109 Uppskot til  løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn 


 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at reka floghavnsvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

1)      at avhenda partabrøv,

2)      øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, ella

3)      felagnum at luttaka í fusjón, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1. Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at geva landsstýrismanninum heimild at stovna partafelag, sum skal reka floghavnsvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið.

Ætlanin er at biðja um fíggjarliga heimild í eykajáttanarlóg í ár til at seta hálva mió. kr. í partafelagið sum partapening.

Tá allar fyrireikingar eru klárar, fer landsstýrismaðurin at leggja serstakt løgtingslógaruppskot fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at leggja virksemið hjá Vága Floghavn umframt ognir, skuld, rættindi og skyldur í tað í § 1 nevnda felag.

 

2. Gongdin í málinum

Sambært avtalu millum løgmann og forsætismálaráðharran letur danski staturin landinum Vága Floghavn fyri onki við virknaði við endanum á tí mánaði, sum Fólkatingið hevur samtykt uppskot um broyting í lógini fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar.

 

Yvirtøkan er heimilað í § 6 í Lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka.

 

Við heimild í hesari lógini verður arbeitt við at gera avtalu millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri um nærri treytir og viðurskifti í sambandi við yvirtøkuna av Vága Floghavn.

 

Avtalan snýr seg um ymisk viðurskifti, so sum:

 

 

Harumframt hevur Økonomi- og Erhvervsministeriet lagt lógaruppskot fyri Fólkatingið um at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin fyri Føroyar við 365 mió. kr., ið skulu latast Føroya Landsstýri til at fíggja útbyggingina av Vága Floghavn.

 

Við støði m.a. í frágreiðing frá 10. apríl 2006 um dagføring og útbygging av Vága Floghavn er ætlanin at leingja flogvøllin, at útbyggja terminalin, at gera tvey nýggj støðupláss og tvey nýggj parkeringspláss til fastveingjaði flogfør, umframt at umbyggja eftirlitstornið. Útbyggingin verður mett at kosta uml. 365 mió. kr.

 

Tá avtala er gjørd um yvirtøkuna av Vága Floghavn, og tá neyðugu fyrireikingarnar eru gjørdar, verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið, har biðið verður um heimild at skjóta ognirnar inn í partafelag, sum skal eiga Vága Floghavn og reka floghavnsvirksemi. Harumframt verður eykajáttan løgd fyri Løgtingið um tað sama.

 

Vága Floghavn verður, sum er, rikin sum statsfyritøka (landsfyritøka). Inntøkurnar stava, fyri nógv tann størsta partin, frá nýtslugjøldum og restin serliga frá leigu- og tænastuinntøkum, meðan útreiðslurnar eru vanligar rakstrarútreiðslur, tó ikki rentur og avdráttir. Roknað verður við, at raksturin fyri 2006 – uttan rentur og avdráttir – javnvigar.

 

Gongdin t.d. í Danmark er tann, at floghavnirnar verða lagdar um til at verða riknar í partafeløgum, tí hesin felagsformurin hóskar betur til floghavnsvirksemi, ið er at samanbera við annað vinnuligt virksemi, enn at verða riknar sum landsfyritøkur.

 

Hóast inntøkurnar frá verandi virksemi bert eru nóg mikið til at gjalda vanligan rakstur og ikki rentur og avdráttir, so er tann meira smidligi partafelagsformurin, heldur enn landsfyritøkuformurin, so mikið nógv betur hóskandi til verandi virksemi, og ikki minst til at skapa fleiri inntøkur, at hann eigur at verða brúktur.

 

Fortreytin fyri, at felagið kann verða rikið sum partafelag, er, at landið kapitaliserar felagið við somu upphædd, sum nýggjar íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði kosta, so hvørt tey skulu gerast. Hetta er galdandi við verandi inntøku- og útreiðslumynstri, men tað kann hugsast, at felagið, sum frá líður, kann skapa sær fleiri inntøkur, soleiðis at felagið sjálvt kann fíggja partar av nýggjum íløgum og størri viðlíkahaldsarbeiðum.

