53 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 21. desember, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinnni broytingum verður gjørd henda broyting:

 

Aftaná § 7 verður sett:

§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:

 

1)

Bólkur 1: Lemmatrolarar

20% av veiðiloyvunum

2)

Bólkur 2:

Partrolarar

20 % av fiskidøgunum

3)

Bólkur 3:

Línuskip yvir 110 tons

20% av fiskidøgunum

4)

Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons

10% av fiskidøgunum

5)

Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu

20 % av fiskidøgunum

6)

Bólkur 6:

Garnabátar

20 % av fiskiloyvunum

7)

Verksmiðjutrolarar                     

20% av kvotunum í toskavirði

8)

Ídnaðar- og uppsjóvarfiskiskapur

20% av veiðiloyvunum umframt 20% av felags árskvotuni

Stk. 2. Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar sbrt. § 14, stk. 1 og 2 fyri eitt ár í senn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota sbrt. § 15, stk. 1 kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár í senn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg.

Stk.3. Tá veiðiloyvi ella fiskiloyvi verða flutt, ella eigaraskarin broytist, kunnu feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap, umframt hámarkið ásett í stk. 1, í mesta lagi eiga 20 % av samlaðu veiðuni av niðan fyri nevndu fiskasløgum, gjørt upp fyri hvørt fiskaslagi sær seinastu 2 árini, og sum er fiskað á teimum leiðum, sum nevndar eru í § 2, stk. 1, 1. pkt.:

1) toskur,

2) hýsa,

3) upsi,

4) kongafiskur,

5) gulllaksur,

6) onnur botnfiskasløg,

7) sild,

8) makrelur,

9) svartkjaftur,

10) onnur uppsjóvarfiskasløg og

11) rækjur

Stk. 4. Nærstandandi sbrt. stk. 1 og 3 eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn og hjúnafelagar hjá børnum ella barnabørnum.

Stk. 5. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1 og 3.

Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1 og 3, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 og 3 eru loknar.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Tá loyvt er at leggja loyvir saman, fer tað at hava við sær, at miðsavnan fer fram í vinnuni.

 

Endamálið við ásetingini um, at loyvir kunnu leggjast saman, var, at vinnan á henda hátt kundi gerast meiri effektiv.

 

Hinvegin kann ein ov høg miðsavnan av vinnuni hava óhepnar avleiðingar, og er tað nú neyðugt at seta ovara mark fyri, hvussu miðsavnað vinnan kann vera.

 

Ongin onnur lóggáva hevur ásetingar um samanleggingareftirlit.

 

Ymisk viðurskifti gera, at ein ov stór miðsavnan kann hava óhepnar avleiðingar.

 

Kappingarviðurskifti

Fyri at vinnan skal vera so effektiv sum møguligt, er neyðugt við kapping, tí á henda hátt kann ein meiri effektiv fyritøka koma á marknaðin í staðin fyri eina ella fleiri minni effektivar fyritøkur. Um marknaðurin er lítil sum tann føroyski, ber tað í sær, at stórrakstrarfyrimunurin ger, at fáar fyritøkur vera á marknaðinum. Tá fáar fyritøkur eru á marknaðinum, kann tað so aftur hava við sær, at kappingin viknar.

Tískil eigur tað at verða kannað eftir, hvørja ferð fyritøkur leggja saman, um vinningurin í effektiviteti er hægri enn tað tapið, sum kemst av, at marknaðurin verður monopoliseraður. Ongin myndugleiki er at kanna hesi viðurskifti, tí ongar ásetingar eru í føroysku Kappingarlógini um samanleggingareftirlit. Galdandi rættarstøða hvørki forðar ella setur krøv til samanleggingar.

 

Onnur viðurskifti

Um so er, at allur flotin savnast á fáum hondum, kann tað hava við sær, at endamálið í lógini um vinnuligan fiskiskap um at skapa arbeiði um alt landið og um at menna vinnuna um alt landið, ikki verður rokkið.

