55 Uppskot til  samtyktar um føroysk útróðrarpláss í Grønlandi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 23. januar, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið, um at taka stig til virðiliga at rigga av føroysku útróðrarplássini í Grønlandi.

 

 

Viðmerkingar

Ein sera týðandi partur av fiskivinnusøguni eru árini, tá føroyingar í summarhálvuni í stórum tali leitaðu til Íslands og Grønlands at fiska við bátum. Í Íslandi húsaðust føroyingarnir í bygdum øki og nýttu teir møguleikar, ið har vóru til taks, men øðrvísi var í Grønlandi, tí fyrstu árini høvdu føroyingar ikki loyvi at tosa ella koma í samband við grønlendingar.

 

Hundraðtals menn og kvinnur fóru á hvørjum ári vestur um hav til Grønlands at arbeiða og rógva út. Her bygdu føroyingar fleiri útróðrarpláss fram við vesturstrondini, umframt stóru íløgurnar, sum danir, normenn og føroyingar gjørdu í Føroyingahavnini.

 

Hesin fiskiskapur helt sær í mong ár, til toskafiskiskapurin minkaði so nógv, at tað ikki loysti seg. Seinasta árið, róð varð út í Ravn Stóroy, var í 1969, men hildið varð á í Føroyingahavnini nøkur ár eftir hetta.

 

Sjálvandi vónaðu menn, at fiskiskapurin fór at batna, og at tað bert var ein spurningur, nær farið varð aftur til Grønlands. Skúrarnir stóðu har, og vóru hetta smáar føroyskar bygdir við kai, el-húsi, sjómansheimi og øðrum, ið hoyrir til í einum bygdasamfelag. Tíverri kom toskurin ikki aftur, og tí endaði fiskiskapurin til lands í Grønlandi. Minnini standa eftir í huga okkara, men eisini sjónlig spor í landslagnum við Grønlands strendur.

 

Virðiligast fyri hesi pláss og ta farnu tíð hevði verið, at føroyingar átóku sær, at bera byrðarnar av at rudda og rigga av, soleiðis at bygningar og støðir verða tikin niður og lendið ruddað. Húsaleivdirnar og tað, sum stendur eftir í náttúruni, er til lítlan sóma fyri føroyingar og samvinnu okkara við kæru grannatjóðina fyri vestan. Kann nakað varðveitast, má tað ikki skemma náttúruna og verða skipað eftir grønlendskum ásetingum.

 

Minnið um hesa tíð eigur eisini at verða væl viðfarið, og pláss, støðir og virksemi føroyinga eigur at verða skrásett og savn skipað. Nógv ymiskt tilfar finst um tíðarskeiðið til lands í Grønlandi. Kringvarpið hevur gjørt sendingar, tosað við útróðrarmenn og fólk, ið starvaðust í Grønlandi, og nakrar væl úr hondum greiddar bøkur eru skrivaðar. Fólkaminni, søga, fiskivinna og búskapur eiga av verða lýst av viðkomandi fakfólki og teimum, ið royndirnar og sporini eiga á hesum leiðum. Ein trý ára verkætlan, ið eisini fevnir um hendan partin av søguni, varð sett í verk undir útnorðursamstarvinum og verður eftir ætlan liðug um eitt ár. Tað hevur sjálvsagt stóran felags áhuga hjá londunum í  Útnorði, at hesin partur av felagssøgu okkara verður varðveittur so væl, sum tað nú einaferð ber til.

Føroyingar eiga sjálvsagt at bera allan kostnaðin av tí, ið gerast skal at rigga plássini av, so náttúran verður eins óspilt, og hon var, áður enn vit byrjaðu útróðurin í Grønlandi.

 

Tekur Løgtingið undir við uppskotinum til samtyktar, eigur landsstýrið sum skjótast at fáa til vega neyðugu fíggjarligu heimildina og taka upp samráðingar við grønlandska landsstýrið, hvussu fram skal farast.

1. viðgerð 1. februar 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 9. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður,  hevur vegna Sjálvstýrisflokkin lagt málið fram tann  23. januar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 1. februar 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. februar 2007.

 

Ein samd nevnd tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Á fundinum greiddi fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, frá, at hann á einum ríkisfundi hevði spurt fyrrverandi landsstýrisformann Johnatan Motzfeldt, um grønlendingar vóru áhugaðir í, at føroyingar tóku niður skúrar og annars ruddaðu útróðrarplássini, sum føroyskir útróðrarmenn høvdu nýtt. Tað kom ikki nakað greitt svar á ríkisfundinum.

 

Á fundinum í nevndini var tí avrátt, at uttanríkisdeildin í Tinganesi skuldi spyrjast, um nakað svar úr Grønlandi var skrásett á deildini. Uttanríkisdeildin hevur svarað, at einki svar sæst vera skrásett har.

 

Hóast nevndin tekur undir við sjónarmiðunum í uppskotinum, verður mælt til ikki at samtykkja uppskotið, tá tað innihaldsliga er tað sama sum tilboð fyrrverandi løgmans

2. viðgerð 15. mars 2007. Uppskot frá Kára P. Højgaard, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-0-20. Uppskot til samtyktar fall 6-0-22. Málið avgreitt.