 

3. Ummæli
Lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið verða í fyrstu atløgu, at landið skal seta partapening í felagið, og er ætlanin at biðja um eykajáttan til hetta endamál. Tá virksemið hjá Vága floghavn seinni verður lagt í partafelagið, er ætlanin at skjóta ognirnar hjá Vága Floghavn í felagið,  og møguliga verður  harumframt eisini neyðugt at lata felagnum nakað av rakstrarpeningi. Til at fíggja útbyggingarnar av Vága Floghavn verða 365 mío. kr. skotnar inn í felagið, sum danski staturin letur landsstýrinum í sambandi við niðurkapitalisering av íleggingargrunninum.

 

So hvørt, sum neyðugt verður við útbyggingum ella størri viðlíkahaldi, út um tað, sum tær 365 mió. kr. skulu fíggja, verður neyðugt hjá landinum at hækka partapeningin við umleið somu upphædd, sum hesi arbeiði kosta, tí við verandi rakstri klárar floghavnin ikki sjálv at fíggja íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði yvir raksturin. Sum frá líður, kann felagið møguliga fíggja partar av hesum íløgum og/ella viðlíkahaldsarbeiðum.

 

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar beinleiðis vinnuligar avleiðingar.

 

2. Umsitingarligar avleiðingar
Stovnað verður nýtt partafelag, sum skal hava nevnd og stjóra.

 

3. Umhvørvisligar avleiðingar
Ongar umhvørvisligar avleiðingar standast av hesum uppskotinum.

 

4. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Ongar avleiðingar eru fyri serstøk øki í landinum av at stovna partafelagið.

 

5. Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 4: Yvirlit yvir avleiðingar av at stovna partafelag

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1
Í stk. 1 verður skotið upp at stovna partafelag, og ásett verður, hvat endamál felagsins skal vera.
Við at áseta í løgtingslóg, hvat endamálsorðingin í felagnum skal vera, kann partaeigarin ikki broyta viðtøkurnar, sum hann annars hevði havt rætt til.
Á henda hátt verður tryggjað, at felagið bert verður nýtt til tað endamál, tað er stovnað til.

Í stk. 2 er ásett, at partabrøvini eru ogn landsins, og at Løgtingsins samtykki krevst, um so er, at landsstýrismaðurin ynskir, at onnur enn landið gerast eigari í felagnum.

 

Til § 2

Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 16. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007. Eftir 1. viðgerð 16. mars er tað beint í vinnunevndina.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi 29. mars 2007.

 

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariassen og Gerhard Lognaberg) tekur undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Somuleiðis mælir meirilutin landsstýrismanninum í vinnumálum til, at tá partafelagið verður skrásett, at heimstaður felagsins verður í Vágum.

 

Ein minniluti (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum men hevur harumframt hesar viðmerkingar:  Tikið verður undir við uppskotinum, sum einans snýr seg um at heimila landsstýrismanninum at stovna eitt partafelag, hvørs endamál skal vera at reka floghavnsvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi. Undir viðgerðini varð upplýst, at landsstýrið ikki hevði avgerðina um, hvar partafelagið skuldi skrásetast. Í hesum sambandinum mælir minnilutin til, at felagið verður skrásett  í sama staði, sum verandi floghavn er, og eftir øllum at døma einasti flogvøllur í Føroyum í mong ár frameftir verður, nevniliga í Sørvági. T.v.s. at navn felagsins verður: Pf. Vága Floghavn, FO-380 Sørvágur, Føroyar.

 

Viðvíkjandi viðmerkingunum til lógaruppskotið hevur minnilutin nakrar viðmerkingar. Tikið verður heilt og fult undir við, at flogvøllurin verður longdur og útbygdur samsvarandi teimum ætlanum, sum nú fyriliggja. Hildið verður harumframt, at flogvøllurin beinanvegin eigur at verða longdur samsvarandi tí tilráðingini í frágreiðingini  hjá embætismannabólkinum, har vøllurin verður longdur upp til 1800 metrar. Hendan loysnin kostar góðar 130 milliónir krónur meira enn loysnin, sum landsstýrið hevur ætlað. Rættast er at byggja verandi flogvøll út optimalt beinanvegin, eisini soleiðis at hann verður byggipláss í einum føri heldur enn í fleiri syftum.

