103 Uppskot til  løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð

 

Kapittul 1

Øki

 

§   1.  Lógin fevnir um:

1)      persónar, sum røkja   vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum, og

2)      kavaraútgerð, sum verður nýtt í sambandi við kavaraarbeiði, nevnt í nr. 1.

 

Kapittul 2

Kavaraarbeiði

 

§   2.  Kavaraarbeiði  kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv sbrt. § 3.

Stk.   2. Vinnukavarabræv er at skilja sum loyvi hjá kavara at útinna eina vinnuliga kavarauppgávu, sum fer fram undir vatnlinjuni, har tað er neyðugt fyri at kunna útinna uppgávuna, at andingarevni verður nýtt. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.

Stk. 3. Serligar uppgávur hjá kavarum t.d. í sambandi við bjargingar og líknandi eru vinnuligar kavarauppgávur uttan mun til, um arbeiðið verður gjørt móti gjaldi ella ikki.  

Stk.  4.   Tann, sum biður persón um at útinna kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv,  sum samsvarar við arbeiðið, sum skal gerast.

 

Kapittul 3

Vinnukavarabræv

 

§   3.   Fyri at fáa bræv sum vinnukavari skal umsøkjarin prógva:

1)      at hann hevur útbúgving sbrt. § 4, stk. 1 ella 2,

2)      at hann er fyltur 18 ár, og

3)      at heilsustøðan er nøktandi.

Stk.   2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tey heilsuligu krøv, sum vinnukavari skal lúka, harundir um læknakanningar og váttanir í sambandi við kanningarnar og um aldurskrøv fyri læknaváttanum. 

Stk.  3.  Arbeiðseftirlitið skrivar vinnukavara brævið. 

 

Kapittul 4

Vinnukavaraútbúgving

 

§  4.  Útbúgving sum vinnukavari til eitt hvørt endamál, harundir vinnukavarahjálparfólk,  kann verða fingið á kavaraskúla ella á kavaraskeiði, sum er góðkent av tí í § 5, stk. 1 sbr. stk. 4 nevndu próvtøkunevnd.

Stk. 2. Útbúgvingar frá útlendskum kavaraskúlum ella kavaraskeiðum, skulu góðkennast eftir ásetingini í stk. 1.

Stk.  3.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um útbúgving, harímillum um atgongutreytir, innihald í frálæruni, frálæruskipan viðvíkjandi kaving v.m.

§ 5. Landsstýrismaðurin setir eina  próvtøkunevnd við 3 limum, eftir tilmæli frá  Fiskimálaráðnum, Almanna- og heilsumálaráðnum og Vinnumálaráðnum.   

Stk.  2.  Próvtøkunevndin skipar fyri  próvtøkunum, harundir kavararoyndum, og skrivar próvtøkuskjalið. 

Stk. 3.  Próvtøkunevndin kann til próvtøkur og kavararoyndir, nýta próvdómara, sum ikki er limur í próvtøkunevndini.

Stk.  4.  Próvtøkunevndin er eisini góðkenningarnevnd, sum skal góðkenna kavaraskúlar og kavaraskeið sbrt. § 4, stk. 1 og 2.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir  skipan fyri virksemið hjá próvtøkunevndini, harímillum  um  próvtøkur og kærur um próvtøku o.l. 

Kapittul  5

Afturtøka

 

§   6.  Kavarin skal støðugt hava nøktandi heilsustøðu. Um so er, at Arbeiðseftirlitið fær kunnleika um viðurskifti, sum gera,  at ivi er um, at heilsustøðan er nøktandi hjá viðkomandi kavara, kann Arbeiðseftirlitið - eftir tilmæli frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almenna heilsu – krevja, at viðkomandi kavari letur seg kanna umaftur. Hetta er galdandi uttan mun til, um viðkomandi kavari kann prógva, at hava verið læknakannaður eftir reglunum sbrt. § 3, stk. 2.

 

§ 7.  Lýkur kavari ikki tey ásettu heilsukrøvini, gerst vinnukavarabrævið ógildað  og kann tí verða tikið aftur av Arbeiðseftirlitinum. Sama er galdandi, um kavari noktar at lata seg kanna umaftur sambært § 6.

Stk.   2.  Vinnukavarabrævið kann verða tikið aftur fyri eitt ávíst tíðarskeið upp til 5 ár ella endaligt. Við avgerðini um at taka vinnukavarabrævið  aftur  skal fylgja kunning um rættin hjá viðkomandi persóni, at fáa afturtøku av vinnukavarabrævi roynda í rættinum og um freist fyri hesum sbrt. § 8, stk. 1.   

 

§   8. Tann, sum fær vinnukavarabræv tikið aftur kann krevja, at afturtøkan verður løgd fyri Føroya Rætt til avgerðar.  Áheitan um hetta skal fráboðast Arbeiðseftirlitinum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina at taka vinnukavarabrævið.

Stk.  2.  Tá tann, sum fær vinnukavarabrævið tikið aftur, krevur, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar, skal Arbeiðseftirlitið leggja sakarmál móti viðkomandi, eftir tí borgarligu rættargangsskipanini.      

Stk.   3.  Áheitan um at leggja avgerð sbrt. § 8, stk. 1 fyri rættin hevur steðgandi virknað. Arbeiðseftirlitið kann tó gera av, at ein  áheitan hevur ikki steðgandi virknað. Eina tílíka avgerð kann rætturin við rættarúrskurði ógilda, áðrenn avgerð um spurningin at taka vinnubrævið aftur er avgreidd.

§   9.  Eitt vinnukavarabræv, sum er tikið aftur, skal latast Arbeiðseftirlitinum.

Stk.  2.  Arbeiðseftirlitið kann, eftir umsókn, nær tað skal vera lata vinnukavara eitt vinnukavarabræv aftur, sum er tikið sbrt. § 7, stk. 1, tá umstøðurnar fyri at taka vinnukavarabrævið ikki longur kunnu metast at vera til staðar.

