100-27 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Televarpinum  

Orðaskifti

Ár 2006, hósdagin 25. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1)      Undir hvørjum almennum loyvistreytum virkar Televarpið?

2)      Hvussu er partapeningurin samansettur?

3)      Hvørjar føroyskar og útlendskar samstarvsfelagar hevur Televarpið?

4)      Hvussu er fíggjarliga úrslitið fyri árini 2003, 2004, 2005 og 2006?

5)      Hvør fíggjar møguligt hall?

6)      Hvussu sær útbreiðsluætlanin av sendinetinum út fyri árini 2007-2010?

7)      Hvussu stóran marknaðarpart hevur Televarpið av rás-sjónvarpi í Føroyum?

8)      Hvussu verður ábyrgdarbýtið millum Televarpið og Kringvarpið komandi árini?

 

Viðmerkingar

Tá Televarpið tendraði 5.desember 2002, vóru bert 11 mánaðir lidnir, síðani hugskotið spratt um at lata eina handilsliga digitala sjónvarpsskipan taka við eftir Rás Tórshavn. Og einans fimm mánaðir vóru farnir, síðani P/f Televarpið var stovnað 3.juli. Hesar mánaðirnar er nógv hent.”

 

Soleiðis byrjar ævisøgan um Televarpið á egnu heimasíðu tess, og hóast eginrósið á heimasíðuni til tíðir fer út um mørk, so eru helst nógvir brúkarar í føroyum glaðir og vælnøgdir við tænastuna frá Televarpinum.

 

Enn eru tó stórir partar av landinum, sum ikki hava møguleikan at síggja televarp. Sambært somu heimasíðu eru týðandi partar av landinum, sum ikki hava henda møguleika. T.d. eru Suðuroyggin og Sandoyggin enn við sviðusoð, hóast heimasíðan eisini hevur hesa fráboðan:

 

”Í 2006 hevur Televarpið ætlanir at byggja talgilta sendinetið út, so tað røkkur til Vágarnar (ikki Vatnsoyrar og Gásadals), Hest, Koltur, Kambsdal og Stykkið.

Seinnu helvt av 2006 byrjar væntandi fyrireikingararbeiðið á Knúki á Sandoynni. Her skulu nøkur loyvi upp á pláss fyrst, áðrenn arbeiðið kann byrja. Ætlanin er at signalið av Knúki skal sendast til Velbastaðar, Kirkjubø, partvís Skopunar, Sands (møguliga til Skúvoyar) og so til Suðuroyar.

Í Suðuroy skulu sendistøðir byggjast á Nakki, Líðini fyri at røkka Tvøroyri, Trongisvági og Froðba. Eisini er ætlanin at seta sendistøð á Spáafelli fyri at fáa signalið til Vágs og eina aðra fyri røkka restina av Vágs bygd, Økrum og møguliga Lopra. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í 2007.”

 

Fyri betur at fáa hilling á, hvussu veruliga støðan er hjá Televarpinum, bæði viðvíkjandi útbreiðslu og fíggjarligum framtíðarvánum, vera hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

 

Á tingfundi 31. januar 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 13. apríl 2007 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til nr. 1

Undirritaði lat P/F Televarpinum koncessión sambært fjarskiftislógini 21. oktober 2002. P/F Televarpið hevur koncessión  at leggja, hava í hendi og reka alment radio og tráðborið fjarskiftiskervi og almenna fjarskiftistænastu.

Koncessiónin fevnir um kervi og veitan av tænastum á fylgjandi øki:

  1. Innanlanda telefonitænastur (íroknað veitan av føstum linjum [leigulinjur] ), v.m. veittar á føstum telefonkervi

  2. Tekst- og dátasamskiftistænastur

  3. Allar virðisskapandi tænastur, íroknað internettænastu

  4. Frambering av útvarps- og sjónvarpssendingum á fjarskiftiskervi

  5. Møguligar samansetingar av pkt. 1- 4.

Fjarskiftiseftirlitið hevur harumframt latið felagnum frekvensloyvi sambært Fjarskiftislógini.virksemið."

 

Til nr. 2

P/F Føroya Tele eigur allan partepeningin, sum var 1,2 mió kr. í 2006.

 

Til nr. 3

Føroysku samstarvsfelagarnir eru Føroya Tele og ymsir radiohandlar ella líknandi tænastuveitarar, sum selja Televarpsmóttakarar. Útlendsku samstarvsfelagarnir eru útgerð- og programveitarar.

