2  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, ólavsøkudag, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 27 verður orðað soleiðis:

§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2006 til 31. august 2007.”

 

2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"    Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:

 

Bólkur 2:        Partrolarar                                                                         5.752           fiskidagar

Bólkur 3:        Línuskip yvir 110 tons                                                        3.471           fiskidagar

Bólkur 4 A:    Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons                                      1.717           fiskidagar

Bólkur 4 B:    Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu                        2.005           fiskidagar

Bólkur 4 T:     Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu                        1.713           fiskidagar

Bólkur 5:        Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu                          20.598           fiskidagar”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagar fyri tann partin av føroyska fiskiflotanum, sum troytir botnfiskiveiðu á føroyska landgrunninum. Fiski­dagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnu­málum leggur fyri Løgtingið.

 

Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

 

Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

 

Umframt tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni og Fiskidaganevndini hevur landsstýrismaðurin eisini havt orðingarnar í samgonguskjalinum í huga um, at ”Ráðgevingin í sambandi við áseting av fiskidøgum skal byggja á vinnulig, vísindalig, samfelagslig og búskaparlig atlit.”

 

 

Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni

Landgrunnurin

Fiskirannsóknarstovan gevur aftur í ár eina sera dapra mynd av støðuni í toskastovninum á landgrunninum og toskafiskiskapinum. Sambært vísindaligu ráðgevingini frá Altjóða havrannsóknarráðnum er gýtingarstovnurin so lítil, at ivi er, um góð tilgongd kann koma undan. Gýtingarstovnurin er bara kreppuárini 1991-1992 mettur at vera minni. Ongin árgangur eftir 1999 hevur verið oman fyri miðalstødd. Veiðitrýstið hevur áhaldandi, síðani 1996, verið ov stórt, og er ikki burðardygt. Fiskirannsóknarstovan førir tí fram, at tað er neyðugt at minka munandi um veiðitrýstið á toska­stovnin á landgrunninum.

 

Tilgongdin til hýsustovnin hevur sum heild verið góð – tó ikki tey seinastu tvey árini. Stovnurin verður tí mettur at vera væl fyri, og ivaleysa stórur at fáa góða tilgongd. Tó er veiðitrýstið í størra lagi, og fiskiskapurin tí helst ikki burðardyggur. Av tí at vøksturin á hýsu tykist vera vánaligur, og tilgongdin ikki hevur verið góð seinastu tvey árini, kann gýtingarstovnurin fara at minka skjótt. Hesar umstøður gera, at veiðitrýstið eigur at verða lækkað munandi.

 

Vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítli vøksturin av upsa, sum hevur verið seinastu árini, er ikki møguligt at gera tær vanligu stovnsmetingarnar av upsastovninum. Tí er stovnsstøddin ókend, men yvirlitstrolingar og veiða upp á roynd hjá partrolarum benda á, at stovnurin er væl fyri.

 

Altjóða havrannsóknarráðið mælir til, at verandi roynd ikki veksur, og at veiðan ikki verður meira enn eini 40.000 tons árliga. Veiðan í 2005 var um 60.000 tons.

 

Samanumtikið er niðurstøðan, at veiðitrýstið fyri tosk og hýsu er ov stórt, og at royndin eftir upsa ikki verður størri. Til tess at fáa eitt trygt grundarlag undir gagnnýtsluni av tilfeinginum, má veiðitrýstið lagast til eitt hóskandi støði, so at stovnarnir alla tíðina endurnýggja seg, og veiðan tískil verður burðardygg.

 

Við støði í § 22, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap mælir Fiskirannsóknarstovan til:

 

  1. Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 25%.

 

  1. Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan fyri dagaskipanina.

 

  1. Fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) verður óbroytt.

 

  1. Dagatalið á Føroya Banka verður minkað við 50% í mun til nýtta dagatalið í 2005.

 

  1. Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føroya Banka og upsa undir Føroyum halda fram.

 

Fiskirannsóknarstovan ger vart við, at tað at minka veiðitrýstið, ikki er tað sama sum, at veiðan fer at minka. Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðuna ta fyrstu tíðina. Eftir tað kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru betur egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni verða minni.