Stk. 3.  Verður umsókn um at fáa vinnukavarabrævið aftur ikki gingin á møti, kann umsøkjarin krevja avgerðina lagda fyri rættin.  Er mál um at fáa vinnukavarabrævið aftur fyrr lagt fyri  rættin, kann málið  einans leggjast aftur fyri rættin, um so er, at tað í minsta lagi er gingið 1 ár síðani, at afturtøkan seinast varð staðfest við dómi. § 7, stk. 2, 2. pkt. og § 8, stk. 2,  galda samsvarandi.

 

Kapittul  6

Útinnan av arbeiði v.m

 

§  10. Leiðarin av einum kavaraarbeiði, skal við vegleiðing og eftirliti við kavara og hjálparfólki tryggja, at arbeiðið verður gjørt trygdar- og heilsuliga álítandi.

Stk.  2.  Kavarar og hjálparfólk skulu fylgja teimum leiðbeiningum, sum verða givnar í sambandi við kavaraarbeiði, og somuleiðis gera sítt til, at tær fyriskipanir, sum eru framdar fyri at tryggja, at kavari og hjálparfólk ikki vera fyri vanlukku ella skaðiligum árini, virka eftir ætlan.

 

§  11.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt fyri kavara og um bjarging av kavarum, harundir  um  skyldur hjá arbeiðsgevara um skipan av  kavaraarbeiði og um kavaradagbøkur.

Stk.   2. Arbeiðstíðin hjá kavarum skal skipast soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at arbeiði byrjar, skulu kavarar hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar, bæði tá kavað verður frá landi og frá skipi.

 

§ 12.  Landsstýrismaðurin kann áseta  reglur viðvíkjandi persónum, sum hava útlendskt vinnukavarabræv, at  útinna kavaraarbeiði sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 2, tá persónurin ikki hevur eitt føroyskt vinnukavarabræv.

 

Kapittul  7

Kavaraútgerð o.a.

 

§   13.  Kavaraútgerð og kavarahjálpitól o.l. skulu vera konstruerað, framleidd og útgjørd á tílíkan hátt, at tey trygdarliga eru álítandi hjá kavarum, hjálparfólkum og øðrum, at nýta.

Stk.   2.  Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri  reglur um kavaraútgerðina og hjálpitól v.m., harímillum um at góðkenna útgerðina og um krøv fyri góðkenningini. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta reglur um marknaðarføring, útlán og útleigu av slíkari  útgerð.

 

§  14.  Landsstýrismaðurin kann í teimum reglum, ásettar verða eftir § 13, stk. 2, áseta, at kavaraútgerðin skal vera CE merkt og skal lúka krøvini, sum eru galdandi í viðkomandi ES-fyriskipanum viðvíkjandi kavaraútgerð.

 

§  15.  Kavaraútgerð, harundir kavarahjálpitól, sum verða brúkt til kavaraarbeiði  ella til útleigu o.l. skulu kannast regluliga av eigaranum.

 

Kapittul 8

Eftirlit, gjald og kæra v.m.

 

§  16.  Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kapittul 1, 2, 3 og 6 verða hildnar, og kann krevja, at viðurskifti, sum eru í ósamsvari við ásetingarnar í hesi lóg, ella ásetingar í kunngerð við heimild í hesi lóg, skulu fáast í rættlag beinanvegin, ella innan eina av Arbeiðseftirlitinum givna freist.

Stk.  2.  Arbeiðseftirlitið kann góðkenna  onnur serkøn virki til at gera royndir og eftirlit við tí í § 13, stk. 1 nevndu kavaraútgerð og hjálpitólum.

 

§  17. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, at Arbeiðseftirlitið tekur gjøld fyri at skriva vinnukavarabræv sbrt. § 3, stk. 3 og § 24,  stk. 7, fyri eftirlit sbrt. § 16, stk. 1 og  fyri góðkenning av virkjum sbrt. § 16, stk.  2.

Stk. 2.  Landsstýrismaðurin ásetir gjøld fyri samsýning og kostnað fyri útreiðslur í sambandi við vinnukavaraútbúgving sbrt. kapittul 4.

 

§ 18.  Landsstýrismaðurin kann í sambandi við serligar kavarauppgávur áseta nærri reglur, ið víkja frá ásetingunum í kapittul 2. Í tí sambandi skal takast atlit til slag av kavarauppgávu og trygdar- og heilsuviðurskiftini við at fremja uppgávuna.

Stk. 2.  Arbeiðseftirlitið kann í serligum føri, tá talan er um kavarauppgávur, sum eru bráðneyðugar, loyva at vikið verður frá ásetingunum í § 2, stk. 1 og § 15 tó soleiðis, at atlit verður tikið til trygdar- og heilsuligu viðurskiftini við at fremja uppgávuna.

Stk. 3.  Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um, nær ein hending er so álvarsom, at bráðneyðug hjálp er neyðug, somuleiðis reglur fyri hvørji trygdar- og heilsulig atlit skulu takast.

 

§  19.  Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til annan fyrisitingarligan myndugleika og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Stk. 3. Kæra er steðgandi, til kærumyndugleikin hevur tikið avgerð í málinum.

 

Kapittul 9

Revsing, skiftisreglur og gildiskoma

 

§ 20. Verður kavari av rættinum kendur sekur at hava ábyrgd fyri skaða á persónar í sambandi við útinnan av kavaraarbeiði, kann kavarabrævið hjá viðkomandi, um talan er um herðandi umstøður, frádømast fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum ikki má fara upp um 5 ár, ella frádømast endaligt.

Stk. 2.  Kavarabrævið kann eisini frádømast um so er,  at kavari endurtekur órøkt ella brot á ásetingarnar í hesi lóg ella ásetingar í kunngerðum við heimild í hesi lóg. Ákærumyndugleikin sendir, tá so er, kavarabrævið hjá viðkomandi og avskrift av dóminum til Arbeiðseftirlitið.