 

Til nr. 4

2002: -1,1 mió. kr

2003: -2,6 mió. kr.

2004: -1,8 mió. kr.

2005: 732.000 kr. eftir skatt

2006: Endaliga úrslitið fyriliggur ikki enn, men mett verður at Televarpið fær eitt positivt úrslit uppá 1,5 mió kr. eftir skatt.

 

Til nr. 5

Partaeigarin hevur fíggjað hallini fyrstu árini t.e. frá 2002-2004. Felagið verður rikið út frá handilsligum treytum og má tískil ikki geva hall í longdini.

 

Til nr. 6

Televarpssendinetið verður útbygt í tann mun tað letur seg gera á einum burðardyggum grundarlagi.

Í 2007 er ætlanin at røkka til Lamba, Sands bygd, Skúvoy,  Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Vág, Nes, Akrar og Lopra og Porkeri.

Í 2008: Hvalba, Sandvík, Sumba og Árnafjørður.  Ætlanin velst um fíggjarligu viðurskiftini.

Í 2009 og 2010 er ætlanin ikki endaliga fastløgd.

 

Til nr. 7

Fjarskiftishagtøl – 1. hálvár 2006 (Fjarskiftiseftirlitið januar 2007)

 

Talva 13.       Sjónvarpstænastur (Kaðalsjónvarp, fylgisveinasjónvarp og DVB-T) – veitarar

 

 

Hald

 

 

Marknaðarpartur

 

Við endan av /  End of

 

Subscriptions

 

Market shares

 

 

2004

2005

1. H. 2006

 

2004

2005

1. H. 2006

 

 

 

 

 

 

 

 

Cable Networks (Eigarafeløg)[1]

1200

1200

1200

 

10%

9%

9%

 

 

 

 

 

 

 

 

Televarpið (DVB-T[2])

4112

5260

5650

 

33%

38%

41%

 

 

 

 

 

 

 

 

Canal Digital

6500

6747

6440

 

52%

49%

46%

 

 

 

 

 

 

 

 

Others (Sky, Viasat etc.)[3]

650

650

650

 

5%

5%

5%

 

 

 

 

 

 

 

 

Hald í alt / Subsriptions in total

12462

13857

13940

 

100%

100%

100%

 

Tabellin vísir, at Televarpið hevði 41% av rás-sjónvarps marknaðinum í Føroyum sambært hagtølum frá Fjarskiftiseftirlitinum fyri 1. hálvu 2006.

 

Til nr. 8

Mentamálaráðið hevur reist spurningin, um netini hjá Televarpinum og Kringvarpinum kundu verið samskipað til gagns fyri báðar partar, og samskifta partarnir um hesi viðurskifti í løtuni.

 

Viðmerkjast skal eisini, at undirritaði er av teirri fatan, at Televarpið framhaldandi eigur at vera ment sambært strategi’ini hjá felagnum.

Felagið hevur sett sær fyri at útbreiða sendinetið hjá Televarpinum og at veita dygdargott og kappingarført digitalt sjónvarp, umframt at gera seg galdandi uttanlands bæði handilsliga og við tekniskari nýskapan.

Televarps-konseptið í sínari heild hevur prógvað, at til ber at fáa slíkt virksemi at bera seg í smáum londum. Eitt nú er hevur Televarpið ment haldaraskipan, sum er seld uttanlands.

Gongdin á fjarskiftismarknaðinum við broytingunum í eftirspurninginum frá viðskiftafólkunum og við samanrenningini millum telefoni, miðlar og internet, er Televarpið vorðið ein av týðandi liðunum í heildarstrategi’ini hjá konsernini P/F Føroya Tele. 


 

[1] Mett tal / Estm. no.

[2] Digital Video Broadcasting – Terrestrial  (digital tøkni, sum er ætla at geva rúm fyri fleiri kanalum og/ella betri góðsku á mynd og ljóð gjøgnum antennur. DVB-T verður útbreitt á radiofrekvensum eins og analogt sjónvarp, men við tí høvuðsmuninum at brúktur verður ein ”multipleksur”, sum gevur møguleika fyri fleiri kanalum á sama frekvensi.)

[3] Stór óvissa / Big uncertainity.

Málið avgreitt.