 

Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og eigarar av feløgum í fiskivinnuni hava stóra ávirkan á føroyska samfelagið bæði so og so. Um ognarskapurin í fiskivinnuni verður savnaður á fáum hondum, kann tað hava við sær, at valdið í vinnulívinum somuleiðis verður savnað á fáum hondum. Politiska skipanin kann verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild.

 

Fyri at forða fyri, at fiskivinnan verður miðsavnað, verður mælt til, at ásetingar verða gjørdar um, hvussu nógv ein fyritøka kann eiga av marknaðinum og av loyvunum, tá søkt verður um at leggja loyvir saman.

 

Tá tað um kappingarviðurskifti ræður, er tað trupult at meta um, hvussu stór miðsavnan í vinnuni skal vera, áðrenn monopoltapið verður størri enn effektivitetsvinningurin. Ella nær ávirkanin annars frá eigarum í fiskivinnuni verður ov stór.

 

Í flestu smáum búskapum verður mett, at ein samanlegging ávirkar kappingina, um hon hevur við sær, at samanløgdu fyritøkurnar fáa 20-40% av marknaðinum eftir samanleggingina. Mælt verður til, at vit í Føroyum seta markið, fyri hvussu nógv ein fyritøka kann eiga av marknaðinum eftir samanlegging, varisliga og lágt. Skotið verður upp at seta mørkini soleiðis, at tá metast skal, um fyritøkur kunnu leggja loyvir saman, so skal samanlagda fyritøkan í mesta lagi hava 20% av marknaðinum. Marknaður vil í hesum sambandi siga fiskaslag. Tað vil siga, at ein fyritøka eftir eina samanlegging ikki má veiða meiri enn 20% av hvørjum fiskaslagi.

 

Fyri at tryggja fjølbroytni og spjaðing av vinnuni, eigur mark fyri miðsavnan av ræði yvir kvotum og fiskidøgum at verða ásett fyri hvønn skipabólk sær. Vandin fyri miðsavnan av arbeiðsplássum fer eisini at minka við hesi áseting. 

 

Mælt verður til, at eitt felag í mesta lagi kann hava ræði á 20% av kvotuni/fiskidøgunum í sínum bólki.

 

Ásetingarnar fyri kvotur/fiskidagar og markið fyri, hvussu nógv kann fiskast av hvørjum fiskaslagi, fara í felag at tryggja, at valdið í fiskivinnuni ikki verður savnað á ov fáum hondum.

 

Tó verður skotið upp at gera skiftisreglur og undantøk í skipabólkum, har miðsavnanin longu er farin fram, og/ella er hægri enn ásetta minstamarkið.

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fiskivinnuráðnum.

 

Skipara- og Navigatør-, Maskinmeistara- og Motorpassarafeløgini taka sum heild undir við uppskotinum. Feløgini meta, at ov stór miðsavnan av fiskivinnuni forðar fyri møguleikanum hjá teimum, sum manna skipini, at vera eigarar. Tey meta, at ein breiður eigaraskari styrkir arbeiðsmarknaðin og flotan, og at tað eigur at vera ein málsetningur, at øll skulu koma undir hámarkið. Felagið metir, at uppskotið manglar eina ætlan fyri, hvussu hetta verður rokkið viðvíkjandi teimum, sum longu eru komin upp um hámarkið.

 

Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum eru samd um, at tað er óheppið, at loyvini fella á ov fáar hendur. Er betri fyri vinnuna á landi, at eigaraskarin er breiður.

 

Reiðarafelagið undrast á, at vinnan ikki frammanundan er hoyrd serskilt um so radikalar broytingar, og metir tí, at tað er ikki rætt at seta uppskotið í gildi nú.