Stk. 3. Er kavarabrævið frádømt í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa kavarabrævið aftur, áðrenn frádømingartíðin  er liðin, leggjast fyri rættin til avgerðar. Málið verður lagt fyri Føroya Rætt eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3, men kann tó fara fram í fyrsta lagi, tá 3 ár eru liðin av tíðini, sum kavarabrævið er mist.

Stk. 4. Rætturin at fáa kavarabrævið aftur kann bert verða givin, tá serligar umstøður fyriliggja.

 

§ 21. Um ikki strangari revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár, sum:

1)      brýtur § 2, stk. 1 og 4, § 3, stk. 1, § 6, § 10, § 11, stk. 2, § 13, stk. 1 og § 15, ella

2)      ikki fylgir boðum sambært § 16, stk. 1.

Stk.  2.  Revsingin kann økjast til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni.

Stk.  3.  Við ásetan av revsing eftir stk. 1 og 2, verður tað mett sum herðandi umstøður:

1)      um tað við brotinum er elvdur skaði á lív ella heilsu hjá persóni, ella vandi fyri hesum hevur verið til staðar, og

2)      um tað fyrr eru givin boð eftir § 16, stk. 1 fyri sama, ella líknandi viðurskifti.

Stk.  4.  Tað skal metast sum serliga herðandi umstøður, um skaði er hendur á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí.

Stk. 5. Er tað við lógarbrotinum fingin tilætlaður  fíggjarligur fyrimunur, ella hevur tað verið ætlanin, verður hald lagt á vinning  eftir reglunum í revsilógini kapittul 9. Kann hald ikki verða framt, skal serstakt fyrilit takast til hetta við ásetan av eini bót, somuleiðis eini møguligari eykabót.

Stk. 6. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§  22. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót og hefti ásetast.

 

§ 23. Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapittul 72 og 73 í rættargangslógini, verða brúkt í  sama mun sum í statsadvokatmálum.  

 

§  24. Tey vinnubrøv, sum latin eru sbrt. § 2, stk. 1, nr. 3, í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu við seinni broytingum, skulu lúka ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 1 í seinasta lagi 5 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi.

Stk. 2.  Vinnubrøv, sum latin eru sbrt. § 2, stk. 1, nr. 1 og 2 í tí í stk. 1 nevndu lóg, verða undantikin ásetingunum í § 3, stk. 1, nr. 1 í hesi lóg.

Stk. 3. Próvtøkunevndin kann gera av, um undantak, eftir umsókn, kann verða givið einstøkum persónum at vera frítiknir frá at lúka útbúgving sbr. § 3, stk. 1, nr. 1 av serligum orsøkum, og eftir at tíðin, nevnd í stk. 1, er úti. Serligar orsøkir eru aldur á persóni og starvstíð, sum kavari hevur verið regluliga virkin at útinna kavaraarbeiði, harumframt at umsøkjarin hevur ástøðiligan og  verkligan   førleika  at útinna kavaraarbeiði. 

Stk. 4. Undantak kann ikki gevast:

1)        tá persónurin er undir 35 ár, ella

2)        um viðkomandi ikki hevur samanhangandi verið virkin við   kavaraarbeiði 15 tey seinastu árini við í minsta lagi 20 vinnukav hvørt árið.

Stk.  5.  Umframt ásetingarnar í stk. 3 og 4,  skal  umsøkjarin læta seg kanna av lækna  við nøktandi úrsliti, um so er, at verandi læknakanning er eldri enn 1 ár.

Stk. 6. Somuleiðis skal umsøkjarin luttaka í roynd í trýstkamari- og viðgerðarkamari við nøktandi úrsliti.

Stk. 7.  Fyri kavarar, sum eftir stk. 1   framhaldandi kunnu útinna kavaraarbeiði,   verður vinnubræv við serligum frámerki skrivað av Arbeiðseftirlitinum við tilskilan av gildistíð av vinnukavarabrævinum og tað dýpi, sum kavari kann fara niður á sbrt.  ásetingini í tí í stk. 1 nevndu lóg.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at framhaldandi nýtsla av kavaraútgerð v.m., sum er fevnd av tí í stk. 1 nevndu lóg, og sum lýkur krøvini eftir teirri lóg, kann fara fram og tá, hvussu leingi og undir hvørjum treytum.

 

§ 25.   Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

Stk. 2.  Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu.  

Stk. 3. Reglur, ásettar við heimild í tí í stk. 2 nevndu lóg, eru galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til tær verða avloystar av reglum, settar við heimild í hesi lóg.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við hesum uppskoti til løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð er at fáa eina lóg, sum er tíðarhóskandi, og sum skapar greiðar og nøktandi reglur á økinum í sambandi við kavaravinnu. Lógaruppskotið skal somuleiðis virka til at skapa trygd fyri lívi og heilsu í sambandi við kavaraarbeiði hjá teimum, sum útinna hesa - ikki vandaleysu vinnu.

 

Galdandi løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð kom í gildi tann 28. apríl 1992.

 

Lógin er trupul at umsita, og misnøgd er millum persónar, sum ynskja at útinna kavaravinnu, um tey ymsu kavarabrøv, sum eru givin, við tað at nakrir persónar hava tikið drúgva og kostnaðarmikla útbúgving, meðan aðrir ikki hava tikið samsvarandi útbúgving, men hava tó yvir tíð fingið somu  kavarabrøv. 

 

Arbeiðseftirlitið hevur síðani 2004 umsitið lógina. Eftir hetta eru bara givin kavarabrøv, tá umsøkjari kann vísa prógv frá teimum kavaraskúlum, sum landsstýrið, sbrt. kunngerð, hevur góðkent. Tí liggja nú fleiri umsóknir um kavarabrøv til vinnuligt kavaraarbeiði, har umsøkjararnir ikki lúka krøvini, sambært lóg og kunngerð, sum hesar eru orðaðar í dag, og tí eru hesar umsóknir ikki gingnar á møti.