 

Føroya Banki

Serlig stovnsmeting verður ikki gjørd av toskastovninum á Føroya Banka. Grundað á úrslit frá árligu yvirlitstrolingunum verður mett, at stovnurin er í minking. Veiðitrýstið hevur verið hóskandi í fleiri ár, men í 2003 og 2004 vaks tað munandi, tí nýtta fiskidagatalið tvífaldaðist samanborið við árini frammanundan. Stovnurin er viðbrekin fyri ov stórari roynd, og hóast nýtta fiskidagatalið í 2005 minkaði, er tað helst ov stórt til at vera burðardygt. Tí verður mælt til, at fiskidagatalið verður lækkað niður á árliga støðið árini 1996-2002, og at friðingarnar halda fram.

 

Aðrir fiskastovnar

Í tilfarinum frá Fiskirannsóknarstovuni er nærri lýsing av støðuni í nevndu stovnum, umframt øðrum fiskastovnum í føroyskum sjógvi. Víst verður til tað tilfarið.

 

 

Tilmæli frá Fiskidaganevndini

Landgrunnurin

Fiskidaganevndin vísir á, at Løgtingið í august 2005 í sambandi við ásetingina av fiskidaga­talinum fyri hetta fiskiárið gjørdi nógvar stillingar í fiskidagaskipanini. Fiskidaganevndin er av teirri fatan, at fiskidagaskipanin og ásetingin av døgum byggir á eina langtíðar javnvág. Fiskidaganevndin metir, at tað er ov stutt fráliðið til longu nú aftur at gera stillingar.

 

Tí mælir Fiskidaganevndin til, at fiskidagarnir verða teir somu fiskiárið 2006/07 sum fiskiárið 2005/06. Tó mælir ein minniluti til, at fiskidagatalið hjá trolbátum (bólki 4T) verður hækkað, tí fiskastovnarnir, sum hesin bólkurin troytir, eru væl fyri, og tí upprunaliga fiskidagatalið hjá bólkinum er so nógv skorið.

 

Sum heild metir Fiskidaganevndin støðuna hjá fiskastovnunum fyri øll fiskasløgini at vera sera lík støðuni seinasta ár. Nevndin leggur ikki serstakar metingar fram á hesum sinni, men vísir til tilmælið, sum nevndin í juni 2005 læt fyri fiskiárið 2005/2006.

 

Tó verður víst á, at minni er framvegis til av stórum toski, men veiðinøgdin av toski er fyri hvønn bólk sær - ið er í fiskidagaskipanini – á leið tann sama í ár sum seinasta ár. Hýsan, upsin, longan, brosman og flatfiskurin verða mett at vera væl fyri.

 

Føroya Banki

Fiskidaganevndin metir, at ov nógv trýst er á toskastovnin á Føroya Banka, og ásannar, at okkurt munagott má gerast at verja stovnin, tí støðan er hættislig. Mælt verður tí til at skerja dagatalið og veiðuna av toski á Føroya Banka, og at friðingarnar í gýtingartíðini halda fram. Fiskidaganevndin mælir til neyvari eftirlit við veiðuni hjá føroyskum eins og útlendskum skipum, sum fiska á Føroya Banka – serliga útlendskum trolarum.

 

Annað

Fiskidaganevndin fegnast um, at fleiri av hennara tilmælum í fjør vórðu fylgd. Serliga fegnast hon um, at landsstýrismaðurin hevur sett eina nevnd at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap. Nevndin metir tað tí ikki vera neyðugt at endurtaka serligu tilmælini frá árunum frammanundan. Tó tekur hon afturíaftur tilmælið um, at eisini djúpvatnstrolarar og garnaskip koma undir fiski­dagaskipanina, og at toska- og hýsukvotan hjá lemma­trolarunum verður tikin av.

 

 

Viðgerð landsstýrismansins

Hetta er níggjunda ferðin, at landsstýrismaðurin og umsitingin viðgera tilmæli frá ráðgevandi stovnum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk 1. juni 1996.

 

Fiskidagar á landgrunninum

Í síni viðgerð hevur landsstýrismaðurin hildið seg til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at varð­veita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lív­frøð­iliga og búskaparliga.

 

Avgjørd fortreyt fyri framhaldandi tilgongd til fiskastovnarnar er, at hesir ikki verða troyttir so nógv, at teir verða uttan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

 

Niðurstøðan hjá Fiskirannsóknarstovuni er, at veiðitrýstið á toska- og hýsustovnin er ov stórt og eigur at verða lækkað munandi. Tí hevur Fiskrannsóknarstovan mælt til stórar lækkingar í fiskidagatalinum komandi fiskiár fyri tann partin – húkaflotan – sum burturav troytir hesar stovnarnar. Hetta fevnir eisini um royndina eftir toski á Føroya Banka. Harafturímóti metir Fiskirannsóknarstovan í ár, at upsastovnurin er væl fyri, men at veiðan kortini skal minka úr um 60.000 tonsum niður í um 40.000 tons, samstundis sum mælt verður til, at fiskidagatalið hjá partrolarum, sum næstan burturav fiska upsa, verður óbroytt. Metingin um upsastovnin seinasta ár var, at ivi var um, hvørt hann megnaði at fáa líkinda árgang undan. Her tykist vend at vera komin í til tað betra eftir bert einum ári.