 

Ráfiskakeyparafelagið er bæði fyri og ímóti uppskotinum. Felagið metir, at tað er óheppið, at uppskotið kemur nú, tá lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað í síni heild. Felagið metir, at reglur um miðsavnan eiga at verða tiknar við í samlaðu endurskoðanina av lógini um vinnuligan fiskiskap og samskipast við nýggju kappingarlógina. Felagið mælir Fiskimálaráðnum til at eftirkanna, um kappingarlógin kemur at fevna um miðsavnan av fiskivinnuni. Um uppskotið kemur í gildi, verður mælt til, at tað fevnir um allar skipabólkar og øll fiskasløg.

Felagið metir, at tað er meiningsleyst at seta markið til 20%, tá markið longu er rokkið í fleiri bólkum. Meta at uppskotið fer at elva til minni gjøgnumskygni og kreativitet.

 

Ráfiskaseljarafelagið metir, at uppskotið er í andsøgn við visjón 2015 og ikki serliga framárættað. Uppskotið forðar fyri menning av fyritøkum, umframt at tað forðar fyri børsnotering. Felagið tekur annars undir við, at uppskotið hoyrir heima í nýggju lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Fiskivinnuráðið mælir Fiskimálaráðum til at eftirkanna, hvussu heimildin í stk. 8 samsvarar við aðra lóggávu, sum snýr seg um latan av upplýsingum, eitt nú rættargangslógina og regluna um sjálvinkriminering. Serliga verður hugsað um ráðgevar.

 

Fiskimálaráðið hevur tikið til eftirtektar, at heimildin í stk. 8 til at innheinta upplýsingar ikki var nóg neyvt orðað. Uppskotið er broytt soleiðis, at tað greitt framgongur, hvørjar upplýsingar Fiskimálaráðið kann innheinta. Tað eru bert upplýsingar um eigaraviðurskifti og upplýsingar um veiðu. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri landið, av tí at eftirkanning av § 7 a krevur ávísa meirumsiting. Eisini skal ein skipan gerast, har upplýsingar um eigaraviðurskifti skulu skrásetast. Fiskimálaráðið væntar at fíggja meirkostnaðin innan fyri verandi karm.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí at arbeiðið við at eftirkanna § 7a krevur ávisa umsiting.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið kann fáa bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, tá tað nú verður sett eitt ovara mark fyri, hvussu miðsavnað vinnan kann vera.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar.

 

Serligar fíggarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.

 

Uppskotið áleggur persónum og feløgum  upplýsingarskyldu

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær serligar umsitingarligar avleiðingarnar av, at persónar og feløg skulu lata upplýsingar um ognarviðurskiftini og veiðu. Talan er um upplýsingar, sum fyriliggja, uppskotið áleggur bert persónum og feløgum eina skyldu til at útflýggja hesar upplýsingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1 (§ 7 a)

Ovara mark verður sett fyri, hvussu miðsavnað vinnan kann vera.

 

Í stk. 1 verður ásett, hvussu stóran part av samlaðu veiðiloyvunum/fiskidøgunum/kvotunum innan fyri hvønn av teimum nevndu bólkunum sær ein persónur ella felag hevur rætt til.

 

Ásett verður fyri ymiskar bólkar sær, hvussu stóran part, teir kunnu hava rætt til. Orsøkin til, at tað er ymiskt frá bólki til bólk, er serliga grundað á, á hvønn hátt hesir skipabólkar verða reguleraðir. Nakrir eru reguleraðir við fiskidøgum, aðrir við kvotum og uppaftur aðrir við veiðiloyvi. Reguleringin tekur tí støði í hesum hættum.

 

20 % er valt sum ein varislig meting. Ætlanin er, at persónur ella feløg ikki skulu hava rætt til meira enn 20 % av fiskidøgum/veiðiloyvum osfr.

 

Nærstandandi

Hugtakið um mest loyvda partin kann tó lættliga sleppast undan, um tað einans er sami persónur ella felag, t.d. við at upprætta nýtt felag ella lata konuna standa fyri einum parti. Hetta er orsøkin til, at hugtakið er víðkað til eisini at fevna um nærstandandi og óbeinleiðis ognarviðurskifti.