 

Við lógaruppskotinum verður farið burtur frá, at ávísir navngivnir skúlar eru góðkendir at kunna geva vinnuligt kavaraprógv, sum grundarlag fyri at kunna fáa kavarabræv sum vinnukavari.   Lógaruppskotið skapar grundarlag, sum kavaravinna kann verða skipað og avgreidd eftir, harundir eisini grundarlag at gera hóskandi føroyskar kunngerðir, og við tí at kunna seta tær verandi donsku kunngerðirnar úr gildi, sum í ávísan mun ikki eru tíðarhóskandi.

 

Galdandi lóg

Galdandi lóg bólkar kavarar upp í ávikavist tungar og lættar kavarar. Við tungan kavara, er at skilja kavari, ið nýtir tunga kavaraútgerð sum bara er egnað til uppihald á fastari grund (havbotni o.l.). Tung kavaraútgerð ger tað ikki møguligt við egnum rørslum, ella í eini handavending at sleppa sær av við loddini. Somuleiðis fær slíkur kavari luftveiting frá landi, soleiðis at tað er støðugur gjóstur av andingarevni í hjálminum, eins og samband er millum hjálm og drakt.

 

Við lættan kavara er at skilja kavari, sum nýtir slíka útgerð, tá kavað verður,  at kavarin sjálvur, undir vatni, kann sleppa sær av við útgerðina, sum kann vera tálmandi fyri at koma upp aftur til vatnskorpuna. Andingarevnið verður vanliga latið við sjálvvirkandi skipan, sum kavari hevur við sær sum ein partur av allari útgerðini.

 

Umframt, at kavarar eru bólkaðir upp, sum omanfyri nevnt, verður kavarabræv skrivað kavarum at kunna fara niður á 50 metra dýpi sum tungur og- ella lættur kavari og niður á 12 metra dýpi sum lættur kavari.

 

Kavari skal lúka ymisk krøv fyri at fáa kavarabræv at røkja vinnu sum kavari á landleiðini ella frá føroyskum skipi, og er eitt av hesum krøvum, at kavarin hevur tikið ta til brævið svarandi kavararoynd á kavaraskúla, sum skal verða góðkendur av landsstýrinum. Í kunngerð hevur landsstýrið ásett, at Vaktar og Bjargingartænastan er góðkendur skúli at geva kavaraprógv sum tungur- ella lættur kavari at fara niður á 50 metra dýpi og Føroya Kavaraskúli sum góðkendur  skúli at geva kavaraprógv sum lættur kavari at fara niður á 12 metra dýpi.

 

Hóast ásetingarnar í verandi lóg og kunngerð um góðkendar skúlar í Føroyum, hava fleiri persónar  fingið frálæru frá øðrum skúlum at kava, og hesir skúlar  eru ikki nevndir í kunngerðini. Nakrir av hesum skúlum hava helst havt frálæru, sum hevur verið á støði við frálæru frá Føroya kavaraskúla, men tá hesir skúlar ella skeið ikki eru góðkend, kann prógvið ikki nýtast sum grundarlag fyri at fáa  kavarabrævið. 

 

Aðrir persónar hava somuleiðis fingið frálæru frá kavaraskeiði  ymsa staðni í heiminum og kann um hesar frálærur sigast, at tær  geva prógv sum frítíðarkavarar, og at tílík útbúgving ikki er nøktandi fyri at geva kavarabræv at røkja vinnu sum kavari.

 

Í hesum øki millum góðkendar og ikki góðkendar kavaraskúlar hava kavarar yvir tíð søkt um loyvi at fáa kavarabræv sum Arbeiðseftirlitið eftir galdandi lóg skal skriva. Arbeiðseftirlitið hevur – orsakað av galdandi rættarstøðu – einans skrivað kavarabrøv til persónar, sum hava prógv frá Vaktar- og Bjargingartænastuni ella Føroya Kavaraskúla, men samstundis liggja fleiri umsóknir um at fáa kavarabrøv, har útbúgvingin er frá øðrum kavaraskúlum og/ella skeiðum.

 

Lýsing av uppskotinum 

Við lógaruppskotinum eru munandi broytingar gjørdar, og er lógin um kavaravinnu dagførd við lóggávuna í grannalondunum, tó soleiðis, at tey serligu føroysku viðurskiftini hava fingið sínar serligu reglur. Meginreglan fyri hesum uppskoti er, at trygdin hjá kavara, sum rekur vinnuligt kavaraarbeiði, er sett í hásæti.  

 

Grundleggjandi fyri lógaruppskotið yvirhøvur er, at tað byggir á niðurstøðu í drúgvari frágreiðing frá mars 2003 frá  EDTC, sum er The European Diving Technology Committee, ið er ein felagsskapur, skipaður í 1973, við tí endamáli at fremja og samskipa felags viðurkend mál í sambandi við vinnukaving. Limirnir í hesum felagsskapi eru øll Norðanlond, lond í Europa og Australia, somuleiðis:

1)      The International Diving Schools Association (IDSA)

2)      The International Marine Contractors Association (IMCA)

3)      The International Association and Oil and Gas Producers (OGP)

og hava øll hesi verið við at evna nevndu frágreiðing.

 

Hetta lógaruppskot er líka við samsvarandi lóggávu í t.d. grannalondunum, og við tí fær eitt prógv sum vinnukavari eftir hesi lóg sama virði, sum um tað var tikið í hinum grannalondunum. Lógaruppskotið er tó lagað til tørvin at útinna vinnuligt kavaraarbeiði í Føroyum. Uppskotið umfatar t.d. ikki oljuvirksemi frá havstøðum á føroyskum øki, við tað at einki oljuvirksemi fer fram í løtuni, men tekur tílík vinna seg upp, so kann ískoyti viðvíkjandi oljuvirksemi á føroyskum øki setast inn í lógina til ta tíð.

 

Eftir uppskotinum verður ikki skilt millum tungan og lættan kavara, og dýpið fyri, hvussu langt niður kavari kann fara, verður somuleiðis broytt. Vinnubræv sum kavari fær tann, sum hevur fingið frálæru frá kavaraskúla ella kavaraskeiði, sum er góðkent av eini góðkenningarnevnd. 