 

Greitt er, at Tjóðveldisflokkurin als ikki tekur undir við  “samráðingarloysnini” um fíggingina – um nøkur samráðing hevur verið yvirhøvur. Hetta er týðandi prinsippiellur spurningur. Íleggingargrunnurin er føroyskur grunnur, sum landsstýrið nú hevur samrátt burtur í danska ogn. Hareftir er hann niðurkapitaliseraður við 365 milliónum krónum, sum skula nýtast til útbyggingina av flogvøllinum. Eftir mikið politiskt stríð, bæði á Løgtingi og á Fólkatingi, hevur flokkurin tó viðurkent, at slagið er tapt, soleingi hendan samgongan situr og mótvegis undanstøkkingarloysnini um Íleggingargrunnin, sum endaði við eini av størstu fíggjarligu avreiðingum í Føroya søgu.

 

Samsvarandi nýggju støðuni halda vit, at rætt er at brúka nevndu upphædd til útbyggingina í Vágum. Tá ið grunnurin nú er so mikið niðurkapitaliseraður, at hann er lítið meira enn lívførur sum lániveitari til útbyggingar í føroyskt undirstøðukervið, hevði rættast verið, at samrátt seg hartil, at meira fæ fæst úr grunninum, sum ger tað møguligt at toyggja lendingarbreytina í Vágum upp til 1800 metrar. Flogvøllurin er í dag einasti samskiftisdepilin, tá ið flúgvast skal úr og til Føroyar. Miðdepilin, har oman fyri tvey hundrað túsund menniskju fara og koma úr og til allan heimin. Um fá ár er hetta tal helst tvífaldað, tí eigur ongin ótti at vera fyri, at hesir tvey hundrað metrarnir, frá 1600-1800 metrar, fer at gera títtleikan í til og fráferðum lakari í framtíðini, sjálvt um flogførini, ið fara at vera brúkt, verða størri í mun til bøttu umstøðurnar i Vágum.

 

Minnilutin heldur lítið um krúpandi tónan í viðmerkingunum. Tá ið sagt verður, at danski staturin letur føroyingum Vága Floghavn fyri onki, er hetta toppmálið av undirbrotligheit. Fyrst at hava latið ein grunn úr føroyskari ogn í danska, ein grunnur í stødd á 800 milliónir krónur, fyri síðani at yvirtaka eina ogn í Vágum, sum ikki er dagførd í eitt mannaminni, har  millum 300 og 500 milliónir krónur mega brúkast fyri at dagføra einasta fløgvøll føroyinga fram til tað, sum krevst fyri yvirhøvur at hava eitt skilagott samskifti millum okkum og umheimin. Stórfingna gávan, sum landsstýrismaðurin nevnir í viðmerkingunum, er í veruleikanum, ein gáva frá føroyingum til danir á 300 til 500 milliónir krónur, alt eftir hvussu ein velur at skilja hetta málið, sum er klassadømi um, hvussu ið tað ikki skal verða samrátt ímillum tveir partar.

 

Samanumtikið tekur Tjóðveldisflokkurin undir við, at flogvøllurin í Vágum verður útbygdur í mest møguligan mun. T.v.s. at lendingarbreytin verður 1800 metrar. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt um nøkur ár, er tíðin komin til at taka avgerðina, eftir ráðum frá skikkaðum fólki, um hvar ið ein alternativur atljóða flogvøllur skal gerast í landinum. Ein flogvøllur sum fyrst og fremst skal plaserast eftir tørvinum, sum væntast at fara at verða á flogferðslu og flutningi loftvegis tey næstu 100 – 200 árini, og ikki samsvarandi lokalpolitiskum atlitum, soleiðis sum tað ofta hevur verið róð framundir, eisini undir tingviðgerðum. Í kjakinum hava fleiri møguleikar verið nevndir, eitt nú Søltuvík, Glyvursnes, Skorðhæddin, Svínoy o.s.fr. Tað eru føroyingar, sum skula hava og brúka hin komandi og optimala alternativa flogvøllin, og ikki einhvør lokalitetur í landinum.

2. viðgerð 13. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 29 frá 30.04.2007