga ella handilsliga grundgeving fyri avtaluni við tí í stk. 2 nevnda partaeigara- ella persónskara. Í samsvari við galdandi siðvenju er neyðugt, at ein partur av metingini kemur at snúgva seg um, hvørt persónurin ella fyritøkan kann misnýta sína ávirkan á tryggingarfelagið til at gera avtalur, ið elva til serstakan iva.

 

 

Til kapittul 13

 

Til § 111

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 samsvarar § 2 í ársroknskaparlógini. Mótsett tí, ið verður kravt av fyritøkum, ið eru fevndar av roknskaparbólki C og D í ársroknskaparlógini, so krevur ásetingin ikki, at ársfrágreiðingin inniheldur eina pengastreymsuppgerð. Neyvari metingar mugu gerast um, og í hvønn mun, gerð av eini pengastreymsuppgerð gevur teimum, ið lesa roknskapirnar, fleiri upplýsingar, og um so er, so kann hetta verða kravt í fyrisitingarligum fyriskipanum.

 

Haldfelagsskapir skulu sambært stk. 1, 1. pkt., leggja fram eina ársfrágreiðing í samsvari við reglurnar fyri tryggingarfeløg og sostatt ikki í samsvari við reglurnar í ársroknskaparlógini, sbrt. § 1, stk. 3, nr. 1 í ársroknskaparlógini. Dótturfeløg hjá tryggingarfeløgum, ið ikki sjálv eru tryggingarfeløg, skulu leggja fram ársfrágreiðing í samsvari við ársroknskaparlógina.

 

Tá haldfelagsskapurin ger ein samtøkuroknskap, so er samtøkuroknskapurin, sbrt. § 124, stk. 2 í uppskotinum, ein partur av ársfrágreiðingini hjá haldfelagsskapinum. Tær yvirordnaðu megin-reglurnar fyri ársfrágreiðingina, sum verða skipaðar í lógini, fevna sostatt bæði um tann roknskapin hjá haldfelagsskapinum, ið framgongur av ársfrágreiðingini, og ein møguligan samtøkuroknskap.

 

Tað framgongur av stk. 2, at ársfrágreiðingin skal gerast í samsvari við reglurnar í kapitli 13 og reglur, ið eru givnar sambært § 124.

 

Til § 112

Ásetingin samsvarar, við ávísum málsligum tillagingum, við § 2 í ársroknskaparlógini.

 

Til § 113

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Til § 114

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

Ásetingin samsvarar við ávísum málsligum tillagingum til § 11 í ársroknskaparlógini.

 

Til § 115

Ásetingin samsvarar við § 12 í ársroknskaparlógini. Tá ársfrágreiðingin verður gjørd, skal gerast ein ítøkilig meting av hvørjar roknskaparbrúkarar ársfrágreiðingin kemur at hava týdning fyri.

 

Til § 116

Ásetingin samsvarar við § 13 í ársroknskaparlógini.

Stk. 3 inniheldur eitt undantak, ið førir við sær, at fyritøkurnar í ávísum førum kunnu gera frávik frá reglunum í stk. 1. Ásetingin um frávik verður tulkað samsvarandi (analogt) ásetingini í § 13, stk. 3, í ársroknskaparlógini.

 

Til § 117

Ásetingin staðfestir, at meginreglan fyri virðismeting er, at ognir og skyldur skulu virðismetast til dagsvirði. Hugtakið “dagsvirði” er tað føroyska orðið, ið samsvarar við tað enska “fair value”. Hugtakið verður í ársroknskaparlógini lýst soleiðis: “For et aktiv eller en forpligtelse er dags-værdien det beløb, hvormed et aktiv kan udveksles eller en forpligtelse kan udlignes ved trans-aktioner mellem af hinanden uafhængige parter”.

 

Meginreglan í ársroknskaparlógini er, at virðismetingin av ognum verður gjørd til kostprís og nettosøluvirði verður brúkt til skyldur. Sum undantak til meginregluna skulu fíggjarligar ognir og skyldur, ið væntandi verða avhendaðar áðrenn tíð, sum meginregla gerast upp til dagsvirði.

 

Fyri ein stóran part av teimum fíggjarligu ognunum (virðisbrøv) hjá fíggjarfeløgunum verður dagsvirðismeginreglan longu brúkt eftir galdandi reglum. Hetta hóast tann formliga høvuðsreglan fyri virðismeting eftir galdandi reglum er, at ognirnar skulu virðismetast til keypsprís.

 

Grundgevingin fyri at stovna eina nýggja høvuðsreglu er partvíst tann, at galdandi høvuðsregla, útveganarpríshøvuðsreglan, longu eftir galdandi reglum inniheldur so nógvar undantøkur, so tað kann sýnast misvísandi at halda fast við, at talan er um eina høvuðsreglu, og partvíst at menningin í altjóða roknskaparsiðvenju bendir á, at alt fleiri ognir og skyldur skulu mátast til dagsvirði grundað á, at hetta hevur við sær týðiligari og meir samanberandi roknskapir.

 

Tað er í ásetingini staðfest, at Tryggingareftirlitið hevur møguleika at gera frávik frá høvuðsregluni, tá talan er um reglur, ið verða ásettar í kunngerðum við heimild í § 124. Reglan er orðað á henda hátt, soleiðis at Tryggingareftirlitið harvið hevur møguleika at gera roknskaparreglur, har dagsvirðisgrundreglan er frávikin, tá talan er um serlig sløg av ognum og skyldum, samstundis sum reglurnar so við og við kunnu broytast í takt við ta væntaðu menningina í altjóða roknskapar-siðvenju ímóti størri nýtslu av dagsvirðisgrundregluni.

 

Vísandi til fyriskipan nr. 1606/2002 frá 19. juli 2002 hjá Europaparlamentinum og Ráðnum, so skulu børsskrásettar fyritøkur, tá hesar leggja fram samtøkuroknskap, eftir 2005 gera eftir teimum altjóða roknskaparstandardum (IAS og IFRS), ið eru útgivnar av International Accounting Standards Board. Fyriskipanin er eisini galdandi fyri børsskrásett tryggingarfeløg.

 

Tryggingareftirlitið hevur grundað eina strategi í sambandi við menningina av roknskaparreglunum, ið hevur við sær, at roknskapir hjá tryggingarfeløgum, ið ikki eru umfatað av fyriskipanini, skulu fylgja reglum, ið gera roknskapirnar samanberandi við roknskapir, ið verða lagdir fram eftir fyrimyndunum hjá IAS/IFRS. Í hvønn mun dagsvirðismeginreglan skal verða galdandi fyri tær føroysku roknskaparreglurnar fyri fíggjarfeløg, tá talan er um ognir og skyldur, har henda meginreglan enn ikki er galdandi, er sostatt tengt at menningini í teimum altjóða roknskapar-standardunum (IAS/IFRS).

 

Ávís sløg av ognum og skyldum, har skyldurnar eru tær avgerandi hjá tryggingarfeløgum, verða enn ikki mátaðar til dagsvirði, hvørki eftir altjóða ella føroyskari siðvenju. Lógin fer ikki beinleiðis at gera broytingar hesum viðvíkjandi. So hvørt sum tann væntaða menningin í altjóða roknskapar-siðvenju fer at nýta dagsvirðismeginregluna á hesum økjum, er tað ætlanin hjá Tryggingareftir-litinum at laga tær føroysku reglurnar til hesa menning. Broytingar í virðismetingarreglunum, ið eru av stórum týdningi, verða – sum vanligt er – ikki framdar fyrr enn tað hava verið nágreiniligar samráðingar við tær vinnurnar, ið vera ávirkaðar.

Eitt annað avgerandi fyrilit, sum hædd má takast fyri, áðrenn avgerandi broytingar í teimum galdandi virðismetingarmeginreglunum verða framdar, er hvørt broytingarnar hava ávirkan á trygdina fyri, um tryggingarfeløgini eru før fyri at útinna teirra skyldur. Sostatt má umhugsast, hvørt broytingarnar hava við sær neyðugar broytingar í krøvunum til støddina av fæfeinginum hjá fyritøkunum ella broytingar í øðrum eftirlitsreglum, áðrenn møguligar broytingar verða framdar í roknskaparmeginreglunum.

 

Ásetingin staðfestir, at skulu ognir og skyldur mátast til dagsvirði, so verður dagsvirðið mátað til tað marknaðarvirðið, ið kann staðfestast fyri ognina ella skylduna á einum vælvirkandi marknaði. Ein vælvirkandi marknaður kann verða ein virðisbrævabørsur ella eitt góðkent keyps- og sølutorg, ið ásetir prísir so við og við. Hetta er treytað av, at marknaðurin er vælvirkandi. Harafturat má verða kravt, at handilsøki er hóskandi, og at lætt ber til at finna ein galdandi marknaðarprís. Vælvirkandi marknaðir finnast t.d. fyri børsskrásett partabrøv og skuldarbrøv, gjaldoyru, fastrentað veðskuldarbrøv, optiónir og futures.

 

Um so er, at tað ikki finst ein vælvirkandi marknaður, skal fyritøkan gera upp eitt nøkulunda marknaðarvirði.

 

Til § 118

Ískoytisfrágreiðingar eru ikki ein kravdur partar av ársfrágreiðingini.

 

Til § 119

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin er javnsett við § 15 í ársroknskaparlógini. Munurin er, at tað er eitt krav fyri fíggjarfeløg, at roknskaparárið skal samsvara við álmanakkaárið, meðan fyritøkur, ið eru fevndar av ársrokn-skaparlógini, frítt kunnu áseta tað 12-mánaðar tíðarskeiðið, ið ársfrágreiðingin skal fevna um.

 

Við stk. 4 er gjørligt hjá Tryggingareftirlitinum at gera frávik frá kravinum um at tryggingarfeløg skulu nýta álmanakkaárið sum roknskaparár. Frávikið kann nýtast í teimum førum, tá tryggingar-felagið er ein partur av eini samtøku, ið ikki nýtir álmanakkaárið sum roknskaparár, og tá tey atlit, ið tala fyri felags roknskaparári í tryggingarøkinum, ikki eru so týdningarmikil.

 

Til § 120

Ásetingin samsvarar § 5a í ársroknskaparlógini.

 

Til § 121

Ásetingin samsvarar § 135, stk. 1, í ársroknskaparlógini.

 

Til § 122

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um fíggjarligt virksemi. Ásetingin samsvarar galdandi ásetingum, ið áseta, at ársfrágreiðingin og tilhoyrandi grannskoðanarbók skulu sendast til Tryggingareftirlitið, so skjótt sum góðkenning frá nevndini er komin. Ásetingin skal tryggja, at Tryggingareftirlitið er vorðið kunnað um hetta, í seinasta lagi samstundis sum fyritøkan almannakunngerð innihaldið í ársfrágreiðingini.

 

Til § 123

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um fíggjarligt virksemi.

 

Ásetingin regulerar krøvini til at lata inn ársfrágreiðing til almennu myndugleikarnar.

 

Tryggingarfeløg lata inn ársroknskapir til Tryggingareftirlitið, sum so sendir eitt eintak víðari til Skráseting Føroya.

 

Sambært uppskotinum skulu tryggingarfeløgini og samtøkurnar bert senda ársfrágreiðingina til Tryggingareftirlitið fyri sostatt at sleppa undan, at feløgini skulu senda ársfrágreiðingina til fleiri almennar myndugleikar. Tryggingareftirlitið letur síðan eitt eintak av ársfrágreiðingini til Skráseting Føroya, har ársfrágreiðingin síðan, eftir galdandi reglum er alment atkomulig.

 

Sambært ásetingini skal Tryggingareftirlitið ikki senda ársfrágreiðingar fyri dótturfeløg, ið ikki eru tryggingarfeløg, víðari til Skráseting Føroya, grundað á, at tílíkar fyritøkur ikki eru fevndar av eftirlitinum hjá Tryggingareftirlitinum. Hesi dótturfeløg mugu – eins og aðrar ikki-fíggjarligar fyritøkur – sjálvar syrgja fyri at senda ársfrágreiðingina til Skráseting Føroya. Hetta samsvarar við galdandi reglur fyri tryggingarfeløg. Sambært ásetingini er freistin at senda inn ársfrágreiðingar til Tryggingareftirlitið 4 mánaðar. Fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar er talan um eina stytting av galdandi freist, ið er 5 mánaðar.

 

Sambært ásetingini skal innsenda ársfrágreiðingin í minsta lagi lúka minstukrøvini. Hetta samsvarar við krøvini, ið eru nevnd í § 111, stk. 1. Fyri samtøkur harumframt krøv, ið eru avleiðing av kravi sambært § 124, stk. 2.

 

Innsenda ársfrágreiðingin skal góðkennast av ovasta myndugleikanum í felagnum, hetta kann t.d. vera aðalfundurin í einum partafelag. Munurin millum ársfrágreiðingar innsendar eftir ávikavist § 122 og § 123, er sostatt tann, at tann í § 122 nevnda ársfrágreiðingin er góðkend av stjórnini, meðan tann í § 120 nevnda ársfrágreiðingin harumframt er góðkend av ovasta myndugleikanum í felagnum.

 

Til § 124

Ásetingin er framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin gevur Tryggingareftirlitinum myndugleika til at áseta meir nágreiniligar reglur fyri innihaldi og formin av ársfrágreiðingini. Tað er sostatt hildið at vera meir hóskandi, áhaldandi at áseta tær meir nágreiniligu reglurnar í einum sjálvstøðugum reglusetti. Hetta er við støði í tí menning, ið roknskaparreglurnar eru fyri bæði í Føroyum og í altjóða høpi. Henda menning, ið millum annað væntast at hava við sær eina økta nýtslu av dagsvirði, væntast so við og við at hava við sær broytingar í roknskaparreglunum her heima. Hesar broytingarnar í roknskaparreglunum vera lættast gjørdar sum kunngerðir, har mannagongdin fyri broytingum er lættari at handfara. Afturat hesum kemur tað tøkniliga eyðkenni, ið tær meira nágreiniligu roknskaparreglurnar innihalda, og sum ger tað natúrligt at savna hesar ásetingar í einum sjálvstøðugum reglusetti. Heimildin til at áseta nágreiniligar reglur fyri innihaldið og formin í ársfrágreiðingum samsvarar verandi heimildunum í galdandi lógum.

 

Galdandi lóg inniheldur ásetingar um krøv til innihaldið í leiðslufrágreiðingini í ársfrágreiðingini. Samsvarandi ásetingar eru ikki tiknar við í lógina grundað á, at tað er ætlanin at roknskapar-kunngerðirnar, ið verða gjørdar við heimild í hesi áseting, skulu innihalda krøvini til innihaldið í leiðslufrágreiðingini. Endamálið er at stíla krøvini til leiðslufrágreiðingarnar meira nágreiniligt mótvegis teimum einstøku sløgunum av fíggjarfeløgum. Á sama hátt kunnu ásetingarnar so við og við smidligari laga seg eftir menningini í krøvunum til tað, ið ein leiðslufrágreiðing hjá teimum ymisku feløgunum skal innihalda.

 

Í samsvari við tað, sum er galdandi eftir galdandi reglum, eru tað minstukrøv, ið verða ásett í roknskaparkunngerðunum hjá Tryggingareftirlitinum. Tað verður sostatt framvegis gjørligt hjá tryggingarfeløgum at menna roknskaparsiðvenjuna við nýggjum og týðandi roknskapar-upplýsingum, ið ikki eru kravdar í roknskaparkunngerðunum.

 

Í mun til verandi áseting í lóg um tryggingarvirksemi, er tað í stk. 3 lagt afturat, at heimildin hjá Tryggingareftirlitinum til at gera reglur fyri roknskaparfrágreiðingar, ið eru galdandi í styttri tíðarskeiðum enn ársfrágreiðingin, fevna um eina heimild til at gera reglur um, hvussu teir viðkomandi tíðarskeiðsroknskapir skulu almannakunngerast.

 

Til § 125

Ásetingin er nýggj og samsvarar § 161 í ársroknskaparlógini. Mælt er til at seta ásetingina í lógina fyri at fyribyrgja, at misskiljingar um t.d. møguleikarnar hjá Tryggingareftirlitinum at átala brot og áleggja rættingar í sambandi við innlatan av roknskapum hjá tryggingarfeløgunum frávíkja teimum møguleikum, ið Skráseting Føroya hevur viðvíkjandi fyritøkum, ið eru fevndar av ársroknskaparlógini. Á sama hátt sum støðan er viðvíkjandi tí samsvarandi ásetingini í ársroknskaparlógini, so gevur ásetingin Tryggingareftirlitinum møguleika at velja ein reaktiónshátt fyri brot á roknskaparreglurnar, ið kann samanberast við grovleikan á brotinum.

 

 

Til § 126

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 67 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin gevur í samsvari við galdandi reglur Tryggingareftirlitinum heimild at áseta reglur viðvíkjandi fráboðan um roknskaparupplýsingar til Tryggingareftirlitið. Mælt verður sostatt til at halda áfram at áseta neyvar reglur viðvíkjandi fráboðan um roknskaparupplýsingar í einum sjálvstøðugum reglusetti. Endamálið við roknskaparfrágreiðingunum er, at hesar skulu gera tað møguligt at samanbera roknskaparupplýsingarnar frá tryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum í talgildum formi, ið kann gerast støðið undir partvíst eftirlitsarbeiðinum hjá Tryggingareftirlitinum og partvíst undir almannakunngering av hagtølum um tryggingarøkið.

 

Tær kravdu fráboðanirnar samsvara í stóran mun við innihaldi í ársfrágreiðingini. Tryggingar-eftirlitið hevur tó møguleika at krevja meir nágreiniligar upplýsingar. Eftirlitið kann harumframt eisini krevja fleiri fráboðanir, enn hvat er galdandi fyri ársfrágreiðingarnar. Krøvini til roknskapar-frágreiðingarnar verða ásett í serligum oyðibløðum, ið saman við vegleiðingum verða send út til tryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnar. Fráboðanirnar skulu í so stóran mun sum yvirhøvur gjørligt gerast teldutøkar.

 

Til § 127

Ásetingin er fyrst og fremst framhald av eini samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Uppskotið til stk. 9 og 10 er nýtt.

 

Sambært galdandi reglum krevst, at tryggingarfeløgini skulu hava tveir grannskoðarar, og at tann eini av teimum skal vera løggildur. Skipanin við tveimum grannskoðarum sýnist ikki at bøta um góðskuna av grannskoðanini í tann mun, at tað er neyðugt at halda áfram við hesi skipan. Harumframt hevur vøksturin í teim stóru grannskoðarafyritøkunum haft við sær, at tað ikki longur er neyðugt at krevja, at grannskoðanararbeiðið verður býtt sundur millum fleiri uttanhýsis grannskoðarar. Tað verður tó framvegis, við heimild í ásetingini, galdandi, at Tryggingareftirlitið, í serligum førum, hevur møguleika at krevja, at ein eyka grannskoðari verður tilnevndur. Uppskotið um avtøkuna av skipanini við tveimum grannskoðarum hevur harumframt samanhang við, at tað nú eru ásett krøv um og reglur fyri innanhýsis grannskoðan fyri øll størri tryggingarfeløg og samtøkur.

 

Í stk. 8 verður staðfest, at §§ 82-85 í partafelagslógini við neyðugum tillagingum verða at nýta sam-svarandi, tá talan er um tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, ið ikki eru partafeløg. §§ 82-85 í parta-felagslógini innihalda reglur um grannskoðan, harímillum viðurskiftini millum aðalfundin og grann-skoðaran. Við orðingini “við neyðugum tillagingum” verður meint, at tað skulu galda samsvarandi reglur um grannskoðan, harímillum um viðurskiftini millum ovasta myndugleika í avvarðandi fyritøku og grannskoðaran, fyri fíggjarligar fyritøkur, ið ikki eru skipaðar sum partafeløg.