 

Við uppskotinum eru møguleikar skaptir fyri, at føroyskir kavaraskúlar skulu kunna geva frálæru í ástøðiligari og verkligari kavaravinnu, ávikavist at kunna fara niður á 50 og 25 metrar.

 

Trupulleikar, sum hava staðist av verandi lóg, eru við hesum uppskoti fingnir av vegnum, og kavarar, sum ætla at nýta kaving sum vinnuveg, kunnu nú fáa kavaraprógv á annan og meiri fjøltáttaðan hátt enn við verandi lóg.

 

Í sambandi við arbeiðið at gera hetta uppskot hevur Arbeiðseftirlitið havt samskifti við teir kavarar, sum útinna vinnuligt kavaraarbeiði, og aðrar, sum hava prógv sum frítíðarkavarar, og eru viðmerkingar teirra tiknar við, soleiðis at uppskotið í stóran mun er tillagað ynski hjá vinnuni, tó soleiðis at aðalmálið at skapa trygd og at innseta altjóða reglur er tað berandi í uppskotinum. 

 

Uppskotið er lagt fyri Arbeiðsumhvørvisráðið til kunningar, hóast ráðið ikki skal taka nakra avgerð, við tað at kavaralóggáva ikki er umfatað av arbeiðsumhvørvislógini.

 

Stuttur samandráttur

 

Broytingarnar, ið uppskotið hevur við sær, eru samanumtikið hesar:

 

·        Munandi broytingar eru gjørdar, og lógin um kavaravinnu er dagførd við lóggávuna í grannalondunum, tó tillagað føroysk viðurskifti

·        Krøvini eru herd, og trygdin hjá kavara, sum útinnir vinnuligt kavaraarbeiði, er sett í hásæti

·        Útbúgving og prógv sum vinnukavari eftir hesi lóg kann kavari nú fáa frá kavaraskúla ella kavaraskeiði, sum eru góðkend av góðkenningarnevnd, og er útbúgvingin líka við útbúgving sum vinnukavari í útlandinum.

·        Trupulleikar, sum hava staðist av verandi lóg, eru við hesum uppskoti beindir av vegnum.

 

Hoyring:

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Skipaeftirlitinum

Vaktar- og Bjargingartænastuni

Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Føroya Kavaraskúla

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Landfúta

 

Eftir at freistin  at gera viðmerkingar til uppskotið, sum varð sent til hoyringar, var úti, eru nakrar viðmerkingar komnar, og samanumtikið eru viðmerkingarnar positivar, og er í mestan mun tikið undir við uppskotinum. Fútin hevði serligar viðmerkingar um varnarting og um  serligan hátt  at nýta bót og eykabót, um so er, at vinningur er fingin burtur úr einum broti. Hesar viðmerkingar  eru tiknar við í uppskotinum. Aðrar rættingar, sum víst er á, eru somuleiðis tiknar við í hesum uppskoti.

 

Tilfarið, sum er móttikið frá teimum, sum hava svarað, er viðlagt uppskotinum.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

Fyri landið

Uppskotið kann ikki væntast at hava týðandi ávirkan á játtanina til Arbeiðseftirlitið. Arbeiðseftirlitið hevur – eftir uppskotinum – møguleika at taka gjøld fyri tey loyvi, sum verða givin.

 

Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

Fyri vinnuna

Mett verður, at uppskotið fer at hava øktar útreiðslur fyri virksemi í sambandi við vinnuliga kavaravinnu, orsakað av teimum broytingum, sum uppskotið hevur við sær. Hesar útreiðslur standast av øktum trygdarkrøvum, og krøvum til verkligan og ástøðiligan førleika.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið, men fyri Arbeiðseftirlitið sum landsmyndugleika, kann uppskotið koma at hava nakað økta arbeiðsbyrðu. Uppskotið kann koma at hava nakað av umsitingarligum avleiðingum fyri vinnuna, men einki av stórum týdningi.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

     

     Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri

landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

 

Fyri ávísar

samfelagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

Búskaparligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Endamálið við lógini er at verja lív og heilsu hjá persónum, sum útinna vinnuligt kavaraarbeiði og sum í tí sambandi nýta kavaraútgerð. Somuleiðis er endamálið sum heild at fremja trygdar- og heilsuviðurskiftini hjá persónum, sum annaðhvørt útinna ella eru knýttir at vinnuligum kavaraarbeiði.

Lógin umfatar soleiðis bæði kavarar, sum beinleiðis útinna kavaraarbeiði undir vatni, og onnur, sum taka lut í kavaraarbeiðinum t.d. kavaraleiðari, hjálparfólk o.l.  Eisini umfatar lógin kavaraútgerð og í tí sambandi umboðsfólk fyri kavaraútgerð.

 

Í § 1 er ásett,  hvat virksemi, lógin fevnir um.

Høvuðsreglan í stk. 1, nr. 1 er, at lógin fevnir um alt vanligt vinnuligt kavaraarbeiði, sum fer fram, tá lógin kemur í gildi. Ásetingin er eisini galdandi fyri alt kavaraarbeiði, sum fer fram frá føroyskum skipum, harímillum skipum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og øðrum  bjargingarskipum. Við føroysk skip er at skilja, skip undir føroyskum flaggi.

Lógin er ikki galdandi fyri kaving við frítíðarendamáli, og skilst við hetta stuttleikakaving og kaving í samband við ítrótt og frálæru í tí sambandi.

Kavaraútgerð, ið nýtt verður til kavaraarbeiði, sbrt. stk. 1, nr. 2, er somuleiðis umfatað av lógini.

Økið hjá lógini er neyvari ásett í § 1, sum útgreinar ásetingina um vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini ella á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum.