 

Nærstandandi sambært hesi grein eru hjúnafelagi og skyldfólk í beinleiðis linju upp og niður. Hjúnafelagar hjá børnum og barnabørnum eru eisini nærstandandi. Hinvegin eru systkin og svágrar ikki nærstandandi eftir hesi grein.

 

Nærstandandi telja við í uppgerðini yvir støddina á rættinum, sum persónur/felag í mesta lagi kann ráða yvir.

 

Óbeinleiðis

Fyri at forða fyri, at ikki verður farið uttan um lógarásetingarnar, skulu eisini óbeinleiðis ognarviðurskifti takast við, tá avgerast skal, um ovara markið er rokkið.

 

Óbeinleiðis ognarviðurskifti eru, tá ein persónur ella eitt felag eigur eitt skip, ella part í einum skipi gjøgnum eitt annað felag, ella gjøgnum fleiri feløg. Tað kann t.d. vera ein persónur, sum eigur eitt holdingfelag, sum eigur eitt dótturfelag, sum eigur eitt skip. Persónurin, sum eigur holdingfelagið, verður mettur óbeinleiðis at eiga skipið. Um so er, at tað eru fleiri persónar aftan fyri holdingfelagið, so eigur hvør av persónunum ein lutfalsligan part í skipinum.

 

Ein persónur ella eitt felag kann eiga part í fleiri skipum, og tá eru tað allir ognarpartar hjá viðkomandi, sum skulu leggjast saman.

 

Tað verður soleiðis altíð hugt eftir, hvørjir persónar standa aftan fyri feløgini, og hvussu stóran part hesir eiga samlað í hvørjum bólki sær fyri at tryggja, at endamálið við ásetingini kann røkkast.

 

DØMI I: (óbeinleiðis)

P/F A eigur 50 % av P/F B, sum eigur 4 skip saman við persóninum C. P/F B ætlar saman við C at keypa tvey skip afturat. Í bólkinum eru 12 skip, sum einans eru regulerað við tali av loyvum. P/F A eigur harumframt 100 % í P/F D, sum eigur 1 skip.

 

Í einum tílíkum føri verður ikki hugt einans eftir ognarviðurskiftunum hjá P/F B og C, hóast hesir eru beinleiðis keyparar. Neyðugt er at hyggja eftir P/F A eisini.

 

Ognarviðurskiftini hjá P/F A í bólkinum:

50 % av 50 % av 4 skipum

100 % av 1 skipi

Og eftir ætlan 50 % av 50 % av 2 skipum.

 

Samlaða talið var 12 skip (veiðiloyvi), sum soleiðis eru 100 %. P/F A eigur av hesum (gjøgnum P/F B) 25% av 4 skipum, umframt 100 % av einum gjøgnum P/F D. Hetta gevur tilsamans 1/6 part ella 16, 67%. Við tveimum skipum afturat, sum P/F A eigur 25 % í, hækkar ognarparturin hjá P/F A við 4,167% upp í 20,83%, og fer sostatt upp um mest loyvda. Eitt tílíkt keyp kann tískil ikki fara fram.

 

 

 

DØMI II: (nærstandandi)

M og K eru hjún og eiga sonin S. M eigur 2 skip saman við vinmanninum X (50% hvør).

Sonurin S er eisini í fiskivinnuni og eigur 3 skip saman við pápanum og konu sínari (1/3 hvør).

 

Skipini eru øll í sama bólki, sum verður reguleraður við døgum. Bólkurin hevur rætt til tilsamans 1000 dagar. Skipini hjá M hava rætt til 100 dagar hvør. Skipini hjá soninum, pápanum og konuni hava 50 dagar í part.