 

Í uppskotinum til nýggja stk. 9 er ásett ein undantaksáseting til § 64, stk. 1. Nevndin kann nú loyva, at persónar, ið eru settir í starv av nevndini, kunnu hava annað arbeiði ella verða við í rakstrinum av aðrari fyritøku. Undantaksásetingin ásetir, at hesin møguleikin eins og higartil ikki umfatar innan-hýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar tá talan er um grannskoðanararbeiðið uttan fyri samtøkuna og innanhýsis í samtøkuni, tá talan ikki er um grannskoðanaruppgávur. Ásetingin gevur sostatt, í samsvari við galdandi reglur, Tryggingareftirlitinum møguleika í serligum førum at gera frávik frá regluni um, at innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar ikki mugu røkja innanhýsis grannskoðan í fyritøkum uttan fyri samtøkuna. Møguleikin at gera frávik er ætlaður at nýta í teimum serligu førunum, tá støddin á fyritøkuni hevur við sær, at fyritøkan er fevnd av kravinum um at seta á stovn eina innanhýsis grannskoðanardeild, men fyritøkan ikki hevur møguleika at bjóða einum skikkaðum innanhýsis grannskoðara eitt fulltíðarstarv.

 

Nýggja stk. 10 vísir, eins og stk. 9, til § 64, stk. 1. Ásetingin staðfestir, at møguleikarnir hjá nevndini at geva loyvi til at tann innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarin kunnu hava annað arbeiði uttan fyri samtøkuna, ikki kunnu brúkast á ein hátt, soleiðis at innanhýsis grannskoðanin stríður móti gegnisreglunum, samsvarandi teimum ásetingum, ið, sambært løgtingslóg um løggildar grannskoðarar og løgtingslóg um skrásettar grannskoðarar, eru galdandi fyri uttanhýsis grannskoðarar.

 

Til § 128

Ásetingin samsvarar við galdandi reglur.

 

Í ásetingini er staðfest, at ein uttanhýsis grannskoðari og ein innanhýsis grannskoðanarleiðari beinanvegin skulu geva Tryggingareftirlitinum boð um viðurskifti, ið eru av avgerandi týdningi fyri tað framhaldandi virksemi í fyritøkuni. Við avgerandi týdningi fyri framhaldandi virksemi í fyritøkuni meinast við viðurskifti, ið kunnu hótta tilveruna hjá fyritøkuni framyvir. Talan kann bæði verða um viðurskifti viðv. Gjaldføri, umframt onnur viðurskifti av avgerandi týdningi, harímillum brot á lógina.

 

 

Partur VII

 

Til kapittul 14

 

Mælt verður til at galdandi reglur í kapitlunum 14, 15, 16, 17, 18 og 26 verða settar saman, harmoniseraðar, og at bygnaðurin verður broyttur. Hetta hevur við sær, at innihaldið í teimum einstøku kapitlunum verður broytt, soleiðis at kapittul 14 einans inniheldur reglur um samanlegging og umskipan, kapittul 15 einans inniheldur vanligar reglur um niðurlegging, og kapittul 16 inniheldur serligar reglur um kreppuhandfaring.

 

Mælt verður til at yvirskriftirnar til kapitlarnar 14, 15 og 16, sum ein avleiðing av samansetingini, harmoniseringini og bygnaðarbroytingini, verða broyttar.

 

Mælt verður til at yvirskriftin til kapittul 14 verður broytt til “Samanlegging og umskipan”.

 

Til § 129

Tilmælta § 129 er framhald og nútímansgerð av galdandi reglum um samanlegging. Mælt verður til at flyta reglurnar um mannagongd viðvíkjandi samanlegging av tryggingarmongdum frá § 89, stk. 3 og 4 og § 91, stk. 2 og 3 til § 129, stk. 4 og 5. Harafturat eru framdar ymsar ritstjórnarligar broytingar.

 

Undirstøðið fyri ásetingina er at tryggja, at støðan hjá íleggjarunum og tryggingartakarunum ikki versnar, um so er, at fyritøkan, ið tekur yvir, ikki er gjaldfør, ella ikki er før fyri at yvirhalda sínar skyldur.

 

Stk. 1 ásetir, at eitt tryggingarfelag ikki uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum kann leggjast saman við einum øðrum fíggjarfelag ella einum ávísum handilsparti hjá einum øðrum fíggjarfelag.

Ein samanlegging hevur innan tryggingarøkið við sær, at eitt tryggingarfelag avhendar alla sína tryggingarmongd ella ein ávísan part av hesi til eitt annað tryggingarfelag.

Hugtakið fevnir um samanleggingar, ið eru fevndar av § 15 í partafelagslógini, yvirtøka av ogn og skuld og øll onnur sløg av yvirtøku. Tá talan er um samanlegging av tryggingarmongdum, ið er fevnd av reglunum í partafelagslógini, so verður loyvi givið til hesa samanlegging og ikki samanlegging av feløgunum í partafelagsrættarligari fatan.

 

Ásetingin fevnir bæði um samanlegging millum tryggingarfeløg, ið eru ein løgfrøðilig eind og samanleggingar við ein handilspart, ið ikki er ein løgfrøðilig eind. Við orðingini ein ávísur handilspartur meinast til dømis við mongdina av sjóvátryggingum hjá einum tryggingarfelag.

 

Ásetingin fevnir sostatt ikki um avhendan av einstøkum ognum. Ásetingin fevnir ikki um støðuna, tá eitt tryggingarfelag biður um góðkenning frá tí einstaka tryggingartakaranum til avhendan av tryggingunum hjá tryggingartakaranum til annað tryggingarfelag (avhendan hjá einstaklingi).

 

Avgerðin um samanlegging er ikki galdandi fyrr enn loyvi er fingið frá Tryggingareftirlitinum. Loyvið er sostatt ein eyka gildistreyt.

 

Um sundurbýtið av einum tryggingarfelag viðførir virksemi, ið krevur loyvi sbrt. § 11, skal søkjast um loyvi sbrt. reglunum í kapitli 3.

 

Sbrt. stk. 1, 2. pkt., so sæst í galdandi reglum, at 1. pkt. eisini er galdandi, tá tað felagið, ið heldur fram, er eitt útlendskt felag. Mælt verður til at “felag” verður broytt til “fyritøka”, soleiðis at tað er nágreiniligt, at tað er uttan týdning hvønn felagsform útlendska fyritøkan, ið tekur ímóti, hevur. Fyri at fáa loyvi eftir stk. 1, 2. pkt., er tað ein treyt, at avhendanin kann fremjast uttan at trupulleikar verða við vinnurættarligu reglunum.

 

Stk. 2. Avhendanin av eini tryggingarmongd hevur við sær eitt skuldarskifti fyri tryggingar-takararnar.

 

Til § 130

Tilmæli til § 130 er nýtt. Ásetingin heimilar Tryggingareftirlitinum at áseta neyvari reglur viðvíkjandi samanlegging av sínámillum tryggingarfeløgum. Ásetingin fevnir eisini um eftirlønargrunnar, sbr. §§ 183 og 187.

 

Ásetingin ger tað gjørligt at áseta reglur, ið hava við sær at samanlegging av sínámillum tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, kann lagast eftir ásetingunum í §§ 134a–134k í partafelagslógini, við neyðugum tillagingum.

 

Endamálið við ásetingini er at náa, at samanleggingar millum sínámillum tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, í tann mun tað er neyðugt, kunnu viðgerast eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri samanleggingar millum tryggingarfeløg, ið eru skipað sum partafeløg.

 

Við heimild í tilmæltu ásetingini, kann Tryggingareftirlitið m.a. gera av, at summi av teimum skjølum, ið skulu sendast inn í sambandi við viðgerðina av umsókn um samanlegging av teim nevndu sínámillum tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, skulu samsvara teimum skjølum, ið skulu gerast í sambandi við eina samanlegging í samsvari við reglurnar í partafelagslógini.

 

Harafturat kann Tryggingareftirlitið, við heimild í ásetingini, gera av, at ásetingarnar í partafelagslógini viðvíkjandi samanlegging kunnu nýtast, tá talan er um samanlegging millum sínámillum tryggingarfeløg og millum partafeløg ella smápartafeløg og eitt sínámillum tryggingarfelag, har sínámillum tryggingarfelagið er tann framhaldandi fyritøkan. Tað verður gjørligt at áseta samsvarandi reglur fyri eftirlønargrunnar. Um so er, at samanleggingin ikki inniheldur eina avhendan av eini tryggingarmongd, so krevst ikki loyvi sbrt. § 129.

 

Í stk. 2 verður mælt til, at allar ognir og øll skuld verða yvirtiknar av tí fyritøkuni, ið heldur áfram, uttan at falla til gjaldingar (universalsuccessión) treytað av, at reglurnar ásettar við heimild í stk. 1 verða fylgdar. Hetta samsvarar rættarstøðuni sambært lóg um tryggingarvirksemi.

 

Til § 131

Ein avleiðing av, at reglurnar um umskipan av tryggingarfeløgum til annan felagsform verða fluttar og neyvlýstar í eini serstakari áseting, er, at yvirskriftin “Umskipan av tryggingarfeløgum” verður sett inn.

 

Við tilmæltu orðingini í § 131, verður galdandi § 100, stk. 2, flutt til § 131. Samstundis er orðingin í ásetingini broytt soleiðis, at tað nú er neyvlýst, at ásetingin einans fevnir um umskipanina av einum tryggingarfelagið til annan felagsform. Tá eitt tryggingarfelag einans ynskir at broyta endamálið eftir at hava fingið loyvi til at avhenda tryggingarmongdina hjá felagnum eftir tilmæltu § 129, so er hetta dømi fevnt av tilmæltu § 135.

 

Ásetingin ger tað gjørligt hjá einum tryggingarfelag at taka fyrsta stig til eina umskipan av tryggingarfelagnum til annan felagsform við at gera uppskot til form, innihald og útinnan av umskipanini. Umskipanin skal gerast eftir mannagongd, ið Tryggingareftirlitið kannar. Innihaldi í mannagongdini í teimum einstøku førunum valdast tí ávísa førinum.

 

Sum dømi um reglusett, ið kann nýtast í eini umskipanarstøðu, eru reglurnar í partafelagslógini um apportinnskot, í tann mun, at umskipanin er orsøk til, at fæfeingi í einum partafelag hækkar.

 

Sum dømi um umskipanarstøðu kann nevnast eitt sínámillum tryggingarfelag, ið avhendar allar ognir og alla skuld, harímillum tryggingarmongdina, til eitt tryggingarpartafelag, og tað samstundis verður gjørd ein umskipan av sínámillum tryggingarfelagnum til eitt felag við einum fæfeingi, ið samsvarar samsýningini, ið er fingin við avhendanina.

 

Ein tílík avhendan vil m.a. hava við sær eina skuldarbroyting (debitorskifti). Staðfest verður tí í 2. pkt., at tryggingarfelagið, ið heldur fram, við umskipanini tekur við rættindunum og skyldunum hjá niðurlagda tryggingarfelagnum, uttan at hetta er treytað av eini játtan frá hvørjum einstøkum skuldara (universalsuccessión). Ein treyt hesum viðvíkjandi verður, at samanleggingarlíknandi reglur verða partur av mannagongdini í sambandi við umskipanina.

 

Nýtslan av teim samanleggingarlíknandi reglunum hevur m.a. við sær, at ein frágreiðing skal fyriliggja, um, hvørt ognararnir kunnu hugsast at verða tryggjaðir í nóg stóran mun aftaná umskipanina. Nýtslan av reglusettinum hevur samstundis við sær, at frágreiðing skal vera um, hvørt samsýningin fyri yvirtiknu ognirnar og skuldina er hóskandi og sakliga grundað.

Avleiðingin av tilmæltu § 183 er, at tilmælta § 131 eisini fevnir um tvørgangandi eftirlønargrunnar.

 

Tilmælta yvirskriftin í kapitli 15 er ein avleiðing av, at reglurnar um niðurlegging einans innihalda reglur um afturtøku av loyvum, niðurlegging, avtøku, húsagang og gjaldsteðg umframt neyðskuldarsemju. Hvørt av hesum evnum er lýst í einum parti við yvirskriftini, ávikavist afturtøka av loyvum, niðurlegging, avtøka av virki og húsagangur, gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja. Mælt verður til at flyta serligu reglurnar, ið finnast í galdandi kapitlum 14, 18 og 26 um tryggingarfeløg í kreppu, og savna hesar í kapitli 16.

 

Til § 132

Ásetingin er nýggj, men vísir einans á, at sjálvandi kann ein fyritøka halda uppat at virka. Avleiðingin av afturtøkuni av loyvinum er, at felagið annaðhvørt umskipast til eitt annað felag, ella at felagið verður avtikið.

 

Til § 133

Við tí tilmæltu orðingini av § 133, verða galdandi § 175, stk. 1, nr. 3 og § 9, stk. 2 fluttar og skrivaðar saman. Fyri tryggingarfeløg, ið hava loyvi at útinna serstakar tryggingarflokkar, hevur ásetingin við sær, at loyvi viðvíkjandi einum parti av virkseminum, ið felagið hevur fingið loyvi til, kann verða tikið aftur. Hetta fer í praksis ofta at hava við sær, at Tryggingareftirlitið tekur aftur loyvi hjá fyritøkuni og samstundis gevur nýtt loyvi, at fremja minni mongd av virksemi ella at fremja annað virksemi.

 

Við tilmæltu orðingini í stk. 4, verður galdandi § 175, stk. 1, nr. 1 flutt til § 133, stk. 4. Soleiðis sum støðan er nú, sambært § 175, stk. 1 í lógini, so kann Tryggingareftirlitið í samsvari við grundregluna um “minni í meira”, “det mindre i det mere” avmarka seg til einans at taka partar av loyvinum hjá einum tryggingarfelag aftur, um so er, at hetta í tí ítøkiligu støðuni er nóg mikið. Tryggingareftirlitið kann við øðrum orðum taka aftur loyvi fyri ávísar tryggingarflokkar, samstundis sum tryggingarfelagið varðveitir loyvi til aðrar tryggingarflokkar.

 

Til § 134

Tilmælta yvirskriftin “Avtøka” er ein avleiðing av samansetingini í kapitli 15 av reglunum um niðurlegging. Við tilmæltu orðingini í § 134 verður galdandi § 175, stk. 2, flutt.

 

Til § 135

Við tilmæltu orðingini í § 135 verður galdandi § 100 flutt. Ásetingin hongur saman við tilmæltu § 131, tá talan er um umskipan av tryggingarfeløgum til annan partafelagsform.

 

Hetta hevur í praksis við sær, at um eitt tryggingarfelag, eftir at hava fingið loyvi at avhenda tryggingarmongdina sambært § 129, ynskir at broyta endamál, so er neyðugt við góðkenning sambært § 135. Í eini tílíkari støðu verður eingin broyting í partafelagsforminum sæð í mun til støður, ið eru fevndar av § 131.

 

Til § 136

Ásetingin er nýggj. Tá talan er um tryggingarfeløg, ið eru partafeløg, so samsvarar ásetingin við tað, ið er galdandi eftir reglunum í partafelagslógini. Galdandi regla hevur sostatt einans týdning fyri tey tryggingarfeløg, ið ikki eru skipað sum partafeløg. Henda rættarstøða væntast at verða varðveitt við tilmæltu § 148.

 

Til §§ 137 – 150

Við tilmæltu orðingini í §§ 137-138 verða galdandi reglur í §§ 101 og 155 fluttar.

 

Við tilmæltu orðingini í § 139 verður galdandi § 102 flutt.

 

Við tilmæltu orðingini í § 140, stk. 1 verður galdandi § 103 flutt.

 

Við tilmæltu orðingini í § 140, stk. 2 verður galdandi § 104 flutt. Mælt verður til, at tryggingarfeløg einans senda inn eitt eintak av tí roknskapi, ið verður gjørdur í sambandi við avtøku av felagnum.

 

Við tilmæltu orðingini í § 141 verður § 106 flutt.

 

Við tilmæltu orðingini í § 142 verður § 107, stk. 2 flutt.

 

Við tilmæltu orðingini í § 143 verður galdandi § 107, stk. 3 flutt og sett saman.

 

Við orðingini í § 142, stk. 6, verður galdandi § 107, stk. 1 flutt. Sambært galdandi § 107, stk. 1, boðar Skiftirætturin Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitinum frá um byrjan og uppathald viðvíkjandi trotabúgvi. Hetta verður nú latið upp í hendurnar á bústjóranum (kurator). Tá talan er um tryggingarfeløg, ið eru skipað sum partafeløg, so finnast skyldurnar hjá bústjóranum í §§ 109 og 155 í (konkurslógini).

 

Mælt verður til, at økið, ið ásetingin kemur at virka á grundað á omanfyristandandi, verður broytt til at fevna um tryggingarfeløg, ið ikki eru skipað sum partafeløg. Hetta førir við sær, at økið, ið ásetingin kemur at virka á, verður broytt til einans at fevna um sínámillum tryggingarfeløg, harímillum tvørgangandi eftirlønargrunnar og eftirlønargrunnar hjá fyritøkum.

 

Við tilmæltu orðingini í § 144 verður galdandi § 108 flutt.

 

Tilmælta yvirskriftin “Gjaldsteðgur” kemur av samanskriving av reglunum í kapitli 14.

 

Tilmælta ásetingin í § 145 er nýggj. Sambært stk. 1 hevur Tryggingareftirlitið rætt til at melda gjaldsteðg fyri tryggingarfelag, tá fyrilit fyri áhugamálunum hjá íleggjarum ella tryggingartakarum tala fyri tí, uttan at lúka treytirnar í § 10, stk. 1 í konkurslógini.

 

Ásetingin forðar ikki fyri, at tryggingarfelagið sjálvt boðar frá gjaldsteðgi sambært § 10 í konkurslógini.

 

Stk. 2 samsvarar § 10, stk. 2 í konkurslógini, tó so at tað er Tryggingareftirlitið og ikki tryggingarfelagið sjálvt, ið mælir til, hvør skal tilnevnast sum eftirlit fyri felagið.

 

Við stk. 3 í uppskotinum verður vikið frá § 16 e, stk. 1, nr. 1 í konkurslógini. Loyvi frá Tryggingareftirlitinum kann bert gevast, um so er, at atlit til tryggingartakararnar ella íleggjararnar talar fyri hesum. Kravið um, at loyvi frá Tryggingareftirlitinum skal vera til, er eisini galdandi, tá felagið sjálvt hevur fráboðað gjaldsteðg.

 

Um so er at gjaldsteðgur fyri eitt lívstryggingarfelag verður fráboðaður, so eru krøvini um, at mongdin av lívstryggingum hjá felagnum skal takast undir fyrisiting, sum oftast lokin samstundis sbrt. tilmæltu § 156.

 

Tilmælta yvirskriftin “Neyðskuldarsemja” kemur av samanskriving av reglunum í kapitli 14.

 

Tilmælta § 146 er nýggj. Ásetingin ásetir, at reglurnar í konkurslógini um neyðskuldarsemju við loyvi frá Tryggingareftirlitinum verða at nýta á tryggingarfeløg. Tað er serliga í teimum førum, at avhendan av tryggingarmongdini ikki er gjørlig, at tað kann verða ein fyrimunur at nýta neyð-skuldarsemju í staðin fyri gjaldsteðg. Tað eru einans feløg, ið ikki eru lívstryggingarfeløg, ið kunnu nýta neyðskuldarsemju, við tað at mongdin hjá einum lívstryggingarfelagið, ið ikki er gjaldført, altíð skal undir umsiting, sbrt. tilmæltu § 156.

