43 Uppskot til samtyktar um OECD og Europaráðsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2006, 22. november, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
samtyktar
Løgtingið góðkennir, at landsstýrið mælir ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar OECD og Europaráðsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum frá 1. januar 2007 at rokna.
Viðmerkingar
Víst verður til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 44/2006.
1. viðgerð 30. november 2006. Løgtingsmálini nr. 43 og 44/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 13. desember 2006 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 22. november 2006, og eftir 1. viðgerð 30. november 2006 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8. og 11. desember 2006.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 15. desember 2006. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.