 

Ætlanin er nú, at vinmaðurin X selur sín part til S, ið er sonur M. Í hesum føri vera M, K, S og kona hansara øll mett sum ein og sami persónur. Tey fáa við søluni rætt til 200 dagar umframt 150 dagar ella tilsamans 350 dagar. Tað eru 35 % av døgunum í bólkinum og kann tískil ikki fara fram.  

 

§ 7 a, stk. 2

Fiskidagar ella kvotur, sum reiðarin í tí einstaka fiskiárinum ognar sær eftir vanligu reglunum í lógini, verða ikki tald við, tá avgerast skal, um treytirnar í stk. 1 eru loknar. Bert um fiskidagar ella kvotur verða flutt endaliga, verða hesi tikin við í avgerðina.

 

§ 7 a, stk. 3

Í stk. 3 verða avmarkingar gjørdar í mun til tey nevndu fiskasløgini. Hesar avmarkingar hava bert týdning í sambandi við, at veiðiloyvir ella fiskiloyvir verða flutt, ella eigaraskarin broytist.

 

Avmarkingarnar í stk. 3 eru galdandi umframt avmarkingarnar nevndar í stk. 1.

 

Útrokningarnar verða her gjørdar út frá veiðuni tey seinastu 2 árini av hvørjum fiskaslagi sær.

 

§ 7 a, stk. 4

Nærstandandi eftir hesi grein eru hjúnafelagi og skyldfólk í beinleiðis linju upp og niður, umframt hjúnafelagar hjá børnum ella barnabørnum. Brøður, systrar og svágrar verða t.d. ikki mett sum nærstandandi. Sí eisini viðmerkingarnar til stk. 1 um hugtakið.

 

§ 7 a, stk. 5

Skiftisregla, ið loyvir virksemi at halda fram, um so er, at persónar ella feløg hava rokkið ovara markið, ásett í stk. 1, áðrenn lógarbroytingin kemur í gildi. Hetta verður gjørt fyri ikki at lóggeva afturvirkandi.

 

§ 7 a, stk. 6

Heimildin hjá landsstýrismanninum til í serligum førum at gera undantak frá ovara markinum fyri miðsavnan av vinnuni kann t.d. vera nýtt í sambandi við, at ein vinna er fyri stórari afturgongd. Fyri at fiskiskapurin innan ávísu vinnuna ikki skal detta niðurfyri, so kann landsstýrismaðurin loyva, at eigarar av teimum skipum, sum eru eftir í vinnuni, fara upp um ovaru mørkini í hesi grein.

 

§ 7 a, stk. 7

Fyri at tryggja ásetingarnar í stk. 1 og 3 er neyðugt at hava amboð til at fylgja við, hvør eigur skipini, sum hava veiði- og fiskiloyvi, og serliga til at krevja, at broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Tað er ofta lættari at góðkenna broytingar, áðrenn tær fara fram, og hesar skulu tí fyriliggja til góðkenningar, áðrenn tær verða framdar.

 

Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um ovara markið í stk. 1 og 3, kann landsstýrismaðurin geva eina ávísa freist til at fáa viðurskiftini í rættlag, annars fellur veiðiloyvið burtur.

 

§ 7 a, stk. 8

Fyri at tryggja ovaru mørkini fyri miðsavnan av vinnuni, kann landsstýrismaðurin krevja allar neyðugar upplýsingar bæði frá eigaranum sjálvum og øðrum, sum kunnu hugsast at hava upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at tryggja ásetingarnar í greinini. Tær upplýsingar, sum kunnu innheintast, eru upplýsingar um ognarviðurskifti og um veiðu. Serliga kann hugsast, at Fiskimálaráðið innheintar hesar upplýsingar til viðgerðina av málunum:

·        Stovningarsamtykt

·        Viðtøkur fyri felagið

·        Váttan fyri innføring í partaeigarayvirlit

·        Partaeigarayvirlit

·        Tekningarútskrift frá Skráseting Føroya

·        Møguligur partaeigarasáttmáli

·        Onnur skjøl, sum hava týdning fyri ognarviðurskiftini í felagnum

·        Roknskaparupplýsingar

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu. Ætlanin er, at lógin skal hava virknað frá degnum, tá lógaruppskotið verður lagt fram í Løgtinginum. Hetta er av tí, at broytingin hevur við sær avmarkingar fyri, hvussu stóran part av veiði- og fiskiloyvunum, persónar, feløg o.o. kunnu ráða yvir. Um lógin ikki fær gildi frá tí degi, løgtingslógin verður løgd fram, kann hetta fáa óhepnar avleiðingar fyri ætlanina við broytingini, t.v.s. um persónar o.o. royna at tryggja sær størri veiðipart enn broytingin leggur upp til, soleiðis at samsvar ikki verður við uppskotnu broytingina, sbr. eisini viðmerkingunum í uppskotinum um, at broytingin verður gjørd fyri at tryggja, at endamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap um at skapa arbeiði um alt landið og um at menna vinnuna um alt landið verður rokkið.

1. viðgerð 23. januar 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt uppskotið fram 22. desember 2006, og eftir 1. viðgerð 23. januar 2007 varð tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 8., 15. og 22. februar og 15. og 16. mai og 2007.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini  havt fund við umboð fyri  Reiðarafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimannfelagið, Fiskavirking, Fiskivinnuráðið, Fiskidaganevndina og landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minniluta.

 

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen) tekur sum heild undir við uppskotinum.

 

Meirilutin hevur ta fatan, at tað eins og  í grannalondum okkara, er neyðugt at seta  avmarkingar fyri, hvussu stóran part feløg og persónar kunnu hava rætt til av fiskiloyvunum, tí annars er vandi fyri, at fiskiflotin endar á nøkrum fáum hondum.

 

Hvat viðvíkur pørtunum av veiðiloyvunum í teim ymsu skipabólkunum, heldur meirilutin, at við tí samanseting, flotin hevur, eru eindirnar í  flestu av teimum í so smáar, og  mælir meirilutin tí til at broyta %-partin í nøkrum bólkum, og harumframt at  skilnaður eigur at verða gjørdur millum ídnaðarskip og tey, sum fiska uppisjóvarfisk (nótaskip).

 

Høvuðsavleiðingin av, at fiskiloyvini verða savnað á fáum hondum, er, at loyvini, eins og vit kenna tað frá fyrr av, verða knýtt at ávísum virkjum við tí avleiðing, at tey virki, sum ikki eiga skip, hava torført við at fáa hendur á rávøru. Byrgt kundi verðið fyri hesum trupulleika við, at tað eisini varð  krav um, at ein stórur partur  av botnfiskinum fór um uppboðssølu.

 

Í uppskotinum er eisini áseting um, hvussu stóran part av ymsu fiskasløgunum einstaklingar og feløg kunnu eiga. Eitt slíkt uppbýtið - við  harav fylgandi avmarkingum - fer at krevja eitt neyvt eftirlit og sostatt stóra umsiting. Eisini førir hetta við sær eina kvotalíknandi støðu. Meirilutin tekur tí ikki undir við hesi broyting. Meirilutin ger samstundis vart við, at rækjuskip við hesum ikki eru fevnd av lógaruppskotinum.

 

Sambært uppskotinum verður ásett, hvussu hugtakið nærstandani skal skiljast. Meirilutin metir, tað er rættast, at systkin og hjúnafelagar teirra verða tikin við.