 

Til § 2

§ 2, stk. 1 avmarkar møguleika at kunnu útinna vinnuligt kavaraarbeiði. Útinnan  av slíkum arbeiði treytar, at persónurin skal hava vinnukavarabræv, sum so aftur treytar ástøðiligan og verkligan førleika.   

Í stk. 2 er neyvari greining av, hvat skilst við ein vinnukavara. Endamálið við hesum at er skilja ímillum kavarar, sum útinna vinnuligt kavaraarbeiði, og aðrar kavarar, sum ikki hava kavaravinnu sum teirra vinnuveg t.d. ítróttar- og frítíðarkavarar.  Hinvegin hevur lógin sbrt. stk. 3 áseting um,  at eisini teir persónar, ið ikki hava vinnukavarabræv, men sum átaka sær serligar uppgávur t.d. bjargingaruppgávur ella líknandi, uttan mun til um arbeiðið verður gjørt uttan gjald, eru umfataðir av lógini.

Skyldan sbrt. stk. 4 um at kunna seg um, at tann sum útinnir kavaraarbeiði hevur vinnukavarabræv, áliggur teimum persónum ella feløgum, ið hava ábyrgd av arbeiðinum, og sum hava leiðslurættin og fíggjarligan ella annan áhuga í kavaraarbeiðinum.

 

Til § 3

§ 3 ásetir treytirnar fyri at fáa vinnukavarabræv og eru treytirnar ástøðiligur og verkligur førleiki, aldur og heilsustøða. Einki evsta mark er fyri at varðveita vinnukavarabræv. Av tí at vinnukavarabræv er treytað av góðari og nøktandi heilsustøðu, sum verður skjalprógvað við læknaváttan, er ikki neyðugt við einum evsta aldursmarki.

 

Til § 4

Eftir verandi lóg kunnu persónar, sum ynskja at fáa vinnukavarabræv, fáa neyðuga frálæru frá Vaktar- og Bjargingartænastuni ella frá Føroya Kavaraskúla. Við uppskotinum eru tað ikki longur ávísir skúlar, sum verða góðkendir til at geva tílíka frálæru.

Stk. 1 ásetir, at øll kavaraprógv – at nýta í samband við føroyska kavaravinnu – kunnu fáast á kavaraskúla ella kavaraskeiði, sum skal verða góðkent av eini próvtøkunevnd.

Sbrt. stk. 2  skulu persónar, sum ætla at útbúgva seg sum vinnukavarar, ikki vera bundnir av at fáa hesa frálæru í Føroyum. Tí skal próvtøkunevndin eisini vera ein góðkenningarnevnd, sum kann  góðtaka útbúgving og prógv frá kavaraskúla ella kavaraskeiði, sum er fingið uttan fyri Føroyar.

Stk. 3. heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at áseta nærri reglur um sjálva frálæruna, harundir um upptøkutreytir, um innihaldið í útbúgvingini o.l.

 

Til § 5

Próvtøkunevndin verður mett sum ein týðandi partur viðv. tí fakliga og verkliga førleikanum viðv.  kavaraarbeiði. Tí er tað í lógini ásett, hvørji ráð  kunnu geva landsstýrismanninum tilmæli um limir, sum skulu vera í próvtøkunevndini.

Sbrt. stk. 2 hevur próvtøkunevndin ábyrgdina av og skipar fyri royndum í síni heild og skrivar próvskjalið, sum verður nýtt sum grundarlag fyri at fáa vinnukavarabræv.  

Í stk. 3 er ásett, at um so er, at roynd innan kavaravinnu krevur serligan próvdómara, skal nevndin hava møguleika at fáa slíkan til vega uttan fyri nevndina.

Fyri at tryggja, at próvtøkunevndin hevur skipaðar reglur at halda seg til í sambandi við útinnan av virkseminum, ásetir landsstýrismaðurin sbrt. stk. 5 skipan fyri hesum virksemi.

 

Til § 6

Arbeiðseftirlitið kann fyrisitingarliga krevja, at kavari letur seg kanna av lækna, tá ivi er, um heilsustøðan hjá kavara er nøktandi.

 

Til § 7

Arbeiðseftirlitið kann fyrisitingarliga taka vinnukavarabrævið aftur.  Afturtøka verður bara framd í sambandi við heilsustøðuna hjá kavara, ella um hesin ikki letur seg kanna av lækna. Vinnukavarabrævið kann verða tikið í 5 ár, ella endaligt.  Sjálvstøðugar ásetingar eru um, at Arbeiðseftirlitið í sambandi við fyrisitingarliga afturtøku skal kunna um rættindini hjá viðkomandi persóni, sum fær vinnukavarabrævið afturtikið, at fáa afturtøkuna roynda í rættinum.

 

Til § 8

Gongdin í sambandi við afturtøku av vinnukavararbævi og møguleikarnir hjá viðkomandi kavara, sum fær vinnukavarabrævið afturtikið, at royna afturtøkuna í rættinum  er gjørd lættari, við tað at Arbeiðseftirlitið eftir ásetingunum í stk. 2 skal leggja borgarligt sakarmál móti viðkomandi, sum fær vinnukavarabrævið afturtikið. Málskravið hjá Arbeiðseftirlitinum verður, at afturtøkan av vinnukavarabrævinum er røtt. Tað er av týdningi at tilskila, at spurningurin um at royna afturtøkuna av vinnukavarabrævinum fer fram við Føroya Rætt. Við tí slepst undan ivamálum um varnarting, eins og tað við Færoya Rætt verður skapt ein rættarpraksis, sum leggur upp fyri  slíkum serligum føroyskum viðurskiftum.

Sbrt. stk. 3 er høvuðsreglan, at áheitan frá kavara um at fáa afturtøku av vinnukavarabrævi roynda í rættinum hevur steðgandi virknað, sum merkir, at vinnukavari kann halda fram við virksemi sínum, sum um afturtøka ikki var farin fram. Arbeiðseftirlitið kann tó gera av, at áheitan frá kavara ikki hevur steðgandi virknað, og merkir tað, at kavari ikki má útinna vinnuligt kavaraarbeiði. Eina tílíka avgerð hjá Arbeiðseftirlitinum kann Føroya Rættur síðan taka støðu til og við rættarúrskurði ógilda – ella staðfesta avgerðina.