 

Ásetingin ásetir harafturat, at tá talan er um neyðskuldarsemju hjá endurtryggingarfeløgum, so kemur loyvi frá Tryggingareftirlitinum í staðin fyri tilsagnarváttanirnar í konkurslógini. Sambært vanligu reglunum í konkurslógini um neyðskuldarsemju, skulu 40 prosent av kravánarum taka undir við, at samráðingar um neyðskuldarsemju byrja. Teir kravánarar, ið taka undir við hesum, skulu harafturat umboða í minsta lagi 40 prosent av krøvunum. Í teimum tryggingarfeløgunum, har talan sum heild, ella í stóran mun, er um endurtryggingarfelag, kann tað tó vera torført at náa ta neyðugu undirtøkuna. Hetta kemst av, at talan er um eina serliga samanseting av kravánarum, ið ofta er samansett av fleiri útlendskum kravánarum, ið einans hava smá krøv mótvegis felagnum. Harafturat gongur samskifti til kravánararnar ofta gjøgnum meklarar, og hetta hevur aftur við sær, at tryggingarfelagið ikki sjálvt hevur nakað heildaryvirlit yvir kravánararnar. Grundað á hetta, gerst tað serstakliga trupult at lúka krøvini í konkurslógini, ið áseta, at teir kravánarar, ið taka undir við, at samráðingar um neyðskuldarsemju byrja, skulu umboða í minsta lagi 40 prosent av krøvunum. Tað gerst harafturat trupult at gera krøvini upp, tá fleiri av kravánarunum (tryggingartakarunum) einans hava ástøðilig (latent) krøv mótvegis tryggingarfelagnum. Ásetingin loyvir tí frávikum frá reglunum í konkurslógini um gjaldsteðg, harímillum kravinum um tilsagnarváttanir, ið hava sum endamál at tryggja, at endurtryggingarfeløgini kunnu avtakast við neyðskuldarsemju.

 

Tá Tryggingareftirlitið gevur loyvi, so skal Eftirlitið samstundis síggja til, at felagið hevur vent sær til allar kendar kravánarar, um at taka undir við byrjan av samráðingum um neyðskuldarsemju. Tað er harafturat eitt krav, at 40 prosent av givnu afturboðanunum taka undir við at farið verður undir samráðingar um neyðskuldarsemju. Sum omanfyri nevnt hevur ikki verið mett neyðugt at krevja, at krøvini hjá hesum kravánarum eisini skulu umboða 40 prosent av kendu krøvunum, grundað á, at serstakliga innan endurtryggingarfeløg er ásetingin av endaligu støddini av krøvunum sera trupul. Størsti parturin av krøvunum er ofta krøv, ið ikki kunnu gerast endaliga upp fyrr enn fleiri ár eru gingin. Tað er sostatt ikki neyðugt at áseta fleiri krøv, um at ein partur av teimum kendu og uppgjørdu krøvunum skulu taka undir við áheitanini.

 

Skuldari, ið søkir um neyðskuldarsemju, skal sambært § 165 í konkurslógini venda sær til tveir álitismenn, ið skráseta alla ogn og skuld hjá skuldaranum. Álitismenninir gera harafturat eitt støðuyvirlit, ið m.a. inniheldur navn og bústað hjá øllum kravánarunum og eisini støddina á teimum einstøku krøvunum. Endurtryggingaravtalur eru ofta gjørdar á tann hátt, at nógvir kravánarar ikki til eina ásetta freist kunnu fráboða eitt endaligt krav mótvegis endurtryggingarfelagnum, grundað á, at skaðauppgerðin er treytað av faktorum, ið torført kunnu gerast upp, um tað mundið, tá farið verður undir neyðskuldarsemju.

 

Við tilmæltu orðing í § 147 verður galdandi § 103 flutt og umskrivað.

 

Við tilmæltu § 148 verður neyvlýst, at sínámillum tryggingarfeløg, tvørgangandi eftirlønargrunnar og eftirlønargrunnar hjá fyritøkum eru fevnd av reglunum í kapitli 14 í partafelagslógini.

 

Tilmæltu §§ 149 og 150 eru nýggjar og koma av, at Føroyar fara at gera avtalu við ES/EBS um sínámillum viðurkenning á tryggingarøkinum.

 

Tilmælta yvirskriftin til kapittul 16 kemur av, at tilmælti bygnaðurin í kapitlunum 14 og 15 hevur við sær, at reglurnar um kreppuhandfaring verða fluttar og samlaðar í kapitli 16.

 

T.e., at galdandi §§ 83-88 (galdandi kapittul 14) og §§ 171-176 (galdandi kapittul 26) verða savnaðar í kapittul 16 um kreppuhandfaring.

 

Harafturat verður í tilmæltu § 151, stk. 1, neyvlýst, at við vantandi grundarfæfeingi meinast, at grundarfæfeingið er minni enn fæfeingiskravið sambært § 82.

 

 

Partur VIII

 

Til kapittul 17

 

Til § 162

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 31 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin snýr seg um limirnar í einum sínámillum tryggingarfelag og skyldur teirra.

 

Stk 1 hevur við sær, at eitt sínámillum tryggingarfelag ikki kann tekna tryggingar uttan samstundis at fáa tryggingartakararnar sum limir.

 

Sambært stk. 2 kunnu limirnir í einum sínámillum tryggingarfelag á ymsan hátt bera ábyrgd fyri skyldum felagsins, t.d. við samábyrgd, (solidarisk), t.e., at hvør einstakur limur ber ábyrgd fyri øllum kravinum, ella lutfalsliga (pro rata), t.e., at hvør einstakur limum bert ber ábyrgd fyri ein part av kravinum. Tann einstaki limurin ber tó altíð bara subsidiera ábyrgd, t.e., at einans felagið kann gera kravið galdandi mótvegis limunum. Tann einstaki limurin kann harafturat bera persónliga ábyrgd, t.e. við allari sínari ogn. Samansetingar kunnu eisini koma fyri.

 

Ábyrgdin hjá limunum er ikki lík tí serligu atgongdini, ið sínámillum tryggingarfeløg sambært lógini hava um ásetingar í viðtøkunum, ið áseta, at tryggingargjaldið seinni kann hækkast, uttan at fyrilit verður tikið fyri váðagongdini (variabul tryggingargjøld) hjá tryggingarmongdini, og at gjaldið fyri ískoytistryggingar, sambært neyvari reglum, verður roknað uppí útrokningina av grundarfæfeinginum, sbrt. § 88.

 

Dømi um, at limirnir ikki bera ábyrgd av skyldum felagsins, eru viðtøkur, ið áseta, at tann einstaki limurin einans er bundin at gjalda tryggingargjaldið fyri árið, og at eingin onnur inngjaldingarskylda er, hóast felagið hevur undirskot. Harafturímóti er ein áseting í viðtøkunum, har limirnir einans bera ábyrgd við eini avmarkaðari upphædd, t.d. eini upphædd, ið svarar til eitt ára eyka tryggingargjald, ein limaábyrgd. Um so er, at eitt sínámillum tryggingarfelag velur at hava eina áseting í viðtøkunum um limaábyrgd, so skal eitt minstamark vera fyri, hvussu lítil henda ábyrgdin kann vera. Eitt tílíkt mark er ikki ásett í lógini, grundað á, at hetta er latið upp í hendurnar á einstøku tryggingarfeløgunum.

 

Stk. 3 hevur við sær forboð móti at felagið í viðtøkunum ásetir reglur um at kravánararnir hjá felagnum kunnu søkja subsidieran fulnað hjá limunum. Limirnir kunnu sostatt ikki koma út fyri at skula gjalda beinleiðis til kravánararnar hjá felagnum. Samábyrgd hjá limunum vísir seg á tann hátt, at tey gjøld, ið kunnu og skulu krevjast inn hjá limunum fyri at dekka skyldurnar hjá felagnum, eru partur av kassanum hjá felagnum, soleiðis at tað er gjørligt at fáa eitt rættvíst býti av pengamiðlunum til allar kravánararnar.

 

Stk. 3 og 4 áseta sostatt, at bert felagið kann gera sínámillum ábyrgdina galdandi, og at ikki ber til at avhenda ella seta í veð kravið hjá felagnum. Hetta hevur, eins og samsvarandi áseting viðvíkjandi partabræva- ella ábyrgdarpeningi, ið ikki er inngoldin, við sær, at tað ei heldur er gjørligt at gera úttøku í kravinum hjá felagnum mótvegis limunum fyri soleiðis at lúka sínámillum ábyrgdina.

 

Til § 163

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 32 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

Tryggingareftirlitið hevur sambært ásetingini heimild til m.a. at áseta reglur viðvíkjandi ábyrgd hjá limum og ábyrgdarum hjá sínámillum tryggingarfeløgum.

 

Til § 164

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 33 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin snýr seg um endurtrygging hjá einum tryggingarfelag í einum sínámillum felagi. Sambært regluni verður endurtrygging fyri egna rokning bert rokna við innanfyri ásetta hámarkið. Hetta gevur sostatt ein betri rætt at taka yvir endurtrygging, ið ikki er partur av sínámillum ábyrgdini, uttan at tað harvið verður álagt limunum størri váða enn sambært galdandi reglum. Tá talan er um lívrentutryggingar, verður árliga rentuupphæddin bert roknað við 10 ferðir. Sínámillum skaðatryggingarfeløg hava, eins og tá talan er um lívstrygging, ein avmarkaðan møguleika at taka yvir endurtryggingar uttan sínámillum ábyrgd. Ein tílík avmarking er, eins og tá talan er um lívstryggingar, grundað á, at felagið annars kundi mist sítt eyðkenni sum sínámillum felag, og at tað ikki hevði verið rímiligt, um limirnir í størri mun skuldu borið ábyrgd fyri tí váða, ið er samanbundin við eini lutfalsliga stórari mongd av tryggingum, sum ikki eru partar av sínámillum ábyrgdini.

 

Til § 165

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 34 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Grundgevingin fyri ásetingini er tann sama sum fyri forboðnum móti, at partafeløg ogna sær egnar ábyrgdarpartar og harvið minka um fæfeingi hjá felagnum við óformligt at lata pengar fara aftur til partaeigararnar.

 

Atlitið til kravánararnar hjá felagnum hevur við sær, at tað er rímiligt at nýta somu reglur, tá talan er um ábyrgdarpeningin í einum sínámillum felag, uttan mun til hvat er ásett í viðtøkunum um ábyrgdina hjá limunum.

 

§ 84, stk. 4, ger tað møguligt at niðurskriva ella gjalda aftur ábyrgdarpeningin, um so er, at Tryggingareftirlitið gevur loyvi. Ásetingin verður nýtt, tá gingið verður út frá, at tílíkt loyvi ikki er fingið.

 

Stk. 2 samsvarar forboðnum í kapitli 8 í partafelagslógini um, at dótturfeløg, móti samsýning, kunnu ogna sær egnar ábyrgdarpartar í móðurfelagnum. Verður ásetingin ikki hildin, fær tað somu avleiðing, sum tá móðurfelagið ognar sær egnar ábyrgdarpartar, t.e. minking av fæfeinginum hjá felagnum, við tað at virðið á dótturfelagnum er ein ogn hjá móðurfelagnum. Støðan er tann sama, sum tá eitt dótturfelag hjá einum sínámillum felagið ognar sær ábyrgdarpartar í móðurfelagnum.

 

Til § 166

Ásetingin er framhald av galdandi áseting í § 35 í lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin hevur m.a. týdning, tá felagið skal geva ábyrgdarfólki boð um broytingar í viðtøkunum.

 

Til § 167

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 57 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin samsvarar § 81 í partafelagslógini. Ásetingin snýr seg um møguleikan at taka upp rættarmál í sínámillum tryggingarfeløgum viðvíkjandi krøvunum til reglufesti í sambandi við avgerðir, ið eru tiknar á aðalfundinum. Tað er tó ikki meiningin at avtaka tað vanliga partshugtakið, og tí kunnu øll, ið hava rættarlig áhugamál í innihaldinum í avgerðini, taka upp rættarmál hesum viðvíkjandi.

 

Til § 168

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 76 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin samsvarar § 110, stk. 1, í partafelagslógini við teimum munum, ið eru ein avleiðing av teimum serligu partafelagsrættarligu reglunum, ið eru galdandi fyri útinnan av tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur reglurnar um vinningsbýti í tryggingarfeløgum.

 

Fortreytin fyri útgjalding av býtinum er, at øll krøvini til grundarfæfeingi eru lokin, sbrt. § 169. Tiltakspeningur, ið sambært viðtøkunum er bundin, fevnir m.a. um grundarstovnspeningin (grundfondin) í sínámillum feløgum.

 

Til § 169

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 77 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin ásetir, at tá talan er um útgjalding av vinningsbýti krevst, at grundarfæfeingi uttan iva lýkur fæfeingiskrøvini.

 

Til § 170

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 78 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Stk. 1 samsvarar við § 109 í partafelagslógini.

 

Stk. 2 samsvarar við § 110, stk. 2, í partafelagslógini við teimum munum, ið eru ein avleiðing av teimum serligu partafelagsrættarligu reglunum, ið eru galdandi fyri útinnan av tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur neyvari reglur um útluting til partaeigararnar. Ásetingin í stk. 1 vísir við orðingini “annars” bert til reglurnar í §§ 171 og 172 í uppskotinum.

 

Til § 171

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 79 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin inniheldur reglur um burturleggingar í trygdargrunn. Sambært ásetingini kann tryggingarfelagið, um so er, at viðtøkurnar innihalda reglur hesum viðvíkjandi, gera burturleggingar í ein trygdargrunn.

 

Sambært stk. 2 kann peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunn, ikki verða tikin úr hesum. Peningur í trygdargrunni kann tó við loyvi Eftirlitsins verða nýttur til rindan av tapi í sambandi við, at tryggingarligar skyldur verða greiddar. Við hesum verður tryggjað, at trygdargrunnar bert verða nýttir sambært endamálinum, og at talan er um ein serligan tiltakspening hjá tryggingartakarunum.

 

Til § 172

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 123 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

Stk. 1 setur upp nøkur krøv til viðtøkurnar viðvíkjandi virkseminum hjá felagnum. Hesi krøv skulu øll vera lokin, áðrenn felagið kann verða fevnt av reglunum í kapitlinum.

 

Sjálvt um treytirnar í stk. 1 eru loknar, so kann felagið allíkavæl ikki krevja at vera fevnt av kapitlinum, um so er at felagið er av eini slíkari stødd ella eyðkenni, soleiðis at felagið er rakt av einum ella fleiri av teim avmarkingum, ið eru nevndar í stk. 2, nr. 1 ella 2. Felagið verður í hesum føri lagt undir fult eftirlit.

 

Orðingin hevur ikki við sær, at pkt. 1-6 skulu vera endurtikin orðarætt í viðtøkunum, men einans at viðtøkurnar skulu fevna um øll seks punktini og innihalda greiðar reglur, ið skjalprógva, at krøvini, ið eru nevnd í 1. pkt., eru lokin. Endamálið hjá felagnum skal harafturat vera avmarkað til eitt av teimum tveimum í pkt. 1, nr. 1, nevndu tryggingarendamálum.

 

Viðvíkjandi møguleikanum hjá feløgum at fáa undantaksloyvi frá Tryggingareftirlitinum til tryggingarvirksemi fyri onnur tryggingarsløg enn tey í stk. 1, nr. 1, nevndu sambært reglunum í hesum kapitli, sí §§ 86 og 88.

 

Um eitt felag ynskir at verða fevnt av lagaliga eftirlitinum sambært hesum kapitli, so er neyðugt, at felagið avmarkar endamál felagsins, til bert at umfata tryggingarvirksemi innan antin tryggingarsløgini “vanlukka og sjúka” ella “húsdjóratrygging”. Lagaliga eftirlitið fevnir bert um feløg, ið einans tekna antin sjúkra- og vanlukkutryggingar ella húsdjóratryggingar, tá tryggingartakararnir sjálvir eru førir fyri at hava neyðuga eftirlitið.

 

Loyvi kann verða givið til at seta saman tryggingarflokkarnar 1 og 2, t.e. til “vanlukku og sjúku”; men loyvi kann eisini verða avmarkað eftir tryggingarslagnum. Hervið gerst møguligt at avmarka loyvi samsvarandi endamálsásetingini í viðtøkunum.

 

Orðingin “tryggjað”er, tá talan er um persónstrygging, tað vanliga, nýtta heiti fyri ein persón, hvørs lív ella heilsa verður tryggjað við tryggingini. Kravið um, at tryggjaði eisini skal vera tryggingartakari, hevur tí við sær, at felagið skal gera avtalu við tann persónin, hvørs lív ella heilsa verður tryggjað við tryggingini.

 

Tryggingartakararnir hjá sínámillum feløgum – og bert hesir – eru at meta sum limir í felagnum. Sambært orðingini í § 2 í “forsikringsaftaleloven”, er “tryggingartakarin” tann persónurin, ið ger sáttmála við tryggingarfelagið, og sum kann kanna sær veitingina, um so er, at einki annað er avtalað. Kravið í stk. 1, nr. 1, um samleika millum tryggjaða og tryggingartakaran, og um kravdan limaskap í felagnum, hevur sostatt við sær, at felagið bert kann tekna tryggingar fyri lív og heilsu hjá limunum.

 

Reglan hevur við sær, at felagið ikki, í sambandi við tryggingina fyri lív og heilsu hjá liminum, eisini kann tekna trygging fyri hjúnafelaga og/ella børn hjá liminum (familju-vanlukkutrygging) uttan so, at hesi sjálvstøðugt koma inn sum limir ella tryggingartakarar.

 

Samleikakravið avmarkar sostatt persónliga (subjektiva) váðan hjá felagnum. Váðin kundi væntast at verið øktur, um so var, at tryggingartakararnir teknaðu øðrum trygging, og sostatt høvdu búskaparlig áhugamál í, hvussu lívið og heilsan hjá hesum persónum vóru.

 

Loyvi til húsdjóratrygging verður vanliga givið sambært tryggingarflokki 9. Loyvið verður avmarkað í samsvari við endamálið í viðtøkunum.

 

Húsdjóratryggingar kunnu fevna um fleiri tryggingarsløg, og eru øll hesi tryggingarsløg fevnd av stk. 1, nr. 1. Váðin kann í grundini verða “lívstrygging”, ið hevur við sær útgjalding av tryggingarupphædd, tá húsdjórið doyr uttan mun til, hvør orsøkin er, men tryggingin kann t.d. eisini fevna um heilsuútreiðslur, um so er at húsdjórið er sjúkt (útreiðslur til djóralækna).

 

Hesi feløg hava ikki evropeiskt pass.

 

Ásetingin útihýsir ikki møguleikanum, at avtala verður gjørd í tryggingartreytunum um, at teknaða tryggingin sjálvvirkandi heldur áfram eitt ár í senn, um so er, at avtalan ikki verður uppsøgd av einum av pørtunum at verða niðurløgd, frá tí at tryggingarárið er endað. Hetta skal vera gjørt við avtalaða varninginum sbrt. § 31 í “forsikringsaftaleloven”.

 

Stk. 1, nr. 4 hevur við sær, at ikki er gjørligt hjá felagnum at yvirtaka endurtrygging av tryggingum, ið eru teknaðar av øðrum tryggingarfeløgum, sbrt. stk. 1, nr. 5.

 

Tryggingareftirlitið hevur ikki brúkt heimildina at áseta reglur fyri hægstu upphædd, ið eitt felag kann yvirtaka á einum einstøkum váða uttan endurtrygging.

 

Avgerð um at minka um tryggingargjøldini er ein almenn fyriskipan, ið ávirkar allar tryggingarnar, ið eru teknaðar í felagnum. Einstakir tryggingartakarar eru vardir av vanligum tryggingaravtalu-rættarligum reglum. Hetta hevur við sær, at um skaði skuldi hent, er felagið bundið at gjalda avtalaða tryggingargjaldið uttan mun til felagsins búskaparligu støðu. Tryggingargjaldið kann tó møguliga verða lækkað sambært tí almennu lækkingini av øllum teknaðum tryggingum.

 

Stk. 2 er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Feløg, har virksemi er fevnt av stk. 2, eru sambært ásetingini undir fullum eftirliti, sjálvt um felagið annars lýkur treytirnar í stk. 1 um at verða fevnt av avmarkaðum eftirliti.

 

Sambært gjaldføris I-direktivinum (2002/13/EF), so mugu árligu tryggingargjaldsinntøkurnar ikki fara upp um 5 milliónir evrur fyri at felagið ikki skal vera fevnt av direktivinum. Markið hevur higartil verið 1 millión evrur.