 

Við hesum viðmerkingum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 7a verður orðað soleiðis: § 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:

 

1)

Bólkur 1: Lemmatrolarar

30% av veiðiloyvunum

2)

Bólkur 2:

Partrolarar

20 % av fiskidøgunum

3)

Bólkur 3:

Línuskip yvir 110 tons

20% av fiskidøgunum

4)

Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons

20% av fiskidøgunum

5)

Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu

30 % av fiskidøgunum

6)

Bólkur 6:

Garnabátar

25 % av fiskiloyvunum

7)

Verksmiðjutrolarar                     

35% av kvotunum í toskavirði

8)

Ídnaðarskip

35% av veiðiloyvunum

9)

Uppisjóvarfiskiskapur  (nótaskip)

25% av veiðiloyvinum

Stk. 2. Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar sbrt. § 14, stk. 1 og 2 fyri eitt ár ísenn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota sbrt. § 15, stk. 1 kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár ísenn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta, hvussu toskavirðið sbrt. stk. 1, nr. 7 verður gjørt upp.

Stk. 4. Nærstandandi sbrt. stk. 1 eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn, systkin og hjúnafelagar hjá børnum, barnabørnum ella systkjum.

Stk. 5. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast.

Stk.6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1.

Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.” 

 

Ein minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur ikki undir við uppskotinum, sum nú hevur ligið í vinnunevndini í góðar 5 mánaðir, og mælir tinginum til at fella tað.

 

Tað er ómøguligt at finna útav, hvør fiskivinnupolitikkurin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er, og uppaftur torførari er tað at peila seg inn á, hvør fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni er. Fram til ólavsøku í fjør var undanførslan, at ein serfrøðinganevnd sat og evnaði til ein nýggjan og kollveltandi fiskivinnupolitik. Tá ið Tjóðveldisflokkurin legði fram á ting uppskotið um Tilfeingisbúðina, kendi samgongan seg somikið provokeraða, at eitt fyribils upprit varð lagt út á heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum. Hóast ætlanin ikki var onnur enn at taka luftina úr fjølmiðlaumrøðuni av stóra reformuppskotinum hjá størsta andstøðuflokkinum, so bendi okkurt á, at eitthvørt skilagott fór at spyrjast burtur úr nevndararbeiðnum, og at landsstýrismaðurin var farin í holt við at skógva seg til eina roynd at fáa lógina um vinnuligan fiskiskap á beint aftur.

 

Søgan síðani er sorgarsøgan um, hvussu galið tað kann ganga tá ið ein ikki brennir fyri sakini og ikki meddar eftir einum greiðum máli, ella er orsøkin bara hon, at vøddarnir ikki hildu tá ið aðrir partar av samgonguni fóru undir at hoyggja uppi í hjá landsstýrismanninum og maltrakteraðu góðu ætlanirnar til ókenniligheit. Nú er so sjón fyri søgn um, at størsti flokkurin í breiðu samgonguni heilt hevur mist tamarhaldið á øllum tí ætlaða fiskivinnupolitikkinum.

 

Uppskotini eru tvey, sum komu undan væðingini nú í evsta tíma. Løgtingsmál nr. 53/2006 og løgtingsmál nr. 120/2006.

 

Ilt er at síggja endamálið við uppskotunum, sum bara gera eina ov fast læsta skipan uppaftur meira vónleysa. Uppskotið nr. 53/2006 er ein antitrust lóg. Lógir av hesum slagi verða at kalla bara brúktar í londum, har politiska skipanin lóggevur fyri kapping, tá ið framleiðarar til heimamarknaðin taka seg saman í kartellir og ígjøgnum slíka monopolstøðu stjórna prísleguni á vørunum. Fiskivinnan í Føroyum er at kalla ein útflutningsvinna burturav, tí er ilt at síggja tørvin á slíkari lóggávu í hesum førinum. Grundgevingarnar í viðmerkingunum eru eisini somikið veikar, at helst veit uppskotsstillarin heldur ikki, hvør ætlanin er við hesum uppskotinum. At steðga møguligari miðsavning við uppskoti sum hesum fer neyvan at eydnast. Aðrar konstellasjónir verða bara gjørdar í ognarviðurskiftunum, og tað einasta, sum hendir, er, at fleiri feløg við at kalla somu eigarum fara at taka seg upp, og einasta broytingin verður, at grannskoðarar og advokatar fáa meira fyri hendurnar. Er ætlanin at steðga útlendska kapitalinum og spekulasjónini í loyvissektorinum, so verður tað valla hetta uppskotið, sum fremur nakra broyting í mun til verandi støðu. Einasti háttur í so máta er at lóggeva møguliga útlendska triðingin út aftur úr lógini. Higartil hevur møguleikin fyri útlendskum kapitali í tilfeingisvinnuni ikki havt aðrar avleiðingar við sær enn føroyskar strámenn og eina alt ov stóra yvirkapitalisering við sær í flotanum, sum helst hongur saman við tí veruleika, at útlendski stórkapitalurin keypir strategiskt upp í Føroyum, av tí at teir eru komnir upp undir síni egnu loft í heimlandinum.