 

Til § 9

Á sama hátt, sum Arbeiðseftirlitið sbrt. § 7, stk. 1 kann taka vinnukavarabrævið aftur fyrisitingarliga í samband við heilsustøðu hjá kavara, kann Arbeiðseftirlitið geva vinnukavarabrævið fyrisitingarliga aftur, tá umstøðurnar fyri at taka vinnukavarabrævið ikki longur eru til staðar. Grundarlagið fyri at kunna geva vinnukavarabrævið aftur er, at kavari lýkur krøvini í § 3, stk. 1, og at umstøður, sum vóru orsøk til, at vinnukavarabrævið varð tikið, ikki longur eru til staðar. 

Reglan í stk. 2 um, at  eitt ár skal vera liðið fyri at kunna leggja avgerð, sum noktar afturgeving av einum vinnubrævi, aftur fyri rættin, líkist øðrum reglum m.a. 5 ára regluni í lógini um trygd á sjónum, tá talan er um vinnubrøv hjá yvirmonnum umborð á skipum.

 

Til § 10

Eftir ásetingini í § 10, stk. 1 skal leiðarin av einum kavaraarbeiði vegleiða og hava eftirlit við kavara og hjálparfólki. Leiðarin skal m.a. síggja til, at materiellu reglurnar í lógini verða fylgdar. Stk. 2 áleggur kavara og hjálparfólki skyldur at fylgja leiðbeiningum og gera sítt til, at fyriskipanir virka eftir ætlan. Kavari og hjálparfólk skulu, tá tey eru undir leiðslu av leiðara fyri kavaraarbeiði sbrt. stk. 1, somuleiðis síggja til, at materiellu reglurnar í lógini verða fylgdar.

 

Til § 11

Tær reglur, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, umfata øll viðurskifti, sum hava týdning við atliti til útinnan av kavaraarbeiði.  

Stk. 2 ásetir reglur um hvíld og svøvn, og skal hvíldin í minsta lagi vera líka við reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini um hvíld, tvs. 11 tíma hvíld, sum høvuðsregla, innan fyri eitt samdøgur. 

 

Til § 12

Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at gera reglur fyri persónar, sum hava útlendskt vinnukavarabræv, at loyva hesum kavarum at útinna kavaraarbeiði í Føroyum. Treytin fyri loyvinum skal taka støði í førleika o.l. hjá umsøkjaranum ella øðrum  viðkomandi krøvum, sum samsvara til krøvum, ásett í § 3, stk. 1, somuleiðis við viðmæli frá próvtøkunevndini.

 

Til § 13 og § 14

Tað er av týdningi, at kavaraútgerð, sum verður innflutt til Føroya og nýtt í samband við  kavaravinnu, lýkur øll standard krøv, sum hava til endamáls at tryggja, at tann, sum brúkar útgerðina, ikki skal vera fyri óhappum og skaðiligari ávirkan. Høvuðsreglan er tann, at útgerð, sum verður innflutt til Føroya, skal vera trygg at nýta. 

Landsstýrismaðurin kann í kunngerð, sbrt. § 14, áseta nærri reglur um kavaraútgerðina og hjálpitól v.m., at útgerðin skal vera CE-merkt og skal lúka krøvini, sum eru galdandi í viðkomandi ES-fyriskipanum viðv. kavaraútgerðini.

Í grannalondum okkara, sum hava tilknýti til ES-felagsskapin, eru tekniskar forskriftir fyri framleiðslu av kavaraútgerðini og hjálpitólum, og kanningar av framleiðsluni á royndarstovum eru farnar fram fyri at tryggja, at tær teknisku ásetingarnar lúka krøvini.  Hesar kanningar eru grundaðar á reglar og ES-normar, sum aftur eru grundaðir á ES-Fyriskipanir.  Tað er av týdningi, at kavaraútgerð og útbúnaður eiga at vera CE-merkt, og at kavaraútgerðin og útbúnaður skulu lúka øll krøv, sum eru ásett í viðkomandi ES-fyriskipanum viðvíkjandi kavaraútgerðini, og er ætlanin við ásetingini í § 14, at landsstýrismaðurin hevur hesa heimild viðvíkjandi ásetingum um góðkrnning av útgerðini v.m.

 

Til § 15

Ásetingin merkir, at eigarin sjálvur hevur skyldu at føra regluligt innaneftrlit við útgerðini.

 

Til § 16

§ 16 hevur áseting um eftirlitsuppgávuna hjá Arbeiðseftirlitinum. Heimildin at geva  forboð, somuleiðis at geva boð samsvarar við § 59 í arbeiðsumhvørvislógini, sum ásetir, at Arbeiðseftirlitið kann krevja, at viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við lógarinnar reglur ella avgerðir, sum tiknar eru við heimild í lógini, beinanvegin, ella áðrenn eina av Arbeiðseftirlitinum ásetta freist, verða fingin í rættlag. Kavaraútgerð, sbrt. stk. 2,  harundir iltfløskur, verður vanliga  kannað av virkjum við serkunnleika á økinum. Arbeiðseftirlitið kann góðkenna tílík serkøn virki sbr. § 16, stk. 2 at útinna eftirlit við kavaraútgerð v.m.

 

Til § 17

Ásetingin skapar heimild hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um gjøld í sambandi við tær uppgávur, sum Arbeiðseftirlitið hevur sbrt. lógini, harundir at skriva vinnukavarabrøv, at hava  eftirlit og góðkenning av virkjum.

Stk. 2 umfatar føst gjøld, sum próvtøkunevndin kann áleggja mótvegis persónum, sum taka útbúgving sum vinnukavarar, og útreiðslur annars, sum ikki er møguligt at áseta sum fast gjald t.d. próvdómara frá útlandinum o.l.