 

Reglan hevur samband við reglurnar í 1. skaðadirektivinum, art. 3, um sínámillum feløg, ið ikki eru fevnd av hesum direktivi. Art. 3 inniheldur ikki somu avmarkingar sum henda lógin, tá talan er um tryggingarsløg o.a., sum kunnu teknast av feløgum, ið ikki eru fevnd av direktivinum.

 

Stk. 1, nr. 1, hevur við sær, at stk. 2, nr. 2, ikki hevur týdning fyri feløg, ið tekna tryggingar fyri vanlukku og sjúku, við tað at virksemi hjá hesum feløgum frammanundan er avmarkað til bert at fevna um likamligar persónar. Reglan er harafturímóti av týdningi fyri feløg, ið tekna húsdjóra-tryggingar, ella fyri tryggingarsløg, har tað er møguligt – við heimild í art. 3 – at fáa undantaksloyvi frá Tryggingareftirlitinum sambært § 182, stk. 3.

 

Sambært upprunaligu ásetingunum miðar reglan móti feløgum, ið, sambært 1. skaðadirektivi, art. 3, ikki eru fevnd av direktivinum, men har virksemið er soleiðis háttað, at verndaratlitini í tryggingarlóggávuni krevja, at tað verða sett vanlig fæfeingiskrøv til felagið. Í hesum førum er felagið fevnt av vanligu reglunum í hesi lóg.

 

Til § 173

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 124 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Greinarnar, ið eru nevndar í stk. 1, fevna um rættarreglur, ið vanliga skulu havast í huga, tá tryggingarpartafelag ella sínámillum tryggingarfelag verður stovnað. Neyðugt er ikki hjá sínámillum skaðatryggingarfeløgum at taka hesar reglur til eftirtektar, um so er, at krøvini í § 172 viðvíkjandi avmarkaða virkseminum hjá felagnum eru lokin. Í staðin eru tað tær minni tungu reglurnar í § 173, ið eru galdandi.

 

Týdningarmiklar reglur, ið eisini eru neyðugar at fylgja, tá feløg, ið eru fevnd av § 172, verða stovnað, eru krøvini til innihaldi í viðtøkunum sambært § 69 í uppskotinum, sbr. § 4 í partafelagslógini. Reglan um, at viðtøkurnar ikki skulu lúka § 69, t.e., at til ber at lesa í viðtøkunum, um felagið skal kunna taka yvir endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, er grundað á, at feløg, ið eru fevnd av hesum kapitli, einans kunnu tekna beinleiðis tryggingar, sbrt. § 172, stk. 1, nr. 4.

 

Um rættarvirknaðin av viðtøkum, ið áseta, at felagið ikki tilnevnir eina stjórn, sí viðmerkingarnar til § 177.

 

Til § 174

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 125 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sum avleiðing av, at upprættan av samtykt hjá stovni ikki er kravd, tá feløg, ið lúka treytirnar í § 172, verða stovnað, vísir § 174 á mannagongdina, ið skal fylgjast, soleiðis at til ber at síggja, at felagið er stovnað. Høvuðsdenturin verður lagdur á innihaldið í viðtøkunum og tann stovnandi aðalfundin.

 

Stigtakararnir til stovnanina av felagnum mugu sum høvuðsreglu nýta somu mannagongd, sum nýtt verður, tá feløg verða sett á stovn, t.e., at neyðugt er at kanna, um grundarlag er fyri virkseminum hjá felagnum. Reglurnar í lógini hava tó við sær, at talan er um eina bundna uppgávu, tí uppskotið til viðtøkurnar skal lúka vanligu treytirnar, ið eru nevndar í lógini, sbrt. § 69, við teimum avmarkingum, ið nevndar eru í § 173.

 

Um rættarvirknaðin av eini møguligari samtykt í viðtøkunum um, at tað ikki verður tilnevnd ein stjórn í felagnum, verður víst til viðmerkingarnar til § 177.

 

Stk. 2 er framhald av samsvarandi áseting í § 125, stk. 2, í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Tørvurin á eini tíðarfreist, ið ásetir, nær tann stovnandi aðalfundurin skal vera hildin, er ein avleiðing av vantandi stovningarsamtykt og harvið vantandi staðfest dagfesting fyri endaliga stovnandi aðalfundin. Freistin, ið er 6 mánaðir, verður roknað frá tí degi, tá endaligt uppskot til viðtøkur er gjørt, og tá stigtakararnir hava almannakunngjørt, at tekning kann byrja.

 

Avleiðingar annars av, at 6-mánað freistin ikki verður hildin er, at innbjóðing til at tekna við støði í uppskotinum til viðtøkurnar ikki er galdandi. Aftaná at hava goldið aftur møguligar inngoldnar upphæddir kunnu stigtakararnir umhugsa at endurnýggja innbjóðingina at tekna seg sum lim ella ábyrgdara við at leggja fram nýtt uppskot til viðtøkur. Nýggj 6-mánað freist verður at rokna frá hesum degi.

 

Reglan um rættin at krevja, at afturgjalding av møguligum inngoldnum ábyrgdarpeningi við frádrátti av goldnum útreiðslum, samsvarar regluni í § 10, stk. 1, 2. pkt. í partafelagslógini. Stk. 3 er framhald av áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Limir og ábyrgdarar, ið longu eru teknaðir, verða boðaðir til fundar um so er, at teir hava atkvøðu-rætt sambært viðtøkunum. Sambært § 68 skal hvør limur hava eina atkvøðu, og limaskapur er treytaður av, at limurin er tryggingartakari, sbr. § 162. Lógin krevur tó ikki, at ábyrgdarar skulu verða tryggingartakarar í felagnum, ella at teir fáa atkvøðurætt. Møguligi atkvøðurætturin hjá ábyrgdarunum verður tí ásettur sambært reglunum í viðtøkunum hesum viðvíkjandi.

 

Stk. 4 er framhald av samsvarandi áseting í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

1. pkt. fevnir um tvær avgerðir. Fyri ein part um avgerð viðvíkjandi góðkenning av viðtøkunum, møguliga við broytingum, og fyri ein part um avgerð viðvíkjandi stovnan av felagnum. Báðar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Við hetta meinast, at tað bert skulu vera fleiri ja- enn nei-atkvøður. Talið av atkvøðum veldst um ásetingarnar í viðtøkunum hesum viðvíkjandi.

 

Uppskot til broyting í uppskotinum til viðtøkurnar skal sostatt tilskilast í fundarboðunum til aðalfundin og verða sett til atkvøðugreiðslu, áðrenn atkvøtt verður um endaligu góðkenningina av viðtøkunum. Um so er, at broytingaruppskotið fær vanligan atkvøðumeiriluta, eru tað sostatt tær broyttu viðtøkurnar, ið aðalfundurin skal góðkenna við vanligum atkvøðumeiriluta.

 

Verða viðtøkurnar góðkendar, kann aðalfundurin við eini nýggjari atkvøðugreiðslu gera av, at felagið skal setast á stovn.

 

Verða tað á aðalfundinum sett fram nýggj broytingaruppskot til viðtøkurnar, skal tað áðrenn atkvøðugreiðsluna kannast, um nakar av hjástøddu limunum atkvøðir ímóti uppskotinum. Um so er, er uppskotið endaliga vrakað.

 

Um so er, at eingin atkvøðir ímóti, kann aðalfundurin velja at góðkenna viðtøkurnar við tilmæltu broytingunum – ella uttan. Síðani kann aðalfundurin gera av at seta felagið á stovn við gildi frá einum seinni stovningardegi, og samstundis áleggja valdu nevndini innan hesa dagfesting at fáa greiði á, um felagið við seinni undirtøku frá øllum teimum, sum hava atkvøðurætt, men sum ikki vóru til staðar, verður sett á stovn við teimum tilmæltu broytingunum í viðtøkunum, ið tey, ið hava atkvøðurætt, og sum eru til staðar, hava góðkent. Verður játtan ikki givin innan stovningardagin, verður felagið at rokna sum sett á stovn í samsvari við tey uppskot, ið vóru løgd fram saman við fundarboðunum, sbr. hetta við skrásetingarfreistina í § 175, stk. 1, 1. pkt.

 

Innihaldið í viðtøkunum er sostatt treytað av, at nevndin innan ásettu tíðarfreistina kann fáa øll tey, ið hava atkvøðurætt, at taka undir við teimum tilmæltu og góðkendu broytingunum í viðtøkunum frá aðalfundinum. Avgerð um stovnan má sambært regluni í stk. 4, 4. pkt., ikki takast, uttan so at viðtøkurnar eru endaliga góðkendar. Reglan má metast at verða útint í samsvari við viðmerktu mannagongd um so er, at viðmerking verður løgd afturat gerðabókini hjá aðalfundinum, um at aðalfundurin endaliga hevur góðkent viðtøkurnar í samsvari við uppskotið, ið varð lagt fram á aðalfundinum og við teimum broytingum, ið vóru tilmæltar á aðalfundinum, tó treytað av, at nevndin innan stovningardagin hevur fingið játtan til hesar broytingar frá teimum limum, ið hava atkvøðurætt, men sum ikki vóru til staðar.

 

Verður játtan fingin, skal játtanarfrágreiðingin verða hjáløgd gerðabókini hjá aðalfundinum sum fylgiskjal, við átekning frá fundarstjóranum, sbr. hetta við merkingarnar til § 78 í partafelagslógini har víst verður til líknandi mannagongd.

 

Tá tíðarfreistin, tá játtanarfrágreiðingin skal verða fingin, verður ásett, skal atlit takast til, at felagið skal verða fráboðað til skráseting í seinasta lagi 2 mánaðir eftir stovnandi aðalfundin, sbr. tilmæltu § 175, stk. 1.

 

Kravið um frammanundangóðkenning av uppskotum til nevnd og grannskoðan er sostatt ikki galdandi fyri feløg, ið eru fevnd av hesum kapitli. Um so er, at viðtøkurnar krevja, at stjórn verður sett, so kann nevndin avgreiða hetta seinni.

 

Rætturin hjá Tryggingareftirlitinum at nokta einum felagið loyvi sum avleiðing av viðurskiftum hjá nevndini og stjórnini má fevna um felagið fevnt av hesum kapitli.

 

Tað skal viðmerkjast, at Tryggingareftirlitið ikki longur góðkennir viðtøkur.

 

Til § 175

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 126 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at viðtøkurnar hjá felagnum eru vorðnar endaliga góðkendar, og tað er avgjørt at seta felagið á stovn, sbrt. § 174, stk. 4, skal felagið fráboðast Skráseting Føroya

 

Hetta útihýsir ikki, at stigtakararnir seinni kunnu gera av at endurnýggja innbjóðingina at tekna seg sum lim ella ábyrgdara og síðani at fremja stovnanina.

 

Sæð burtur frá vavinum av kravda fylgiskjalatilfarinum, so er stk. 2 ikki ólík teimum reglum, ið skulu fylgjast, tá talan er um skráseting og umsókn um loyvi til feløg, ið eru undir fullum eftirliti. Felag, ið lýkur treytirnar í hesum kapitli, kann sostatt heldur ikki skrásetast hjá Skráseting Føroya áðrenn Tryggingareftirlitið hevur givið loyvi.

 

Til § 176

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 127 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Viðvíkjandi innihaldsliga kravinum til virksemisætlanina (driftsætlan) verður víst til viðmerkingarnar í § 81, stk. 5 og 6, og § 93.

 

Tryggingareftirlitið kann loyva, at neyðuga grundarfæfeingið verður ásett á minni grundarlagi enn við eini orðaðari virksemisætlan, um so er, at tað eftir tingingar við Tryggingareftirlitið vísir seg, at møguleiki er fyri hesum.

 

Talan kundi ástøðiliga sæð verið um ábyrgdir ella líknandi.

 

 

Til § 177

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 128 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Velur felagið at seta eina stjórn, so eru vanligu ásetingarnar í lógini galdandi.

 

Uttan mun til hvørja avgerð felagið tekur hesum viðvíkjandi, so eru reglurnar í §§ 7 og 10 fram-vegis galdandi, tá Tryggingareftirlitið skal meta um, hvørt stjórnin og nevndin lúka treytirnar í lógini, um at felagið kann fáa loyvi.

 

Víst verður til vanligu reglurnar í § 54 í partafelagslógini viðvíkjandi arbeiðsbýtinum millum stjórn og nevnd. Nevndin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni í felagnum, harundir bókhald og umsiting av ognunum, um so er, at felagið velur ikki at seta eina stjórn. Harafturat hevur nevndin ábyrgdina av, at felagið hevur nóg mikið av sakkunnleika til útrokning av tryggingarligum burturleggingum, sbrt. § 65, stk. 1.

 

Orðingin “í lóg” skal skiljast sum “lóggáva” soleiðis at bæði hendan lógin og aðrar lógarreglur, harundir ikki minst at reglurnar í partafelagslógini, ið binda stjórnina í felagnum, ið rekur tryggingarvirksemi, eru fevndar av orðingini.

 

Um so er, at nevndin í felagnum velur ikki at seta eina stjórn, verður nevndin umframt at skula átaka sær arbeiðið hjá stjórnini eisini fevnd av allari týðandi lóggávu, ið áleggur stjórnini í einum tryggingarfelag ábyrgd og skyldur.

 

Til § 178

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 129 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Uppskotið er viðvíkjandi stk. 1-3 líkt § 60 í partafelagslógini. Víst verður sostatt til viðmerkingarnar í hesi lógaráseting.

 

Ávísingin í stk. 4 til § 51 hevur við sær, at hinvegin ber til at siga, at umboðsfulltrú (prokura) í feløgum, ið eru fevnd av hesum kapitli, ikki nýtast at vera felags (kollektiv). Hetta útihýsir tó ikki tí møguleika, at eitt felag, ið er fevnt av hesum kapitli, í viðtøkunum kann gera av, at tillutaði umboðsfulltrúin vanliga, ella tá talan er um serligar persónar, skal vera felags, sbrt. reglunum í § 54 í partafelagslógini.

 

Til § 179

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 131 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Til § 180

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 132 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin ásetir treytirnar, ið skulu verða útintar, soleiðis at felagið beinleiðis sleppur undan eftirliti uttan at søkja um hetta.

 

Til § 181

Ásetingin fevnir bæði um feløg, ið eru undir avmarkaða eftirlitinum og feløg, ið ikki eru undir eftirliti.

 

Spurningurin viðvíkjandi meirilutanum, ið krevst til eina tílíka aðalfundarsamtykt, veldst um innihaldið í viðtøkunum.

 

Orðingin útihýsir neyvan møguleikanum, at felag, ið ikki er undir eftirliti grundað á, at felagið hevur fingið undantaksloyvi sambært § 180, kann søkja um at koma undir avmarkað eftirlit sambært hesum kapitli.

 

Sambært 1. pkt., skal ein tílík umbøn frá felagnum verða ein aðalfundarsamtykt. Víst verður eisini til § 180, stk. 4, ið viðvíkur líknandi spurningi.

 

Til § 182

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 134 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ásetingin avmarkar hugtakið tvørgangandi eftirlønargrunnar til at vera feløg ella felagsskapir, hvørs limir antin hava útbúgving innan ávís útbúgvingarøki ella starvast í einum ávísum slagi av fyritøkum, og sum hava til endamáls, sum liður í setanartreytunum ella sum liður í einum øðrum tilknýti til eina fyritøku at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar ella hvørs limir eru sjálvstøðugir vinnurekandi innan somu starvsgrein, og sum hava til endamáls at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar.

 

Stórur partur av tvørgangandi eftirlønargrunnunum eru settir á stovn fyri bólkar við felags útbúgving ella arbeiði.

 

Ásetingin forðar ikki fyri, at ein eftirlønargrunnur kann hava limir, ið hoyra til báðar bólkarnar, ið eru nevndir í ásetingini.

 

Til § 183

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 135 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Ávísingin til § 162 hevur við sær, at viðtøkurnar ikki kunnu innihalda reglur um limaábyrgd, og at tílíkar reglur heldur ikki kunnu skoytast upp í seinni. Eftirlønargrunnarnir eru sostatt sambært lógini feløg við avmarkaðari ábyrgd. Broytingar í viðtøkunum ella aðalfundarsamtykt viðvíkjandi limaábyrgd ella hvørt limirnir skulu bøta um hall, ið eru staðfest, eru sostatt ógildug.

Bøtast kann sostatt bert um fæfeingishall í eftirlønargrunnum við at gera endurreisingarfyriskipanir, t.d. niðurskriving av eftirlønartilsøgnum (pensiónstilsøgn) ella niðurskriving av tí tryggjaðu grundarlagsrentuni.

Til § 184

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 136, stk. 1, í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður gjøgnumførd innanfyri rammurnar í EF-direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Avmarkingin kann viðvíkja virkseminum, ið eftirlønargrunnarnir hava heimild at fremja, og virkseminum, ið sínámillum feløg og partafeløg hava heimild at fremja. Við tað at týdningarmiklasta avmarkingin í virkseminum hjá tvørgangandi eftirlønargrunnum er upptøka av limum, so er týdningarmesta innihaldið í reglunum, ið er útgivið sambært ásetingini, neyvlýsingar av limaavmarkingum og reglur um, at eftirlønargrunnar ikki kunnu útvega sær limir uttan um møguliga limaskaran hjá eftirlønargrunnunum.

 

Tryggingareftirlitið hevur ikki nýtt galdandi heimild at áseta reglur.

 

Til § 185

Ásetingin samsvarar § 139 í galdandi lóg. Stk. 2 ásetir, hvørji lyfti um eftirløn, givin av fyritøkum og almennum myndugleikum, ikki eru fevnd av kravinum um at lata lyfti um eftirløn avdekkast í einum firmaeftirlønargrunni.

 

Nr. 1 tekur ikki við lyftir um eftirløn givin av Føroya Landsstýri, eini kommunu ella kommunalum felagsskapi.

 

Nr. 2 tekur ikki við lyftir um eftirløn givin stjórum ella teirra eftirsitandi. Tilsøgn um eftirløn til stjórar skal ikki avdekkast grundað á, at ein stjóri hevur avgerandi ávirkan á búskapin í felagnum, sum viðkomandi er stjóri í. Stjórar mugu tískil sjálvir bera váðan fyri, at felagið kann bera teirra eftirløn.

 

Til § 186

Ásetingin samsvarar § 140 í galdandi lóg. Ásetingin neyvlýsir, hvørjir limirnir í firmaeftirlønar-grunninum eru. Sambært stk. 2 er møguligt, at viðtøkurnar kunnu avmarka limarættindini hjá fyrrverandi starvsfólkum, ið hava rætt til hækkaða eftirløn.

 

Til § 187

Ásetingin samsvarar § 141 í galdandi lóg. Sambært stk. 2 kann ein eftirlønargrunnur ikki byrja sítt virksemi fyrr enn eftirlønarreglugerðin hjá eftirlønargrunninum og búskaparliga og tøkniliga grundarlagið er góðkent av Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið hjá Tryggingareftirlitinum er ikki avmarkað til eitt rættareftirlit (legalitetskontrol). Tryggingareftirlitið eigur t.d. at ansa eftir, at eftirlønarreglugerðin og búskaparliga og tøkniliga grundarlagið eru hóskandi tilevnað, og at talan ikki er um nakra skipaða framumtøku av einstøkum bólkum.

 

Stk. 3 ásetir innihaldið í viðtøkunum hjá eftirlønargrunninum. Nr. 1 skal samanberast við § 186, ið neyvlýsir, hvør kann verða limur í einum eftirlønargrunni. Sambært nr. 2 skal tað í viðtøkunum avgerast, hvussu farast skal fram, um so er, at ein ella fleiri av fyritøkunum, ið eftirlønargrunnurin er tengdur at, heilt ella partvíst verða lagdar niður ella avhendaðar, ella at fyritøkan av einhvørjari orsøk ynskir at enda eftirlønarskipanina. Ásetingin hevur samband við nr. 3, ið ásetir, at viðtøkur-nar skulu innihalda reglur um avtøkuna av eftirlønargrunninum.