 

Meginhugsanin við fiskidagaskipanini er at regulera trýstið á fiskastovnarnar við ásetingini av fiskidøgum ár fyri ár og at skapa karmar fyri eini so búskaparliga burðardyggari vinnu, sum yvirhøvir møguligt. Hetta uppskotið leggur upp til at skotta bólkarnar upp og at antitrusta í fiskasløgunum eisini. Tess fleiri forðingar tess størri eftirlit. Úrslitið verður ein nógv størri bureaukratisering. Trupult hevur verið at røkt neyðuga eftirlitið samsvarandi verandi lóg, hvaðna verri verður tað, nú lógin eftir ætlanini gerst nógv meira kompliserað.

 

At fara undir at skotta hesar annars smáu bólkar upp á hendan hátt tykist nyttuleyst, og uppaftur verri er at gera ásetingar um fiskasløgini. Aðrar staðir hava teir lóggivið um prosentvísan eigaraskap í mun til samlaðu fiskivinnuna, eitt nú í Íslandi. Tað kundi kanska verið ein leið at gingið og hevði neyvan havt nevnivert av almennum skrivstovuarbeiði við sær.

 

Minnilutin heldur framvegis fast um, at einasta leiðin at ganga viðvíkjandi lógini um vinnuligan fiskiskap er uppskotið, sum Tjóðveldisflokkurin legði fyri tingið á ólavsøku í 2006. Tað hevði loyst allar trupulleikarnar, sum man nú upp á gjøt roynir at lóggeva seg burturúr. Tað hevði havt optimalu sjálvreguleringina við sær, tað hevði liberaliserað vinnuna, marknaðarkreftirnar høvdu einsamallar stjórnað vinnuni, og eigaraskapurin til tilfeingið hevði verið fluttur aftur til fólkið, soleiðis sum lógin annars fyriskrivar. Sølan av veiðirættindum hevði komið teimum til góðar, sum eiga hesi somu rættindi.

 

Eingin hevur enn megnað at argumentera fyri orsøkini til, at hetta uppskotið einsamalt hevur týdning fyri føroyska fiskivinnu. At lóggeva bara fyri at lóggeva eru ongar orsøkir fyri. Í hesum førinum tykist einasta orsøkin vera, at landsstýrismaðurin hevur hildið áneyðir verið fyri at signalisera eitt lítið sindur av politiskum pondus. Hinvegin er hetta ikki í slekt við tað, sum hann og serfrøðingabólkurin ætlaðu á sinni. Tí møguleikanum hevur politiska makuleringsmaskinan í samgonguni forkomið í prossessini úr Fiskimálaráðnum niðan á tingborð. Minnilutin mælir sostatt tinginum frá at taka undir við hesum uppskotinum.

 

Ein annar minniluti (Gerhard Lognberg) tekur støðu í tingsalinum

 

2. viðgerð 31. mai 2007 Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen, til § 7 samtykt 20-2-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-2-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-11. Málið avgreitt.

Ll.nr. 67 frá 07.06.2007