 

Í tilmæli sínum viðger Fiskirannsóknarstovan eisini spurningin um veiðisetningar – hvørjum veiðitrýsti verður miðað ímóti. Í hesum sambandi verður víst til frágreiðingina hjá Skipanar­nevnd­ini frá februar 1996, har tikið verður til, at “stovnsrøktarendamálið er rokkið, um gýtingarstovnurin er oman fyri ávísa minstustødd, og veiðitrýstið síðani er so, at umleið ein triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári.” Út frá hesum hevur verið víst á ein veiðisetning, sum er 33%.

 

Fiskirannsóknarstovan, stuðlað av ICES, hevur áður víst á lægri veiðisetningar – 27% fyri tosk, 20% fyri hýsu og 22% fyri upsa.

 

Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni í fjør varð víst á, at møguliga eru veiðisetningarnir hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni settir ov lágt, og at teir tí verða endurskoðaðir. Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni fyri fiskidagarnar komandi fiskiár verður sagt, at nýggjar kanningar benda á, at veiðisetningurin fyri tosk upp á 33% er burðardyggur, men at hann ikki er burðardyggur fyri hýsu og upsa. Í skjalatilfarinum hjá Fiskirannsóknarstovuni sæst, at nevndin hjá ICES, sum ger stovnsmetingarnar, staðfestir, at hesin veiðisetningur eisini er burðardyggur fyri hýsu og upsa.

 

Sostatt tykist, sum serkunnleikin ikki er á einum máli um, hvørt verandi málsetningur um ein veiðisetning upp á 33% er burðardyggur ella ei.

 

Veiðitrýstið fyri tosk í 2005 er mett at hava verið 34%, fyri hýsu 21% og fyri upsa 40% sambært tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni. Men Fiskirannsóknarstovan leggur dent á, at í miðal hevur veiðitrýstið eftir toski síðani 1996 verið væl oman fyri veiðisetningin upp á 33%.

 

Fiskidaganevndin er á hesum sinni ikki so nágreinilig í sínari meting um støðuna í stovnunum. Mett verður ikki, at broytingar eru hendar síðani seinasta tilmæli í juni 2005, og ráðgevingin fyri komandi fiskiár er tann sama sum seinast. Toskastovnurin er í afturgongd, men hinir botnfiska­stovn­arnir eru væl fyri. Fiskidaganevndin mælir tí til at halda fram við verandi fiskidagatali, men mælir tó til munagóð tiltøk at skerja veiðuna eftir toski á Føroya Banka.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at ráðgevingin hjá fiskifrøðingunum eigur at verða tikin í álvara, tí vandi annars er fyri, at fiskastovnarnir fara undir eitt lívfrøðiligt minstamark. Siðbundna fiskifrøðin metir varliga um fiskastovnarnar, og við støði í fyrivarnisregluni verður lagt upp til stórar skerjingar í fiskidøgum hjá skipum og bátum, ið troyta toska- og hýsustovnarnar.

 

Í uppskotinum um fiskidagar endurtók landsstýrismaðurin í fjør, at tað politiskt og búskaparliga ikki er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Fiskirannsóknarstovan leggur upp til, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið gerast ógvusligar.

 

Landsstýrismaðurin hevur lagt sær í geyma broyttu uppfatanina um, í hvønn mun veiðisetning­arnir upp á 33% eru burðardyggir ella ikki, og ta broyttu metingina um upsastovnin tann betra vegin.

 

Fiskiskapurin eftir toski hevur verið í stórari minking seinastu árini, og veiðan eftir hýsu hevur eisini verið minni seinastu tíðina. Veidda nøgdin av upsa var stór í fjør, men upsin var sera smáur.

 

Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til nevndu veruleikarnar, broyttu náttúruumstøðurnar, marknaðar­treytirnar, og samstundis tryggja, at veiðiflotin kann lívbjarga sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið.