 

Tá útlutanarætlanir verða gjørdar í sambandi við upploysn av eftirlønargrunni, vil útgangsstøði kunna verða tikið í úrfaringarsamsýningini, ið hoyrir til hvønn einstakan lim.

 

Sambært nr. 5 skulu viðtøkurnar innihalda upplýsingar um, at fyritøkan hevur átikið sær ábyrgdina at tryggja eftirlønargrunnin ella hevur átikið sær aðrar skyldur mótvegis eftirlønargrunninum. Um so er, at fyritøkan seinni átekur sær varandi skyldur, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi verða lagdir við viðtøkunum sum fylgiskjal, soleiðis at tann einstaki limurin er greiður yvir í hvønn mun fyritøkan hevur átikið sær skyldur mótvegis eftirlønargrunninum.

 

Viðmerkt verður, at viðtøkurnar vanliga innihalda eina áseting um, at limirnir ikki ábyrgdast eini møguligari skuld hjá eftirlønarkassanum.

 

Stk. 4 ásetir innihaldið í eftirlønarreglugerðini hjá firmaeftirlønargrunninum. Reglurnar samsvara teimum samsvarandi reglunum viðvíkjandi lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønar-grunnum við teimum tillagingum, ið koma av, at talan er um ein eftirlønargrunn við einum avmarkaðum limaskara.

 

Stk. 5 ásetir innihaldið í búskaparliga og tøkniliga grundarlagnum hjá eftirlønargrunninum. Eftir-lønarreglugerðin skal sambært stk. 4, nr. 5 – 9 innihalda reglur um rættindi og skyldur limanna, harundir reglur um støddina á eftirlønarupphæddum og rættindi limanna, tá teir fara burtur úr eftirlønargrunninum og støddina, útrokning og útgjalding av ognarlutinum (formueandeil). Hugtakið eftirlønarupphædd fevnir eisini um møgulig innskot í eftirlønargrunnin.

 

Tær nágreiniligu fortreytirnar viðvíkjandi váðagongdini (risikoforløb) umframt útrokningarformlar í sambandi við kapitalisering o.s.fr., skulu síggjast í tøkniliga grundarlagnum.

 

Tøkniliga grundarlagið skal harafturat innihalda reglur viðvíkjandi útrokning av rentu og váða, frá tí at gjaldið heldur uppat og til úrfaringarupphæddin verður flutt ella útgoldin.

 

Til § 188

Ein eftirlønargrunnur skal hava í minsta lagið 50 limir, grundað á, at tað annars ikki er nóg mikið av spjaðing í tryggingarváðanum. Um so er, at limatalið í einum eftirlønargrunni gerst minni enn 50, so skal Tryggingareftirlitið gera av, um eftirlønargrunnurin kann halda áfram, og um so er, undir hvørjum treytum.

 

Til § 189

Ásetingin er nýggj og ásetir hvat ið skiljast skal við eitt lívstryggingarpartafelag, ið er tengt at arbeiðsmarknaðinum.

 

Í stk. 1 verður eitt lívstryggingarpartafelag, ið er tengt at arbeiðsmarknaðinum, at skilja sum eitt lívstryggingarpartafelag, ið lýkur eyðkennini nevnd í nr. 1-3.

 

Í nr. 1 verður ásett, at allur ognarskarin hjá felagnum skal vera samansettur av yrkisfeløgum hjá tryggingartakarunum møguliga í felagsskapi við arbeiðsgevarafeløgini fyri tær týðandi vinnu-greinarnar. Tá ásett verður, at ognarskarin beinleiðis ella óbeinleiðis skal vera samansettur av hesum feløgum, so hevur hetta við sær, at feløgini kunnu hava ein ella fleiri haldfelagsskapir ímillum.

 

Beinleiðis ognararnir í lívstryggingarpartafelagnum kunnu sostatt vera ein haldfelagsskapur, um bert týðandi feløgini eiga haldfelagsskapin 100%.

 

Lívstryggingarpartafelagið skal harafturat vera stovnað av teimum týðandi feløgunum sum avleiðing av sáttmála sbrt. nr. 2. Hetta hevur við sær, at felagið bert kann hava felagsskipanir á sama hátt sum ein tvørgangandi eftirlønargrunnur. Velur eitt felag at gerast lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum, so verður felagið eftir hetta mett sum ein tvørgangandi eftirlønar-grunnur, og lívstryggingarpartafelagið tengt at arbeiðsmarknaðinum, kann tískil bert tekna tryggingar, ið samsvara tí, ið er galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar.

 

Nr. 3 ásetir, at tað skal skiljast av viðtøkunum, at eitt lívstryggingarpartafelag, ið er tengt at arbeiðsmarknaðinum, ikki letur vinningsbýti til ognararnar.

Sjálvt um felagið lýkur eyðkennini í stk. 1, nr. 1-3, so er tað framvegis eitt val, hvørt felagið ynskir at gerast eitt lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum við tað, at til hetta krevst, at viðtøkurnar – umframt tað, ið er nevnt í stk. 1, nr. 3 – eisini verða broyttar í samsvari við stk. 2.

 

Stk. 2 ásetir, at felag, ið lýkur eyðkennini í stk. 1, og sum ynskir at gerast lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum, skal viðmerkja hetta í viðtøkunum.

 

Stk. 3 ásetir, at avhending av partabrøvum í felagnum til onnur enn tann í stk. 1, nr. 1, nevnda skara ella broyting av viðtøkum felagsins um, at vinningsbýti ikki verður latið, ella at felagið hevur valt at gerast eitt lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum, ikki kann fara fram uttan góðkenning Tryggingareftirlitsins. Eftirlitið kann bert geva góðkenning um so er, at avhendingin ella viðtøkubroytingin verður mett at verða í áhuga teirra tryggjaðu.

 

Hetta hevur við sær, at felag, ið er vorðið lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum, sum meginreglu ikki kann broyta støðu aftur til “vanligt lívstryggingarpartafelag”. Sum omanfyri nevnt verður felagið hereftir mett sum ein tvørgangandi eftirlønargrunnur. Tað er bert í teimum serligu førum, tá ein broyting av viðtøkunum er til fyrimuns fyri tey tryggjaðu – og tá eitt krav um varðveitslu av viðtøkunum er í stríð við áhugamálini hjá teimum tryggjaðu – at góðkenning frá Tryggingareftirlitinum kann væntast at verða givin. Slík serlig dømi kunnu vera uppathald felagsins, harundir eisini við samanlegging ella avhendan annars av felagnum, um so er, at eitt krav um at felagið skal varðveitast sum lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum ikki er í tráð við áhugamálini hjá tryggjaða. Í hesum førum er góðkenning frá Tryggingareftirlitinum kravd, um talan er um avhendan av tryggingarmongdini, sbr. við. stk. 5.

 

Grundin til at man hevur valt at krevja góðkenning frá Tryggingareftirlitinum er, at felagið annars kundi skift millum at verið lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum og at verið “vanligt” lívstryggingarpartafelag treytað av, hvat av hesum var best – eisini skattliga – í aktuellu støðuni. Hetta er ikki ein fyrimunur fyri tryggingartakararnar. Hesir kunnu sostatt ikki fáa trygd fyri, at skattafría, samansparda fæfeingi einans verður nýtt til teirra fyrimun sambært viður-skiftunum í tvørgangandi eftirlønargrunnunum, sbr. omanfyri nevnda og niðanfyri nevnda viðv. broyttu skattareglunum.

 

Í sambandi við at skattareglurnar fyri lívstryggingarfeløg eru tengdar at arbeiðsmarknaðinum skal viðmerkjast, at Tryggingareftirlitið ikki kann góðkenna broytingar í viðtøkunum, um so er, at endamálið er, at eigararnir fáa lut í skattafrítt uppsparda partinum av eginognini hjá arbeiðs-marknaðartengda lívstryggingarfelagnum. Tryggingareftirlitið spyr annars aðrar týðandi myndugleikar til ráðs, harundir Fíggjarmálaráðið, áðrenn møgulig góðkenning verður latin.

 

Fyri at lívstryggingarpartafeløg tengd at arbeiðsmarknaðinum kunnu javnsetast við tvørgangandi eftirlønargrunnar, skal skattafrítt uppspardi parturin av eginognini, um so er at felagið heldur uppat sum lívstryggingarpartafelag tengt at arbeiðsmarknaðinum ella tryggingarmongdin verður avhendað, ikki gjaldast út til partaeigararnar, men ístaðin nýtast til fyrimuns fyri tryggjaðu persónarnar. Hetta samsvarar við viðurskiftini, ið eru galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar, har limaskarin eigur eftirlønargrunnin í felag.

 

Sambært stk. 4 skal tað í viðtøkum felagsins harumframt síggjast, hvat skal henda við ogn felagsins, tá tað ikki longur eru tryggingarkrøv móti felagnum. Av viðtøkuásetingunum skal síggjast, at tann uppspardi parturin av eginpeninginum, ið er skattafríur, skal nýtast til almannagagnlig ella vælgerandi endamál, fyri at tryggja, at partaeigararnir ikki kunnu fáa part av skattafría vinninginum. Stk. 4 fevnir bert um støðuna, tá allar tryggingarnar eru farnar úr gildi. Um so er, at eingi krøv um trygging eru mótvegis felagnum, sum avleiðing av at tryggingarmongdin er avhendað, er hetta regulerað sambært stk. 5.

 

Sambært stk. 5 skal felagið nýta tann uppsparda partin av eginpeninginum, ið er skattafríur – ella ein lutfalsligan part av hesum – til frama fyri tey tryggjaðu. Tá talan er um vanliga avhendan av tryggingarmongdini, kann hetta t.d. gerast við at skattafríi, uppspardi parturin av eginpeninginum verður nýttur til at økja um lyftini ella eina økta bónusjavningaravsetan. Er talan um, at lívstryggingarpartafelagið tengt at arbeiðsmarknaðinum ynskir at leggja saman við einum “vanligum lívstryggingarpartafelag”, við síðstnevnda sum felagnum, ið heldur áfram, kann góðkenning frá Tryggingareftirlitinum viðvíkjandi avhendanini av tryggingarmongdini, sambært § 132, stk. 1, einans gevast um so er, at skattafríi, uppspardi parturin av eginpeninginum í lívs-tryggingarfelagnum tengt at arbeiðsmarknaðinum samstundis verður nýttur til frama fyri tey tryggjaðu. Hetta kann t.d. verða, sum omanfyri nevnt, við at økja um lyftini, økja bonusjavningaravsetanina, ella við at lívstryggingarfelagið, tengt at arbeiðsmarknaðinum, tekur avgerð um, at tann parturin av samsýningini, ið samsvarar skattafría, uppsparda partinum av eginpeninginum, í sambandi við samanleggingina verður settur í eitt nýstovnað felag, har tryggingartakararnir eru limir og gerast partaeigarar í tí felagnum, ið heldur áfram.

 

 

Partur IX

 

Til kapittul 18

 

Til § 190

Kapittul 18 skipar tær nágreiniligu reglurnar fyri virksemi og eftirlit Tryggingareftirlitsins við tryggingarfeløgum. Haldfelagsskapir eru í ávísan mun fevndir av ásetingunum um eftirlit. Tað sama er galdandi, tá talan er um útlendsk fíggjarfeløg og deildir hjá hesum.

 

Stk. 1 er framhald av samsvarandi áseting í § 157, stk. 2, í galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin er áður fullførd og verður umframt hetta fullførd við uppskotinum innan rammurnar av direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Ásetingin ásetir, at Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya hava skyldu at ansa eftir, at lógin verður hildin.

 

2. og 3. pkt. í ásetingini hava við sær, at Tryggingareftirlitið ikki skal góðkenna viðtøkur. Viðtøkurnar skulu bert skrásetast hjá Skráseting Føroya, eins og galdandi er fyri viðtøkur hjá øðrum feløgum. Tað er tí viðmerkt í lógini, at Skráseting Føroya ansar eftir, at ásetingar í lógini, ið viðvíkja viðtøkum hjá tryggingarfeløgum, verða hildnar.

 

Sambært stk. 3 kann Tryggingareftirlitið í serstøkum førum nýta fremmanda hjálp.

 

Ásetingin verður nýtt í serstøkum førum, tá Tryggingareftirlitið hevur átrokandi tørv, ella tá Eftirlitið hevur brúk fyri serstakari serfrøðingavitan. Ásetingin hevur m.a. verið nýtt, tá serfrøðingar hava kannað eitt serstakt øki innan tryggingaryrkið neyvari. Nýtslan av serfrøðingum skal liggja innan búskaparligu rammurnar, ið eru ásettar í Fíggjarlógini.

 

Sambært stk. 5 hevur landsstýrismaðurin heimild at áseta kunngerð um serligar mannagongdir, ið eru álagdar Eftirlitinum sambært EF-direktivum. Um krøv og ásetingar í direktivunum skuldu verið endurtikin í lógartekstinum, vildi hetta ført við sær eina tunga og fløkta lóggávu. Afturat hesum er uppgávan hjá direktivunum at regulera samarbeiði Eftirlitsins við ES-myndugleikarnar, og ikki rættarstøðuna hjá borgarunum.

 

Til § 191

Ásetingin snýr seg um Tryggingarráðið. Ráðið varð skipað sambært galdandi lóg og mælt verður til, at Ráðið verður varðveitt í núverandi líki og við núverandi ábyrgdarøki.

 

Í ásetingini verða samanseting og uppgávur Tryggingarráðsins skipaðar.

 

Ráðið fæst við meginregluligar avgerðir fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.

 

Tryggingarráðið er partur av almennu umsitingini og sambært hesum fevnt av umsitingarligu reglunum. Ráðið er partur av Tryggingareftirlitinum. Avgerðir Ráðsins kunnu eins og aðrar avgerðir Tryggingareftirlitsins leggjast fyri Erhvervsankenævnet.

 

Stk. 4 ásetir uppgávurnar hjá Ráðnum. Ráðið tekur avgerð í eftirlitsmálum av meginregluligum týdningi. Undantikin eru mál sambært § 35. Á sama hátt tekur Ráðið avgerðir í eftirlitsmálum, ið hava framhaldandi munandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, undantikið mál sambært § 35. Tryggingarráðið ráðgevur afturat hesum Tryggingareftirlitinum í sambandi við tess gerð av reglum og í sambandi við høvuðsmál um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju, sbr. § 35. Ráðið gevur eisini Tryggingareftirlitinum ráð í sambandi við eftirlitsmál um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju, ið hava framhaldandi munandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, sambært § 35. At enda hjálpir Ráðið Tryggingareftirlitinum við tess kunningar-virksemi. Einstøku uppgávurnar verða neyvari útgreinaðar niðanfyri.

 

Tryggingarráðið tekur sambært stk. 4, nr. 1, avgerð í eftirlitsmálum, ið Tryggingareftirlitið leggur fyri Ráðið. Tryggingareftirlitið skal leggja eftirlitsmál av meginregluligum týdningi og eftirlitsmál, ið hava framhaldandi munandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, fyri Ráðið. Almenna heimild Ráðsins at taka avgerð er avmarkað soleiðis, at Ráðið ikki kann taka avgerðir í málum um góðan skikk sambært § 35.

 

Sambært stk. 4, nr. 2, kann Tryggingarráðið geva ráðgevandi ummæli viðvíkjandi gerð av reglum, ið Tryggingareftirlitið ger innan sítt heimildarøki. Ummæli kann viðvíkja øllum reglunum ella pørtum av hesum. Ummæli kann m.a. innihalda eina meting av, um ætlaðu reglurnar hava við sær umsitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið.

 

Serliga tagnarskyldan, ið er galdandi fyri starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum, er avmarkað, tá talan er um, at Ráðið viðger mál um gerð av reglum um góðan skikk, sbr. viðmerkingarnar til stk. 6.

 

Sambært stk. 4, nr. 2, so kann Tryggingareftirlitið ikki taka avgerð í málum um reiðiligan handils-skikk og góða siðvenju, ið eru av týdningi ella hava framhaldandi munandi avleiðingar fyri fíggjar-feløg, fyrr enn málið hevur verið lagt fyri Ráðið. Tryggingarráðið veitir Tryggingareftirlitinum ráðgeving, áðrenn Eftirlitið tekur avgerð. Í slíkum málum eru limirnir í Tryggingarráðnum fevndir av serligu tagnarskylduni, ið er ásett í lóggávuni.

 

Viðgerð Tryggingareftirlitsins av málum um góðan skikk koma ofta av kæru, men Eftirlitið kann eisini viðgera mál av sær sjálvum ella eftir áheitan frá Tryggingarráðnum. Tryggingareftirlitið er ikki bundið at viðgera øll mál um góðan skikk, ið verða løgd fram fyri Eftirlitið. Mál, har privatpersónar ynskja avgerð í einum ítøkiligum ognarrættarligum trætumáli, t.e. mál av búskaparligum týdningi, skulu eins og áður avgerast av dómstólunum.

 

At enda kann Ráðið sambært stk. 4, nr. 3 hjálpa Tryggingareftirlitinum við tess kunningarvirksemi.

 

Tryggingareftirlitið má av og á taka støðu til spurningar ella taka á seg arbeiðsuppgávur, ið ikki eru fevnd av vanliga eftirlitsøkinum hjá Tryggingareftirlitinum, m.a. í sambandi við kreppum í fíggjarfeløgum.

 

Sambært stk. 5 verða limir ráðsins tilnevndir fyri 4 ár í senn. Limirnir kunnu tilnevnast aftur.

 

Sambært stk. 6 tekur Ráðið avgerð við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins avgerð avgerandi.

 

Sambært stk. 7 ger landsstýrismaðurin ráðsins starvsskipan. Starvsskipanin ásetir heimildarøki Tryggingarráðsins. Starvsskipanin ásetir harafturat ásetingar um viðtøkuføri Ráðsins, fundir Ráðsins, skrivarahjálp, ógegni, tagnarskyldu o.s.fr.

 

Til § 192

Ásetingin verður framd innan rammurnar í direktivum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Stk. 1 ásetir skylduna hjá Tryggingareftirlitinum at kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og haldfelagsskapum.

 

Sambært stk. 2 skal fundur vera aftaná kanning á staðnum í einum tryggingarfelag ella haldfelagsskapi, har Tryggingareftirlitið boðar frá síni niðurstøðu. Nevnd fyritøkunnar, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin og grannskoðarin luttaka á fundinum.

 

Fyri at sleppast kann undan, at Tryggingareftirlitið í einum ítøkiligum máli vegleiðir á ein tílíkan hátt, at tað ikki kann taka avgerð í sama máli seinni, verður mælt til, at Tryggingareftirlitið bert skal boða leiðsluni í fíggjarfelagnum frá niðurstøðu síni, harundir tey viðurskifti, ið seinni skulu vera partur av frágreiðingini, sbr. viðmerkingarnar til stk. 3.

 

Um so er, at niðurstøðan fevnir um øki, har felagið ikki heldur lógina, inniheldur niðurstøðan krøv til felagið um at gera viðurskiftini lóglig. Afturat hesum kann niðurstøðan innihalda upplýsingar um váðastøðu felagsins. Tryggingareftirlitið kann t.d. sambært reglunum í § 200 viðvíkjandi tagnarskyldu Tryggingareftirlitsins gera vart við, at váðin fyri tapi hjá felagnum á einum ella fleiri økjum er munandi størri enn sami váði hjá líknandi tryggingarfeløgum. Tað er tá leiðslan í felagnum, ið skal gera av, um váðin fyri tapi kann góðtakast, ella hann skal lækkast. Um so er, at felagið einki ger við váðan fyri tapi, kann hetta í einstøkum førum vera ímóti boðum frá Tryggingareftirlitinum sambært § 196 í lógaruppskotinum.

