100-37 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving  

Orðaskifti

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu eru fíggjarligu umstøðurnar sum heild hjá forsyrgjarum, sum fara undir endurbúgving?

 

  1. Missa fólk eitt nú barnafrádrátt, tá tey fara undir endurbúgving undir almannalóggávuni?

 

  1. Eru dømi um, at tað beinleiðis kann gerast fíggjarligur smeitur hjá forsyrgjarum at fara undir endurbúgving?

 

  1. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt, og hvat ætlar hann at gera til tess at bøta um umstøðurnar hjá forsyrgjarum undir endurbúgving og at eggja fólki til at velja henda møguleika?

 

 

Viðmerkingar

Spyrjarin veit um forsyrgjarar, ið beinleiðis kenna ein fíggjarligan smeit av at vera farin undir endurbúgving.

 

Av heilsuávum hava tey verið noydd at velja sær aðra yrkisleið og eru tí farin undir endurbúgving.

 

Hetta átti at verið eitt val, ið almannalóggávan eggjar til, tí tað bæði fyri tann einstaka, familjuna og fyri samfelagið uttan iva er gagnligasta og besta gongdin.

 

Men heldur enn at kenna nakra tileggjan, missa tey eitt nú barnafrádráttin, ið tey fingu við fyrrverandi starvinum. Fyri forsyrgjarar við eitt nú trimum børnum undir 18 ár er talan um avgerandi broyting í inntøkugrundarlagnum.

 

Og fyri fólk í eini persónligari og sosialari broytingarstøðu má tað kennast heilt margháttligt, at tey, júst tá tørvurin er størstur, missa tildømis barnafrádráttin.

Á tingfundi sama dag varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 7. mai 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Til 1):

Fíggjarligur stuðul til endurbúgving verður vanliga ásettur eftir somu reglum sum fyribilshjálp (eftir § 9, stk. 2 í forsorgarlógini). Tað vil við øðrum orðum siga, at ein ítøkilig tørvsmeting av fíggjarstøðuni hjá umsøkjara verður gjørd í hvørjum einstakum føri.

 

Hámarksveitingin fyri endurbúgving er hægsta útgjald sambært lógini um dagpening vegna sjúku. Undantakið er, tá ið viðskiftafólk eru í læru, tí tá fáa tey lærlingaløn umframt møguligt ískoyti upp til byrjanarløn í viðkomandi fakøki. Stuðul verður eisini veittur til tær útreiðslur, ið stava frá útbúgvingini, so sum bøkur o.l.

 

Umstøðurnar hjá uppihaldarum undir endurbúgving kunnu tó vera rættiliga ymiskar alt eftir um talan er um uppihaldara, ið er giftur ella ógiftur. Trupulleikin fyri ein giftan uppihaldara, ið fær játtað endurbúgving kann gerast tann, at viðkomandi ikki hevur rætt til útgjald, tí hjúnafelagar sambært § 2 í forsorgarlógini hava uppihaldsskyldu yvir fyri hvørjum øðrum. Inntøkan hjá hjúnafelaga er tískil avgerandi fyri um viðkomandi hevur rætt til útgjald ella ikki. 

 

Til 2):

Í sambandi við endurbúgving verður til uppihald útgoldið ein upphædd, ið svarar til fólkapensjóns grundupphæddina, umframt barnaviðbót og stuðul til rímuligar útreiðslur sum eitt nú leiga, el- og oljunýtsla. Samlaða veitingin kann eins og oman fyri nevnt ikki vera størri enn hægsta sats fyri dagpening. Tá ið dagpeningur er skattskyldugur, meðan forsorgarveiting ikki er, verður dagpenga hámarkið útroknað sum nettoupphædd, tvs. at skatturin verður frároknaður. Í hesum sambandi verður hædd tikið fyri barnafrádrátti í skattinum fyri hvørt barnið undir 18 ár, sum viðkomandi hevur uppihaldskyldu mótvegis. Á henda hátt er barnafrádrátturin roknaður við í ásetingini av endurbúgvingarveitingini.

 

Í teimum førum óbrúkti barnafrádrátturin í skattalógini verður útgoldin í sambandi við skattauppgerð undir endurbúgvingartíðarskeiðnum, tá verður upphæddin mótroknað í endurbúgvingarveitingini.

 

Til 3):

Endamálið við endurbúgving er, at viðkomandi aftur skal kunna uppihalda sær og sínum. Undir endurbúgvingartíðarskeiðnum vil tað tó vera soleiðis, at tað merkist fíggjarliga um viðkomandi í tí gamla starvinum hevði eina høga inntøku.

 

Eisini skal nevnast, at sambært tølum hjá Almannastovuni so vóru tað, um hugt verður eitt ár aftur í tíð, áleið 6 viðskiftafólk, ið einki útgjald fingu vegna inntøku hjá hjúnafelaga og áleið 8 viðskiftafólk fingu ikki fulla veiting av somu orsøk.

 

Til 4):

Um borgari lýkur treytirnar fyri at fara undir endurbúgving verður fyrst og fremst roynt at fáa viðkomandi í gongd við útbúgving ella arbeiðsroynd í staðin fyri at játta forsorgarveiting ella fyritíðarpensjón.

 

Í viðurkenning av týdninginum av endurbúgving, havi eg syrgt fyri, at játtanin til arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuna við fíggjarlógini fyri 2007 varð økt við tí fyri eyga at styrkja um málsviðgerðina av m.a. málum um endurbúgving.

 

Eg eri tó varugur við trupulleikan, at útgjald til endurbúgving er tengt at hjúnarstøðu, og havi tikið avgerð um at broyta hesi viðurskifti soleiðis, at útgjald til endurbúgving ikki er tengt at hjúnarstøðu. Til hetta krevst ein lógarbroyting, og arbeitt verður við at orða uppskot til lógarbroyting hesum viðvíkjandi.

 

Málið avgreitt