85 Uppskot til  samtyktar um skipanina fyri sendistovu Føroya í Íslandi

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2007, 2. mars, legði Poul Michelsen, tingmaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at sendistova Føroya í Íslandi bert ber tjóðareyðkenni føroyinga.

 

Viðmerkingar:

Tá útnorðurráði seinasta ár samtykti at seta á stovn sendistovur/konsulat hvør hjá øðrum, var eingin ivi um, at ætlanina var at virksemið hjá føroysku sendistovuni varð sjálvstøðugt og ikki undir danskari leiðslu.

 

Virksemið hjá stovuni skal fyrst og fremst hjálpa føroysku vinnuni at virka í Íslandi, at hjálpa íslendskum fyritøkum at virka í Føroyum og virka fyri at sambinda føroyskt og íslendskt virksemi.

 

Stovan skal eisini hjálpa og vegleiða  føroyingum og íslendingum at samstarva á øllum økjum eitt nú mentan, útbúgving og arbeiði.

 

Nú sendistovan skal setast á stovn, vísir tað seg, at hon skal vera partur av sendistovu Danmarkar í Íslandi eftir sama leisti, sum sendistovurnar í London og Bryssel. Grundgevingin fyri hesum er, at hetta er neyðugt fyri, at sendistovan skal hava ta tign, sendistovur hava.

 

Viðurskifti Føroya og Íslands eru serlig, og verður føroyska sendistovan partur av donsku sendistovuni,  er vandi fyri, at hon verður til størri skaða enn til gagns.

 

Í Fámjinsskjalinum og í samstarvsavtalu, sum er undirritað sama dag,  eru avtalaðar manngongdir fyri, hvussu sendistovur Føroya skulu skipast við støði í § 3 í uttanríkispolitisku heimildarlógini.

 

Tá sendistovuskipanin er grundað á avtalu, sum enntá kann sigast upp við 6 mánaða freist, skuldi tað verið gjørligt at samráðst seg til aðra skipan.

 

Vísandi til serligu viðurskifti Føroya og Íslands ímillum, og at skipanin byggir á avtalur, verður heitt á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at sendistova Føroya Í Reykjavík ikki nýtist at bera danskt flagg og skjaldramerkið.  

 

Eydnast ikki landsstýrinum at samráða seg til ein loysn við donsku stjórnina hesum viðvíkjandi, verður  heitt á landsstýrið um heldur at seta á stovn umboðsstovu eins og hana, vit kenna í Keypmannahavn.

 

Á tingfundi 22. mars 2007 varð málið tikið aftur av uppskotssetaranum.