 

Við øllum hesum atlitum í huga hevur landsstýrismaðurin gjørt av at skjóta upp fyri Løgtinginum, at fiskidagatalið verður skert við 3% fyri bólkarnar 3, 4 og 5 fiskiárið 2006/2007.

 

Landsstýrismaðurin hevur tikið metingarnar hjá bæði Fiskirannsóknarstovuni og Fiskidaga­nevndini um støðuna hjá toskinum á Føroya Banka til eftirtektar. Í hesum sambandi skal vera sagt frá, at fiskidagatalið hjá fiskiførunum í bólki 3 og 4 á Føroya Banka verður skert munandi. Fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 verða tó ikki skerdir. Mett verður, at teirra dagatal er nú komið so langt niður, at tað er ógrundað at skerja møguleikarnar hjá hesum bátunum meira komandi fiskiár. Hesir kunnu sum kunnugt ikki, eins og bátarnir í bólki 4, leggja um til snellu og á tann hátt fáa dupult dagatal. Friðingarnar á Føroya Banka verða varðveittar.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Hinvegin kann uppskotið bera í sær ávísar búskaparligar og sosialar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar í sambandi við, at fiskidagatalið verður lækkað.

 

Uppskotið hevur við sær, at heimaflotin fær færri fiskidagar til nýtslu komandi fiskiár.

 

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1.

Ásett verður tíðarskeiðið, sum fiskidagar verða ásettir fyri, og teir skipabólkar, ið koma undir skipanina við fiskidøgum.

 

Til § 1, nr. 2.

Ásett verður fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk og undirbólk fiskiárið 2006/2007.

 

Til § 2.

Áseting um gildiskomu. 

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni

Skjal 2: Tilmæli frá Fiskidaganevndini

 

1. viðgerð 4. august 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 15. august 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. juli 2006, og eftir 1. viðgerð tann 4. august 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 15. august 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna, Fiskidaganevndina og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, saman við Fiskiveiðieftirlitinum.

 

Frá Fiskimálaráðnum hevur nevndin fingið yvirlit yvir brúktar fiskidagar í inniverandi fiskiári, fram til 8. august 2006, fyri hvørt fiskifar í bólkunum 2, 3, 4A, 4B og 4T, og samlað fyri bólk 5A og B. Av heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevur nevndin útvegað sær yvirlit yvir avreiðingar í tíðarskeiðnum 1. september 2005 fram til 8. august 2006, býtt á fiskasløg. Yvirlitið verður viðheft álitinum. Frá Fiskirannsóknarstovuni hevur nevndin fingið skriv, dagfest 8. august 2006, við útgreining av tilmælinum fyri fiskiárið 2006/07 viðvíkjandi friðing av smáfiski.

 

Ein samanbering millum nýttar dagar og tillutaðar dagar, vísir hesi tøl:

 

Tillutaðir         Brúktir

Bólkur 2: Partrolarar                                                                              5.752             4.330

Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons                                                            3.578             3.000

Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons                                      1.770             1.144

Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu                         2.067             1.651

Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu                         1.766             2.127

Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu                               21.235           12.520

 Nevndin hevur í síni støðutakan til uppskotið býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Á fundinum við nevndina greiddi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum m.a. frá virkseminum, ið er grundað á játtan á fíggjarlógini til granskingarætlanir. Talan er um játtan til rakstur av granskingarvirksemi í trimum granskingarkjarnum - ein innan biotøkni (Marine Biotech), ein innan framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) og ein innan veiðitøkni (Fish Harvesting Technology). Hann upplýsti eisini, at tíðarætlanin fyri verandi granskingarætlan gongur út í 2008.

 

Á fundinum varð orðaskifti um møguleikarnar at menna útgerð til krivjing, sum kann skilja livur og rogn frá. Landsstýrismaðurin upplýsti í hesum sambandi, at tað væntandi ikki er langt á mál, áðrenn framleiðslutøknin ger tað møguligt at skilja livur og rogn frá. Meirilutin heldur tí, at landsstýris­maðurin eigur at umhugsa, at fyrireika lógarbroyting, ið viðkar ásetingina um livradagar í § 29, stk. 10, til eisini at fevna um rogn. Hetta til ein teknisk loysn ger tað møguligt við lóg at krevja, at øll livur og rogn verða fingin til høldar. Tí eigur vinnan at fyrireika seg til, at tað helst innan stutta tíð verður eitt krav, at livur og rogn verða fingin til høldar.