 

Um so er, at ein eftirlitsvitjan bert hevur nomið við eitt avmarkað virksemisøki, kann vitjanin enda við fundi, har tann, ið hevur ábyrgd av kannaða økinum verður kunnaður um niðurstøðu Tryggingareftirlitsins. Hetta er m.a. galdandi, tá talan er um tær størstu, fíggjarligu samtøkurnar. Í hesum førum hevur Tryggingareftirlitið avgjørt ikki at gera sonevndar meginkanningar, men í staðin árliga at gera eina ella fleiri kanningar av avmarkaðum virksemisøkjum. Í teimum førum, har Tryggingareftirlitið, ein limur í leiðslu felagsins, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin ella grannskoðarin meta tað vera neyðugt, verður fundur hildin millum Tryggingareftirlitið og leiðsluna í fíggjarfelagnum, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin og grannskoðaran. Hetta er m.a. galdandi, tá talan er um, at Tryggingareftirlitið hevur staðfest grov ella endurtikin lógarbrot, ella Tryggingareftirlitið hevur staðfest, at váðastøðan hjá felagnum er sera høg.

 

Sambært stk. 3 skal Tryggingareftirlitið, aftaná eftirlitsvitjan, senda týðandi niðurstøður í eini skrivligari frágreiðing til nevnd fyritøkunnar, stjórn, tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin og grannskoðaran.

 

Frágreiðingar kunnu eins og niðurstøður Tryggingareftirlitsins frá fundum, nevndir í stk. 2, fevna um lógarbrot, har Tryggingareftirlitið krevur, at felagið ger viðurskiftini lóglig. Frágreiðingin kann fevna um upplýsingar til fyritøkuna viðvíkjandi váðameting fyritøkunnar.

 

Tey, ið fáa frágreiðingina, skulu senda eitt undirskrivað eintak aftur, fyri á tann hátt at vátta, at tey eru nøktandi kunnað. Í sambandi við at frágreiðingin verður send aftur, er møguleiki at gera viðmerkingar mótvegis niðurstøðu Tryggingareftirlitsins.

 

Um so er, at eingin verulig niðurstøða verður gjørd við støði í eftirlitinum, er ikki neyðugt við eini frágreiðing, ið skal undirskrivast og sendast aftur.

 

Tryggingareftirlitið kann velja at senda eitt serstakt bræv til stjórnina í fíggjarfelagnum, ið inniheldur niðurstøður, ið ikki eru av so stórum týdningi, og sum av hesi orsøk ikki eru við í frágreiðingini til leiðsluna, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin og grannskoðanina. Hetta brævið skal ikki undirskrivast ella sendast aftur.

Sambært stk. 4 kunnu eftirlitsmyndugleikarnir í øðrum ES-londum, og í londum, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, eftir at hava fráboðað Eftirlitinum hetta frammanundan, gera kanningar á staðnum í deildum í Føroyum hjá útlendskum tryggingarfeløgum, ið hava heimstað í viðkomandi landi. Hesin rættur er ein natúrlig avleiðing av, at tað eru eftirlitsmyndugleikarnir í viðkomandi landi, ið, sambært sonevndu meginregluni um heimlandseftirlit, hava ábyrgdina av eftirlitinum av deildini og tískil skulu kunna hava eftirlit við henni.

 

Sambært 2. pkt. í ásetingini luttekur Tryggingareftirlitið, tá tryggingarfeløg, ið eru fevnd av 1. pkt., verða kannað. Harafturat kunnu eftirlitsmyndugleikarnir í heimlandi deildarinnar í serligum føri biðja Tryggingareftirlitið um at kanna deildina.

 

Til § 193

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 160 í galdandi eftirlitslóggávu. Ásetingin heimilar ikki Tryggingareftirlitinum atgongd til fyritøkurnar í størri mun, enn hvat áður hevur verið galdandi.

 

Stk. 1 ásetir tryggingarfeløgum og haldfelagsskapum skyldu at geva Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri virksemi Eftirlitsins.

 

Sambært stk. 2 kann Tryggingareftirlitið til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaprógvi uttan rættarúrskurð fáa atgongd til tryggingarfeløg ella haldfelagsskapir og deildir tess.

 

Ásetingin viðvíkjandi atgongd Tryggingareftirlitsins til tryggingarfeløg og haldfelagsskapir uttan rættarúrskurð er í samsvari við vanligu fatanina av, at atgongd Tryggingareftirlitsins at hava eftirlit er fevnt av undantaksregluni í § 71 í Grundlógini viðvíkjandi friðhalgan av bústaðnum.

 

Tryggingareftirlitið hevur sum upprunastøði bert atgongd til handilshølir og sostatt ikki atgongd til privatar bústaðir. Tá talan er um, at fyritøkan er so lítil, at handilshøli er partur av privatum bústaði, hevur Tryggingareftirlitið tó atgongd til privata bústaðin sambært hesi áseting.

 

Tryggingareftirlitið hevur tørv á at kunna hava eftirlitsvirksemi, eisini í teimum førum tá eitt felag noktar eftirlitinum tær neyðugu upplýsingarnar ella arbeiðir ímóti eftirliti.

 

Talan kann m.a. verða um dømi, har eitt felag, ið er undir eftirliti, í hendinga førum noktar Tryggingareftirlitinum atgongd í sambandi við vanlig eftirlit. Talan kann eisini verða um kreppu-støðu, ið krevur, at Tryggingareftirlitið alt fyri eitt ger nakað, og til hetta krevst, at beinleiðis atgongd er ein fortreyt fyri at handfara støðuna.

 

Mett verður ikki, at neyðugt er at gera avmarkingar í atgongd Tryggingareftirlitsins til uttan rættarúrskurð at hava eftirlit við einum felagi, um so er, tað í hendinga føri arbeiðir ímóti eini eftirlitsvitjan.

 

Tryggingareftirlitið kann einans fáa atgongd til handilshølir felagsins uttan rættarúrskurð, um so er, at hetta er neyðugt, fyri at Tryggingareftirlitið kann fremja sítt eftirlitsvirksemi. Tað er ein fortreyt, at endamálið ikki kann røkkast við at nýta minni víðfevnd tiltøk, t.d. at geva tvingsilsbót.

 

Møguleikin hjá Tryggingareftirlitinum, at fáa atgongd uttan rættarúrskurð, kann bert nýtast í tryggingarligum endamáli. Um talan er um grundgivið misálit, um revsivert brot á lóg um tryggingarvirksemi, verða reglurnar í rættargangslógini um húsarannsókn nýttar.

Sambært stk. 3 kann Tryggingareftirlitið savna upplýsingar og hava eftirlit við móður-, dóttur-, og systurfeløgum tryggingarfelagsins eins og feløgum, ið tryggingarfelagið hevur serstakt samband við atknýttar fyritøkur, sbr. við allýsingina í ársroknskaparlógini. Samsvarandi er galdandi fyri haldfelagsskapir.

 

Ásetingin skal tryggja, at Tryggingareftirlitið kann hava eftirlit við viðskiftum (transaktiónir) innan fíggjarliga samtøku, ið eru av týdningi fyri styrki felagsins og trygd tryggingartakarans, kundans og íleggjarans.

 

Sambært ásetingini kann Tryggingareftirlitið harumframt uttan rættarúrskurð fáa atgongd til hesar fyritøkur. Viðvíkjandi § 72 í Grundlógini um friðhalgan av bústaðnum verður víst til viðmerkingarnar til stk. 2.

 

Stk. 4 ásetir, at Tryggingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar fyri at kunna gera av, um virksemi í fyritøkuni er fevnt av eftirlitslóggávuni.

 

Ásetingin hevur við sær, at Tryggingareftirlitið umframt upplýsingar frá felagnum, ið skal kannast, eisini kann krevja upplýsingar frá feløgum og likamligum persónum, ið ikki fremja virksemi, ið er undir eftirliti, um so er, at hesi hava upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at Tryggingareftirlitið kann gera av, um eitt annað felag fremur virksemi, ið er undir eftirliti, og sostatt eigur at hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

 

Stk. 5 inniheldur eina greiða heimild, um at Tryggingareftirlitið kann savna upplýsingar til nýtslu hjá teimum í § 200, stk. 5, nr. 10 og 11 nevndu myndugleikum.

 

Ásetingin er grundað á bygnaðarbroytingarnar seinnu árini innan fíggjarøkið, við tað at altjóða samtøkur eru settar á stovn. Hesar altjóða samtøkur hava við sær størri tørv á samstarvi millum eftirlitsmyndugleikarnar í ymsu londunum. Hetta sæst eisini aftur í at fíggjarligu direktivini leggja størri dent á umskifti av upplýsingum millum eftirlitsmyndugleikarnar.

 

Til § 194

Ásetingin er nýggj og hevur Eftirlitið sambært ásetingini fingið heimild at geva boð um at rætta viðurskifti, ið eru í stríð við góðan tryggingarsið ella í stríð við regluna um, at brúkaratryggingar skulu kunna sigast upp við 30 daga varningi.

 

 

 

Til § 195

Sambært stk. 1 kann Tryggingareftirlitið áleggja leiðsluni í tryggingarfelagnum at síggja til, at frágreiðing verður gjørd um búskaparstøðu felagsins og framtíðarútlit.

 

Tað er leiðslan, ið hevur ábyrgdina av, at frágreiðingin er fullgóð og nøktandi. Áleggingin frá Tryggingareftirlitinum skal undirskrivast av stjórn felagsins og grannskoðanini.

 

Ásetingin hevur týdning, um so er, at eitt tryggingarfelag verður rikið innan lógarinnar rammur, men meðan tað samstundis eru gitingar um, hvørt búskaparliga støðan er soleiðis, at felagið kann fáa trupulleikar í framtíðini. Frágreiðingin hevur til endamáls at útgreina og tilskila búskaparligu støðu, umframt framtíðarvánir felagsins, og skal takast til eftirtektar bæði av leiðslu felagsins og Tryggingareftirlitinum.

 

Frágreiðingin kann t.d. verða gjørd av eini ráðgevandi fyritøku, ella av stjórnini í tryggingar-felagnum. Um so er, skal ummæli frá uttanhýsis grannskoðara leggjast við frágreiðingini. Leiðslan kann harumframt biðja uttanhýsis grannskoðaran um at gera sjálva frágreiðingina.

 

Frágreiðingin skal m.a. innihalda eina lýsing av fíggjarligu støðu felagsins, og grundgivin tilskilan um væntaðu búskaparligu menningina komandi árini. Talan kann m.a. verða um eina lýsing av inntøkum, útreiðslum, váða fyri tapi og burturleggingum felagsins.

 

Afturat hesum, skal frágreiðingin innihalda eina meting av framtíðarmøguleikum felagsins umframt uppskot til, hvørji tiltøk skulu setast í verk við atliti til væntaðu búskaparligu menningina. Hesi kunnu m.a. vera tiltøk mótvegis vágiligum bindingum og tiltøk fyri at betra um inntøkurnar. Frágreiðingin kann afturat hesum eisini innihalda uppskot um broyting í leiðsluni, uppskot um at søkja um samanlegging við eitt annað tryggingarfelag og eisini um broytingar í rakstri og leiðslu o.ø.

 

Sambært stk. 2 skal frágreiðingin og ummæli frá uttanhýsis grannskoðaranum leggjast fyri nevnd felagsins til góðkenningar. Frágreiðingin skal sendast Tryggingareftirlitinum til kunningar.

 

 

Til § 196

Sambært stk. 1, nr. 2 verður sum nakað nýtt mælt til at geva Tryggingareftirlitinum møguleika skjótari at koma upp í, mett út frá fíggjarligu støðu felagsins. Tryggingareftirlitið kann sambært hesum uppskoti áleggja felagnum at seta í verk neyðug tiltøk, um so er, at vandi er fyri, at felagið missir loyvið. Hetta verður gjørt, um so er, at tað er stórur vandi fyri, at ávís viðurskifti halda áfram ella berast á, t.d. rakstur, ið ikki loysir seg, tað á parta- ella lánsbrøvum ella manglandi (negativ) menning í einmansfeløgum ella deildum av felagnum, og at hesi viðurskifti kunnu hava við sær, at felagið ikki lýkur fæfeingiskrøvini í kapitli 10.

 

Dømi um áleggingar:

 

1.                                      Vanlig hækkan av fæfeingiskravinum.

2.                                      Hækkan av fæfeingiskravinum á einstøkum ognum.

3.                                      Avdekking av váðanum á serligum økjum.

4.                                      Tekning av neyðugari (uttanhýsis) endurtrygging, t.e. minking av egnum váða.

 

Afturat hesum verður mælt til at varðveita galdandi reglu, ið ásetir, at Eftirlitið kann áleggja felagnum at seta í verk neyðug tiltøk, um so er, at talan er um ítøkiligan vanda fyri búskaparligu áhugamálunum hjá tryggjaða ella øðrum peningaíleggjarum, sjálvt um felagið lýkur vanligu fæfeingiskrøvini í lóg um tryggingarvirksemi. Ásetingin kann bert nýtast um so er, at búskaparligu áhugamálini hjá nevndu persónum eru í ítøkiligum vanda, t.d. orsakað av, at felagið ikki hevur rikið virksemið fullgott. Ásetingin kann bert nýtast, tá talan er um, at áhugamálini hjá nevnda persónskara eru í vanda. Atlit til starvsfólk, partaeigarar og aðrar kravánarar kunnu ikki vera grundarlag fyri álegging.

 

Sum dømi um nýtsluøki kann nevnast álegging um at gevast við nýtekningum og eisini krav um at fáa manglandi endurtryggingarskipan í rættlag.

 

Áleggingin kann tillagast viðurskiftunum hjá tí einstaka felagnum, og gevur hetta Tryggingareftirlitinum breiðari heimildir, ið eru í samsvari við altjóða rák á økinum, har, í størri mun enn áður verur nýtt høvi til at áseta serstøk krøv til einstøku fyritøkuna. Sambært ásetingini er gjørligt at fáa viðurskiftini hjá tryggingarfelagnum í rættlag, meðan fyritøkan enn lýkur krøvini í lógini um fæfeingisviðurskiftini o.a.

 

Áleggingin frá Tryggingareftirlitinum skal vera so mikið nágreinilig, at leiðslan í tryggingar-felagnum veruliga hevur møguleika at ganga henni á møti. Áleggingin skal eisini leggjast fyri Tryggingarráðið, sbr. § 191, stk. 4, við tað at ein álegging sambært ásetingini altíð vil fáa avleiðingar fyri tryggingarfelagið ella haldfelagsskapin. Somuleiðis skal vera greitt, nær áleggingin eru uppfylt. Annars er tað einstaka leiðslan ið tekur støðu til, hvussu áleggingin verður framd.

 

Tryggingarfelagið skal sambært ásetingini hava eina freist at fáa neyðugu tiltøkini framd. Tað er einki krav um at boðast skal frá áðrenn álegging, ið ásetir freist, verður givin. Fráboðan skal tó í mest møguligan mun nýtast, um so er, at tað ikki hevur við sær øktan vanda fyri, at loyvið skal takast aftur.

 

Ásetingin í stk. 2 hevur við sær, at Tryggingareftirlitið kann taka aftur loyvi felagsins, um so er,  at felagið ikki fremur áløgdu tiltøkini. Tá loyvi felagsins verður tikið aftur, skulu vanligar meginreglur viðvíkjandi lutfalli havast í huga. Tiltøk, ið ikki lúka meginregluna um lutfall, verða ikki mett at vera nøktandi. Avgerð Tryggingareftirlitsins kann kærast til Erhvervsankenævnet, ið í serligum førum kann gera av, at talan er um steðgandi kæru.

 

Tryggingarfelag, ið ikki longur hevur loyvi, skal sum útgangsstøði skipa fyri at steðga virksemi sínum. Tryggingarfeløg eru eins og higartil fevnd av teimum ymisku møguleikunum um avtøku, avhending o.s.fr. sambært kapitlunum 14, 15 og 16.

 

Til § 197

Ásetingin er nýggj og hevur samband við § 49, ið ásetir, at ein stjóri skal vera heiðurligur og førur fyri at kunna røkja starvið sum stjóri. Víst verður til viðmerkingarnar til § 49.

 

Sambært galdandi lóggávu kann Tryggingareftirlitið bert taka aftur loyvið, um so er, at stjórin ikki er mettur at verða egnaður ella heiðurligur.

 

Sambært ásetingini kann Tryggingareftirlitið nú áleggja tryggingarfelagnum at koyra stjóran frá, um so er, at Tryggingareftirlitið gerst varugt við, at talan er um viðurskifti sambært § 49, stk. 2, nr. 1-4. Áðrenn so víðgongd stig verða tikin skulu stjórin og tryggingarfelagið partshoyrast. Í roynd og veru er talan sum oftast um, at nevndin er samd við eftirlitinum og tískil sjálv koyrir stjóran frá. Sambært stk. 1 skal hóskandi ávaring gevast, ið hevur við sær, at partarnir hava møguleika at ráðføra seg við ráðgevarar o.a. Freistin gevur harafturat tryggingarfelagnum møguleika at handfara støðuna innanhýsis.

 

Um so er, at Tryggingareftirlitið aftaná partshoyringina er av teirri fatan, at stjórin er fevndur av § 49, stk. 2, nr. 1-4, kann Tryggingareftirlitið sambært stk. 1 áleggja tryggingarfelagnum innan eina ásetta freist at koyra stjóran frá. Áðrenn Tryggingareftirlitið tekur avgerð í málinum, verður málið lagt fyri Tryggingarráðið, ið sambært § 191, stk. 4, nr. 1, tekur avgerð í eftirlitsmálum av megin-regluligum týdningi.

 

Hevur tryggingarfelagið ikki koyrt stjóran frá innan ásettu freistina, kann Eftirlitið sambært stk. 2 taka aftur loyvi felagsins.

 

Viðmerkjast skal, at til ber at fáa avgerðir sambært stk. 1 og 2 lagdar fram fyri Erhvervsanke-nævnet. Erhvervsankenævnet kann gera av, at talan er um steðgandi kæru, t.e., at avgerðin ikki kemur í gildi fyrr enn Erhvervsankenævnet hevur gjørt úrskurð í málinum.

 

Til § 198

Sambært ásetingini kann Tryggingareftirlitið gera tvørgangandi kanningar av tryggingarmarknaðinum. Kanningarnar hava ikki samband við líknandi kanningar, ið kappingarmyndugleikin ger. Tað skal tó tryggjast, at einsháttaðar kanningar, ið eru óheftar av hvørji aðrari, ikki verða gjørdar um somu tíð.

 

Kanningarnar kunnu viðvíkja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum. Tryggingareftirlitið kann eins og áður sjálvstøðugt, ella í samstarvi við aðrar myndugleikar, almannakunngera úrslitini av kanningunum.

 

Tryggingarfeløg, ið eru fevnd av kanningini, skulu sambært siðvenju verða gjørd kunnug við at kanningin verður almannakunngjørd. Tryggingarfeløgini kunnu eisini krevja, at tøkniligar útrokningar, framferðarhættir o.a., ið kunnu metast sum handilsloyndarmál, ikki verða almanna-kunngjørd.

 

Tryggingarfeløgini kunnu somuleiðis krevja at fáa stuttar viðmerkingar til niðurstøðuna í kanningini við, tá hendan verður almannakunngjørd, um so er, at viðmerkingarnar eru Tryggingareftirlitinum í hendi innan ta av Tryggingareftirlitinum ásettu tíðarfreistina.

 

Til § 199

Ásetingin áleggur Tryggingareftirlitinum árliga at lata landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt.

 

Frágreiðingin greiðir frá arbeiðsgongd Tryggingareftirlitsins farna árið. Harafturat gevur Tryggingareftirlitið út hagtøl, lyklatøl, greinar o.a. viðvíkjandi fíggjarliga økinum. Frágreiðing, hagtøl, lyklatøl og greinar verða m.a. almannakunngjørd á heimasíðu Tryggingareftirlitsins.

 

Til § 200

Ásetingin verður framd innan rammurnar í direktivunum á fíggjarliga økinum, sbr. fylgiskjal A.

 

Stk. 1 inniheldur meginregluna um tagnarskyldu Tryggingareftirlitsins.

