100-35 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi Dalstunlinum  

Oršaskifti

Įr 2007, frķggjadagin 13. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Pįll į Reynatśgvu, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

 

1)      Hvųr veršur linjufųringin ķ sambandi viš Dalstunnilin?

2)      Eru frišingarvišurskiftini ķ sambandi viš tunnilin avgreidd?

3)      Eru ųll onnur višurskifti ķ sambandi viš tunnilin avgreidd?

4)      Nęr veršur fariš undir vegageršina til tunnilin?

5)      Eru avvaršandi kommunumyndugleikar partar ķ mįlinum, og hvussu?

6)      Hvussu ętlar landsstżrimašurin at skipa fķggingina av tunnilsarbeišinum?

7)      Nęr vęntast arbeišiš viš Dalstunlinum at vera lišugt?

 

Višmerkingar
Nś hevur Dalstunnilin sum frį lķšur veriš leingi įvegis ķ politisku skipanini. Undirritaši og Eyšun Viderų, fyrrverandi lųgtingsmašur, reistu mįliš į tingi sum jįttanarmįl ķ mars mįnaši 2002.

 

Almennu višmerkingarnar vóru tį hesar:

”Vegurin millum Hśsavķk og Dal er mangan hęttisligur at koyra į. Hann liggur ķ brattlendi, er smalur, og grót rżšur oman į vegin. Skal feršslan til Dals gerast tryggari og meira tķšarhóskandi, enn hon er ķ dag, veršur neyšugt at gera berghol frį Hśsavķk til Dals. Vķsast skal į, at borgarar ķ Dali seinast ķ įttatiįrunum savnašu inn undirskriftir viš įheitan į landsins myndugleikar um at gera berghol til bygdina, og fekk henda įheitan višmęli frį Hśsavķkar kommunu. Hetta vķsir greitt, at borgararnir ķ kommununi ynskja betri feršasamband til Dals.

Męlt veršur til at jįtta kr. 450.000 til at gera jaršfrųšiligar kanningar og kostnašarmeting av einum bergholi millum Hśsavķk og Dal.

Jįttanin skal nżtast til at gera jaršfrųšiligar kanningar og kostnašarmeting av bergholi Hśsavķk- Dal.”

Įlitiš frį fķggjarnevndini var soljóšandi 

“Lųgtingsmenninir Pįll į Reynatśgvu og Eyšun Viderų hava lagt mįliš fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. višgerš tann 6. mars 2002 er mįliš beint fķggjarnevndini. Fķggjarnevndin hevur višgjųrt mįliš. Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir tinginum til at samtykkja uppskotiš

Sķšani hava nógv valafólk, m.a. Gerhard Lognberg, lųgtingsmašur, havt góšan vilja višvķkjandi hesari tunnilsętlan, men tį iš umręšur at seta ętlanina ķ verk hevur ikki vignast vęl higartil. Ķ fjųr jįttaši Lųgtingiš 7 mió. kr. til endamįliš, men landsstżrisumsitingin megnaši ikki at gagnnżta peningin til endamįliš. Aftur ķ įr eru pengar jįttašir til endamįliš, men nś fyrsti fjóršingur er farin av įrinum, sęst einki til nakaš virksemi višvķkjandi tunnilsgerš eystanvert į Sandoynni.

 

Tķskil hesar spurningar til landsstżrismannin.

Į tingfundi sama dag varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Į tingfundi 8. mai 2007 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

 

1) Fyrsta uppskotiš til linjufųring varš ikki góškent av Yvirfrišingarnevndini. Sķšani er gjųrd nżggj linjufųring, iš hevur tikiš atlit fyri teimum višurskiftum iš Yvirfrišingarnevndin ikki vildi góškenna ķ fyrra uppskotinum. Landsverk hevur enn ikki fingiš svar frį Yvirfrišingarnevndini og kann tķ ikki siga viš vissu hvųr linjufųringin veršur. Hjįlųgd er tekning, iš vķsir linjufųringina, iš er til višgeršar.

 

2) Seinna uppskotiš varš sent Yvirfrišingarnevndini 10. januar 2007, men mįliš er ikki avgreitt enn.

 

3) Fyrrenn višurskiftini višvķkjandi frišingarmyndugleikanum eru avgreidd ber ikki til at avgreiša onnur višurskifti, so sum ognarvišurskifti o.a.

 

4) Fariš veršur vķšari viš verkętlanini tį ųll neyšug višurskifti og loyvi eru komin upp į plįss og  jįttan er fingin til vega. Verklagslóg eigur eisini at vera samtykt įšrenn fariš veršur ķ gongd.

 

5) Hśsavķkar kommunu er kunnaš og hoyrd um ętlanina. 

 

6) Tunnilsarbeišiš veršur fķggjaš yvir fķggjarlógina.

 

7) Ętlanin kann gjųgnumfųrast eftir umleiš hįlvum trišja įri eftir at neyšug mynduleikaloyvir eru fingin.

 

Mįliš avgreitt.