 

Meirilutin vísir harumframt á sína áheitan á landsstýrismannin í fjør viðvíkjandi royndum eftir hávi og øðrum fiskasløgum á djúpum vatni. Meirilutin heldur, at bátar eiga at fáa betri møguleika at leggja um til hesa veiðu. Umframt, at landsstýrismaðurin eigur at gera tað, sum møguligt er, at benda fiskiskapin hjá størru línubátunum út á djúpri vatn.

 

Tá talan er um Føroya Banka, vísir meirilutin á, at dagatalið tvey fylgjandi ár er skorið við 10% um árið. Meirilutin metir, at ein hóskandi niðurskurður komandi ár kundi verið eini 15% út frá tí, at bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin mæla til munandi niðurskurð á hesi leið.

 

Meirilutin heldur eisini, at tað, sum Fiskidaganevndin skrivar um eftirlitið á Føroya Banka við veiðuni hjá føroyskum eins og útlendskum skipum, serliga útlendskum trolarum, bendir á, at eftirlitið á Føroya Banka eigur at styrkjast.

 

Viðvíkjandi djúpvatnstrolarunum upplýsti landsstýrismaðurin, at hjáveiðikvotan er skorin niður seinastu tvey árini, og metti landsstýrismaðurin tí ikki, at tað varð ráðiligt at skera meria niður her. Meirilutin í nevndini er samdur í hesum.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Annar minnilutin í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælir til, at dagatalið verður óbroytt fyri allar bólkar komandi fiskiár.

 

Vísandi til løgtingsmál nr. 6/2006, sum er uppskot, Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fyri tingið um grundleggjandi broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, har allir dagar skulu bjóðast út á eini almennari uppboðssølu, metir minnilutin ikki, at tað er neyðugt at gera tillagingar í dagatalinum, fyrrenn tað sæst, hvørja ávirkan nýggja skipanin fer at fáa á føroyska fiskiveiðu og stovnsrøkt. Ansast má eftir, at tað, at lækka fiskidagatalið í m.a. húkaveiðuni, ikki gerst eitt mál í sjálvum sær, soleiðis sum tað kann tykjast at vera í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, ímeðan partar av trolaraflotanum ganga snikkaleysir, uttan at serlig argumentasjón er fyri hesum.

 

Til seinasta val fóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin til val uppá, at  skipanin við fiskiloyvum og fiskidøgum skuldi loysast soleiðis, at orðingin í lógini um ogn Føroya fólks var fingin at virka og staðfest endaliga, reelt og ikki sum nú, har hesin ognarrætturin  umsitingarliga verður praktiseraður, sum um hann er fluttur frá fólkinum til teir, sum í dag eiga fiskiloyvini. Við hesum í huga metir minnilutin tað vera sannlíkt, at uppskot  floksins at skipa eina Tilfeingisbúð fer at fáa dyggan stuðul í tinginum.

 

Fiskidaganevndin metir í sínum tilmæli eisini, at dagatalið eigur at vera óbroytt, eftir at størri tillagingar vórðu gjørdar seinasta ár, har skip vórðu flutt millum bólkar, niðurskurður varð gjørdur, og ein nýggjur háttur at gera fiskitíðina upp varð samtyktur.

 

Somuleiðis metir Fiskirannsóknarstovan, at veiða eftir upsa kann halda fram óbroytt, tí stovnurin tykist vera væl fyri.

 

Undir viðgerðini í vinnunevndini er komið fram, at alneyðugt er at seta serlig tiltøk í verk fyri at verja og avmarka fiskiskapin eftir toski, bæði á landgrunninum og á Føroya Banka. Tí metir minnilutin, at landsstýrismaðurin í nógv størri mun, enn gjørt verður í løtuni, eigur at nýta heimildina at brúka tekniskar reguleringar, harímillum at steingja gýtingarøki og kendar smáfiskaleiðir fyri øllum veiðihættum burturav í ávís tíðarskeið, til toskafiskiskapurin er komin fyri seg aftur.

 

Eisini heldur minnilutin, at landsstýrismaðurin átti at gjørt álvarsom inntriv í fiskiskapin á Føroya Banka, bæði við at skerja dagatalið 25% og eisini við at stytta um tíðarskeiðið, har loyvt verður at royna. Landsstýrismaðurin eigur eisini gjølla at umhugsa møguleikan at steðga øllum fiskiskapi á Føroya Banka í eitt ár ella tvey, so illa sum Bankin nú tykist vera fyri lívfrøðiliga.