 

Serliga tagnarskyldan, ið er áløgd Tryggingareftirlitinum í ásetingini, hevur við sær, at atgongdin til skjalainnlit í mál Tryggingareftirlitsins, er avmarkað sambært § 14, 1. pkt., í “lov om offentlighed i forvaltningen”.

 

Ásetingin ásetir nágreiniligt, at persónar, ið starvast í fyritøkum, ið Eftirlitið hevur gjørt avtalu við um at gera tænastuuppgávur sum liður í rakstri Eftirlitsins, eru fevnd av ásetingini um tagnarskyldu.

 

Tænastuuppgávur, sum liður í rakstri Eftirlitsins, kunnu t.d. vera reingerð, vaktartænasta, umvæling og viðlíkahald av elektroniskum amboðum.

 

Ásetingin forðar ikki fyri at hægri myndugleikar (aðalráð) í ymiskum londum kunnu umskifta upplýsingar um samtøkubundin feløg, sum liður í kreppustýring.

Sambært stk. 2 stendur tagnarskylda Tryggingareftirlitsins við, hóast tann, ið tagnarskyldan skal verja, játtar Tryggingareftirlitinum at lata upplýsingar víðari.

 

Tagnarskylda Tryggingareftirlitsins er í stóran mun grundað á eitt ynski um at verja kundarnar hjá tryggingarfeløgunum. Talan kann bæði vera um privatpersónar og vinnukundar. Afturat hesum er, av kappingarligum orsøkum, ynski um at verja handilsligu viðurskiftini hjá tryggingarfeløgunum.

 

Tagnarskylda Tryggingareftirlitsins er ein avgerandi treyt fyri virkisføri Eftirlitsins. Fyri at Tryggingareftirlitið kann fáa allar neyðugar upplýsingar í einum máli, er neyðugt, at tryggingar-feløgini og kundarnir hava álit á, at Eftirlitið ikki útflýggjar trúnaðarupplýsingar. Við tað, at trúnaðarupplýsingarnar í stóran mun koma frá tryggingarfeløgum, er tað rættast og tryggast, at tað er viðkomandi felag sjálvt, ið útflýggjar upplýsingarnar til triðjamann. Upplýsingar um kundar hjá felagnum kunnu bert útflýggjast, um so er, at kundin játtar hesum.

 

Stk. 3 ásetir, at Tryggingareftirlitið kann útflýggja trúnaðarupplýsingar í ársfrágreiðing o.ø. í stuttum ella samlaðum líki. Tað avgerandi er, at tað einstaka tryggingarfelagið, ella kundar tess, ikki kunnu eyðmerkjast.

 

Sambært stk. 4 er gjørligt at útflýggja trúnaðarupplýsingar til nýtslu í borgarligum rættarmáli, tá eitt tryggingarfelag er farið á húsagang.

 

Upplýsingar um, at viðurskifti kundans ikki kunnu útflýggjast, eins og trúnaður viðvíkjandi upplýsingum um triðjamann, ið er við til at royna at bjarga tryggingarfelagnum, eru eisini galdandi eftir at viðkomandi ikki longur er við.

 

Tað verður serstakliga ásett í stk. 4, at Tryggingareftirlitið í ávísum førum kann útflýggja trúnaðarupplýsingar til partarnar í borgarligum rættarmáli. Hetta er grundað á, at ásetingin er sjáldsom samanborið við tær í stk. 5 nevndu undantøkur, við tað at talan ikki er um myndugleika ella líknandi.

 

Stk. 5 inniheldur reglur um, nær Tryggingareftirlitið kann útflýggja trúnaðarupplýsingar.

 

Ásetingin er bygd upp á tann hátt, føroyskir myndugleikar o.a., ið kunnu fáa trúnaðarupplýsingar útflýggjaðar, eru nevndir í nr. 1-9. Myndugleikar o.a. í ES og londum, sum Samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ið kunnu fáa trúnaðarupplýsingar útflýggjaðar, eru nevndir í nr. 10, og at enda eru myndugleikar í triðjalondum nevndir í nr. 11.

 

Nr. 10 ger av, at myndugleikar í londum í ES og lond, ið Samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kunnu fáa trúnaðarupplýsingar útflýggjaðar. Skarin av myndugleikum, stovnum og persónum, ið sambært nr. 11 kann fáa útflýggjað trúnaðarupplýsingar við støði í samstarvsavtalu, er samlíkur móttakaraskaranum, ið er galdandi innan ES. Útflýggjan kann bert henda, um so er, at treytirnar í stk. 9 og 10 verða hildnar.

 

Sambært stk. 6 verður tann, ið fær upplýsingar frá Tryggingareftirlitinum sambært uppskotunum til stk. 4 og 5, fevndur av tagnarskyldu eftirlitsins í tann mun talan er um trúnaðarupplýsingar.

 

Ásetingin hevur ikki, í samsvari við galdandi áseting, við sær avmarkingar í grundleggjandi meginreglum innan rættargang. Ásetingin hevur av hesi orsøk onga ávirkan á rætt verjans at vera kunnaður um tilfarið í málinum, sbr. við tilmæltu áseting í stk. 5, nr. 1.

 

Stk. 7 hevur við sær, at trúnaðarupplýsingar, sum Tryggingareftirlitið hevur fingið, bert kunnu nýtast í sambandi við eftirlitsstarvið sambært lógini.

 

Stk. 9 setur sum fyritreyt, at móttakarin av upplýsingum sambært stk. 5, nr. 11, er fevndur av tagnarskyldu, ið í minsta lagi samsvarar tagnarskylduni, ið er galdandi fyri eftirlitsmyndugleikarnar í londunum í ES. Tryggingareftirlitið kann sostatt bert útflýggja upplýsingar til nevndu myndug-leikar, stovnar og persónar í triðjalondum um so er, at lóggávan í viðkomandi landi ásetir sam-svarandi tagnarskyldu.

 

Afturat hesum er sett sum fyritreyt, at myndugleikin o.a., ið fær upplýsingarnar, bert kann nýta hesar trúnaðarupplýsingar, tá talan er um røkt av egnum uppgávum.

 

Sambært stk. 10 kann útflýggjan av upplýsingum, sambært stk. 5, nr. 11, ið stava frá ES-londum bara fara fram um so er, at myndugleikarnir, sum hava útflýggjað upplýsingarnar, hava givið staðiligt samtykki.

 

Stk. 11 hevur við sær, at um so er at ein skuldari, ábyrgdari ella íleggjari hevur munandi skyldur mótvegis fleiri tryggingarfeløgum, kann Eftirlitið kunna viðkomandi feløg um hetta. Tryggingar-eftirlitið kann kunna viðkomandi feløg, í tann mun hetta hevur týdning fyri meting felagsins av viðurskiftunum við viðkomandi skuldara.

 

Sambært stk. 12 er tagnarskylda Tryggingareftirlitsins ikki til hindurs fyri, at upplýsingar verða givnar umboðum fyri feløg, ið eru fevnd av ásettu skipanini um sínámillum skuldarbinding fyri eld í bygningum sambært galdandi lóg um tryggingarvirksemi. Treytin er, at útflýggjanin verður framd, samstundis sum samráðingar eru um avhendan av tryggingarmongdini við atliti at trygging av endurtryggingarfulnaði.

 

Til § 201

Sambært ásetingini kann Tryggingareftirlitið almannakunngera navnið á tí felagi, ið hevur framt brot á forboðið um at reka tryggingarvirksemi, uttan at hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, brot á reglurnar um góðan sið, brot á reglurnar um at geva út ábyrgdar lánsfæfeingi og tekning av fæfeingisinnskoti, brot á forboðið móti at taka út lívstrygging, ið er teknað á triðjamans lív, brot á upplýsingarskylduna við tekning av lívstryggingum og brot á regluna, ið ásetir, at kundin skal upplýsast um, at trygging kann teknast við 30 daga uppsagnarfreist. Tryggingareftirlitið kann eisini almannakunngera navnið á tí felagi, um felagið noktar at yvirtaka eina bygningsbrunatrygging, sigur upp bygningsbrunatryggingina hóast tryggingargjald er goldið til tíðina, brýtur reglurnar um at útflýggja trúnaðarupplýsingar, og at enda, um brot verður framt á áleggingar Tryggingareftirlitsins um at gera neyðug tiltøk fyri at endurreisa fíggjarligu støðu felagsins.

 

Til § 202

Ásetingin er í høvuðsheitum framhald av samsvarandi áseting í § 163, stk. 6, í galdandi eftirlitslóggávu. Stk. 2, nr. 9 er nýtt, tá talan er um tryggingarfeløg.

 

Stk. 1 hevur við sær, at sum útgangsstøði er tað bert tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin, sum er partur í mun til Tryggingareftirlitið. Sum nakað nýtt verður mælt til, at útlendsk fíggjarfeløg og útlendskir haldfelagsskapir fáa somu rættarstøðu sum fíggjarfeløg í viðkomandi landi. Hetta er grundað á, at tað verður mett at verða best hóskandi at fíggjarfeløg, ið røkka tvørtur um landamørk, fáa partsstøðu sambært fíggjarligu lóggávuni á jøvnum føti við føroysk fíggjarfeløg, soleiðis at sleppast kann undan mismuni.

 

Serliga partshugtakið er neyðugt, soleiðis at tað slepst undan, at tagnarskylda Tryggingareftirlitsins verður burturmáað, við tað at atgongdin hjá pørtum at fáa skjalainnlit sambært fyrisitingarlógini ikki verður sett til síðis grundað á reglurnar um tagnarskyldu.

 

Ásetingin hevur við sær, at kundar í tryggingarfeløgum ikki hava partsstøðu í mun til Tryggingareftirlitið. Hetta er galdandi, uttan mun til hvørji áhugamál hesi hava í einstaka málinum. Tó kunnu kundar, ið kæra um, at tryggingarfelagið ikki heldur góðan sið ella reglurnar um útflýggjan, gerast partur í tí partinum av málinum, ið er viðkomandi fyri kundan, sbr. viðmerkingarnar til stk. 4. Á sama hátt kunnu partaeigararnir í tryggingarfelagnum heldur ikki verða partar í máli Tryggingareftirlitsins um viðkomandi fyritøku.

Partsstøða hevur m.a. sambært forvaltningsloven við sær atgongd til trúnaðarupplýsingar í tí partinum av málinum, ið viðkemur viðkomandi, eins og til ber at leggja avgerð Tryggingareftirlitsins fyri Erhvervsankenævnet. Reglurnar í fyrisitingarlógini um partsheimild eru bert galdandi fyri mál, ið eru ella verða avgjørd av umsitingarligum myndugleika, sbrt. fyrisitingarlógini § 2, stk. 1.

 

Í stk. 2 eru nevnd tey ítøkiligu dømini, tá onnur enn tey í stk. 1 nevndu feløg eru at rokna sum partar sambært hesi lóg.

 

Í samtøkum, har móðurfelagið er ein haldfelagsskapur ella tryggingarfelag, eru fleiri treytir, ið samtøkan skal lúka. Verður mál burturúr hesum, er móðurfelagið, sambært nr. 1, eisini partur í hesum parti av málinum.

 

Sambært nr. 2 er ein fyritøka partur í mun til tann partin av málinum, ið Tryggingareftirlitið sambært § 193 savnar upplýsingar frá ella ger eftirlitsvitjanir hjá fyritøkum, ið tryggingarfeløg ella haldfelagsskapir hava serligt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við.

 

Sambært nr. 3 fær ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur partsstøðu, tá Tryggingareftirlitið sambært § 193, stk. 4, í uppskotinum, krevur upplýsingar, ið eru av týdningi fyri at kunna gera av, um fyritøkan er fevnd av eftirlitslóggávuni.

 

Um so er, at Tryggingareftirlitið noktar at veita góðkenning til ognara av týðandi luti í tryggingarfelagi ella haldfelagsskapum, fyribils steðgar viðgerðini av máli hesum viðvíkjandi ella letur við seg koma orsakað av vantandi vitan um lutin, verður ikki bert fyritøkan, men eisini ognarin ella eigarin av týðandi fæfeingislutinum sbrt. nr. 4 at meta sum partur í hesum parti av málinum, sbr. § 46, stk. 1-7.

 

Tað sama er galdandi, um so er, at Tryggingareftirlitið tekur av atkvøðurættin, ið er tengdur at fæfeingislutinum hjá viðkomandi eigara, sbr. § 47, stk. 1-3.

 

Sambært nr. 6 kann grannskoðari í tryggingarfelag verða mettur sum partur í egnum máli, um so er, at Tryggingareftirlitið koyrir hann frá ella áleggur honum at lata upplýsingar um felagsins viður-skifti ella í málum um forboð móti, at ein grannskoðari hevur lán o.a. í tí fyritøkuni, sum hann grannskoðar, sbr. § 127, stk. 4-6.

 

Ásetingin í nr. 6 er sett saman av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Sambært uppskotinum kann eitt felag, ið søkir um loyvi at reka tryggingarvirksemi, fáa partsstøðu, sjálvt um felagið enn ikki hevur fingið loyvi og sostatt ikki er eitt tryggingarfelag, ið er fevnt av ásetingini í stk. 1. Steðgar Tryggingareftirlitið viðgerðini av umsóknini, er viðkomandi fyritøka partur í málinum.

 

Nr. 8 er sett saman av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Um so er, at Tryggingareftirlitið noktar at geva einum tryggingarfelagi loyvi, ella heilt ella partvíst tekur aftur loyvi, grundað á, at ein limur í stjórn ella nevnd felagsins ikki lýkur førleika- og heiðursemiskrøvini í lógini, er viðkomandi persónur at meta sum partur í hesum parti av málinum. Á sama hátt fær fæfeingisognari ella partaeigari partsstøðu, um so er, at viðkomandi, sambært fatan Tryggingareftirlitsins, arbeiðir ímóti fullgóðum rakstri av felagnum.

Nr. 9 er sett saman av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Um so er, at Tryggingareftirlitið noktar at geva einum tryggingarfelagi loyvi, ella tekur aftur loyvi grundað á, at felagið hevur tøtt sambond til onnur feløg, og hesi sambond gera tað torført at røkja eftirlitsuppgávurnar, er viðkomandi fyritøka at meta sum partur í hesum parti av málinum.

 

Ásetingin í nr. 10 er sett saman av samsvarandi ásetingum í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Sambært ásetingini kann Tryggingareftirlitið kanna ella átala brot á forboðið í lógini, um í navni ella heiti felagsins at nýta orð, ið eru fevnd av einkarætti tryggingarfelagsins til nøvn. Tann, ið brýtur hetta forboðið, er partur í tí partinum av málinum, ið viðkemur viðkomandi.

 

Ásetingin í nr. 11 er sett saman av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Tá Tryggingareftirlitið antin kannar, um brot er framt á forboðið í lógini um, at onnur reka virksemi, ið er fevnt av § 7, stk. 1, í uppskotinum, ella tá Eftirlitið átalar brot á hesa áseting, er tann, ið avgerðð Tryggingareftirlitsins er rættað ímóti, partur í málinum.

 

Sambært nr. 12 í lógaruppskotinum fær tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin partsstøðu í málinum, um so er, at Tryggingareftirlitið átalar, at viðkomandi ikki hevur hildið sína upplýsingarskyldu mótvegis Tryggingareftirlitinum.

 

Sambært stk. 3 fær ein persónur við serligum tilknýti til eitt tryggingarfelag partsstøðu í egnum máli, um so er, at avgerð Tryggingareftirlitsins beinleiðis viðvíkur viðkomandi, t.d. um so er, at Tryggingareftirlitið gevur boð ella átalar viðurskifti, ið viðvíkja viðkomandi. Mælt verður til, í samsvari við tilmæltu áseting í stk. 1, at víðka verður um ásetingina, soleiðis at henda eisini fevnir um útlendsk fíggjarfeløg og útlendskar haldfelagsskapir við atliti at veita fíggjarfeløgum, ið fara um landamørk, somu rættarstøðu sum føroysk fíggjarfeløg.

Stk. 4 ásetir, at Tryggingareftirlitið í serligum førum eisini kann lata kundum o.ø. partsheimild. Tað skal eftir umstøðunum metast um, hvørt kundin skal partshoyrast, ella hvørt til ber at geva skjalainnlit í tey viðurskifti, ið viðkoma kundanum.

 

Ásetingin er treytað av, at talan er um eitt mál viðvíkjandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøki, sbr. § 35, ella at talan er um útflýggjan av trúnaðarupplýsingum, sbr. kapittul 9. Partsheimildir kunnu bara gevast viðvíkjandi tí partinum av málinum, ið hevur beinleiðis og stóran týdning fyri viðkomandi.

 

Partsheimildir sambært hesi áseting kunnu ikki gevast løgfrøðiligum og likamligum persónum, ið longu hava partsheimild sambært stk. 2 og 3. Tryggingareftirlitið kann viðgera mál við støði í kæru, av sær sjálvum ella eftir áheitan, sbr. eisini viðmerkingarnar til § 192 í uppskotinum.

 

Tryggingareftirlitið vil vanliga bert átala almennan ella meginregluligan atburð, ið er í stríð við góða siðvenju innan tryggingarøki, um so er at talan er um siðvenju hjá tryggingarfelagnum. Tað sama er galdandi í sambandi við reglurnar um útflýggjan.

 

Ein einstakur tilburður er sostatt ikki nóg mikið til, at Tryggingareftirlitið kann geva átalu. Tað eru tó dømir um, at einstakir tilburðir verða kannaðir av Eftirlitinum, tó treytað av, at tilburðurin stríður ímóti vanligari mannagongd um reiðiligan handilsskikk ella góða siðvenju innan øki felagsins, ella stríðir ímóti reglunum um útflýggjan av trúnaðarupplýsingum. Higartil hevur ásetingin ikki umrøtt reglurnar um útflýggjan, men av tí at hesi mál eisini kunnu viðvíkja viðurskiftum, ið hava beinleiðis og stóran týdning fyri kundan, verður mælt til, at økt verður um ásetingina til eisini at fevna um hesi sløg av málum.

 

Tá Tryggingareftirlitið viðger eitt mál um reiðiligan handilsskikk ella góða siðvenju innan tryggingarøki, so hevur tað áður bert verið viðkomandi tryggingarfelag, ið er partur í málinum. Tað ber tó ikki til at vísa aftur, at tað í ítøkiligum málum kunnu vera viðurskifti, ið hava beinleiðis og stóran týdning fyri m.a. ein kunda. Av hesi orsøk hevur Eftirlitið sambært ásetingini fingið atgongd til at veita kundanum o.ø. ymsar partsheimildir grundað á meting innan rammurnar í ásetingini.

 

Tað, at málið skal hava stóran týdning fyri t.d. kundan, hevur við sær, at neyðugt er hjá Tryggingareftirlitinum at hava eitt metingarstøði. Tá metast skal um, hvørt partsheimildir skulu gevast, skal Tryggingareftirlitið kanna fyri og ímóti áhugamálunum hjá kundanum til at gera nýtslu av innliti í skjølunum í málinum og atlit til at verja trúnaðarupplýsingar um tey feløg, ið eru undir eftirliti. Tryggingareftirlitið skal harafturat gera eina avmarking, ið ásetir, hvør partur at málinum viðkemur viðkomandi.

 

Tryggingareftirlitið er ikki kærustovnur fyri kærur frá kundum mótvegis tryggingarfeløgum. Privatkundar kunnu fáa teirra kærur mótvegis fíggjarfeløgum viðgjørdar í Ankenævnet for Forsikring. Onnur, harundir vinnukundar, mugu venda sær til dómstólarnar. Størsti parturin av kærunum frá kundum hoyra heima hjá Ankenævnet ella dómstólunum, grundað á, at kæran viðvíkur viðurskiftum, ið liggja uttan fyri heimild Tryggingareftirlitsins, t.d. ognarrættarlig trætumál.

 

Tillutan av partsheimildum sambært stk. 4, er treytað av, at málið kann avmarkast. Heimildin at taka avgerð um partsheimild er hjá Tryggingareftirlitinum, við tað at Tryggingareftirlitið sjálvt er næst at meta um áhugamálini.