Somuleiðis umfatar stk. 2 samsýning fyri útreiðslur í sambandi við góðkenning av kavaraskúlum og kavaraskeiðum í Føroyum og útbúgving frá kavaraskúlum og kavaraskeiðum frá útlandinum.

 

Til § 18

Ásetingin er serliga ætlað til kavarauppgávur, har tað kann vera tørvur á at víkja frá kravinum um vinnukavarabræv. Talan kann vera um kavarauppgávur í samband við kanningar undir vatni, ið verða framdar av persónum við servitan á økinum, ella í samband við útbúgving sum t.d. jarðfrøðingur, verkfrøðingur, lívfrøðingur o.l.

Ásetingin sbrt. stk. 2 er serliga ætlað til hendingar ella uppgávur, sum hava skund t.d. bjargingaruppgávur o.l.

 

Til § 19

Sbrt. § 19 kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um kæru av avgerðum, sum Arbeiðseftirlitið tekur við heimild í hesi lóg. Eisini kann ásetast, at avgerð  kann kærast til annan myndugleika.

 

Til § 20

Ásetingin er ískoyti til reglurnar í §§ 78 og 79 í revsilógini og sýna, at trygdarreglurnar eru gjørdar strangari. Samsvarandi reglur um frádøming av einum vinnubrævi eru at finna í lógini um trygd á sjónum viðvíkjandi vinnubrøvum hjá yvirmonnum á skipum.

 

Til § 21

Fyri at kunna økja um trygdina í sambandi við kavaraarbeiði er revsiásetingin víðkað. Ásetingarnar í hesi lóg forða ikki fyri, at ásetingarnar í revsilógini kunnu brúkast, har eitt brot sbrt. hesari lóg kann hava við sær veikari revsing t.d. í sambandi við óviljað manndráp.

Stk. 5 hevur serstakar ásetingar um møguleika at leggja hald á vinning og at útmála eykabót. Mett verður, at tað tænir formáli, at áseting lík teirri,  sum verður nýtt í donsku kavaralógini, eisini verður nýtt í føroyskari lóg, har ein útmáling av eini eykabót  skal gerast, tá so er, at tað ikki er møguligt at staðfesta støddina av einum møguligum fíggjarligum fyrimuni, sum er náddur við einum lógarbroti.

Grundgevingin fyri hesum er, at tað ofta eru trupulleikar við próvbyrðuni hjá sermyndugleikunum og løgregluni at føra neyðug prógv sum liður í kanningararbeiðinum at staðfesta støddina av fíggjarligum fyrimuni, sum er náddur ella tilætlaður at verða náddur. 

 

Til § 22

Havandi í huga, at tað í lógini eru nógvar kunngerðar heimildir, verður mett, at tað er tørvur á í kunngerð at kunna áseta reglur um revsing fyri brot á viðkomandi kunngerð, og er henda heimild fingin í § 22.

 

Til § 23

§ 23 hevur ásetingar um, at revsimálini verða viðgjørd sum politimál. Politimál sambært rættargangslógini merkir ikki, at løgreglan viðger málini. Um málið er politimál ella ikki hevur hinvegin við mannagongdina hjá ákæruvaldinum at gera.

 

Til § 24

§ 24 skilir millum vinnukavarabrøv, sum eru givin sbrt. § 2, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu, og kemst hetta av, at hesi vinnukavarabrøv einans loyva kavarum at fara niður á 12 metra dýpi.

Hinvegin koma kavarar, sum hava vinnukavarabræv sbrt.  § 2 , stk. 1, nr. 1 og 2, ikki undir nevndu skipan. Hetta kemst av, at sbrt. síðst nevndu áseting, hava kavarar vinnukavarabræv at fara niður á 50 metra dýpi og longur kann heldur ikki verða farið eftir hesi lóg.

Tí er heldur ikki neyðugt fyri hesum seinast nevndu at lúka ásetingarnar í § 3 í hesi lóg.

Stk. 3 heimilar próvtøkunevndini, eftir umsókn, at víkja frá ásetingunum í stk. 1, og eru treytirnar fyri slíkum undantaki nærri ásettar í stk. 3 og stk. 4. Undantakið sbrt. stk. 3 og 4 er ítøkiligt úrslit av samskifti, sum hevur verið við kavaravinnuna í sambandi við hetta uppskot.

Eftir ásetingini í stk. 8 verður tað møguligt at seta reglurnar í § 13, stk. 2 um góðkenning av kavaraútgerð v.m. stigvíst í gildi. Eftir hesi áseting kann kavaraútgerð, ið fyrr hevur verið sýnað og góðkend, framhaldandi brúkast, tó kunnu nýggj strangari krøv til útgerðina hava við sær, at eisini útgerð, ið er sýnað og góðkend, skal lúka tey nýggju krøvini til fulnar, ella partvíst innan eina ávísa freist.

 

Til § 25

Greinin ásetir lógarinnar gildiskomu, og samstundis setir greinin verandi løgtingslóg nr. 51. frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu úr gildi.

 

Skjal 1: Hoyringssvar frá Føroya Landfúta
Skjal 2: Hoyringssvar frá Almanna- og heilsumálaráðnum
Skjal 3: Hoyringssvar frá Almanna- og heilsumálaráðnum

 

1. viðgerð 15. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007. Eftir 1. viðgerð 15. mars er tað beint í vinnunevndina. 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. og 29. mars og 12. apríl 2007. 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, og embætisfólk umframt Vinnuhúsið. 

Í § 24, stk. 1 er ásett, at tey vinnubrøv, sum eru latin við heimild í verandi lóg, skulu lúka ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 1 í seinasta lagi 5 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi. Her er talan um kavara við vinnubrævi at kava niður á 12 m. Heitt verður í hesum sambandi staðiliga á landsstýris­mannin um at hava atlit at hesum, tá kunngerð um útbúgving v.m. verður ásett sambært § 4, stk. 3. 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 18. apríl 2007. §§ 1 til og við 25 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 20. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 46 frá 15.05.2007