 

Tá landsstýrið enn einki krav hevur sett um at fáa livur og rogn upp á land í Føroyum, hava vit endurtikið lógaruppskot okkara frá seinasta ári um, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2006/07 skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Lógaruppskot samsvarandi hesum er lagt fyri tingið í dag.

 

Annar spurningur, landsstýrismaðurin eigur at taka upp og viðgera møguleikan fyri, er kravið um, at allur fiskur, allar kvotur, alt tilfeingið, vit hava rætt til, bæði í heimasjógvi og í fiskivinnuavtalum við onnur lond, innan eitt ávíst áramál skal um føroyskan keikant. Í fyrsta umfari kunnu vit staðfesta, at tað hevur havt sera positiv árin á føroyska samfelagið, at vit í seinasta ár settu forboð fyri at avreiða meira enn 25% av fiskinum undan Føroyum uttanlands. 

 

Hetta krav kann í fyrstu atløgu tykjast ógvusligt, men minnilutin heldur, tað vera rætt nú at byrja at viðgera spurningin av álvara, taka málið upp við vinnufeløg, fiskamarknaðir, flakavirki, goymslufyritøkur, flutningsfyritøkur, kommunurnar, ja allar partar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í slíkum vinnuvirksemi. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av tí, sum er hent innan fiskivinnuna seinastu árini, har fleiri og fleiri rættindi til tifeingið hjá Føroya fólki eftir øllum at døma so ella so eru endað á útlendskum hondum. Hetta hevði, saman við Tilfeingisbúðini, verið ein háttur at tryggja áhugamálini hjá føroysku tjóðini. Viðvíkjandi útlendska kapitalinum, og harvið aktørunum, sum tykjast gerast ein størri og størri partur av føroyskari fiskivinnu, halda vit, at landsstýrismaðurin eigur at steðga hesi gongdini, um neyðugt við at koma við uppskoti um, at bara føroyingar hava rættin, brúksrættin, til føroyskt tilfeingi á føroyskum havleiðum og til tað tilfeingið, sum heimastýrismyndugleikarnir hava samrátt seg til í fremmandum sjógvi.

 

Samanumtikið mælir minnilutin til óbroytt fiskidagatal komandi fiskiár í mun til inniverandi ár og metir, at tekniskar reguleringar eru frægasta amboðið, nú fiskidagarnir eru skerdir hesi seinastu árini. Hetta eigur í hvussu er at vera politikkurin, til vit síggja, hvussu uppskotna Tilfeingisbúðin, har rætturin at  veiða verður seldur og keyptur, fer at virka í praksis, eisini í mun til fiskastovnarnar.

 

Hin minnilutin (Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýris­manninum um at skerja fiskidagarnar í øllum bólkum, undantikið bólki 2, við 3%. Minnilutin mælir til ikki at fremja nakra skerjing í døgunum og heldur, at landsstýrismaðurin heldur átti at stevnt móti økisfriðingum.

 

Viðvíkjandi spurninginum um rogn og livur, leggur minnilutin dent á, at í tann mun tað er gjørligt, átti henda rávøra at verið fingin til høldar.

 

Viðvíkjandi Føroya Banka er minnilutin samdur í tí, sum meirilutin førir fram, um eina skerjing upp á 15 %.

 

Minnilutin kann ikki taka undir við sjónarmiðunum, sum verða førd fram í brævi frá stjóranum á Fiskirannsóknarstovuni, har mælt verður til ikki at loyva nøkrum vinnuligum fiskiskapi innan fyri 3 fjórðingar. Verða slík sjónarmið framd, kann hetta hava so stóra ávirkan á útróðurin við bátum undur 15 tons, at vandi kann verða fyri, at hesin útróður dettur burtur. Hetta fer at fáa sera stór skaðilig árin á møguleikarnar at búleikast kring oyggjarnar.

 

Hóast talan er um tveir heilt óheftir minnilutar, tekur hvørgin minnilutin undir við skerjingini í fiskidøgunum.

 

Samsvarandi hesum seta minnilutanir tí fram soljóðandi

  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1, nr. 2 verður strikað.

 

Við hesum broytingum, men við hvør sínum viðmerkingum, taka minnilutanir undir við málinum og mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.
 

2. viðgerð 17. august 2006. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Gerhard Lognberg, til § 1, nr. 2 fall 19-1-9. Upprunauppskotið samtykt við 20-0-9

3. viðgerð 17. august 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-9. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 81 frá 17.08.2006