 

Tá Tryggingareftirlitið hevur tikið avgerð um at viðgera eitt mál um, hvørt tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin hevur hildið reiðiligan handilsskikk ella góða siðvenju innan virkisøkið ella reglurnar um útflýggjan, og tann, ið kærir, ikki fær partsheimild, skal Tryggingareftirlitið kunna tann, ið kærir, um møguligu víðari gongdina í málinum, í tann mun tagnarskylda Tryggingar-eftirlitsins loyvir hesum.

 

Stk. 5 hevur við sær, at partsstøða og partsheimild sambært stk. 2-4 eru avmarkaðar til viðurskifti, har avgerð Eftirlitsins er tikin eftir 1. januar 1997. Viðvíkjandi útflýggjan av trúnaðarupplýsingum, sbr. kapittul 9, eru partsstøða og partsheimildir avmarkaðar til viðurskifti, har Eftirlitið tekur avgerð, eftir at lógin er komin í gildi.

 

Til § 203

Stk. 1 inniheldur forboð móti at starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum kunnu hava annað arbeiði.

 

Serstaka forboðið móti, at starvsfólk hava annað arbeiði, skal tryggja, at starvsfólkini í Tryggingareftirlitinum eru óheft av tryggingarfeløgum og øðrum fyritøkum. Undantaksloyvið skal tí einans nýtast í heilt serligum førum.

 

Starvsfólk, ið eru sett sum tænastumenn, eru afturat hesum fevnd av lógini um tænastumenn. Sambært hesi lóg kunnu tænastumenn einans hava annað arbeiði enn tænastumannastarvið, um so er, og í tann mun, hetta kann sameinast við samvitskufulla útinnan av skyldunum, ið eru knýttar at tænastumannastarvinum og við tí virðing og áliti, ið eru ein partur av tænastumannastarvinum.

 

Sambært stk. 2 kunnu starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum ikki fremja ella taka lut í spekulatiónshandli.

 

Sambært stk. 3 kann stjórin fyri Tryggingareftirlitinum ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum taka lán o.a. Ásetingin er grundað á, at neyðugt er, at stjórin er óheftur av fíggjarfeløgum.

 

Til § 204

Ásetingin ásetir freistirnar í lógini. Ynski er at sleppa undan øllum iva viðvíkjandi tulkingum.

 

Sambært stk. 1 tekur freistin við frá degnum eftir tí degi, har tann hending, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi.

 

Verður freistin tilskilað í vikum, so er freistin úti vikudagin fyri tann dag, har tann hending, ið gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 2. Um so er, at freistin er tilskilað sum “í seinasta lagi 4 vikur eftir”, so er freistin úti síðsta dagin í 4. vikuni eftir tann dagin, ið gjørdi, at freistin tók við, hendi. Verður avgerðin soleiðis tikin ein týsdag, so er freistin úti týsdagin 4 vikur seinni.

 

Verður freistin tilskilað í mánaðum, er freistin úti á mánaðardegnum fyri tann dag, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 3. Er freistin t.d. 3 mánaðir, og hendingin, ið gjørdi, at freistin tók við, hendi 15. januar, er freistin úti 15. apríl.

 

Er hendingin, ið ger, at freistin tekur við, hend síðsta dagin í einum mánað, er freistin altíð úti síðsta dagin í avvarðandi mánað, uttan mun til um tað eru 28, 29, 30 ella 31 dagar í avvarðandi mánað. Er freistin sambært útrokningunum úti á einum degi, ið ikki finst, t.d. 30. februar, so er freistin altíð úti síðsta dag í avvarðandi mánað – í hesum førinum 28. februar, ella um so er at skotár er, 29. februar.

Er freistin tilskila í árum, er freistin úti ársdagin fyri tann dag, har hendingin, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 4.

 

Er freistin úti í einum vikuskifti ella ein halgidag, ella flaggdagin, grundlógardagin, páskaaftan, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, jólaaftan ella nýggjársaftan, verður freistin longd til tann fyrst-komandi gerandisdagin, sbr. stk. 5. Er freistin sambært útrokningunum úti, so er innkomna tilfarið at meta sum rættstundis innkomið, um so er, at hetta er komið fyrstkomandi gerandisdag.

 

Til § 205

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 161 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært stk. 1 skal Tryggingareftirlitið góðkenna avgerðir um, at nýggj partabrøv skulu kunna verða goldin við umskifti av skuld. Ein tílík umsókn skal sendast inn samstundis sum umsókn um góðkenning Tryggingareftirlitsins um hækkan av fæfeinginum hjá felagnum við apportinnskoti verður send inn.

 

So skjótt sum eini samtøkuviðurskifti eru sett á stovn, skal móðurfelagið, sambært stk. 2, kunna bæði Tryggingareftirlitið og nevndina í dótturfelagnum um hetta.

 

 

Til § 206

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í § 167 í galdandi lóg um tryggingarvirksemi.

 

Sambært lógaruppskotinum skulu tryggingarfeløg, harundir eftirlønargrunnar og deildir hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi í Føroyum, skrásetast hjá Skráseting Føroya . Hetta hevur við sær, at feløgini fyri ein part skulu senda inn fráboðan til Skráseting Føroya og fyri ein part senda inn umsókn um loyvi, staðfesting av viðtøkunum, eins og møguliga góðkenning av tøkniliga grundarlagnum og tryggingartreytirnar til Tryggingareftirlitið.

 

 

Til kapittul 19

 

Til § 207

Ásetingin inniheldur almennu heimild Tryggingareftirlitsins at krevja inn avgjøld frá tryggingar-feløgum, eftirlønargrunnum og haldfelagsskapum, ið eru undir eftirliti sambært fíggjarligu lóg-gávuni. Avgjaldið verður árliga goldið Tryggingareftirlitinum.

 

Tá eitt tryggingarfelag hevur avhenda tryggingarmongdina til eitt búgv undir umsiting, ella eitt búgv undir avtøku, tekur búgvið yvir gjaldskyldu tryggingarfelagsins.

 

Játtan til útreiðslur Tryggingareftirlitsins, har søla av vørum og tænastum eins og rentuinntøkur er drigið frá, verður dekkað av avgjøldunum frá fíggjarfeløgunum og haldfelagsskapunum innan rammurnar í árligu fíggjarjáttanini.

 

Eitt felag hevur bert skyldu at gjalda avgjald sambært eini áseting, og kann sostatt ikki áleggjast at gjalda meira enn eitt avgjald.

 

Til § 208

Sambært ásetingini skulu feløg hjá haldfelagsskapum árliga gjalda eina grundupphædd á 10.000 kr. í avgjaldi til Tryggingareftirlitið.

 

Til § 209

Stk. 2 hevur við sær, at avgjaldið verður býtt millum tryggingarfeløg, ið fremja lívstryggingar-virksemi, skaðatryggingarvirksemi, tvørgangandi eftirlønargrunnar og eftirlønargrunnar.

 

Til § 210

Tað verður altíð álagt eitt minsta avgjald upp á 2.000 kr.

 

Til § 211

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Í stk. 1 verður ásett, at útrokningin av avgjøldum fyri feløg verður gjørd við støði í upplýsingum í ársfrágreiðingini fyri síðsta roknskaparár ella, um tílík vantar, tí síðst innsendu roknskapar-fráboðanini. Við roknskaparfráboðanir meinast tær regluligu fráboðanirnar frá feløgunum til Tryggingareftirlitið.

 

Stk. 2 hevur við sær, at eitt og hvørt tryggingarfelag og ein og hvør haldfelagsskapur, ið hevur verið undir eftirliti ein part av undanfarna ári, hevur fulla avgjaldsskyldu. Tað verður sostatt ikki givin avsláttur í avgjaldinum í mun til ta tíðina, ið felagið hevur verið undir eftirliti avvarðandi ár.

 

Um so er, at eitt ella fleiri tryggingarfeløg undir Eftirlitsins eftirliti verða løgd saman, rindar felagið, sum heldur fram, avgjaldið hjá avtikna felagnum, sbr. stk. 3. Ásetingin hevur við sær, at avgjaldsgrundarlagið hjá fyritøkuni, ið er avtikin, ikki verður talt við tvær ferðir.

 

Stk. 4 ásetir, á hvønn hátt avgjaldið verður ásett í teimum førum, tá eitt felag ikki longur er undir eftirliti á annan hátt enn við samanlegging.

 

Sambært stk. 4, nr. 1, rinda feløg, ið eru fevnd av § 208, grundupphæddina.

 

Feløg, ið eru fevnd av § 209 gjalda sambært stk. 4 nr. 2, ásetta prosentið frá seinastu gjaldsinn-krevjing í mun til avgjaldsgrundarlagið í tí seinastu ársfrágreiðingini. Um so er, at ársroknskapurin ella inntøkusundurgreiningin fyri undanfarna árið ikki er send inn til Tryggingareftirlitið um tað mundið, tá felagið er avtikið, verður avgjaldið ásett í mun til avgjaldsgrundarlagið í seinastu roknskaparfrágreiðing ella inntøkusundurgreining.

 

Í stk. 5 er ásett, at avgjaldið í serligum førum kann verða sett niður. Tílík dømi kunnu t.d. verða gjaldsteðgur ella húsagangur eins og í sambandi við stovnan og uppathald. Hvørt avgjaldið verður sett niður, veldst um eina ítøkiliga meting við fyriliti til, hvørt felagið bert hevur verið undir eftirliti í stutta tíð, støddina á felagnum, fíggjarligu støðuna eins og arbeiðsbyrðu Tryggingareftirlitsins viðvíkjandi felagnum avvarðandi ár.

 

Til § 212

Ásetingin ásetir reguleringina av tíðini tá avgjøldini sbrt. stk. 1 verða kravd inn. Avgjøldini verða ásett í november.

Sambært stk. 2 kunnu avgjøldini innheintast við útpanting.

 

 

 

 

Partur X

 

Til kapittul 20

 

Til § 213

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sambært lógini til Tryggingareftirlitið. Afturat hesum kann landsstýrismaðurin gera av, at kæra um avgerð, ið er tikin av Tryggingareftirlitinum, antin skal leggjast fyri landsstýrismannin ella Erhvervsankenævnet. Landsstýrismaðurin kann harafturat gera av, at kærurætturin skal avmarkast. Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ásetir reglur viðvíkjandi kærurættinum, er útgangsstøði í § 214. Sambært hesi áseting kann kæra leggjast fyri Erhvervsankenævnet.

 

Til § 214

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Ásetingin regulerar rekursatgongd til Erhvervsankenævnet í sambandi við, at Tryggingareftirlitið ella Skráseting Føroya tekur avgerð sambært eftirlitslóggávuni.

 

Ásetingin fevnir bert um avgerðir, ið eru tiknar av Tryggingareftirlitinum ella Skráseting Føroya sambært lógini ella reglum við heimild í lógini. Afturat hesum er Erhvervsankenævnet eisini kærumyndugleiki, tá talan er um spurningar viðvíkjandi skjalainnliti. Avgerðir tiknar av Erhvervsankenævnet kunnu leggjast fram fyri dómstólarnar.

 

Verður ein avgerð, sum Eftirlitið hevur tikið, um at felagið skal fara í avtøku, ella tess tryggingarmongd verða tikin undir umsiting, umgjørd, skal Skráseting Føroya beinanvegin skráseta hetta sbrt. stk. 2. Eftirlitið skal, um felagið eigur fasta ogn, síggja til neyðuga tinglýsing sbrt. pkt. 2. Ásetingin áleggur bæði Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitinum eina treytaleysa skyldu til at virka av sær sjálvum. Hetta er galdandi, sjálvt um avgerðir tiknar av Erhvervsankenævnet kunnu leggjast fyri dómstólarnar.

 

 

Til kapittul 21

 

Til § 215

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Ásetingin ásetir, hvørji lógarbrot kunnu revsiákærast.

 

Sambært stk. 1 kemur ásetingin í staðin fyri (subsidieru) reglurnar í revsilógini. Ásetingin hevur sostatt serligan týdning, tá talan er um brot, ið annars ikki kunnu revsast. Afturat hesum hevur ásetingin sjálvstøðugan týdning, um so er, at brotið er framt við ósketni, ið ikki kann revsast sambært revsilógini uttan so, at hetta er serliga nevnt, sbr. § 19 í revsilógini.

 

Revsing sambært stk. 1 er treytað av, at brot er framt á eina av ásetingunum, ið eru nevndar í ásetingini.

 

Tá tað ikki er mett at verða neyðugt at koma við serligum ásetingum, ið heimila revsing fyri brotsroynd, er brotsroynd ikki serstakliga nevnd sum revsiverd hending.

 

Stk. 2 hevur við sær, at í reglum, sum verða ásettar av landsstýrismanninum ella Tryggingar-eftirlitinum, kann revsing við bót ásetast fyri brot á hesar. Revsiásetingin skal vera at finna í nevndu reglum.

 

Stk. 3 hevur við sær, at bæði einstakir limir í leiðsluni í fíggjarfelagnum eins og fíggjarfelagið sum løgfrøðiligur persónur kunnu verða áløgd ábyrgd.

 

Við ásetingina í stk. 4 meinast, at leiðslan í fíggjarfelagnum kann revsast, um so er, at óvirkni hjá stjórnini ella nevndini hevur við sær, at felagið er fyri tapi ella í vanda fyri stórum tapi.

 

Ásetingin í stk. 5 inniheldur revsiheimild, tá talan er um, at skeivar ella villleiðandi upplýsingar verða latnar almennum myndugleikum, almenninginum, nøkrum felagsorganum, ella teimum, ið hava áhuga í felagnum (tryggjaðum ella øðrum íleggjarum).

 

Ásetingin er grundað á, at tað er mett at verða av stórum týdningi, at fíggjarfeløg ikki lata skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

 

Ásetingin fevnir um øll, ið hava tilknýti til fíggjarfelagið. Ein persónur verður mettur at hava tilknýti til fíggjarfelagið, um so er, at móttakarin av upplýsingunum av røttum kann vænta, at viðkomandi persónur umboðar fíggjarfelagið. Tað er eingin treyt at talan í roynd og veru er um setanarviðurskifti, ella at viðkomandi er limur í nevnd felagsins.

 

Ásetingin hevur samband við reglurnar í revsilógini um skeivar og villleiðandi upplýsingar til almennar myndugleikar og til almenningin. Afturat hesum er grovt ella ofta endurtikið vansketni (forsømilsi) ella gáloysni álagt revsing.

 

Fyrningarfreistin á 5 ár í stk. 6, er leingjan av freistini í mun til vanligu freistina, ið er 2 ár, sbr. § 93, stk. 1, nr. 1 í revsilógini. Longda freistin er grundað á, at brot ikki verða funnin fyrr enn kanningar verða gjørdar í felagnum. Við tað at kanningar Tryggingareftirlitsins ofta henda við meira enn 2 ára millumbili kann fyrning vera hend, tá Eftirlitið gerst vart við brotini.

 

Til § 216

Ásetingin er framhald av samsvarandi áseting í galdandi eftirlitslóggávu.

 

Sambært ásetingini eru tvingsilsbøtur eitt umsitingarligt tvingsilsamboð og ikki ein revsirættarlig atgerð. Tí er ásett, at álagdar, men enn ikki goldnar bøtur, fella burtur, um so er, at skyldan hjá avvarðandi verður uppfylt áðrenn bótin er goldin ella innheintað. Kravt kann vera, at tann parturin av bótini, ið ikki er goldin ella kemur inn við innheintan við panting, skal sektast sambært reglunum um fongsulsrevsing, sbr. § 17 í lov om ikrafttrædelse af straffeloven.

 

Sambært stk. 1 hava Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya heimild at áleggja nevnd, stjórn, grannskoðara, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingi, avtøkustjóra, aðalumboði, deildarleiðara ella umboðsnevnd felagsins dag- ella vikubøtur um so er, at hesi lata vera við rættstundis at gera tær skyldur, ið liggja á teimum sambært hesi lóg ella teimum sambært lógini givnu reglum.

Heimildin hjá Tryggingareftirlitinum sambært stk. 2 at áleggja tvingsilsbøtur er mótsett stk. 1 rættað móti løgfrøðiliga persóninum (fyritøkuni) eins og teimum persónum, ið hava ábyrgdina av fyritøkuni.

 

Til hetta er at siga, at skarin av fyritøkum ikki bert fevnir um tryggingarfeløg og haldfelagsskapir, men eisini fyritøkur, ið tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin hava serligan beinleiðis ella óbeinleiðis samband við, sbr. § 193, stk. 3, ella fyritøkur, ið ikki fremja virksemi, ið er undir eftirliti, men sum hava upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at Tryggingareftirlitið kann meta um, hvørt ein onnur fyritøka fremur virksemi, ið er undir eftirliti og sostatt átti at fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, sbr. § 193, stk. 4.

 

Tryggingareftirlitið kann bert nýta tvingsilsbøtur, um so er, at endamálið er at útvega upplýsingar, ið eru neyðugar fyri, at Eftirlitið kann meta um fíggjarligu støðu fíggjarfelagsins.

 

Sambært stk. 3 kunnu tvingsilsbøtur innheintast við útpanting.

 

 

Til § 217

Lógarinnar gildiskoma

 

Til § 218

Galdandi lóg um tryggingarvirksemi verður tikin úr gildi. Kunngerðir, ið eru gjørdar við heimild í lógini, verða verandi í gildi til tær verða tiknar úr gildi, ella nýggjar kunngerðir við heimild í hesi lóg koma ístaðin.

 

Til § 219

Mælt verður til, at bindingar og trygdarveitingar, ið eru gjørdar av uttanhýsis grannskoðanini, innanhýsis grannskoðanar- ella varagrannskoðanarleiðara halda áfram til upprunaliga avtalan gongur út.

 

Til § 220

Mælt verður til, at persónar, ið eru fevndir av § 61, stk. 3, og sum við gildiskomu lógarinnar høvdu bindingar við fyritøkur, har vandi er fyri ósemjum við áhugamál tryggingarfelagsins, varðveita hesar bindingar, til tær ganga út.

 

Til § 221

Ásetingin er nýggj og viðvíkur ognan tryggingarfelagsins ella tvørgangandi eftirlønargrunsins av stórum, einstøkum bindingum við peningastovnar, realkredittstovnar, tryggingarfeløg, íløgu-felagslutum o.a.

 

Ásetingin hevur við sær, at tryggingarfeløg ella tvørgangandi eftirlønargrunnar ikki sambært § 99, stk. 1, nr. 5, skulu avhenda ognir, ið longu eru ognaðar.

 

Til § 222

Ásetingin ger eina skiftisreglu, ið hevur við sær, at fíggjarfeløg, ið, við gildiskomu lógarinnar, hava gjørt lógligar bindingar, kunnu halda áfram við hesum avtalum, til loyvi Tryggingareftirlitsins gongur út, tó í seinasta lagi til dagin fyri tí roknskaparári, ið verður givið, eftir at lógin er komin í gildi.

 

Til § 223

Sett inn er skiftisregla, ið hevur við sær, at ásetingar í hesi lóg, ið eru treytaðar av, at sínámillum avtala millum ES og Føroyar fyrst er gjørd, fáa ikki virknað fyrr enn dagin eftir at umrødda avtala er sett í gildi. Talan er t.d. um §§ 10, stk. 4 og 111, stk. 3.

 

Til § 224
Henda áseting er neyðug fyri at tryggja at íslendsk feløg samsvarandi Hoyvíkssáttmálanum fáa loyvi at virka í Føroyum, sambært reglum í lógini annars.

 

 

Skjøl: 

Skjal 1. Hoyringssvar Fíggjarmálaráðið

Skjal 2. Hoyringssvar Tryggingarfelagið

Skjal 3. Hoyringssvar Lív

Skjal 4. Hoyringssvar Felagið Peningastovnar

Skjal 5. Viðmerkingar til hoyringssvar

 

 

1. viðgerð 27. februar 2007. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sambært stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.